Kvæði í list

 

The Ballad in Faroese Art

Listasavn Føroya 27.6. – 30.8. 2015

Kvæði og myndlist

Gomlu kvæðini eru mentanarligt DNA í føroyskum siðaarvi. Tey liva enn við sítt fríska lív í dansinum. Kvæðini vóru eisini keldan til nútímans føroyska skriftmálið, tá tað varð endurreist í 1800-árunum.

Eisini í listini hava kvæðini og dansurin verið eitt væl umtókt myndevni hjá mongum myndlistafólki. Gitnasta lýsingin av serliga Sjúrðarkvæðunum eru málaðu relieffini hjá Williami Heinesen í Kommunuskúlanum í Havn, kend av ættarliðum av skúlabørnum í høvuðsstaðnum.

Á okkara døgum hevur Astri Luihn, sum sjálv hevur granskað kvæðaløgini, givið kvæðunum eina modernaða tulking.

Annars er tað mest dansurin, sum hevur givið listini íblástur, frá Emil Krause yvir Sámal Joensen-Mikines og Janus Kamban til Olivur við Neyst, Edward Fuglø og óbeinleiðis Inga Joensen. Álvarsemi, dynamikkur, felagsskapur, kæti og skemt seta dám á hesar lýsingar, sum avspegla, at dansurin gongur fyrr sum nú.

Framsýningin á Listasavninum hevur samband við altjóða kvæðaráðstevnu-na, Ballad Conference, sum verður í døgunum 20. – 24. juli í Havn í samstarvi millum H.N. Jacobsens Bókhandil, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Tvey av tiltøkunum á ráðstevnuni verða á savninum. Sí heimasíðuna hjá ráðstevnuni www.ballads2015.fo

Framsýningin heldur fram til 30. august, tó avbrotin í viku 31, tá Ólavsøkuframsýningin sum vant fyllir savnið.

Framsýningin letur so upp aftur í viku 32 og heldur fram allan august mánað.

Til framsýningina eru 12 dupult postkort givin út við myndum av einum listaverki og umtalu av tí.

Av tí at ráðstevnumálið er norðurlendsku málini og enskt, er teksturin á postkortunum enskur. Bæði føroysku kvæðini eins og føroysk list eiga eisini at fáa altjóða uppmerksemi.

 

Vinaliga heilsan LISTASAVN FØROYA

 

Nú er tað ikki stuttligt meir...

Mynd: Hitt føroyska skjaldraveldi

Fáir løgmenn munu hava elvt til so nógva satiru og kreativt skemt sum núverandi løgmaður. Og ikki kann sigast annað enn at núverandi BADH samgonga hevur verið ófør í mun til at tendra og vekja ta annars durvandi politisku listina her á landi. Og júst nú, tá tað í grundini yvirhøvur ikki er stuttligt meir, nú øll smíl eru fánað og pínligheitin yvir, at løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen ikki alt fyri eitt játtaði sítt misbrot, breiðir seg. Tað er spell - hann hevði sýnt sær sjálvum, sínum embæti og sínum landi størri virðing um hann alt fyri eitt viðgekk, at hann segði ósatt fyri bæði tingi og Føroya fólki og tók avleiðingina og fór frá. 

Hetta er enn ein ørkymlandi óstøða í føroyskum politikki, sum verður drigin út inntil august, men í staðin fyri at drýpa høvur, kunnu vit kanska í staðin brúka tíðina uppá at flenna eitt sindur at politisku listini, sum kom burturúr leiðsluni hjá Kaj Leo Holm Johannesen. Her eru nøkur dømi. Ovast er tað rámandi viðmerking frá karikaturteknaranum Óla P. Síðan kemur ein táttur ella eitt nýskjaldur frá hinum spíska og stuttliga Skjaldraveldinum alias Carl Jóhan Jensen, sum hevur gjørt manga herliga lýsing av løgmanni. Síðani eru nakrar broderaðar myndir hjá Randi Samsonsen, har hugleitt verður um nakrar ávikavíst falskar og býttisligar útsagnir hjá løgmanni. Heini Festirstein hevur eisini gjørt nakrar stuttligar myndir við støði í samstarvinum millum løgmann og Kára P.Højgaard og øllum misálitisroyndunum hjá andstøðuni, sum allar hava verið sum at sletta vatn á gás. Tvey tónaskøld, Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen tóku stig til eina happening í Sandagerði við grillaðum pylsum "Vit liggja ikki við Kaj, men spæla á sandinum". Føroyaportalurin eigur filmsbrotið "Tak for boykottet", sum upprunaliga er frá Degi og Viku og sum FP hevur tónsett við tónleiki frá Klovn. Løgmaður er nú farin í summarfrí, men áðrenn vit vita av er hesin mánaðin av og løgmaður má í holtur við at pussa sær silvurið til búnan og tá er bara heilt stutt til at vit, fólkið í Føroyum sleppa at velja og harvið at úttrykkja hvat vit halda um tað, sum gongur fyri seg á Føroya Løgtingi.

http://oli.portal.fo/nasadjarvur.html

 

 

 

Lögmans-rím á ólavsöku

 

Eitur nú kallur okkurt og senn,

í munni hevur  hann níggju  tenn,

hongur so úti á nesinum,

skolar niður í vesinum

meylandi úti á fjesinum:

„Eingin skal nú úr útlandi,“

lovar hann so talandi,

„fáa stertin á uppboði,

fari tað so karmoðið,

frítt at eiga

frælst skal vera

hvørjum tí, sum tað kann greiða

at fáa alt so slætt forerað.

Slætt forerað.“

 

Brestir kallur nú upp á nakka

Teldu kann so væl at pikka,

fast í gólv at traðka

heldur fram at brakka:

„Ja,halgadoyð

Og fimm hurrá,“

Fettir hann seg afturá,

„Tað kann eg nú svørja uppá,

meðan eg larri á nesinum

og tað rennir í vesinum,

stýrið heima á klettinum,

tálgareygað í knettinum,

verja skal sum kellingin,

tí soleiðis er nú hellingin,

vælferð krevur sparingar,

flatan skatt

og snaringar,

uppi er nú niðri

sum vestur er í eystri,

aftari so fyrri

sum fanin er í lestri,

satt er övugt

og líka frægt,

hvítt so reytt

sum hart er bleytt,

tá er nú

og nei er jú,

men tó er satt á bókum skrivað

uttan blokk kann eingin liva

nei,her skal standa í onkrum líki

ævigt,

ævigt,

mítt hanaríki,

einki muna nakran veg,

eingin krevja at kvíða seg,

ja,spilling,

villing,

hillingá,

nei,kleim tú tína stórutá.

Tingsins sekstan og so ein

byggist kirkja á tann stein,

æra mín og krákubein.

Krákubein.

 

Ja, ússa, dússa, dulla, deyð:

Bróti eg nú náðis-breyð,

taki sild

Og fimm makrelar

Metti fólkið við vinstru hond,

tað skal frættast í onnur lond,

Ja, syðst í Beneluxum:

Mínir seðlar

Saktans kunnu

halda tvinnum buksum.

 

Men sektin liggi á kringvarpsroksi

ábyrgd so sum öðrum flogsi,

alt tað bera oyravoks,

standi meg í hvørjum foksi

innan bæði og uttanfloks.“

 

Gaggar hann so á fjesinum,

fattur, brattur

á nesinum

skolar hann niður á vesinum,

hesin, sum eitur okkurt senn,

í munni hevur so hvassar tenn.

Ja, tað veit denn.

Ja, tað veit denn.

Hitt føroyska skjaldraveldi

Heini Festirstein

Heini Festirstein

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

 

 

Olaf Johannesen fekk Reumert-virðislønina

Olaf Johannesen er besti sjónleikari av sínum kyni í danska kongaríkinum – tað er staðfest fleiri ferðir hesi seinastu árini og nú hevur eisini eydnast honum at fáa eina Reumert- virðisløn. Í einum óvanliga lívligum príshandanarshowi varð kunngjørt sunnukvøldið, at dómsnevndin hevði valt føroyska sjónleikaran framum hinar tilnevndu at fáa ársins Reumert fyri trinnar framúrskarandi leiklutir í hesum leikárinum sum Adolf Eichmann í leikinum Samtale før døden, fyri leiklutin sum Hendrik Höfgen í Mefisto og fyri leiklutin sum Proctor í leikinum Heksejagt (Hatursfuglar) á Det Kongelige Teater. Hjartaliga til lukku, Olaf, vit gleða okkum til at síggja teg á einum føroyskum leikpalli um vónandi ikki alt ov langa tíð -  Lesið stóru samrøðuna við Reumert-vinnaran í komandi Dimmalætting.

KOYR Á OLAF!

 Fínu myndina tók Natascha Thiara Rydvald

Sjálvt um tað í sær sjálvum er ein óvanliga stórur heiður at vera innstillaður til eina Reumert-virðisløn fyri besta mannliga høvuðsleiklutin fyri heilar tríggjar leiklutir, má eg siga, at eg eri sera spent í dag, nú tað skjótt verður kunngjørt hvørjir ársins vinnarar vera. Og sjálvt um hini, sum eru tilnevnd, ivaleyst eru dugnalig, so má eg viðganga, at eg við næstan líka óhemmaðari passión sum ein føroyskur fótbóltsviðmerkjari haldi við tí 53 ára gamla sjónleikaranum úr Havn - KOYR Á OLAF!

Tað ber til at fylgja við í virðislønarhandanum á DR K longu frá klokkan seks í kvøld við práti og ymiskum. Til virðislønarhandanina verða Tue Biering og Jeppe Kristensen vertir. At verða innstillaður til Reumert-heiðursløn í kategoriini Ársins mannligi leiklutur fyri tríggjar høvuðsleiklutir, staðfestir, at talan er um ein sjáldsaman sjónleikara av heilt serligum karat. Olaf Johannesen hevur verið ómetaliga arbeiðssamur hesa seinastu tíðina og hann hevur havt sjáldsama nógvar høvuðsleiklutir, sum hava verið fagnaðir og sera jaliga ummældir. Fyrr í ár vann Olaf Teaterpokalen fyri leiklutin sum Adolf Eichmann í leikinum Samtale før døden og nú er hann eisini tilnevndur ein Reumert fyri sama leiklut. Harumframt er hann tilnevndur fyri leiklutin sum Hendrik Höfgen í Mefisto og fyri leiklutin sum Proctor í leikinum Heksejagt (Hatursfuglar) á Det Kongelige Teater.

Ársins Reumert fevnir um eina røð av virðislønum fyri leiklistarlig avrik í Danmark. Tað er Bikubenfonden, sum veitir fíggjarliga grundarlagið handan Ársins Reumert, sum varð stovnað í 1998. Latnar verða 16 virðislønir umframt 10 talentvirðislønir. Endamálið við hesum virðisønum er at heiðra tey størstu innan danska leiklist og at økja um áhugan fyri sjónleiki í Danmark. Virðislønin er uppkallað eftir sjónleikaranum Poul Reumert, sum livdi frá 1883-1968. Tað er ein nevnd, sum innstillar og ger av hvør skal hava virðislønirnar. Limirnir í hesari nevnd eru ummælarar ella fólk, sum onkursvegna eru knýtt at donskum sjónleiki. Í núverandi nevndini sita: 

 

  • Teateranmelder, cand.mag., Anne Middelboe Christensen, Information
  • Kunstnerisk leder, cand.mag., Charlotte Mors, Danseværket
  • Forfatter & teaterkritiker, Gregers Dirckinck-Holmfeld, Gregersdh.dk
  • Skuespiller, Uddannelsesansvarlig for Skuespil og Prorektor, Henning Sprogøe, Statens Scenekunstskole
  • Teateranmelder, mag.art., Henrik Lyding, Jyllands-Posten
  • Teaterredaktør, cand.mag., Jakob Steen Olsen, Berlingske
  • Kulturredaktør, Lene Kryger, Fyens Stiftstidende & Fyns Amts Avis
  • Rektor, ph.d, Mads Thygesen, Dramatikeruddannelsen
  • Festivalchef, kunstnerisk leder, Michael Bojesen, Copenhagen Opera Festival
  • Teaterredaktør, mag.art., Monna Dithmer, Politiken
  • Chefredaktør, Rie Hammer, Teater 1
  • Programmedarbejder, cand.mag., Tore Leifer, DR

 

Í komandi Dimmalætting 27.juni verður eitt áhugavert spildurnýtt viðtal við Olaf Johannesen um m.a. týdningin av virðislønum og innstillingum og um arbeiðið sum sjónleikari. 

Havnarprent - List á Býarbókasavninum

 

 

Býarbókasavnið sýnir mentanarnáttina fram grafisk prent, sum øll á onkran hátt hava samband við Havnina, fleiri hava tilvísingar til bókmentir. Prentini eru framleidd í Havn á Skálatrøð í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum undir leiðslu av Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku er vorðin ein livandi mentanarstovnur í Tórshavn, har hópin av listafólkum hava høvi til at arbeiða við grafikki á høgum støði, og har áhugaverdar framsýningar javnan verða skipaðar við bæði føroyskum og útlendskum listafólkum. Steinprent gevur eisini bøkur út og samstarvar við m.a. bókmentatíðarritið Vencil um upprunagrafisku permuna í ritunum.

Luttakandi listafólkini eru Zacharias Heinesen,  Bárður Jákupsson,  Rannvá Kunoy,  Bjørn Nørgaard, Marius Olsen,  Torbjørn Olsen, Jonas Hvid Søndergaard,  Fríða Matras Brekku og  Zven Balslev.

Framsýningin letur upp fríggjadagin, tann 12. juni, kl. 16 og verður hangandi alt summar.

Är man lydig belönas man och hyllas, revolterar man mister man allt.

Hugleiðing eftir Tórbjørn Jacobsen í sambandi við filmin Tusen bitar um Bjørn Afzelius:

Ein sunnudag fyri nøkrum árum síðani, eg var til guðstænastu í Glyvra kirkju, fer presturin undir at viðgera ungdómsbyltingina, og hon fekk eina breiðsíðu, sum segði spar tvey til alt annað. Tað skiltist á lagnum, at hevði Guð ikki steðgað eini aðru syndaflóð við ælaboganum, tá Hann gjørdi nýggja pakt við kjøt heimsins, so var hon byrjað í 1968. Skeitti mær yvir á vangan á einum kendum socialdemokrati, hann sat konufólkamegin, og ivaleyst hevur ækvivalensur verið ímillum skallar okkara, tað helt eg meg síggja, vit báðir skiltu onki av hesum svarta missiónssnakkinum, og tað man vera fyrsta ferðin, at tað hevur verið um reppið, at eg eri rýmdur í øðini frá eini kirkjugongd.

”L´année 1968, je la salue avec sérénité.” “Eg bjóði árinum 1968 vælkomnum við friði í sálini.” Á skíggjanum gamlaárskvøld í 1967 tosar Generalurin, franski forsetin Charles de Gaulle, til tjóðina. Hann leggur afturat: ”Eg dugi ikki at síggja nakra ábending í framtíðini um, so langt sum eg kann síggja, at Frakland fer at vera herjað av eini kreppu, soleiðis sum tað so ofta er komið fyri áður.” Fýra mánaðir seinri spruttkókaði tað á universitetum og verksmiðjum, samfelagsins undirskóg, ein alliansa ímillum studentar og verkafólk, var ávegis til hin drúgva og magnfulla marsjin ígjøgnum institutiónirnar, sum Rudi Dutschke hevði tosað fyri. Og skjótt stóð allur vesturheimurin í andaleypi. Í einum eldi. Betongformatiónirnar hjá makthavarunum og kapitalinum stóðu fyri falli, autoriteturin skalv í sínum grundvølli, og líkamikið hvussu tað hepnaðist ella ikki, so var úrslitið eitt væl opnari samfelag, har tónleikurin og sangurin eisini tóku seg til rættis á rókunum í frælsara orðaskiftinum.

Var bara 12 ára gamal tá hetta hendi, og tað man vera ivasamt hvørja ávirkan buldrið og brakið inni á meginlandinum hevði á ein óvita, sum gekk í stuttum brókum á eini skótalegu suðuri á Sandi, saman við klaksvíkingum, men onkur skyldmaður, sum var farin ta tá óvanligu leiðina í Hoydalar at ganga í skúla, ella eitt lítið sindur seinri, hevði tevjað til nýggja rákið. Í vikuskiftunum greiddi hann okkum frá um nakrar rebelskar fýrar, ið vóru farnir at hevja uggafjarðarnar í Dalinum Fagra. Hann lat okkum skeita í næmingablaðið Vitan, og hetta var annað stoffið enn tað sum stóð í Dimmu, ið tá var hvørsmansogn umvegis abonnement. Flestu føroyingar ivaðust ikki í, at Guð hevði hevnt seg fyri eitthvørt, og hevði endurskapt Sodoma og Gomorra í Hoydølum. Um tær leiðir rókust øll ólíkindir. Hetta var vanliga sjargongin kring um landið.

Tá vit komu har í 72, fingu vit um kjalarslóðina á hesi byltingini, - politiskt og musikalskt. Skúlagongdin var ein viðfáningur. Tað ráddi um at forvinna sum mest til ølkassarnar við donskum fílum, onkur festi sær í eina feita, og so gingu tær flestu næturnar við at kjakast um hvør ið var frægari ella verri - Fidel Castro, Tito, Kim il Sung, Mao Tse Tung ella Enver Hoxha, ikki sørt at onkrum dámdi Josef Stalin eisini, og sum viðskera lurtaðu vit eftir Debess & Petersen, Donovan, Sume, Rasmus Lyberth, Beatles, Jimi Hendrix, Rolling Stones, Sebastian og Hoola Bandoola Band.

Har hoyrdu vit hesa snjallu røddina á fyrsta sinni, røddin sum kom at fylgja okkum tey næstu mongu árini og ger tað enn. Björn Afzelius. Hetta var nakað annað enn at hoyra rómapoppin hjá Hootenanny Singers ella Hep Stars. Hesir hóskaðu inn i vinstrahalla umhvørvið, melodiirnir vóru fínir, og sosiala indignatiónin og politisku stríðsrópini í tekstunum fóru beint undir húðina og skallabeinini. Eyðkenda nasala og snjalla toneringin var ikki ólík henni hjá einum øðrum tónleikaflogviti – John Lennon. Björn var føddur í 1947, og kom tí bóltandi beint inn í hesa tíðina, tá heimurin koppaði. Rockandi og rullandi tónleikurin festi í hann, og slepti honum ongantíð aftur, hóast brigdini seinri gjørdust rúmari. Elvis Presley gjørdist stóra fyrimyndin. Hesin setti ferð á sangin, Beatles settu ferð á guitarspælið og Bob Dylan fekk hann at skilja, hvønn týdning yrkingin kann hava afturvið tónleikinum.

Heilt tilvildarliga hittust teir báðir Mikael Wiehe í 1970, og tað var Wiehe sum eggjaði honum til at fara undir at yrkja. Teir gjørdust ein norðurlendskur pendantur til Lennon-McCartney. Í Hoola Bandoola Band og seinri við so mong onnur høvið. Annars fekk Afzelius ikki sín fyrsta Hagström guitara frá pápanum fyrrenn í 1964, tá hann var 17 ára gamal. Tástaðni lærdi hann at spæla uppá.

Eftir at Afzelius var látin, tóku Steintór Rasmussen og aðrir stig til at geva nakrar av sangum hansara út í føroyskari týðing. Var mentamálaráðharri, tá plátan kom á marknaðin, og konsert varð hildin í Norðurlandahúsinum. Í røðuni hetta kvøldið rósti eg produktinum, væl frágingið, men eg skilti ikki hví sangurin “Tankar i Havanna” ikki var við í sortimentinum. Visti at hann hevði havt eina rættiliga passión fyri Cuba, tað vóru vit fleiri sum høvdu og enn hava, og tá hann í sanginum sigur:

 

Jag går längs Malecònpromenaden och känner mig rörd och stolt
Och stärk inför kommunismens idè som enade Kubas folk
Att resa sig mot förtryckarna och sen slänga de ut i sjön
Jag tänker på hur vi har det därhemma

Ja, - so sigur hetta nakað um, hvussu sensitivur og emotionellur hann var.

Kenslurnar eru farnar avstað við honum, og júst hendan serliga tropukommunisman hjá Fidel Castro gjørdist kanska í meira lagi ein trúarsøk. Tann dagin tú varnast handaru síðuna á medaljuni, sært inn í skitnu bakgarðarnar og varnast, at eisini her verður leninistiska hevdin hildin um, at eftirlit er betur enn álit, tá koppar trúgvin, og í bókini “Einaferð í Havanna” er hann eirindaleysur. Helst er hetta ein endurminnandi bók. Hann vendir cubansku kollveltingini fult og heilt bakið, og einastaðni skrivar hann: “Hevði Ché verið á lívi ídag, so hevði hann av sínum eintingum verið farin niðan í politbureau´ið við eini automatkarabin og avrættað alt hetta harkaliðið við riflukúlum.” Tað kennist sum spektrið er annaðhvørt svart ella hvítt, har eru ongir millumleikir. Støðan á Cuba, júst tá hann ger hesa ferðina, er verri enn nakrantíð. Sovjet er fallið, og Cuba hevur mist 80% av sínum exportmarknaði og 60% av sínum importmarknaði. Bara treiskni gjørdi, at teir hóraðu undan, og okkurt bendir á, at ein tekkilig kvinna, enn einaferð, liggur ímillum Afzelius og systemið, sum hann elskaði, men nú legði hatur á. Hann fekk ikki visum til Cuba aftur. Hann hevði sett teir í ringt ljós í svenskum miðlum, og tað kundi kommunistiska politibureau´ið ikki kapera, yvirhøvur, og serliga svárt var tað, tá teir lógu so lágt frammanundan. So segði hann, tað er í neyðini, at tú vinir tínar kennir.

Hann var kommunistur og demokratur. Tí var roykurin úr bakarínum í Havanna í so treystur. Hetta forðaði honum ikki í at spæla til 1. mai dags haldum, anti Apartheid átøkum og á Land og Folk Festivalinum – um okkara leiðir.

Kortini fekk Cuba stóra ávirkan á hann tónlistarliga. Serliga vinskapurin við troubadurin Silvio Rodriguez sæst aftur hjá honum, og umvegis Björn er vinmaður Castro, Silvio, endaður í føroyska sangskattinum. Í sanginum hjá Frændum: “Sangur til frælsi.”

Teir siga, at antennurnar hjá norska Útvarpinum standa so høgt, helst uppi á Dovra fjøllum, at tær hoyrast heilt yvir til Vínlands. Í áttatiárunum hevði NRK kvøðuljómasending á midnátt. Annaðhvørt vit vóru ávegis til Grønlands ella til Ameriku, so skróvaði lurtið á skottinum, og í fleiri ár var hesin Linnet-sangurin, í svensku versiónini hjá Afzelius, fyrsta valið í sendingunum. Ein sangur sum ongantíð doyr. Har hoyra vit eina aðra síðu av gamla rock and rollaranum. Kykmyndin vit nú fara at síggja hevur av góðum grundum fingið heitið “Tusen bitar”. Tað sigst, at vit í henni fáa meiri at vita um ein kendan persón, sum tey fægstu kendu.

Eitt kvøldið fyrst í nullunum vóru vit til konsert í Amager Bio. Mikael Wiehe spældi og sang, einsamallur. Ímillum tvey løg segði hann, at hann helt seg bera kenslu á flestu áhoyrararnar, sum trúgvir høvdu fylgt honum og Björn Afzelius øll árini. Tað bar til at drekka bjór og at roykja í bio-høllini, og hann helt fyri, at einasti munurin á fyrr og nú var, at frekvensurin út úr og inn í kykmyndahøllina var títtari, nú áhoyrararnir høvdu størri tørv á at kasta sær av vatninum, enn á ungum árum. Kanska verður skilið tað sama í kvøld.

Eitt kvøldið í februar mánaða 1999 sótu vit úti á ganginum á ovastu hædd á Gamla Apoteki. Tingmenn úr flestu flokkum. Har stóð eitt ilt av einum sjónvarpi, og í endanum á tíðindasendingini Degi & Viku kemur fráboðanin um, at tann stóri svenski troubadururin Björn Afzelius var deyður – bert 52 ára gamal. Ein herskin sorgarløta – men tónleikurin livir. Á myndini kom hann spasserandi ígjøgnum eina viðarlund, keturoykjandi eina cigarett fyri og aðra eftir. Lungakrabbi drap hann, og hann liggur grivin í Västra kyrkogården í Göteborg í Svítjóð.

So. - Är man lydig belönas man och hyllas, revolterar man mister man allt.

 

 

Kaj Klein og Bendar Spónir á G!

 

Bendar Spónir og Kaj Klein fara at framføra á G! Festivalinum í ár. Tá Bendar Spónir fyrr í ár fóru til Jútlands ella nærri sagt Toustrup Mark at spæla inn eina útgávu við vestmenninginum Kaj Klein, so skaptist okkurt gandakent, tí hetta var eitt samstarv, ið bara biðaði eftir at henda.

Úrsltið er ein útgáva, ið verður givin út seinni í ár, eitt verk við 10 sangum, ið Kaj Klein hevur skrivað og sum hann hevur sett út og spælt inn saman við Bendum Spónum. Á G! verður fyrsta høvið hjá okkum at uppliva hesi nýggju spennandi løgini.

Kaj Klein, ið telist millum okkara mest sermerktu og dugnaligu sangarum og sangskrivarum, hevur sínar røtur í Vestmanna, hann gjørdi um seg í bólkinum Plastnoist í 80’unum og 90’unum, men tað var serliga sum solistur, at Kaj veruliga hevur blóma, vit trimum framúrskarandi útgávum. Kaj hevur áður spælt saman við havnarbólkinum Mold, men eisini saman við júst Bendum Spónum, hetta hendi á sumri 2013 í Sirkus.

Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein sáli arbeiddi við nógvum av teimum ungu tónleikarunum í Havn, m.a. við undirvísing á Margarinfabrikkini. Kaj dámdi somikið væl samstarvið, at hann avgjørdi, at teir skuldu spæla okkurt inn saman, men tað er ikki fyrr enn í ár, at tað liggur fyri hjá øllum.

Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Í fyrra árið gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni, báðar vóru væl móttiknar og serliga tann saman við Kára varð spæld nógv í útvarpi.

Ólavsøkuframsýningin 2015

Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøkuframsýningini, og hevur heitt á Oggi Lamhauge at standa fyri. Ólavsøkuframsýningin 2015 verður sum vant ein samanseting av yrkis- og áhugaslist. Framsýningin er bygd upp í tveimum partum, einum pørti við innbodnum listafólki og einum parti við verkum, sum øll hava møguleika at senda inn. Verkini hjá hesum seinna partinum, verða síðan mett um og tikin við í framsýningina ella ikki. Boðin við eru m.a.: Jógvan Biskopstø, Kári Svensson, Edward Fuglø, Guðrið Poulsen, Eyðun av Reyni, Jóna Rasmussen umframt listgrafikaran Rikhardur Valtingoyer, ið er serligur gestur úr Íslandi. Hesi yrkislistafólkini eru biðin um at hava orðið: “fláir” í huga og hetta er somuleiðis eitt evni á framsýningini.

Øll hava møguleika at senda verk inn. Krøvini til verkini eru, at tey eru klár at heingja upp, seta saman uttan stórvegis hóvasták og um serlig tøkni er nýtt, eigur framsýnarin sjálvur, at syrgja fyri serligum tøkniligum búnaði.

Sendið eina talgilda mynd av tykkara verkið til Ólavsøkuframsýningina 2015 til oggiart@gmail.com, viðmerk í yvirskriftarteiginum Ólavsøkuframsýningin 2015, og viðmerk í teldupostinum, navni á framsýnara, heiti á verkinum, tøkni, árstal, teldupost og telefonnummar á framsýnara, umframt stødd á verkinum í cm (L x H x B). Freist at senda inn talgild verk á teldupostin er 1. juli. 

Hattin av fyri Norðurlandahúsinum

-Onkur verður provokeraður, hugsaði eg, nú tað hoyrdist, at Norðurlandahúsið verður miðdepil í temadøgum um kynssnaring, sum leiða fram móti tí stóra Faroe Pride tiltakinum lítla ólavsøkuaftan 27/7. Tiltakið er tiltrongt, haldi eg, tí meðan samkyndleiki er meira ella minni góðtikin sum tann náttúrligi partur av heildarkynssamleikanum, ið hann er, eru vit minni tilvitað um fyribrigdi sum tvørkynd, drag-queen, transvestitt, intersex, queer, drag-king, cross-dresser, sum hesar dagarnar fáa eina sakliga, virðiliga og undirhaldandi viðgerð í Norðurlandahúsinum.

Tað er serliga dragshowið hjá Dennis Agerblad, sum fær menn í blekkhúsið og tað skula teir hava loyvi til. Eg rokni ikki við, at teir gera annað enn stóra reklamu fyri tiltakinum, sum eg gleði meg at uppliva 25.juli. Men orðini, sum teir báðir, Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni brúka í sínum lesarabrøvum eru ljót við einum ørkymlandi ekkó frá ótespiligum tíðum. Jógvan á Lakjuni stúrir um framtíðina nú limir í felagnum Gudloysi, LGBT og djórasexfortalarar eru frammi í miðlunum í tíð og í ótíð, og nú sjálvt Norðurlandahúsið skal dragast inn í alla hesa ómentanina, sum hann kallar tað. Har fer Jógvan á Lakjuni skeivur, sjálvt um hann ikki tekur undir við queer mentan, so er hon ikki ein ómentan og í einum demokratiskum samfelag brúka vit ikki sensur. Jenis av Rana brúkar orðið “sjúklig” um framførsluna hjá Dennis Agerblad Band – tað var forrestin eitt orð, sum nazistarnir dámdu væl at brúka um listina hjá Edvard Munch, Emil Nolde og mongum øðrum og tíverri avmarkaði trongdin til at skilja ímillum tað heilsugóða og tað degenereraða seg ikki til listina. Vit skulu øll vera her og við hesi avgerðini um at hýsa einum norðurlendskum tiltaki um kynssnaring, vísir Norðurlandahúsið seg sum ein rúmligan og modernaðan stovn.

Hann er ein av mínum yndislistamonnum, Robin Ova Tolfsen úr Vestmanna, sum nú í mong ár hevur búð í Danmark og sum kallar seg Dennis Agerblad. Hann er ein persónur, mann leggur til merkis, tí hann er nærverandi, blíður og beinleiðis á ein serligan hátt, hetta er kanska nakað, sum lesarin leggur til merkis í svarum hansara til mentanarbrúkaratáttin í hesum blaðnum. Eg møtti honum á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum, tað minnist eg væl, eg haldi, at mamma hansara arbeiddi har, men fyrstu ferð, eg upplivdi hansara myndlist minnist eg enn betur. Tað var á einari stórari framsýning av føroyskari list á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Tá sýndi hann fram nakrar monumentalar, fotobaseraðar myndir av sær sjálvum í einari myrkamorreyðari og nokkso "straight" tjóðveldistroyggju.  Tað er ikki lætt at brúka hugtøk sum straight versus queer í føroyskum høpi, vit eru heilt einfalt ikki von at skoða heimin ella listina við tílíkum brillum, men allíkavæl fái eg illa latið vera í eini grein um listina hjá Dennis Agerblad. Queer mentan og list er eitt áhugavert granskingarevni, sum vit enn ikki hava gjørt eins nógv burturúr sum tey hava aðrastaðni, men listin hjá Dennis Agerblad er onkursvegna queer, hon tykist øðrvísi, løgin og er nakað fyri seg sjálva. Í myndunum hjá Ova, sum hann æt á verklistanum á Den Frie í 1999 snúði tað seg millum annað um mótsetningin millum tað konforma, rætta og tað, sum er øðrvísi og skeivt og sum væl at merkja ikki verður mett at vera skeivt, kanska tvørturímóti. Í lysingunum av tí snerkjandi unga manninum, sum hingu millum ekspressiv høvuðsnøvn í føroysku listini, tóktist ein nýggjur og modernaður og meira fjølbroyttur samleiki bjóða tí gamla, heteronormativa, rótføroyska samleikanum av.

 

Á ein hátt kann man siga, at Dennis Agerblad viðger samleika í øllum sum hann ger, antin tað er tónleikur, musikkvideo, performance ella myndlist. Hann hevur tulkað fleiri yrkingar hjá Tóroddi Poulsen í tónleiki og musikkvideoløgum og hann hevur eisini gjørt fleiri permur fyri Tórodd Poulsen á yrkingarsøvnum og fløgum. Seinastu árini hevur Dennis Agerblad í serligan mun arbeitt við performance og her gongur hann beint ímóti teirri vøkru, elskuligu og glamurøsu leiðini, sum mong munu sambinda við dragshow. Okkara ímynd av teirri meira vanligu drag-drottningini, er yndislig, hon er føgur og feminin, og glitrar øll sum hon er. Dennis Agerblad heldur hinvegin fast uppá at dyrka tað ljóta og anti-glamurøsa í sínum sonevndu trash-drag sýningum. Hann er í einum ljósum, síðum parykki og hevur ikki gjørt ov lítið av smyrslinum, sum ikki bara verður málað á eygnalokini, men eisini undir eygunum. Vanlig, frammanundan góðtikin parametur fyri vakurleika hava sostatt ongan áhuga, Dennis Agerblad er heldur áhugaður í at ørkymla áskoðaran ella í bara at hava tað stuttligt. 

Dennis Agerblad hevur javnan sýnt fram á Várframsýningini, fyri nøkrum árum síðani hevði hann ein film við, sum hevði heitið Snoribollagenturnar (hann varð eisini framsýndur á KE á Den Frie). Eg ivist í hvussu nógv sóu filmin. Tá eg var og hugdi at framsýningini var filmurin ikki tendraður. Eg havi ein varhuga av, at nógvir føroyingar hava ein heldur hátíðarligan hugburð mótvegis listini og halda, at ”ordilig list” skal vera álvarslig, fín og full av patos og kenslum. Eitt heiti sum ”Snoribollagenturnar” hóskar ikki ordiliga til eina tílíka listadefinitión, men kanska treingir ein tílík allýsing til at verða víðkað. Eg haldi, at fleiri okkara hanga føst í gomlum listadefinitiónum og tessvegna hava ilt við at síggja tað listarliga í performance, serliga, tá dyrkanini av tí ljóta, meiningsleysa og ótilpassaða er fremst í huga, og kanska ikki minst um listamaðurin eisini er krossdressari ella trash drag queen.

Arnold Vegghamar heiðraður

Á Norðoyastevnu í Klaksvík hetta vikuskiftið verða fleiri listatiltøk og framsýningar á skránni, m.a. fer Amariel Norðoy og Astri Luihn at sýna fram. Har verður nógv at fara til í Klaksvík, men eisini á Viðareiði hendir okkurt serligt sunnudagin 7.juni, tí tá fara viðingar at heiðra listini.

Á Viðareiði hava tey avgjørt, at Arnold Vegghamar skal vera heiðursborgari á Viðareiði fyri sítt listarliga avrik. Í hesum sambandi verður eisini skipað fyri eini framsýning av verkum hjá Arnoldi Vegghamar, eisini nýggj verk verða framsýnd. Arnold Vegghamar er sjálvlærdur listamaður. Hann byrjaði at mála í 50´unum og  luttók á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Hann var ein av næmingunum á tí navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, men seinastu fimtan árini hevur hann málað burturav sum yrkislistamaður. Framsýningin, sum var í Listasavni Føroya fyri fimm árum síðani var partvíst afturlítandi og har sóust teir skiftandi málihættirnir, sum Arnold Vegghamar hevur roynt frá naturalistiskum, impressionistiskum og litføgrum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað á seinni árum. Stílurin í myndunum hjá Vegghamar liggur onkrastaðni millum ekspressionismu og naivismu, men eg haldi, at tær mest einfaldu myndirnar tykjast sera originalar á sama hátt sum myndirnar hjá Steffani Danielsen vóru tað. Og sjálvt um landslagið í flestu myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so herliga bjartlitt sum tað er, er talan ongantíð um elskuligar og grunnar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í teimum menniskjatómu landsløgunum ofta álvarsligt, dapurt og mystiskt á sama hátt sum í summum myndum hjá áðurnevnda Steffan Danielsen, men eisini hjá Edvard Munch. Á eini mynd standa eini smá, men yvirjarðiskt glitrandi violett hús og darra í  stórbæra og sterka landslagnum, sum gløðir og skyggir í grønum og reyðum, bláum og orange mótsetningslitum. Myndirnar tykjast ofta introvertar og samstundis kennist tað til tíðir sum skríggja litirnir móti hvørjum øðrum í einum klaustrofobiskum myndaheimi, sum gevur assosiatiónir til tær brennandi gulu fepursjónirnar hjá Van Gogh. Nú skal samanberingin við hollendska einaran ikki misskiljast. Sjálvt um eg í ummælum fleiri ferðir havi nomið við ein ávísan sálarligan skyldskap millum Viðareiðismálaran og stóra ekspressionistiska og modernistiska vegaran, so havi eg ongantíð hildið, at Vegghamar er nakar hermari, tí til tað er hann alt ov egin listamaður. Hann gongur sínar heilt egnu listarligu leiðir.

Góðindasavnið er opið!

Øllum tykkum flennifúsu við áhuga fyri føroyskum bókmentum viðmæli eg at støkka inn í Góðindasavnið av og á, tí har er mangt løgið og stuttligt at lesa. Góðindasavnið heldur til á Facebook-síðuni hjá einum Vilhjálmi við Hoygil, tað er opið nátt og dag fram til hálvan august í minsta lagi. Góðindasavnið er stovnað í sambandi við eina bókaútgávu hjá hesum sama Vilhjálmi við Hoygil, Bókin um tað Góða um miðjan august í august. Vilhjálmur er enn lutfalsliga ókendur høvundur, men sum skilst hevur kendi rithøvundurin Carl Jóhan Jensen ikki heilt einki við hann at gera. Fylgið við her:

https://www.facebook.com/viljalm.v.hoygil?pnref=story

Føroysk listasensatión í London

 

Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at kalla tað eina sensatión og eitt veruligt gjøgnumbrot, at eitt av týdningarmestu bretsku samtíðarlistasavnunum, Saatchi Gallery í London hevur keypt fimm myndir frá føroysku listakvinnuni, Rannvá Kunoy. Hetta er í grundini so mikið stórt, at tað næstan ikki er til at fata. Saatchi Gallery varð stovnað í 1985 av bretska reklamumanninum og listasavnaranum Charles Saatchi, Saatchi Gallery var staðið hjá Young British Artists og hevur líka síðani ligið sera frammarlaga innan samtíðarheimslistina.

3 ára starvsløn frá Mentanargrunninum

Á ein hátt er tað als ikki løgið, um Rannvá Kunoy skal gerast fyrsta føroyska myndlistafólkið við einum altjóða gjøgnumbroti. Hennara listarliga leið hevur verið serlig heilt frá byrjan, tá hon sum bert 23 ára gomul hevði serframsýning í Listasavni Føroya. Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, hon nam sína listarligu útbúgving í London, og hevur búð har síðani - tað verða nú tjúgu ár. Tað er ikki bara orsakað av frástøðuni millum London og Føroyar, at long tíð gongur ímillum, at vit síggja framsýningar hjá Rannvá Kunoy, tí soleiðis hevur gongdin yvirhøvur verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon hevur havt lutfalsliga fáar framsýningar og at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum. Hetta hevur borið til hjá henni m.a. orsakað av stuðuli heimanfrá, hon er ein teirra, sum hevur fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum og týdningurin av hesum kann ongantíð yvirmetast. Á vangamyndini hjá Rannvá Kunoy í Saatchi Gallery online verða bara 3 framsýningar nevndar og harav er tann eina í heimbýnum, har Rannvá Kunoy hevði eina stóra framsýning í 2010 í Norðurlandahúsinum í Havn, í 2007 hevði hon eina týdningarmikla framsýning í Galerie Diana Stigter í Amsterdam og í ár hevur hon havt framsýning í Centre PasquArt í Biel í Sveis. Henda síðstnevnda framsýningin er kanska tann týdningarmesta av øllum, til  ta framsýningina, varð eitt fínt katalog framleitt við myndum og teksti, sum Felicity Lunn hevur skrivað um málningarnar hjá Rannvá Kunoy.



Málningar við rúmligum árini

Vit siga ofta um myndlist, at upplivingini av einum veruligum málningi er nógv meira intens enn at síggja eina reproduktión av myndini í eini bók. Hetta er í ógvuliga stóran mun galdandi fyri nýggju myndirnar hjá Rannvá Kunoy, ið hava eina serliga rúmliga dimensión, sum tú best upplivir framman fyri sjálvi verkini. Vit sóu nakrar av hennara myndum á Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum í fjør, t.d. fantastiska djúpu myndina Dodd Frank, sum er abstrakt, men sum er full av tilsipingum til málningalistasøguna. Framman fyri myndini kemur tú sum áskoðari í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eitt trídimensjonalt rúm í myndaflatanum. Árinið kemst av teimum mongu tunnu málingaløgunum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um málingin skínur út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina við til dømis rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á flatan. Sum áskoðari upplivar tú at blíva annaðhvørt sogin inn og tveittur út úr aftur myndarúminum, tað er ein ómetaliga spennandi kensla.

 Spennandi!

Og spennandi er júst tað rætta orðið, skilji eg á Rannvá Kunoy, sum fegnast um gongdina. Eg havi spurt um hvussu tað bar til við Saatchi og hon hevur greitt mær frá, at ein sonevndur art advisor sá framsýningina í Biel, Centre PasquArt og sendi katalogið til ein av stjórunum hjá Saatchi Gallery. Katalogið varð væl umtókt, tí Rannvá Kunoy fekk ein fyrispurning um stjórin kundi sleppa at síggja myndirnar í veruleikanum og hon so gjørdi, Rannvá greiðir soleiðis frá: “Síðani læntu tey fimm myndir til Saatchi Gallery, alt hetta var nokk so rokaligt, tí tey komu innan ein tíma at avheinta myndirnar. Hetta var á middegi og tríggjar tímar seinni ringdi onkur frá teirra flutningsfyritøku og takkaði og boðaði frá, at allar myndirnar vóru á veg aftur til mín og eg hugsaði; ókey hatta gekk ikki so væl. Tíggju minuttir seinni ringir stjórin og sigur, at Saatchi elskar málningarnar hja tær, vit eru øll forelskað í myndunum, vit halda, at tú ert framúrskarandi og hann vil hava allar fimm um tað er í lagið við tær. Eg var eitt sindur bilsin, tí eg hevði jú júst fingið heilt øðrvísi at vita, eg segði tað við hana, men hon flenti bara og segði, at hatta visti hon einki um.”

 At mála

Rannvá Kunoy er sera spent og glað um hetta, sum hendir, mest av tí, at tílíkt viðrák gevur henni frið og náðir at gera tað, sum henni dámar allarbest og tað er at mála. Í einum viðtali í Dimmalætting 27/2 sigur Rannvá Kunoy, at hon er “djúpt forelskað í málarínum, eg eri enn púra burtur í tí. Einki annað tøkni er eins gandakent fyri meg ella gevur mær somu kenslu av virðingarótta. Sum einki annað tøkni letur málarí intellektuella ætlan og vilt frælsi reika og blandast saman. Tað er tíðarleyst, tú upplivar tað alt í senn, standmyndir mást tú t.d. ganga rundanum, tekstur má lesast, filmar hava byrjan og enda, málarí er illusión uttan tíð, hetta er sjálvt hjartað í loyndarmálinum hjá málarínum”.


Hamferð er føroyska uppskotið til norðurlendsku tónleikavirðislønina

Tilnevningarnar til Norðurlendsku tónleikavirðislønina eru almannakunngjørdar og eg varð eitt sindur bilsin av at lesa, at doom tónleikabólkurin Hamferð er føroyska uppskotið til ta stóru tónleikavirðislønina. Bólkurin frá 2008 hevur bara tvær útgávur á baki, EP´ina Vilst er síðsta fet frá 2010 og LP´ina Evst frá 2013. Bólkurin hevur fingið stóra viðurkenning, m.a. vann bólkurin á Wackenfestivalinum, teir hava eisini fingið nógv rós fyri videolagið, teir gjørdu á sólarmyrkingini herfyri. Og nú hava teir fingið eitt herðaklapp aftrat við hesari tilnevningini til eina ta týdningarmestu tónlistaheiðurslønina. Føroyar hava vunnið eina ferð, tað var í 2002 , tá Sunleif Rasmussen vann heiðurslønina fyri ta fyrstu symfoniina Oceanic Days. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er 350.000 krónur og vinnarin verður almannkunngjørdur og heiðurslønin latin í Reykjavík 27.oktober í ár. 

 

Tey tilnevndu eru: 

Danmark

Michala Petri, blokkfloytuspælari

HVAD, elektroniskur tónleikari

Finnland

Kimmo Pohjonen, harmonika

Apocalyptica, heavy metal-celloensemble

Føroyar

Hamferð, doom metaltónleikur

Ísland

Reykjavíks Kamarorkestur

Elfa Rún Kristinsdóttir, violinspælari

Noreg

Dans Les Arbres, kvartett

Tora Augestad, mezzosopran

Svøríki

Anne Sofie von Otter, mezzosopran

Svante Henryson, bassistur og komponistur

 

 

Annika Hoydal - Endurljós á eitt føroyskt tónaskald

“Tak í meg, tak í mín iva, nem við meg, nert ikki við..”. Tað finst neyvan nakar føroyingur, sum ikki kennir tølandi sangin um ta djúpu og mótsetningsríku alduna, niðurlagið duga tey flestu uttanat, ung sum gomul og til veitsluhøvi er hesin sangurin ein av teimum best dámdu, Aldan er fólkaogn. Tekstin skrivaði Gunnar Hoydal, lagið eigur Annika Hoydal. 19.november í ár verður hesin nýklassikarin partur av tónleikaútgávuni Endurljós. Vit hava biðið Anniku Hoydal greiða frá nýggju útgávuni og nýta harumframt høvið at taka samanum hennara verk.

Seinastu árini eru tað kanska serliga tey leiklistaáhugaðu og festivalfólkini, sum hava havt høvi at upplivað Anniku Hoydal og hennara stóru listagávur. Hon var við í leikinum Tóm Rúm hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði á Tjóðpalli Føroya, og hon hevur luttikið á fleiri festivalum, og sungið bæði til felagssang og á konsertum. Annika Hoydal er so ótrúliga nógv ymiskt, hon er okkara fyrst útbúni kvinnuligi sjónleikari (Statens Teaterskole í 1973), hon er ein framúrskarandi sangari, tulkari, søgusigari og performari við einari sjáldsamari nærveru, men kanska hava vit gloymt at viðurkenna hana fyri tað, ið kann vísa seg at vera hennara týdningarmesta avrik, nakað, sum verður verandi eftir her, tá vit eru farin. Eg hugsi sjálvandi um sangskattin, sum hon hevur lagt eftir seg. Tað er til dømis Annika Hoydal, ið hevur skrivað lagið til Dropan, Steinstólpuna, Huldurímu, Mítt minsta land, De grå kavalerer, Stjerner mine venner, Sniglasorgarljóð, Ein drongur gekk í haganum og eina rúgvu av øðrum framúrskarandi sangum. Í yvir fjøruti ár hevur hon skapað hesi løgini, sum staðfesta hennara støðu sum týdningarmikið tónaskald í Føroyum. At vit higartil ikki av álvara hava viðurkent hennara tónasmíð, at hon eitt nú ikki hevur fingið nakra mentanarvirðisløn frá almennu Føroyum, er løgið, men orsøkirnar eru møguliga fleirbýttar. Kanska hevur hon ótilvitað við sínum breiða talenti yvirstrálað seg sjálva soleiðis at skilja, at leikluturin sum tónaskald verður gloymdur aftan fyri tann somuleiðis týdningarmikla sangarinnu- og sjónleikaraleiklutin. Men haraftrat, so er hon er jú konufólk og seriøs tónaskøld eru menn ella nei, tað eru tey ikki altíð, men kanna vit hagtølini, eru til dømis bara tvær av fimtan Mentanarvirðislønum Landsins latnar kvinnum. Sum kunnugt hevur Annika Hoydal mest virkað innan fólkatónleikin og tann partin av tónleikinum, sum vit nevna rútmiskan og sum av óvissum orsøkum hevur verið hildin at vera minni fínur enn tann klassiski. Men sjálvsagt er einki av hesum nevndu fyrivarnum nøktandi grund til ikki at taka tónleikin hjá Anniku Hoydal í álvara.

Mítt minsta land

Sangirnir hjá henni eru ymiskir, og eru ikki lættir at seta í bás, men fleiri teirra eru tónleikaligar tulkingar av yrkingum. Ein sangur sum Dropin rakar júst sama huglag, sama universala einfeldið og regndettandi meginrørsluna, sum yrkingin um alfevnda dropan rúmar, ein sangur, sum byrjar sum ein darrandi dropi og sum vaksur til at fevna um alla tilveruna. Mín yndissangur hjá henni er Mítt minsta land við teksti hjá Gunnari Hoydal, ella Mit eget land, sum hon eitur á mínari slitnu donsku vinylplátu, sum rakar í solar plexus á øllum heimlongsli beinleiðis í sorgblíðu kensluna hjá asfaltsføroyinginum, útisetanum, sum eina løtu sær heimlandið og brimið fyri sær mitt í stórbýnum. Í summum sangum kemur tú í tankar um kvæði og skjaldur, meðan harmonikatónar og tangorútmur aðrastaðni eru tekin um, at vit tónleikaliga eru stødd í blóðheitari veðurlagi enn tí føroyska. Nógv av løgunum hjá Anniku Hoydal eru melankolsk og ganga í moll, summi eru vísukend og einføld meðan onnur tykjast meira samansett og kompleks. Plátan Til børn og vaksin, sum kom í 1973 er ein grundarsteinur í mínari tónleikaligu uppaling, tað var ein tann fyrsta plátan, eg átti og hon varð spæld so ofta, at eg enn dugi sangirnar uttanat. Eg veit, at mong í mínum ættarliði hava tað á sama hátt. Í barnaútvarpinum hjá Kringvarpinum hava tey verið ófør at spæla fløguna “Til børnini hjá børnunum” frá 2005 og tað er gott, tí annars hevði eg ikki kent hana. Á hesi fløguni eru fleiri smáar perlur, t.d. herligi sangurin um drongin, sum gekk í haganum og hevði ber í maganum. Ein sangur, sum sameinir eina fitta barnasøgu við tvætlirím, innihaldsskiftið verður undirstrikað av skiftandi rútmu, har vit brádliga fara upp at valsa mitt í haganum.

 

Hav, hugskot og veruleiki

Ein myrkagráan, slavnan várdag hitti eg Anniku Hoydal í húsunum hjá bróðuri hennara í Hoyvík, her hon býr eitt tíðarskeið meðan nýggja útgávan verður tikin upp í Studio Bloch. Hon er blíð, bjóðar kaffi og ingifersmákøkur, og stákast í køkinum, meðan eg stari út í gjøgnum tey stóru vindeyguni í stovuni og lati framúrskarandi útsýnið taka meg av bóli og til havs. Annika setur seg yvir av mær við rygginum móti Nólsoyarfirði, sum allatíðina broytir lit og lyndi í løgnum samspæli við eygnalitin hjá mínum viðtalsevni. Hon er ein lívligur og stuttligur samrøðufelagi, ið greiðir frá við munninum og við kroppinum, hon tekur í heilum dýran til og flennur hart í kíki, meðan hon kastar høvdið afturá. Eg fái hug at leggja skriviblokkin og bara hugna mær eitt sindur, men eg má samla meg um mínar spurningar – tí um eina løtu fer hon oman á Skálatrøð í Studio Bloch at syngja inn. Eg spyrji fyrst um ta komandi útgávuna og hvaðani hugskotið kom at gera hana.

 

AH: Fyri hálvum øðrum ári síðani sendi Tórður Jóanesarson mær ein brævbjálva við útvarpssendingum, sum hann hevði gjørt um meg sum tulkara. Og eg lurtaði, eitt sindur bilsin av onkrum, sum eg hevði gloymt. Einaferð sigur hann “hendan sangin gjørdi Annika Hoydal í 1965”. – Ha? hugsaði eg, tað er skjótt 50 ár síðani og so fylli eg eisini 70 tá í 2015. Eg  helt tað var eitt gott høvi til at gera ein vørr. Innihaldið á útgávuni Endurljós verður fjølbroytt, nøkur av løgunum eru endurtulkingar av eldri løgum, sum eg ikki haldi vera rætt tulkað av tátíðar tónleikarum og framleiðarum. Eitt lag sum Aldan eigur at endurspegla ta dýpd og kompleksitet, sum er í einari aldu. Ein alda er djúptung og ógvuslig, ikki løtt og trallandi. Í alduni eru mótstreymir og alt møguligt og teksturin er í grundini nógv djúpari enn mann trýr. Men í útgávuni er eingin innihaldslig linja sum so annað enn, at eg havi gjørt øll løgini og Gunnar hevur skrivað allar tekstirnar uttan ein. Hesin, sum víkir frá er síðsta ørindi úr Landið eg bar við mær, sum Sunleif Rasmussen hevur útsett. Eg hugsi tað sum eitt slag av takkarsongi til lívið. Men tað er hart arbeiði at gera eina tónleikaútgávu. Eg havi sitið í hálvtannað ár og roynt at søkja pengar og nú gangi eg og óttist fyri um tað er nóg mikið. Mann brúkar so ómetaliga nógva orku uppá hetta biddaríið, og tað kenst onkursvegna so óverdugt, tað er ikki altíð mann fær vinarligt svar.

 

KP: Verður talan um eina LP plátu ella fløgu?

AH: Tað, sum eg ætli, er rættiliga ambitiøst, tað er ein LP pláta á føroyskum í einum flottum húsa við eini fløgu á føroyskum og eini fløgu á donskum, og so ætli eg eisini, at ein vøkur bók skal vera partur av verkinum. Listamaðurin Steffan Herrik skal gera permuna, hann ger eitt koparprent við tara sum myndevni. Tari hugtekur meg, hann rørir seg og kann vera bæði lættur og tungur. Hatta við sjónum hevur yvirhøvur stóran týdning í mínum hugaheimi, har tutlar og hendir okkurt alla tíðina, og har eru so nógv ljóð í sjógvi. Eg havi ein afturvendandi dreym, har eg gangi á havsins botni í einum taraskógi og har er gott at vera.

 

Tónasmíð

 

KP: Nær byrjaði tú at gera tónleik?

AH: Tað byrjaði í grundini av neyð sum tað so ofta ger. Vit gjørdu fyrst kabarettirnar, síðani sjálva Harkaliðplátuna og tá minnist eg, at vit manglaðu ein sang. Tá gjørdi eg lagið til Dropan og aftaná tað bleiv tað bara soleiðis, at eg gjørdi løg um okkum tørvaði okkurt. Eg spæli eingi instrument og dugi ikki nótar. Onkuntíð siga tónleikarar við meg, at ymiskt av tí, sum eg finni uppá ikki gongur. Eg spyrji hví. Teir siga, at tað gongur ikki upp. Eg sigi, at tað skal vera soleiðis sum eg sigi. Hjá mær byrjar tað altíð við tekstinum. Eg lesi tekstin hart fyri mær sjálvari og so kemur eitt lag fram fyri meg, eg veit ikki hvussu, eg minnist strofur øgiliga væl, tær sita onkursvegna fastar í minninum á mær.

 

KP: Tú hoyrir sangin fyri tær, fært tú so onkran at skriva niður?

AH: Ja tað geri eg viðhvørt, t.d. í sambandi við útgávuna Dulcinea í 1991, tá fekk eg ein at notera nótar, men eg mátti út til Sunleif Rasmussen, tí har var onkur trupulleiki. Eg hevði brúkt eitt kvæðalag og tað var problematiskt onkursvegna, men Sunleif ornaði tað fyri meg. Viðvíkjandi tekstum, so havi eg til tíðir brúkt tekstir hjá pápa mínum, men tað er fyrst og fremst Gunnar, sum eg havi samstarvað við, tað er jú einastandandi at kunna arbeiða saman við beiggja sínum. Har hevur tú ein persón, sum í stóran mun hevur upplivað tað sama sum tú sjálv, sum hevur búð í Føroyum og í Suðuramerika, har nógv var tað sama, vit búðu við strondina og har var sjógvur og fiskur, tað aldaði og dandaði júst sum heima, men í Suðuramerika lærdu vit nakað um stættarmun - í seinnu húsunum, har vit búðu, lógu børn og svóvu á trappusteininum hjá okkum. Nøkur menniskju vóru óforstáiliga rík meðan onnur einki áttu at eta. Samstarvið hjá mær og Gunnari er merkt av, at vit fyrst práta um hvat innihaldið skal snúgva seg um. Í sambandi við ein sang sum De grå kavalerer, Gráu frensarnir, sum hann eitur á føroyskum og sum verður við á nýggju útgávuni, tosaðu vit um hvussu tað var fyrr í tiðini at koma í dans í Sjónleikarhúsinum. Vit smoygdu okkum óttafulllar niðurundir á ves, menninir stóðu og drukku likamsheitan snaps og vit stóðu hinumegin og pyntaðu okkum í trýssarastíli við fransbreyði í hárinum og so fóru vit ræddar upp á balkongina og tordi ikki niður í salin fyrr enn tað var myrkadansur og eingin sá nakað sum helst. Soleiðis sita vit og práta, eg og Gunnar. Tá vit fóru í gongd við Dulcinea plátuna, tosaðu vit um hetta við at detta av hestinum í tilveruni og síðani seta seg upp aftur og fara sum Don Quixote á Rosinante út í heimin.

 

Hin æviga Nólsoyggin

KP: Kanst tú greiða frá tilveruni sum listafólk

AH: Hon er sera fjølbroytt, men flestir dagar eru altso púra vanligir. Mær dámar so væl gerandisdagar. Eg havi ymsar mannagongdir, sum eg fylgi fast og kundi ikki droymt um at farið á pall uttan at hitað røddina upp. Eg geri nógv burturúr at venja og yvirhøvur halda apparaturið við líka. Mítt arbeiðið er treytað av, at kroppurin fungerar, so eg gangi til fimleik, sangvenjing osfr.. Eg skal til dømis í studio um eina løtu, og eg havi hitað upp í ein tíma, tað dámar mær best at gera fyri meg sjálva.

 

KP Um tú hyggur aftur á tað, tú hevur gjørt av musikki er nakar sangur, tú ert serliga errin av?

 

AH: Yvirhøvur eri eg nokk so errin av øllum, sum eg havi gjørt, men okkurt av tí er betur framleitt enn okkurt annað. Niðri í Studio Bloch skilja teir hvat tað er eg vil.

 

Og sjálvsagt er tað nýggja útgávan, sum upptekur Anniku Hoydal allarmest og hon er ómetaliga fegin um sínar samstarvsfelagar í Studio Bloch. Gávuríka Kaj Johannesen, sum spælir uppá alt møguligt og hevur gjørt allar útsetingar uttan eina og Jón Mc Birnie, sum spælir bass og hevur oyru sum ein úlvur, sum dugir at lesa niður í tekst, umframt dugnaligir tónleikarar í bólkinum, Jógvan Dahl og Eyðun Mohr Hansen og fleiri góð fólk aftrat; Kim Hansen, Leivur Thomsen, Odd Arne Halaas Tóri Restorff Jacobsen, Michala Petri, Daniel Karl Cassidy. Mitt í øllum ringir telefonin og mítt viðtalsevnið er eina løtu upptikin av at tosa í telefon, tað man vera onkur úr studio: “Eg eri eitt sindur seinkað, tí Kinna er í ferð við at spyrja garnarnar úr mær. Skal eg bara koma ein tíma ov seint? Ókey!”. Hon leggur flennandi telefonina á borðið, jú hatta var Kaj og okkurt um eina bók um, at sildin svevur við høvdinum niðureftir og mitt í øllum stendur alt Studio Bloch ljóslivandi fyri mær. Annika Hoydal persónger allar mennirnar handan knøttarnar og seg sjálva inni í upptøkurúminum, so at eingin ivi er um hvør er hvør. Eingin kann heldur ivast í, at Annika Hoydal er uppglødd og findarglað um ta nýggju útgávuna. – “Tað er so ómetaliga sjáldsamt við tónleikarum, sum lesa niður í tekst á tann hátt, sum hesir og sum fanga hundrað prosent hvat tað er, eg havi hugsað við mínum løgum”

 

KP: Tú hevur búð niðri í eini fjøruti ár, og hevur verið útiseti stóran part av lívinum, hava Føroyar framhaldandi nakran týdning fyri teg?

AH: Føroyar hava sjálvandi týdning. Eg havi í eini fimtan ár verið eitt slag av ferðaleiðara um summarið, eg sigi ferðafólkum frá um føroyska mentan og lesi upp ymiskt og tað dámar mær sera væl. Eg havi yvirhøvur verið nógv í Føroyum, so kontaktin við heimlandið hevur verið her alla tíðina. Mann er tað, sum mann kennir seg sum, fólk siga við meg, at eg eri blivin donsk. Eg sigi nei, Danmark er fínt, men innast inni eri eg føroysk og útsýnið yvir á Nólsoynna er fullkomiliga grundleggjandi í mínum hugaheimi. Nólsoyggin er inni í mær líka mikið hvar eg eri.

Annika Hoydal kveitir kerliga yvir á ta mjáu, gráu oynna og peikar og vísir mær hvussu vakurt ljósið í somu løtu fangar ein russiskan trolara á fjørðinum – men nú er klokkan blivin heldur nógv og tíð er at fara aftur í studio. 

Claus Carstensen í ARoS

Fríggjadagin 29/5 letur ein hørð og kontant framsýning upp við heitinum WHAT´S LEFT (IS REPUBLICAN PAINT) – NINE SISTERS í listasavninum í Århus, ARoS. Claus Carstensen hevur gjørt tey hundrað verkini á framsýningini, hann er danskur myndlistamaður, ið hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, m.a. Skriftin á Steininum (saman við Tóroddi Poulsen) í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2010 og Klaksvikaffærer í Norðurlandahúsinum í 2011. Í Dimmalætting komandi (29/5) er ein grein um framsýningina og tað er somuleiðis Claus Carstensen, sum  hevur skrivað Vikuyrkingina hesaferð. Claus Carstensen er við á bólkaframsýningini Grafisk Sambond, sum letur upp í Kastrupgaardsamlingen 17/6. seinni í heyst, 24/10 verður grafiska framsýningin at síggja í Norðurlandahúsinum.

http://www.aros.dk/besoeg-aros/udstillinger/2015/claus-carstensen-what%E2%80%99s-left-(is-republican-paint)-%E2%80%93-9-sisters/



Claus Carstensen Uden Titel (Krystufek – Efter Steen Møller Rasmussen ), 2001. 200 X 150 Cm. Courtesy The Artist. Fotografi: Anders Sune Berg

Claus Carstensen Uden Titel (Krystufek – Efter Steen Møller Rasmussen ), 2001. 200 X 150 Cm. Courtesy The Artist. Fotografi: Anders Sune Berg

Claus Carstensen í Steinprenti

Claus Carstensen í Steinprenti

Eg føli meg heima her - Samrøða við Ian McKeever

http://www.listaportal.com/framsyningar/2015/5/22/ian-mckeever-listasavninum-listin-er-til-staar

Heimskendi bretski listamaðurin, Ian McKeever hevur verið fýra ferð í Føroyum, hetta av tí, at hann er hugtikin av landinum, kanska tí tað minnar hann um okkurt, hann upplivdi í uppvøkstri sínum. Hann er føddur í 1946 í lítlu bygdini Withernsea í Yorkshire við havið. Í dag býr hann í Dorset í Onglandi. Hansara verk eru umboðað í mongum listasavnum í Europa og USA, t.d. Tate Gallery, British Museum, The Scottish National Gallery of Modern Art, Mumok, Museum moderner Kunst Wien, Kunsthalle Kiel, Louisiana Museum of Modern Art, Ny Carlsberg Fondet, Sønderjyllands Kunstmuseum,  Kiasma, Metropolitan Museum, Brooklyn Museum of Art, Boston Museum of Fine Art, MIT List Visual Arts Center í Massachusetts m.a. Og nú eru hansara verk eisini at síggja í Havn

 

Verkini hjá Ian McKeever kunnu komandi tíðina upplivast bæði í Listasavninum og í Steinprenti, har eg møtti listamanninum til eitt prát ein vakran vármorgun í mai beint tá tey vóru í gongd við at prenta myndir til framsýningina niðriundir, men listamaðurin hevði góða tíð at práta. Hann er yvirhøvur ómetaliga fyrikomandi maður, sum er lættur at práta við, og sum tosar spakuliga fyri at tryggja, at eg fái alt við. Hansara cv er ov umfatandi at endurgeva í eini grein sum hesari, men í stuttum er hann sjálvlærdur listamaður, sum í dag er gestaprofessari í málarí á University of Brighton, og millum 2006 og 2011 var hann professari í tekning í Royal Academy School of Arts í London. Ian McKeever hevur skrivað ein heilan hóp av tekstum um list og hansara holli kunnleiki um listina merkist týðiliga, tá hann greiðir frá. Eg spyrji fyrst um hann kann greiða frá framsýningunum í Havn.

 Abstrakt list

IMK: Eg gjørdi eina framsýning í Køln í fjør við smáum myndum í einum kirkjubygningi í Kunst-Station Sankt Peter, sum fór víðari til Sønderjyllands Kunstmuseum, har Ove Mogensen skipaði fyri framsýning har og tað var hann, sum fekk hugskotið, at eg skuldi fara til Føroya at framsýna í Listasavninum. Her er framsýningin øðrvísi, tí her eru aðrar myndir komnar aftrat, bæði fotomyndir og stórir málningar. Fotomyndirnar eru elasmá fragment av ymiskum, sum eg síggi í gerandisdegnum og sum eg fotograferi við denti á ljós og skugga, tí eg eri áhugaður í mátanum myndevnini broytast samleika bæði tilfarsliga og ítøkiliga. Eg eri abstraktur listamaður, tvs. at eg ikki eru áhugaður í at mála t.d. ein stól ella eitt borð, tað er har alt frammanundan. Í staðin royni eg at mála fram eina hjáveru av nøkrum nýggjum, sum ikki var har áðrenn. Tað snýr seg um at geva áskoðaranum ein varhuga av onkrum, sum hann ella hon kanska kennir aftur uttan at vita hvat tað er. Tað er tað frálíka við ljósi, at tað ikki er støðugt. Ljósið í Føroyum broytist alla tíðina og tað dámar mær so sera væl.

 

Steinprent og litirnir

KP: Tíni grafisku prent eru øðrvísi enn málningarnir, kanst tú greiða frá framsýningini í Steinprenti?

IMK: Ja, í Steinprenti verður talan um eina heilt øðrvísi framsýning fyrst og fremst við prentum, sum eg havi gjørt her. Eg var her í januar og arbeiddi í eina viku, tá byrjaði eg uppá fleiri steinar, sum eg ikki fekk lidnar. Higartil hava vit fingið 5 stórar og 5 smáar lidnar og vit arbeiða uppá 3-4 smáar steinar í løtuni. Eg hugsi eisini at framsýna fimm gouachemyndir í Steinprenti. Tann framsýningin verður kanska eitt sindur meira litrík, eg havi í grundini ikki verið so litríkur fyrr. Í eini fimtan ár brúkti eg næstan bara svart og hvítt, men nú eri eg spakuliga farin at brúka litir sum reytt, blátt og grønt og litavalið økist spakuliga. Her er gott at arbeiða í Steinprenti. Jan Andersson arbeiðir jú sum eitt ørt og so hevur hann eina ómetaliga góða kenslu fyri tí, eg kundi hugsa mær. Tað er næstan sum at hava tveir av tær sjálvum í rúminum. Tá eg máli eri eg altíð einsamallur og eri eg í ferð við t.d. eini røð av málningum til eina framsýning, so eri eg næstan avbyrgdur fyri meg sjálva meðan eg arbeiði. Málarí gongur ógvuliga seint fyri seg, eg kann arbeiða í mánaðar og ár uppá ein málning. Steinprent gongur hinvegin ógvuliga skjótt fyri seg og tað kann í grundini tykjast ørkymlandi, tá mann er vanur við nakað annað. Ein góður prentari sum Jan Andersson dugir at sissa listafólkið, so at mann følir, at alt er í lagið. Eg eri bergtikin av steinprenti og serliga áhugaður í viðurskiftunum millum tann tunga steinin, summir steinar viga 80 kilo, og so tað fjøðurlætta pappírið. Megin hjá steininum og viðkvæma pappírið, ið tilsamans gerast til nakað triðja, ið er listaverkið. Tað er ómetaliga hugtakandi.

 

Føroyar

KP: Hvat dámar tær her í Føroyum?

IMK: Eg var her fyrstu ferð í sjeytiárunum og mær dámdi tað sera væl. So var eg aftur fyri tveimum árum síðani, tá eg møtti Jan Andersson í Steinprenti og síðani havi eg verið tvær ferðir. Mær dámar so heilt ótrúliga væl Føroyar, mær dámar nærleikan við havið, skip og bátar, støðugt skiftandi ljósið, veðrið, eg kenni meg veruliga heima her. Yvirhøvur dámar mær væl at ferðast til eitt slag av mentanarligum útjaðarum, tað er okkurt serstakt og autentiskt yvir hesum landinum.

KP: Hvussu dámar tær Listasavn Føroya?

IMK: Mær dámar eisini ómetaliga væl savnið, arkitektoniska úttrykkið, tað tríbýtta framsýningarhølið og staðsetingina hjá savninum í viðalundin. Tað er serstakt og hevur persónligheit og søgu. Eg eri ikki so hugtikin av sonevndum white cube framsýningarrúmum, tí eg haldi tey vera so merkiliga ópersónlig. Við white cube rúmum ber til at hava júst somu framsýningar í ymiskum býum. Eg skilji á lagnum, at tit hava tosað um at broyta Listaskálan, so at hann meira verður ein white cube, tað haldi eg ikki tit skulu gera. Latið salin í Listasavninum fáa frið - skulu tit hava eitt modernað framsýningarrúm til samtíðarlist, kann tað staðsetast onkra aðra staðni í býnum. Men í einum white cube framsýningarrúmi sært tú ongan mun á um framsýningin verður sýnd í London ella Berlin og tað haldi eg vera keðiligt. Mær dámar at arbeiða við autentiskum arkitekturi. Á tann hátt verður framsýningin í Listasavni Føroya eitt eindømi og púra øðrvísi enn allar aðrar framsýningar, og tað haldi eg vera meira áhugavert.

 

Átrúnaðarligar myndir?

KP: Eitt heiti sum House of Darkness – Hours of light myndar eitt slag av antitesu, sum vit kenna aftur frá t.d. barokklistini, eru myndir tínar religiøsar á sama hátt sum barokklist?

 

IMK: Fyri meg eru nøkur ávís krøv galdandi, skulu málningar hava nakað uppá seg. Teir mugu vera spirituellir og í kenslu og útinning hevja seg upp um okkara lív samstundis sum teir jú snúgva seg um lívið. Listasøgan er full av átrúnaði, í grundini er ikonografiin grundað á religión. Og sjálvt um eg eri modernaður málari, dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til at avnokta hesa sannroynd. Eg meini so við, tað snýr seg um máling og lørift, tveir ítøkiligir lutir, sum listafólkið so roynir at umbroyta til nakað, sum hevjar seg upp um tað ítøkiliga. Tað er eitt Sisyfosarbeiði, sum í grundini gongur út uppá at gera vatn til vín og eg haldi, at har er okkurt grundleggjandi religiøst í hesari umbroytingini og í royndini at fáa eina spirituella dimensión í myndirnar. Annars er meginparturin av framsýningini jú myndir, sum skuldu framsýnast í einari kirkju. Vanliga máli eg sera stórar málingar, men til framsýningina, sum eg skuldi hava í Køln, avgjørdi eg at hava smáar málningar. Kirkjurúmið er so mikið monumentalt, at tað ber ikki til at kappast við tað allíkavæl. Men tað var ikki lætt at fara niður í stødd, tær smáu myndirnar føldust sum stórir málningar fangaðir í smáum. Tá eg máli eina røð av málningum missi eg javnan nakrar, soleiðis at skilja, at eg vraki onkrar, harav eru nakrir, sum eg av onkrari orsøk havi standandi, kanska tí eg síggi onkran møguleika í teimum eg veit tað ikki. Men so fann eg uppá at brúka okkurt av teimum vrakaðu myndunum í mínum nýggju verkum, løriftið varð klipt sundur og límað á nakrar træplátur og tá bar betur til. Sum frá líður snýr tað seg um eitt møti millum áskoðaran og málningin. Mínir málningar royna ikki at siga eina ávísa søgu, teir innihalda ymiskar møguleikar, sum áskoðarin kann uppliva um hann ella hon eru opin og áhugað í hesi uppliving.

Framsýningin Between Darkness and Light er opin inntil 21.juni í Listasavninum. Framsýningin við grafiskum myndum er opin í Steinprenti inntil 21.juni.

 

 

Endurljós á Anniku Hoydal í Dimmalætting

Í Dimmalætting, sum kemur 22.mai er ein portrettgrein um og við Anniku Hoydal. Her er eitt brot

"Annika Hoydal er so ótrúliga nógv ymiskt, hon er okkara fyrst útbúni kvinnuligi sjónleikari (Statens Teaterskole í 1973), hon er ein framúrskarandi sangari, tulkari, søgusigari og performari við einari sjáldsamari nærveru, men kanska hava vit gloymt at viðurkenna hana fyri tað, ið kann vísa seg at vera hennara týdningarmesta avrik, nakað, sum verður verandi eftir her, tá vit eru farin. Eg hugsi sjálvandi um sangskattin, sum hon hevur lagt eftir seg. Tað er til dømis Annika Hoydal, ið hevur skrivað lagið til Dropan, Steinstólpuna, Huldurímuna, Mítt minsta land, De grå kavalerer, Stjerner mine venner, Sniglasorgarljóð, Ein drongur gekk í haganum og eina rúgvu av øðrum framúrskarandi sangum. Í yvir fjøruti ár hevur hon skapað hesi løgini, sum staðfesta hennara støðu sum týdningarmikið tónaskald í Føroyum. At vit higartil ikki av álvara hava viðurkent hennara tónasmíð - hon hevur eitt nú ikki fingið nakra mentanarvirðisløn frá almennu Føroyum - er løgið, men orsøkirnar eru møguliga fleirbýttar..."

Ein vitug rødd er tagnað – Ebba in memoriam

Sjálvt um 84 ár er høgur aldur, varð eg ikki sørt kløkk nú eg hoyrdi, at Ebba Hentze er deyð. At ímynda sær, at henda hása, vituga røddin er tagnað, tað er ikki lætt. Trúði eg uppá eitt eftirlív, so kundi eg hugleitt um hvussu rokaligt tað nú man vera í himmiríki, har tey hektiskt leita eftir øskubikarinum og grønum Lookpakkum. Tey hava sjálvandi alt fyri eitt søkt um eykaloyvi til at roykja, drekka og banna í/ á himli, sum Tóroddur Poulsen einaferð orðaði seg í einari mynd. Og júst Tóroddur er ein av yrkjarunum, sum Ebba Hentze dámdi og sum hon týddi til danskt, hon týddi eisini Jóanes Nielsen, Róa Patursson, Jens Paula Heinesen og Edith Södergran m.a. Umframt týðaravirksemið var Ebba Hentze rithøvundur, Tað var longu í 1953, at Ebba Hentze fekk sína yrkjaradebut í virda danska tíðarritinum Hvedekorn. Hon skrivaði yrkingar og barnabøkur eitt nú um Antoniu.

Tann dagin, hon fyllti 80 ár møtti eg henni til eina fernisering í Listahøllini og tá skeldaði hon meg fyri at hava skrivað føðingardagsheilsan og serliga fyri at hava nágreinað hvussu nógv ár hon bleiv - heilt ómetaliga óstortligt helt hon tað vera. Reaktiónin var ógvuliga typisk fyri hesa divaina í føroyskum bókmentum. Hon var skørp og gløgg og fylgdi ómetaliga væl við í føroyskum og norðurlendskum bókmentum. Í nevnda føðingardagsportretti fegnaðist eg um, at Ebba ikki hevði skikkað sær serliga væl og hetta vóru tað nøkur, ið undraðist á. Tað, eg meinti við var, at Ebba Hentze í sjáldsama stóran mun tordi at taka blaðið frá munninum og siga erligt hvat hon meinti. Hennara kritiska lyndi er óvanligt í nútíðarinnar konsensusmerktu mentan og tí var hon serstakliga áhugaverd, um hon onkuntíð kundi gerast nóg so insisterandi. Eg minnist einaferð, tá Útvarpið hevði eina beinleiðis sending um listastuðul og Justinus Eidesgaard var í studio fyri at gera vart við tað, sum hann sá sum ein ójavna í stuðulsjáttanunum. Útvarpsverturin heitti á lurtarar um endiliga at ringja inn og siga sína hjartans meining um málið og tað gjørdi Ebba Hentze so dyggiliga og helst meira enn útvarpsverturin hevði ætlað. Tað var óvæntað, óplanlagt og í grundini praktfult. Ebba Hentze hevur eitt serligt pláss í føroysku bókmentasøguni sum høvundi, bókmentamiðlari, týðari, men eisini sum hvassur viðmerkjari er hon okkum ein intellektuel fyrimynd. Í 2008 fekk Ebba Hentze Mentanarvirðisløn Landsins og frá 2012 fekk hon Sømdargávu Landsins.

Hvíl í friði, góða Ebba og takk fyri innsatsin.

 

Av okkara sólskygdu verð
ynski eg mær bert ein havabonk
har ein ketta sólar sær…
Har hevði eg sitið
við einum brævi í barmi,
einum einasta lítlum brævi.
Soleiðis sær mín dreymur út…

Edith Södergran /Ebba Hentze týddi