Eg vil verða allar røddir...

 

At geva eina bók út til minnis um tríggjar aðrar bøkur, sum mann sjálvur hevur skrivað, má sigast at vera rættiliga egið og serstakt, men nýggja bókin hjá Tóroddi Poulsen, RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR er eisini ein ógvuliga egin og serstøk bók, sum vit eftir øllum at døma skulu lesa sum skaldsøgur og ikki skulu tilnevna. Sostatt skilja vit, at nýggja, flotta verkið ætlar sær ikki lítið. Har eru nógvar áminningar og boð til lesaran, áðrenn hon yvirhøvur er komin í gongd við at lesa ta trísporaðu, samansettu bókina, sum skiftir í millum sporini: Rustur, Viður og Vindur. Rusturin er fleirræddaður, hann inniheldur bæði endurminningar frá sjeytiárunum og seinni, umframt einfaldar eygleiðingar, men er í støðum kanska mest abstrakti parturin av bókini við nógvum subjektskiftum og tilsipingum til aðrar bókmentir. Viðurin snýr seg um tilveruna millum trøini í einum donskum umhvørvi, meðan vindurin sjálvandi leikar í í føroyska partinum, sum er ein ófjálg sosialrealistisk søga (skaldsøga!) ella ein pastisja av eini tílíkari um eina heimagangandi einsamalla konu, sum drekkur ov illa og gongur ríkiliga høgt uppí reingerð. Sonur hennara Martin tykist eitt sindur kenslukaldur, men hann hann vil eftir øllum at døma fegin vera listamaður, høvundur ella listafotograf. Í lýsingini av Martini er sum í fleiri av hinum persónslýsingunum týðilig brá av fólkum, sum vit kenna aftur í okkara egna samfelagi. Hesar lýsingarnar eru speiskar og bonskar og tað eru lýsingarnar eisini av fleiri nevndum, núlivandi persónum, onkur er á markinum til æruskemming. Men í bókmentaliga maskuspælinum við ymiskar samleikar, sum bókin er merkt av, ber hetta til. Í løtum ørkymlast lesarin av sporskiftunum og ivast eitt sindur í hvat kemur burturúr samantvinnanini av teimum mongu sporunum, men lesiupplivingin er hinvegin fjølbroytt. Tað er undirhaldandi at lesa hesa bókina, sum umframt alt tað nevnda nýggja eisini inniheldur yrkingar og tekstir, sum fleiri hava staðið á blogginum hjá Tóroddi Poulsen (bloggoddur.blogspot.com), hetta gevur lesaranum eina serliga deja vu kenslu í støðum. Eygleiðingarnar eru originalar, beinraktar og stuttligar í støðum. Gjøgnum áhugaverdar samrøður við bringumyndina av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum, og við standmyndirnar av Hans Andriasi Djurhuus uppi við Sjónleikarhúsið og við Nólsoyar Páll niðri í Vágsbotni hoyra vit ymiskt, sum tær hava upplivað millum ár og dag. Sum heild eru nógvar negativar eygleiðingar í bókini. Niðri eru tað mest hundar, sum skíta og goyggja, kettur, sum drepa fuglar og mýs, gamlar roykjandi konur, sum líkjast mumium og slímutir dreparasniglar, sum órógva, men í Havn er ovmikið at finnast at, sambært rustaða egnum. Eg nevni úr rúgvini atfinningar av glastrevjabátum, bispi, borgarstjóra, fótbóltsdyrkan, útvarpinum, bilfikseraðum, roykjandi og innisælum føroyingum, málpuristum, nationalistum, Merkinum (øllum teimum norðurlendsku fløggunum, sum í fantasiloysi avmynda “torturinstrumentið”, krossin), facebook (tað keðiligasta, sum er til – tann tekstin sá eg forrestin upprunaliga á facebook). Her eru eisini ymisk góð ráð og uppskot til bata, t.d. at venda gongdini og broyta Havnina til eina mentanarháborg, at friða grindahvalin, at gera bátaferðir út at hyggja at hvalunum, geva gøtunum skaldanøvn, flyta Kunningarstovuna yvir í Gamla Apotek og at fylla allan tann gamla bókahandilin við bókum av alskyns slagi og málum, so at Tórshavn kundi blivið víðagitin bókabýur, sum bókahugaði fólk úr øllum heiminum komu at vitja. Tílíkt kunnu vit ikki annað enn at semjast um. Men samstundis sum vit halda okkum kenna ta tvøru, gløggu og speisku røddina hjá høvundanum í nógvum av áskoðanunum, mugu vit gera okkum greitt, at bókin er partur av einum maskuspæli, sum snýr seg um listarligt frælsi og um prinsipiellu frástøðuna millum høvund og frásagnarfólk, hetta, at í skaldskapi ber til at verða allar røddir.

 

Tóroddur Poulsen: Rustur sum viður og vindur. Perma: Høvundurin, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 167 bls. 280 krónur

 

Í Føroyum koyra fólk bil. Í Føroyum ber ikki til at ganga. Føroyingar eru eitt sitandi fólk. Tá føroyingar ikki sita í bili, sita teir í ella á einum stóli, heima við hús ella til arbeiðis. Summir føroyingar sita í sofuni, tá teir ikki liggja í henni. Føroyingar hava bein, tí tá teir hava bein, kunnu teir traðka á spitara, bremsu ella kobling. Í Føroyum er tað gudsspottan at traðka á jørðina og heilagt at traðka á spitaran. Guð viti hvussu teir sleppa út í bilarnar ella umborð á bátarnar. Man tað vera Guð sum ber teir umborð?

 

stórir

heðinshugnaligir

urtapottar

verða sløddir

um býin

at staðfesta

smakkloysið

 

(S.59 RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR)

 

Eg vil ikki vera ein rødd av mongum. Eg vil verða allar røddir. Men bara ein tunga. Ein tunga av mongum.

(s.87 RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR)