Kathrine Ærtebjerg í Steinprenti
/Í skrivandi stund stendur danska listakvinnan Kathrine Ærtebjerg á verkstaðnum í Steinprenti og fullfíggjar teir síðstu steinarnar, so at teir verða klárir at prenta hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku. Tey hava havt eitt sera arbeiðsligt vikuskifti í Steinprenti og tó, at listakvinnan ikki hevur verið her so langt tíðarskeið, er væl fingið burturúr. Umframt tær tvær stóru myndirnar, sum eru gjørdar til ferðaframsýningina, Grafisk Sambond, sum letur upp í Vendsyssel Kunstmuseum 28.nov og í Norðurlandahúsinum í næsta ár, er hon eisini í gongd við at arbeiða uppá fýra smærri myndir, sum ikki tykjast minni áhugaverdar.
Heili átta ár eru liðin síðan Kathrine Ærtebjerg seinast vitjaði á verkstaðnum og síðani er eyðvitað nógv hent, m.a. er verkstaðurin fluttur úr Listasavninum og oman á Skálatrøð. Hjá Kathrine Ærtebjerg hevur tíðin heldur ikki staðið still, hon hevur havt stórar framsýningar m.a. í hølunum hjá Kunstforeningen Gammel Strand og í Galerie Mikael Andersen, og hon var somuleiðis eitt av útvaldu listafólkunum, sum fyri fýra árum síðani fekk heiðursuppgávuna at prýða nýumbygda partin av Amalienborg.
Á sama hátt sum í myndunum hjá listamanninum John Kørner plaga litir at hava ein týdningarmiklan høvuðsleiklut í myndunum hjá Kathrine Ærtebjerg, hetta eru ofta sevjumiklir flótandi spektrallitir, sum mynda umhvørvið hjá hennara ævintýrkendu figurum, sum ikki sjáldan hava eitthvørt óskikkiligt yvir sær. Myndaheimurin er figurativur við abstraktum og surrealistiskum staklutum, sum seta úr gildi tyngdarlógir og tílík vanlig atlit. Tað er somuleiðis galdandi fyri nýggju myndirnar, sum Kathrine Ærtebjerg er í gongd við í skrivandi stund, men hesa ferð hevur hon ikki brúkt so nógvar litir. Hetta hongur saman við, at hon fyri tíðina arbeiðir nógv við blýanti, greiðir hon mær frá. Hon hevur annars ikki brúkt blýant nógv fyrr í tíðini, men nú tóktist tilgongdin við blýantum onkursvegna natúrlig, tá hon skuldi tekna á litografiska steinin. Umframt litografiskan blýant varierar Kathrine Ærtebjerg grafiska úttrykkið við ljósari gráum, sum hon hevur fingið burturúr dusti frá litoblýantinum og harumframt brúkar hon eisini pensil onkrastaðni. Hon brúkar viskileður í myndgerðini, tá hon t.d. viskar fram skapið av einum summarfugli. Í teimum smærru myndunum hevur Kathrine Ærtebjerg arbeitt við nøkrum tekstum hjá romantiska yrkjaranum, Christinu Rosetti, sum í nøkrum førum eru endurgivnir í myndini. Tær báðar stóru myndirnar eru ikki heilt lidnar enn, men ímynda báðar eina droymandi gentu, sum er staðsett mitt á myndaflatanum í onkrum flótandi umhvørvi við einum stórum summarfugli á høvdinum. Myndirnar hava eitthvørt poetiskt yvir sær, tær eru sera einfaldar, men summarfuglurin og gentan elva til søgur um umskapan og íblástur í huganum hjá áskoðaranum.