Bøkur bøkur bøkur bøkur bøkur
/Sýnisgluggin í Gamla Bókhandli
Í Gamla Bókhandli feira tey Tórodd Poulsen, sum fyllti trýss 15.oktober. Hann verður aftur fagnaður - so dyggiliga - komandi fríggjadag, tá fyrilestrarøð verður í Norðurlandahúsinum um hansara verk. Tiltakið hevur heiti úr Hávamáli: Um allar gáttir, ið sipar til eitt sera umfatandi verk, ið fer um allar gáttir - eisini yvir um markið millum tær ymisku listirnar. Klokkan 10 til 10.30 hevur Turið Sigurðardóttir, professari ein fyrilestur við Tóroddskt klingandi heitinum Nú´ið, minnið og guðs laggadropi. Síðani hevur kendi danski ummælarin, Lars Bukdahl eina sonevnda Tóroddur Poulsen Hit Parade, har hann fer at greiða frá nøkrum sínum yndisyrkingum hjá Tóroddi. Heitið á fyrilestrinum hjá bókmentafrøðinginum, Bergi D.Hansen bendir á skemtiliga bógvin, hann eitur “Góðan dag, eg eiti Niels Finsensgøta, hvussu eita tygum?” og snýr seg um Havnina í yrkingum eftir Tórodd Poulsen. Eg gleði meg at hoyra fyrilesturin, sum er frá kl.11 til 11.30 og eisini at hoyra um drúgva samstarvið millum Steinprent og fjøllistamannin, sum Jan Andersson fer at røða um. Eg haldi sjálv, at hetta er eitt tað týdningarmesta samstarvi yvirhøvur í føroyskari samtíðarlist. Eftir døgverðasteðgin verður forkunnugur fyrilestur frá kl.13-13.30, har kendi danski bókmentafrøðingurin, Peter Stein Larsen fer at seta yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen í norðurlendskt høpi og so er tað Paula Gaard, sum er í holtur við at skriva Phd um føroysk bókmentaummæli og sum fer at greiða frá Tóroddi og ummælarunum. Tað verður áhugavert at hoyra. Eg fari sjálv kl. 14-14.30 at greiða frá bókini, Úr myrkrinum, sum eg havi skrivað um Tórodd Poulsen og at enda fer høvuðspersónurin sjálvur at lesa yrkingar.
Komandi vikuskifti verða bókmentirnar fagnaðar og eg eri spakuliga farin at gleða meg til ta spennandi og fjølbroyttu skránna, sum Norðurlandahúsið borðreiðir við - har eru rættiliga nógv (ókeypis!) tiltøk, sum eg kundi hugsað mær at farið til. Bæði Vencil og Varðin skipa fyri tiltøkum, Sprotin hevur Orð og Tónar og samrøða verður við nakrar av høvundunum, ið vórðu nomineraðir til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins: Sissal Kampmann, Guðmundur Andri Thorsson, Vigdis Hjorth og Kirsten Thorup, ið vann virðislønina. Eitt tiltak snýr seg um tá skrift og tónleikur møtast og ein fyrilestur verður um permugerð, har besta bókaperman skal finnast. Vit, sum hava givið bøkur út, eru sjálvsagt sera spent!
Bókafagnaðurin heldur fram 3.desember klokkan 16 á Reinsarínum, tá verður Carl Jóhan Jensen fagnaður - hann fyllir trýss 2.des og gevur sunnudagin 3.desember út nýggju skaldsøguna, SÆR ein fuglabók av gloymsku, so nú er stund at gleða seg.
http://www.nlh.fo/fo/bokadagar/#/_