Listasamrøður í Listasavni Føroya
/Foto: Norðlýsið
Tvey mikukvøld í oktober verður samrøða millum Edward Fuglø og Nils Ohrt um tey bíbilsku relieffini, sum listamaðurin hevur gjørt til Christianskirkjuna.
Mikukvøldið 1. oktober 2014 kl. 19.30 verður greitt frá teimum fyrstu fimm relieffunum, frá "Boðanini" til "Jesu dóp".
29. oktober verður greitt frá hinum fimm relieffunum, frá "Jesus mettar 5000" til "Himmalsferðina".
Ókeypis atgongd.
Listasavn Føroya