Raif Badawi skal hava 1000 pískasløg

Í morgin 13.januar hevur hesin ungi maðurin, bloggarin Raif Badawi frá Saudi Arabien føðingardag. Hann fekk fríggjadagin 50 pískasløg við at hava “fornermað Islam” við síni skriving. Hetta varð hann dømdur at fáa 1000 pískasløg fyri. Tessvegna skal hann pískast 950 ferð aftrat komandi 19 vikurnar. Á føðingardegi Raif Badawis ynskja Amnesty og PEN í Danmark at vísa stuðul, tey ætla í hesum sambandi at tendra ljós framman fyri Saudiarabisku ambassaduna í Keypmannahavn. Tað er millum klokkan 16.30 og 17.00 á Omøgade 8, 2100 Kbh.Ø. 

Tað ber til at mótmæla á heimasíðuni hjá Amnesty her:

http://www.amnesty.dk/side/stop-badawis-groteske-straf

 

Dennis Agerblad við í danskari talentkapping

Dennis Agerblad Band er sloppið víðari í “Danmark har Talent”, ið er ein ógvuliga breið talentkapping, sum TV2 fyriskipar. Dennis Agerblad eitur Robin Ova Tolfsen, hann er Vestmenningur, ein av okkara mest sermerktu og áhugaverdu listafólkum, sum í mong ár hevur búleikast í Keypmannahavn. Hann hevur fleiri ferðir verið við á framsýningum í Listasavninum, t.d. Várframsýningum og Ólavsøkuframsýningum. Listarliga arbeiðir hann m.a. við performance og dyrkar tað ekstrema, tað ljóta, meiningsleysa, ótilpassaða og stuttliga og so er hann krossdressari ella trash drag queen. Nú fáa vit at síggja hvussu tað gongur - fyribils er her eitt lítið brot frá TV2 – góða eydnu, Dennis Agerblad.

http://programmer.tv2.dk/danmark-har-talent/optraedener/2015-01-10-danmark-har-talent-koebenhavnsk-band-hiver-selleri-ud-af

Minnist tú enn – eitt bragd

 

Kinna Poulsen – Ummæli í Dimmalætting 19.des.2014

Tað er ikki á hvørjum degi, at vit fáa borðreidda føroyska søgu, sum leggur dent á sjónarmiðini hjá ungdóminum. Tað er hetta og so sjálvandi tónleikurin, sum ger útgávuna av føroyskari tónleikasøgu í hálva øld spennandi.

Føroyska rútmiska tónleikasøgan frá 1956 til 2006 við heitinum “Minnist tú enn?” varð send í sjónvarpinum í 2010 og í 2013 - eg haldi, at eg so líðandi man hava sæð teir flestu av teimum 13 pørtunum, men nú er røðin givin út og til ber at lurta neyvari eftir ymiskum, sum hevur tín serliga áhuga og ikki minst at spola framvið Dynamitt og teirra trettandu grøv. Og lat meg bara leggja kortini á borðið alt fyri eitt og viðganga, at eg eri ógegnig at ummæla, tí onkrastaðni í hesari at kalla altumfatandi 13 tímars røðini uppdagaði eg meg sjálva í einum stuttum broti, har eg sang saman við Paula í Sandagerði samstundis sum speakarin, Suni Merkistein staðfestir, at rútmiski tónleikurin er heldur trilvandi hetta tíðarskeiðið og tað er eitt sindur snópisligt og kanska eisini tilvildarligt, men tekur einki frá hesari útgávuni, sum fevnir um nakrar einastandandi fínar sendingar, sum lýsa ta føroysku popbyrjanina við romantisku føroysku sangunum í fimtiárunum umframt beattónleikin í trýssunum, fólkatónleikin, poppin og jazzin í sjeyti- og áttatiárunum, tungmálmin og Prix Føroyar í 90-unum, Undrið í Gøtu og altjóða frambrotini eftir aldamótið

Tað, sum ger hesa heimildarsøguna serliga er, at hon verður søgd við støði í ungdómi og heilt erligt, hvussu nógvar føroyskar heimildarsendingar eru gjørdar út frá einum ungum sjónarmiði? Tað er nú einaferð soleiðis bæði heima og uttanlands, at menningin innan rútmiskan tónleik í stóran mun er defineraður av ungdómi og tað er praktfult at síggja sendingar um føroyskan ungdóm í hálva øld.

Tað hevur kravt ein øgiliga áhuga og innlit at gera hesar sendingarnar, tí tað hevur verið upp til Suna Merkistein og Hans Petur Hansen sjálvar at leita og finna tilfarið fram, áðrenn tað kundi viðgerast. Aftrat teimum hava Jón McBirnie, Finnur Hansen og Brian Samson mannað tað fasta framleiðsluliðið. Teir trettan partarnir eru nøkulunda eins bygdir upp við einari breiðari samfelagsligari og mentanarligari introduktión og við einari áhugaverdari lýsing av umstøðunum hjá teimum ungu. Myndir úr teimum ymisku tíðarskeiðunum eru gravaðar fram og hegnisliga settar saman afturvið samtíðartónleiki, ofta passar tað rættiliga væl saman, sum t.d. tá vit síggja myndir av rokinum, tá Perlan varð tikin niður og vit samstundis hoyra úrmælingin Jørgen Dahl syngja “Are we endangered...?” og tað vóru jazzarar ella í øllum førum teirra tilhaldsstaður. Harumframt eru samrøður við fólk í samtíðini og við tónleikarar í nútíðini, sum líta aftur á bæði egin avrik og á tónleikinavrik hjá øðrum. Fyri meg er tað kanska serliga áhugavert at uppliva mína egnu tíð, tvs. frá áttatiárunum, tá Perlutrøll og Seturssnobbar ganga ørindagongu fyri KGB (sitat Dagblaðið), tá AIDS er áleikandi pestin og plátan “Saman við tær” hjá Frændum varð givin út og gjøgnumtaglað. Og mitt í rokanum lesur Tóroddur Poulsen sína yrking “Stóð tú” frá fyrsta yrkingarsavninum, Botnfall, sum hevur 30 ára jubileum í ár. Sum heild eru sendingarnar forvitnisligar og fjølbroyttar, ljóðið er gott, hálvfjersaratónleikurin hevur eitt serligt, hugtakandi fjálgt ljóð, men tað eldra tilfarið er eisini ómetaliga festligt, kanska tí eg sambindi nógv av hesum tónleikinum við tílíkt, sum hevur verið spælt í útvarpinum gamlaárskvøld og á ólavsøku. Har er munur á teimum eldru og teimum nýggjaru pørtunum, tað hevur partvíst við tilfarið og vaksandi professionaliseringina á tónleikamarknaðinum at gera. Har er t.d. meira til av filmaðum tilfari av Teiti og Eivør enn av teimum eldru tónleikarunum. Samanumtikið er “Minnist tú enn” eitt bragd, og tað er at fegnast um, at sendingarnar nú eru savnaðar saman og givnar út við bóklingum við relevantum upplýsingum, umframt ymiskum eykatilfari, m.a. einari fløgu við tjúgu sangum, sum ikki áður hava verið á fløgu.

 

Stórfingin, skelkandi og sannførandi Skuld

Kinna Poulsen - Ummæli í Dimmalætting 19.des.2014

Ræðufilmurin hjá Heiðriki á Heygum imponerar, og tað sama gera fleiri av hinum stuttfilmunum, sum vórðu sýndir fram Geytakvøldið herfyri. Her er eitt ummæli av nøkrum teirra.

At sita ímillum spentar tannáringar í hópatali og uppliva ræðufilmin “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum er ein avbjóðing, skal eg bara heilsa og siga. Og eg veit ikki um hesin støðugi tinnitus tónin er tagnaður aftur, tá blaðið fer til prentingar, men eg havi ikki í mínum livandi lívi upplivað tílíkt skríggjarí sum í Norðurlandahúsinum síðsta fríggjadag. Tá vórðu teir 10 innstillaðu Geytafilmarnir vístir og tað var "Skuld", ið elvdi til skríggjaríið. “Skuld” gjørdist dupultur vinnari, og fekk heiðurslønina frá dómarunum og frá áhoyrarunum. Eg haldi ikki, at nakar ivi kann vera um, at tað var tann rætti filmurin, sum vann, hann var heilt einfalt á hægri støði enn hinir. Eg bleiv eisini bangin har eg sat, og sjálvt um eg royndi at verja sinnið við gerandishugsanum um stílar og bakiuppskriftir, kendist latenta angistin yvir øllum salinum, skríggini ørkymlaðu og tað gjørdi filmurin sanniliga eisini.

Ein sympatisk søga

Mariann Hansen er ein genialur sjónleikari - tað er hon á palli, og eftir øllum at døma eisini á filmi. Og sjálvt um stórur munur er millum ta elskuligu góðseigaradóttrina í Kirsuberjagarðinum á Tjóðpallinum og ta sviknu samtíðarkvinnuna í stuttfilminum “Kom og dansa”, spælir hon akkurát líka væl við stórum, skemtiligum yvirskoti, so at vit trúgva uppá persónin, sum hon skapar. Henda tragikomedian hjá Andriasi Høgenni ger kanska ikki so nógv um seg, um vit hugsa um scenografi og filmsteknisk snildi, men eg haldi, at hon heilt vist gevur áskoðaranum nakað innihaldsliga sæð. Lítla kamarspælið millum tveir kappingarneytar setir í heilum spurningar um galdandi maktviðurskifti, sum tykjast relevant og menniskjanslig. Skeldaríið millum tær báðar – “ta feitu, sum feykar” og “handikapphoruna”, er ordiliga stuttligt m.a. við einari senu, sum minnir um ta kendu feykaðu orgasmusenuna hjá Meg Reilly í When Harry met Sally”. Sóleyð Danielsen hevur leiklutin sum femme fatale og tað ger hon væl. Hetta er sum heild ein sera sympatisk søga, so tá svikna daman til tónarnar hjá Cat Stevens at enda spákar avstað og tveitir fartelefonina hjá tí ótrúgva sjeikinum, eru vit púra við í frígeringini og fegnast hennara vegna. Andrias Høgenni er gávuríkur leikstjóri, tað sæst eisini á tí heldur drúgva hybrid-heimildarfilminum “Det man(d) ikke taler om”, sum snýr seg um menn, ið verða misbrúktir og neyðtiknir.

Ein føroysk samkynd kærleikstragedia

Filmurin hjá Mariu Winther Olsen “Sum einglar vit falla” er somuleiðis sera viðkomandi, tó at bæði evni og stílur minna rættiliga nógv um teir báðar ungdómsfilmarnar hjá Sakaris Stórá. Í stuttu føroysku filmslistasøguni eru nógv vøkur ung andlit, men filmsmyndir av vakrum ósekum ungdómi í føroyskari náttúru við fuglaljóði og eini undirliggjandi undirgangskenslu og daprum tónaspori fær meg altso fyrst og fremst at hugsa um gávuríkasta føroyska filmsleikstjóran, sum dugir listina at rógva framundir. Maria Winther Olsen er eitt sindur meira yvirtýðilig enn Sakaris Stórá og innihaldsliga fer hon eitt sindur longur enn fyrimyndin og tað kunnu øll LGBT viðhaldsfólk fegnast um - her er í hvussu so er eingin ivi um kynsliga samleikan hjá teimum gentunum, her hava vit av sonnum eina føroyska samkynda versión av Romeo og Julie í fullum blóma. Føroyska filmslistin er í stóran mun vígvøllurin hjá ungum fólki og tað er gott, men hevði helst verið enn betur, um tey í størri mun leitaðu sær hjálp og tóku í móti stuðul frá royndum fólkum við ansi fyri at siga søgur.

Væl eydnaðar royndir

“Gongdin“ er ein surrealistisk dreymakend lýsing av einum manni, sum finnur seg fangaðan í eini gongd við nógvum læstum hurðum, sum verður leiddur á beina leið av einari smágentu. Hetta er ein stuttfilmsroynd hjá ungum á Nóllywood, sum er væl eydnað. Tað er stuttfilmurin hjá Franklin Henriksen sanniliga eisini, og er talan um ein skúlauppgávufilm vænti eg, at filmurin røkkur allarhægsta karakter. Hetta er ein sera stuttur filmur, sum varir 4 minuttir og 48 sekund um ein mann, sum koyrir í toki. Filmurin er væl gjørdur, hann er komprimeraður og fullur av symbolum, alla tíðina gongur tíðin og tá ljósið haraftrat blaktrar óunniliga meðan ljóðið er suðar ídnaðarliga og filmurin er svarthvítur og pólskur, og formatið er gamaldags, so er tað líka við, at hann í ov stóran mun líkist stórari filmslist frá fyrr í tíðini, men hetta er ein sera flott roynd og eg rokni við, at vit kunnu vænta okkum nógv frá Franklin Henriksen.

Stórur munur

Munurin á teimum 10 framsýndu filmunum er ógvuliga stórur, kanska er hann ov stórur, kanska kundi helvtin verið tikið av skránni, og kanska kundi mann býtt eitt tílíkt kvøld upp í kategoriir, men møguliga er fjølbroytnið og dygdarmunurin bara eitt ítøkiligt dømi um, at listaslagið enn er feskt í Føroyum. Eg sat eisini og hugsaði um spælifilmin LUDO og undraðist á, at hann eyðsýniliga ikki  hoyrir heima á einum tílíkum filmsfagnaðarkvøldið. Men tað sær út til, at fyriskipararnir satsa uppá breiddina heldur enn elituna fyri at fáa fólkið við og tað gongur kanska eina tíð, men tað fantastiska við hesum nýggja listaslagnum er, at kritiska atlitið millum fólk verður hvassari alla tíðina. Nú sat eg sum nevnt í einum sali fullum av ungum fólkum í sama aldri sum tey, eg undirvísi og eg má siga, at eg eri bilsin um áhugan og nærveruna, eg merkti frá hesum fólkum, sum vanliga ikki megna at síggja ein film uttan at kekka fartelefon og teldu nokk so nógvar ferðir. Í Norðurlandahúsinum valdaði total konsentratión, hetta er eitt listaslag, sum í serligan mun talar til tey ungu og tað er í sær sjálvum ein umráðandi orsøk til at stuðla filmi. Eg eri onkuntíð eitt sindur ørkymlað av lyndinum, sum filmfólk hava, til at seta seg sjálvi uttanfyri felagsskapin við hini listasløgini við ynskinum um at mynda ein sonevndan filmsídnað, men aftaná at hava sæð 10 Geytafilmar haldi eg meg skilja betur tørvin, tey sipa til. Ein filmur sum “Skuld” sær í hvussu so er út sum um hann hevur ein filmsídnað aftan fyri seg og tað hevur hann helst eisini - í øllum førum partvíst, tí hann er gjørdur undir virkisøkinum hjá danska filmsskúlanum, Super 16.

Skuld – annað og meira enn effektir

“Skuld” er sum áður nevnt á einum heilt øðrum støði enn hinir filmarnir, m.a. tá tað kemur til tað filmstekniska. Tá eg á sinni hoyrdi, at Heiðrik á Heygum ætlaði sær í gongd við ein hálvtrýssaragysara, var eg fyrst eitt sindur ørkymlað, tí eg hugsaði, at tað kundi enda í grunnskygdum kostumespæli og effektum. Og tær eru eisini við í ríkum tali í filminum. Effektir, sum vit kenna úr øðrum ræðufilmum, blóðið rennur í stríðum streymi og seyrar upp gjøgnum blomsturvasar á sama hátt sum blóðið í stuttligu ræðusøgurøðini Riget hjá Lars von Trier ella í The Shining hjá Stanley Kubrick. Aðrar tilsipingar eru til Carrie hjá Brian de Palma og til nýggjari japanskar ræðufilmar, sum eg ikki eingang tori at fáa fortaldar, tí teir eru so óhugnaligir og eg hati ræðufilmar. Men “Skuld” er annað og meira enn effektir. Eg eri ikki vís í, at eg haldi nakra orsøk vera til, at søgan partú skal ganga fyri seg í hálvtrýssunum, tí eg haldi saktans, at søgugongdin kundi farið fram í dag. Men tað eydnast hinvegin væl hjá Heiðriki at mana fram hálvtrýssarahuglag í myndunum. Høvuðspersónurin, sum vakra Sofía Nolsøe Mikkelsen spælir meistaraliga væl, hevur fyri kortum mist eitt barn, men er nú byrjað aftur í starvi sínum sum heimasjúkrasystir. Hon verður send at hjálpa einari deyðasjúkari konu, sum býr á útoyggj. Sum í øllum ordiligum ræðufilmum, kemur óndskapurin innanífrá, men eg skal ikki oyðileggja filmsupplivingina við at siga nógv meira um tað. Eg haldi sjálv, at hjásøgan um ta doyggjandi konuna er áhugaverd og á ein hátt meira kensluborið framborin enn høvuðs(ræðu)søgan, Rúna á Heygum spælir leiklutin væl við einum serligum seinføri, sum klæðir filminum. Her er okkurt yvir hesari lýsingini, sum minnir eitt sindur um tann fína heimildarfilmin “Aldur”, sum Heiðrikur á Heygum gjørdi fyri nøkrum árum síðani og her hugsi eg ikki um nakað familjurelaterað so sum at Svimjiomman og Rúna eru møðgur. Eg hugsi fyrst og fremst um hugtakandi myndakompositión í filminum, um ljósið og symmetriina. Jú, Heiðrikur á Heygum hevur okkurt uppá hjarta og hann dugir at bera tað fram filmsliga. “Skuld” er ómetaliga óhugnalig filmsuppliving, men nú aftaná, tá skríggj og ýlitóni eru tagnað, haldi eg, at filmurin fyrst og fremst er dømi um stórfingin myndalig frásagnarevni.

Jóhan Martin Christiansen við í The Hot Show

Tað má sigast, at Jóhan Martin Christiansen byrjar listaárið við stíli, tá hann 9.januar verður við á eini bólkaframsýning í Galleri Nicolai Wallner í Keypmannahavn. Ungi føroyski listamaðurin fer at framsýna nøkur tekstilverk og nøkur gipsverk á framsýningini av sama slagi, sum vóru við á Várframsýningini í Listasavninum og DRESS í Steinprenti í Havn í fjør. Framsýningin The Hot Show heldur á inntil 28.februar. Galleri Wallner liggur á Ny Carlsbergvej 68.

Mentanarárið 2014

Tóroddur Poulsen: Tøgn (2010)

Tóroddur Poulsen: Tøgn (2010)

Gott nýggjár, kæru lesarar og skrollarar, og túsund takk fyri tað farna. Listaportalurin er nú næstan hálvt ára gamal, hann er neyvan komin til grulvistadiið, men eftirsum áhugin fyri list og mentan økist støðugt, so haldi eg fram eisini í 2015 í framhaldandi samstarvi við Dimmalætting. Steinprentið omanfyri gjørdi Tóroddur Poulsen í 2010, men eg brúki øll høvi at draga hesa herligu myndina fram. Akkurát hetta høvið er í grundini ikki serliga sannførandi, tí í kringvarpssendingini “Mentanarárið 2014” er lítil og eingin tøgn. Hinvegin er tað kanska tað, sum ikki verður sagt, ella tað, sum lítið verður sagt um, sum er serliga áhugavert í sendingini, t.d. viðvíkjandi LUDO hjá Katrini Ottarsdóttir, sum eg sjálv helt vera eitt hæddarpunkt í filmsárinum 2014, men sum eg hoyri viðgjørdan eins og eitt ella annað uttanfyristandandi ískoyti. Tað eru teir báðir, Pætur M.Dahl og Birgir Kruse, ið práta og teir fegnast um gongdina innan føroyskan filmsgerð. Fyrrnevndi tosar m.a. um týdningin av at hava eina føroyska filmsframleiðslu á sama hátt sum Heiðrikur av Heygum hevði tað, tá hann gjørdi “Skuld”. Bókmentafrøðingarnir Bergur D.Hansen og Vár í Ólavstovu staðfesta, at tað vóru Carl Jóhan Jensen og Tóroddur Poulsen, sum við bókunum “Eg síggi teg betur í myrkri” og “Rustur sum viður og vindur” borðreiddu við ársins bókmentaligu hæddarpunktum. Bergur D.Hansen hevur eina sera áhugaverda lýsing av prosabókini hjá Tóroddi Poulsen, har hann kemur inn á tær mongu røddirnar og tekstasløgini í prosabókini. Yrkingarnar frá í ár eru eitt sindur siðbundnar, verður ført fram – ikki eitt kis um yrkingarsavnið hjá Kim Simonsen, sum vann M.A.Jacobsen, men tað er nú eisini frá 2013. Leiklistafrøðingarnir, Vár Berghamar Jacobsen og Sóley Danielsen tosa nógv um útjaðara og um fólksligheit, meðan minni verður tosað um t.d. linjuna hjá Tjóðpallinum og tey stóru leiklistaverkini í árinum ið fór, Sóley Danielsen sóknast eftir meira lættisoppa á Tjóðpallinum, eg ógvist, men eg eri sjálv við í sendingini. Vit tosa um myndlist og eg ivist ikki í, at har er okkurt spennandi, sum eg ikki sigi, sjálvt um eg ikki havi uppdagað tað enn. Sum tit hoyra í sendingini, eri eg av hjarta samd við leiðara Listasavnsins, Nils Ohrt í, at ársins listaframsýningaruppliving er framsýningin hjá Hansinu Iversen í Listasavninum, “Anything is a mirror”. Í Dimmalætting í morgin er meira um listaárið, ið fór.

Hoyrið sendingina her:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/12/31/mentanarri-2014

Edward Fuglø fekk Listavirðisløn Nólsoyar Páls

Tað var Edward Fuglø, sum fekk ársins Listavirðisløn Nólsoyar Páls, sum Klaksvíkar Kommuna letur fyri aðru ferð, greiðir Norðlýsið frá. Jógvan Skorheim, borgarstjóri handaði heiðurslønina, sum m.a. segði um Edward Fuglø: Listamaðurin, ið vit heiðra í kvøld, hevur ferðast frá einum listarligum útjaðara – einum orginalum og kanska eisini marginalum umhvørvi – og inni í hjørtuni á føroyingum og í miðdepilin í føroyskari list. Á ferðini hevur hann verið trúfastur ímóti sínum hugskotum og sínari lívs- og listafatan. Hansara orginalu hugskot eru við tryggum handverki, gløggum eygleiðingum og einum góðum eyga blivin til nýskapandi list á høgum altjóða stigi.

Hann hevur verið við í listarligum arbeiði í øllum hugsandi listagreinum. Hann hevur skapt listaverk á lørifti, veggjum og aðrastaðni, hann hevur lagt til rættis pallsetingar og búnar í sjónleiki, í filmi og í framførslum av ymsum slagi, hann hevur skrivað og teknað heiðursløntar barnabøkur, og hann mann hava ráðgivið mongum leikum og lærdum um samansetingar av litum, vali av tilfari og skapan av viðkomandi úttrykki.

Listamaðurin hevur eisini varðveitt lokala umhvørvið sum sítt umhvørvi. Hann kendi seg ikki noyddan at leita burtur fyri at kunna skapa og úttrykkja seg. Hann hevur ikki kent seg avmarkaðan her millum Kjølin og Háfjall, millum Myrkjanoyrafjall og Klakkin. Tá ið summi kunna halda nærumhvørvi verðaavmarkandi og trongligt, hevur listamaðurin fevnt sítt lokaløkið. Hann hevur ávirkað tað, verið við til at broyta tað, gjørt tað meira spennandi og skapandi, og hann hevur brúkt tað til íblástur og útgangsstøði í sínari list.

Í søguríka umhvørvinum Úti í Klaksvík hevur hann bæði við sínum heimi og atelieri og í gamla Einahandlinum verið við til at fáa nýtt lív og innihald í økið, sum hevur havt so stóran søguligan týdning fyri býin. Eisini í hesum samanhangi eiga vit at veita listamanninum stóra tøkk fyri hansara innsats og avrik – og vit eru sera fegin um, at hann hevur valt sær lokalumhvørvið at virka út frá – sjálvandi altíð í samspæli við útheimin og altjóða umhvørvið.

At hann hevur tikið eina ferð úr einum minni umhvørvi og inn í føroysku hjørtuni og fólkasálina sæst millum annað aftur í, at hann ferð eftir ferð verður biðin um at gera list til skúlar og aðrar bygningar. Hann var eisini kosin at skapa almennu føroysku gávuna til Margrethu Drotning, tá ið hon hátíðarhelt 40 ára dagin sum drotning. Við framúr góðum barnabókum hevur hann skapt ein spennandi og hugtakandi heim, sum bæði smá og stór kunnu leita inn í og fáa gleði burturúr. Og beint omanfyri vegin her – í kjallaranum í Christianskirkjuni hevur hann saman listahandverkara skapt eitt stórverk við grundarlagi í søguni um Jesus..."

Greinin stendur í Norðlýsinum og har eru fleiri myndir frá tiltakinum:

http://www.nordlysid.fo/edvard+fuglo+fekk+mentanarheidurslon+nolsoyar+pals.html

Faroese Psycho

Mynd: Daniella Andreasen lesur upp á tiltakinum HOYMA 

Vikuyrkingina í Dimmalætting hesa vikuna skrivaði Daniella Andreasen. Tíverri er øll yrkingin ikki komin við í blaðið, soleiðis sær hon út í síni heild.



Hann fer út úr húsinum
setur seg inn í bilin
steðgar uttan fyri arbeiðsplássið

Rættar upp á slipsið

Fer skjótt ígjøgnum hárið
við fingrunum
Justerar bakkspeglið

Fer úr bilinum
inn í bygningin
inn í elevatorin
inn á kontórið
setur seg á kontórstólin

Rættar upp á slipsið

Undirskrivar dokumentir
Tosar í telefon
Tekur í hendur á fólki
tá tey koma og fara
Takkar fyri
Smílist - smáflennir

Suffar
Fleygar sær til tað sama pornoklippið
Blakar serviettin í spannina
Vaskar hendur

Rættar upp á slipsið

Fer á føtur
úr kontórinum
inn í elevatorin
úr bygningingum
inn í bilin

Stillar p-skivuna
ein tíma fram

Rættar upp á slipsið

Klappar, syngur, tárar
hálovar
fyrigevst

Rættar upp á slipsið

Setur bilin uttan fyri SMS
ella Bank Nordik
ella Hvonn

Heilsar upp á fólk
Smáprátar
Gremur seg
saman við teimum
um regn og keðiligt veður
og vánalig parkeringsviðurskifti

Hann fer úr SMS
ella Bank Nordik
ella Hvonn
og inn í bilin

Koyrir
blinkar til vinstru
tendrar Kiss Fm
vinkar til fólk
í øðrum bilum

Steðgar við eina bensinstøð

Rættar upp á slipsið

Fer úr bilinum
Heilsar
Fyllir á

Rættar upp á slipsið

Fer inn at betala

Koyrir

Parkerar
Tekur okkurt skrell upp
úr túninum
sum vindurin hevur
lagt har

Rættar uppá slipsið

Fer inn í húsini
og stongir aftan á sær

Daniel Milan í Steinprenti

Danski listamaðurin Daniel Milan hevur arbeitt í Steinprenti hesa vikuna. Hann hevur gjørt fleiri prent, sum eru síður til eina bók, sum verður prentað í 50 eintøkum. Daniel Milan hevur prentað í Steinprenti áður, og hann hevur eisini gjørt onkra bók har, sum er givin út á hansara egna forlagi, Milan Verlag. Bókini og prentini verða saman við øðrum listaverkum framsýnd á serframsýning, sum listamaðurin hevur í byrjanini av næsta ár í Marie Kirkegaard Gallery í Keypmannahavn. Á framsýningini, sum umframt grafikkin eisini fevnir um eina málningainstallatión og ein animeraðan film, sum tekur støði í rørsluni, sum kanoróðrarmaður ger, tá hann í bátinum tekur seg frameftir. Í øllum sum hann ger, granskar Daniel Milan tekningina og hennara møguleikar. Listamaðurin greiðir frá, at heitið á framsýningini er Cop Cop Canoe og vísir mær eitt prent við figurum í kano - hetta vísir seg at vera hansara signaturfigurur, kaktusmaðurin, ein løgin menniskjalíkur figurur við kaktushøvdi, sum hann hevur brúkt síðan 2002 og sum hann eisini hevur teknað áður á litografisku steinarnar í Steinprenti. Eg seti inn nakrar myndir frá arbeiðinum, her hómar lesarin kanska tann serliga teknistílin hjá Daniel Milan við eini sera livandi striku og dynamiskari, sum í støðum minnir um rusl, men hyggur tú eina løtu, finnur tú eisini figurativ myndevni í rokanum. Daniel Milan: Cop Cop Canoe letur upp í Gallery Marie Kirkegaard í Holbersgade 17 C 9/1-2015



Jenny C.Petersen endursett í stjórastarvið á Tjóðpallinum

Sambart útvarpinum hevur eitt samt leiklistaráð avgjørt at seta Jenny C.Petersen  í starv sum stjóri á Tjóðpalli Føroya 5 ár aftrat. Hon hevur higartil havt starvið í tíggju ár og gongst alt eftir ætlan, verður tað eisini hon, sum verður fyrsti stjóri á nýggja tjóðpallinum á Skálatrøð í 2019. 

Olaf Johannesen fingið teaterpokalina!

Olaf Johannesen hevur júst fingið ársins teaterpokal frá donskum leikummælarum (Felagnum Danske Teaterjournalister) fyri leiklutin í Samtale før døden, tá Olaf Johannesen spælir Adolf Eichmann, veit Berlingske Tidende at siga. Hetta er ein sera prominent virðisløn, sum verður latin teimum bestu leikarunum í Danmark. Henda virðislønin er ein av gimsteinunum í einum sonnum sigursárum hjá føroyska sjónleikarunum, Olaf Johannesen, sum verður róstur heilt upp til skýggja í røðuni, sum ummælari á Information helt í dag, tá virðislønin varð handað, m.a. lýsir hon Olaf sum svartasta gimsteinin á øllum tí danska leikpallinum í løtuni:  »Det raffinerede er, at den flotte og nydelige og ansvarsfulde Olaf Johannessen OGSÅ kan spille så uhørt modbydelig og så grænseløst kynisk, at man bliver underligt lammet og frygtsom nede i teatersalen,« fortsatte Anne Middelboe Christensen. »Olaf Johannessens nydelighed og djævelskab har samlet sig gennem årene, så han nu glimter som den sorteste diamant på den danske teaterscene.« Enn einaferð kunnu vit fegnast og ynskja Olafi Johannesen hjartaliga til lukku. 

www.b.dk/kultur/olaf-johannessens-nydelighed-og-djaevelskab-har-samlet-sig-gennem-aarene#

 

Teaturkonsertin Rósa Maria - Upptøkuroyndir!

Í sambandi við, at teaturkonsertin "Rósa Maria" verður sett upp í Norðurlandahúsinum á heysti 2015, verður sóknast eftir fólki at taka á seg høvuðsleiklutirnar. Heitt verður á øll, sum hava hug at royna seg á palli, og sum duga at syngja, at møta til upptøkuroyndir á Musikkskúlanum millum jól og nýggjár.

Tað er kendi amerikanski leikstjórin og koreografurin Tim Zimmermann, sum skal seta teaturkonsertina "Rósu Mariu" upp. Tim Zimmerman býr til dagligt í München í Týsklandi og hevur drúgvar altjóða royndir í at leikstjórna sangleikir. Hann hevur millum annað sett upp t.d. “Jesus Christ Superstar”, “Cabaret”, “Chicago”, “Footloose” o.a. leikir í fleiri ymiskum londum - seinastu árini serliga í Norðanlondum. 

Tim Zimmermann vitjar í Føroyum millum jól og nýggjár fyri at vera við til upptøkuroyndirnar.

Handritið til “Rósu Mariu” byggir á eitt stuttsøgusavn við sama heiti hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála. Í teaturkonsertini er savnið gjørt til eina samanhangandi søgu, har fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama við sviki, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Tað er tó unga gentan Rósa Maria og stríð hennara at mennast til eina búnað kvinnu í eini torførari tíð, sum søgugongdin mest snýr seg um.

Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og tilrættislagt øll løgini í teaturkonsertini.

Hvat er ein teaturkonsert?

Ein teaturkonsert minnir um ein sangleik. Munurin er tó tann, at í teaturkonsertini eru tað sangirnir, sum eru í hásæti, og sum fyrst og fremst bera søguna, heldur enn at stuðlað verður upp undir søguna við sangi.

Upptøkuroyndirnar

Upptøkuroyndirnar verða í Musikkskúlanum í Havn í døgunum 28., 29. og 30 december frá kl 10:00 til kl 20:00.

Fyrireikararnir sóknast eftir bæði monnum og kvinnum at koma til upptøkuroyndirnar. Sóknast verður eftir fólki í 20’unum, men brúk er eisini fyri nøkrum fólkum um 30 ára aldur og nøkrum um 40 ára aldur. 

Haraftrat verður sóknast eftir gentum og dreingjum um 10-12 ára aldur til nakrar smærri leiklutir.

Hvør luttakari er til upptøkuroynd einans 5-10 minuttir. Sleppur ein ígjøgnum fyrsta nálareyga, fær ein nærri boð um aðru royndina seinni.

Tey, sum hava áhuga í at koma til upptøkuroyndirnar á Musikkskúlanum,

verða biðin um at skriva til:  pmr@peturx1.com

ella at ringja til: 520 881

Ókeypis orðabøkur til fólkið

Rás2 visti at siga í dag, at allir næmingar í fólkaskúlanum á nýggjárinum missa ta ókeypis orðabókina hjá Sprotanum á internetinum. Higartil er tað mentamálaráðið, sum hevur rindað hesa skipanina, sum hevur kostað ráðnum tilsamans 800.000 krónur um árið tey fyrstu árini og 600.000 kr hetta síðsta árið sum partur av eini royndarverkætlan. Nú heldur mentamálaráðið, at ein partur av ábyrgdini fyri orðabókatilfarið liggur hjá kommununum. Tað halda kommunurnar ikki og tessvegna stendur skipanin til at verða avtikin.

Tað kann ikki passa, at hetta ikki kann fáast í rætt lag kanska við, at Sprotin kemur á fíggjarlógina við onkrari skilagóðari avtalu, tí uttan orðabøkur eru vit málsliga í trongum skóm og teir eru ikki serliga víðir frammanundan, serliga um vit hugsa um málvanar hjá ungum fólkum. Eg haldi, at teldutøkar føroyskar orðabøkur skulu verða ókeypis fyri øll. Landið eigur at taka ábyrgdina av hesum máli, eisini sjálvt um ein eykajáttan skal til.

Eg vil verða allar røddir...

 

At geva eina bók út til minnis um tríggjar aðrar bøkur, sum mann sjálvur hevur skrivað, má sigast at vera rættiliga egið og serstakt, men nýggja bókin hjá Tóroddi Poulsen, RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR er eisini ein ógvuliga egin og serstøk bók, sum vit eftir øllum at døma skulu lesa sum skaldsøgur og ikki skulu tilnevna. Sostatt skilja vit, at nýggja, flotta verkið ætlar sær ikki lítið. Har eru nógvar áminningar og boð til lesaran, áðrenn hon yvirhøvur er komin í gongd við at lesa ta trísporaðu, samansettu bókina, sum skiftir í millum sporini: Rustur, Viður og Vindur. Rusturin er fleirræddaður, hann inniheldur bæði endurminningar frá sjeytiárunum og seinni, umframt einfaldar eygleiðingar, men er í støðum kanska mest abstrakti parturin av bókini við nógvum subjektskiftum og tilsipingum til aðrar bókmentir. Viðurin snýr seg um tilveruna millum trøini í einum donskum umhvørvi, meðan vindurin sjálvandi leikar í í føroyska partinum, sum er ein ófjálg sosialrealistisk søga (skaldsøga!) ella ein pastisja av eini tílíkari um eina heimagangandi einsamalla konu, sum drekkur ov illa og gongur ríkiliga høgt uppí reingerð. Sonur hennara Martin tykist eitt sindur kenslukaldur, men hann hann vil eftir øllum at døma fegin vera listamaður, høvundur ella listafotograf. Í lýsingini av Martini er sum í fleiri av hinum persónslýsingunum týðilig brá av fólkum, sum vit kenna aftur í okkara egna samfelagi. Hesar lýsingarnar eru speiskar og bonskar og tað eru lýsingarnar eisini av fleiri nevndum, núlivandi persónum, onkur er á markinum til æruskemming. Men í bókmentaliga maskuspælinum við ymiskar samleikar, sum bókin er merkt av, ber hetta til. Í løtum ørkymlast lesarin av sporskiftunum og ivast eitt sindur í hvat kemur burturúr samantvinnanini av teimum mongu sporunum, men lesiupplivingin er hinvegin fjølbroytt. Tað er undirhaldandi at lesa hesa bókina, sum umframt alt tað nevnda nýggja eisini inniheldur yrkingar og tekstir, sum fleiri hava staðið á blogginum hjá Tóroddi Poulsen (bloggoddur.blogspot.com), hetta gevur lesaranum eina serliga deja vu kenslu í støðum. Eygleiðingarnar eru originalar, beinraktar og stuttligar í støðum. Gjøgnum áhugaverdar samrøður við bringumyndina av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum, og við standmyndirnar av Hans Andriasi Djurhuus uppi við Sjónleikarhúsið og við Nólsoyar Páll niðri í Vágsbotni hoyra vit ymiskt, sum tær hava upplivað millum ár og dag. Sum heild eru nógvar negativar eygleiðingar í bókini. Niðri eru tað mest hundar, sum skíta og goyggja, kettur, sum drepa fuglar og mýs, gamlar roykjandi konur, sum líkjast mumium og slímutir dreparasniglar, sum órógva, men í Havn er ovmikið at finnast at, sambært rustaða egnum. Eg nevni úr rúgvini atfinningar av glastrevjabátum, bispi, borgarstjóra, fótbóltsdyrkan, útvarpinum, bilfikseraðum, roykjandi og innisælum føroyingum, málpuristum, nationalistum, Merkinum (øllum teimum norðurlendsku fløggunum, sum í fantasiloysi avmynda “torturinstrumentið”, krossin), facebook (tað keðiligasta, sum er til – tann tekstin sá eg forrestin upprunaliga á facebook). Her eru eisini ymisk góð ráð og uppskot til bata, t.d. at venda gongdini og broyta Havnina til eina mentanarháborg, at friða grindahvalin, at gera bátaferðir út at hyggja at hvalunum, geva gøtunum skaldanøvn, flyta Kunningarstovuna yvir í Gamla Apotek og at fylla allan tann gamla bókahandilin við bókum av alskyns slagi og málum, so at Tórshavn kundi blivið víðagitin bókabýur, sum bókahugaði fólk úr øllum heiminum komu at vitja. Tílíkt kunnu vit ikki annað enn at semjast um. Men samstundis sum vit halda okkum kenna ta tvøru, gløggu og speisku røddina hjá høvundanum í nógvum av áskoðanunum, mugu vit gera okkum greitt, at bókin er partur av einum maskuspæli, sum snýr seg um listarligt frælsi og um prinsipiellu frástøðuna millum høvund og frásagnarfólk, hetta, at í skaldskapi ber til at verða allar røddir.

 

Tóroddur Poulsen: Rustur sum viður og vindur. Perma: Høvundurin, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 167 bls. 280 krónur

 

Í Føroyum koyra fólk bil. Í Føroyum ber ikki til at ganga. Føroyingar eru eitt sitandi fólk. Tá føroyingar ikki sita í bili, sita teir í ella á einum stóli, heima við hús ella til arbeiðis. Summir føroyingar sita í sofuni, tá teir ikki liggja í henni. Føroyingar hava bein, tí tá teir hava bein, kunnu teir traðka á spitara, bremsu ella kobling. Í Føroyum er tað gudsspottan at traðka á jørðina og heilagt at traðka á spitaran. Guð viti hvussu teir sleppa út í bilarnar ella umborð á bátarnar. Man tað vera Guð sum ber teir umborð?

 

stórir

heðinshugnaligir

urtapottar

verða sløddir

um býin

at staðfesta

smakkloysið

 

(S.59 RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR)

 

Eg vil ikki vera ein rødd av mongum. Eg vil verða allar røddir. Men bara ein tunga. Ein tunga av mongum.

(s.87 RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR)

SKULD ruddaði borðið

Heiðrikur á Heygum gjørdi bart í gjár og vann ikki bara ta einu, men báðar Geytavirðislønirnar í gjárkvøldið fyri sín nøtrifilm, Skuld við Sofíu Nolsøe í høvuðsleiklutinum. Bæði dómsnevnd og áskoðarar mettu, at Skuld var tann besti filmurin. Eg ætli mær at ummæla filmarnar í Dimmalætting 19.des. Eg havi á blogginum hjá Birgiri Kruse funnið grundgevingina, sum hann las upp í gjárkvøldið:

"Hugsanin hjá mammuni um barnið er miðdepilin í hesi klassisku og tó nýskapandi føroysku ræðusøguni. Við øllum hevdvunnum frásøgusnildum úr hesi filmsgrein lýsir filmurin barnið, sum eina stund untist mammuni at bera undir belti, seta í verðina og tveita út í tað dulda, meðan nýfangaðu kombikkini sprakla á svørtu helluni. Við higartil ósæddari styrki og symbolum, millum annað eini brennandi altartalvu, otar filmurin seg miskunnarleyst inn í brotsverkið, sum er bygdarfólkinum dult. “Hvat hevur tú gjørt?” spyr doyggjandi kvinnan, ið aldri átti eitt barn, ungu kvinnuna, ið hevur høvuðsleiklutin sum heimasjúkrasystir. Forteljandi meginásurin er aldur og ungdómur, lívssøra kvinnan, ið verður hildin upp móti burðarføru kvinnuni, og hvussu søga og børn teirra skulu liva víðari, ella bara doyggja. Við filminum “Skuld” leitar Heiðrikur á Heygum í kendum ræðufilmsgoymslum úr allari verðini, men er tó so djarvur, at hann endurnýggjar sjangruna á føroyskum. Filmurin er eitt heilrunnið listaverk í visuellari styrki, leikstjórn, suspense, pallseting, ljóði og náttúru. Høvuðsleikaran helt dómsnevndin vera serliga sannførandi. Fyri hetta avrik fær filmurin “Skuld” ársins Geyta."

http://www.birkblog.blogspot.com/2014/12/heirikur-vann-alt.html

Geytin & Áskoðaravirðislønin 2014

 

Hvør fær Geytan og Áskoðaravirðislønina 2014 í kvøld? Tað verður spennandi í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan sjey, tá nýggir føroyskir stuttfilmar verða sýndir. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur virðislønina Geytin á 25.000 kr og Áskoðaravirðislønina á 15.000 kr. Finnur Koba er vertur. Kostnaður 125 kr. 

 

Hesi verða við:

1 Risin og Kellingin, stop motion filmur, Helga Djurhuus 4:23
2 Det mand ikke taler om, hybrid-heimildarfilmur, Andrias Høgenni 25:00
3 Just another day, heimildarfilmur, Petra Eliasardóttir Mikkelsen, 5:51
4 Sum einglar vit falla, stuttfilmur, Maria Winther Olsen, 28:00
5 Autopilot, animatiónsfilmur, Rói Davidsen, 6:00
6 Gongdin, stuttfilmur, ung á Nollywood, 5:46
7 Kom og dansa, tragikomedia, Andrias Høgenni, 14:00
8 Fall for Ewe, skaldsligur heimildarfilmur, Høgni Mohr & Jens Jákup Hansen, 2:29
9 Podróżnik, stuttfilmur, Franklin Henriksen, 4:48
10 Skuld, art horror, Heiðrik á Heygum, 30:00

 

Meira heiður til Olaf Johannesen

Tað gongur væl og meira enn tað hjá føroyska sjónleikaranum Olaf Johannesen, sum herfyri varð heiðraður við gávufæ úr grunni Ole Haslunds fyri sítt fantastiska portrett av Adolf Eichmann í leikinum hjá Adam Price Samtale før døden. Í grundgevingini verður Olaf Johannesen róstur fyri sína leiklist aftur í tíðina líka síðani hann var liðugur á sjónleikaraskúlanum: “For det vedholdende arbejde med at forny sig selv og hermed den danske skuespilkunst modtager Olaf Johannesen Ole Haslunds Kunstnerlegat 2014 på kroner 75.000.” Í ummæli hjá Politiken av leikinum Mefisto, har Olaf Johannesen aftur hevur høvuðsleiklutin, verður føroyski sjónleikarin tikin fram um fyri sítt suverana spæl: Mona Dithmer, leiklistarligur blaðstjóri skrivar: “Mefisto er den fandenivoldske frister, der kræver andres sjæl for at nå sine mål, men her tillige en Faust, der undervejs må sælge sin sjæl. Det lyser fra første færd ud af suveræne Olaf Johannessen, der med hud og hår og spillende gejst holder sin store forfører i ånde med besættende intensitet.”Sum um alt hetta ikki var nóg mikið, er Olaf Johannesen eisini í uppskoti at fáa Teaterpokalen, sum er heiðursløn frá donskum leiklistaummælarum og mentanarjournalistum. Vinnarin verður avdúkaður 17.des. 

http://politiken.dk/kultur/scene/teateranmeldelser/ECE2478724/den-fandenivolske-frister-forfoerer-publikum/

 

 

 

 

Heiðrik á Heygum róstur fyri stuttfilmin Skuld

Heiðrik á Heygum verður róstur fyri stuttfilmin Skuld. Ummælarin hjá Ekko Film heldur, at filmurin hjá Heiðriki á Heygum var ein av teimum tveimum bestu av prótvøkufilmunum hjá Super-16 næmingunum. Undir yvirskriftini “Óhugni í Føroyum” skrivar, Claus Cristensen:” Teir tveir bestu fráfaringarfilmarnir eru gjørdir av tveimum teimum minst eksponeraðu filmsleikstjórunum. Føroyingurin hevur – við hjálp frá effektiva tónasporinum hjá Janusi Rasmussen – gjørt ein veruligan gysara, sum í grundini er óhugnaligur. Tað er eitt ordans bragd, tá mann bara hevur fáar minuttir til at skapa ta innliving í karakterirnar, sum er treytin hjá nøtrifilmum. Sjálvt um eg eri herdur nøtrifilmsfjeppari, hoppaði eg í setrinum – eisini aðru ferð, eg sá filmin. Vit vilja fegin lata upp fyri føroyskum óhugna í einum donskum filmsheimi, har tað er langt millum nøtriupplivingarnar. Høvuðspersónurin Andrea (Sofía Nolsøe) er sjúkrarøktarfrøðingur. Hon pleygar eina gamla konu, sum liggur fyri deyðanum á eini lítlari oyggj í Føroyum, men hon er plágað av skuldarkenslum og byrjar at síggja eitt spøkilsi  - ein drong saman við einum stórum, myrkum skapilsi. Tað hevði ikki gjørt nakað um vit hoyrdu meira um Andreu, men sæð burtur frá hesum, er søgan hárhvøss, so allar orsøkir eru til at leggja dent á handritarhøvundan Sissal Dalsgaard Thomsen".

Hjartaliga til lukku við fína ummælinum, Heiðrik á Heygum, Sissal Dalsgaard Thomsen og øll hini í filmsliðnum. Filmurin Skuld verður at síggja í Norðurlandahúsinum Geytakvøldið, sum verður nú hóskvøldið.

http://www.ekkofilm.dk/anmeldelser/super16-afgangsfilm-argang-7/