Ein modernistiskur slóðbrótari við stórari ávirkan á føroysku myndlistina

32399182_10216680959839402_5234843343095070720_n.jpg

Tað kendist merkiliga heimligt í Listasavninum í dag. Málningarnir við teimum mongu reyðu og grønu litbrigdunum mintu bæði í litum, málihátti og innramming um okkurt av tí, sum hekk í mínum barndómsheimi og í øðrum heimum hjá vinfólkum. Framsýningin, sum í løtuni er at síggja í Listasavninum, er sum bótamoli av føroyari list í farnu øl - eitt konsentrat av fransktinspireraðari modernismu við semiabstraktum landslagsmyndum av bygdini við havið, av kyrrlutamyndum og portrettmyndum.

Tess áhugaverdari er tað, at listamaðurin, sum talan er um, ikki er føroyingur, men dani, sum enntá segði seg vera enskan. Tað er sjálvandi listamálaran Jack Kampmann, eg tosi um, og framsýningin Jack Kampmann Ein modernistur í Føroyum er áhugaverd, bæði orsakað av góðum myndum, ávísum framúr málningum, men eisini, tí verkini hava listasøguligan týdning og áhuga. Ikki minst í mun til Ingálv av Reyni – tað er heilt ótrúligt sum summir málningar hjá Jack Kampmann líkjast málningum hjá Ingálvi av Reyni bæði frá litríka tíðarskeiðnum, flatumálarínum og av hækkandi sjónarringinum. Í fleiri førum helt eg tað vera myndir hjá Ingálvi av Reyni, t.d. tann av Kvívík frá 1957. Aðrir málningar minna um Matisse, Braque, Immanuel Ibsen og Cézanne. Síðstnevndi fekk serliga stóran týdning sum inspiratión hjá Zachariasi Heinesen, ið jú meira enn nakar hevur grundað ta føroysku myndina. Tað er hugvekjandi hvussu stóran týdning fronsk list hevur fyri ta føroysku eins og tað er imponerandi hvussu nógv stílurin varierar í málningunum á framsýningini hjá Jack Kampmann. Í nógvum førum ber til at síggja stílslig drøg frá hesum og hasum franska ella danska listafólkinum - hetta verður eisini gjølliga umrøtt í tekstinum hjá Nils Ohrt í kataloginum, men eg haldi eisini, at har er okkurt í myndunum, sum er sermerkt og sterkt, sum er Jack Kampmann. Hetta síggi eg bæði í litsamansetingum og kompositiónum, ikki minst nøkrum reyðum, næstan abstraktum, at kalla konstruktivistiskum málningum, sum hanga sama, men sum av ókendum orsøkum eru hongdar inn í innara rúmið, sum er myrkari enn restin av salinum. Hesi høvuðsverkini høvdu hingið betri í høvuðssalinum. Framsýningin verður at síggja inntil 22.juni mánadag. Opið er allar vikudagar frá klokkan 11 til 17.

32349468_10216683371099682_4207015260655190016_n.jpg

Keiin í Vestmanna (194))

Kvívík 1957

Kvívík 1957

Kyrrlutamynd (1952)

Kyrrlutamynd (1952)

Trolari við bryggju (1955)

Trolari við bryggju (1955)

Dóttir mín (1958) 

Dóttir mín (1958) 

Kyrrlutamynd (1957)

Kyrrlutamynd (1957)

32366356_10216680958319364_5984537576898297856_n.jpg
Kyrrlutamynd (1956)

Kyrrlutamynd (1956)

Vestmanna (1955)

Vestmanna (1955)

32389471_10216680956119309_7134364398654586880_n.jpg
Skipasmiðja (1960)

Skipasmiðja (1960)

Sleipistøð (1959)

Sleipistøð (1959)

Slupp á sleipistøð (1959)

Slupp á sleipistøð (1959)