Louise Sass hevur valt litirnar til nýggju PH-lampurnar
/Foto v.Kajsa Kvale
Sambært heimasíðuni designetc.dk hevur tekstillistakvinnan Louise Sass ásett litirnar á eini røð av nýggjum avbrigdum av 5-lampuklassikaranum hjá Poul Henningsen, Henda lampan fyllir 60 ár í ár og hetta var orsøkin hjá lampuframleiðaranum Louis Poulsen at biðja Louise Sass um at koma við nýggjum lituppskotum til gomlu lampuna. Louise Sass hevur stóran áhuga í og vitan um litir. Virðislønta listakvinnan hevur eina stóra framleiðslu aftan fyri seg, og hevur eitt nú arbeitt í Steinprenti. Tað er somuleiðis Louise Sass, ið gjørdi permuna á danska savninum hjá Tóroddi Poulsen Standsninger. Louise Sass hevur havt listarligan týdning fyri Tórodd Poulsen, tað sæst eitt nú í mynstrunum, sum umskarast, t.d. á brotinum av prentinum, sum prýðir permuna á Morgunbókini hjá Tóroddi Poulsen
Louise Sass hevur í mong ár arbeitt við at seta litir saman, ið umskarast. Við heimasíðuna designetc.dk sigur hon: ”Jeg har interesseret mig for farver gennem mange år, hvilket også kan ses i mine unika-tekstiltryk. Og så har jeg i en periode arbejdet med en overtryksteknik, hvor transparente tekstilfarver trykkes i overlappende lag. Jeg har undersøgt teknikkens potentiale ved at trykke med en begrænset palet af rene nuancer af rød, blå, gul og sort. Når jeg arbejder med farvernes indbyrdes forhold i det håndværksbaserede stoftryk, er det ofte en lille bitte justering, der har stor betydning. Den erfaring brugte jeg, da vi udviklede og justerede farverne på skærmene.”
Lesið víðari her:
https://designetc.dk/et-ikon-i-nye-farver/
Her er ein áhugaverdur filmur um arbeiðsháttin hjá Louise Sass
https://vimeo.com/channels/1139058/154042210
Eitt av prentunum, sum Louise Sass framleiddi í Steinprenti
Býurin og alt annað - ein fruktagóð sansavilliniborg
/“-Hatta er tann BESTI sjónleikurin ever”. Vit standa uttan fyri Tjóðpallin og sonurin, sum er 11 ár, er als ikki í iva og sjálvt um mamma hansara ivast eitt sindur í hvørt ein sansavilliniborg yvirhøvur er ein sjónleikur, ja so tekur hon fullt undir við, at sansavilliniborgin hjá Gabriel Hernandez, Marga Socias og Thomas Roper saman við TVAZZ v/ Gunnvá Zachariasen og Planeta 15, veitir áskoðarunum eina einastandandi fjølbroytta og inspirerandi uppliving uttan mun til um tú ert barn ella vaksin. Sansavilliniborgin, ið hevur heitið Býurin og alt annað, er kvalitetsundirhald við góðum sjónleikarum, góðari scenografi og so er tað altíð gott at hoyra William Heinesen greiða frá um Føroyar og Havnina og heimsins byrjan. Eg hugsi, at ein munur millum sansavilliniborgina er tann, at áskoðararnir verða aktiveraðir til sjálvi at gera sær sínar egnu søgur. Fyri okkum var hetta ein serstakliga góð familjuuppliving, men eg haldi eisini, at upplivingin hevði verið líka góð fyri vinkonur, einstaklingar osfr. Skúlanæmingar hava eisini fingið nógv burturúr, tað veit eg, tí eg havi júst tosað við ein næming í 3.flokki í Skúlanum á Fløtum, sum fortaldi um ymiskt, hann upplivdi í sansavilliniborgini. Hann var so mikið upptikin, at hann gloymdi at anda meðan hann greiddi frá.
Tað er soleiðis, at áskoðararnir fara ígjøgnum sansavilliniborgina í smærri bólkum við 5 minuttum ímillum hvønn bólkin. Atgongumerki skulu tískil keypast til eina ávísa tíð. Ferðin gjøgnum sansavillinborgina tekur umleið 45 minuttir.
Umvegis effektiva ávirkan og ørkymlan av sansunum, men eisini við spennandi rekvisittum, umhvørvum og við sjónleiki verður gongd sett á søgur – bæði okkara egnu og søgurnar hjá okkara býi, og á vegnum umbroytist okkara kenda býarrúm og verður til okkurt spennandi nýtt. Í skýmingini vaknaðu sansir okkara, vit fingu svimlandi hæddarskrekk, sjóverk, men eisini uppmerksemi, eymleika og søgur, og hetta riggar so mikið væl, at vit blivu í so sera góðum lag við nývaknaðum kærleika til okkara umhvørvi.
Eg kundi skrivað meira, men vil ikki avdúka ov nógv og havi heldur hug at fáa hetta viðmæli skjótt út til tykkum, at ti skulu náa at fáa hesa upplivingina við áðrenn hon verður tikin av aftur skránni í Tjóðpallinum.
Elin Smith: Sorg, sálarkvøl og heimloysi - Vernissage
/Brot úr málningi á framsýningini
Fríggjadagin 25.mai læt framsýningin hjá Elini J.Smith: Sorg, sálarkvøl og heimloysi upp í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, akvarellum, tekningum og keramikki hetta til 29.mai. Opið er hesar dagar frá klokkan 14-18.
Hetta er triðja framsýningin í eini trilogi. Fyrst var tað "A tribute to Life", sum var í Smiðjuni í Lítluvík í 2013. Onnur framsýningin – um heimsins órættvísi – var eisini í Smiðjuni, tað var í 2015, og nú í mai 2018 er Smiðjan aftur karmur um seinastu framsýningina á trilogiferðini.
Á øllum trimum framsýningum hevur tað sosiala verið høvuðsevnið. Verkini snúgva seg um heimleys, fátøk, um heimsins órættvísi og ólukkuligar menniskjalagnur. Borgmeistaraketan er eitt høvuðsverk á framsýningini; ein original, samfelagskritisk og rættiliga speisk viðmerking til nútíðarsamfelagið og tess ójavna og ófrælsi.
Her eru nakrar myndir frá upplatingini, sum fevndi um bæði eina áhugaverda og væl framborna røðu hjá Kirsteni Brix og fínan tónleik frá Kaj Klein, sum framførdi saman við Mattias Kapnas og Leu Kampmann.
Kirsten Brix flytur fram røðu
... og tey lurta
Kaj Klein og Mattias Kapnas spældu
Listakvinnan Elin J.Smith beyð vælkomin
Lea Kampmann, Kaj Klein og Mattias Kampmann
Eitt av keramikkverkunum
Mnnequindukka í borgmeistaraketu
Brot úr Borgmeistaraketuni
Røðarin framman fyri einum málningi
Karakterfull mynd av einum karakterfullum persóni - Sonja Jógvansdóttir
Sjálvsmynd
Myndin er full av speglingum, tí sólin skein beint tá eg tók myndina - hetta portrettið er framúr
Kórverk hjá ungum føroyskum tónaskaldi frumframført í Beijing
/Í dag var kórverkið Freya Syngur eftir Eli Tausen á Lava og Onnu Maluna Jógvansdóttir framført í Beijing. Eli Tausen á Lava er næmingur hjá Sunleif Rasmussen, sum á Facebook lýsir hann at vera sera gávuríkan næming, sum seinni í ár byrjar at lesa kompositión, hann er sloppin inn á Royal Northern College of Music í Manchester. Eli Tausen á Lava lýsir verkætlan sína soleiðis:
"Um nakrar heilt fáar minuttir fer hetta sera dugnaliga týska ungdómskórið, djkc - Deutscher Jugendkammerchor, at frumframføra kórverkið 'Freya Syngur' í Prince Mansion Concert Hall í Beijing. Hetta er í samband við árliga festivalin, sum ISCM (International Society for Contemporary Music) skipar fyri. Verkið skrivaði eg, í samstarvi við Anna Malan Jógvansdóttir, umleið hesa tíðina síðsta ár; eg tónleikin og hon tekstin. Tað sum kanska er serliga stuttligt við hesu framførsluni av 'Freya Syngur', er at teksturin, sum týska ungdómskórið skal syngja, er á føroyskum. Tískil er tað eitt týskt kór sum syngur á føroyskum í kinesiska høvuðsstaðnum. Tey hava fingið vegleiðing frá bæði Drífa Hansen og mær sjálvum at úttala tey føroysku orðini, og til venjingarnar havi eg verið ógvuliga imponeraður av hvussu væl tey klára tað. Verkið snýr seg um sorg. Í tónleikinum royni eg at lýsa tær fimm sorgarfasurnar (Kübler-Ross Modellin): Avnoktan, vreiði, samráðing, tunglyndi og góðtøka. Teksturin hjá Onnu Maluni er skrivaður úr sjónarmiðnum hjá norrønu gudinduni Freyu, sum hevur djúpa sorg og grætur gylt tár tá maður hennara, Od, fer burtur."
Beinir Bergsson fekk ta fyrstu Ebbuna
/Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin hvítusunnudag 20.mai og var tað Beinir Bergsson, ið fekk virðislønina fyri sítt debutsavn Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum Sprotin gav út í 2017. Talan er um eitt rættiliga serstakt yrkingasavn, ið tematiskt viðger deyða og sjúku.
Høvundin og týðarin Ebba Hentze testamenteraði Listasavninum síni myndlistaverk, herímillum vóru fleiri góðar tekningar og klipp hjá Williami Heinesen, men alt annað fekk Rithøvundafelag Føroya at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Í fjør heyst varð Ebbuvirðislønin stovnaðvið krónum 570.155,54 á konto. Árliga kann ein virðislønin á krónur 25.000 verða latin. Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum verður handað 20.mai, sum er dagurin, tá Ebba Hentze andaðist. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata.
Ondin verður hildin.
Mjørkans kaldi andadráttur legst oman yvir bøin.
Ein einstaklingur eygleiðir tað eina grasstráið, ið stríðist ímóti vindinum.
Skaddudropar leggjast á stráið.
Skjótu droparnir avdúka stráið, og tann einstaki andar út.
Døgg birtist í einum rúti.
Teir eru hvør í sínum heimi á somu gongustjørnu.
(s.14 Tann lítli drongurin og beinagrindin)
Brot úr mynd hjá Beini Bergsson á FB
Norðurlendsk Summarframsýning um VATN
/Jens Dam Ziska
Norðurlandahúsið í Føroyum hevur í sambandi við Summarframsýningina 2018 bjóðað øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN – Norðurlendsk Salón, sum verður í tíðarskeiðnum 16. juni – 17. august 2018.
Vatn bæði bindur og skilir okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Frá tí ímyndaliga til tað úrtøkiliga. Frá sjómálningum til hugtakslig samtíðarverk.
Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. Øll sjónarhorn eru vælkomin.
Norðurlandahúsið í Føroyum er sera fegið fyri stóra áhugan, sum hevur verið fyri tiltakinum og errin av at kunna vísa verk frá stórum pørtum av Norðurlondum og Baltikum. Luttakandi listafólkini eru:
Andris Vītoliņš ( LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV).
Marius Ziska við nýggjari útgávu
/Leygardagin 16. juni verður leingi væntaða nýggja útgávan hjá Marius Ziska løgd fram á stórfingnari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.
Marius hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst við útgávuni, sum fær heitið “Portur”. Fyrsta staklagið, Silvurlín, kom út í januar, og varð sera væl móttikið, bæði í Føroyum, Íslandi og Danmark. Løgini á komandi útgávuni hjá Mariusi Ziska eru øll á føroyskum. Bólkurin gjørdist spentur uppá at gera eina heila útgávu á føroyskum, tá ið føroysku løgini á seinastu útgávuni, Home/Heim, onkursvegna bara kendust bólkinum rætt. Tey vórðu eisini sera væl dámd bæði her heima og uttanlands, og tí varð avgerðin tikin at gera eina føroyska útgávu burturav. Teir, ið manna bólkin Marius Ziska á útgávukonsertini, eru Hans Marius Weihe Ziska - sang og gittar, Allan Tausen - sang og gittar, Heðin Ziska Davidsen - gittar, Mikael Blak - bass, Magnus Johannesen - tangentar, Brandur Jacobsen - trummur og Per Ingvaldur Højgaard Petersen - trummur. Duettin Guðrun og Bartal, sum eru við á einum sangi á “Portur”, hita upp til konsertina. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 16. juni kl 19.30. Konsertin er samstarv ímillum Norðurlandahúsið og G! Festival
The importance of dialogue
/Julie Sass
Julie Sass – A Brief History of Abstraction - Rønnebæksholm
A brief history of abstraction is an exhibition curated by painter Julie Sass, hosted by Rønnebæksholm, an old manor house now run as an art museum outside the Danish town Næstved. The museum has invited visual artist Julie Sass to give her take on the artistic phenomenon of abstraction. Spanning 60 works by 23 artists from 11 countries and covering a period of nearly one hundred years, Sass frames the elements of abstraction as an artistic phenomenon. This exhibition is both an art history of non representational art while at the same time a survey of Julie Sass’ own personal and artistic interests evident by her own works which are included alongside works by her predecessors and colleges.
Julie Sass
There is a striking playfulness at work throughout the seven bright rooms that exhibition spans over. The artworks have been installed in a very dynamic yet organic way with a lot of humorous details and surprises. Some art works are placed very high on the wall, some even on the ceiling and under windows. The dialogue between the artworks as well as the room they occupy seems to be a very important element of the curation. While abstract art is known for being exhibited in white boxes, Julie Sass incorporates the architectural details of the rooms, drawing equivalence between art works and fireplaces and other decorative and functional furnishings. This seems to be the reason one panel in a lithographic triptych is hung slightly higher than the rest. By placing classic works by Man Ray opposite contemporary works by Arturo Herrera, they seem to communicate, making the viewer aware of similarities and differences but in a way which feels suggestive rather than blatant. This is not an artistic treasure hunt where the viewers are told what to think. Instead the detailed and playful curation inspires the viewer to make a variety of associations and cross references that linger and mature for a while after leaving the exhibition.
Sonja Ferlov Mancoba
Even though the exhibition contains sculptures, objects and artist books this is first and foremost about two dimensional works of art: painting, photography, printmaking and collage. Sculptures are presented as formal commentary to the work consisting of images. The powerful bronze sculpture The Mask by Sonja Ferlov Mancoba is an exception to this. It is placed in room number 5, making this room the most dramatic one with strong paintings by Julie Sass. A black and pink composition with separate parts that have been sown together picks up on several similarities in the sculpture from 1977 despite their different media, texture and weight.
Rannva Kunoy
In this same openminded and generous spirit Julie Sass has written seven texts, one for each of the rooms sharing her thoughts and reasoning behind and about the works in them. She is always exploring different questions about art and one fundamental question to her is about the origin of things and especially form’s provenance. She imagines that there is some sort of starting point with a force from which everything can emanate or implode. In Michelle Grabner’s work on paper and in Rannva Kunoy’s lithography this force seems to be infused in a pitch black background, buckling out in straight silver lines from the centre towards the edges of the paper.
Erin Lawlor
The power in Erin Lawlors paintings is controlled by a very skilled and experienced painter and colourist. Her paintings seems to be filled up with forms and paint to such a degree, that they might burst out into the exhibition room with great force. The force is in the brushwork and in the movements of the painting brush. In the captivating painting grinch grinches the cat most of the broad strokes are framed by contours, which seem to temporarily freeze the waving movement. It becomes a frozen moment in time with a strong sense of surprise and possibility.
The painting King Dollar by Rannva Kunoy has a three-dimensional, almost holographic quality, suggesting that something is always just coming into being hereby changing the conditions of the media. Despite the fact, that paintings are still images, the new paintings by Kunoy require that the viewer is moving around the piece, because the appearance of the painting changes according to the angle you are looking at the painting from.
James Hyde
Room number two is dedicated to Sass’ fascination with the shifting of shapes and changes in form. Hansina Iversens lithography features a dark prominent form that drifts from above downwards to the right. This is due to our own inclination to read physical experiences into artworks. The spontaneous appearance is in fact planned and executed by an experienced artist with a specialised sense of pictorial space. In the same room as the work of Hansina Iversen is James Hyde’s composition of nylon ribbons in different colours. Titled Transit it almost looks like an abstract painting in the colourfield painters’ tradition while the material and structure nods towards an approach more associated with minimalism. Hyde is challenging painting as a media, rethinking it both in content and material. Outside in the park there is a big billboard poster which at first glance seems to be a beautiful abstract picture in brilliant colours. If you go outside to study the work, you discover that it in reality is a digital print of rather poor quality which the artist has used as starting point in this humorous piece.
James Hyde
The third room is assigned conceptual art strategies with Yoko Ono’s great Painting in Three Stanzas. It is astounding that this piece about representation was completed already in 1964 despite its contemporary outlook.
Julie Sass
In room seven, we revisit Sass’ interest in dialogue. Her artist book VOLUME RHYTHM MATTER dialogues consists of conversations between Sass and artists Arturo Herrera, Erin Lawlor, Ann Pibal and Steel Stillman as well as her own artwork. Each artist posed questions about abstraction that - while addressed specifically to her work, also bring about concerns or their own. The dialogues vary widely and Sass’ responses are in written form as well as visual, in the form of heliographs and lithographs made with Jan Anderson at Steinprent. The cooperation between Sass and The Faroe Island’s Graphic Workshop Steinprent started five years ago and through her work there Sass has exhibited with Faroese artists, Rannva Kunoy and Hansina Iversen, whose works, are also represented at this exhibition. In Steinprent Julie Sass has created several graphic works and two books, both of which are exhibited at A Brief History of Abstraction.
Julie Sass
The artist and curator, Julie Sass strongly believes that art is not made in solitude by artists working independently of each other, but is always the result of understandings and innovations made by generations of artists. In each room Julie Sass focuses on different aspects of abstract art and in room four, artists who have had a significant impact on the curator’s own practice are featured. Here we see paintings and drawings by Shirley Jaffe and variations of and tributes to Jaffe by Julie Sass. The small golden painting by Ann Pibal has an almost magnetic impact on this viewer. Pibal uses acrylic paint on aluminium in her geometric compositions. The small painting is entitled RBWC 3.2, which could be an abbreviation referring to something specific about the piece without informing us what it is, but it seems to be part of a series. The painting is rectangular in form with a horizontal lining high and low on the surface as well as vertical lines to the left indicating a architectural space. There is also a square figure to the right that contains concentric squares in bright rainbow colours. While the title, material and geometry suggests a strict minimalistic, scientific approach, the shimmering colours and the serenity in the forms also convey a delicious sense of beauty. The dimensions and the golden colour make me think about old religious paintings by Giotto or maybe a voluptuous Baroque paintings with pictures within pictures.
Ann Pibal
In all of Julie Sass’ works there is an awareness of the play between a sensual and an analytical approach, focusing on the interrelations between forms on the surface both in individual pieces and across her wider body of work. Her own pieces seems to be built rather than painted and the process appears important in several ways. It’s as if the artist wants the viewer to notice the process and with this exhibition she invites us into her own artistic machine room. In the last room she juxtaposes heliography and lithography with her new works on canvas showing the public the development of ideas in her work. This is courageous in more ways than one. By sharing her own strategies and in defining a personal history of abstract art, Julie Sass is taking risks.
In short A Brief History of Abstraction is about breaking boundaries and loosening up hierarchic structures in the history of abstract art. I believe that the main reason Julie Sass is so successful with this project lies in her lines of communication, her open mindedness and intuition displayed, and of course the high quality of art works included in the exhibition by Alain Biltereyst, Ann Pibal, Arturo Herrera, Dan Walsh, Ebbe Stub Wittrup, Erin Lawlor, Eva Steen Christensen, Hansina Iversen, Henri Michaux, James Hyde, Maria Buras, Man Ray, Marie Søndergaard Lolk, Michelle Grabner, Moira Dryer, Noël Dolla, Rachel Beach, Rannva Kunoy, Shirley Jaffe, Shirley Goldfarb, Sonja Ferlov Mancoba, Vilhelm Bjerke Petersen, Yoko Ono.
Ein modernistiskur slóðbrótari við stórari ávirkan á føroysku myndlistina
/Tað kendist merkiliga heimligt í Listasavninum í dag. Málningarnir við teimum mongu reyðu og grønu litbrigdunum mintu bæði í litum, málihátti og innramming um okkurt av tí, sum hekk í mínum barndómsheimi og í øðrum heimum hjá vinfólkum. Framsýningin, sum í løtuni er at síggja í Listasavninum, er sum bótamoli av føroyari list í farnu øl - eitt konsentrat av fransktinspireraðari modernismu við semiabstraktum landslagsmyndum av bygdini við havið, av kyrrlutamyndum og portrettmyndum.
Tess áhugaverdari er tað, at listamaðurin, sum talan er um, ikki er føroyingur, men dani, sum enntá segði seg vera enskan. Tað er sjálvandi listamálaran Jack Kampmann, eg tosi um, og framsýningin Jack Kampmann Ein modernistur í Føroyum er áhugaverd, bæði orsakað av góðum myndum, ávísum framúr málningum, men eisini, tí verkini hava listasøguligan týdning og áhuga. Ikki minst í mun til Ingálv av Reyni – tað er heilt ótrúligt sum summir málningar hjá Jack Kampmann líkjast málningum hjá Ingálvi av Reyni bæði frá litríka tíðarskeiðnum, flatumálarínum og av hækkandi sjónarringinum. Í fleiri førum helt eg tað vera myndir hjá Ingálvi av Reyni, t.d. tann av Kvívík frá 1957. Aðrir málningar minna um Matisse, Braque, Immanuel Ibsen og Cézanne. Síðstnevndi fekk serliga stóran týdning sum inspiratión hjá Zachariasi Heinesen, ið jú meira enn nakar hevur grundað ta føroysku myndina. Tað er hugvekjandi hvussu stóran týdning fronsk list hevur fyri ta føroysku eins og tað er imponerandi hvussu nógv stílurin varierar í málningunum á framsýningini hjá Jack Kampmann. Í nógvum førum ber til at síggja stílslig drøg frá hesum og hasum franska ella danska listafólkinum - hetta verður eisini gjølliga umrøtt í tekstinum hjá Nils Ohrt í kataloginum, men eg haldi eisini, at har er okkurt í myndunum, sum er sermerkt og sterkt, sum er Jack Kampmann. Hetta síggi eg bæði í litsamansetingum og kompositiónum, ikki minst nøkrum reyðum, næstan abstraktum, at kalla konstruktivistiskum málningum, sum hanga sama, men sum av ókendum orsøkum eru hongdar inn í innara rúmið, sum er myrkari enn restin av salinum. Hesi høvuðsverkini høvdu hingið betri í høvuðssalinum. Framsýningin verður at síggja inntil 22.juni mánadag. Opið er allar vikudagar frá klokkan 11 til 17.
Keiin í Vestmanna (194))
Kvívík 1957
Kyrrlutamynd (1952)
Trolari við bryggju (1955)
Dóttir mín (1958)
Kyrrlutamynd (1957)
Kyrrlutamynd (1956)
Vestmanna (1955)
Skipasmiðja (1960)
Sleipistøð (1959)
Slupp á sleipistøð (1959)
Randi Samsonsen - In Search of Lost Colours - Vernissage
/Í gjár læt framsýningin hjá Randi Samsonsen In Search of Lost Colours upp í Steinprenti. Har vóru nógv fólk og lagið var gott í nýrenoveraða og kekkaða framsýningarhølinum, sum var ein flottur og væl hóskandi karmur kring tey bundnu, heklaðu, seymaðu og samansettu listaverkini. Framsýningin verður hangandi til 23.juni. Farið í Steinprenti og fáið tykkum eina góða, fjølbroytta og øðrvísi listauppliving. Hetta er tóvirkislist, ið brýtur hevd.
In Search of Lost Colours er ein serstøk framsýning við tekstillist og grafikki. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klædnastykkir, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýnir listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevur gjørt til framsýningina. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá Randi Samsonsen í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, hon framsýnir litografi. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til har í fleiri umførum.
Framsýningin er konseptuel. Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøði - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu heimunum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Menniskjað er frá barnsbeini vælsignað við framúrskarandi eginleikum til at sansa sítt umhvørvi. Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum og síggja fyri okkum alt tað upplivaða, antin tað er tapetið við litríkum fiskum á vesinum hjá vinkonuni og teimum - har tað luktaði av onkrari ávísari sápu. Hjá hinari vinkonuni verður angin av kraftmiklum earl grey í køkinum sambundin við mjúkt blátt linoleum á køksgólvinum og heima var kenslan ljósabrún og eitt sindur hvøss av hesjantapetinum í stovuni. Hugsa vit víðari ber til at eyðmerkja sjálvt smáar staklutir litir og luktir í barndómsins stovum og køkum, fyri ikki at tosa um vindfang og gangir, har mann mangan stóð og bíðaði sum barn.
Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen og seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við sínum litminnum í eini listarligari verkætlan. Hon hevur vísindaliga granskað fotomyndir í familjumyndabókum og hevur burtur úr hesum gjørt litkort og notur, sum aftur eru útgangsstøðið hjá tekstilverkum og prentum. Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum. Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum bæði sum íblástur og fatanargrundarlag.
Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið - hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan onnur hava ein meira hvassan yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýtir hugasambond við brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast.
Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon er útbúgvin Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012 og umframt at vera listafólk starvast hon eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands. 2018 Traditionsbrud, Hobro. 2017 IsThisKnit København og Aguille en Feté, Paris. 2015 Our Arctic Future, Berlin.
Listamanninum Per Kirkeby til minnis
/Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys:
lyset vinder over formen (se den forrige bog Naturstudiet).
"Vi ser at mange malere der er uvidende om proportionskunsten, ikke desto mindre med lidt øvelse i at anbringe deres lys på en antagelig måde har haft et godt teknisk omdømme"
sagde Lomazzo.
Men det perspektiviske rum, den klumpagtige tåge og Tiefe,
stræber altid mod processionens fladhed, mod klassicisme.
Tiefe er gotik-romantik, og som perspektivisk rum er den evindelig stræben, stræben mod klassicisme – ikke for at blive klassicistisk, men for derigennem at erobre et nyt Rum.
Altså den hvide skikkelse i tågerummet...
Myndina tók Michael Schäfer fyri átjan árum síðani, tá hann og Per Kirkeby vóru í Føroyum. Hon er brot úr størri mynd av Kirkeby og Bárði Jákupsson í haganum. Teksturin er brot úr yrking í savninum Isolation af delene frá 1980, sum undirritaða til alla eydnu fann í einum kassa á Býarbókasavninum við bókum, ið skuldu burturbeinast. Hann skrivaði meira enn almindiliga væl, Per Kirkeby. Hann skrivaði góðar yrkingar og tekstir um list og um listafólk. Og Kirkeby hevði sína heilt egnu rødd, tá hann skrivaði, sum ikki líktist nakrari aðrari. Tað hevði hann eisini sum málari, grafikari og myndahøggari við framsýningum í London, New York og Paris, og verður hann syrgdur í kvøld kring allan listaheimin, ikki minst í heimlandinum, Danmark, men eisini í Føroyum eru starvsfelagar og vinir, ið syrgja hann.
Per Kirkeby var útbúgvin cand.mag í náttúrusøgu og jarðfrøði. Í sekstiárunum byrjaði hann at mála og framleiða grafiskar myndir, og varð m.a. knýttur at Eks-skúlanum/Eksperimenterandi listaskúlanum. Seinnu árini hevur hann havt álvarsligar heilsutrupulleikar m.a. orsakað av heilabløðingum. Hann var 79 ár nú hann doyði.
Hansara Føroyatúrur í 2000 var serstakliga produktivur og úrslitaði í 77 grafiskum bløðum, steinprentum og koparprentum, sum vórðu prentað í Steiprenti saman við koparprentaranum Michael Schäfer og litografinum Jan Andersson. Í bókini sum Brøndum gav út í 2001 "Rejsen til Færøerne" eru øll prentini avmyndað umframt ein áhugaverdur tekstur hjá Per Kirkeby, sum lýsir góða stemningin í Grafiska Verkstaðnum/Steinprenti, ið tá lá í Listasavninum: "Værkstedet l i Tórshavn. Et anneks til det færøske kunstmuseum. Jeg arbejdede mest i et lille rum, næmest en entré til værkstedet... I denne entré stod jeg og tegnede på de litografiske sten. Færøerne lå uden for døren. Men når jeg lukkede døren op, var der kun fodbold. Hele døgnet blev der spillet på stadion-anlæggets baner lige udenfor. Gik man lidt op ad vejen, så man over Tórshavn og Nolsøs karakteristiske profil. Der var en sådan præcision og geologisk logik i den streg, at jeg blev henrykket ved hvert blik. Jeg strejfede rundt i omegnen for at se noget til mine tegninger på stenene. Det blev de sorte basalt-hamre, de trin som vidnede om den logiske opbygning af fjeldet. Strukturer, som jeg havde fundet hos Mantegna, dukkede op i det strålende færøske lys. For der var uafbrudt strålende vejr. De enorme mængder regntøj og vndtæt fodtøj, vi havde slæbt med og fået gennemrodet af den rødhårede tolder i lufthavnen, var der slet ikke brug for. Tørt og solrigt. Blå himmel. Og jeg der havde glædet mig til tågen. Det anelsesfulde. Vejret den tredie og uberegnelige faktor i landskabets billeddannelse. Først var der skabelseseruptionens raster, så erosionens arbejde og så alts vejret. Men der var ikke meget stof i strålende solskin. Andre gange gik jeg op i museet og lagde mig at sove på trægulvet. Ofte fortvivlet og med en intens følelse af ensomhed. En ensomhed, der var lettere at bære i fjeldet. Som næsten var lykkefølelse dér. Men det hjalp at lægge sig mellem de afdøde færøske kollegers billeder. Jeg lå enten ved Mikines´ billeder, eller også gerne i den mindre sal, hvor Danielsens rørende præcise billeder fra Nolsø skabte en skrøbelig verden..." (s.83 í Per Kirkeby Rejsen til Færøerne. Brøndum 2001)."
Hvíl í friði, Per Kirkeby, takk fyri góða avrikið.
In Search of Lost Colours - Randi Samsonsen sýnir fram í Steinprenti
/Leygardagin 12.mai klokkan 15-17 letur framsýningin hjá Randi Samsonsen, In Search of Lost Colours upp í Steinprenti. Hetta er ein serstøk framsýning við tekstillist og grafikki. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klædnastykkir, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýnir listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevur gjørt til framsýningina. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá Randi Samsonsen í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, hon framsýnir litografi. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til har í fleiri umførum.
Framsýningin er konseptuel. Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøði - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu heimunum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Menniskjað er frá barnsbeini vælsignað við framúrskarandi eginleikum til at sansa sítt umhvørvi. Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum og síggja fyri okkum alt tað upplivaða, antin tað er tapetið við litríkum fiskum á vesinum hjá vinkonuni og teimum - har tað luktaði av onkrari ávísari sápu. Hjá hinari vinkonuni verður angin av kraftmiklum earl grey í køkinum sambundin við mjúkt blátt linoleum á køksgólvinum og heima var kenslan ljósabrún og eitt sindur hvøss av hesjantapetinum í stovuni. Hugsa vit víðari ber til at eyðmerkja sjálvt smáar staklutir litir og luktir í barndómsins stovum og køkum, fyri ikki at tosa um vindfang og gangir, har mann mangan stóð og bíðaði sum barn.
Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen og seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við sínum litminnum í eini listarligari verkætlan. Hon hevur vísindaliga granskað fotomyndir í familjumyndabókum og hevur burtur úr hesum gjørt litkort og notur, sum aftur eru útgangsstøðið hjá tekstilverkum og prentum. Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum. Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum bæði sum íblástur og fatanargrundarlag.
Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið - hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan onnur hava ein meira hvassan yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýtir hugasambond við brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast.
Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon er útbúgvin Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012 og umframt at vera listafólk starvast hon eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands. 2018 Traditionsbrud, Hobro. 2017 IsThisKnit København og Aguille en Feté, Paris. 2015 Our Arctic Future, Berlin.
Nýggj tóvirkislist brýtur hevd
/Sunnudagin læt framsýningin Traditionsbrud – Tekstil samtidskunst upp í listasavninum Kunstetagerne í Hobro við tóvirkislist hjá fleiri áhugaverdum norðurlendskum listafólkum: Bank & Rau, Isabel Berglund, Anders Bonnesen, Gudrun Hasle, Karen Havskov Jensen, Karina Meedom, Andreas Schulenburg og Thomas Wolsing. Eisini var føroyska Randi Samsonsen við á framsýningini, sum verður lýst í tíðindaskrivi á henda hátt: “Der er i dag en generel interesse for de gamle håndarbejdsteknikker. Strik, hækling og broderi sætter tempoet ned og giver plads til fordybelse i en travl hverdag. For billedkunstnerne er der dog mere på spil. Ved at hente håndarbejdet ind i billedkunsten gør de op med dets traditionelle brugs- og dekorationsfunktioner. I stedet lades de tekstile udtryk med fortælling, symbol, betydning og association, når kunstnerne tager temaer som krig, identitet og migration op. I mødet mellem det gammeldags håndarbejde, de bløde materialer, som vi alle har erfaring med, og sådanne eksistentielle temaer opstår både overraskende og fremmedgøreende resultater: atombombe-sprængninger filtet i uld, Udkantsdanmark i forfald broderet med fint uldgarn, flerpersoners, strikkede sweatre og lommefilosofi i hæklet form – alt sammen ligger uden for de erfaringer, vi har med tekstil, og værkerne er på én gang humoristiske, ironiske og absurde”.
Í Føroyum sleppa vit eisini at uppliva verkini hjá Randi Samsonsen longu leygardagin komandi, tá serframsýning hennara letur upp í Steinprenti.
Gudrun Hasle
Hansina Iversen: SANSARÚM
/Fotomyndir: Fríða Matras Brekku
Í dag var síðsti dagur, at sonevnda Sansarúmið, sum Hansina Iversen gjørdi í dansistovuni í Norðurlandahúsinum var opið. Hetta rúmið varð gjørt í sambandi við barnafestivalin í Norðurlandahúsinum og er altso upprunaliga ætlað børnum, sum tað stendur skrivað á heimasíðuni hjá nlh:
Hjá børnum er abstrakt list náttúrlig. Tey fara til abstraktar málningar púra opin, uttan ótta og læstar meiningar. Tey frøast um litirnar og skapini og samanbera tey við teirra egna kropp og umhvørvi. Tey spyrja ikki um tilverurættindini hjá listini og tey taka hana nátúrliga til sín. Sansarúmið er eitt rúm við abstraktari list, sum børnini kunna fara inn í, nerta við, undra seg yvir, tiga í og bara vera í.
Eg eri sera fegin um at eg náddi at síggja Sansarúmið, tí hetta var sanniliga eisini áhugavert hjá vaksnum at uppliva. Sansarúmið er eitt listaverk og ein víðari menning av tí, sum Hansina Iversen byrjaði uppá á framsýningini Lonely Hearts á MEST. Á lutfalsliga einfaldan hátt við geometriskum og organiskum skapum spælir listakvinnan við sansir áskoðarans. Skap verða myndað á flatu, í rúmi og negativt sum hol í vegginum. Myndir eru speglingar og skap verða endurtikin gjøgnum rúmið í mobilum, ið kunnu snarast runt og einum filmi við somu rundu rørslu. Litir og ljós broytast, tá vit koyra undir verkini og tey mala runt. Tá varnast vit hvussu nógv litir og skap ávirkast av hvørjum øðrum. Við Sansarúminum sæst, at Hansina Iversen hevur rúmligan ans og at hon umframt at mála, eisini megnar at gera stórar installatiónir. Tað kundi verið spennandi at sæð Hansinu Iversen framsýnt eina monumentala installatión í einum white cube listarúmi uttan órudd og pútur, sum sjálvandi í hesum føri eru til børnini at sita á.
En kort historie om abstraktion - fernisering
/I strålende solskin åbnede udstillingen En kort historie om abstraktion på Rønnebæksholm i går, lørdag 5.maj. Udstillingen er resultat af samarbejdet mellem Rønnebæksholm og billedkunstneren Julie Sass, som er inviteret til at komme med sit bud på en kort historie om et kunstneriske fænomen der er omdrejningspunktet for hendes eget værk. Hun har valgt at fokusere på abstraktion. Med udstillingen En kort historie om abstraktion, udfoldes en ny fortælling om abstraktions historie og potentiale ved at vise værker og fremdrage sammenhænge der ikke tidligere har været åbenlyse i en skandinavisk kontekst.
De mange udstillingsgæster blev budt velkommen af udstillingsleder Dina Vester Feilberg, der indledningsvis reflekterede over begrebet abstraktion samt den vellykkede kollaboration med Julie Sass. Rektor for Kunstakademiet, Sanne Kofod Olsen tog i sin åbningstale udgangspunkt i sine egne erfaringer dengang hun som ung kunsthistoriestuderende troede, at det kendte bogværk af H.W.Janson om den vestlige verdens kunsthistorie repræsenterede en form for objektiv sandhed. Det har hun så senere erfaret var en sandhed med modifikationer, idet et udvalg altid er vinklet eller baseret på en konsensus, der ikke nødvendigvis har noget med sandheden at gøre. Som eksempel nævnte Sanne Kofod Olsen den svenske kunstner Hilma af Klint, hvis udtryk tydeligvis har været abstrakt før Kandinskys abstrakte værker, der almindeligvis får æren for at være grundlægger af abstrakt kunst.
Udstillingen omfatter værker af: Alain Biltereyst, Ann Pibal, Arturo Herrera, Dan Walsh, Ebbe Stub Wittrup, Erin Lawlor, Eva Steen Christensen, Hansina Iversen, Henri Michaux, James Hyde, Julie Sass, Man Ray, Maria Buras, Marie Søndergaard Lolk, Michelle Grabner, Moira Dryer, Noël Dolla, Rachel Beach, Rannva Kunoy, Shirley Goldfarb, Shirley Jaffe, Sonja Ferlov Mancoba, Vilhelm Bjerke Petersen, Yoko Ono.
Udstillingsperiode: 5 maj 2018 – 2 september 2018
13:00 - 18:00
Udstillingen er støttet af STATENS KUNSTFOND, Bikubenfonden, Beckett-Fonden, Bikubens Fusionsfond v/ Danske Bank i Næstved og Venneforeningen Rønnebæksholm.
Jack Kampmann framsýning í Listasavninum
/Fernisering fríggjadagin 4. mai kl. 16:00
Fríggjadagin 4. mai kl. 16:00 letur framsýningin "Jack Kampmann - Ein modernistur í Føroyum" upp á Listasavni Føroya.
Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin
Hanna Kampmann, dóttir listamannin, setur framsýningina.
Lea og Janus Kampmann framføra nøkur løg.
Listasavnið bjóðar ábit.
Øll eru vælkomin til hátíðarhaldið á Listasavninum.
Listasavnið gevur út bókina "Ein modernistur í Føroyum". Bókin fæst fyri serprís upplatingardagin.
Framsýningin er opin til og við 22. juni 2018.
Savnið er opið mánadag til sunnudag frá kl. 11 til 17