Är man lydig belönas man och hyllas, revolterar man mister man allt.

Hugleiðing eftir Tórbjørn Jacobsen í sambandi við filmin Tusen bitar um Bjørn Afzelius:

Ein sunnudag fyri nøkrum árum síðani, eg var til guðstænastu í Glyvra kirkju, fer presturin undir at viðgera ungdómsbyltingina, og hon fekk eina breiðsíðu, sum segði spar tvey til alt annað. Tað skiltist á lagnum, at hevði Guð ikki steðgað eini aðru syndaflóð við ælaboganum, tá Hann gjørdi nýggja pakt við kjøt heimsins, so var hon byrjað í 1968. Skeitti mær yvir á vangan á einum kendum socialdemokrati, hann sat konufólkamegin, og ivaleyst hevur ækvivalensur verið ímillum skallar okkara, tað helt eg meg síggja, vit báðir skiltu onki av hesum svarta missiónssnakkinum, og tað man vera fyrsta ferðin, at tað hevur verið um reppið, at eg eri rýmdur í øðini frá eini kirkjugongd.

”L´année 1968, je la salue avec sérénité.” “Eg bjóði árinum 1968 vælkomnum við friði í sálini.” Á skíggjanum gamlaárskvøld í 1967 tosar Generalurin, franski forsetin Charles de Gaulle, til tjóðina. Hann leggur afturat: ”Eg dugi ikki at síggja nakra ábending í framtíðini um, so langt sum eg kann síggja, at Frakland fer at vera herjað av eini kreppu, soleiðis sum tað so ofta er komið fyri áður.” Fýra mánaðir seinri spruttkókaði tað á universitetum og verksmiðjum, samfelagsins undirskóg, ein alliansa ímillum studentar og verkafólk, var ávegis til hin drúgva og magnfulla marsjin ígjøgnum institutiónirnar, sum Rudi Dutschke hevði tosað fyri. Og skjótt stóð allur vesturheimurin í andaleypi. Í einum eldi. Betongformatiónirnar hjá makthavarunum og kapitalinum stóðu fyri falli, autoriteturin skalv í sínum grundvølli, og líkamikið hvussu tað hepnaðist ella ikki, so var úrslitið eitt væl opnari samfelag, har tónleikurin og sangurin eisini tóku seg til rættis á rókunum í frælsara orðaskiftinum.

Var bara 12 ára gamal tá hetta hendi, og tað man vera ivasamt hvørja ávirkan buldrið og brakið inni á meginlandinum hevði á ein óvita, sum gekk í stuttum brókum á eini skótalegu suðuri á Sandi, saman við klaksvíkingum, men onkur skyldmaður, sum var farin ta tá óvanligu leiðina í Hoydalar at ganga í skúla, ella eitt lítið sindur seinri, hevði tevjað til nýggja rákið. Í vikuskiftunum greiddi hann okkum frá um nakrar rebelskar fýrar, ið vóru farnir at hevja uggafjarðarnar í Dalinum Fagra. Hann lat okkum skeita í næmingablaðið Vitan, og hetta var annað stoffið enn tað sum stóð í Dimmu, ið tá var hvørsmansogn umvegis abonnement. Flestu føroyingar ivaðust ikki í, at Guð hevði hevnt seg fyri eitthvørt, og hevði endurskapt Sodoma og Gomorra í Hoydølum. Um tær leiðir rókust øll ólíkindir. Hetta var vanliga sjargongin kring um landið.

Tá vit komu har í 72, fingu vit um kjalarslóðina á hesi byltingini, - politiskt og musikalskt. Skúlagongdin var ein viðfáningur. Tað ráddi um at forvinna sum mest til ølkassarnar við donskum fílum, onkur festi sær í eina feita, og so gingu tær flestu næturnar við at kjakast um hvør ið var frægari ella verri - Fidel Castro, Tito, Kim il Sung, Mao Tse Tung ella Enver Hoxha, ikki sørt at onkrum dámdi Josef Stalin eisini, og sum viðskera lurtaðu vit eftir Debess & Petersen, Donovan, Sume, Rasmus Lyberth, Beatles, Jimi Hendrix, Rolling Stones, Sebastian og Hoola Bandoola Band.

Har hoyrdu vit hesa snjallu røddina á fyrsta sinni, røddin sum kom at fylgja okkum tey næstu mongu árini og ger tað enn. Björn Afzelius. Hetta var nakað annað enn at hoyra rómapoppin hjá Hootenanny Singers ella Hep Stars. Hesir hóskaðu inn i vinstrahalla umhvørvið, melodiirnir vóru fínir, og sosiala indignatiónin og politisku stríðsrópini í tekstunum fóru beint undir húðina og skallabeinini. Eyðkenda nasala og snjalla toneringin var ikki ólík henni hjá einum øðrum tónleikaflogviti – John Lennon. Björn var føddur í 1947, og kom tí bóltandi beint inn í hesa tíðina, tá heimurin koppaði. Rockandi og rullandi tónleikurin festi í hann, og slepti honum ongantíð aftur, hóast brigdini seinri gjørdust rúmari. Elvis Presley gjørdist stóra fyrimyndin. Hesin setti ferð á sangin, Beatles settu ferð á guitarspælið og Bob Dylan fekk hann at skilja, hvønn týdning yrkingin kann hava afturvið tónleikinum.

Heilt tilvildarliga hittust teir báðir Mikael Wiehe í 1970, og tað var Wiehe sum eggjaði honum til at fara undir at yrkja. Teir gjørdust ein norðurlendskur pendantur til Lennon-McCartney. Í Hoola Bandoola Band og seinri við so mong onnur høvið. Annars fekk Afzelius ikki sín fyrsta Hagström guitara frá pápanum fyrrenn í 1964, tá hann var 17 ára gamal. Tástaðni lærdi hann at spæla uppá.

Eftir at Afzelius var látin, tóku Steintór Rasmussen og aðrir stig til at geva nakrar av sangum hansara út í føroyskari týðing. Var mentamálaráðharri, tá plátan kom á marknaðin, og konsert varð hildin í Norðurlandahúsinum. Í røðuni hetta kvøldið rósti eg produktinum, væl frágingið, men eg skilti ikki hví sangurin “Tankar i Havanna” ikki var við í sortimentinum. Visti at hann hevði havt eina rættiliga passión fyri Cuba, tað vóru vit fleiri sum høvdu og enn hava, og tá hann í sanginum sigur:

 

Jag går längs Malecònpromenaden och känner mig rörd och stolt
Och stärk inför kommunismens idè som enade Kubas folk
Att resa sig mot förtryckarna och sen slänga de ut i sjön
Jag tänker på hur vi har det därhemma

Ja, - so sigur hetta nakað um, hvussu sensitivur og emotionellur hann var.

Kenslurnar eru farnar avstað við honum, og júst hendan serliga tropukommunisman hjá Fidel Castro gjørdist kanska í meira lagi ein trúarsøk. Tann dagin tú varnast handaru síðuna á medaljuni, sært inn í skitnu bakgarðarnar og varnast, at eisini her verður leninistiska hevdin hildin um, at eftirlit er betur enn álit, tá koppar trúgvin, og í bókini “Einaferð í Havanna” er hann eirindaleysur. Helst er hetta ein endurminnandi bók. Hann vendir cubansku kollveltingini fult og heilt bakið, og einastaðni skrivar hann: “Hevði Ché verið á lívi ídag, so hevði hann av sínum eintingum verið farin niðan í politbureau´ið við eini automatkarabin og avrættað alt hetta harkaliðið við riflukúlum.” Tað kennist sum spektrið er annaðhvørt svart ella hvítt, har eru ongir millumleikir. Støðan á Cuba, júst tá hann ger hesa ferðina, er verri enn nakrantíð. Sovjet er fallið, og Cuba hevur mist 80% av sínum exportmarknaði og 60% av sínum importmarknaði. Bara treiskni gjørdi, at teir hóraðu undan, og okkurt bendir á, at ein tekkilig kvinna, enn einaferð, liggur ímillum Afzelius og systemið, sum hann elskaði, men nú legði hatur á. Hann fekk ikki visum til Cuba aftur. Hann hevði sett teir í ringt ljós í svenskum miðlum, og tað kundi kommunistiska politibureau´ið ikki kapera, yvirhøvur, og serliga svárt var tað, tá teir lógu so lágt frammanundan. So segði hann, tað er í neyðini, at tú vinir tínar kennir.

Hann var kommunistur og demokratur. Tí var roykurin úr bakarínum í Havanna í so treystur. Hetta forðaði honum ikki í at spæla til 1. mai dags haldum, anti Apartheid átøkum og á Land og Folk Festivalinum – um okkara leiðir.

Kortini fekk Cuba stóra ávirkan á hann tónlistarliga. Serliga vinskapurin við troubadurin Silvio Rodriguez sæst aftur hjá honum, og umvegis Björn er vinmaður Castro, Silvio, endaður í føroyska sangskattinum. Í sanginum hjá Frændum: “Sangur til frælsi.”

Teir siga, at antennurnar hjá norska Útvarpinum standa so høgt, helst uppi á Dovra fjøllum, at tær hoyrast heilt yvir til Vínlands. Í áttatiárunum hevði NRK kvøðuljómasending á midnátt. Annaðhvørt vit vóru ávegis til Grønlands ella til Ameriku, so skróvaði lurtið á skottinum, og í fleiri ár var hesin Linnet-sangurin, í svensku versiónini hjá Afzelius, fyrsta valið í sendingunum. Ein sangur sum ongantíð doyr. Har hoyra vit eina aðra síðu av gamla rock and rollaranum. Kykmyndin vit nú fara at síggja hevur av góðum grundum fingið heitið “Tusen bitar”. Tað sigst, at vit í henni fáa meiri at vita um ein kendan persón, sum tey fægstu kendu.

Eitt kvøldið fyrst í nullunum vóru vit til konsert í Amager Bio. Mikael Wiehe spældi og sang, einsamallur. Ímillum tvey løg segði hann, at hann helt seg bera kenslu á flestu áhoyrararnar, sum trúgvir høvdu fylgt honum og Björn Afzelius øll árini. Tað bar til at drekka bjór og at roykja í bio-høllini, og hann helt fyri, at einasti munurin á fyrr og nú var, at frekvensurin út úr og inn í kykmyndahøllina var títtari, nú áhoyrararnir høvdu størri tørv á at kasta sær av vatninum, enn á ungum árum. Kanska verður skilið tað sama í kvøld.

Eitt kvøldið í februar mánaða 1999 sótu vit úti á ganginum á ovastu hædd á Gamla Apoteki. Tingmenn úr flestu flokkum. Har stóð eitt ilt av einum sjónvarpi, og í endanum á tíðindasendingini Degi & Viku kemur fráboðanin um, at tann stóri svenski troubadururin Björn Afzelius var deyður – bert 52 ára gamal. Ein herskin sorgarløta – men tónleikurin livir. Á myndini kom hann spasserandi ígjøgnum eina viðarlund, keturoykjandi eina cigarett fyri og aðra eftir. Lungakrabbi drap hann, og hann liggur grivin í Västra kyrkogården í Göteborg í Svítjóð.

So. - Är man lydig belönas man och hyllas, revolterar man mister man allt.