Kórverk hjá ungum føroyskum tónaskaldi frumframført í Beijing

33599694_423829391411419_5063715623930953728_o.jpg

Í dag var kórverkið Freya Syngur eftir Eli Tausen á Lava og Onnu Maluna Jógvansdóttir framført í Beijing. Eli Tausen á Lava er næmingur hjá Sunleif Rasmussen, sum á Facebook lýsir hann at vera sera gávuríkan næming, sum seinni í ár byrjar at lesa kompositión, hann er sloppin inn á Royal Northern College of Music í Manchester.  Eli Tausen á Lava lýsir verkætlan sína soleiðis:

"Um nakrar heilt fáar minuttir fer hetta sera dugnaliga týska ungdómskórið, djkc - Deutscher Jugendkammerchor, at frumframføra kórverkið 'Freya Syngur' í Prince Mansion Concert Hall í Beijing. Hetta er í samband við árliga festivalin, sum ISCM (International Society for Contemporary Music) skipar fyri. Verkið skrivaði eg, í samstarvi við Anna Malan Jógvansdóttir, umleið hesa tíðina síðsta ár; eg tónleikin og hon tekstin. Tað sum kanska er serliga stuttligt við hesu framførsluni av 'Freya Syngur', er at teksturin, sum týska ungdómskórið skal syngja, er á føroyskum. Tískil er tað eitt týskt kór sum syngur á føroyskum í kinesiska høvuðsstaðnum. Tey hava fingið vegleiðing frá bæði Drífa Hansen og mær sjálvum at úttala tey føroysku orðini, og til venjingarnar havi eg verið ógvuliga imponeraður av hvussu væl tey klára tað. Verkið snýr seg um sorg. Í tónleikinum royni eg at lýsa tær fimm sorgarfasurnar (Kübler-Ross Modellin): Avnoktan, vreiði, samráðing, tunglyndi og góðtøka. Teksturin hjá Onnu Maluni er skrivaður úr sjónarmiðnum hjá norrønu gudinduni Freyu, sum hevur djúpa sorg og grætur gylt tár tá maður hennara, Od, fer burtur."