Gleðilig jól og gott nýggjár

24909906_10215341753760087_348263827283037381_n.jpg

Eisini vit á Listaportalinum (- tað er bara eg, Kinna í Sjúrðargøtu) hava sett ferðina niður, so at alt tað góða um jólini kann sodnast í friði og náðum og nei, her hugsi eg ikki bara um dunnu og gás og fleskasteik og ræst kjøt og fromasju og riv og súpan og brúnkaði epli og heimagjørt reyðkál og mandlurís og nøtur og kleynur og finsk breyð og karamellir og eina mandarin (tí tað er so frískligt við einari (1!) frukt). Og tað snýr seg heldur ikki um mínar framtíðarætlanir um evt. at fáa okkurt slag av bólkaavslátturi, tá eg primo januar meldi meg inn í allar fitness, svimji, fimleik, tvørmegi og hetta her at lyfta og sleipa alt møguligt tungt og blíva ordiliga løtt. Nei, eg hugsi sjálvsagt um andaliga føði. Um tær spennandi bøkurnar, mann hevur fingið í jólagávu - eina um danska list í tíggjunum, eitt føroyskt yrkingasavn eisini, og so hevur alt møguligt verið í útvarpinum í dag, hugnaløtan við horntónleiki í dómkirkjuni, umframt tann sera musikalska guðstænasta sama stað, ein áhugaverd tónleikasending og ymiskt annað, sum eg havi ligið og lurtað eftir og nú verða tær sorgblíðu jólaheilsanirnar frá skipum lisnar upp og ein smágenta fær eina serliga heilsan, tí hon fyllti 10 jólaaftan. Tað er so fitt og í nógvum alt tað sama ár eftir ár, men sum árini ganga, verður takksemið størri fyri alt, einum unnist at uppliva. Gleðilig jól og takk fyri í ár, góði lesari. Eg ætli eftir førimuni at halda fram við at skriva her á Listaportalinum eisini í 2018 við takksemi fyri allar upplivingar - yrkingar sum karamellur. Eg seti inn her upptøku, sum Herluf hevur gjørt av einum herliga hugnaligum og jazzutum jólasangi, The Christmas Song, sum eg havi umyrkt og sungið. 

Bjarne Werner Sørensen PANORAMA

24989369_10155976869876692_892564260_n.jpg

9. december 2017 – 4. februar 2018.

Hvilke forestillinger vækker et værk i os? Hvilket Panorama er det, vi her præsenteres for? Er det kunstnerens udsyn? Omfanget af hans oeuvre? Detaljer fra et færøsk landskab eller udtræk af byens hvirvel? Det er ikke til at vide, men det er tilladt at komme med et bud!

Den dansk/færøske billedkunstner Bjarne Werner Sørensens abstrakte værker sitrer af rastløs energi, har noget organisk over sig, og ofte også en lethed og en musikalitet, der pirrer beskuerens øje og giver én lyst til at tage på vandring i værkerne.

Bjarne Werner Sørensen arbejder frit indenfor flere kunstneriske genrer; fra oliemaleri til litografi over pvc-udstandsninger og fotos. Fælles for værkerne er rytmen, de formmæssige gentagelser og variationer, transformationer og bevægelser. Resultatet er et vitalt samspil mellem streg, form og flade. Senest er det dog især oliemaleriet, der tiltrukket sig opmærksomhed; en fascination og basal glæde ved pigment, lærred og penselstrøg.

Som fast rekvisit lader han ofte også tilfældighedernes spil få plads på værkets flade. ”Man udvikler sig sine virkemidler og værktøj som kunstner”, som BWS siger. I forlængelse deraf, arbejder han med forskellige typer ”benspænd” eller disciplineringer af sig selv og den kunstneriske proces. I de nye værker kan det bl.a. ses i en streng anvendelse af lag. Ét værk må f.eks. kun bestå af to lag maling, et andet tre lag og så fremdeles. På den måde bliver værkerne varierede i udtryk, men også eksempler på den skabelsesproces et værk og kunstner gennemgår. Jo flere malinglag, jo flere sprækker og jo mere dybde i værket.

Udstillingen Panorama består af en række helt nye oliemalerier og værker i laserudskåret pvc. De vises sammen med tidligere grafiske arbejder, fotos og objekter, som på forskellig vis knytter an til Færøerne og kunstnerens færøske rødder. Bjarne Werner Sørensen (f. 1960) lever og arbejder i København, men har Færøerne i blodet fra sin mors side. Selv om han er bosiddende i Danmark, har han gennem årene spillet en aktiv rolle i færøsk kunstliv, bl.a. i det grafiske værksted Steinprent, som arrangør og kurator af en række udstillinger og workshops, samt som medlem af udstillingsgruppen Heystframsýningin.

I resten af 2017 er der gratis adgang til vores udstilling ’Bjarne Werner Sørensen – Panorama’. Besøg også vores hyggelig café og smukke gavebutik, der har designvarer fra hele Nordatlanten.

Vi glæder os til at se dig!

ÅBNINGSTIDER I JULEN:
22/12: 10-17
23/12: 12-17
24/12: Lukket
25/12: Lukket
26/12: Lukket
27/12: 12-17
28/12: 12-17
29/12: 12-17
30/12: 12-17
31/12: Lukket
01/01: Lukket

 

Veitslan framførast í Danmark

veitsl.jpg

Sjónleikurin Veitslan skal spæla á CPH:STAGE festivalinum í Keypmannahavn 7. juni 2018. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari sjónleikarasøgu, at ein so stórur føroyskt framleiddur leikur er á festivali uttanfyri oyggjarnar. Talan er um eina (eittans!) sýning 7. juni kl 20.00 og atgongumerkini eru longu sett til sølu á veitslan@veitslan.com.

Veitslan eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov, í tillaging av Bo hr. Hansen, fer fram á 65 ára føðingardegnum hjá Helga Dýrindal. Elsti sonurin er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra.

Pápin velur ta grønu røðuna, sum er ein sannleikarøða, ið avdúkar stóra familjuloynidómin, at Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga. Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann? Veitslunáttin gerst ein ógvusligur bardagi um sannleikan. Leikurin varð væl móttikin í Føroyum, og tað sást aftur í ummælunum.

“Ein heilt einastandandi góður, spennandi og forkunnugur leikur! Eitt týdningarmikið og viðkomandi evni. Og ikki minst framúrskarandi og livandi sjónleikarar. Far í Veitslu!” (Katrin Dahl Hanusson, Røddin, Kvf.).

“… surrealistisk og groteskt út í tað sublima….” (Jákup Veyhe, Mentanarkaféin).

“… megin í leikinum hevur fult og helt sogið teg inn í sítt egna univers.” (Torbjørn Jacobsen, Dimmalætting).

Sjónleikarar: Hilmar Joensen (FØ), Rasmus Lyberth (GR), Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS), Gunvor Reynberg (DK), Hjálmar Dam (FØ), Hannes Óli Ágústsson (ÍS), Beinta Clothier (FØ), Eyð Berghamar Jacobsen (FØ), Barbara K. Andreasen (FØ), Johanna Roos Slættanes (FØ), Sonne Smith (FØ), Karin Djurhuus (FØ), Allan Dalsgarð (FØ), Jógvan Salomon Joensen (FØ), Gunnvør Joensen (FØ) og onnur.

Rithøvundar: Thomas Vinterberg og Mogens Rukov

Framleitt til pall: Bo hr. Hansen

Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard (FØ)

Senografi, video, búnar og foto: Tormod Lindgren (NO)

Tónasmið og ljóð: Joachim Holbek (DK)

Ljós og tøkni: Turpin Djurhuus (FØ)

Umseting: Kristianna Winther Poulsen (FØ)

Leikstjórahjálparfólk: Gunnhild Michelsen (FØ)

Upprunalig framleiðsla: Firma Fa. Veitslan við Kristionnu Winther Poulsen.

Meðan vit bíða eftir arkitektunum

25497255_10215376672233027_690715380_n.jpg

Sambært Degi og Viku 15.des hevur Tórshavnar býráð samtykt, at Hotel Tórshavn kann byggja ein bygning aftrat, soleiðis at hotellið fær 40 tvíkømur afturat í 2020. Ætlanin er at byggja henda bygningin í Tórsgøtu við síðuna av Hotel Tórshavn. Hann fer at daga upp vestaru megin Vaglið, har sum Brell er í dag. Hetta eru summi sera ónøgd við. Argumentini eru ymisk, men eitt nú verður ávarað ímóti at enda sum Ísland, har ferðafólkaídnaðurin hevur yvirtikið eitt nú miðbýin í Reykjavík. Eisini verður tosað um, at avgerðin ikki hongur serliga væl saman við avgerðini um at Tórsgøta skal vera mentanargøta í Havn.

Eg havi verið ein túr í miðbýnum í okkara høvuðstaði henda vakra vetrarmorgun og staðfest, at Havnin í nógvum er ein vakur býur. Hon fær illa verið annað, tá ljósið er so vakurt sum í morgun. Trafikalt kundi miðbýurin verið betri skipaður. Parkeringsplássini á Vaglinum eru eyðvitað neyðug, men vakurt sær tað ikki út. - Tað var forrestin eitt mær dámdi væl við byggilistarligu heildarætlanini, sum var frammi fyri nøkrum árum síðani; tankin um at gera ein stóran parkeringskjallara undir Vaglinum, men onkur helt, at hetta kundi skapa enn meira ferðslu í miðbýnum og tað kann vera nakað um tað.

vaglid1.jpg

Tað er jú tað við Vaglinum, at tað er okkara ráðhúspláss og parlamentpláss og alt møguligt fínt. Í mínum barndómi var tað ikki so øgiliga fínt. Har vóru pylsuvognar og kioskir og ein rúgva av ungum fólkum við síðum hári og kassabuksum - onkur við knallert, men eg haldi, at tann parturin av Vaglinum var meira sentralur enn hann er í dag. Posthúsið var eisini í síni tíð eitt týdningarmikið stað, har tú kundi fáa hvítar tundurkassar og V4-seðlar og mangt annað, sum er farið í søguna. 

Eitt er, at eg ógvuliga treyðugt vil vera týdningarmikil støð sum Brell ella Fish & Chips fyriuttan, men byggilistarliga haldi eg altso ikki, at vit missa tað stóra, um barakkendi bygningurin verður tikin niður. Og er tað so ótolandi løgið at hava eitt hotel á einum so mikið sentralum stað í høvuðstaðnum? Eg ivist í tí. Í flestu øðrum býum eru hotel í miðbýnum - jú fínari og dýrari, tess nærri hotellið er statt ráðhúsplássinum. Eg hugsi, at spurningurin fyrst og fremst er byggilistarligur og eg má siga, at eg sakni, at byggilistarligir serfrøðingar viðgera málið alment. Í og við, at málið er samtykt, má eg ganga út frá, at býararkitekturin, Birita Wardum, hevur verið ráðgevari. Hvat metti hon um hetta inntrivið í býarrúminum? Tá hon var sett í starvið sum býararkitektur, stóð soljóðandi skriv á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu: "Birita Wardum sigur, at tað at Tórshavnar kommuna vil hava ein býararkitekt í starvi er tekin um, at kommunan raðfestir arkitektur sum ein faktor til vøkstur og trivna í kommununi. Tað er eingin ivi um, at góður arkitekturur er við til at økja um okkara lívsdygd. Tað er eingin ivi um, at arkitekturur kann vera ein drívmegi til menning, tað sæst í nógvum býum kring okkum. - Mín fatan er, at tað er ikki motiverandi fyri eina býarskipanardeild bara at arbeiða eftir politiskum boðum, tí er tað mín hugsan, at býarskipanardeildin framyvir skal vera frammanfyri politisku skipanina. Planleggingin eigur at vera væl frammanfyri, soleiðis at fakliga planleggingin av býnum verður tað stýrandi amboðið í menningini av kommununi. Vit hava eina góða rammu at arbeiða innanfyri í kommunuætlanini. Her hugsi eg, at tá politiskur vilji og fíggjarlig orka einaferð er til at fremja øll hesi mongu mál, so eiga vit longu at hava ætlaninar klárar...".

Arkitektarnir munu hava eina hóming av hvat tað merkir fyri býarrúmið, at seta ein stóran hotelbygning á ætlaða staðið, og tessvegna hevði tað verið gott at hoyrt eina lýsing av málinum frá Arkitektafelagnum og limum tess. Sjálv fekk eg tann tanka, meðan eg skoðaði út yvir Havnar bý í morgun, at tað, sum Havnin hevur framum nógvar aðrar býir, er luft, ljós, gras og hav. Luftin er frísk og meðan tú gongur í býnum og snarar um eitt horn onkrastaðni, so opinberar seg í heilum framúrskarandi vøkur útsýni. Mær dámar so væl fjølbroytnið í tí tú flytir teg eftir smølum gøtum og so tey vøkru panorama-útsýnini. Um tú til dømis spákar oman eftir Tinghúsvegnum og snarar til høgru við Tinghúsið, so sært tú alt fyri eitt omanyvir Vaglið, Gamla Bókhandil, Býráðshúsini, Skoytuvøllin, tað er vakurt, men tú fært eisini eitt flott sýni yvir ein part av vesturbýnum við Vesturkirkjuni m.a. Útsýnið hevur stóran týdning og tað, sum fyri okkum eru sjálvsagir lutir: ljós, luft og náttúra er hámett og eftirstundað í býum aðrastaðni í heiminum, tí haldi eg, at vit fyrst og fremst mugu taka umhvørvisatlit. Meðan vit bíða eftir arkitektunum, eru her nakrar myndir frá okkara deiligu Havn. 

25488952_10215376671833017_671672388_n.jpg
25463711_10215376672073023_1425724586_n.jpg
25465931_10215376672153025_810312329_n.jpg
25437387_10215376672193026_645228281_n.jpg

 

 

 

Listafólkaløn til yrkislistina

yrkislist.jpg

Nú jólafriðurin so spakuliga er í ferð við at leggja seg um landið og øll okkum, sum munu vera meira og minni útkoyrd av at ímynda okkum ta tilstundandi neyðina og elendigheitina hjá línumonnum og reiðarum, kann staðfestast, at nógv minni rok hevur verið burturúr eini annars nokk so týdningarmiklari broyting av mátanum, landið lønar sínum listafólkum.

Í gjár varð kunngerð nr. 156 um Listafólkalønir nevniliga sett í gildi og hervið er sjøtul settur á eina gongd innan almennar listaíløgur, sum fer at skilja millum áhugalist og yrkislist - tað er uppá tíðina! Endamálið við listafólkalønunum verður sagt at vera eitt ynski um at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár. Stórur dentur verður lagdur á listaliga fakligheit bæði millum umsøkjarar, men eisini í nevndini, sum skal viðgera umsóknirnar, og sum skal kunna venda sær til faknevndir, ið skulu gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. 

§ 1

Í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins verða gjørdar hesar broytingar:

1.    § 1, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:

“Mentanargrunnur Landsins veitir stuðul til tey í § 1 í løgtingslógini nevndu endamál, undir hesum starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, styttri skeið hjá listafólkum og stuðul til ymiskar verkætlanir.

Stk. 2. Mentanargrunnur Landsins kann harumframt eftir umsókn stuðla bókaútgávur og tónleikaútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum.“

2.    Í § 2, stk. 1 verður “í undirvísingar- og mentamálum“ strikað.

3.    Í § 4, stk. 2 verður “løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins” broytt til: “løgtingslógini”.

4.    § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis:

1)    Ein starvsløn galdandi í 3 ár.

2)    Tvær starvslønir galdandi í 1 ár.

3)    Starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.”

 

5.    Aftan á § 4 verður sett:

“Listafólkaløn

§ 4 a. Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár.

Stk. 2. Listafólkalønir verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara.

Stk. 3. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. Faknevndirnar skulu verða mannaðar við útbúnum fakfólkum innan ávísu listaøkini.

Stk. 4. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.

Stk. 5. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.”

6.    § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Íverksetanarstuðul er á kr. 75.000,- árliga. Íverksetanarstuðulin kann nýtast til tilfar, leigu av atelier, námsferðir, livikostnaði o.tíl.”

7.    Í § 6, stk. 2 verður “løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins” broytt til: “løgtingslógini”.

8.    § 7, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Stuðulsmóttakari skal lata nevndini fyri Mentanargrunnin roknskap og frágreiðing, eftir at tiltakið er av, tó í seinasta lagi 1. apríl árið eftir játtanarárið. Henda áseting er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn.”

9.    Í § 7, stk. 3 verður “Starvslønarmóttakarin skal” broytt til: “Tey, sum fáa starvsløn ella listafólkaløn skulu”.

10.  Í § 7, stk. 4 verður “starvslønarmóttakari” broytt til: “tann, sum fær starvsløn ella listafólkaløn”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Mentamálaráðið, 12. desember 2017

Rigmor Dam (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

Myndaódnin 2017

fb467e8d-cd92-4657-8631-311b41999fac.jpg

Fríggjadagin 8.des. læt Myndaódnin 2017 upp í Steinprenti. Sjálvt um veðrið var ringt, vóru nógv fólk til upplatingina og fleiri ognaðu sær eitt gávuprent frá Steinbrá. Í ár er tað Hanni Bjartalíð, sum hevur gjørt gávuprentini. Tey eru væl eydnað og fólk tóktust væl nøgd. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum, sum Jan Andersson tók. Framsýningin er opin hetta til jóla. 

IMG_4918 (1) (1).jpeg
julie2.jpg
IMG_4909 (1) (1).jpeg
IMG_4924 (1).jpeg
IMG_4921 (1) (1).jpeg
IMG_4926 (1) (1).jpeg
IMG_20171205_151810.jpg
IMG_4912 (1).jpeg
IMG_4730.jpeg
IMG_4913 (1).jpeg
IMG_4914 (1).jpeg
IMG_4604.jpeg

Julie Sass i Steinprent

julie1.jpg

I fredags åbnede udstillingen Billedstorm 2017 i Steinprent i Tórshavn med et lille udvalg af de mange værker, der er skabt på Færøernes Grafiske Værksted i år. Mere om udstillingsåbningen samt billeder derfra kommer her på hjemmesiden i morgen.

julie2.jpg

De allernyeste værker på udstillingen har Julie Sass lavet i sidste uge ganske kort før åbningen; det er tre monumentale, nonfigurative kompositioner, der forekommer såvel afklarede som komplekse med flere lag af strukturer, farver og strøg. Det maleriske udtryk i billederne forekommer nærmest heftigt, samtidig som Julie Sass formår at holde væsentlige dele af billedfladen ren. Resultatet er et triptykon med et udpræget åbent, flydende, dynamisk præg og med spor af det grafiske forløb, som de tre værker har været igennem. De grafiske processer er i det hele taget grundlæggende, når Julie Sass arbejder med litografi. Teknikkens righoldige muligheder fascinerer hende og for hvert arbejdsophold i Steinprent udvides grænserne. Denne gang har Julie Sass i sin søgen efter visse effekter bl.a. kombineret den litografiske metode med træsnit med ønsket resultat.

Sammen med litograf Jan Andersson, Fríða Matras Brekku og Magnus Andersson har Julie Sass nået utrolig meget i løbet af de fjorten dage, hun har arbejdet på værkstedet i denne omgang, og i går aftes var et prøvetryk klart af en originalgrafisk bog, betitlet Lemon Mood. Det er en virkelig smuk kunstbog, der helt håndgribeligt demonstrerer sin skabers fokus på proces. Ud over nogle korte, poetiske tekster, som Julie selv har skrevet, indeholder bogen femten heliografier med nonfigurative formationer, der er trykt på koloreret papir og samlet i forløb. Formationerne synes placeret med vægt på en procesorienteret helhedsoplevelse, der forekommer rytmisk og flydende. Min egen oplevelse af bogen var ganske kort - men gav mig forventningens glæde. Bogen udgives i 2018.

IMG_4816 (1).jpg
24909817_10155999366848140_7758955844889516419_n.jpg

Litrík myndaódn í Steinprent

Silja Strøm

Silja Strøm

Fríggjadagin 8.desember klokkan 16 verður eitt av ársins hugnaligastu listatiltøkum, tí tá letur ársins Myndaódn upp í Steinprenti. Grafikkfelagið, Steinbrá bjóðar gløgg og høvið verður hjá limum at kjósa sær ársins gávuprent burtur úr fínu myndunum, sum Hanni Bjartalíð gjørdi fyri kortum. Talan er um fýra sera litrík prent. Myndevnið er figurativt; tað eru røðir av fløskum, sum vit eisini hava sæð sama listamann málað á træ, men viðgerðin er abstrakt og grafisk. 

Julie Sass

Julie Sass

Tey feskastu verkini á hesari framsýningini, gjørdi danska listakvinnan Julie Sass í vikuni. Tær tríggjar monumentalu, abstraktu prentmyndirnar tykjast um somu tíð avkláraðar og rættiliga kompleksar við nógvum fláum av strukturum, litum og strokum, løddar av dynamiskum tómleika. Í einum viðtali hevur listakvinnan lýst síni viðurskifti við steinprent soleiðis: “Tað er okkurt við litografisku mannagongdini, sum hugtekur meg og sum hevur hugtikið meg síðan eg upplivdi hana á fyrsta sinni. Á ein ella annan hátt tykist henda mannagondin sampakka við míni listarligu endamál og hugsanir. Tá eg sá Fríðu Matras Brekku standa og slípa steinarnar, gjørdist eg hugtikin av tí mynstrinum, sum sjálv slípingin við slípievninum (carborundum) hevur við sær á steininum. Eg avgjørdi at slípa ein form burtur og at varðveita sporini av sjálvari burturslípingini sum grund í prentinum...”. Julie Sass hevur aftur hesa ferð gjørt fleiri nýggjar uppdagingar í sambandi við ta prentlistarligu prosessina; prentini hesa ferð eru úrslitið av bæði steinprenti og træprenti.

Myndaódnin verður aftur í ár ein sannur samanvavstur av listaverkum sum dømi uppá eitt sindur av tí nógva, sum er framleitt í Steinprenti í ár. Hansina Iversen, sum inntil 7.januar er við á bólkaframsýningini á Sophienholm, Seeing the unseen, er við á Myndaódnini. Hon er bæði málari og grafisk listakvinna og ein vegari í føroyskari list, sum javnt og samt rannsóknar møguleikarnar innan nonfigurativt myndamál. Silja Strøm arbeiðir figurativt og hevur gjørt nakrar fínar prentmyndir í klárum, ljómandi grundlitum. Ein lítil partur av framsýningini verður til minnis um listafólk, sum eru farin. Jan Andersson hevur arbeitt nógv saman við svenska listamanninum, Jonny Forsström, sum doyði í vár. Tríggjar av hansara litføgru myndum verða við á myndaódnini, umframt eitt prent hjá danska listamanninum, Henrik Have (1946-2014).

Øll eru vælkomin til Myndaódnina, eins og øllum býðst høvið at gerast limur í Steinbrá. Tað kostar 500 krónur fyri einstaklingar og fyri hetta fáa limirnir á hvørjum ári eitt grafiskt dygdarlistaverk.

MYNDAÓDNIN 2017: Hanni Bjartalíð, Julie Sass, Hansina Iversen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, Erik Heide, Marius Olsen, Anker Mortensen, Tóroddur Poulsen, Jonny Forsström og Henrik Have.

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Carl Jóhan Jensen 60

ccj2nov17.jpg

Fotomyndin er ein sjálvsskuggamynd hjá føðingardagsbarninum

Í dag fyllir rithøvundurin Carl Jóhan Jensen 60 ár og dagurin verður hildin við symposium í dag og bókamóttøku í morgin. Hann sæst betur í myrkri og summi halda hann vera nóg so obskuran, men tey flestu eru samd í, at Carl Jóhan Jensen er í einum flokki fyri seg sjálvan sum rithøvundur, yrkjari, yrkingaperformari, flaggdagsrøðari, ummælari og kreativur speiari. Hetta fara eg og fleiri onnur at siga meira um í Læraraskúlahøllini í dag og í Reinsarínum í morgin. Fyribils bara nakrar reglur úr einum yrkingasavni - ein freistandi, tivandi aperitiffur áðrenn fyrilestrarnir og røðurnar. 


á tín hvepni látur, sum tvinnar saman
sterkan hug við skyld, ið slær gjøgnum hjartað
og hygg, sum eitt meingi av hálvvorðnum flugum
vaknar mín tunga

 

Skaldsøgur

1979 – Seinnapartur

1995 – Rúm

2005 – Ó – Søgur um djevulskap,2010 – U-, historier om djevelskap. Det Norske Samlaget.

2014 - Eg síggi teg betur í myrkri

2017 SÆR ein fuglabók av gloymsku

 

Yrkingar

1977 – Yrkingar

1982 – Skríggj, Mentunargrunnur studentafelagsins.

1984 – Messa á kvøldi og fram undir morgun, Mentunargrunnur studentafelagsins.

1990 – Hvørkiskyn, Mentunargrunnar Studentafelagsins

1997 – Tímar og rek, Mentunargrunnur studentafelagsins.

2006 – September í bjørkum sum kanska eru bláar

2017 - Gestur millum tíðir/ Gæst imellem tider

 

Ritroyndir

2000 – Mentir og mentaskapur

 

Virðislønir, tilnevningar o.a.

1989, 2006 og 2015 – M.A.Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir

1991, 1998, 2008 og 2016 tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

2011 Eitt ára starvsløn frá Mentanargrunninum

 

cjj.jpg

Tiltakið í Læraraskúlahøllini er í dag frá klokkan 14-17.

Skrá

Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini Carl Jóhan Jensen – hugmyndin birtist í viljanum

Tónleikur: KATA framførir

Fyrilestrar og kvøður:
Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs ber fram kvøðu

Sunleif Rasmussen, námslektari á Námsvísindadeildini: Musikaliteturin hjá Carl Jóhan Jensen

Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini: Viðgerð av skaldsøguni: ”Bókin um tað góða”

Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur ber fram kvøðu

Carl Jóhan Jensen lesur upp úr egnum tekstum

24210206_1984269148254929_3429212749309921295_o.jpg

Tiltakið á Reinsarínum er í morgin klokkan fýra:

Fyrsta sunnudag í advent kl. 16 geva Orð og tónar eitt eykanummar á Reinsarínum. Eitt eykanummar við hugstimbrandi røðum, tónleiki og løgi. Vit bjóða í føðingardag og til framløgudag í einum sveipi.

Høvið er, at Carl Johan Jensen, sum í mong Harrans ár á sín spaklynda hátt hevur sett dám á føroyska mentanarlívið, fyllir 60 ár og gevur nýggja skaldsøgu út í sama viðfangi.

Nú eru 12 ár eru liðin, síðan nógv umrødda bókin "Ó- søgur um djevulsskap" kom út. Frægasta verk, ið skrivað var, síðan William Heinesen legði pennin frá sær. Segði skaldið tá. Og hægri tindar klívur skald ikki. MEN betri enn hesa SÆR føroyski bókmentaheimurin ikki í ár, lovar skaldið nú.

Spáka oman á Reinsaríið sunnudagin og hugna tær saman við Carl Johan Jensen. Millum teirra, ið fara at hátíðarhalda Carl Johan, eru Gunvør Balle, Mattias Kapnas, Kinna Poulsen, Tórbjørn Jacobsen og Sissal Kampmann.

 

Ársins gávuprent frá Steinbrá eru klár

24068242_812634552251479_1529521034930130341_n.jpg

Hanni Bjartalíð hevur signerað ársins gávuprent, ið eru úr hesum bunkanum. Tað eru fjálgar og dekorativar myndir av fløskum í nógvum ymiskum litum, sum limir í Steinbrá kunnu fáa fríggjadagin 8.des, tá Myndaódnin 2017 letur upp.

Nýggir limir eru hjartans vælkomnir. Steinbrá er eitt áhugafelag, sum stuðlar grafiska verkstaðnum, Steinprenti. Treytirnar fyri limaskapi eru framhaldandi sera einfaldar; at tú rindar 500 krónur um árið (2000,- fyri limaskap hjá feløgum). Fyri hesa upphædd fær mann eitt dygdarverk, umframt innbjóðingar til ymiskt spennandi, sum gongur fyri seg í Steinprenti millum ár og dag. 

Aðalfundur felagsins verður fríggjadagin 8. desember kl. 15 í Steinprenti. Ársins gávuprent koma út sama dag kl. 16, tá letur ársins grafikkframsýning – MYNDAÓDN 2017 – eisini upp. Sum vant verður borðreitt við gløggi. Ársins gávuprent hevur Hanni Bjartalíð gjørt. Tey eru sera væl eydnað, litrík og dekorativ, so vit hava øll okkurt at gleða okkum til. Vinaliga takið kvittan fyri goldið limagjald við, tá tit koma eftir gávuprentinum. Tað lættir munandi um.

 

Carl Jóhan Jensen fagnaður

carli.jpg

Leygardagin 2.desember fyllir Carl Jóhan Jensen, rithøvundur 60 ár. Í sambandi við føðingardagin heiðrar Fróðskaparsetur Føroya skaldið við einum symposium í auluni á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, har skaldskapar hansara verður umrøddur og kvøður verða bornar fram. Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, heldur høvuðsfyrilestur um skaldskap Carl Jóhans við heitinum: Carl Jóhan Jensen - hugmyndin birtist í viljanum. Rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen fer at bera fram kvøðu. Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, heilsar høvundinum við viðgerð av skaldsøguni: ”Bókin um tað góða”. Upplestur og tónleikur verða eisini á skánni. Byrjað verður kl. 14, og ætlanin er, at tiltakið endar í seinasta lagi kl. 17. Tiltakið er opið fyri almenninginum og øll eru hjartaliga væl komin.

Sunnudagin verður Carl Jóhan aftur fagnaður. Tá er tað Sprotin, sum skipar fyri móttøku í sambandi við, at nýggja skaldsøgan Sær/ ein fuglabók av gloymsku kemur út. Hetta tiltakið, ið verður á Reinsarínum 3.des klokkan 16, verður somuleiðis alment. Tá verður viðtal við Carl Jóhan, og harumframt røða Tórbjørn Jacobsen og Kinna Poulsen.

sr.jpg

Sær/ein fuglabók av gloymsku

Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni? Tað er spurningurin í hesi bók. Uppvaksin í Brekkugøtu í Havn um miðja farnu øld í einum húsetri av andligum og kensluligum mótsetningum, setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni. Avgjørd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Føroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo. Tíggju ár seinni í august 1968, í skugganum av sovjetisku innrásini í Kekkoslovakia,  er kvinnan aftur stødd í Havn í ørindum fyri eitt danskt blað. Hon skal skriva um ein mann úr síni fortíð, sum, hóast myndugleikarnir siga annað, kanska er myrdur umborð á einum línubáti. Havnin liggur blindmyrk í mjørka og í andvekri eina langa nátt á einum hotelli við Kongabrúnna ger kvinnan upp við tað farna og tað farandi og tað fær avleiðingar fyri framtíðina. Sær/ ein fuglabók av gloymsku er ein skaldsøga, sum leitar órógvandi djúpt aftur um viðtiknar hugmyndir av føroyskum samleika.

Portrettmyndina tók Jan Andersson í Steinprenti av Carl Jóhan Jensen framman fyri list hjá Tróndi Patursson og Hanna Bjartalíð

Vencil 18. er komin

24008667_10214966280974073_1591213818_n.jpg

Hetta er tíðin, tá ið føroysku lesihestarnir draga bøkurnar heim. Forløgini hava spílað seg út, og tey royna tað dýrasta tey eru ment at fáa allar bøkurnar út til bókadagarnar, sum verða hildnir síðsta vikuskiftið í november. Á hvørjum ári kunnu lesihestarnir afturat øllum hinum bókunum gleða seg til, at ein nýggjur Vencil kemur í handlarnar.

Hetta er ellivta árið, ið Vencil verður givin út, og í ár kemur tann 18. Vencilin í røðini.

18. Vencilin er líkur teimum undanfarnu. Hann er fyltur út til breddarnar við góðum skaldskapi á føroyskum. Hesin Vencilin hevur tvey tekstasløg: yrkingar og stuttsøgur. Yrkingarnar eru týddar úr ymiskum málum, og fleiri upprunaføroyskar eru eisini. Alexandur Kristiansen, Agnar Jógvansson, Beinir Bergsson, Heðin M. Klein, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Martin Næs og Rakel Helmsdal hava skrivað yrkingarnar á upprunaføroyskum, og tær týddu yrkingarnar eru eftir Steinn Steinarr, Ron Padgett, Anne Haines og Lope de Vega.

Vagnur Streymoy, Anna Sofía Jørgensen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Emma Annika Thomsen, Vónbjørt Vang, Sámal Soll og Súsanna Tórgarð hava skrivað stuttsøgurnar á upprunaføroyskum, og týddu søgurnar eru eftir Willy Kyrklund, Charlotte Perkins Gilman, Ebbu Hentze, Charlotte Weitze og E.M. Forster. Tveir debutantar eru við. Teir eru Emma Annika Thomsen og Anna Sofía Jørgensen.

Permuna til 18. Vencilin hevur Torbjørn Olsen málað. Hon varð málað í 1994, og varð hon málað til stuttsøguna eftir Ebbu Hentze, sum eitur ”Trappan hjá Robertson”. Tað er Laura Joensen, sum hevur týtt søguna til Vencil.

Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Tá verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin.

Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur úr Vencli 18. verður eisini.

Um onkur vil halda Vencil og fáa hann í postkassan eina ferð um árið, so kann viðkomandi senda ein teldupost til vencil@vencil.fo. Vencil kostar í haldi 160 krónur + post- og avgreiðslugjald.

Bjarne Werner Sørensen á Norðurbryggjuni

BWS Patterns of Consciouness - 2017.jpg

Bjarne Werner Sørensen. PANORAMA

Nordatlantens Brygge

9. december 2017 – 4. februar 2018.

Hvilke forestillinger vækker et værk i os? Hvilket Panorama er det, vi her præsenteres for? Er det kunstnerens udsyn? Omfanget af hans oeuvre? Detaljer fra et færøsk landskab eller udtræk af byens hvirvel? Det er ikke til at vide, men det er tilladt at komme med et bud! Den dansk/færøske billedkunstner Bjarne Werner Sørensens abstrakte værker sitrer af rastløs energi, har noget organisk over sig, og ofte også en lethed og en musikalitet, der pirrer beskuerens øje og giver én lyst til at tage på vandring i værkerne.

Bjarne Werner Sørensen arbejder frit indenfor flere kunstneriske genrer; fra oliemaleri til litografi over pvc-udstandsninger og fotos. Fælles for værkerne er rytmen, de formmæssige gentagelser og variationer, transformationer og bevægelser. Resultatet er et vitalt samspil mellem streg, form og flade. Senest er det dog især oliemaleriet, der tiltrukket sig opmærksomhed; en fascination og basal glæde ved pigment, lærred og penselstrøg.

Som fast rekvisit lader han ofte også tilfældighedernes spil få plads på værkets flade. ”Man udvikler sig sine virkemidler og værktøj som kunstner”, som BWS siger. I forlængelse deraf, arbejder han med forskellige typer ”benspænd” eller disciplineringer af sig selv og den kunstneriske proces. I de nye værker kan det bl.a. ses i en streng anvendelse af lag. Ét værk må f.eks. kun bestå af to lag maling, et andet tre lag og så fremdeles. På den måde bliver værkerne varierede i udtryk, men også eksempler på den skabelsesproces et værk og kunstner gennemgår. Jo flere malinglag, jo flere sprækker og jo mere dybde i værket.

Udstillingen Panorama består af en række helt nye oliemalerier og værker i laserudskåret pvc. De vises sammen med tidligere grafiske arbejder, fotos og objekter, som på forskellig vis knytter an til Færøerne og kunstnerens færøske rødder. I forbindelse med udstillingen udgives en katalog, en indbundet og omfattende illustreret bog, der med tekster af Mai Misfeldt, Sissal Kampmann og Erik Steffensen belyser udstillingen fra tre forskellige vinkler.

Færøerne i Bjarne Werner Sørensen

Bjarne Werner Sørensen (f. 1960) lever og arbejder i København, men har Færøerne i blodet fra sin mors side. Selv om han er bosiddende i Danmark, har han gennem årene spillet en aktiv rolle i færøsk kunstliv, bl.a. i det grafiske værksted Steinprent, som arrangør og kurator af en række udstillinger og workshops, samt som medlem af udstillingsgruppen Heystframsýningin.

Udstillingen Bjarne Werner Sørensen – Panorama er muliggjort med støtte fra Grosserer L.F Foghts Fond, Statens Kunstfond & Statens Værksteder for Kunst.

Der er fernisering fredag den 8. december kl. 16-18.

Øll eru vælkomin!

 

Bøkur bøkur bøkur bøkur bøkur

Sýnisgluggin í Gamla Bókhandli

Sýnisgluggin í Gamla Bókhandli

Í Gamla Bókhandli feira tey Tórodd Poulsen, sum fyllti trýss 15.oktober. Hann verður aftur fagnaður - so dyggiliga - komandi fríggjadag, tá fyrilestrarøð verður í Norðurlandahúsinum um hansara verk. Tiltakið hevur heiti úr Hávamáli: Um allar gáttir, ið sipar til eitt sera umfatandi verk, ið fer um allar gáttir - eisini yvir um markið millum tær ymisku listirnar. Klokkan 10 til 10.30 hevur Turið Sigurðardóttir, professari ein fyrilestur við Tóroddskt klingandi heitinum Nú´ið, minnið og guðs laggadropi. Síðani hevur kendi danski ummælarin, Lars Bukdahl eina sonevnda Tóroddur Poulsen Hit Parade, har hann fer at greiða frá nøkrum sínum yndisyrkingum hjá Tóroddi. Heitið á fyrilestrinum hjá bókmentafrøðinginum, Bergi D.Hansen bendir á skemtiliga bógvin, hann eitur “Góðan dag, eg eiti Niels Finsensgøta, hvussu eita tygum?” og snýr seg um Havnina í yrkingum eftir Tórodd Poulsen. Eg gleði meg at hoyra fyrilesturin, sum er frá kl.11 til 11.30 og eisini at hoyra um drúgva samstarvið millum Steinprent og fjøllistamannin, sum Jan Andersson fer at røða um. Eg haldi sjálv, at hetta er eitt tað týdningarmesta samstarvi yvirhøvur í føroyskari samtíðarlist. Eftir døgverðasteðgin verður forkunnugur fyrilestur frá kl.13-13.30, har kendi danski bókmentafrøðingurin, Peter Stein Larsen fer at seta yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen í norðurlendskt høpi og so er tað Paula Gaard, sum er í holtur við at skriva Phd um føroysk bókmentaummæli og sum fer at greiða frá Tóroddi og ummælarunum. Tað verður áhugavert at hoyra. Eg fari sjálv kl. 14-14.30 at greiða frá bókini, Úr myrkrinum, sum eg havi skrivað um Tórodd Poulsen og at enda fer høvuðspersónurin sjálvur at lesa yrkingar.

Komandi vikuskifti verða bókmentirnar fagnaðar og eg eri spakuliga farin at gleða meg til ta spennandi og fjølbroyttu skránna, sum Norðurlandahúsið borðreiðir við - har eru rættiliga nógv (ókeypis!) tiltøk, sum eg kundi hugsað mær at farið til. Bæði Vencil og Varðin skipa fyri tiltøkum, Sprotin hevur Orð og Tónar og samrøða verður við nakrar av høvundunum, ið vórðu nomineraðir til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins: Sissal Kampmann,  Guðmundur Andri Thorsson, Vigdis Hjorth og Kirsten Thorup, ið vann virðislønina. Eitt tiltak snýr seg um tá skrift og tónleikur møtast og ein fyrilestur verður um permugerð, har besta bókaperman skal finnast. Vit, sum hava givið bøkur út, eru sjálvsagt sera spent! 

Bókafagnaðurin heldur fram 3.desember klokkan 16 á Reinsarínum, tá verður Carl Jóhan Jensen fagnaður - hann fyllir trýss 2.des og gevur sunnudagin 3.desember út nýggju skaldsøguna, SÆR ein fuglabók av gloymsku, so nú er stund at gleða seg.

http://www.nlh.fo/fo/bokadagar/#/_

23622071_10155975116473593_7339629792422457671_n.jpg

 

 

Filmsstuðul 2017: 10 fingu stuðul í seinna umfari

film.jpg

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur í ársins seinna stuðulsumfari gjørt av at lata 10 verkætlanum stuðul til filmsgerð. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning/undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Samlaða játtanin til føroyska filmsframleiðslu er tvær milliónir krónur í 2017, og til seinna stuðulsumfar vóru 557.100 kr. tøkar.

Tá freistin at søkja til seinna stuðulsumfar var úti 1. september, vóru 21 umsóknir komnar inn. Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Vár B. Jacobsen og Magni Høgnesen, hava gjørt tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulsbýtið.

Hesi 10 fingu stuðul í seinna umfari:

Teitur Árnason Dahl Zacharias kr. 105.000

Jón Hammer/IVF KYK Myndir Experiment IXkr. 25.000

Eir í Ólavsstovu/Hugmynd Havið kr. 50.000

Jón Hammer Nordic Trips kr. 30.000

Maria Winther Olsen/Sp/f Toka Film NINA kr. 90.000

Dávur Djurhuus In Security kr. 50.000

Ingun í Skrivarastovu Dreymar við havið kr.  25.000

Theresa Jákupsdóttir Føðing kr.  55.000

Annika á Lofti Góða Mary kr. 97.000

Torfinnur Jákupsson TROM kr. 30.000

 

Millum mongu áhugaverdu verkætlanirnar kann sigast frá, at Dávur Djurhuus, sum m.a. vann Geytan fyri Terminal í 2013, arbeiðir við stuttfilmsverkætlanini In Security, sum er ein myrkur, humoristiskur stuttfilmur um álvarsomu avbjóðingarnar, ið standast av vaksandi tørvi menniskjans at liva eitt tøkniligt lív við Facebook o.s.fr. og ovurstóra ynskinum hjá myndugleikunum at fylgja við í hesum lívi, sum alsamt minni kann lýsast sum ”privatlív”.

Teitur Árnason Dahl er komin væl áleiðis við heimildarfilmi sínum Zacharias, sum er ein manslýsing av bónda á útoyggj í Føroyum. Hesin maður umboðar eina farna tíð í slitnum, veðurbardum og einføldum rammum og gevur gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim. Teitur Árnason Dahl hevur m.a. eisini gjørt heimildarfilmin burturhugur frá 2001.

Góða Mary er heitið á spælifilmi hjá Anniku á Lofti. Filmurin er um kærleika. Forbodnan kærleika, fjaldan kærleika og óynsktan kærleika. Søgan verður upplivað gjøgnum ein stillan 12-ára gamlan drong. Annika á Lofti skrivaði leikritið til filmin Mist, ið vann áskoðaravirðisløn Geytans í 2012.

Følv

a73bf2f1b8bfddec5cb0190893623986497b8e13_w1152_h0_fS.jpg

 

Hetta er tann góða tíðin, tá hópin av bókum koma út. Fleiri yrkingasøvn eru ímillum, í gjár ummælti eg tað nýggja hjá Jóanesi Nielsen og eg havi áður skrivað um nýggja savnið hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum  heimi. Eg ætli mær at fáa fatur á fleiri bókum, men fyribils fáa tit eina fína, konsentreraða, kalda yrking, sum stendur í nýggja savninum hjá Tóroddi Poulsen:

følv er

eitt slag

av ljósi

hesa

myrku

tíð

orðini

frysta

skjótari

enn eg

sigi tey

(s.17 Ferðamaður í egnum heimi)

 

Sjálvt um dreymakendu inngangsorðini um náttarbørnini, sum lofta við eygnasteinum, benda á kendar surrealistiskar leiðir, er eisini okkurt nýtt í seinasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi, Henda heim hava vit havt innlit í síðani yrkjarin og listamaðurin gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1984, og stjørnurnar í byrjanini av nýggju bókini, sum er tann 39. í røðini, minna um hesa fyrstu bókina, Botnfall. Poetiski og listarligi heimurin hjá Tóroddi Poulsen er bæði sjáldsama samanhangandi og fjølbroyttur og í nýggja savninum tekur hann enn eitt stig móti teirri fullkomnu abstraktiónini, samstundis sum hann er heilt niðri á jørðini, tá hann viðmerkir nútíðarsamfelagið.

Fyrsta yrkingin er eitt fagnaðarkvæði til grótbrotini, sum byrjar við, at yrkjaraegið minnist aftur á tíðina, tá hann arbeiddi við at spreingja og bora í grótbrotinum á Boðanesi. Fleiri av yrkingunum eru gløggar eygleiðingar av ymiskum løgnum, sum er púra vanligt í okkara tið, t.d. Líkskoðan, ið snýr seg um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótepsiligum morðum í krimifilmum. Ein onnur yrking er ein heldur speisk viðmerking til okkara ólavsøkuvanar og onkra aðrastaðni merkjast frustratiónirnar um allar tær óseldu bøkurnar, ið hópa seg upp kring yrkjaraegið.

Tvey sløg av tekstum eru í yrkingasavninum - munurin er frámerktur við ávikavist einari og tveimum stjørnum - ið er sett saman av konsentreraðum yrkingum við fáum orðum á hvørjari reglu og av smáum prosabrotum við gerandisligum og einføldum hugleiðingum um tilveruna, um trúgv og longsulin eftir posti og kærleika. Í báðum pørtum hómast ein filosofisk játtan til antimaterialismu og endamálsloysi; vit kunnu einki taka við okkum, tá vit doyggja. Lívið er eittmál í sær sjálvum, og tessvegna er tað óneyðugt at brúka tilveruna til at leggja ætlanir. Samstundis verður funnist at øllum okkara virknisfremjandi tiltøkum, sum javnan verða uppdaterað, so at alt verður skjótari at gera: “Følnaða leyvið verður ikki sópað saman longur. Tað verður sogið. Alt skal vera so lætt og skundmikið at tað nóg illa sleppur at sveima. At njóta løtuna áðrenn hon verður ævinligt støv...” (s.14)

Undirheitið á bókini er Loyniljóð, fleiri av yrkingunum tykjast onkursvegna afturlatnar kring seg sjálvar, tær upploysast ella flyta seg undan fatanini til ótítøkiligar skuggar, skýggjaflókar og mjørka. Grótbrotið og grótið lívir, og tað sama er galdandi fyri heystlitta leyvið, sum eisini kann brúkast til erotiskar dreymar. Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen er fult av góðum yrkingum og í yrkingini á síðu 84 er yrkjaraegið á veg til himmals í einum báti, sum er drigin upp á turt:

eg fari víðari

taki einki við mær

seti meg í ein bát

sum hevur ligið

á havsins botni

og sum nú

er drigin upp á turt

so eg kann sita í honum

og halda leiðina fram inn í himmalin.

Poetisk einglavernd

gudahøvd.jpg

Sjálvt um bókin við gráu kardúspermuni við reyðum stavum og ongari mynd er merkt av stórum einfeldi og estetiskum lítillætni, er hon ein tann flottasta yrkingabókin, eg havi sæð leingi, bæði hálvfjersaralig og up to date.

Eg hugsi, at hetta er tíggjunda yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen; reyðu stavirnir á permuni eru monumentalir og skriva heitið: GUDAHØVD. Og her eru nógvir gudar og høvd og eisini eitt gudahøvd í bókini, sum forrestin kom uttan tíðindaskriv; Mentunargrunnur Studentafelagsins plagdi annars at vera óførur at skriva og senda út tíðindaskriv afturvið sínum útgávum. Yrkingasavnið er 84 blaðsíður við 38 yrkingum, sum ikki eru heilt ólíkar øðrum yrkingum hjá sama yrkjara. Rannvá Holm Mortensen hevur lagt bókina til rættis og gjørt skreytmyndirnar í bókini; hetta eru ekspressiv og einføld linoprent, ið hóska sera væl til huglagið og stílin í bókini.

Tá eg sigi, at eg haldi meg kenni yrkingarnar aftur, merkir tað yvirhøvur ikki, at yrkingarnar eru av handahógvi merktar ella at tær eru keðiligar á nakran hátt. Tær eru ymiskar, men undirhaldandi sum altíð, tá Jóanes yrkir - onkur einstøk kann fáa lesaran at flenna, meðan onkur onnur vætti eygakrókin. Eg meini bara, at vit eftirhondini kennast við hetta poetiska universið, bæði tí yrkjarin sipar til sínar egnu yrkingar, men eisini tí talan er um ein rættiliga samanhangandi yrkingaheim við einum yrkjaraegi, sum bæði við ovurdirvi og ræðslu á la Munch í sjálvsmyndini millum klokkuna og seingina lýsir sítt egna aldurstreytaða likamsniðurbrot og tann æviga, glúpskt tivandi deyðan.

Kroppurin hevur altíð havt sítt demonstrativa pláss í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen og tá er tað ikki tað vakra, idealiseraða templið, talan er um, men tað seksualiseraða og animaliseraða likamið ella í hvussu er ein staðfesting av, at vit í mongum eru sum djórini. Sjálvt um kroppurin er lýstur frá sínum minni flatterandi síðum; ein ógloymandi lýsing er av øllum prostataharrunum, sum hvørja einastu nátt mugu upp at pissa tríggjar og fýra ferðir, og eina aðra staðni fær skólpurin sítt. Eg mátti satt at siga sprota orðið, tí eg kendi tað ikki, men tað er altso húðarposin uttan um eistuni. Um henda góða pung verður mikið røtt, m.a. verða gamlamannaheinginossur hongd út (!) og hildin at vera andstyggilig. Aja, ikki veit eg, men fyrr ella seinni rakar hon okkum øll, tyngdarlógin. Kvinnulýsingarnar eru ikki so beinleiðis seksuellar sum tær hava verið áður. Vinkulin er kanska meira kerligur og afturlítandi - yvirhøvur sýnist yrkjaraegið minni bombastiskt, meira sjálvkritiskt og eyðmjúkt enn áður. - Hetta minnir meg um eina samrøðu við danska rithøvundin Suzanne Brøgger á DR2 nú eitt kvøldið. Henda 73 ára gamla femme fataledaman varð spurd um hon enn helt fast í sínum sjokerandi djarva uppáhaldið frá reyðsokkatíðini, at hjúnarlagið er einasta slag av lóggildari kannibalismu í samfelagnum. - Í nøkur sekund segði hon ikki eitt orð, men hugdi niður og eg hugsaði: Åh nei, skulu vit nú uppliva eina av hesum óvirðiligu apologiunum frá fólkum, sum einaferð inniliga hava trúð uppá okkurt, tey ikki ordiliga trúgva longur. Men so hugdi hon upp við sínum døkku, glitrandi eygum, og segði avgjørd Ja! Og legði brosandi aftrat: Men det er dejligt at blive spist! Jóanes Nielsen hevur heldur ongar trupulleikar at halda fast í gomlum hugsjónum, sigur eitt nú sína vitan koma frá einum vikuligum skamti av norska arbeiðarablaðnum, Klassekampen, sum hann hevur fingið frá einum vinmanni síðani 2008.

Yrkingarnar snúgva seg um lívið og hugburðurin er eksistentiellur, bæði tá tað snýr seg um ein lítlan norskan fugl, ið finnur sín bana í Norðdepli, um vaksandi einsemi ella tey mongu bíðirúmini, har bíðað verður eftir nýggjum gøgnum, smákøkum ella bara eftir deyðanum. Yrkingin um teir smørelskandi brøðurnar Price er herliga sarkastisk og fær eina heldur óvæntaða vend, tá hon innihaldsliga broytist frá at snúgva seg um fínari matgerð til at handla um proletariska egpersónin og ein poetikk. Ein yrking skal eftir øllum at døma vera ekkaleys og nóg djørv til at stoyta seg út av fjallinum, tí hon má hava álit á teir poetisku einglarnar. Tá tað so onkuntíð hendir, at einglarnir ikki møta upp, verður yrkingin blóðsorað og má taka nakrar magnyl, meðan brøðurnir Price smakka til ta kongaligu sósina.

Jóanes Nielsen er ein framúrskarandi yrkjari. Hansara bestu yrkingar eru sum elasmáar, tættar skaldsøgur, har lesarin fær eina hóming av eini heilari søgugongd, stórum hugsanum og heilum øldum alt í meðan persónarnir verða merkiliga presentir og til staðar beint her og nú. Hetta er t.d. galdandi fyri yrkingina har eitt streymslit elvir til eina forkunnuga vitjan, tá teir báðir lagsbrøðurnir og reformatorisku høvuðspersónarnir, Luther og Melanchton koma á gátt. Og her er fleiri tílíkar luftigar perlur í savninum, t.d. Minni á síðu 8-9 og Innast inni standa vit altíð við eina lending og bíða s.30-32, Triðja bíðirúm á síðu 38 og Mín kæra lampa á síðu 58, ið allar orða lívsins treytir og samanhang.

Gud er ikki til og allíkavæl fær hann eina bøn, tí: “Harri/ vit sum hava avtikið helvitið hinumegin deyðan/ megna ikki at fyribyrgja helviti hesumegin deyðan/ hyklaranna og lygnaranna helviti/ helviti millum stættir og tjóðir/ åh! gev mær aftur tað gamla helvitið/ tað klæðir okkum betur// Dagarnir gerast støðugt steinutari/ vági mær so dánt at siga tað/ men lat meg vera eina urt millum klípini/ er tað ov nógv at krevja/ so bara eitt góðsligt orð sum kvinkar upp eina hurð./ Tak frá mær tað sum eg havi eftir av tonnum/ loys av fingrinum neglirnar/ eg taki til takkar við snøgt sagt øllum/ bara ikki deyðanum....” (Ákallan s.33-36).

Allarbest dámar mær henda yrkjaran, tá hann er mest einfaldur og lítillátin, tá fær hann ómetaliga nógv burturúr eitt nú minnum frá barndóminum. Her er ein lítil fitt søga, hvørs endareglur geva okkum ein frammaná.

 

Innast inni standa vit altíð við eina lending og bíða

 

Ein summardag fyrst í trýssunum

stóð eg einsamallur á lendingini í Skálavík

hevði mítt lítla kuffert í hondini

og sá Smiril hvørva suður um Skálhøvda.

Báturin sum hevði flutt vørur og ferðafólk í land lá

longu fyri teymi

føldi meg vera í dýrastu neyð

tí eg kendi ongan og heldur ongin tók ímóti mær.

 

Ta løtuna hevði eg loymt at pabba átti vinfólk í Skálavík

at hann hevði ringt til sjaførin á postbilinum og biðið hann

havt eyguni eftir mær.

Tí lætnaði tað fyri brósti tá ein maður sum kallaði seg Valdemar kom

til mín og spurdi hvør ið átti meg.

Eg svaraði at Svend og Marjun áttu meg

og at eg skuldi til Skopunar at vitja mammubeiggjan Ásbjørn.

Hann smíltist

kallaði meg vinurin

og saman við postsekkinum og nøkrum vørum

koyrdi hann meg til Skopunar í sínum gula Bedfordi.

 

Tilburðurin rann fram fyri meg ein dagin eg skuldi

heinta abbasonin.

Eg var ov seinur

fann hann einsamallan í skúlagarðinum

og ampin í hansara eygum var ikki ólíkur tí ampanum eg á

sinni kendi suðuri á lendingini í Skálavík.

 

Eg royndi at ugga hann

segði at í veruleikanum er mann ongantíð púra gloymdur

at tað altíð finst onkur Valdemar sum spyr hvør ein er og

hvagar leiðin gongur.

Abbasonurin svaraði at hann kendi ongan Valdemar

og eg segði at Valdemar var ein eingil

og tann dagin vit doyggja

heintar hann okkum í einum gulum bili

og vit koyra avstað ti onkra bygd í Himmiríki

ikki ólík Skálavík ella Skopun.

 

Ivist í um abbasonurin trúði míni einglasøgu

helst er rættari at siga

at hann hesa løtuna í skúlagarðinum lærdi nakað grundleggjandi

um menniskjans kor:

at vit innast inni 

altíð

standa aleina við eina lending og bíða.

gud.jpg
gudahøvd.jpg