Elin J.Smith fyllir 50


Í dag fyllir Elin J.Smith 50 ár. Listakvinnan er føroysk, men býr og arbeiðir í Danmark, í Silkeborg, har hon hevur búsett seg saman við manninum, Kaj, hundum og kettum og eini ørgrynnu av myndum - harav hon sjálv ikki hevur gjørt so fáar. Sum listakvinna kunnu vit siga, at hon er uttan fyri tað etableraða listalívið, sjálvt um eftirnavnið avdúkar, at hon er í familju við eina av okkara størstu listakvinnum. Elin J.Smith framsýnir javnan heima í Føroyum, t.d. í Smiðjuni í Lítluvík, á Ólavsøku- og Várframsýningum og er yvirhøvur ein sera virkin listakvinna. Hon hevur verið eitt ár á listaháskúlanum í Holbæk og gekk seinni á Billedskolen á Nørrebro. Hon er ikki løtt at seta í bás, kanska tann rúmligi outsider artist básurin passar í onkrum førum. Myndamálið hjá Elini J.Smith er vilt og inniligt, eins og tað er figurativt og primitivt við grefligum, ofta óblandaðum litum og tíðum uttan nakra serliga undirmáling - hetta økir um ráa, skitsukenda úttrykkið. Kollasjurnar, sum hon hevði við á Ólavsøkuframsýningini í ár eru góð dømi um hennara humor og originala myndaliga hugsunarhátt, samstundis sum eingin ivi er um, at hon fær nógvan íblástur frá vinmanninum Tóroddi Poulsen, sum hon hámetir bæði sum yrkjara og myndlistamann. Málningarnir hjá Elini J. Smith minna um myndirnar hjá Henrik Have, sála, ið ofta brúkti orð og setningar sum part av myndunum. Tað ger Elin J.Smith eisini tíðum í myndum, ið eru viðmerkingar til ymiskt, ið fyriferst. Á einari mynd sæst ein ørgrynna av flóttarfólkum, ið eru kjokkað í ein bát og rópa um hjálp, á einari aðrari mynd er ein kona við at sveitta burtur meðan hon ger reint. Sostatt tekur Elin upp evni, sum vit ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist og her hugsi eg bæði um globalar og lokalar/biologiskar trupulleikar. Tað er gerandisdagurin við sínum ikki serliga sublimu løtum við reingering og innkeypi og sveittaherðindum, sum koma, tá tann tann óperfekti, svikaligi, biologiski kroppurin fer í skiftisár. Elin Josefina Smith er ein herliga øðrvísi listarødd, sum ger samlaðu myndina av listini fjølbroyttari. Takk fyri tað og hjartaliga til lukku við føðingardegnum.