Mentanarkafé í útvarpinum í dag

Hósdagin 9. oktober kl. 17.00-18.00

Mentanarkafé úr Norðurlandahúsinum, har Kringvarpið sendir beinleiðis útvarp. Lagt verður upp til eina tíma við aktuellum og hugvekjandi tosi, tónum og tonkum. Gestir eru Margretha Næs, sum júst hevur fingið M.A. Jacobsen virðisløn og Christina Elisabeth Mørkøre, sum hevur sungið í nógvum sangleikum uttanlands, og hon fer at framføra ein sang eisini. Grønlendski bólkurin Small Time Giants framførir og kjakast verður um mentanarmiðling

Mentanarsosialurin kemur fríggjadagin

Fríggjadagin 10.oktober er Mentan aftur í Sosialinum. Hesa ferð við eini fantastiskari flottari plakat eftir Una Árting, eini inspirerandi grein eftir Silju Strøm um listaheimin í Skotlandi. Les tríggjar áhugaverdar samrøður við ávikavíst Jóanes Nielsen, Annfinn Heinesen og Jóhan Martin Christiansen. Í Mentan er eisini ein spennandi grein um evropeiskar ímyndir og sjálvsmynd okkara. Meinhard Jensen hugleiðir um Hermann Jacobsen og Kyndavalsin. Harumframt eru bókaummæli og ein greining av, hvussu E-bókin fer at ávirka bókabransjuna. Sjálvandi er barnamentanarsíðan aftur í blaðnum. Og hesu ferð bjóða vit eisini lesaranum til listakviss, so vit kunnu bergtaka okkara næstu við vitan um list.

Mentanarkvabbabbilsir á veg móti ævinleikanum

 

Í bókapráti í útvarpinum í morgun viðmældi ein bókavørður ymsar bøkur á Býarbókasavninum, sum hon eftir øllum at døma ikki hevði lisið meginpartin av. Eg ivist ikki í, at hesin bókavørðurin lesur nógv, hon nevndi okkurt av tí síðst í sendingini, sum hon hevði lisið, men allíkavæl fekk hesin bókatátturin, har tíndaskriv verða siterað og googlaðar upplýsingar av hvat onnur halda um ymiskar bøkur verða nevndir, meg at hugsa um hetta ikki er okkurt serligt fyri mentanarmiðling í okkara tíð, at mentanarmiðlingin í rættiliga stóran mun er merkt av grunnskygni og vantandi innliti, sum í síðsta enda man koma av vantandi virðing av mentanartilfari í samfelagnum. Mentanarmiðlingin í Føroyum er annars vaksandi í løtuni, helst orsakað av einum ætlandi vaksandi fólksligum áhuga. Fríggjadagin kemur Sosialurin til dømis við sínum mentanarblaði og sama fríggjadag er Dimmalætting aftur á gøtuni við tveimum síðum, sum hvørja viku verða settar av til mentan. Hetta er í sær sjálvum ein uppraðfesting av mentanartilfari, ið tykist positiv. Eftirhondini er ikki býur, bygd ella lokaløki heldur, sum ikki hava mentanardagar á skránni, har skipað verður fyri framsýningum, útferðum, føroyskum dansi, fólkafundum, fyrilestrum, kvøldsetu, gaman og álvara, filmsýningum, brøgdum, matsølu, tivoli og tombola, andaligum fundum og guðstænastum, barnatiltøkum, poppkonsertum og øllum møguligum øðrum, sum rúmast undir tí sera breiða mentanarhugtakinum. Í útvarpinum er mentanarsendingin In mente ella mentanarcafé eina ferð um vikuna og harumframt  diska tey eisini upp í sjónvarpinum við mentanarsendingini Grind 3.hvørja viku. Nú kunnu vit tískil ikki longur finnast at vantandi mentanaráhuga nøgdarliga sæð í føroyskum miðlum. Spurningurin er so bara hvussu tað stendur til við dygdini og dýpdini í teimum ymisku mentanartiltøkunum og í mentanarmiðling og fatan.

 

Vit hava meira frítíð í dag enn nakrantíð og tey flestu, sum eg kenni, hava ikki tíð til alt møguligt, sum tey kundu havt hug til. – “Nei, mann kann ikki alt” siga vit og nikka yvir á hvørja aðra í Keypsamtøkuni, áðrenn vit skunda okkum til hús at tendra fyri Facebook og Huffington Post og Ekstrabladet og BT ella portalinum og øllum teimum týdningarmiklu tíðindunum um elskulig djór og fólk, sum hava verið ordiliga fitt og hetjulig beint áðrenn tey doyðu ella um spennandi hendingar, sum “will make our skin crawl”. Alt hetta tilfarið hevur tað til felags, at tað tekur ómetaliga stutta tíð at sodna, upp til 10 sekund, men tíggju ferðir tíggju gevur hundrað og soleiðis rennur tíðin sum streymur í á. Ekstrabladet liggur á deyðastrá sum pappírsblað, men um vit telja internetklikk, er blaðið ein sannur mastodontur í kongaríkinum. Sum eg segði við næmingarnar í gjár: Sjálvt EG lesi idiotiskar greinar í Ekstrabladet.dk (men eg posti teir væl at merkja ongantíð á FB, tað geri eg heldur við greinar í Information, The Guardian, Artforum og tílíkt).

 

Eg eri ikki tann, sum máli fanan á veggin orsakað av mentanarbroytingum. Eg lærdi meg sjálv at lesa í einum donskum Anders And blaði í hálvfjersunum. Eg hugsi, at tað gongur bara væl við lesingini, og at støðan við móðirmálinum er nógv batnað síðani. Og so leingi sum vit tosa saman, eri eg ikki ørkymlað fyri málinum hjá soninum, sjálvt um hann dugir bæði danskt og enskt sjey ára gamal og eg eri heldur ikki ørkymlað í mun til telduspølini, sum hann spælir og sum hann lærir nógv av (sjálvt um eg sjálvandi haldi tað vera upplagt at lagt føroyska talu á nøkur av teimum best dámdu spælunum í ein vissan fart – hey, kundi hetta ikki verið uppløgd mentanaríløga hjá teimum nýslignu makrel- og alimilliarderunum, nåh ikki?).

 

Nei, tað sum ørkymlar meg mest er vit vaksnu og okkara vantandi áhuga fyri intellektuellari áherðslu og hugdýping. Vit googla í staðin fyri at uppliva, vit facebooka í staðin fyri at samskifta, vit smápráta í staðin fyri at ummæla, vit mentanarsnikksnakka í staðin fyri at viðgera, mentan er undirhald, vit rósa í staðin fyri at kritisera, vit royna at skáka okkum undan bókmentaligum torleika og vit tora væl at viðganga, at vit ikki fata list - tað er ikki so farligt og vit vitna um vánaligar matvanar. Okkara børn og ungu kopiera okkum í øllum sum vit gera, eisini tað andaliga dølsknið verður skrásett av unga ættarliðnum, sum sæð burtur frá nøkrum einstøkum originalum outsidarum, raðfestir kropp og tað materiella nokkso ovarlaga. Tíðin her á foldum tykist kanska meira dýrabær enn nakrantíð hjá okkum priviligeraðu, sum royna at leingja um livitíðina við at konservera okkum likamið sum frægast við heilsugóðum kosti, grønmeti og proteinum. Royking og feitt er fyri tey undirpriviligeraðu og tey skítbýttu, meðan vit skilabetru, sum ikki ætla okkum nakra æðrakálking i úrtíð, renna okkum ein frískligan túr í heilum. ja, ævinleikin er nakað væl minni populerur í dag enn hann var á døgum Kingo, tá hann í 17.øld yrkti sálmin Keed af verden, kier ad himmelen, ið staðfesti, at alt okkara stríð á foldum er grundað í fáfongd. Jarðarlívið kunnu vit ikki líta á, heldur Kingo, tá hann skrivar: Hvad er mine Aar, / Som smugende svinder og snigende gaar? / Hvad er min Bekymring? mit Tankefuld Sind? / Min Sorrig? min Glæde? mit Hovedis Spind? / Hvad er mit Arbeyde? min Møye? min Sved? / Forfængelighed, / Forfængelighed. Sjálvt um nógvir føroyingar eru trúgvandi, tykist álitið á ævinleikans paradís ikki forða teimum í einari ávísari materiellari akkumulering her á foldum, vit økja um okkara ogn og venja okkara kropp næstan sum vit ætla at hava bæði ogn og kropp við okkum inn í deyðsríkið. Eg haldi, at vit í størri mun eiga at venja okkara sinn og miðsavna okkum um tað mentala og um felagsskap við øðrum menniskjum. Í okkara tíð eri eg vís í, at tørvurin á mentalum førleikum er stórur. Tað er líka við, at tørvur kenst á at toga Nietzsche gamla fram aftur og hansara útsøgn um, at heimurin er djúpari enn dagurin hugsaði, tí tað er hann, og listin er ríkari, men bert um vit virða hana og gera okkum stóran ómak, tá vit viðgera hana. 

Matisse á MoMA

Tað hevði kanska ikki verið so galin heystferiuætlan, at farið ein svipp á MoMA... Ein framsýning við pappírsklippum hjá franska listamanninum Henri Matisse letur upp 12.oktober í Museum of Modern Art í New York. Framsýningin "Henri Matisse: The Cut-Outs" (Oct. 12, 2014-Feb. 8, 2015) er gjørd við støði í eini roynd at konservera høvuðsverkið Svimjihylurin frá 1952 og í summar var hon at síggja í Tate í London, har heili 560.000 vitjandi sóu hana.

Bókakafé á Býarbókasavninum við Lisbeth Nebelong

Fyrsta bókakaféin í heyst verður mánakvøldið 6. oktober kl. 19.30

Rithøvundurin Lisbeth Nebelong fer at tosa við Helenu Dam á Neystabø um skaldskap sín.

Lisbeth Nebelong hevur skrivað væl umtóktu Føroyatrilogiina, sum byrjaði við Når engle spiller Mozart (2003) og helt fram í Færøblues (2008). Í ár kom seinasta bókin í røðini: Møde i mol.

Mánakvøldið fer Lisbeth Nebelong at lesa upp úr Møde i mol og svara spurningum frá áhoyrarunum.

DRESS - Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti - upplating

Í gjár læt upp framsýningin DRESS í Steinprenti. Her eru nakrar myndir frá upplatingini.

FOTO: Steinprent, John Dalsgarð og Kinna Poulsen. 

DSC_0008.jpg

Arnold Vegghamar í Galerie Focus

Fríggjadagin 10. oktober kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Arnold Vegghamar upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Á framsýningini í Galerie Focus eru 33 málningar, teir flestu eru málaðir í 2013 og 2014. Málningarnir eru at síggja á www.galeriefocus.com

Í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjaldsom styrki, listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri.

Arnold Vegghamar málar náttúruna har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar - tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Heimsmyndin sær annarleiðis út enn vit sansa - listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu heimsmynd bygd á vilja og skapanarmegi.

Munur á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málningarnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.

 

Fernisering og konsert í Vektarbúðini

Fernisering við Jón Sonna Jensen og konsert við Benjamin Petersen

í Vektarbúðini í Vestmanna sunnudagin 5. oktober 2014, kl. 16.00

Norðstreymoyar Heimavirkisfelag skipar fyri fyrstu listaframsýningini í søgu felagsins. Tá felagið varð stovnað í summar, var eitt av endamálunum at stuðla undir mentanarlig tiltøk í gamla handlinum hjá Niels hjá John. Felagið vil byrja við ungum listaspírum úr Norðstreymoy, og heiðurin sum fyrsta listarfólk at sýna fram fær Jón Sonni Jensen. Somuleiðis fáa vestmenningar loksins høvi at hoyra Benjamin Petersen í heimbygdini.

Jón Sonni Jensen hevur lisið BA Fine Art á Norwich University College of the Arts í Onglandi.

Jón Sonni viðger menniskjakroppin sum evni. Hansara avmyndan av mannakroppinum tekur støði í altjóða læknavísind og mikrolívfrøði. Í hesum sambandi leggur hann serligan dent á ymisk ástøði og framgongdir innan læknavísindaligari tøkni. Tøkni, sum alsamt tykist at broyta, hvussu menniskjan verður ímyndað og hvussu vitanin um samleika hennara broytist í heilum.

Jón Sonni arbeiðir í høvuðsheitum við skulptur, tekningum og talgildari list.

Umframt myndlist sína tekst Jón Sonni eisini við at myndprýða barnabøkur, plátuhúsar, grafiskari- og innandura sniðgeving.

Benjamin Petersen er yrkistónleikari. Bæði sum sangari og gittarleikari í egnum bólki og sum tónleikari hjá eitt nú Hanusi G. Johansen, Teiti og Eivør hevur Benjamin víst seg sum eitt heilt serligt talent.

Benjamin er eisini tónleikaframleiðari og hevur framleitt tónleik fyri eitt nú Petur Pólson, Guðrun og Bartal, Gipsy Train, The Absent Silver King og Ave.

Sum yrkistónleikari ferðast Benjamin nógv uttanlands, og serliga í Týsklandi hevur tónleikurin hjá honum vunnið fram.

Benjamin Petersen dugir ómetaliga væl at syngja á ein hátt sum tykist púra ómakaleysur og lættur, samstundis sum hann ber fram eina ørgrynnu av kenslunuansum.

 Jón Sonni hevur myndprýtt plátuhúsan hjá bólkinum AVE, ið Benjamin Petersen er partur av. Rustikt vakri, einfaldi og feminint maskulini plátuhúsin rakar fullkomiliga huglagið í tónleikinum. Húsin er matt gráur við einum ávikavist bláum og grønum rundum, dekorativum blómumynstri, ið snarar seg kring nøvnini á teimum báðum AVE monnunum.

 

Tað er ein stórur heiður at hava fingið í lag hesa fernisering og konsert í lag í Vestmanna.

Listarverkini verða sýnd fram til og við leygardegnum 25. oktober 2014. Opið er samstundis sum Norðstreymoyar Heimavirki hevur opið: mik. – frí. kl. 15 – 17, og ley. kl. 11 – 15.

 

 

 

Til lukku, Kim og hini

Í dag vórðu mentanarvirðislønir Tórshavnar Býráðs handaðar í Müllers Pakkhúsi. Helena Dam á Neystabø bað vælkomin og hugleiddi um ómissandi týdningin av bókmentum og síðani sang Tórshavnar Kamarkór tvær kompositiónir hjá ávikavíst Kára Bæk/Janus Djurhuus og Leif Hansen/Bjørgfinni Nielsen. Kim Simonsen fekk M.A.Jacobsens heiðurslønina fyri fagrar bókmentir fyri bókina Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesu megin hetta áratúsund. Vár Í Ólavstovu, sum er limur í dómsnevndini, grundgav fyri valinum og lýsti bókina sum eina listarliga heild og síðani handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri Kim Simonsen heiðurslønina á 35.000 krónur. Kim Simonsen helt røðu, sum endaði við, at hann las upp úr einum komandi savni. Erling Isholm grundgav fyri hví Óli Olsen fekk M.A.Jacobsens heiðurslønina fyri sína bók um bátasmíð; Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð. Hann takkaði m.a. Mentanargrunninum og helt kanska eitt sindur spoyskliga fyri, at veitingin frá Mentanargrunninum rakk til hálvan rættlestur. Virðislønina fyri mentanaravrik fekk Margreta Næs fyri at seta gongd á ljóðbókaframleiðslu í Føroyum. Margreta Næs takkaði fyri, at virðislønarnevndin dugdi at síggja virði í ljóðbókum. Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs varð latin Elini á Rógvu fyri hennara stóra arbeiði innan barnamentan, sum m.a. telur sangleikin við sangum hjá Hans Andriasi Djurhuus, Sangur í mjørka. Hon fekk 35.000 krónur og helt eina røðu, sum nam við málið og sum í støðum tóktist eitt sindur beisk, tá hon tosaði um hvussu lítið arbeiðið við barnamentan verður virt. Hon sipaði m.a. til eitt kjak, sum skal hava verið í sambandi við, at hon fekk eitt ára starvsløn frá Mentanargrunninum. At enda framførdi Tórshavnar Kamarkór Alduna í útseting hjá Sunleif Rasmussen.

Arkitekturardagar í Havn

ARKITEKTURUR Í VÆLFERÐARSAMFELAGNUM

Árligi arkitekturardagurin verður settur í Müllers Pakkhúsi í Havn fríggjadagin 3. oktober kl.17.00.

Heðin Mortensen, borgarstjóri bjóðar vælkomin

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, setur dagin

Svend Sivertsen, formaður arkitektafelagsins, letur framsýningina upp

 

Í Müllers Pakkhúsi er ein framsýning við heitinum “Arkitekturur í vælferðarsamfelagnum”. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 5. oktober.

Á framsýningini verða arkitektaverkætlanir sýndar fram, sum lýsa evnið “Arkitekturur í vælferðarsamfelagnum”.

Arkitekturpolitikkur er á dagsskránni, í sambandi við, at tað er í umbúna at orða ein føroyskan arkitekturpolitik. Á framsýningini verður møguleiki at kunna seg nærri um, hvat hetta arbeiði snýr seg um.

Arkitekturur er eitt avgerandi amboð, tá innrættingar í samfelagnum skulu gerast. Arkitekturur fevnir um øll mannaskapt átøk. Flestu ivast ikki í, at vælferðarstovnar so sum skúlar, sjúkrahús og tjóðarsøvn eru fevnd av hugtakinum “arkitekturi”. Men arkitekturur fevnir eisini um mannaskaptar innrættingar í náttúruni. Eitt nú útbygging av vegakervi og havnaløgum, staðseting av vindmyllum og størri planlegging av býum eins og innrætting av almennum rúmum í býum og á bygd.

Vit vilja fegin lodda dýpið í dagsins vælferðarsamfelagi og hoyra kvalifiseraðar meiningar um, hvønn veg vælferðarsamfelagið flytur seg, ella eigur at flyta seg.

Stórar rembingar í fíggjarheiminum, veðurlagsbroytingar og minkandi tilfeingi, setur krøv til okkum og okkara evni til at handla við skili. Nógv mannaskapt átøk eru gjørd uttan arkitektonisk fyrilit, og peningur og virði eru farin til spillis.

Tær íløgurnar sum nú verða gjørdar í samfelagnum mugu og skulu virka til at vit nógv ár framm, fáa eitt vælvirkandi samfelag har fólkið trívist. Eitt samfelag har fleiri leggjast aftrat og ikki flyta frá, sum daprar forsøgnir vilja vera við.

 

 Tiltøk:

 

Fríggjadag, leygardag og sunnudag 3.-5.oktober

Framsýning í Mullers pakhúsið:

Arkitektaverkætlanir

LV: A-politikkur

TK: Kommunuplanur og miðbýarkappingin

Framsýningin er opin: Frí: 17-19, Ley: 12-18, Sun: 14-18

 

 

 

 

Fríggjadag , leygardag og sunnudag 3.-5.oktober

Cirkus

Ark.filmar verða vístir  fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld kl.19 og kl.21.

 

Leygardag 4.oktober

Upplivingartúrur

Landsverk skipar fyri rundvísing í fyrrv. Natostøðini á Sodnfelli

Bussur fer frá Skálatrøð kl.14:00

 

Sunnudagin 5.oktober

Fyrilestur “Grøðandi byggilist”

Tórmóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum, tosar um psykiatri í Føroyum

Árni Winther, arkitektur, greiðir frá útbyggingini av Landssjúkrahúsinum.

 

 

Annað:

Undirvísing á skúlum

Landsverk skipar fyri temaundirvísing í arkitekturi á hesum 5 skúlum:

Giljanes, Tofta skúli, Venjingarskúlin, kommunuskúlin, Ósánna.

Soleiðis er nýggja Dimma...

Man ikki flest mentafólk hava fingið við, at Dimmalætting kemur út í næstum? Og man ikki flest fólk frøast um, at eitt blað aftrat kemur út í Føroyum? Tað geri eg, havi í mong ár longst eftir einum føroyskum dygdarblaði, sum kemur einaferð um vikuna. Eg lurti eftir DR viðhvørt, men hoyri ikki upp í tey, sum líka leggja í Kringvarpið og føroysk bløð, tí tey hava nóg mikið í Weekendavisen, P2 og DR K.

Eg vil hava føroyskt perspektiv og tað fari eg at fáa, siga teir, menninir aftanfyri nýggju gomlu Dimmu. – Takk sigi eg og túsund takk, nú tað vísir seg, at eg havi fingið kjans við nýggju Dimmu og skal fáast við list- og mentanarpartin í nýggja blaðnum. Eftir ætlan verða minst 2 síður um vikuna mentanarsíður og tað er ikki so galið. Umframt ummæli og aktuellar viðgerðir av ymiskum mentanarligum, sum fyriferst, verða eisini fastir tættir, t.d. vikuyrkingin, eitt konsept, sum er líka smalt sum tað er stolið beinleiðis frá Weekendavisen. Harumframt fara vit at spyrja mentanarbrúkarar um listaupplivingar og annað, eins og vit biðja ymisk fólk venda aftur til okkurt listaverk, sum tey kanska hava eina aðra meining um nú enn tá verkið kom. Tað fyrsta av endurvitjaðu verkunum verður bókin Barbara hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og fyrsta ummælið snýr seg um framsýningina hjá Hansinu Iversen í Listasavni Føroya. 

Listasamrøður í Listasavni Føroya

Foto: Norðlýsið

Tvey mikukvøld í oktober verður samrøða millum Edward Fuglø og Nils Ohrt um tey bíbilsku relieffini, sum listamaðurin hevur gjørt til Christianskirkjuna.

Mikukvøldið 1. oktober 2014 kl. 19.30  verður greitt frá teimum fyrstu fimm relieffunum, frá "Boðanini" til "Jesu dóp".

29. oktober verður greitt frá hinum fimm relieffunum, frá "Jesus mettar 5000"  til "Himmalsferðina".

Ókeypis atgongd.

 

Listasavn Føroya

Elin J.Smith fyllir 50


Í dag fyllir Elin J.Smith 50 ár. Listakvinnan er føroysk, men býr og arbeiðir í Danmark, í Silkeborg, har hon hevur búsett seg saman við manninum, Kaj, hundum og kettum og eini ørgrynnu av myndum - harav hon sjálv ikki hevur gjørt so fáar. Sum listakvinna kunnu vit siga, at hon er uttan fyri tað etableraða listalívið, sjálvt um eftirnavnið avdúkar, at hon er í familju við eina av okkara størstu listakvinnum. Elin J.Smith framsýnir javnan heima í Føroyum, t.d. í Smiðjuni í Lítluvík, á Ólavsøku- og Várframsýningum og er yvirhøvur ein sera virkin listakvinna. Hon hevur verið eitt ár á listaháskúlanum í Holbæk og gekk seinni á Billedskolen á Nørrebro. Hon er ikki løtt at seta í bás, kanska tann rúmligi outsider artist básurin passar í onkrum førum. Myndamálið hjá Elini J.Smith er vilt og inniligt, eins og tað er figurativt og primitivt við grefligum, ofta óblandaðum litum og tíðum uttan nakra serliga undirmáling - hetta økir um ráa, skitsukenda úttrykkið. Kollasjurnar, sum hon hevði við á Ólavsøkuframsýningini í ár eru góð dømi um hennara humor og originala myndaliga hugsunarhátt, samstundis sum eingin ivi er um, at hon fær nógvan íblástur frá vinmanninum Tóroddi Poulsen, sum hon hámetir bæði sum yrkjara og myndlistamann. Málningarnir hjá Elini J. Smith minna um myndirnar hjá Henrik Have, sála, ið ofta brúkti orð og setningar sum part av myndunum. Tað ger Elin J.Smith eisini tíðum í myndum, ið eru viðmerkingar til ymiskt, ið fyriferst. Á einari mynd sæst ein ørgrynna av flóttarfólkum, ið eru kjokkað í ein bát og rópa um hjálp, á einari aðrari mynd er ein kona við at sveitta burtur meðan hon ger reint. Sostatt tekur Elin upp evni, sum vit ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist og her hugsi eg bæði um globalar og lokalar/biologiskar trupulleikar. Tað er gerandisdagurin við sínum ikki serliga sublimu løtum við reingering og innkeypi og sveittaherðindum, sum koma, tá tann tann óperfekti, svikaligi, biologiski kroppurin fer í skiftisár. Elin Josefina Smith er ein herliga øðrvísi listarødd, sum ger samlaðu myndina av listini fjølbroyttari. Takk fyri tað og hjartaliga til lukku við føðingardegnum.


Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs


Ein av vinnarunum í fjør, Katrin Ottarsdóttir

Hósdagin 2. oktober 2014 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn verður latin.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens

Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Heri Ólason Dam, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnir við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Øll eru vælkomin

Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 2. oktober, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Til ber at lesa meira um mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á heimasíðu Býarbókasavnsins www.bbs.fo

Vegna nevndir Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, býarbókavørður, og Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður

 

 

Føroyskar yrkingar í útlondum

Í hesum døgum floyma føroyskar yrkingar um útlond, í Brússel, í Gøteborg og ymsastaðni í USA síggjast føroyskar yrkingar á fronskum, á svenskum og á enskum. Sissal Kampmann, Katrin Ottarsdóttir and Marjun Syderbø Kjelnæs eru týddar til svenskt, tað er Anna Mattson, sum er kvinnan aftan fyri týðingarnar. Fjalir hjá Tóroddi Poulsen eru týddar til enskt, har er tað Randi Ward, sum breiðir yrkingarnar út til alsamt fleiri fólk at lesa. Seinasta bragd hennara er at lesa í Catch & Release. Colombia: A journal of literature and art. Tað var Roald van Elswijk, sum týddi yrking hjá Tóroddi Poulsen til hollendskt og franskt fyri transpoesifestivalin í Brússel

http://catchandrelease.columbiajournal.org/2014/08/28/five-poems-in-translation-by-randi-ward/

 

 

Kathrine Ærtebjerg í Steinprenti

Í skrivandi stund stendur danska listakvinnan Kathrine Ærtebjerg á verkstaðnum í Steinprenti og fullfíggjar teir síðstu steinarnar, so at teir verða klárir at prenta hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku. Tey hava havt eitt sera arbeiðsligt vikuskifti í Steinprenti og tó, at listakvinnan ikki hevur verið her so langt tíðarskeið, er væl fingið burturúr. Umframt tær tvær stóru myndirnar, sum eru gjørdar til ferðaframsýningina, Grafisk Sambond, sum letur upp í Vendsyssel Kunstmuseum 28.nov og í Norðurlandahúsinum í næsta ár, er hon eisini í gongd við at arbeiða uppá fýra smærri myndir, sum ikki tykjast minni áhugaverdar.

 

Heili átta ár eru liðin síðan Kathrine Ærtebjerg seinast vitjaði á verkstaðnum og síðani er eyðvitað nógv hent, m.a. er verkstaðurin fluttur úr Listasavninum og oman á Skálatrøð. Hjá Kathrine Ærtebjerg hevur tíðin heldur ikki staðið still, hon hevur havt stórar framsýningar m.a. í hølunum hjá Kunstforeningen Gammel Strand og í Galerie Mikael Andersen, og hon var somuleiðis eitt av útvaldu listafólkunum, sum fyri fýra árum síðani fekk heiðursuppgávuna at prýða nýumbygda partin av Amalienborg.

Á sama hátt sum í myndunum hjá listamanninum John Kørner plaga litir at hava ein týdningarmiklan høvuðsleiklut í myndunum hjá Kathrine Ærtebjerg, hetta eru ofta sevjumiklir flótandi spektrallitir, sum mynda umhvørvið hjá hennara ævintýrkendu figurum, sum ikki sjáldan hava eitthvørt óskikkiligt yvir sær. Myndaheimurin er figurativur við abstraktum og surrealistiskum staklutum, sum seta úr gildi tyngdarlógir og tílík vanlig atlit. Tað er somuleiðis galdandi fyri nýggju myndirnar, sum Kathrine Ærtebjerg er í gongd við í skrivandi stund, men hesa ferð hevur hon ikki brúkt so nógvar litir. Hetta hongur saman við, at hon fyri tíðina arbeiðir nógv við blýanti, greiðir hon mær frá. Hon hevur annars ikki brúkt blýant nógv fyrr í tíðini, men nú tóktist tilgongdin við blýantum onkursvegna natúrlig, tá hon skuldi tekna á litografiska steinin. Umframt litografiskan blýant varierar Kathrine Ærtebjerg grafiska úttrykkið við ljósari gráum, sum hon hevur fingið burturúr dusti frá litoblýantinum og harumframt brúkar hon eisini pensil onkrastaðni. Hon brúkar viskileður í myndgerðini, tá hon t.d. viskar fram skapið av einum summarfugli. Í teimum smærru myndunum hevur Kathrine Ærtebjerg arbeitt við nøkrum tekstum hjá romantiska yrkjaranum, Christinu Rosetti, sum í nøkrum førum eru endurgivnir í myndini. Tær báðar stóru myndirnar eru ikki heilt lidnar enn, men ímynda báðar eina droymandi gentu, sum er staðsett mitt á myndaflatanum í onkrum flótandi umhvørvi við einum stórum summarfugli á høvdinum. Myndirnar hava eitthvørt poetiskt yvir sær, tær eru sera einfaldar, men summarfuglurin og gentan elva til søgur um umskapan og íblástur í huganum hjá áskoðaranum.