Nils Erik Gjerdevik í Steinprenti
/
Sterku spektrallitirnir inni á grafiska verkstaðnum minna í grundini eitt sindur um litirnar uttanfyri, men bara tí eg henda avbera vakra ljósfyllta novemberdag eina góða løtu havi staðið við Dalavegin og gløtt eftir ælaboganum, sum við sínum sannførandi litum kýtur seg upp eftir himmalhválvinum, men bara í hálvan boga, tí mitt í luftini steðgar hann á hvítum skýggjum eitt sindur á sama hátt sum figuratiónirnar í nýggju steinprentunum hjá Nils Erik Gjerdevik sveima á hvíta pappírinum. Men hesin listamaðurin er væl at merkja als ikki áhugaður í náttúrufyribrigdum í sínari list, sum í stóran mun snýr seg um form og sampling og um list. Hann dugir ógvuliga væl at greiða frá sínum hugskotum, so meðan hann greiðir frá fái eg hug at seta meg niður sum til ein góðan fyrilestur.
Hetta er fyrstu ferð, Nils Erik Gjerdevik vitjar í Føroyum. Hann er úr Noregi, men býr og arbeiðir í Danmark, har hann hevur búleikast í mong ár. Hann hevur higartil verið í Steinprenti í fýra dagar og hevur hesa avmarkaðu tíð fingið fýra framúrskarandi prent burturúr til framsýniningina Grafiske Forbindelser, sum letur upp í Vendsyssel Kunstmuseum 28.nov. Nils Erik Gjerdevik er síðsti listamaður í røðini av listafólkum, sum í útivið tvey ár hava arbeitt á verkstaðnum fram móti hesi framsýningini.
Tó at steinprentini hjá Nils Erik Gjerdevik eru abstrakt, eru tey merkt av frásagnarligum áhuga, sum tú sum áskoðari fært frænir av í teimum horisontalu, widescreen myndunum. Í ásannanini av, at tann totalt abstrakta tilgongdin ikki er møguligt, fæst listamaðurin við forskjótingar av ymiskum skapum og formligum fyrirbrigdum, sum arbeiða í móti og sabotera hvørt annað, so at áskoðarin støðugt verður fluttur eitt vet víðari í huganum meðan hon roynir at fata myndina. Tað eina prentið, sum alt fyri eitt hugtekur meg, tá eg komi inn á verkstaðið, er sett saman av fleiri skapum, einum flótandi óreglugligum silvurgráum skapi, sum liggur omaná onkrum violettum og appilsingulum litfarrum, inni í skapinum er eitt annað skap, sum minnir um tað størra, men ikki heilt og tað vendir heldur ikki heilt á sama hátt. Innaní sæst somuleiðis eitt fragment av einum stríputum, reyðum og bláum rundingi og omanfyri vinstrumegin sæst ein svarthvítur myndaliður á skák, sum onkursvegna tykist heilt øðrvísi av lyndi, greiður, neyvt teknaður við dekorativt bylgjandi linjum eins og í eini teknirøð ella í einari dekorativari illustratión. Men sjálvt um formurin tykist sipa til fleiri ymisk ting, hann minnir um ein bát ella eitt akfar av onkrum slagi, so er okkurt við honum, ið oyðileggur ta assosiatiónina. Á henda hátt spælir listamaðurin við okkara huga, sum í heilum assosierar og byggir upp ymiskar forkláringsmøguleikar, ið verða havnaðir av myndini sjálvari. Stílurin í myndunum er ógvuliga fjølbroyttur, í støðum minna myndabrot um pop art, aðra staðni tykjast linjurnar meira ekspressivar ella mynstrutar sum í op art og á sama hátt hómast mótsetningar í skapum, sum til tíðir eru organisk, meðan tey aðra staðni tykjast meira mekanisk. Listamaðurin arbeiðir við frumskapum sum t.d. sirklum við atliti til hvussu hesi skap hava verið brúkt innan modernismuna. Hetta er alt so heilt ómetaliga áhugavert ein sólskinsseinnapart í Steinprenti, men tað ber ikki ordiliga til at lena seg aftur sum til fyrilestur, tá mín fitti lítli drongur er við og í heilum togar í frakkavelið á mær og gjarna vil viðmerkja, at hann eisini dugir alt møguligt, til dømis at skyna á u, i og a. – Tað er gott góði, sigi eg og royni at konsentrera meg og fokusera oyruni yvir í móti tí væl talandi og áhugaverda Nils Erik Gjerdevik. Listamaðurin fer avstað aftur í morgin, men til alla lukku verða myndirnar eftir og tær verða við á framsýning í Norðurlandahúsinum í komandi ári.