Á breiða vegnum
/Nakrir tankar um Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð almannakunngjørdur mikukvøldið. Tað gjørdist finski rithøvundurin Kjell Westö, sum vann heiðurin og tær 350.000 krónurnar fyri finnlandssvensku skaldsøguna Hägring 38 (Lognbrá 1938), ein undirhaldandi bók, sum gongur fyri seg í Helsinki eitt tíðarskeið áðrenn annan veraldarbardaga.
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 1962 verið latin føgrum bókmentum – eitt bókaverk, ein skaldsøga, ein sjónleikur, eitt yrkingasavn, ritroyndarsavn ella stuttsøgusavn á høgum dygdarstigi, sum er skrivað á einum av norðurlendsku málunum, fær ta háttvirdu virðislønina aftaná eina drúgva mannagongd við innstillingum úr teimum einstøku norðurlondunum. Tey stóru máløkini sleppa at innstilla tvær bøkur, tey smærru innstilla eina bók í part. Endamálið við virðislønini er at økja áhugan fyri norðurlendskum bókmentum sum heild og at vaksa um áhugan fyri norðurlendska mentanarfelagsskapinum. Fyri Føroyar er norðurlendska samstarvið sum heild gott. Eg havi í nøkur ár sitið í nevndini, sum innstillar føroyskar bøkur til virðislønina og eg má siga, at tað hevur verið ein sonn fragd ár eftir ár at kunna innstilla góðar bøkur úr okkara lítla máløki til virðislønina, bøkurnar verða síðani týddar til svenskt, norskt ella danskt, so at hini londini kunnu lesa við. Innstillaðu bøkurnar verða síðani ummældar og viðgjørdar í hinum norðurlondunum. Fyri eitt lítið land sum okkara er norðurlendska samstarvið av ómetaliga stórum týdningi - hygg bara at Norðurlandahúsinum og ímynda tær Føroyar uttan. Tað er somuleiðis greitt, at føroyingar fáa nógv meira burtur úr norðurlendsku stuðulsgrunnunum enn vit lata, sum Urd Johannesen gjørdi vart við í áhugaverdari grein herfyri í mentanarblaðnum hjá Sosialinum.
Í bókini hjá Kjell Westö, Lognbrá 1938, fylgja vit nøkrum persónum, m.a. hinum nýliga fráskilda sakføraranum Claus Thune og skrivstovukonu hansara, Mathildu Wiik og teirra lívi og hugsanum eitt tíðarskeið í 1938, tá nazisman tekur seg upp í Europa við antisemitismu og opportunum práti um hvussu gott skil er komið á arbeiðsloysið í Týsklandi osfr. Claus Thune og vinmenn hansara eru miðaldrandi, teir vóru einaferð væl og fullir av hugsjónum, nú kenna teir seg noyddar at drekka seg fullar fyri at fylla ósemjuna og tómligu kensluna við onkrum ítøkiligum í sonevnda mikudagsklubbanum. Mitt í rokanum av politiskari ósemju lúrir eitt tríkantsdrama, tá tað vísir seg, at fyrrverandi konan hjá Claus Thune fór frá honum til ein av hansara góðu vinmonnum, sálarfrøðingin Robi Lindemark. Eitt kvøldið hjálpir Matilda Wiik arbeiðsgevaranum við at ambæta vinmonnunum í Mikudagsklubbanum og tá sær hon og kennir aftur ein teirra frá eini fangalegu, har hon sat eftir borgarakríggið. Á henda hátt gerst huglagið alsamt meira spent og her tekur bókin at líkjast eini spenningsbók við hevndarmotivi, sum ikki skal spoilast á hesum staði.
Vinnarabókin minnir eit sindur um nýggju bókina hjá Carl Jóhan Jensen. Her er jú eisini talan um eina søgu um hvussu óndskapur, girnd og óreinska undir røttum óndum fortreytum fær brotið sær veg gjøgnum ússaligar lagnur og menniskjaligan veikleika til at gerast ein heil skipan, sum er grundað á viljan til at gera gott fyri tey nógvu, men sum er gjøgnumperverterað av múgvumentalitetinum og trongd múgvunnar at finna onkran at skylda uppá. Tematiskt sæð snýr bókin hjá Carl Jóhan Jensen seg um sama tíðarskeið sum bókin, ið júst er heiðrað við Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Báðar bøkurnar eru eisini merktar av sama slagi av samantvinnan av veruligum søguligum hendingum og fiktión. Spurningurin er so bara um bókin hjá Carl Jóhan Jensen hevði havt nakran kjans, skuldi hon verið innstillað til norðurlendska heiðurin, hon er jú rættiliga kompleks og listarliga ambitiøs og hon inniheldur forrestin heldur ongan moralskan, rættan peikifingur, sum vit kunnu halda okkum til.
Eg haldi ikki eg geri ov nógv av, um eg sigi, at Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins hevur verið stødd á breiða vegnum tey seinastu mongu árini. Í øllum førum haldi eg, at tað ber til at síggja eitt ávíst rák í virðislønarhandanunum frá Norðurlandaráðnum síðstu árini. Hyggja vit at vinnarunum, snýr tað seg fyri tað allarmesta um prosabøkur, stuttsøgusavn og skaldsøgur, og í stóran mun er talan um breiðar, stórar, fólksligar lagnusøgur við søguligari bakgrund. Nógv minnast kanska skaldsøguna hjá Sofi Oksanen, Puhdistus / Utrensning, sum snúði seg um sovjetisku hersetingina av Estlandi og ræðuligu fylgjurnar av henni. Í fjør vann danski rithøvundurin Kim Leine fyri Profeterne ved Evighedsfjorden, sum somuleiðis er ein lýsing av donsku kolonialiseringini av Grønlandi og fylgurnar av henni. Nógv dámdu og lósu hesa bók, men fleiri undraðust, at eitt dapurt, men tungt og trupult meistaraverk sum Filosofiens Natt hjá Lars Norén ikki megnaði at vinna. Í fleiri førum tykist sum um tað verður atkvøtt fyri tí, sum verður hildið at vera "tað rætta" í staðin fyri tí, sum er bókmentaliga gott. Vinnarabókin í ár er á sama hátt breið sum tann hjá Kim Leine, hon er væl skrivað og hon er ómetaliga løtt at lesa. Málsliga og innihaldsliga er tað á ongan hátt torført at fylgja við í hvat gongur fyri seg í bókini; á lýsingini av Matildu merkja vit t.d. alt fyri eitt syrgiligt huglag, at hon er einsamøll og fáa varhugan av, at hon á onkran hátt er vorðin djúpt særd onkuntíð, men vit fáa tað eisini staðfest frá einum av hinum persónunum, Claus Thune, sum følir einsemið kring hennara persón. Tað verður greitt frá og grundgivið rættiliga gjølliga í hesi bókini, forteljarin er gamaldags alvitandi, hann er jarðbundin, skilagóður og ábyrgdarfullur næstan sum hjá Pontoppidan. Persónslýsingarnar hjá Kjell Westö eru ómetaliga gjøgnumførdar, menniskjuni standa ljóslivandi fyri lesaranum. Hetta verður heilt vist ein bók, sum nógvir nýggir lesarar og bókhandlar fara at fegnast um og tað skulu teir vera hjartans vælkomnir til. Men eg haldi veruliga, at tað er spell, at heiðurslønin skal vera blivin so breið, kommersialiserað og so prosakend, at yrkingar, listarliga ambitiøsar ella smalar dygdarbøkur ongan veruligan kjans tykjast hava í endaspælinum um Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins.