Michelin 2018 - Koks varðveitir sína Michelinstjørnu
/Fyri løtu síðani var kunngjørt hvørjar matstovur í Danmark og í Føroyum fáa sítt viðmæli í høgt virdu Michelinguide. Á listanum sær út til at Koks varðveitir ta einu stjørnuna, sum matstovan fekk á fyrsta sinni í fjør.
https://politiken.dk/ibyen/art6343609/Her-er-Danmarks-Michelin-stjerner-for-2018
Mentanarstarvslønir latnar
/Sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru tær av landsins mentanaríløgum latnar, sum nevnast starvslønir, og eftir øllum at døma eru ikki minst kvinnurnar væl umboðaðar á listanum. Hansina Iversen, myndlistakvinna, hevur fingið trý ára starvsløn, og rithøvundarnir, Vónbjørt Vang og Marjun Syderbø Kjelnæs, hava fingið starvsløn í eitt ár.
Í nevndini fyri Mentanargrunnin sita: Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, Annfinnur Heinesen næstformaður, Gulla Øregaard, Urd Johannesen og Leif Hansen. Eykanevndarlimir eru Sissal Kampmann, Dagfinn Olsen, Kristina Joensen, Sunnvá Bæk og Ivan Niclasen.
Fimm listafólk hava fingið starvsløn í seks mánaðir.
Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Johan Jensen og Ingun Christensen, rithøvundar, Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk, og Sámal Blak, marglistafólk.
Haraftrat eru játtaðar 32 styttri starvslønir. Fýra av hesum eru til týðingar.
Tilsamans komu 128 umsóknir um starvsløn, harav 40 fingu starvsløn á tilsamans 173 mánaðar. Samanborið við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum, sigur Mentanargrunnurin.
Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta-skapandi listaarbeiði. 37 umsóknir komu til íverkseting.
Tey, sum hava fingið stuðul í ár, eru Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marglistafólk, Búi Rouch, koreograftur, og Jóhannus á Rógvi Joensen, tónleikari og framleiðari.
Hesi fingu starvsløn í 2018 19. februar 2018 Jákup Sørensen 3 mánaðir Solby Anna Christiansdóttir 2 mánaðir Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 3 mánaðir Jens Dam Ziska 3 mánaðir Anja Tell 2 mánaðir Anný Djurhuus 3 mánaðir Kári Sverrison 2 mánaðir Ingun Christensen 6 mánaðir Carl Jóhan Weikert Jensen 6 mánaðir Hans Tórgarð 2 mánaðir Martin Christiansen 6 mánaðir Jóanes Nielsen 6 mánaðir Guðrið Poulsen 1 mánað Marjun Syderbø Kjelnæs 12 mánaðir Niclas Johannesen 3 mánaðir Kristina Ougaard Sørensen 3 mánaðir Knút Olsen 2 mánaðir Rannvá Holm Mortensen 1 mánað Hansina Iversen 3 ár Heðin Ziska Davidsen 3 mánaðir Rakel Helmsdal 3 mánaðir Frants Jensen 1 mánað Tóroddur Poulsen 3 mánaðir Hans Jacob Kollslíð 2 mánaðir Anna Sofía Jørgensen 3 mánaðir Lena Nicolajsen 3 mánaðir Janus á Húsagarði 3 mánaðir Thomas Rubeksen 3 mánaðir Mattias D. Kapnas 3 mánaðir Tummas Jákup Thomsen 3 mánaðir Maria Winther Olsen 3 mánaðir Torfinnur Jákupsson 3 mánaðir Vónbjørt Vang 12 mánaðir Sámal Blak 6 mánaðir Sakaris Stórá 3 mánaðir Kim Simonsen 3 mánaðir Bruno Mikael Eysturstein 3 mánaðir Durita D. Andreassen 2 mánaðir Sigrun Gunnarsdóttir 3 mánaðir Dávur Djurhuus 3 mánaðir
Burtur í blundi berast vit øll
/Fotomyndina tók Jensina Olsen eftir frumsýningina
Henda sólgylta morgun, eg havi sett meg at skriva, blanda fuglaljóð seg uppí ummælið eins og eftirljóð frá fantastisku finaluni á leikinum Soli Deo Gloria hjá Peter Asmussen, sum varð frumsýndur á Tjóðpallinum í gjár. Teir sita so fittir í trænum uttanfyri, fuglarnir, og láta, meðan kettan situr á septiktanganum og fylgir við við smølum, miðvísum eygum. Soleiðis er náttúran, soleiðis er lívið og tað er hetta, sum leikurin snýr seg um.
Soli Deo Gloria verður presenteraður sum ein sjónleikur í tólv kantatum, so sangur er á onkran hátt grundleggjandi í leikinum. Ikki at talan er um sangleik - langt frá, men tá hugsað verður um formin á leikinum, so eru tær ymisku søgurnar konsentreraðar eins og sangir, ið eru sjálvstøðugir, men tematiskt skyldir partar av eini heild. Inn í millum teir smáu leikirnar eru sonevndar korallir, har ein forteljararødd í skapi av skiftandi leikarum greiðir frá hvat er hent og hvat fer at henda.
Soli Deo Gloria er ein sera modernaður leikur, sum gevur áskoðaranum brot av afturkenningum um ymiskt, sum gongur fyri seg við menniskjum í samtíðarsamfelagnum. Samfelagið verður lýst í eini humoristiskari dystopi. Eg hevði lisið handritið frammanundan og øtaðist satt at siga um dapurleikan og meiningsloysið í hesum søgunum um sjálvpínarar, sjálvmordarar, sjálvmorðsbumbarar, nazistabøðlar osfr. Men í uppsetingini hjá Christoffer Berdal á Tjóðpallinum fær leikurin kropp og andlit og verður bæði fjálgari og stuttligari eins og kærleikstørvurin millum menniskjuni følist meira ítøkiligur. T.d. millum tey bæði, sum ikki hava varnast, at okkurt álvarsligt bagdi teirra lítla barni, tí tey vóru upptikin av at skeldast. Leikurin viðger sostatt ymsar veruligar trupulleikar og samrøðurnar hava eitt realistiskt brá.
Aðrastaðni bendir leikurin á ein meira absurdan bógv, ið til tíðir minnir um Samuel Beckett og hansara eksistentielt avdúkandi meiningsloysi, sum vit m.a. hava upplivað tað í leikinum, har tey bíða eftir Godot. Heitið á hesum leikinum, Soli Deo Gloria kann illa fatast øðrvísi enn, at tað er staðfest í speisemi, tí leikurin er mest av øllum um hvussu menniskjað roynir at navigera í einum heimi uttan føst parametur so sum Guð og rættvísi. Í einum broti brúkar høvundurin eina poetiska readymade, sum í samanhanginum fullkomiliga broytir týdning. Tað er kenda yrkingin hjá Goethe, Wandrers Nachtlied, sum verður framborin í vøkru týðingini hjá Janusi Djurhuus, og hvørs harmoni og sæla og vendist við og brádliga merkist hóttandi.
Ein av søgunum snýr seg um eina ólukkiliga konu, sum flýggjar út í skógin frá sínum ólukkuliga parlagi og kalda húsi og finnur ugga í trøunum og fuglunum. Har møtir hon einum smádrongi og vísmanni, sum staðfestir, at “Tey (trøini og fuglarnir) eru enn meira meiningsleys, tí tey vita ikki av at tey eru tað”. Teksturin er á henda hátt sera komprimeraður við fleiri týdningum á ein hátt, sum í støðum minnir um yrkingar. Frá byrjan verður tosað um at droyma og vakna, tað tykist symbolskt uttan tó at hava ein ávísan, fastlagdan týdning. Peter Asmussen verður millum annað samanborin við Lars Norén. Eg hugsi, at skulu vit samanbera hann við nakran føroyskan høvund, er tað bara svarta gløggskygnið hjá Tóroddi Poulsen, ið kemur til hugs og hann hevur (enn) ikki skrivað drama.
Tær ymsu fláirnar í tekstinum, tann realistiska, poetiska og abstrakta avspeglast í einum lutfalsliga abstraktum palli og búnum, ið eru avstemmaði í litum, men sum samstundis eru vanlig, modernað klæðir. Turpin Napoleon Djurhuus tekur sær í hesum leikinum bæði av ljósi og scenografi, tað ger hann væl og í tøttum samstarvi við leikstjóran, hugsi eg, tí leikurin sýnist sera samanhangandi. Tað sama er galdandi fyri ljóðsíðuna, har Sakaris Joensen hevur sín debut á dramatiska pallinum við tónum og ljóðkollasjum, ið hava sama modernaða, reinsaða brá sum teksturin. Eisini hetta er væl úr hondum greitt, niðurtónað og við ansi fyri steðgum og kvirru.
Sjónleikur er eitt bólkaavrik. Tað er eitt lið av hugaðum og royndum einstaklingum, sum syrgja fyri øllum rundan um leikin og eg má siga, at tað er rørandi, at tað í roynd og veru ber til og at vit ferð eftir ferð kunnu njóta so stórar listarligar upplivingar í so smáum hølum sum teimum á gamla meiarínum. Eitt so ríkt land sum okkara skuldi havt bygt eitt ordiligt tjóðleikhús fyri langari tíð síðan.
Leikararnir, sum skiftast um teir ymisku mongu leiklutirnar eru Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð og Allan Dalsgarð. Sjálvt um tann síðstnevndi ikki er ein eins rutineraður sjónleikari og hini, kláraði hann væl ta stóru avbjóðingina og var t.d. eminentur sum smádrongurin í skógini. Eisini er hann sum typa nokk so ymiskur frá Hans Tórgarð og tað økir beinan vegin um spenningin í samspælinum. Hans Tórgarð spælir so væl og ber so fullvíst tekstin fram, at hann tað sama kundi verið føddur á palli. Hann ER tann karakterurin, sum hann spælir og ger tekstin til sín egna. Tær báðar kvinnurnar spæla somuleiðis væl við nærveru á pallinum og eru eisini ymiskar typur, Beinta Clothier hevur í fleiri førum leiklutir sum tann unga, dragandi kvinnan, meðan Gunnvá Zachariasen í fleiri førum spælir gomul kona – ikki uttan komiskt talent og gálgaskemt. -Premierukvøldið var kanska onkur smávegis tekstligur kiksari og okkurt host, men einki, ið ávirkaði leikupplivingina sum so uttan tað, at leikararnir í summum førum tosaðu eitt sindur lágmælt.
Tað má vera ein stór avbjóðing hjá leikarunum við einum so kaleidoskopiskum teksti sum hesum, har tey skulu seta seg inn í og inkorperera so nógvar og so stórar ekstistentiellar lagnur. At tað ber til er tekin um, at teksturin er góður og leikararnir tað sama, og síðst men ikki minst er tað leikstjórin, Christoffer Berdal, sum megnar at halda øllum træðrunum í einari sjálvstøðugari tulking við niðurtónaðari heild og við djúpari virðing fyri handritinum hjá Peter Asmussen.
Eg ætli mær ikki at spoila nakað her, men sjálvt um hetta er álvarsligt, er tað ikki minni undirhaldandi. Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning.
Ikki eitt orð um kamelar og nálareygu
/Í kvøld var fyrsti partur av sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar sendur í Kringvarpi Føroya. Nógv hevur verið reklamerað og mong hava verið spent at síggja sendingina og tað við góðari grund. Hesin fyrsti parturin er eins spennandi og undirhaldandi og hann er informativur og áhugaverdur. Hann hevur undirheitið Ein kelda á Skálafjørðinum og snýr seg altso um karismatisku samkomuna Kelduna.
Spurningarnir, ið verða viðgjørdir í sendirøðini eru: Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar? Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat? Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð?
Hetta er ein kritisk og gjøllig dokumentarsending. Hon verður stýrd av einum gløggum og vitandi verti, sum av sonnum tykist vera komin á rætta miðlahill. Heini í Skorini hevur havt aðrar sendingar í Kringvarpinum, m.a. var hann vertur í mentanarsendingini Reflektión í sjónvarpinum í 2010. Tá minnist eg eina eitt sindur súrliga viðmerking í einum annars positivum ummæli á Listablogginum um at sendingin tað sama kundi havt heitið Religión, tá tað nú var høvuðsevnið.
Tó er einki at ivast í, at átrúnaður nú sum tá hevur stóran týdning og ávirkan í føroyska samfelagnum og at evnið tískil er viðkomandi at viðgera. Sendingin byrjar mitt í sekulera høvuðsstaðnum, har tann útskeldaða humanisman/ógudiligheitin verður undirstrikað við eini hóming av jazzbandagrenjan úr Blábar og kulturradikalum undirtónum av bláum býarlívi. Vit eru frá fyrstu mynd í góðum hondum, tað syrgir fotografurin Hans Petur Hansen fyri alt í meðan verturin greitt og djarvt leggur fram treytir og karmar hjá sendirøðini, harumframt eisini sítt egna átrúnaðarliga og akademiska bakstøði.
Nú er undirritaða ein av teimum nokk so síðhærdu humanistunum í Havn, ið tessvegna ikki kann vita hvat tey í Kelduni halda um sendingina, men frá mínari síðu av hegninum upplivdi eg ein nuanseraðan og informativan dokumentar við fordómaleysum viðtalum við fitt, glað og sannførd fólk, sum so fegin vilja vinna ein aftrat fyri Jesus og sum eyðsýniliga ikki síggja nakran trupulleika í teirri fyri mær púra ógudiligu sameiningini av hard core materialismu/kapitalismu og religión, sum verður praktiserað. Fyri tey í Kelduni snýr tað seg um ævinleikan, tey trúgva uppá ein veruligan himmal og eitt veruligt helviti, verður sagt og tí rinda tey pening til Kelduna sum siður var áðrenn reformatiónina - ikki eitt orð um kamelar ella nálareygu.
Og so er tað sjálvandi eisini nokk so forvitnisligt at vera voyeur og sleppa við á møti og hoyra bimlandi eksotiska tungutalu saman við knallhørðum kapitalistiskum áheitanum um at seta pengar inn á konto hjá samkomuni. -Tey sáa inn í Guðs ríki og rinda tíggjund fyri at sleppa inn í um girðingina í Himmiríkinum. Tað tykist markleyst naivt at kalla vitleyst, men sær út til at rigga, og eg haldi eisini, at sendingin gevur eina ábending um hvat tað er, sum trekkir ikki minst ungdómin til. Tað eru onnur ung fólk sjálvandi, tónleikur og góðar tónleikaumstøður, eitt sindur av suggestión, ein bein lívskós, góður felagsskapur og nokk so nógv klemm, tí tað er nokk so fysiskt tað heila í teirri karismatisku og eftir øllum at døma eisini homofobisku rørsluni.
Samkomuleiðarin Pauli Høj tosar um eitt ávíst antikristiligt og humanistiskt rák ímóti kristnum virðum í nútíðini og vit hitta Arna Klein Abrahamsen, sum bæði er kristin og samkyndur og sum ikki følir, at pláss var fyri hesum í Kelduni, har hann var ungdómsleiðari. Á brotum úr røðum í Kelduni skilja vit, at homoseksualitetur verður fataður sum eitt slag av ólevnaði, nakað sum mann kann velja til og frá. Vit fáa eisini at vita, at samkoman og umboð hennara nokta at viðgera hetta málið í sendingini. Men í staðin fyri at brúka hetta sum eitt bíligt poeng og eina upplagda, skynsama avhøvdan av praksis hjá Kelduni, fær Arni Klein Abrahamsen tíð og høvi til at greiða frá, at hann særdi mong, tá hann kom út sum samkyndur og at hann tessvegna ikki følir tað rætt at ganga á møti í Kelduni. Hann ákærir ongan, men stendur sera sterkur í allari sínari eyðmýkt.
Hetta við nuansunum er ein orsøk til, at sendingin er so góð sum hon er. Og so tað, at hon byggir á eina haldgóða grund av vitan, samrøðum og kanningum á samrøður og á eina kanning, sum í tølum greinar átrúnaðarlig viðurskifti. Í fyrsta partinum vísti kanningin hvussu átrúnaðarliga polariseringin í føroyska samfelagnum tykist geografiskt grundað.
Tað besta við sendingini í kvøld var, at áskoðarin sjálv slapp at gera sær niðurstøðurnar, tær verða ikki gjørdar fyri okkum eins og vit áður hava upplivað tað í øðrum sendingum. Takk fyri tað - eg gleði meg til teir komandi fimm partarnar í Gud signi Føroyar.
Várframsýningin 2018
/Málningurin hjá Jens Dam Ziska var á Várframsýningini í fjør
Framsýningin er skipað av felagnum FØROYSK MYNDLISTAFÓLK Framsýningin gongur fyri seg á LISTASAVNI FØROYA Innlatingarfreist fyri uppskot: MIKUDAGIN 7. MARS 2018 – KL. 18:00 Fernisering er: FRÍGGJADAGIN 6. APRÍL 2018 – KL. 16:00 Framsýningin er opin: 7. - 29. APRÍL 2018 Várframsýningin er ein sokallað "sensurerað" framsýning. Skipað hevur verið fyri Várframsýning síðani 1990, og tískil er hetta 29. framsýningin í røðini. Eyðkennið fyri Várframsýningina er at úrvalsnevndin er samansett av listafólki, sum skipa fyri og velja verkini út til framsýningina. Hendan nevnd er vald av limum felagsins. Yvirskipaði arbeiðssetningurin fyri Várframsýningina er hugtakið “Art for Art’s Sake”. Tískil er salong vorðin ein fastur táttur í samband við framsýningina. Salong er heitið fyri eina samkomu millum luttakandi listafólkini, har gingið verður runt í framsýningini, soleiðis at listafólkini kunnu fáa møguleikan at kjakast um verkini hjá hvørjum øðrum, og á tann hátt kveikja eina mentan har kjak og samrøða millum listafólkini gerst ein týðandi partur av framsýningini. Úrvalsnevndin fyri Várframsýningina 2018 er: Randi Samsonsen Jón Sonni Jensen Annika Gregoriussen
HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI?
Ein og hvør kann lata verk inn til metingar, bæði einstaklingar sum bólkar eru vælkomin at lata verk inn. Nevndin vil eisini sera fegin leggja dent á at ALLAR listagreinar hava áhugað! (myndlist, installatiónslist, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.)
NÆR ER UMSÓKNARFREISTIN? Innlating av verkum gongur fyri seg umvegis teldupost, tað vil siga við talgildari skjalprógvan av verkunum. Hetta skal latast inn í seinasta lagi mikudagin 7. mars 2018 – kl. 18:00
SENDAST SKAL TIL HENDAN T-POSTIN: Varframsyning2018@gmail.com
HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN? Tað ber til at lata í mesta lagi 10 verk, líka mikið hvør tøknin er. Fyri hvørt verk skulu í mesta lagi latast inn 4 myndir. Ynskiligt er at myndatilfar verður latið inn í formi av einum pdf, soleiðis at talið av viðfestum fílum verður avmarkað mest møguligt, so betur yvirlit er á innsenda tilfarinum. Eitt videoverk ella líknandi verk, kann eisini latast inn sum ein leinkja til heimasíðu ella líknandi. Tó skal skal tað vera heilt greitt hvat verk verður latið inn til metingar. Verkini skulu ikki vera eldri enn 2 ár.
HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM? Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíla) skal vera navngivið við navni á listafólki, og nummari. Umframt hetta skal latast inn: 1) Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis í samband við grafiskt verk, foto osv.), tilfar, prísur, og annars aðrar viðkomandi upplýsingar. 2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-postur. 3) Eventuelt stutt frágreiðing (okkurt um 5-10 linjur) um tankarnar handan verkini. GG! Skjalprógvan/myndir skulu vera av nóg høgari góðsku, so at nevndin ikki er í iva, hvussu verkið sær út!
NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Í FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI? Avgerðin hjá nevndini verður send út umvegis t-post, sum er nevndur á listanum, sum verður sendur við verkunum. Umsóknarfreistin er mikudagin 7. mars 2018, kl. 18:00, og svar verður sent út 2-3 dagar eftir freist, ella í seinasta lagi eina viku seinni.
UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á FRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGJAN OG LÍKNANDI? Nevndin fyri Várframsýningina stendur fyri hesum, og tekur sær fullan rætt til at skipa yvir framsýningini og hvussu verk verða hongd upp.
HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ? Listafólk ið lata verk inn, sum krevja tekniska útgerð (uppvørpu, skerm, ljóðanlegg osfr.), hava sjálvi ábyrgdina av hesum, og skal tilhoyrandi tekniska útgerðin latast inn saman við verkunum. Set teg í samband við nevndina frammanundan umsóknarfreistina um neyðugt.
NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN? Um tíni verk eru útvald til Várframsýningina 2017 skal hetta latast inn á Listasavni Føroya mánadagin 2. Apríl 2018. Listafólkið stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya frá 6. apríl til og við 29. apríl 2018.
UM EITT VERK VERÐUR SELT? Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin til Føroysk Myndlistafólk. Tískil skal hetta vera íroknað prísinum, sum stendur á listanum, sum verður latin inn við verkunum. Peningurin verður útgoldin, tá ið keypari hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.
ØLL VERK SUM IKKI VERÐA SELD, SKULU AVHEINTAST Á LISTASAVNI FØROYA, TÁ IÐ FRAMSÝNINGIN LETUR AFTUR, Í SEINASTA LAGI: MÁNADAGIN 30. APRÍL 2018 - Kl. 12:00 !
Jóannis Kristiansen 100 ár
/Í dag, mánadagin 12. februar 2018, eru tað 100 ár síðani, at listamálarin Jóannis Kristiansen varð føddur.
Í hesum sambandi hevur systirsonurin, Petur Martin Petersen í Fuglafirði, opið hús á Bøvegi 16 millum kl. 13.00 - 20.00, har áhugaði kunnu koma inn á gólvið at síggja nakrar av málningunum hjá leirvíksmálaranum og fáa eitt prát. Petur Martin og Jóannis vóru tætt knýttir, og prátaðu teir ofta saman um list, umframt at teir í felag avgreiddu nógv av praktisku viðurskiftunum, sum eisini eru partur av lívinum hjá einum listafólki. Vinarlagið vardi líka til deyða Jóannisar 3. mars í 1988. Leirvíkingar fara eisini at hátíðarhalda dagin við eini afturlítandi framsýning í Báta- og listasavninum, sum eftir ætlan letur upp týsdagin 13. februar. Sí t.d. facebook síðuna hjá savninum.
Jóannis Kristiansen var eins og fleiri onnur føroysk listafólk næmingur hjá Axel Jørgensen professara á Kunstakademinum i Keypmannahavn, ið fekk so ómetaliga stóra ávirkan á eitt heilt ættarlið av listafólkum.
Jóannis Kristiansen var fyrst útlærdur málarasveinur. Hann fekk síðani undirvísing í tekni- og máliskúlanum hjá Niels W.Rasmussen og var árini 1944 til 1948 næmingur hjá Axel Jørgensen. Ein annar næmingur hjá Jørgensen var Ingálvur av Reyni, hann sigur í filminum Svartur sannleiki, at Jørgensen var ein so mikið góður lærari, at tað var ringt hjá næmingum at koma sær víðari frá hansara næstan dogmatisku mótsetningslitlæru.
Samanborið við málningarnar hjá Ingálvi av Reyni, er Jóannis Kristiansen nógv hóligari og meira trúgvur mótvegis myndevninum. Sostatt hava myndirnar hjá Leirvíksmálaranum eitthvørt siðbundið yvir sær við denti á tað føroyska, á landslagið, bátin og bygdina, men hinvegin er Jóannis Kristiansen rættiliga stíltryggur og sín heilt egni hvat litum viðvíkur. Og sjálvt um konstrastlitir síggjast í fleiri av málningunum, so víkir hann undan skipanini við at halda uppá sítt egna slag av ljósmálaríi - tað kann vera gylt, men ofta er tað blátt sum vit síggja tað á hugfarsliga bát í bátamyndini í erva. Í nøkrum persónslýsingum frá umleið 1970 er tað eins og tekur ljósið púrasta yvir og tá verða myndirnar meira abstraktar. Málningar hjá Jóannisi Kristiansen eru í ogn hjá fleiri søvnum, t.d. Listasavni Føroya og Betri Trygging.
Barbara í Gongini gjørdi vinnaraklæðini
/Vonbrotið var stórt hjá bæði børnum og vaksnum um landið alt í gjárkvøldið, tá tær triggjar væl syngjandi Carlsen systrarnar ikki komu so mikið sum í finaluna í danska grand prixnum. Tær sungu væl og sangurin ljóðaði sum ein grandprix-sangur, mann hevði hoyrt áður, og tað plagdi at vera eitt pluss í eurovision-høpi. Men gakk, tá avtornaði, vann Jonas Flodager Rasmussen heiðurin at luttaka í altjóða GP-kappingin við sanginum Higher Ground, ið snýr seg um víkingin Magnus Erlandsson. Tveir sviar, Niclas Arn og Karl Eurén skrivaðu sangin.
Vinnarin er úr Viborg, hann er útbúgvin á Aarhus Universitet í tónleikafrøði og dramaturgi, og hann heldur sjálvur í grein í Politiken, at orsøkin til, at hann vann, er at tónleikurin og tann visuella síðan vóru serstakliga væl samantvinnað. Viðvíkjandi tí visuella, mundi fleiri bera kenslu á klæðini, sum Rasmussen og hinir vóru í á pallinum. Tað var púra eyðsæð, at hesi sermerktu, dramatisku døkku klæði hava føroyskar røtur, og at tey eru sniðgivin av Barbaru í Gongini, sum fyri kortum fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum.
Ánný fær Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum
/Unga listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttur fær Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum. Gávugóðsið verður latið á føðingardegnum hjá Thorvaldi av Steinum 8.februar. Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Anný hevur sýnt listarligt hegni á fleiri framsýningum, ikki minst við serframsýningini, hon hevði í oktober, sum er umrødd her á Listaportalinum. Hjartaliga til lukku við Gávugóðsinum, Anný.
http://www.listaportal.com/tidindi/2017/10/21/fari-framsning-hj-ann?rq=ann
Hans Pauli Olsen ger standmynd av Christian IV
/Fotomynd: TV2 Lorry
Í Degi og viku bórust tíðindi í kvøld um, at stór standmynd hjá Hans Paula Olsen av Christian IV kongi loksins verður uppsett í danska høvuðstaðnum. Liðin eru heili 8 ár síðani privat fíggjaða verkætlanin varð góðtikin í kommununi. Síðani hevur ein bólkur arbeitt fyri at fíggja verkætlanina, sum kjak hevur verið um, m.a. hvørt standmyndin er nóg modernað til okkara tíð men nú verður hon altso framd í verki.
Hans Pauli Olsen hevur gjørt eitt model av standmyndini, her síggja vit Christian IV, sum verður avmyndaður í bronsu saman við sínum kendastu bygningsverkum. Kongurin stendur oman á einum øvugtum Rundatorni, sum er høgt í granitt. Á hvørjari síðu á Rundatorn eru tornini frá Rosenborg og Børsen. Standmyndin verður 6 metrar høg og skal standa mitt í Keypmannahavn á plássinum við Børsen og Christiansborg.
Við báli, dómi og fanansskapi
/Tað er ikki við mýkindum, men við báli, dómi og fanansskapi, teir geva sína fyrstu útgávu út, Svartmálm, við stórbærum, sorgblíðum tónalandsløgum og eini glepsandi deyðsmessurødd, sum hvæsir og goysir svartasta dapurleika burtur úr sær.
Konseptið er so myrkt, at eg fyrst hugsi, at tað er stílsliga karikerað, tí so myrkt er tað ongastaðni. Eg fari skeiv, sjálvandi, tí myrkur hevur sama listarliga relevans sum ljós, og tað er sama slag av bølamyrkri, ið hómast í deyðamálningunum frá 30´unum hjá Mikines, í sorgtungu kompositiónunum hjá Hamferð, ekspressivu yrkingunum hjá Øssuri Johannesen og í nógvari aðrari myrkurs-pest-og-patos-dyrkandi list.
Útgávan er ognað Rasmusi Rasmussen, sum onkursvegna hoyrist aftur á útgávuni t.d. í fyrsta sanginum, Deytt ljós og í teimum mongu stórgrátandi gittarljóðunum á útgávuni, sum eisini heilsar Øssuri Johannesen bæði tekstliga og tónleikaliga. - Nei, tað er ikki við mýkindum og verkætlanin tykist ikki tilvildarlig heldur, her hómast ein greiður ansur fyri dygd á permuni á húsanum (Elinborg Lützen), á tekst- (Øssur Johannesen) og klædnavalinum (Barbara í Gongini), eins og talan er um ein bólk, ið tykist vera tónleikaliga á tryggari leið; sjálvt um dómadagsmálmur ikki er teirra vanliga heimabeiti, eru hetta royndir tónleikarar.
Hetta er øgiligt, her er myrkari enn innan fyri bæði eygna- og kistulok uttan hómingina av humor, kærleika ella øðrum tílíkum eksistentiellum glottum. Eg havi sitið í skýmingini í stovuni og lurtað við ekkafullum oyrum alt meðan hárini í nakkanum spakuliga reisast av óhugna og beint nú hyggur sonurin inn í hálvmyrkrið við líka stórum eygum sum eg havi oyru, hann spyr hvat hatta er fyri nakað, eg lurti eftir...
Fyrsta útgávan hjá bólkinum, sum eisini eitur Svartmálm, kemur út hjá Tutl í Februar 2018. Á útgávuni verða seks skeringar: “Deytt ljós”, “Vík frá mær”, Reiðmenn” og “Svartideyði”, ið er ein svita í trimum pørtum. Orðini til “Svartideyði” byggja á yrkingasavnið “Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini” (2014) hjá yrkjaranum, listamanninum og tónleikaranum Øssuri Johannesen.
Plátan er framleidd av Svartmálm og Theodor Kapnas, upptikin av Theodor Kapnas í Studio Bloch og mastrað av George Nerantzis. Listin á plátuhúsanum er eftir Elinborg Lützen (1919-1995) og Uni Árting hevur sniðgivið og sett upp. Tá Svartmálm framførir live, eru teir ílatnir skikkjur, sum Barbara í Gongini hevur sniðgivið.
Steinprent Art Herning
/Júst farna vikuskiftið hevur Steinprent luttikið á listamessu í Herning, sum í ár fokuseraði uppá grafikk. Av somu orsøk fekk m.a. Steinprent størri uppmerksemi; viðtal var við Jan Andersson og við listafólkini Julie Sass og Svend-Allan Sørensen bæði á kunsten.nu og á art Herning - tey hava bæði tvey framleitt rættiliga nógv prent á verkstaðnum í Havn. Tey bæði á verkstaðnum, Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku lata væl at, áhugin hevur verið størri og tey fegnast ikki minst um, at Statens Kunstfond keypti eina røð av smáum, fínum prentum hjá Julie Sass.
Steinprent var med på Art Herning, som i år havde særlig fokus på det grafiske medie. Af samme årsag var der lidt ekstra opmærksomhed om grafikken, og der var interview med Jan Andersson og med de to kunstnere, Julie Sass og Svend-Allan Sørensen både i kunsten.nu og på selve messen - de to kunstnere har skabt en del tryk på værkstedet i Tórshavn. Værkstedsfolkene, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku er glade og tilfredse efter en travl kunstmesse, hvor de ikke mindst kan glæde sig over at Statens Kunstfond købte en række små, fine tryk af Julie Sass.
Foto: Steinprent
Johanne Andersson og Julie Sass
Viðtal við Jan Andersson
Julie Sass
Svend-Allan Sørensen
Teitur í Elbenphilharmonien
/Í gjárkvøldið framførdi Teitur eina konsert í stórfingna konserthúsinum Elbenphilharmonien í Hamburg saman við Nico Muhly og orkestrinum Nordic Pulse. Konsertin var framførd fyri fullum sali – tað var útselt. Confessions, felagsútgávan frá 2016 hjá Teiti Lassen og amerikanska sangskrivaranum, Nico Muhly var á skránni, men harumframt spældu Teitur og Nico Muhly nøkur løg einsamallir, m.a. “Havnin er ein lítil bygd” fyri fýrahent klaver. Sambært Teiti var tað ein sonn uppliving at framføra inni í vakra og serstakliga væl ljóðandi salinum, sum Teitur heldur vera ein tann besta, hann hevur framført í.
Ein útgáva er ávegis hjá Teiti – hon eitur I want to be kind og er upptikin í New York í fjør saman við Thomas Bartlett framleiðara, ið eisini er tónleikari og sum m.a. hevur samstarvað við Nico Muhly og Anthony and the Johnsons. Nakrar konsertir eru komnar á skránna og sum tað sæst her eru fleiri teirra longu útseldar.
Portraits of the loved ones - vernissage
/Í gjár læt málningaframsýningin Portraits of the loved ones hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti. Her eru myndir frá upplatingini.
Listakvinnan segði nøkur orð um framsýningina
http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/01/26/hansina-snir-fram-steinprenti
Ein dynamiskur snurritoppur av eini kompositión
Áskoðarar práta og hyggja
Onkur mynd strálar so nógv, at tað kenst hiti at henni
Tey lurta eftir listakvinnuni
Vit práta
Listakvinnan hevur hongt hesa yrkingina hjá Tóroddi Poulsen á ein stólpa sum eina speiska tilsiping til tann kommersiella partin av listaframsýningum
Gyðja og Hans Pauli við einari fittari ommuabbadóttir
Ein røð av málningum
Í Steinprenti møtast listafólk - Zacharias Heinesen og Kim Kristensen
Serstakur silvurmálningur, sum minnir meg um David Bowie
Vit prátaðu nógv
Tvær framsýningar - tvær listakvinnur
/Sigrun Gunnarsdóttir og Hansina Iversen lata báðar upp hvør sína framsýning í dag, fríggjadagin 26.januar. Framsýningin hjá Hansinu letur upp í Steinprenti klokkan 15 og tann hjá Sigrun letur upp í Listasavninum klokkan 16. Sum myndirnar omanfyri indikera, er ein ávísur munur millum tær báðar listakvinnurnar av Eiði og úr Havn, sum arbeiða við heilt hvør sínum stíli. Myndirnar hjá Sigrun eru figurativar, naivar og symbolskar við surreellum staklutum, meðan Hansina enn sum áður arbeiðir nonfigurativt við skapum, hvørs litir og relatiónir støðugt umskiftast á bylgjandi myndaflatanum. Men hóast munir eru á hesum báðum, er eisini eyðsýndur líkskapur m.a. í teirri sannroynd, at báðar listakvinnurnar hava ment ein stíl, ið er sera egin og eyðkendur. Báðar eru somuleiðis akademiútbúnar, Sigrun Gunnarsdóttir á Kunst-akademinum í Keypmannahavn í 1980 og Hansina Iversen á Kunstakademinum í Helsinki í 1997.
Hjartaliga til lukku Barbara, Frits og Konni
/Mentanarvirðislønir Landsins 2017 vórðu handaðar í kvøld í Miðvági. Virðislønin til ung listafólk varð latin Konni Kass, tónleikara. Virðisløn fyri mentanaravrik fekk Frits Johannesen. Mentanarvirðislønina fekk Barbara í Gongini.
SOLI DEO GLORIA á Tjóðpallinum
/17.februar verður frumframførsla á Tjóðpallinum, tá verður SOLI DEO GLORIA framførdur. 12 SØGUR UM at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja KÆRLEIKA
SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.
Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.
Peter Asmussen skrivar beinrakið og uttan stórvegis undirtekst og hann letur leiklutirnar siga tingini bart út. Í grundgevingini fyri at lata Peter Asmussen Reumert prísin fyri SOLI DEO GLORIA segði dómsnevndin m.a:
“Í SOLI DEO GLORIA vísir Peter Asmussen ein einastandandi málsligan og dramaturgiskan neyvleika, sum setir hann í heimsflokk saman við Strindberg, Bergman og Norén. Við eini beinhart skamtaðari frásøgn lýsir Asmussen stuttar leikmyndir, sum í spenninum millum søgulig tíðarskeið og geografisk støð upploysir frásøgurúmið til eitt ongamannaland - eitt dreymaspæl.”
Væl komin til SOLI DEO GLORA - seinasta meistaraverkið hjá Peter Asmussen.
LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal
PALLMYND & LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus
LEIKRIT: Peter Asmussen
TÓNLEIKUR: Sakaris
LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð
TÝÐING: Hans Tórgarð
Steinprent í Art Herning
/Í vikuskiftinum tekur Steinprent lut á stóru Art Herning listamessuni. Listheimasíðan kunsten.nu tekur somuleiðis lut og fokuserar á tað tey kalla fyri endurføðingina av prentlistini. Ritstjórin Matthias Hvass Borello fer at gera samrøður við listafólkini og við Steinprent. Á heimasíðuni liggja nú samrøður við Svend-Allan Sørensen, Julie Sass og Jan Andersson. Sí her:
https://kunsten.nu/journal/maa-gerne-ligne-snittet-min-barndoms-ladeport/
https://kunsten.nu/journal/trykkets-genkomst/
https://kunsten.nu/journal/sten-fornyet-pres/
Afturvend skap mynda nýggj sambond
/HANSINA IVERSEN - NÝGGIR MÁLNINGAR
Fríggjadagin 26.januar klokkan 15-17 letur Hansina Iversen upp málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini verða nýggjar myndir framsýndar við felagsheitinum “Portrait of the loved ones”. Heitið ber brá av figurativum portrettmyndum, men er í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði.
Heitið á málningunum kom, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður. Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, og sum málarin skýrir at vera síni elskaðu/ Portrait of the loved ones. Men sjálvt um okkurt kent hómast í organisku formatiónunum, er nakað púra frískt og nýtt í samansetingunum av hesum skapum. Kompositiónirnar tykjast um somu tíð meira einfaldar og meira kompleksar enn tær hava verið við ávikavist gjøgnumskygdum og óglærum skapum, sum umskarast og bylgja fram og aftur í huga áskoðarans eins og eitt slag av afturlatnum mystiskum súmbolum, samstundis sum málaðu skapini kennast sansaliga sjálvsøgd. Summi teirra sýnast dynamisk við ferð á málingastrokunum, onnur standa sveimandi still á myndaflatanum. Bæði dýpd og flata verða herd orsakað av litavalinum, tá grunnir, flatir pastellitir møta djúpum, reinum litum.
Tað sama er galdandi fyri hesar myndirnar sum fyri allar aðrar abstraktar myndir, at tær spæla við okkara fatan. Av sær sjálvum roynir heilin javnt og samt at finna fram ímyndandi liðir í litflatunum. Men tað er merkiliga torført í hesum føri, tí skapini í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen onkursvegna flyta seg undan øllum afturkenningum, allýsingum og greiningum. Hetta kemst m.a. av mótsetningunum millum ta trídimensjonalu, rúmligu grundina í myndini og tey púra fløtu skapini, sum liggja og darra omaná eins og partar av klippmyndum í eini heild, ið skiftir skap alt eftir hvar áskoðarin fokuserar.
Øll eru hjartans vælkomin!
Performance og list í Svendborg - Jóhan Martin Christiansen
/Fotomyndir: David Stjernholm
Leygardagin læt framsýningin Vibrant Matter upp í SAK í Svendborg, har ymisk listafólk hava skapað verk, sum samskifta við standmyndir hjá Kai Nielsen. Millum tey framsýnandi var Jóhan Martin Christiansen, sum umframt standmyndir eisini hevði eina performance á føroyskum. Her eru myndir frá framsýningini, standmyndin hjá Kai Nielsen, sum Jóhan Martin Christiansen tók støði í, umframt teksturin, sum hann framførdi leygardagin.
Her, við hetta borðið.
Set teg niður.
Gestur mín.
Eg skal vísa tær.
Tá hetta borðið verður til.
Vígt av kettunnar andlitum.
Tankar millum okkum.
Vit.
Boðberarnir.
Bera mynstur á okkum frá gomlum dna.
Sama mynstur sum skinnið hjá avkominum.
Yvirlivilsisætlan.
Gávan sum krígsboð.
Speglingar.
Súreplasaft.
Andlitsmorl.
Tankar sum spiónir í verkinum.
Hyggi eftir mær sjálvum í speglinum á baðirúminum.
Eri vorðin eitt sindur rundur.
Rivan millum beinini.
Tankar í okkum frá eini aðru ferð.
Tíð.
Her við speglið.
Tær verður gjørd ein gríma.
So skal tú síggja tína andlitsmynd.
Vit stíga inn í annan heim.
Hagar.
Vit falla.
Heldur enn at grava meg niður onkrastaðnis.
Hvat man fara at koma.
Sum verður mær tillutað
Soleiðis skal eg gera.
Gips.
Ein hattur.
Lukturin frá kertiljósi.
Við lukti altso.
Vit eru úr sama frumvølli.
Vísir seg hvørja ferð punktini krossast.
Eg hati tað.
Avdúking.
Mín kroppur.
Stoyping.
Formur.
Standmynd.
Kai Nielsen.
Ývið jarn.
Rustur.
Úld bløð úr viðarlundini.
Reyvarholið sum upphavsstaður.
Og mjúkir formar.
Endurtøka.
Gras.
Vit standa í Enghaveparken.
Støð skjótast.
Hundalív.
Fullkomiliga í ørviti.
Ývnu bløðini úr viðarlundini taki eg við suðureftir.
Tey skulu gerðast partur av standmyndini.
Javnfjart.
Typiskt eg.
Face Off.
Andlit sum gjaldoyra.
Hon, Venus, vil slikka mannin handan oyrað.
Líðingin.
Siðahald.
Ein gongubrúgv.
Landsløg verða til.
Lið um lið.
Ein madrassa úr svørtum skúmi og sveitta.
Dreymaløg.
Undir er ein gipsflati á hjólum.
Undir.
Lat falla, sum ikki kann standa.
Vakurleiki og fall.
Tey hinumegin staðfesta.
Stempla.
Lat tað koma sum kemur.
Eitt kervi av tankum av skuggum av sjónum av pínu og gleði.
Ein sorgarleikur um eina ósjónliga villiniborg sum sveimar omanfyri og dýnir ravløðing niður í heysin av og á.
Ger eitt lítið skarð.
Trýstið lættir og regnið kemur.
Alt blotnar.
Klæðið myndar mynstur við umhvarvinum av landslagnum.
Hetta er myndin av nýggja landslagnum.
Fjálturkendur.
Eftir regnið.
Niður.
Omandottin og fall.
Grasið er flaknað.
Gras og leyv er stappað saman móti jørðini.
Sum skrivað stendur, skal hetta lesast.
Eg leggji meg flatan.
Nei, á síðuna við arminum upp undir høvdið.
Afterð.
Venus er fallin.
Kai er Kai er Kai.
Eg læsi hurðina upp.
Kaikiosk.
Og taki hattin av.
Súreplini eru til sølu.
Heilsa í náttarmyrkrinum.
Venus.
Tú og eg.
Skuggar.
Ein eftirmynd.
Av dreymum.
Skuggar.
Tú og eg.
Í dreymunum.
Skuggar til sølu.
Andlit til andlit hyggja tey eftir hvørjum øðrum.
Andlit grógva inn í hvørt annað.
Skifta um pláss.
Venus hevur avgjørt at beina fyri andliti hansara.
Andlitsvevnaður.
Andlit vovin í landslagið.
Eitt landslag uttan skuggar.
Klæðið lá á landslagnum.
Vit hava kropið eftir markinum.
Hálað myrkrið við okkum.
Spor gloymd í tí vit ikki sóu.
Vit hava latið spor liggja eftir okkum.
Spor koma fram í endurskinum.
Skuggastoypingar.
Og svørt sól.
Beint eftir er stríðið millum eygað og myndevnið avgreitt.
Alt er sum tað plagar.
Undirgrundin dregur alt lív aftur til sín.
Eftir standa leggir við brúnum bløðum.
Krúllað sum snerktur leykur.
Sólin hongur lágt á kvøldbláa baksýninum.
Ein blóma við svørtum høvdnum svarar aftur.
Relieffini.
Vektin á verkunum móti míni.
Sentimetur fyri sentimetur.
Allar staðir og ongastaðni.
Innií og uttaná.
Flóttar og samráðingarfólk samstundis.
Á flatuni.
Yvir flatuni fann tíðin eitt stað.
Eg royni at spáa um eina framtíð.
Evni móti evni.
Eg eti av súreplinum.
Fólk hyggja.
Vit síggjast.
Eitt land til sølu.
Kai Nielsen: Venus við súreplum. Fotomynd: Wiki