Arnold Vegghamar í Galerie Focus
/Fríggjadagin 10. oktober kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Arnold Vegghamar upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Á framsýningini í Galerie Focus eru 33 málningar, teir flestu eru málaðir í 2013 og 2014. Málningarnir eru at síggja á www.galeriefocus.com
Í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjaldsom styrki, listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri.
Arnold Vegghamar málar náttúruna har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar - tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Heimsmyndin sær annarleiðis út enn vit sansa - listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu heimsmynd bygd á vilja og skapanarmegi.
Munur á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málningarnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.