Skaldsøgukapping útskrivað

Mynd: Norðurlandahúsið

Tá Bókadagar endaðu í Norðurlandahúsinum í kvøld, var lýst, at okkurt óvæntað skuldi henda. Tað var Kári Árting, stjóri í Rit og Rák, sum greiddi frá, at hann í samstarvi við aðrar bókhandlar skrivaði út eina skaldsøgukapping. Krøvini til hesa skaldsøguna ganga fyrst og fremst út uppá, at hon skal vera ein føroysk samtíðarskaldsøga, ið viðger tilveruna her og nú. Vinnarin fær 50.000 krónur og freistin liggur í september næsta ár. 

Inspirerandi framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti

Ein hugtakandi installatión sett saman av húsaskulpturum og ljósi. Ljósdesign: Andy Brydon

Uttan at eg ordiliga havi uppdagað tað, er ein framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð latin upp í Steinprenti. Hanni Bjartalíð býr í Finnlandi og hevur verið í Føroyum nakrar dagar saman við Andy Brydon frá Curated Place fyri at seta upp verk saman við ljósinstallatiónum í Norðurlandahúsinum. Teir gjørdu omanfyristandandi installatión í Steinprenti og Hanni Bjartalíð nýtti høvið at seta saman eina inspirerandi framsýning við træskulpturum, relieffum og kollasjum. Hanni Bjartalíð er sjáldsama nærlagdur listamaður og sjáldsama arbeiðssamur og tað er sum um, at hansara dynamiski arbeiðsháttur ávirkar listarliga úttrykkið í hansara akkumulerandi verkum. Ljósinstallatiónirnar leggja eina filmsliga dimensión aftrat hesum verki, sum gevur hugasamband við Hitchcock.  Framferðarháttur listamansins er enn sum áður spælandi og sansaligur, stýrdur av intuitión og støðugari tilfarsgransking, og hetta er í grundini í samsvari við altjóða samtíðarlist, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á ta listarligu prosessina. Men hjá Hanna Bjartalíð gerst sjálv tilfarsgranskingin so umráðandi og opin partur av sjálvum úttrykkinum, at tað minnir um eitt slag av dekonstruktión. Listamaðurin kannar og sundurlagar listarligu hugsanirnar í verkum sínum og leggur tær fram í somu verkum, og tað ger hann óansæð um hann málar, teknar, sker, klippur, smíðar ella límar. Tann runda standmyndin er dømi um tilfarskannandi mannagongdina, hann vitar hvat letur seg gera við træi og roynir at vinna á øllum fysiskum avmarkingum.  Framsýningin hjá Hanna Bjartalíð verður hangandi eina tíð, men ljósinstallatiónin skal víðari á ferð longu mánadagin saman við hinum ljósinstallatiónunum í og rundan um Norðurlandahúsið. 

Bókmentir og ljóslist í Norðurlandahúsinum

Nú myrka vetrartíðin nærkast, hava Norðurlandahúsið og Curated Place savnað nøkur listafólk úr Íslandi, Noregi, Føroyum og Bretlandi at sýna fram eina røð av ljóslista-installatiónum. Meðan bókadagarnir verða hildnir, setir listaframsýningin sjóneykuna á sambandið millum frásagn og list. Hetta verður gjørt við installatiónum í Norðurlandahúsinum og í nærumhvørvinum kring húsið. M.a. fer Hanni Bjartalíð at sýna fram eitt dramatisk býarlandslag, sum umframt kendu húsaskulpturarnar fer at fevna um ljós. Verkið er ein rannsóknarferð í fjølbroyttu frásøgufláunum í húsunum,  hann skapar og endurnýtir eisini filmsstubbar og aðrar ljóseffektir. Elisa Artesero brúkar installation, myndatøku, glas og film fyri at fanga ljós-essensin við tekstinstallatiónum. Artessero er sjálv skald og hevur samstarvað við Oddfríð Marna Rasmussen í verkinum kring evnini ‘tráan’ og ‘harðskap’, skapt til framsýningina í Norðurlandahúsinum. Ulf Pedersen fer at skapa eitt leikandi ljósspæl á fasaduna hjá Norðurlandahúsinum, sum sæst úr býnum. Hann tillagar listaverk sítt Lys*Arp, so tað samvirkar við arkitekoniska skapið hjá bygninginum. Kristján Gunnar Kristjánsson, Arnar Leifsson og Orvar Halldorsson sameina síni kynstur sum ljóssniðgevar og livandi grafikk-gandakallar og skapa eina arkitektoniska ljósinstallatión á steinterrassunum  aftan fyri Norðurlandahúsið við bókmentaligum íblástri.

Dress - Finissage

Listamaðurin greiðir frá 

Leygardagin var finissage í Steinprenti, tá framsýningin DRESS hjá Jóhan Martin Christiansen læt aftur. Eftir ætlan skuldi ein bóklingur koma út tá, men hann er seinkaður. Har var fitt av fólki møtt til tiltakið, sum umframt eina listasamrøðu við listamannin eisini kundi bjóða uppá tríggjar sangir hjá og við einum inspireraðum Kára P.  

Ein karyatida og onnur

Smá 25 ár aftaná Hinumegin Ringvegin varð útgivin slapp eg at syngja aftur saman við Kára niðurlagið í Ringulrímu

Áhoyrarar gjørdust sum eitt við videoinstallatiónina

Eg greiddi frá móttøkuni av framsýningini

Skansin innibyrgdur ...

Uttan byggilistarlig ella mentanarsøgulig atlit

Tórshavnar býráð hevur samtykt at betra karmarnar fyri vinnnulívinum, sum virkar á økinum hjá Tórshavnar havn. Ætlanin er leingja molan á Skansabryggjuni, og at víðka verandi økið suðureftir og eystureftir, so pláss verður fyri vaksandi bingju- og ferðafólkaflutninginum. Á henda hátt verður okkara týdningarmesta býareyðkenni frá 15.øld, Skansin, innibyrgdur. Harvið missur hann natúrliga sambandið við havið og søguligu funksjónina sum skansin mótvegis umheiminum. Estetiskt verður bingjuhavnin ikki nøkur vøkur inngongd til býin. Eg haldi ikki, at nakar nýtist at hyggja tvær ferðir eftir modeltekningini fyri at síggja, at inntrivið, sum skal hjálpa vinnuni, er mentanarliga oyðileggjandi. 

Tað er ikki tí, at eg eri skelkað. Yvirhøvur ikki. Vinnan er týdningarmikil og í Føroyum plaga vit at raðfesta vinnuna framum alt annað. Men eg má allíkavæl siga, at eg hevði væntað eitt lítið sindur av støðukenslu og atliti í mun til eitt monument sum Skansan í høvuðstaðnum í tí Harrans ári 2014. Einaferð enn er neyðugt at spyrja hvar mentanarliga atlitið er, hvar byggilistarliga atlitið er aftanfyri avgerðirnar hjá Tórshavnar Býráð. Eg havi hoyrt, at Friðingarnevndin hevur góðkent ætlanina. Tað er mær fullkomiliga óskiljandi hvussu ein friðingarnevnd kann góðkenna eina tílíka ætlan? Er tað so nakað, sum ein friðingarnevnd ikki góðkennir? 

 


Hendan myndin vísir hvussu syndarligt tað sær út við havnarlagið á Tvøroyri, sum áður var so vakurt. Eg havi lænt myndina frá Turið Vestergaard í Dali, hinar eru frá heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.



Listasavnið 25 ár sum sjálvsognarstovnur

Sjálvsognarstovnurin

Listasavn Føroya

25 ár

Sunnudagin 16. november 2014 kl. 13-17

 

Skrá:

Kl. 13-15:  Mítt yndislistaverk

          Fólk, ið hava áhuga í list, siga frá sínum yndislistaverki

 

Kl. 15-16: Listasavn Føroya í framtíðini

Árni Winther Arkitektar greiða frá

           

Kl. 16-17: Tá Listasavn Føroya varð stovnað

Bárður Jákupsson, fyrrverandi leiðari, hugleiðir um, tá Listasavn Føroya gjørdist sjálvsognarstovnur

 

Vit bjóða lagkøku og kaffi. Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.

 

16 stuttfilmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina


Týsdagin 11. november á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. desember. Inn komu fráboðanir um 16 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Tað er gleðiligt at síggja, at talan er um ein vøkstur í mun til í fjør, tá ið 14 filmar komu inn. Eisini er vert at nevna, at fleiri nýggj nøvn at síggja á listanum yvir filmsframleiðarar.

Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listarfilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Longsti filmur, sum er komin inn, er akkurát 30 minuttir og stytsti  filmurin er undir 3 minuttir. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirðislønina á 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina á 15.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Silje Engeness úr Noregi. Hon er stjóri á Kosmorama, Trondheim International Film Festival.


Til ber at keypa atgongumerki til Filmskvøldið 11. desember á nlh.fo 

Og ljósið skínur í myrkrinum...

Konsertir við Tarira

Sjálvt um jólini nærkast í hvørjum, verða hvørki bjølluljóð ella nissutramp at hoyra, tá Tarira undir leiðslu av Kára Bæk hevur kirkjukonsert í Vestmanna kirkju leygardagin 29.nov kl.16 og í Vesturkirkjuni í Havn mikukvøldið 3.des. kl.20. Harafturimóti er takksemið á skránni við tøkk fyri ljósið og fyri sjálva vónina um, at ljósið vendir aftur. Skráin er sett saman av modernaðum kórtónleiki og samtíðarkórtónleiki, umframt at Christina Andersen tekur lut sum gestatónleikari - hon fer at spæla saxofon og fagot á konsertini. Kórtónleikurin, sum verður framførdur, er í fleiri førum skrivaður til bíbilskar tekstir. Tað er kórleiðarin, Kári Bæk, sum eisini er tónaskald, ið hevur skrivað stóran part av tilfarinum, ið kórið hevur vant hetta seinasta tíðarskeiðið. Kórið framførir m.a. dramatiska kórverkið hjá Kára Bæk, In principio erat verbum, sum er komponerað yvir grundleggjandi tekstin um orðið, sum var Guð, og sum endar við vónríku regluni: “Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí”. Tarira framførir eisini vakra kórverkið Visitatio við teksti frá Lukasar Evangelium 1:42-45, sum snýr seg um heilagu løtuna, tá Maria og Elisabeth hittast, báðar við barn. Sjálvt um jólasangir ikki fylla tað stóra í skránni, er jólaundrið týðandi partur í mystiska og intensa verkinum hjá Francis Poulenc, O Magnum Mysterium. Umframt tey religiøsu verkini hevur Kári Bæk eisini brúkt yrkingar hjá Williami Heinesen sum tekststøði í tveimum sangum, sum snúgva seg um ljósvónir í myrkrinum, har tónarnir á dramatiskan, frásagnarligan hátt lýsa ovfarakætið hjá yrkjaraegnum, tá stjørnuleysa myrkrið umbroytist til sólskygdan morgun. - Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertirnar í Vestmanna Kirkju og í Vesturkirkjuni. 



DRESS - Finissage hjá Jóhan Martini Christiansen í Steinprenti

Ferniseringar hava vit hoyrt um áður sum eitt gamaldags heiti fyri eina upplating av eini framsýning. Leygardagin 15. november klokkan 16 verður ein sonevnd finissage, tá framsýningini DRESS letur aftur. Henda serstaka framsýning við videolist og gipsrelieffum hevur hugtikið og vakt undran í Steinprenti nú eina tíð og nú hon letur aftur, verður bók givin út, sum dokumenterar og viðger framsýningina á ymiskan hátt. Í kataloginum er m.a. samrøða millum listamannin og Rannvá Kunoy. Framsýningin í Steinprenti DRESS er sum heild merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfarið og samstundis er tilfarið kanska ikki tað, sum vanliga verður brúkt til føroyska list, her vit enn í stóran mun brúka meira siðbundið tilfar sum máling, lørift og bronsu enn. Eitt dømi um tilfar, sum Jóhan Martini Christiansen dámar væl, er papp, sum hann sær ein serligan vakurleika í og sum hann hevur gjørt gipsavstoypningar av. Tiltakið byrjar klokkan 16, tá fara Kinna Poulsen, Maria Bordorff og Jóhan Martin Christiansen at hugleiða um framsýningina og Kári P fer at framføra nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Anker Mortensen sýnir fram hjá Trap

Øll listaáhugað kunnu fegnast um, at listamaðurin Anker Mortensen eftir øllum at døma er komin afturíaftur eftir ein listasteðg. Hansara vøkru lyrisku abstraktiónir hava ein heilt serstakan spiritualitet, sum eingin annar í føroyskum samtíðarmálaríi og at meta eftir fotomyndum frá framsýningini er øll orsøk til at gleðast um framsýningina hjá Anker Mortensen, sum læt upp leygardagin í Galleri Trap, Søndre Allé  11, 1. sal í Valby. Tað ljóðar frá væl nøgda listamanninum, at nógv fólk vóru til upplatingina. Heitið á framsýningini, Vindurin blæsir hagar hann vil, kemur frá Johannes 3.8 og Anker Mortensen  hevur brúkt hetta heitið í mong ár. Galleri Trap hevur opið mikudag til sunnudag frá klokkan 14-18. Framsýningin er opin til og við 23.november. 



Nils Erik Gjerdevik í Steinprenti

 

 

Sterku spektrallitirnir inni á grafiska verkstaðnum minna í grundini eitt sindur um litirnar uttanfyri, men bara tí eg henda avbera vakra ljósfyllta novemberdag eina góða løtu havi staðið við Dalavegin og gløtt eftir ælaboganum, sum við sínum sannførandi litum kýtur seg upp eftir himmalhválvinum, men bara í hálvan boga, tí mitt í luftini steðgar hann á hvítum skýggjum eitt sindur á sama hátt sum figuratiónirnar í nýggju steinprentunum hjá Nils Erik Gjerdevik sveima á hvíta pappírinum. Men hesin listamaðurin er væl at merkja als ikki áhugaður í náttúrufyribrigdum í sínari list, sum í stóran mun snýr seg um form og sampling og um list. Hann dugir ógvuliga væl at greiða frá sínum hugskotum, so meðan hann greiðir frá fái eg hug at seta meg niður sum til ein góðan fyrilestur.

Hetta er fyrstu ferð, Nils Erik Gjerdevik vitjar í Føroyum. Hann er úr Noregi, men býr og arbeiðir í Danmark, har hann hevur búleikast í mong ár. Hann hevur higartil verið í Steinprenti í fýra dagar og hevur hesa avmarkaðu tíð fingið fýra framúrskarandi prent burturúr til framsýniningina Grafiske Forbindelser, sum letur upp í Vendsyssel Kunstmuseum 28.nov. Nils Erik Gjerdevik er síðsti listamaður í røðini av listafólkum, sum í útivið tvey ár hava arbeitt á verkstaðnum fram móti hesi framsýningini. 

Tó at steinprentini hjá Nils Erik Gjerdevik eru abstrakt, eru tey merkt av frásagnarligum áhuga, sum tú sum áskoðari fært frænir av í teimum horisontalu, widescreen myndunum. Í ásannanini av, at tann totalt abstrakta tilgongdin ikki er møguligt, fæst listamaðurin við forskjótingar av ymiskum skapum og formligum fyrirbrigdum, sum arbeiða í móti og sabotera hvørt annað, so at áskoðarin støðugt verður fluttur eitt vet víðari í huganum meðan hon roynir at fata myndina. Tað eina prentið, sum alt fyri eitt hugtekur meg, tá eg komi inn á verkstaðið, er sett saman av fleiri skapum, einum flótandi óreglugligum silvurgráum skapi, sum liggur omaná onkrum violettum og appilsingulum litfarrum, inni í skapinum er eitt annað skap, sum minnir um tað størra, men ikki heilt og tað vendir heldur ikki heilt á sama hátt. Innaní sæst somuleiðis eitt fragment av einum stríputum, reyðum og bláum rundingi og omanfyri vinstrumegin sæst ein svarthvítur myndaliður á skák, sum onkursvegna tykist heilt øðrvísi av lyndi, greiður, neyvt teknaður við dekorativt bylgjandi linjum eins og í eini teknirøð ella í einari dekorativari illustratión. Men sjálvt um formurin tykist sipa til fleiri ymisk ting, hann minnir um ein bát ella eitt akfar av onkrum slagi, so er okkurt við honum, ið oyðileggur ta assosiatiónina. Á henda hátt spælir listamaðurin við okkara huga, sum í heilum assosierar og byggir upp ymiskar forkláringsmøguleikar, ið verða havnaðir av myndini sjálvari. Stílurin í myndunum er ógvuliga fjølbroyttur, í støðum minna myndabrot um pop art, aðra staðni tykjast linjurnar meira ekspressivar ella mynstrutar sum í op art og á sama hátt hómast mótsetningar í skapum, sum til tíðir eru organisk, meðan tey aðra staðni tykjast meira mekanisk. Listamaðurin arbeiðir við frumskapum sum t.d. sirklum við atliti til hvussu hesi skap hava verið brúkt innan modernismuna. Hetta er alt so heilt ómetaliga áhugavert ein sólskinsseinnapart í Steinprenti, men tað ber ikki ordiliga til at lena seg aftur sum til fyrilestur, tá mín fitti lítli drongur er við og í heilum togar í frakkavelið á mær og gjarna vil viðmerkja, at hann eisini dugir alt møguligt, til dømis at skyna á u, i og a.  – Tað er gott góði, sigi eg og royni at konsentrera meg og fokusera oyruni yvir í móti tí væl talandi og áhugaverda Nils Erik Gjerdevik. Listamaðurin fer avstað aftur í morgin, men til alla lukku verða myndirnar eftir og tær verða við á framsýning í Norðurlandahúsinum í komandi ári.



Allarseinastu eykasýningarnar av EINKI ORÐ

Vegna stóran eftirspurning verða nú allarseinastu eykasýningar av EINKI ORÐ á Tjóðpallinum í kvøld, leygarkvøldið og sunnukvøldið klokkan 19.30. Leikurin er væl umtóktur og fleiri eru hugtikin av hvussu væl ungi leikarin, Sóley Danielsen megnar krevjandi einleikin.

Leikbólkurin InTime Theatre sýnir einmansleikin "Einki orð" á Tjóðpalli Føroya við Sóley Danielsen (FO) sum leikara og Jenný Láru Arnórsdóttir (IS) sum leikstjóra. "Einki orð" snýr seg um lívið hjá einari muslimskari kvinnu, ið stríðist við at sameina sín muslimska samleika við sín samkyndleika.

Hann snýr seg eisini um nógvu fordómarnar, ið valda um islam. Kvinnan er praktiserandi muslimur í New York beint eftir yvirgangsatsóknina t. 11. septembur 2001, og hon og familjan eru fyri nógvum ágangi fyri døkka hár sítt, arabisku nøvnini og fyri at vera ílatin eftir muslimskari siðvenju. 

Við leikinum vilja Sóley og Jenný Lára geva innlit í truplu tvístøðuna, trúgv og samkyndleiki kann seta fólk í, og vísa, at muslimar eru bara menniskju, eins og øll onnur.

"Einki orð" eftir Wendy Graf er fyrsta verk, Jenný Lára og Sóley seta upp við nýstovnaða leikbólkinum InTime Theatre. Jenný Lára er útlærdur leikstjóri frá the Academy of the Science of Acting and Directing í London, haðani Sóley er útlærdur sjónleikari.

Rannvá Danielsen er samskipari av leikinum. 

Jákup Bernhard Brim hevur umsett leikritið frá enskum (“No Word in Guyanese for Me”) til føroyskt. Hann hevur áður umsett "Brúdleypið" eftir A. Chekhov og "Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir" eftir brøðrunum Grimm. Atgongumerki á kr. 150,- fáast á intimetheatre@intimetheatre.com, tlf 592009, við dyrnar ein tíma undan sýning og í VisitTórshavn.

VETRARJAZZ 2015


Tórshavn Winter Jazz Festival 2015

Í døgunum 27. januar til 1. februar 2015 - nú fyri 7. ferð.

Vitjandi bólkar og solistar eru:
Focus (NL), Espen Berg Trio (NO), Arnold Ludvig (DK/Togo/FR), Frisk Frugt (DK), Amine Nouri (Tunis)

Harafturat verða fleiri enn 20 bólkar úr tað blómandi jazztónleikalívinum í Føroyum á skránni.
Havnar Jazzfelag, sum skipar fyri festivalin hevur eisini bjóðað veteraninum Brandur Øssursson at spæla. Samstundis hevur Brandur givið Vetrarjazz loyvi at nýta gamla logoið hjá Tórshavnar Jazz Fólka og Bluesfestivalin frá 1984

Konsertir verða í Tórsgøtuøkinum 27-31. januar: Reinsarínum, Hvonn, Sirkus og Kaffihúsinum í Vágsbotni. 
Leygardagin 31. januar verða konsertr frá kl 14-22 í Norðurlandahúsinum, har m.a. legendariski hollendski bólkurin Focus við Tijs van Leer fer at spæla. Millum mongu hittini hjá Focus, sum eru spæld nógv í Føroyum, kunnu nevnast løgini Sylvia og Hokus Pokus o.fl.

Sunnudagin 1. Februar verða barnakonsertir í Norðurlandahúsinum. Tað er navnframa Jensina Olsen skipar fyri barnakonsertini, ið hon kallar “BarnaTammTamm”.

Atgongumerki til Vetrarjazz 2015 kunnu keypast í forsøla. Billetsølan byrjar týsdagin 11. November kl. 10.00 á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinumwww.nlh.fo ella í Tutl á Kátahorinum í Havn.

https://www.youtube.com/watch?v=DUODEo8SORU

 

Stovugenturnar - leikurin tekur skap í Kommandørhúsunum

 

Lív er í kommandørhúsunum úti við Strond í hesum døgum, ljóðið av venjingum og pallsmíði fyllir gomlu vøkru húsini.

 Nú 16 dagar eru til frumframførsluna, venja tær tríggjar sjónleikarakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Annika Johannessen saman við leikstjóranum Christoffer Berdal, og leikurin tekur alsamt skap.

Klæmint Henningsson Isaksen fæst samstundis við at gera vøkru stovuna klára til at virka sum pallur fyri og karmur um leikin.

Stovan er stór fyri stovu at vera, men sum leikpallur er hon trong, so einans 40 fólk sleppa til hvørja sýning. Tí blívur talan um eina sera intima og forkunnuga uppliving, har ræðuleikin og ørskapurin í leikinum kennist tættur.

Atgongumerkjasølan byrjaði í síðstu viku, og longu nú eru nógv atgongumerki seld. Leikurin verður einans sýndur í 15 dagar, og eingin møguleiki er fyri at leingja spælitíðina, tí onkur leikari skal í gongd við aðra verkætlan beint aftaná hesa.

 Tí verða tað einans tey kviku, ið fáa hesa sestøku uppliving.

Atgongumerki til leikin kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn og bíleggjast á stovugenturnar@gmail.com.

Fylg við hvussu tað gongur við venjingunum á Facebook.com/tvazz

Astrid Andreasen sýnir fram á Býarbókasavninum

 

Býarbókasavnið er karmur um regluligar framsýningar í hølunum á niðastu hædd. Framsýningin hesa ferð er við Astrid Andreasen, sum sýnir fram akvarell-, litblýants- og tussjmyndir.

 

Listarliga virksemið hjá Astrid Andreasen (f. 1948) spennir víða. Hon er virkin innan myndlist, sniðgávu og myndprýðing og vísindaliga illustratión av millum annað djórum og plantum.

Astrid varð fyrst útbúgvin sum broderi- og ítrivslærari frá Kerteminde Husflidshøjskole í árunum 1968-1970, síðani innan tekning og myndaveving frá Århus Kunstakademi í 1984-1986. Í 1990-1991 tók Astrid útbúgving innan vísindaligan illustratiónsteknikk á Jerlesborgskúlanum í Tjärnö, Svøríki.

 

Á framsýningini verða 20 myndir sýndar fram. Motivini eru við íblástri úr hugaheiminum og úr náttúruni. Heimadjór, fiskar, fuglar og blómur.

 

Fernisering er fríggjadagin 7. november kl. 16. Øll eru vælkomin.

 

Framsýningin er at síggja allan november og desember.

 

Sakaris Stórá ger nýggjan ungdómsfilm

   

FOTO: Miriam & Janus

                                                          

Nýggj filmsverkætlan verður sett í gongd um miðjan november. Tað er  leikstjórin Sakaris Stórá, sum hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar Vetrarmorgun og Summarnátt, sum nú fer undir eina størri filmsverkætlan. Hon er meiri umfatandi, og tí verður byrjað  við fyrireikingum longu í hesum mánaði.

Sakaris Stórá hevur saman við rithøvundanum Marjun Syderbø Kjeverður lnes arbeitt við søguni til  ein føroyskan ungdómsfilm, sum verður tikin upp á bygd.

Tí verður nú farið undir at finna rætta høvuðsleikaran, eina unga gentu, 16 ára gomul í leikritinum, men er gentan tann rætta, kann hon verða millum 15 og 20 ára gomul.

Eins og við hinum filmunum verða upptøkuroyndir, men royndir innan film og leik á palli, eru ikki eitt krav.  Upptøkuroyndirnar verða á Føroya Fólkaháskúla 14.-15.-16. november, og tilmeldingarfreistin er 12. november.

Tað er Fish&Film við Ingun í Skrivarastovu, sum eisini framleiddi Vetrarmorgun, sum stendur fyri framleiðsluni. Síðani Vetrarmorgun fekk virðisløn á heimsins størstu filmstevnu á  altjóða filmstevnu í Berlin,  hevur filmurin verið sýndur á mongum filmstevnum kring heimin. Har hevur áhugin fyri arbeiðinum hjá Sakaris verið stórur. Serliga er tað arbeiðið við leikarunum, sum hevur fingið gott skoðsmál.

Fish&Film er júst afturkomið av fyrsta útnorður framleiðslufundi í Reykjavík, sum danski og íslendski filmsgrunnurin skipaðu fyri. Høvi varð at hitta framleiðarar úr Danmark, Íslandi og Grønlandi, og eisini her var stórur áhugi fyri komandi verkætlanum hjá  Sakaris Stórá. Fundast varð um ymsar møguleikar fyri samframleiðslum í komandi verkætlanum hjá honum.

Tað ber til at ringja til Sakaris Stórá fon 263663 ella Ingun í Skrivarastovu fon 288366, um tú vilt vita meira um verkætlanina.

www.fishandfilm.com

 

Fie Norsker í Steinprenti

Tey arbeiða av grimd í Steinprenti í løtuni fyri at fáa prentini hjá donsku listakvinnuni Fie Norsker liðug áðrenn hon fer heimaftur í morgin. Prentini verða partar av framsýningini Grafisk Sambond / Grafiske Forbindelser, sum verður framsýnd í Vendsyssel Kunstmuseum í Hjørring, Kastrupgaard og at enda í Norðurlandahúsinum næsta heyst. Fie Norsker elskar sítt arbeiði, greiðir hon frá, og hetta ovurhonds hugaliga útgangsstøðið er ógvuliga sjónligt í hennara arbeiðshátti og í fjølbroyttu myndunum, sum nú breiða seg um alt arbeiðsborðið í Steinprenti.

Hetta er fyrstu ferð, hon roynir seg við steinprenti, sigur hon, men neyvan man tað vera seinasta ferð, tí listakvinnan hevur ógvuliga lætt við at fata mannagongdina. Tað er so stuttligt, heldur Fie Norsker. Hon teknar á litografiska steinin, og síðani fer prentingin í gongd. ”-Eg fái prentini frá Jan og so koloreri eg tey við hond” greiðir listakvinnan fegin frá. Hetta gongur fyri seg eitt sindur eftir sama prinsippi, sum tá mann fyllir út tekningar í einari málibók og vísir okkum yvirflóðum av hugskotum í huganum hjá Fie Norsker. Hon er sera visuel, so hugskotini koma til hana sum myndir, sum hon skitsar skjótt niður á pappír og síðani fer hon í gongd við sjálvt verkið, sum tó ongantíð blívur tað sama sum í skitsuni. Fie Norsker hugsar skjótt og nógv og hon hevur ongantíð upplivað at vera í uppisetri við hugskotum.

Á nýggjasta prentinum, sum ikki er heilt liðugt enn, sæst ein totemsteyri og á hinum er ein dupultfigurur, sum minnir um eina klassiska teaturmasku, har tann eini er glaður og  hin er keddur. Figurarnir hjá Fie Norsker eru um somu tíð einfaldir og stuttligir, kompleksir og álvarsligir. Bæði figurar og bakgrund eru prýdd við ymiskum dekorativum mynstrum, sum eru fabulerandi og sum í støðum minnir um teknirøðir og um upprunamyndar. Fie Norsker dámar væl, at myndirnar tykjast lættar og at síggja til býttar, men áskoðarin skal ikki hyggja serliga leingi at myndunum áðrenn hann sær listarliga álvarsemið í teimum tvætlutu figurunum. Eitt ávíst, hugtakandi mynstur av flótandi ójøvnum linjum er afturvendandi og stendur ella liggur sum ein ljódligur og loyndarfullur abstraktur og savnandi liður í myndunum. Í einum prenti sæst hetta mynstrið sum ein fjøl ovast í myndarúminum, í hinum prentinum av dupultmaskuni minnir mynstrið næstan um eina húgvu sum er drigin eitt petti niður yvir tey grotesku høvdini. 



Á breiða vegnum

Nakrir tankar um Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð almannakunngjørdur mikukvøldið. Tað gjørdist finski rithøvundurin Kjell Westö, sum vann heiðurin og tær 350.000 krónurnar fyri finnlandssvensku skaldsøguna Hägring 38 (Lognbrá 1938), ein undirhaldandi bók, sum gongur fyri seg í Helsinki eitt tíðarskeið áðrenn annan veraldarbardaga.

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 1962 verið latin føgrum bókmentum – eitt bókaverk, ein skaldsøga, ein sjónleikur, eitt yrkingasavn, ritroyndarsavn ella stuttsøgusavn á høgum dygdarstigi, sum er skrivað á einum av norðurlendsku málunum, fær ta háttvirdu virðislønina aftaná eina drúgva mannagongd við innstillingum úr teimum einstøku norðurlondunum. Tey stóru máløkini sleppa at innstilla tvær bøkur, tey smærru innstilla eina bók í part. Endamálið við virðislønini er at økja áhugan fyri norðurlendskum bókmentum sum heild og at vaksa um áhugan fyri norðurlendska mentanarfelagsskapinum. Fyri Føroyar er norðurlendska samstarvið sum heild gott. Eg havi í nøkur ár sitið í nevndini, sum innstillar føroyskar bøkur til virðislønina og eg má siga, at tað hevur verið ein sonn fragd ár eftir ár at kunna innstilla góðar bøkur úr okkara lítla máløki til virðislønina, bøkurnar verða síðani týddar til svenskt, norskt ella danskt, so at hini londini kunnu lesa við. Innstillaðu bøkurnar verða síðani ummældar og viðgjørdar í hinum norðurlondunum. Fyri eitt lítið land sum okkara er norðurlendska samstarvið av ómetaliga stórum týdningi - hygg bara at Norðurlandahúsinum og ímynda tær Føroyar uttan. Tað er somuleiðis greitt, at føroyingar fáa nógv meira burtur úr norðurlendsku stuðulsgrunnunum enn vit lata, sum Urd Johannesen gjørdi vart við í áhugaverdari grein herfyri í mentanarblaðnum hjá Sosialinum.

Í bókini hjá Kjell Westö, Lognbrá 1938, fylgja vit nøkrum persónum, m.a. hinum nýliga fráskilda sakføraranum Claus Thune og skrivstovukonu hansara, Mathildu Wiik og teirra lívi og hugsanum eitt tíðarskeið í 1938, tá nazisman tekur seg upp í Europa við antisemitismu og opportunum práti um hvussu gott skil er komið á arbeiðsloysið í Týsklandi osfr. Claus Thune og vinmenn hansara eru miðaldrandi, teir vóru einaferð væl og fullir av hugsjónum, nú kenna teir seg noyddar at drekka seg fullar fyri at fylla ósemjuna og tómligu kensluna við onkrum ítøkiligum í sonevnda mikudagsklubbanum. Mitt í rokanum av politiskari ósemju lúrir eitt tríkantsdrama, tá tað vísir seg, at fyrrverandi konan hjá Claus Thune fór frá honum til ein av hansara góðu vinmonnum, sálarfrøðingin Robi Lindemark. Eitt kvøldið hjálpir Matilda Wiik arbeiðsgevaranum við at ambæta vinmonnunum í Mikudagsklubbanum og tá sær hon og kennir aftur ein teirra frá eini fangalegu, har hon sat eftir borgarakríggið. Á henda hátt gerst huglagið alsamt meira spent og her tekur bókin at líkjast eini spenningsbók við hevndarmotivi, sum ikki skal spoilast á hesum staði.

Vinnarabókin minnir eit sindur um nýggju bókina hjá Carl Jóhan Jensen. Her er jú eisini talan um  eina søgu um hvussu óndskapur, girnd og óreinska undir røttum óndum fortreytum fær brotið sær veg gjøgnum ússaligar lagnur og menniskjaligan veikleika til at gerast ein heil skipan, sum er grundað á viljan til at gera gott fyri tey nógvu, men sum er gjøgnumperverterað av múgvumentalitetinum og trongd múgvunnar at finna onkran at skylda uppá. Tematiskt sæð snýr bókin hjá Carl Jóhan Jensen seg um sama tíðarskeið sum bókin, ið júst er heiðrað við Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Báðar bøkurnar eru eisini merktar av sama slagi av samantvinnan av veruligum søguligum hendingum og fiktión. Spurningurin er so bara um bókin hjá Carl Jóhan Jensen hevði havt nakran kjans, skuldi hon verið innstillað til norðurlendska heiðurin, hon er jú rættiliga kompleks og listarliga ambitiøs og hon inniheldur forrestin heldur ongan moralskan, rættan peikifingur, sum vit kunnu halda okkum til.

Eg haldi ikki eg geri ov nógv av, um eg sigi, at Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins hevur verið stødd á breiða vegnum tey seinastu mongu árini. Í øllum førum haldi eg, at tað ber til at síggja eitt ávíst rák í virðislønarhandanunum frá Norðurlandaráðnum síðstu árini. Hyggja vit at vinnarunum, snýr tað seg fyri tað allarmesta um prosabøkur, stuttsøgusavn og skaldsøgur, og í stóran mun er talan um breiðar, stórar, fólksligar lagnusøgur við søguligari bakgrund. Nógv minnast kanska skaldsøguna hjá Sofi Oksanen, Puhdistus / Utrensning, sum snúði seg um sovjetisku hersetingina av Estlandi og ræðuligu fylgjurnar av henni. Í fjør vann danski rithøvundurin Kim Leine fyri Profeterne ved Evighedsfjorden, sum somuleiðis er ein lýsing av donsku kolonialiseringini av Grønlandi og fylgurnar av henni. Nógv dámdu og lósu hesa bók, men fleiri undraðust, at eitt dapurt, men tungt og trupult meistaraverk sum Filosofiens Natt hjá Lars Norén ikki megnaði at vinna. Í fleiri førum tykist sum um tað verður atkvøtt fyri tí, sum verður hildið at vera "tað rætta" í staðin fyri tí, sum er bókmentaliga gott. Vinnarabókin í ár er á sama hátt breið sum tann hjá Kim Leine, hon er væl skrivað og hon er ómetaliga løtt at lesa. Málsliga og innihaldsliga er tað á ongan hátt torført at fylgja við í hvat gongur fyri seg í bókini; á lýsingini av Matildu merkja vit t.d. alt fyri eitt syrgiligt huglag, at hon er einsamøll og fáa varhugan av, at hon á onkran hátt er vorðin djúpt særd onkuntíð, men vit fáa tað eisini staðfest frá einum av hinum persónunum, Claus Thune, sum følir einsemið kring hennara persón. Tað verður greitt frá og grundgivið rættiliga gjølliga í hesi bókini, forteljarin er gamaldags alvitandi,  hann er jarðbundin, skilagóður og ábyrgdarfullur næstan sum hjá Pontoppidan. Persónslýsingarnar hjá Kjell Westö eru ómetaliga gjøgnumførdar, menniskjuni standa ljóslivandi fyri lesaranum. Hetta verður heilt vist ein bók, sum nógvir nýggir lesarar og bókhandlar fara at fegnast um og tað skulu teir vera hjartans vælkomnir til. Men eg haldi veruliga, at tað er spell, at heiðurslønin skal vera blivin so breið, kommersialiserað og so prosakend, at yrkingar, listarliga ambitiøsar ella smalar dygdarbøkur ongan veruligan kjans tykjast hava í endaspælinum um Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. 

Innbjóðing til framløgu av byggiverkætlanum í miðbýnum í Klaksvík


Á heimasiðuni hjá Klaksvíkar Kommunu boða tey frá byggiverkætlanum í miðbýnum:

Hervið verður bjóðað til alment hátíðarhald í miðbýnum í Klaksvík týsdagin 28. oktober kl. 10:00, har spakin verður settur í fyrstu byggingina í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík.

Fyrsta byggingin í hjartanum av miðbýnum í Klaksvík verður nú veruleiki

Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava seinastu tíðina samráðst um eina byggiverkætlan í sjálvum hjartanum av miðbýnum í Klaksvík, sum fevnir um bygging av íbúðum, og har veghæddin verður løgd av til alment, útatvent virksemi.

Eftir drúgvar og konstruktivar samráðingar millum Bústaðir og Klaksvíkar kommunu er nú borið á mál við hesi spennandi verkætlan, so Biskupstorgið nú kann gerast veruleiki í tráð við løgdu miðbýarætlanina. Eftir ætlan verður bústaðaparturin fyriskipaður í einum samstarvi millum Bústaðir og P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið.

Tað eru umleið tríati ár síðan, at fyrsta miðbýarætlanin fyri Klaksvík varð samtykt, so talan er veruliga um eitt søguligt gjøgnumbrot.


Heilsutrygd, Barnaverndin, NR, Sernám og Gigni undir eitt tak

Í samband við keypið av Posthúsbygninginum, sum skal út- og umbyggjast til mentanarhús, bant Klaksvíkar kommuna seg til at útvega hóskandi hølir til Heilsutrygd.

Tá ið bygningurin hjá BankNordik, sum liggur sera væl og mitt í býnum, varð lýstur til sølu, kannaði býráðsumsitingin møguleikarnar fyri at nýta hann til virksemið hjá Heilsutrygd. Samstundis lat hetta upp fyri fyri at samansjóða eina felags hølisloysn í hesum bygningi fyri Heilsutrygd og nøkrum av deildunum, sum kommunan varðar av. Ein flyting av Barnaverndini, Námsfrøðiligu Ráðgevingini, Sernámi og Gigni undir somu lon gevur grundarlag fyri einum enn betri fakligum umhvørvi fyri starvsfólkini og harvið eisini betri tænastum til borgararnar.

Felagið Christian í Grótinum hevur ætlanir um at keypa bygningin frá BankNordik. Klaksvíkar kommuna hevur gjørt leiguavtalu við Christian í Grótinum við tí endamáli at tryggja virksemið hjá Heilsutrygd, Barnaverndini, Námsfrøðiligu Ráðgevingini, Sernámi og Gigni. Avtalur eru gjørdar við hesar deildir og stovnar, sum við hesum fáa eina varandi, nútíðar hølisloysn.


BankNordik byggir sær nýtt sæti í miðbýnum í Klaksvík

Í sambandi við, at BankNordik selir verandi bankabygning, hevur bankin tikið avgerð um at flyta sítt sæti her í økinum oman í sjálvan miðbýin í Klaksvík, har nýggi bygningurin eftir ætlan verður partur av Biskupstorginum. Ætlanin um sølu og bygging er tó treytað av, at øll formlig viðurskifti fáast upp á pláss. Nýggi bankabygningurin er ein partur av ætlanum bankans um at verða ein sjónligur og virkin viðleikari í økinum.

Sostatt er her talan um fleiri aktørar – Bústaðir, P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið, Heilsutrygd, BankNordik, Christian í Grótinum og Klaksvíkar kommunu – sum seinastu tíðina hava samstarvað um at fáa omanfyri nevndu verkætlanir førdar út í lívið.

Vit eru ikki í iva um, at henda verkætlan er til frama fyri nógvar ymiskar tættir í samfelagnum, og tað er tí við gleði, at vit leggja hesa verkætlan fram.

 

Borgarafundur um Tórshavnar Kommunu

Í sambandi við at Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina kommunuætlan, sum stingur út í kortið, hvussu kommunan er sær út um 15 ár, verður borgarafundur hildin í skúlanum við Løgmannabreyt 5. november 2014 kl.19.00.

Á fundinum fara kommunustjórin, trivnaðarstjórin, tekniski stjórin og borgarstjórin at greiða frá kommunuætlanini. Borgarin fær samstundis høvi at siga sína hugsan um Tórshavnar kommunu í framtíðini.

Kommunuætlanin er politiska skjalið hjá kommununi um menningina fram ímóti 2030. Í ritinum eru tankarnir hjá býráðnum um yvirskipaðar visjónir og stevnumið fyri Tórshavnar kommunu.

Áður hevur verið boðað frá, at fundurin verður 29. oktober. Men tað verður hann ikki. Fundurin er fluttur til 5. november 2014 kl.19.00. Øll eru vælkomin.

Annars er kommunuætlanin vorðin almenn. Talan er um 120 síður í trimum frágreiðingum. Kommunuætlanin er tøk HER og til ber eisini at lesa hana ymisk støð í kommununi. Eitt eintak liggur eitt nú á Bókasavninum í Kollafirði og eitt eintak er til taks í Snarskivuni.