Eg føli meg heima her - Samrøða við Ian McKeever

http://www.listaportal.com/framsyningar/2015/5/22/ian-mckeever-listasavninum-listin-er-til-staar

Heimskendi bretski listamaðurin, Ian McKeever hevur verið fýra ferð í Føroyum, hetta av tí, at hann er hugtikin av landinum, kanska tí tað minnar hann um okkurt, hann upplivdi í uppvøkstri sínum. Hann er føddur í 1946 í lítlu bygdini Withernsea í Yorkshire við havið. Í dag býr hann í Dorset í Onglandi. Hansara verk eru umboðað í mongum listasavnum í Europa og USA, t.d. Tate Gallery, British Museum, The Scottish National Gallery of Modern Art, Mumok, Museum moderner Kunst Wien, Kunsthalle Kiel, Louisiana Museum of Modern Art, Ny Carlsberg Fondet, Sønderjyllands Kunstmuseum,  Kiasma, Metropolitan Museum, Brooklyn Museum of Art, Boston Museum of Fine Art, MIT List Visual Arts Center í Massachusetts m.a. Og nú eru hansara verk eisini at síggja í Havn

 

Verkini hjá Ian McKeever kunnu komandi tíðina upplivast bæði í Listasavninum og í Steinprenti, har eg møtti listamanninum til eitt prát ein vakran vármorgun í mai beint tá tey vóru í gongd við at prenta myndir til framsýningina niðriundir, men listamaðurin hevði góða tíð at práta. Hann er yvirhøvur ómetaliga fyrikomandi maður, sum er lættur at práta við, og sum tosar spakuliga fyri at tryggja, at eg fái alt við. Hansara cv er ov umfatandi at endurgeva í eini grein sum hesari, men í stuttum er hann sjálvlærdur listamaður, sum í dag er gestaprofessari í málarí á University of Brighton, og millum 2006 og 2011 var hann professari í tekning í Royal Academy School of Arts í London. Ian McKeever hevur skrivað ein heilan hóp av tekstum um list og hansara holli kunnleiki um listina merkist týðiliga, tá hann greiðir frá. Eg spyrji fyrst um hann kann greiða frá framsýningunum í Havn.

 Abstrakt list

IMK: Eg gjørdi eina framsýning í Køln í fjør við smáum myndum í einum kirkjubygningi í Kunst-Station Sankt Peter, sum fór víðari til Sønderjyllands Kunstmuseum, har Ove Mogensen skipaði fyri framsýning har og tað var hann, sum fekk hugskotið, at eg skuldi fara til Føroya at framsýna í Listasavninum. Her er framsýningin øðrvísi, tí her eru aðrar myndir komnar aftrat, bæði fotomyndir og stórir málningar. Fotomyndirnar eru elasmá fragment av ymiskum, sum eg síggi í gerandisdegnum og sum eg fotograferi við denti á ljós og skugga, tí eg eri áhugaður í mátanum myndevnini broytast samleika bæði tilfarsliga og ítøkiliga. Eg eri abstraktur listamaður, tvs. at eg ikki eru áhugaður í at mála t.d. ein stól ella eitt borð, tað er har alt frammanundan. Í staðin royni eg at mála fram eina hjáveru av nøkrum nýggjum, sum ikki var har áðrenn. Tað snýr seg um at geva áskoðaranum ein varhuga av onkrum, sum hann ella hon kanska kennir aftur uttan at vita hvat tað er. Tað er tað frálíka við ljósi, at tað ikki er støðugt. Ljósið í Føroyum broytist alla tíðina og tað dámar mær so sera væl.

 

Steinprent og litirnir

KP: Tíni grafisku prent eru øðrvísi enn málningarnir, kanst tú greiða frá framsýningini í Steinprenti?

IMK: Ja, í Steinprenti verður talan um eina heilt øðrvísi framsýning fyrst og fremst við prentum, sum eg havi gjørt her. Eg var her í januar og arbeiddi í eina viku, tá byrjaði eg uppá fleiri steinar, sum eg ikki fekk lidnar. Higartil hava vit fingið 5 stórar og 5 smáar lidnar og vit arbeiða uppá 3-4 smáar steinar í løtuni. Eg hugsi eisini at framsýna fimm gouachemyndir í Steinprenti. Tann framsýningin verður kanska eitt sindur meira litrík, eg havi í grundini ikki verið so litríkur fyrr. Í eini fimtan ár brúkti eg næstan bara svart og hvítt, men nú eri eg spakuliga farin at brúka litir sum reytt, blátt og grønt og litavalið økist spakuliga. Her er gott at arbeiða í Steinprenti. Jan Andersson arbeiðir jú sum eitt ørt og so hevur hann eina ómetaliga góða kenslu fyri tí, eg kundi hugsa mær. Tað er næstan sum at hava tveir av tær sjálvum í rúminum. Tá eg máli eri eg altíð einsamallur og eri eg í ferð við t.d. eini røð av málningum til eina framsýning, so eri eg næstan avbyrgdur fyri meg sjálva meðan eg arbeiði. Málarí gongur ógvuliga seint fyri seg, eg kann arbeiða í mánaðar og ár uppá ein málning. Steinprent gongur hinvegin ógvuliga skjótt fyri seg og tað kann í grundini tykjast ørkymlandi, tá mann er vanur við nakað annað. Ein góður prentari sum Jan Andersson dugir at sissa listafólkið, so at mann følir, at alt er í lagið. Eg eri bergtikin av steinprenti og serliga áhugaður í viðurskiftunum millum tann tunga steinin, summir steinar viga 80 kilo, og so tað fjøðurlætta pappírið. Megin hjá steininum og viðkvæma pappírið, ið tilsamans gerast til nakað triðja, ið er listaverkið. Tað er ómetaliga hugtakandi.

 

Føroyar

KP: Hvat dámar tær her í Føroyum?

IMK: Eg var her fyrstu ferð í sjeytiárunum og mær dámdi tað sera væl. So var eg aftur fyri tveimum árum síðani, tá eg møtti Jan Andersson í Steinprenti og síðani havi eg verið tvær ferðir. Mær dámar so heilt ótrúliga væl Føroyar, mær dámar nærleikan við havið, skip og bátar, støðugt skiftandi ljósið, veðrið, eg kenni meg veruliga heima her. Yvirhøvur dámar mær væl at ferðast til eitt slag av mentanarligum útjaðarum, tað er okkurt serstakt og autentiskt yvir hesum landinum.

KP: Hvussu dámar tær Listasavn Føroya?

IMK: Mær dámar eisini ómetaliga væl savnið, arkitektoniska úttrykkið, tað tríbýtta framsýningarhølið og staðsetingina hjá savninum í viðalundin. Tað er serstakt og hevur persónligheit og søgu. Eg eri ikki so hugtikin av sonevndum white cube framsýningarrúmum, tí eg haldi tey vera so merkiliga ópersónlig. Við white cube rúmum ber til at hava júst somu framsýningar í ymiskum býum. Eg skilji á lagnum, at tit hava tosað um at broyta Listaskálan, so at hann meira verður ein white cube, tað haldi eg ikki tit skulu gera. Latið salin í Listasavninum fáa frið - skulu tit hava eitt modernað framsýningarrúm til samtíðarlist, kann tað staðsetast onkra aðra staðni í býnum. Men í einum white cube framsýningarrúmi sært tú ongan mun á um framsýningin verður sýnd í London ella Berlin og tað haldi eg vera keðiligt. Mær dámar at arbeiða við autentiskum arkitekturi. Á tann hátt verður framsýningin í Listasavni Føroya eitt eindømi og púra øðrvísi enn allar aðrar framsýningar, og tað haldi eg vera meira áhugavert.

 

Átrúnaðarligar myndir?

KP: Eitt heiti sum House of Darkness – Hours of light myndar eitt slag av antitesu, sum vit kenna aftur frá t.d. barokklistini, eru myndir tínar religiøsar á sama hátt sum barokklist?

 

IMK: Fyri meg eru nøkur ávís krøv galdandi, skulu málningar hava nakað uppá seg. Teir mugu vera spirituellir og í kenslu og útinning hevja seg upp um okkara lív samstundis sum teir jú snúgva seg um lívið. Listasøgan er full av átrúnaði, í grundini er ikonografiin grundað á religión. Og sjálvt um eg eri modernaður málari, dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til at avnokta hesa sannroynd. Eg meini so við, tað snýr seg um máling og lørift, tveir ítøkiligir lutir, sum listafólkið so roynir at umbroyta til nakað, sum hevjar seg upp um tað ítøkiliga. Tað er eitt Sisyfosarbeiði, sum í grundini gongur út uppá at gera vatn til vín og eg haldi, at har er okkurt grundleggjandi religiøst í hesari umbroytingini og í royndini at fáa eina spirituella dimensión í myndirnar. Annars er meginparturin av framsýningini jú myndir, sum skuldu framsýnast í einari kirkju. Vanliga máli eg sera stórar málingar, men til framsýningina, sum eg skuldi hava í Køln, avgjørdi eg at hava smáar málningar. Kirkjurúmið er so mikið monumentalt, at tað ber ikki til at kappast við tað allíkavæl. Men tað var ikki lætt at fara niður í stødd, tær smáu myndirnar føldust sum stórir málningar fangaðir í smáum. Tá eg máli eina røð av málningum missi eg javnan nakrar, soleiðis at skilja, at eg vraki onkrar, harav eru nakrir, sum eg av onkrari orsøk havi standandi, kanska tí eg síggi onkran møguleika í teimum eg veit tað ikki. Men so fann eg uppá at brúka okkurt av teimum vrakaðu myndunum í mínum nýggju verkum, løriftið varð klipt sundur og límað á nakrar træplátur og tá bar betur til. Sum frá líður snýr tað seg um eitt møti millum áskoðaran og málningin. Mínir málningar royna ikki at siga eina ávísa søgu, teir innihalda ymiskar møguleikar, sum áskoðarin kann uppliva um hann ella hon eru opin og áhugað í hesi uppliving.

Framsýningin Between Darkness and Light er opin inntil 21.juni í Listasavninum. Framsýningin við grafiskum myndum er opin í Steinprenti inntil 21.juni.