Bókaframløga í Listasavninum

Fróðskapur hevur givið út bókina Ævintýr eftir Eyðun Andreassen professara. Í bókini leggur Eyðun Andreassen fram nýggj sjónarmið um tey gomlu ævintýrini.

Eingin riddari á hvítum hesti bjargar nakrari prinsessu í ævintýrunum. 

Eingin fátækur drongur verður kongur av egnum ávum í hesum søgum.

Genturnar í ævintýrunum vinna einsamallar á sínum meinbogum. 

Genturnar eru klókar og vitandi, vita, hvat tær vilja, og hvat tær skulu gera. Tær hava vilja, treysti, tol og seiggj at fremja sínar ætlanir og hava megi, áræði og dirvi at taka um endan, tá ið á stendur.

Dreingirnir í sínum lagi megna einki: Ein legst at gráta, tí hann skal reinska eitt nátthús! Ein leggur seg at sova heima hjá mammu, heldur enn at vera saman við gentuni, ið er góð við hann. Ein vil ikki gera sær fyri skommum, tá hann skal út at berjast, og fjalir seg, og sanniliga um ikki ein fer við eini aðrari, tá hann og gentan endiliga skulu byrja samlívið. Og riddarin á tí hvíta hestinum? Hann verður so firtin av, at gentan einki sigur, at hann vil brenna hana á báli!

Eyðun Andreassen fer aftur um hin fantastiska ævintýrheimin við trøllum, risum, dýrum, ið tosa, umskaptum verum og øllum øðrum gátuførum, ið har er, og finnur meiningar og merkingar frá tíðini tá ævintýrini vóru livandi munnligur skaldskapur á duldum máli, sprottin úr royniligum veruleika hjá frásøgufólkunum. 

Eyðun Andreassen er mentanarfrøðingur og professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur skrivað bøkur og greinar í bløðum og vísindaligum tíðarritum, er royndur fyrilestrarhaldari og hevur javnan verið at hoyra í Útvarpinum við frásagnum um mentanarlig og almen evni. 

 Astri Luihn hevur gjørt permuna á  bókini. 

 Bókin er 188 s. og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 250 kr.

Í sambandi við útgávuna verður bókin løgd fram á almennari samkomu í Listasavni Føroya týsdagin 9. desember klokkan 16. Bókin fæst tá til serprís og høvið verður at fáa hana signeraða.

Vitjandi hava eisini høvi at síggja ta nýggju framsýningina í Listasavninum Gull úr goymsluni.

Grafisk Sambond - myndir

Andreas Schulenburg

Ein rúgva av fólkum var møtt, tá framsýningin Grafiske Forbindelser læt upp í Vendsyssel Kunstmuseum i Hjørring síðsta fríggjadag. Øll verkini á framsýningini eru gjørd í Steinprenti í Havn. Tey tólv listafólkini, sum øll hava havt arbeiðsuppihald á verkstaðnum í Steinprenti eru: Zven Balslev, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Fie Norsker, Bjørn Nørgaard, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Svend-Allan Sørensen og Kathrine Ærtebjerg. Framsýningin heldur á til 1.februar og verður seini at síggja í Kastrupgaardsamlingen og í Norðurlandahúsinum í Havn. Her eru myndir frá upplatingini, verkunum og frá døgunum áðrenn og aftaná, sum Jonas Hvid Søndergaard, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku hava tikið. 

Svend-Allan Sørensen, Claus Carstensen og Nils Erik Gjerdevik práta

Eitt av verkunum hjá Nils Erik Gjerdevik

Jonas Hvid Søndergaard uttan fyri listasavnið

Verkini hjá Julie Sass, Svend-Allan Sørensen og Bjørn Nørgaard

Eitt av verkunum hjá Fie Norsker

Frá framsýningini

Claus Carstensen

Jan Andersson prátar við Jonas Hvid Søndergaard og Joakim Lassen frá fyritøkuni Montana, sum stuðlaði framsýningini

Ein av myndunum hjá Kathrine Ærtebjerg

Fríða Matras Brekku til fernisering

Eitt av verkunum hjá Jonas Hvid Søndergaard

Katalogið 

Katalogið 

Tríggir listamenn undir danabrók

Myndir hjá Svend-Allan Sørensen

Sine Kildeberg og Kinna Poulsen framman fyri myndirnar hjá John Kørner

Ein listamaður á ferð í bunkara við Norðsjógvin

Claus Carstensen

Ein mynd hjá Zven Balslev, sum m.a. snýr seg um søguna Kniven hjá William Heinesen

Jensina mælir til at stuðla listafólkunum - eisini tá vit keypa jólagávur

Jensina Olsen:  

Í Føroyum royna nógv listafólk, at liva av sínum arbeiði. Eg eri ein av teimum.

Tìmarnir eg venji, leggi til rættis, geri roknskap, ringi til fólk, skrivi mailar, ferðist, arbeiði við tilfari osfr, fái eg ikki eitt oyra fyri. 

Eg fái eina løn/honorar, fyri ta løtuna eg eri 'á'. 

Ta løtuna fólk síggja meg í fysiskum skapi, fái eg løn fyri. 

Einki fyri arbeiði áðrenn løtuna eg eri 'á'. 

Fyrireiking, at finna uppá, keypa ting/klæðir/útstýr osfr., verður uppá ein máta ólønt arbeiði. Tað er at kalla 'tann ósjónligi parturin' av listarliga arbeiðnum. Tann parturin nógv fólk ikki kenna til.

Eg verði skattað, eins og tey ið hava eitt vanligt arbeiði. Og so kunnu vit kjakast um, um man ikki skuldi farið og umhugsað ein serligan frádrátt til okkum ið liva av hesum. Ella royna at liva av hesum. 

Fyri at eg kann vera eitt listafólk, ið kann standa við tað ið verður framført og gjørt á palli/studio osfr, er alneyðugt, at eg geri tingini heilhjartað og í samsvar við ta náttúru mínar listagávur hava.

Sum listafólk, havi eg einki val. Eg kann ikki velja, ikki at lurta eftir mínum hjarta, ella mínari keldu. Ella jú, tað kann eg gott, men so verður tað nakað lort, fyri at siga tað sum tað er. Og lorti hava vit nokk av.

Eg kann heldur ikki steðga við at vera listafólk. 

So, tað er á ein hátt eitt vælsignilsi, og á ein annan hátt eitt forbannilsi. Skil meg rætt.

Tí, í tí løtuni eg fari ímóti tíni egnu listarligu náttúru, er slutt. Tá er svik farið fram, móti mær sjálvari, og verkini koma ikki at samsvara við ta søguna sum eg í grundini vildi fortelja. Og eg veit tað, merki tað og tími tað ikki.

So tað krevur í grundini eina stóra styrki, at halda fast í mínum. Í tí eg vil fortelja. 

Listin er sárbar og ótrúliga sterk samstundis. 

Styrkin liggur í tí sárbara.

So ferðin frá spíranum, til eina lidna bók, fløgu, DVD yrkingasaavn er long, og full av mótbrekkum, iva, gleði og øllum tí ið kann gravast fram av lýsingarorðum annars.

Eg arbeiði hart, fyri at kunna liva av at fáast við mína list. Tað geri eg, tí eg eri fødd soleiðis, og eg kann ikki fara nakrastaðni og klaga yvir innihaldið í mær. Har er ikki nøkur strikkota á síðuna av mær. Tað eru fleiri við mær, í okkara landi, ið royna at liva av at vera listafólk. Og sum áður sagt, tað krevur.

Tì havi eg í nakrar dagar gingið og hugsað um, øll ið nú skulu út at keypa jólagávur.

Hugsa tær til, hvussu nógv tað hevur at siga fyri meg, og øll hini djørvu listafólkini í Føroyum, at fólk hugsa um at keypa okkara tilfar, og pakka tað inn? 

Ein bók, eitt yrkingasavn, ein fløga, ein DVD, eitt turriklæði, eitt par av oyrnaringum og túsund onnur ting, liggja úti í handlunum og kunnu lætliga verða pakkað inn. 

Fyri meg merkir tað, at eg betur kann liva av mínari list.

 

Stuðla listafólkunum!

Loftbrúgv og morgunluft til føroyska list

Beint nú verður kunngjørt í Mentanarcaféini í Útvarpinum, at Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommuna, Mentamálaráðið og Atlantic Airways hava skrivað undir sáttmála um ein grunn, har føroysk listafólk kunnu søkja ferðastuðul, tá tey skulu framføra, sýna fram osfr. uttanlands. Hetta hevur verið uppá tal leingi og tað er gleðiligt endiliga at sleppa at uppliva dagin, at ein tílíkur ferðastuðulsgrunnur verður settur á stovn. Grunnurin fevnir um eina millión krónur, spennandi at vita hvussu langt tær røkka í mun til ferðahug og -tørv hjá føroyskum listafólkum. Eg havi ikki nærlisið treytirnar enn, men kanska kundi tað verið eitt hugskot at ein partur av luftbrúnni fór til listafólk, sum búgva uttanlands, og sum koma til Føroya at sýna fram og at framføra og sum hava sera stóran listarligan týdning. Fyribils mugu vit bara fegnast um, at okkurt verður gjørt við hesa serligu avbjóðing, sum føroysk listafólk hava. Við loftbrúnni verður endiliga staðfest, at vit virða okkara listafólk og at vit fegin vilja hava tey út í heimin, tí vit eru errin av teimum. 

Stovugenturnar í Kommandørhúsunum

Fronsk dekadansa við norðurlendskt daprari dýpd á føgrum føroyskum

Upplivingin av leikinum byrjaði kanska longu tá vit sneiddu um hornið við tann nógv umrødda skansan, sum onkur vil vera við bara hevur ligið har forfjónaður í mong mong ár. Mann má bara vóna, at hesir somu mentanarloysingar ikki eisini fáa eyga á Tinganes, sum jú á sama hátt bara hevur ligið har í mong, mong ár og ivaleyst kundi trongt til mentanarligt krút ella alibi. Aja, kanska skuldu vit heldur varðveitt okkara ediliga Skansa júst sum hann er og í staðin fokuserað seriøst uppá list og mentan við støði í vitan og royndum hjá listafólkunum. Tað gera tey í Kommandørhúsinum í hesum døgum, har leikurin Stovugenturnar verður settur upp. Leikurin, sum franski høvundurin Jean Genet skrivaði í 1947 á leið um somu tíð, sum húsini eru bygd, er um tær báðar stovugenturnar, systrarnar Claire og Solange. Meðan frúan í húsinum er úti, spæla stovugenturnar sjónleik; tær lata seg í hennara fínu kjólar og skiftast um at spæla ávikavist frúa og stovugenta alt meðan frælsistrongdin gerst alsamt meira átrokandi. Hetta spælið er stuttligt og festligt við homoerotiskum undirtónum, samstundis sum tað er nøtrandi óhugnaligt og absurd í løtum. Sum leikur fer, stendst ivi um hvør tað í grundini er, sum er mest bundin at verandi valdsviðurskiftum, frúan ella stovugenturnar og hvør megnar at gera upp og broyta støðuna.

Centraleuropeisk dekadansa

Upplivingin av leikinum byrjaði fyri meg við fyrstu hóming av teimum kritahvítu Kommandørhúsunum, sum lýsa upp í vetrarmyrkrinum Yviri við Strond 14. Hesi húsini hava eitt serligt pláss í mínum hugaheimi og tað er ikki bara tí, at mamma mín hevði húspláss har fyri meira enn hálvari øld síðani. Eg havi altíð hildið, at okkurt nøtrandi undirgangskent og stórsligið er yvir hesum húsunum, eitt petti av centraleuropeiskari dekadansu í Havn. Hvítmálaði rimagarðurin er sum skaptur til stráhattar og sherry, alt konseptið tykist íbyrt av onkrum føroyskum Phaeton, sum misti ræði á sólvogninum og fall. Neyvan er tað bara eg, sum havi hesa fatan, hon sæst eisini í fotomyndini hjá Høgna  Heinesen av húsunum, sum verður brúkt til leikplakat.

 

Tilsipingar til 14.september

Frá 1951 vórðu húsini við “Strandvejen” Kommandørhús og eitt symbol uppá danska yvirvaldið í Føroyum. At velja eina tílíka staðseting til ein leik, sum snýr seg um vald og valdsbýti er einki minni enn genialt funnið uppá og í scenografiini eru eisini fleiri tilsipingar til ta ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmark eitt nú í litavalinum og í tilsipingini til 14.september. Sjálvt um ávísir praktiskir trupulleikar vóru, tá eg var til leikin til frumfrumframførsluna, sum m.a. høvdu við sær, at eg ongantíð havi sitið so illa fyrr, er samlaða inntrykkið av leikinum heilt ómetaliga positivt og tað hevði tað helst eisini verið, varð leikurin framførdur á Tjóðpallinum.

 

Kanska kundi sjónvarpið tikið leikin upp?

Søgan um stovugenturnar verður í uppsetingini hjá Tvazz og Christoffer Berdal í Kommandørhúsinum søgd við fronskum raffinement og norðurlendskum djúptøkni, einum framúrskarandi leikriti og eini heilt ómetaliga vakrari týðing hjá Jette Hoydal og Gunnar Hoydal, sum málsliga rakar huglag, tíð og stað, og sum forrestin eisini prógvar, at føroyskt er eitt sera væl fungerandi leiklistamál. Av tí, at eg sum áður nevnt, sat illa, so sá eg ikki alt, ið gekk fyri seg á gólvinum, og tí blundaði eg viðhvørt fyri betur at hoyra orðaskiftið. Tá kundi eg sanna, at leikurin riggar væl, eisini sum hoyrispæl. Eg skilji, at allar sýningar eru útseldar, plássið er eyðvitað avmarkað, kanska kundi sjónvarpið gjørt eina upptøku, so at fleiri sleppa at uppliva áhugaverda leikin. Men annars kunnu tey gleða seg, sum hava ognað sær atgongumerkið til Stovugenturnar, at uppliva málið, húsið, leiklistina og dominatrix, madame Anniku Johannesen, sum er hárreisandi í orðsins bókstaviliga týdningi. Ein karikerað Malificent, ein diabolsk gívur við smáum realistiskum bráum av ísakaldari og oyðandi kontrol, Annika Johannesen skarar veruliga framúr í hesum leiki, men stovugenturnar báðar eru eisini sannførandi. Til forpremieruna var okkurt smávegis, sum ikki var komið heilt upp á pláss enn, men eg ivist ikki í, at tað var áðrenn-byrjanartrupulleikar, ið eru rættaðir nú. Sjálvt um alt snýr seg um Madame, eru tað stovugenturnar, Beinta K. Clothier í leiklutinum sum Claire og Gunnvá Zachariasen í leiklutinum sum Solange, sum hava avbjóðandi høvuðsleiklutirnar við sera nógvum teksti, ovurstórum kenslum og elalítlum plássi. Tað klára tær serstakliga væl, eisini at geva áskoðaranum smá innlit í tey ússaliga lív, sum kanska hvørki høvdu havt meining ella kós, var eingin valdsfrúa til. Stovugenturnar. Tvazz. Leikstjórn: Christoffer Berdal. Pallmynd/búnar: Magdalena Stenbeck. Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen. Framleiðsla: Rakul Thomsen og Klæmint H. Isaksen. 

 

 

Skaldsøgukapping útskrivað

Mynd: Norðurlandahúsið

Tá Bókadagar endaðu í Norðurlandahúsinum í kvøld, var lýst, at okkurt óvæntað skuldi henda. Tað var Kári Árting, stjóri í Rit og Rák, sum greiddi frá, at hann í samstarvi við aðrar bókhandlar skrivaði út eina skaldsøgukapping. Krøvini til hesa skaldsøguna ganga fyrst og fremst út uppá, at hon skal vera ein føroysk samtíðarskaldsøga, ið viðger tilveruna her og nú. Vinnarin fær 50.000 krónur og freistin liggur í september næsta ár. 

Inspirerandi framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti

Ein hugtakandi installatión sett saman av húsaskulpturum og ljósi. Ljósdesign: Andy Brydon

Uttan at eg ordiliga havi uppdagað tað, er ein framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð latin upp í Steinprenti. Hanni Bjartalíð býr í Finnlandi og hevur verið í Føroyum nakrar dagar saman við Andy Brydon frá Curated Place fyri at seta upp verk saman við ljósinstallatiónum í Norðurlandahúsinum. Teir gjørdu omanfyristandandi installatión í Steinprenti og Hanni Bjartalíð nýtti høvið at seta saman eina inspirerandi framsýning við træskulpturum, relieffum og kollasjum. Hanni Bjartalíð er sjáldsama nærlagdur listamaður og sjáldsama arbeiðssamur og tað er sum um, at hansara dynamiski arbeiðsháttur ávirkar listarliga úttrykkið í hansara akkumulerandi verkum. Ljósinstallatiónirnar leggja eina filmsliga dimensión aftrat hesum verki, sum gevur hugasamband við Hitchcock.  Framferðarháttur listamansins er enn sum áður spælandi og sansaligur, stýrdur av intuitión og støðugari tilfarsgransking, og hetta er í grundini í samsvari við altjóða samtíðarlist, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á ta listarligu prosessina. Men hjá Hanna Bjartalíð gerst sjálv tilfarsgranskingin so umráðandi og opin partur av sjálvum úttrykkinum, at tað minnir um eitt slag av dekonstruktión. Listamaðurin kannar og sundurlagar listarligu hugsanirnar í verkum sínum og leggur tær fram í somu verkum, og tað ger hann óansæð um hann málar, teknar, sker, klippur, smíðar ella límar. Tann runda standmyndin er dømi um tilfarskannandi mannagongdina, hann vitar hvat letur seg gera við træi og roynir at vinna á øllum fysiskum avmarkingum.  Framsýningin hjá Hanna Bjartalíð verður hangandi eina tíð, men ljósinstallatiónin skal víðari á ferð longu mánadagin saman við hinum ljósinstallatiónunum í og rundan um Norðurlandahúsið. 

Bókmentir og ljóslist í Norðurlandahúsinum

Nú myrka vetrartíðin nærkast, hava Norðurlandahúsið og Curated Place savnað nøkur listafólk úr Íslandi, Noregi, Føroyum og Bretlandi at sýna fram eina røð av ljóslista-installatiónum. Meðan bókadagarnir verða hildnir, setir listaframsýningin sjóneykuna á sambandið millum frásagn og list. Hetta verður gjørt við installatiónum í Norðurlandahúsinum og í nærumhvørvinum kring húsið. M.a. fer Hanni Bjartalíð at sýna fram eitt dramatisk býarlandslag, sum umframt kendu húsaskulpturarnar fer at fevna um ljós. Verkið er ein rannsóknarferð í fjølbroyttu frásøgufláunum í húsunum,  hann skapar og endurnýtir eisini filmsstubbar og aðrar ljóseffektir. Elisa Artesero brúkar installation, myndatøku, glas og film fyri at fanga ljós-essensin við tekstinstallatiónum. Artessero er sjálv skald og hevur samstarvað við Oddfríð Marna Rasmussen í verkinum kring evnini ‘tráan’ og ‘harðskap’, skapt til framsýningina í Norðurlandahúsinum. Ulf Pedersen fer at skapa eitt leikandi ljósspæl á fasaduna hjá Norðurlandahúsinum, sum sæst úr býnum. Hann tillagar listaverk sítt Lys*Arp, so tað samvirkar við arkitekoniska skapið hjá bygninginum. Kristján Gunnar Kristjánsson, Arnar Leifsson og Orvar Halldorsson sameina síni kynstur sum ljóssniðgevar og livandi grafikk-gandakallar og skapa eina arkitektoniska ljósinstallatión á steinterrassunum  aftan fyri Norðurlandahúsið við bókmentaligum íblástri.

Dress - Finissage

Listamaðurin greiðir frá 

Leygardagin var finissage í Steinprenti, tá framsýningin DRESS hjá Jóhan Martin Christiansen læt aftur. Eftir ætlan skuldi ein bóklingur koma út tá, men hann er seinkaður. Har var fitt av fólki møtt til tiltakið, sum umframt eina listasamrøðu við listamannin eisini kundi bjóða uppá tríggjar sangir hjá og við einum inspireraðum Kára P.  

Ein karyatida og onnur

Smá 25 ár aftaná Hinumegin Ringvegin varð útgivin slapp eg at syngja aftur saman við Kára niðurlagið í Ringulrímu

Áhoyrarar gjørdust sum eitt við videoinstallatiónina

Eg greiddi frá móttøkuni av framsýningini

Skansin innibyrgdur ...

Uttan byggilistarlig ella mentanarsøgulig atlit

Tórshavnar býráð hevur samtykt at betra karmarnar fyri vinnnulívinum, sum virkar á økinum hjá Tórshavnar havn. Ætlanin er leingja molan á Skansabryggjuni, og at víðka verandi økið suðureftir og eystureftir, so pláss verður fyri vaksandi bingju- og ferðafólkaflutninginum. Á henda hátt verður okkara týdningarmesta býareyðkenni frá 15.øld, Skansin, innibyrgdur. Harvið missur hann natúrliga sambandið við havið og søguligu funksjónina sum skansin mótvegis umheiminum. Estetiskt verður bingjuhavnin ikki nøkur vøkur inngongd til býin. Eg haldi ikki, at nakar nýtist at hyggja tvær ferðir eftir modeltekningini fyri at síggja, at inntrivið, sum skal hjálpa vinnuni, er mentanarliga oyðileggjandi. 

Tað er ikki tí, at eg eri skelkað. Yvirhøvur ikki. Vinnan er týdningarmikil og í Føroyum plaga vit at raðfesta vinnuna framum alt annað. Men eg má allíkavæl siga, at eg hevði væntað eitt lítið sindur av støðukenslu og atliti í mun til eitt monument sum Skansan í høvuðstaðnum í tí Harrans ári 2014. Einaferð enn er neyðugt at spyrja hvar mentanarliga atlitið er, hvar byggilistarliga atlitið er aftanfyri avgerðirnar hjá Tórshavnar Býráð. Eg havi hoyrt, at Friðingarnevndin hevur góðkent ætlanina. Tað er mær fullkomiliga óskiljandi hvussu ein friðingarnevnd kann góðkenna eina tílíka ætlan? Er tað so nakað, sum ein friðingarnevnd ikki góðkennir? 

 


Hendan myndin vísir hvussu syndarligt tað sær út við havnarlagið á Tvøroyri, sum áður var so vakurt. Eg havi lænt myndina frá Turið Vestergaard í Dali, hinar eru frá heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.



Listasavnið 25 ár sum sjálvsognarstovnur

Sjálvsognarstovnurin

Listasavn Føroya

25 ár

Sunnudagin 16. november 2014 kl. 13-17

 

Skrá:

Kl. 13-15:  Mítt yndislistaverk

          Fólk, ið hava áhuga í list, siga frá sínum yndislistaverki

 

Kl. 15-16: Listasavn Føroya í framtíðini

Árni Winther Arkitektar greiða frá

           

Kl. 16-17: Tá Listasavn Føroya varð stovnað

Bárður Jákupsson, fyrrverandi leiðari, hugleiðir um, tá Listasavn Føroya gjørdist sjálvsognarstovnur

 

Vit bjóða lagkøku og kaffi. Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.

 

16 stuttfilmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina


Týsdagin 11. november á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. desember. Inn komu fráboðanir um 16 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Tað er gleðiligt at síggja, at talan er um ein vøkstur í mun til í fjør, tá ið 14 filmar komu inn. Eisini er vert at nevna, at fleiri nýggj nøvn at síggja á listanum yvir filmsframleiðarar.

Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listarfilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Longsti filmur, sum er komin inn, er akkurát 30 minuttir og stytsti  filmurin er undir 3 minuttir. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirðislønina á 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina á 15.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Silje Engeness úr Noregi. Hon er stjóri á Kosmorama, Trondheim International Film Festival.


Til ber at keypa atgongumerki til Filmskvøldið 11. desember á nlh.fo 

Og ljósið skínur í myrkrinum...

Konsertir við Tarira

Sjálvt um jólini nærkast í hvørjum, verða hvørki bjølluljóð ella nissutramp at hoyra, tá Tarira undir leiðslu av Kára Bæk hevur kirkjukonsert í Vestmanna kirkju leygardagin 29.nov kl.16 og í Vesturkirkjuni í Havn mikukvøldið 3.des. kl.20. Harafturimóti er takksemið á skránni við tøkk fyri ljósið og fyri sjálva vónina um, at ljósið vendir aftur. Skráin er sett saman av modernaðum kórtónleiki og samtíðarkórtónleiki, umframt at Christina Andersen tekur lut sum gestatónleikari - hon fer at spæla saxofon og fagot á konsertini. Kórtónleikurin, sum verður framførdur, er í fleiri førum skrivaður til bíbilskar tekstir. Tað er kórleiðarin, Kári Bæk, sum eisini er tónaskald, ið hevur skrivað stóran part av tilfarinum, ið kórið hevur vant hetta seinasta tíðarskeiðið. Kórið framførir m.a. dramatiska kórverkið hjá Kára Bæk, In principio erat verbum, sum er komponerað yvir grundleggjandi tekstin um orðið, sum var Guð, og sum endar við vónríku regluni: “Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí”. Tarira framførir eisini vakra kórverkið Visitatio við teksti frá Lukasar Evangelium 1:42-45, sum snýr seg um heilagu løtuna, tá Maria og Elisabeth hittast, báðar við barn. Sjálvt um jólasangir ikki fylla tað stóra í skránni, er jólaundrið týðandi partur í mystiska og intensa verkinum hjá Francis Poulenc, O Magnum Mysterium. Umframt tey religiøsu verkini hevur Kári Bæk eisini brúkt yrkingar hjá Williami Heinesen sum tekststøði í tveimum sangum, sum snúgva seg um ljósvónir í myrkrinum, har tónarnir á dramatiskan, frásagnarligan hátt lýsa ovfarakætið hjá yrkjaraegnum, tá stjørnuleysa myrkrið umbroytist til sólskygdan morgun. - Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertirnar í Vestmanna Kirkju og í Vesturkirkjuni. 



DRESS - Finissage hjá Jóhan Martini Christiansen í Steinprenti

Ferniseringar hava vit hoyrt um áður sum eitt gamaldags heiti fyri eina upplating av eini framsýning. Leygardagin 15. november klokkan 16 verður ein sonevnd finissage, tá framsýningini DRESS letur aftur. Henda serstaka framsýning við videolist og gipsrelieffum hevur hugtikið og vakt undran í Steinprenti nú eina tíð og nú hon letur aftur, verður bók givin út, sum dokumenterar og viðger framsýningina á ymiskan hátt. Í kataloginum er m.a. samrøða millum listamannin og Rannvá Kunoy. Framsýningin í Steinprenti DRESS er sum heild merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfarið og samstundis er tilfarið kanska ikki tað, sum vanliga verður brúkt til føroyska list, her vit enn í stóran mun brúka meira siðbundið tilfar sum máling, lørift og bronsu enn. Eitt dømi um tilfar, sum Jóhan Martini Christiansen dámar væl, er papp, sum hann sær ein serligan vakurleika í og sum hann hevur gjørt gipsavstoypningar av. Tiltakið byrjar klokkan 16, tá fara Kinna Poulsen, Maria Bordorff og Jóhan Martin Christiansen at hugleiða um framsýningina og Kári P fer at framføra nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Anker Mortensen sýnir fram hjá Trap

Øll listaáhugað kunnu fegnast um, at listamaðurin Anker Mortensen eftir øllum at døma er komin afturíaftur eftir ein listasteðg. Hansara vøkru lyrisku abstraktiónir hava ein heilt serstakan spiritualitet, sum eingin annar í føroyskum samtíðarmálaríi og at meta eftir fotomyndum frá framsýningini er øll orsøk til at gleðast um framsýningina hjá Anker Mortensen, sum læt upp leygardagin í Galleri Trap, Søndre Allé  11, 1. sal í Valby. Tað ljóðar frá væl nøgda listamanninum, at nógv fólk vóru til upplatingina. Heitið á framsýningini, Vindurin blæsir hagar hann vil, kemur frá Johannes 3.8 og Anker Mortensen  hevur brúkt hetta heitið í mong ár. Galleri Trap hevur opið mikudag til sunnudag frá klokkan 14-18. Framsýningin er opin til og við 23.november. 



Nils Erik Gjerdevik í Steinprenti

 

 

Sterku spektrallitirnir inni á grafiska verkstaðnum minna í grundini eitt sindur um litirnar uttanfyri, men bara tí eg henda avbera vakra ljósfyllta novemberdag eina góða løtu havi staðið við Dalavegin og gløtt eftir ælaboganum, sum við sínum sannførandi litum kýtur seg upp eftir himmalhválvinum, men bara í hálvan boga, tí mitt í luftini steðgar hann á hvítum skýggjum eitt sindur á sama hátt sum figuratiónirnar í nýggju steinprentunum hjá Nils Erik Gjerdevik sveima á hvíta pappírinum. Men hesin listamaðurin er væl at merkja als ikki áhugaður í náttúrufyribrigdum í sínari list, sum í stóran mun snýr seg um form og sampling og um list. Hann dugir ógvuliga væl at greiða frá sínum hugskotum, so meðan hann greiðir frá fái eg hug at seta meg niður sum til ein góðan fyrilestur.

Hetta er fyrstu ferð, Nils Erik Gjerdevik vitjar í Føroyum. Hann er úr Noregi, men býr og arbeiðir í Danmark, har hann hevur búleikast í mong ár. Hann hevur higartil verið í Steinprenti í fýra dagar og hevur hesa avmarkaðu tíð fingið fýra framúrskarandi prent burturúr til framsýniningina Grafiske Forbindelser, sum letur upp í Vendsyssel Kunstmuseum 28.nov. Nils Erik Gjerdevik er síðsti listamaður í røðini av listafólkum, sum í útivið tvey ár hava arbeitt á verkstaðnum fram móti hesi framsýningini. 

Tó at steinprentini hjá Nils Erik Gjerdevik eru abstrakt, eru tey merkt av frásagnarligum áhuga, sum tú sum áskoðari fært frænir av í teimum horisontalu, widescreen myndunum. Í ásannanini av, at tann totalt abstrakta tilgongdin ikki er møguligt, fæst listamaðurin við forskjótingar av ymiskum skapum og formligum fyrirbrigdum, sum arbeiða í móti og sabotera hvørt annað, so at áskoðarin støðugt verður fluttur eitt vet víðari í huganum meðan hon roynir at fata myndina. Tað eina prentið, sum alt fyri eitt hugtekur meg, tá eg komi inn á verkstaðið, er sett saman av fleiri skapum, einum flótandi óreglugligum silvurgráum skapi, sum liggur omaná onkrum violettum og appilsingulum litfarrum, inni í skapinum er eitt annað skap, sum minnir um tað størra, men ikki heilt og tað vendir heldur ikki heilt á sama hátt. Innaní sæst somuleiðis eitt fragment av einum stríputum, reyðum og bláum rundingi og omanfyri vinstrumegin sæst ein svarthvítur myndaliður á skák, sum onkursvegna tykist heilt øðrvísi av lyndi, greiður, neyvt teknaður við dekorativt bylgjandi linjum eins og í eini teknirøð ella í einari dekorativari illustratión. Men sjálvt um formurin tykist sipa til fleiri ymisk ting, hann minnir um ein bát ella eitt akfar av onkrum slagi, so er okkurt við honum, ið oyðileggur ta assosiatiónina. Á henda hátt spælir listamaðurin við okkara huga, sum í heilum assosierar og byggir upp ymiskar forkláringsmøguleikar, ið verða havnaðir av myndini sjálvari. Stílurin í myndunum er ógvuliga fjølbroyttur, í støðum minna myndabrot um pop art, aðra staðni tykjast linjurnar meira ekspressivar ella mynstrutar sum í op art og á sama hátt hómast mótsetningar í skapum, sum til tíðir eru organisk, meðan tey aðra staðni tykjast meira mekanisk. Listamaðurin arbeiðir við frumskapum sum t.d. sirklum við atliti til hvussu hesi skap hava verið brúkt innan modernismuna. Hetta er alt so heilt ómetaliga áhugavert ein sólskinsseinnapart í Steinprenti, men tað ber ikki ordiliga til at lena seg aftur sum til fyrilestur, tá mín fitti lítli drongur er við og í heilum togar í frakkavelið á mær og gjarna vil viðmerkja, at hann eisini dugir alt møguligt, til dømis at skyna á u, i og a.  – Tað er gott góði, sigi eg og royni at konsentrera meg og fokusera oyruni yvir í móti tí væl talandi og áhugaverda Nils Erik Gjerdevik. Listamaðurin fer avstað aftur í morgin, men til alla lukku verða myndirnar eftir og tær verða við á framsýning í Norðurlandahúsinum í komandi ári.



Allarseinastu eykasýningarnar av EINKI ORÐ

Vegna stóran eftirspurning verða nú allarseinastu eykasýningar av EINKI ORÐ á Tjóðpallinum í kvøld, leygarkvøldið og sunnukvøldið klokkan 19.30. Leikurin er væl umtóktur og fleiri eru hugtikin av hvussu væl ungi leikarin, Sóley Danielsen megnar krevjandi einleikin.

Leikbólkurin InTime Theatre sýnir einmansleikin "Einki orð" á Tjóðpalli Føroya við Sóley Danielsen (FO) sum leikara og Jenný Láru Arnórsdóttir (IS) sum leikstjóra. "Einki orð" snýr seg um lívið hjá einari muslimskari kvinnu, ið stríðist við at sameina sín muslimska samleika við sín samkyndleika.

Hann snýr seg eisini um nógvu fordómarnar, ið valda um islam. Kvinnan er praktiserandi muslimur í New York beint eftir yvirgangsatsóknina t. 11. septembur 2001, og hon og familjan eru fyri nógvum ágangi fyri døkka hár sítt, arabisku nøvnini og fyri at vera ílatin eftir muslimskari siðvenju. 

Við leikinum vilja Sóley og Jenný Lára geva innlit í truplu tvístøðuna, trúgv og samkyndleiki kann seta fólk í, og vísa, at muslimar eru bara menniskju, eins og øll onnur.

"Einki orð" eftir Wendy Graf er fyrsta verk, Jenný Lára og Sóley seta upp við nýstovnaða leikbólkinum InTime Theatre. Jenný Lára er útlærdur leikstjóri frá the Academy of the Science of Acting and Directing í London, haðani Sóley er útlærdur sjónleikari.

Rannvá Danielsen er samskipari av leikinum. 

Jákup Bernhard Brim hevur umsett leikritið frá enskum (“No Word in Guyanese for Me”) til føroyskt. Hann hevur áður umsett "Brúdleypið" eftir A. Chekhov og "Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir" eftir brøðrunum Grimm. Atgongumerki á kr. 150,- fáast á intimetheatre@intimetheatre.com, tlf 592009, við dyrnar ein tíma undan sýning og í VisitTórshavn.

VETRARJAZZ 2015


Tórshavn Winter Jazz Festival 2015

Í døgunum 27. januar til 1. februar 2015 - nú fyri 7. ferð.

Vitjandi bólkar og solistar eru:
Focus (NL), Espen Berg Trio (NO), Arnold Ludvig (DK/Togo/FR), Frisk Frugt (DK), Amine Nouri (Tunis)

Harafturat verða fleiri enn 20 bólkar úr tað blómandi jazztónleikalívinum í Føroyum á skránni.
Havnar Jazzfelag, sum skipar fyri festivalin hevur eisini bjóðað veteraninum Brandur Øssursson at spæla. Samstundis hevur Brandur givið Vetrarjazz loyvi at nýta gamla logoið hjá Tórshavnar Jazz Fólka og Bluesfestivalin frá 1984

Konsertir verða í Tórsgøtuøkinum 27-31. januar: Reinsarínum, Hvonn, Sirkus og Kaffihúsinum í Vágsbotni. 
Leygardagin 31. januar verða konsertr frá kl 14-22 í Norðurlandahúsinum, har m.a. legendariski hollendski bólkurin Focus við Tijs van Leer fer at spæla. Millum mongu hittini hjá Focus, sum eru spæld nógv í Føroyum, kunnu nevnast løgini Sylvia og Hokus Pokus o.fl.

Sunnudagin 1. Februar verða barnakonsertir í Norðurlandahúsinum. Tað er navnframa Jensina Olsen skipar fyri barnakonsertini, ið hon kallar “BarnaTammTamm”.

Atgongumerki til Vetrarjazz 2015 kunnu keypast í forsøla. Billetsølan byrjar týsdagin 11. November kl. 10.00 á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinumwww.nlh.fo ella í Tutl á Kátahorinum í Havn.

https://www.youtube.com/watch?v=DUODEo8SORU

 

Stovugenturnar - leikurin tekur skap í Kommandørhúsunum

 

Lív er í kommandørhúsunum úti við Strond í hesum døgum, ljóðið av venjingum og pallsmíði fyllir gomlu vøkru húsini.

 Nú 16 dagar eru til frumframførsluna, venja tær tríggjar sjónleikarakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Annika Johannessen saman við leikstjóranum Christoffer Berdal, og leikurin tekur alsamt skap.

Klæmint Henningsson Isaksen fæst samstundis við at gera vøkru stovuna klára til at virka sum pallur fyri og karmur um leikin.

Stovan er stór fyri stovu at vera, men sum leikpallur er hon trong, so einans 40 fólk sleppa til hvørja sýning. Tí blívur talan um eina sera intima og forkunnuga uppliving, har ræðuleikin og ørskapurin í leikinum kennist tættur.

Atgongumerkjasølan byrjaði í síðstu viku, og longu nú eru nógv atgongumerki seld. Leikurin verður einans sýndur í 15 dagar, og eingin møguleiki er fyri at leingja spælitíðina, tí onkur leikari skal í gongd við aðra verkætlan beint aftaná hesa.

 Tí verða tað einans tey kviku, ið fáa hesa sestøku uppliving.

Atgongumerki til leikin kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn og bíleggjast á stovugenturnar@gmail.com.

Fylg við hvussu tað gongur við venjingunum á Facebook.com/tvazz

Astrid Andreasen sýnir fram á Býarbókasavninum

 

Býarbókasavnið er karmur um regluligar framsýningar í hølunum á niðastu hædd. Framsýningin hesa ferð er við Astrid Andreasen, sum sýnir fram akvarell-, litblýants- og tussjmyndir.

 

Listarliga virksemið hjá Astrid Andreasen (f. 1948) spennir víða. Hon er virkin innan myndlist, sniðgávu og myndprýðing og vísindaliga illustratión av millum annað djórum og plantum.

Astrid varð fyrst útbúgvin sum broderi- og ítrivslærari frá Kerteminde Husflidshøjskole í árunum 1968-1970, síðani innan tekning og myndaveving frá Århus Kunstakademi í 1984-1986. Í 1990-1991 tók Astrid útbúgving innan vísindaligan illustratiónsteknikk á Jerlesborgskúlanum í Tjärnö, Svøríki.

 

Á framsýningini verða 20 myndir sýndar fram. Motivini eru við íblástri úr hugaheiminum og úr náttúruni. Heimadjór, fiskar, fuglar og blómur.

 

Fernisering er fríggjadagin 7. november kl. 16. Øll eru vælkomin.

 

Framsýningin er at síggja allan november og desember.