Bókadagar fyri framman

heilivágur.jpg

Í døgunum 23.-25. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar  – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

 

Nógv er á skránni. Sí bókadagaskránna og les meira um tiltøkini á nlh.fo

 

Burtur úr skránni:

 

Heilivágur, spreingiknøttar, salt.

Ein dagur um skaldið Jóanes Nielsen, 40 ár eftir Trettanda mánaðin.

 

Bókhandlaravirðislønin

Vinningurin hesaferð er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við Sprotan. Vinnarin verður avdúkaður á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. november.

 

Lurtistova

Á Bókadøgunum fer Landsbókasavnið at varpa ljós á týdningin av ljóðbókum, umframt at stimbra lurtihugin hjá fólki.

 

Rit og rák á bókadøgum

Rit og rák luttekur við einari ørgrynnu av bókum, og nógv spennandi er á skrá alt vikuskiftið.

 

Vitja Bókaklubban á Bókadøgum

Bókaklubbin bjóðar tær inn í ein spennandi og stuttligan heim. Upplestur og ymisk tiltøk fyri børn alt vikuskiftið.

 

Millum lesigleði og lesivanar - lesivanakanningin og teir 20 min.

Bókadeildin skipar fyri fyrilestri um málmenning og lesing. 

 

Vencil, Gunnar og Ginsberg

19. nummarið av Vencli verður lagt fram og vit heiðra týðingina hjá Gunnari Hoydal av yrkingini ”ÝL” eftir Allen Ginsberg. Bergur D. Hansen fer at tosa um týðingina, og so fer Hans Tórgarð at lesa hana upp. 

 

Barnasangbók Føroya

Á bókadøgunum fer Rigmor Dam at greiða frá um bókina; og tað kundi meiri enn so hent seg, at vit fara at hoyra vakrar barnaraddir syngja nakrar av sangunum.

 

Unreadable stories

Samrøður við tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum um bókmentir og tað glopp, ið kemur millum hugsanir og mál, tá ið flutt verður til land, har mál verður tosað, sum er øðrvísi enn títt móðurmál.

 

Livandi bók: Eg eri ein prinsessa

Kom og uppliv Eg eri ein prinsessa sum livandi bók. Søgan snýr seg um Katrina, sum finnur út av, at konan í barnagarðinum er ein heks, og at ein vandamikil uppvaskidreki er inni í stovuni.

 

Luddi og Lundisa

Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur. Í lundalandinum síggja tey nógv stuttligt og spennandi, og tey eru so forvitin. Hvat munnu tær finna uppá hesa ferð?

 

Føroyskar søgur á týskum

Verena Stössinger og Malan Marnersdóttir fara at tosa um bókmentaliga sambandið millum týskan og føroyskan skaldskap við høvuðsdenti á føroyskar bókmentir á týskum.

 

Føroyar – ein nýmótans tjóð verður fødd

Charlotte Langkilde sigur søguna um eina ógvusliga tíð, tá Føroyar, eftir at hava verið avbyrgdar í fleiri øldir, uppá fá ár umskaptust til eina nýmótans tjóð. 

 

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2018

Bergur D.Hansen er vertur fyri tríggjar rithøvundar, sum allir vórðu tilnevndir bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár:  Caroline Albertine Minor, Carl Frode Tiller og Jóanes Nielsen.

 

Meg minnist

Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, hevur samrøðu við rithøvundar um, hvussu ymiskar hendingar í lívinum og samfelagnum hava ávirkað teirra lív og ikki minst teirra yrki sum rithøvundar.

Orð og tónar

Sprotin skipar fyri einum hugnaligum Orð og tónar tiltaki.

 

Den Yderste Ø

Konsert: Yggdrasil v/Anniku Johannessen. Atgongumerkir á www.nlh.fo. Den Yderste Ø er fyrsta verk skrivað til tónleika- og listabólkin Yggdrasil.

 

Framsýning: Jóhan Martin Christiansen (FO)

Jóhan Martin  Christiansen arbeiðir mest við skurðmyndum og video, har hann kannar samanspælið millum, til dømis, hvussu tilfar er og hvussu tað kennist.

 

Video Video fyri børn

Í sambandi við bókadagarnar og framsýningina Video Video fáa børnini teirra heilt egna biograf í Norðurstovu.

 

 

Føroysk sjónleikakvinna fagnað í Danmark

dancerinthedark.jpg

Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen verður mikið róst fyri leiklutin sum Selma í leikinum Dancer in the Dark, ið verður framførdur á Aarhus Teater, og sum er bygdur á kenda filmin hjá Lars von Trier. Eg havi spurt Sofíu hvussu gongst, hon svarar, at tað gongur gott, og at Dancer in the Dark er ein sera spennandi leikur at vera partur av.

Í síni lýsing av síni leikuppliving leggur Sofía serligan dent á ljóðið í leikinum: “Serliga er tað eitt fantastisk ljóðunivers sum eg ongantíð havi upplivað á palli áður, og sum teatralskt styrkir søguna hjá Selmu nógv. Alt verður spælt live frá pallinum. Rekvisitir kunna siga ljóð og spæla rútmir og kontaktmikrofonir eru undir borð og gólv og ymsa staðni, sum kunna styrkja ljóðini og enntá gera tey til akkordir (t.d. um man bankar í borðið), soleiðis at hoyrnin hjá Selmu verður styrkt, meðan hon spakuliga gert meira og meira blind. Tey bæði, ið hava gjørt tónleikin og ljóðmyndina - Marie Højlund og Morten Riis (The Overheard) - hava verið heilt serlig at arbeitt saman við”.

Víðari greiðir Sofía Nolsøe Mikkelsen frá, at hon enn ikki hevur lisið øll ummælini av Dancer in the Dark, men at hon hevur sæð brot úr onkrum rósandi ummæli: “Tað er sjálvandi ótrúliga deiligt, at tað verður væl móttikið, tá tað verður lagt so nógv arbeiði í. Tað er ein avbjóðandi leiklutur og eitt avbjóðandi verk. Bæði dramatiskt, men eisini musikalskt, koreografiskt og viðvíkjandi ljóði”.

Uppá spurningin um hvar komandi uppgávur hjá Sofíu fara at vera, svarar sjónleikarin, at hon væntar og vónar, at hon framhaldandi fer at arbeiða í Danmark, men vónandi eisini í Føroyum skjótt: “Tað hevði eg tímað heilt ótrúliga væl!”

Nøkur ummæli:

http://gregersdh.dk/dancer-in-the-dark-aarhus-teater-30-10-2018/

http://ungtteaterblod.dk/anmeldelse-dancer-in-the-dark-aarhus-teater/

http://scenekanten.com/anmeldelse-dancer-in-the-dark/

https://aarhusupdate.dk/anmeldelser/anmeldelse-teaterudgaven-af-dancer-in-the-dark-bankede-til-det-store-foelelsesapparat/

Rannvá Holm Mortensen fekk Emmuna

rannva.jpg

M.A.Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fekk Rannvá Holm Mortensen fyri yrkingarsavnið Sólsmakkur. Edward Fuglø fekk virðisløn fyri mentanaravrik sítt við prýðingini í kjallaranum í Christianskirkjuni. Barnamentanarvirðislønina fekk Vár Berghamar Jacobsen.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðarnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Heilivágur, spreingiknøttar, salt.


joanes.jpg

Bókadagar: Ein dagur um skaldið Jóanes Nielsen, 40 ár eftir Trettanda mánaðin.

Skrá

10.00    Bergur D. Hansen bjóðar vælkomin

10.10     Kinna Poulsen: Bíðirúm

10.30     Malan Marnersdóttir: Skaldsøgustílar hjá Jóanesi Nielsen

10.50     Jóanes Nielsen lesur nýggjar yrkingar

11.10     Paula Gaard: Yrkingarnar eru rekar - um móttøkuna av skaldskapinum hjá Jóanesi Nielsen

11.30     Heilsan frá Tjóðpallinum

12.00    Steðgur

12.40     Silja Aldudóttir: Náttúran, menniskjað og djórini - ein vistgreiningarlig kanning av Gudahøvdi

13.00     Turið Sigurðardóttir: Jóanes Nielsen - yrkjari millum øldir.

13.20     Bergur Djurhuus Hansen: Tvær politiskar modernismur og Jóanes Nielsen.

13.40     Kári Sverrison tulkar Jóanes Nielsen

14.00     Liðugt

 

Regin Dahl 100 - Hugleiðing hjá Carl Jóhan Jensen

45463608_1389672264496891_4190623543739809792_n.jpg

Fleiri tiltøk hava verið í sambandi við, at hundrað ár eru liðin síðani listamaðurin Regin Dahl var borin í heim. Síðsta leygardag hevði Tarira eina væl eydnaða og fjølbroytta konsert, har Carl Jóhan Jensen hugleiddi um meginevni í yrkingunum hjá Regini Dahl:

Í ellivta tíma, á ellivta degi í november tað Harrans ár nítjanhundrað og átjan, fáar dagar eftir, at Regin Dahl datt inn í verðina úti í Sandagerði, kom ein vápnahvíld í gildi…hon sleit heljardansin árini frammanundan um Flandur og Norður-Frakland, men byrjaði í somu öðini eina öld, sum Regin Dahl á gamalsaldri, rúm fýrs ár seinni, lýsir soleiðis í seinasta yrkingasavni sínum Smámunir frá árinum tjúguhundrað:

Ill var öldin/ öll sum hon var./ Eldur og dráp/ um mannheimin allan.

Og tað er henda illöldin…útígjögn er hon annar tráðurin í skaldskapinum hjá Regini Dahl…grundkorini so at siga. Í yrking eftir yrking skyggir aldarfaran fram í skiftingum av ljósi og dökkum á einum skelvandi og  fyndkvæmum flata av ungum föroyskum bókmentamáli. Nú skal eg ikki troytta tykkum, góðu áhoyrarar, við alt ov nærløgdum og langrökjutum greiningum, henda lötan bjóðar líkasum ikki til slíkt. Í staðin fari eg at lata skaldið sjálvt sleppa til orða…tað man vera longst sum best. Eg havi leitað fram nökur av teimum meginevnum…ella skuldi eg betur sagt hugans andglettum, ið gera tey tólv sövnini, Regin Dahl legði úr hondum frá nítjanhundrað og sjey og tretivu fram til aldaskiftið tjúguhundrað. Eitt av hesum evnum ella andglettum verður sett fram við hesum orðum í yrkingini Sæl er tann sál í savninum Tokkaljóð  frá nítjanhundrað og fýra og fjöruti:

Sæl er tann sál/ ið eigur aga/ og alv at spretta á settum tíma - /og eigur dirvi,/ tá dagar styttast,/ at loysa fræið/ og fevna deyðan,/ tá ið dalirnir taka at skýma.

Við hesum orðum eftir í huganum lat okkum nú í felag lurta eftir  trimum yrkingum úr ymsum sövnum. Ogn úr Óttukvæðum frá nítjanhundrað og fimm og hálvtrýss, Summarmorgun 1961 úr Gongubitum frá nítjanhundrað og fimm og trýss, Jarðarferð yrkjarans á miðsumri úr Orðakumlum frá nítjanhundrað og átta og hálvfjerðs og Degningstakksemi úr Ellisskekum frá nítjanhundrað og átta og fýrs:

OGN

Eg eigi tað varandi gleði,

Ið vermir meg dag undan degi,

at lívið, sum meinslar, tað fjálgar við

og fjölgar í túsunda lið.

Eg veit, at um eg sjálvur farist

Í vesalings ösku og ótta –

So livnar á hvörjum dunga

Grasið hitt angandi unga.

 

Og smágentur, mjáar um miðju,

Dansa við deyðans grindir –

Og teirra vaknandi, væntandi kvið

Lívgar í túsunda lið.

45457325_2004895519607518_8106063765411201024_n.jpg

Summarmorgun 1961

 Grön eru leyvsblöð,

Týning, deyði –

Havsaldan blánar,

Týning, deyði –

Svart og fagurt

Konufangið,

Men týning, deyði.

 

Minnist tú brennivín,

Bragdardropar –

Minnist tú löturnar,

Láturríkar –

Kjötbitar, kjálkafisk,

Kelivætti,

Næturnar allar

Ein hurlivasi?

 

Skakað, skeiklað er stjörnan,

Nú rennur övugt alt –

Her á mínar hálvgomlu hendur

Lýsir hitandi morgunsólin –

Men týningin – deyðin ---

 

 Jarðarferð yrkjarans á miðsumri

 Fagurligur hesin

Fráfaringardagur –

Sterkt í skál –

Lavandi sóljuvökstrir allir,

Jóanssökubál.

 

Geisandi eldar

Í hvörjari kyknu

Og tægr –

Ljómandi sláttur

Úr hvörjari æðr.

 

Almiklar aldur

Úr fyrndaröldum:

Ljós í ljós –

Fröknisfröin

Í hvörjari fjós.

 

Froðandi fram um

Koparoyggj

-kópa- og hvessinga-fylgd-

Tann hin mæta,

Tann hin væna

Fríggjaramoyggj.

 

Gapandi

Hvört aðlisop,

Rapandi mergsins

Og megin-máttarins lop.

 

Furðuligur hesin

Fráfaringardagur

-sterkt í skál!

Á lofti leika

Geisandi, gessig

Jóansökubál.

 

Degningstakksemi

 Hvat er sum kvakan

Av heimafugli –

Og hvölpur, ið rembir sær

Á fótalagnum

Fyri dag?

 

Eitt hálvdögur, kanska,

Góði –

Fekkst tú afturat,

Í gávu?

 

Ein mjólksopa, eitt muss,

Eitt djúpt, av dýrum royndum

Reint orð

Við á leiðini.

 

At vakna aftur

Ein lívsins morgun.

 

Tað er eftir öðrum, íðan hvat, at eisini Guð er eitt andgletti í skaldskapinum hjá Regini Dahl. Yrkingin Andsvar í Beltisgyrði frá nítjanhundrað og níggju og fjöruti  vendir sær til Drottin við upphavsorðunum:

 

Veldigur ert tú Harri,

men endar við, at sjálvið í yrkingini spyr um Guð yvirhövur man sansa um líðingina í jarðarlívinum, tí sjálvt sín einborna rópandi á krossinum sýnist hann ikki at hoyra. Seinastu örindini bæði ljóða soleiðis:

- hoyrdi tú ikki, / hoyrdi tú einki av tí,/ ella ganga teir allir ranga leið,/ er nöringin alt,/ nöring, át og myrkurstrot?/ / Hvaðan gótu vit okkara trá,/ kom hon ikki frá tær,/ og kom hon frá tær, hví unti tú henni/ so ongantíð svar?/.

Í yrkingini Sálmur í Óttukvæðum er orðbragdið afturímóti annað, eyðmjúkari, ja, beinanvegin frómt:

Sálmur

Í tögnini ert tú,

Tá ið barnið situr

Á eiðisbakka

Og lýður á kvöldarkvirrið –

Men eisini í ættini

Oman av fjöllum

Köld av gróti

Og gráum sögnum.

 

Í koyggjuni ert tú,

Tá ið lúkan er fyri

Og eingin sær

Tær nötrandi hendur –

Men eisini í stovu,

Tá gamlir leggir

Styrkna í stigi

Og fegniskvæðum.

 

Í sálminum ert tú,

Tá ið kertustubbar

Blaktra í kirkju

Á halgari nátt –

Men eisini í geylinum

Frammi í gron,

Tá ið brotið hvítir

Og skipið stoytir í norðanódn.

 

Lær meg tol at týða

Torskilnu stavir tínar,

Lær meg at bíða-

Gev mær troyst at stíga

Fram um skjólveggir mínar,

Lær meg at líða –

Lær meg at vega á tíni vág,

Lær meg at liva, at tú ert hjá.

Men so eru aftur aðrar yrkingar, har eingin trúgv er at halla seg til, har Guð er úr eygsjón og eingin tanki, eingin kensla opin fyri öðrum enn tí óumberliga og övugta veruleika lívsins, at alt ferst og endar í ongum. Tak eitt nú yrkingina Alt meðan tú rakar tær úr Orðakumlum:

 

Alt meðan tú rakar tær

Jú, satt segði tú

Forni frændi:

Táið groypingin skrædnar,

Í holdi,

Í túni,

Í öllum mentunarviðurskiftum,

Ella hinvegin, so siðiliga:

Tá ið systkinabörn,

Vinir og vinkonur

Á býlingsvegnum,

Tá ið skúlafelagar

Verða spjaddir av

Bardögum,

Hjúnalagsbrotum,

Böðils-eltingum

Og öllum tí,

Sum hvört elvir annað:

 

Tá gevur deyðalutturin upp

Úr hvörjari poknu –

Alt meðan tú rakar tær

Á morgni

Stinkar tú longu.

 

Eisini ástin, eitt stöðugt uppafturtikið tema í yrkingunum hjá Regini Dahl, er somuleiðis eitt andgletti. Ástin í öllum sínum kjötligu og ókjötligu brigdum, í sínum skiftingum frá fegnisörku til döpurhuga og kolsvarta ógleði…eina lötuna sjálvur lívsuggin, aðra lötuna helviti líkari. Tríggjar yrkingar haldi eg lofta, ið hvussu er partvíst, hesum brigdum og skiftingum, tær eru: Eitt andlit umborð og Linni báðar úr Gongubitum og Ástarösingin úr Rekagróti frá nítjanhundrað og fimm og fýrs.

 

Eitt andlit umborð

 Við skerstokkin stóðst tú

Og stardi –

Varrarnar

Beiskar, kossleysar,

Eyguni ber sum klædnatváttur,

Oman frá nasunum

Svövnloysisstrikurnar

Og um kjálkan

Foyran av ástarsmeiti:

-ástin, ið royndi seg,

Beyð sær fram

Og varð kövd - -

Sjáldan var ásjón

So nívandi vökur,

Sum táið tú bíndi

Brúnoygd

Út í deyðadýpið.

 

Linni

Eitt undur í mínum hondum:

Miðja og mjadnir

Sóljumjúkar –

Og tætt við oyrað

Mál títt mildliga,

Örvitugt mutlandi.

 

Eyguni afturlatin,

Nasarnar kykar

Og muðurin opin,

Hagar til eg læsi hann aftur,

Hagar til vit læsast saman

Aftur í harðari greipt.

 

Eitt undur í hondunum:

Búkur og mjadnabugur –

Og havsins rámi,

Havsins duni

Ævi og allan aldur.

45596926_171125320507491_7267732453274419200_n.jpg

Ástarösingin

Ástarösingin er ikki alt –

Men hvörja ferð

Er hon alt.

Snykur og sniðfundigir kallar,

Vulgus og válgaranatni,

Tróttugar marknatrætingar?

Jú so, jú so.

Men snjóklokkur Guðs,

Bláklokkur Guðs,

Og fyrsta hitabríkslið –

So grönkast í neðra,

Gróðursylur um hupp og

Herðar.

Viðhvört, viðhvört

Er ástarösingin alt.

 

Hittinorðasavnið Leysasökk frá 1944 byrjar, minnist meg rætt, við orðunum: Eg elski oyggjarnar, men eg hati fólkið. Eg elski fólkið og hati oyggjarnar. Hetta andgletti ella ein ávísur tvískinningur í sinnalagnum til Föroyar og föroyska samtíð sæst aftur í fleiri yrkingum hjá Regini Dahl. Öðrumegin eru Föroyar heima, tað sum var yvirgivið, tann tíð var, og ein í útlegdini kann henda fagurgjörd vídd. Hinvegin eru tær Föroyar, ið komið verður aftur til…tann eindin av nýtíðarligum mótsetningum…tann fáfongdin. Í yrkingabólkinum Heimstaður mín í savninum Eftirtorv frá 1981 eitur tíggjunda yrkingin Á Kongabrúnni og hon lýsir væl nettupp hetta andglettið:

                               

XI

Á Kongabrúnni

Deyðir seiðir og slekkar hítir

Vagga við vágarstein –

„Eg sá eitt kombikk í fjör,“ segði ein –

Hann nevndi seg Rein.

 

„Eitt kombikk?“ spurdi eg, alskinbýttur,

„hvussu bar tað til?

Hetta lítla fitta, ið kitlaði

Piltaárini millum táanna?“

 

„Ja, tað viti fanin,“ segði hr. Rein,

„hvussu og hví?

Eg havi so sæð eitt kombikk

Í mínari tíð.“

 

Deyðir seiðir og slekkar hítir

Vagga við vágarstein.

 

Og hesin sami ampin av nýtíðini…av fáfongd hennara, kemur fram í yrkingini Modern times í Rekagróti:

 

Modern times

Nú duga öll at yrkja

Og at smíða lög –

Her krevjast ikki sköld

Ella sypriströ.

Her leika ravmagnsstreingir

Við forherðings herðara –

Og fjúrtan ælabogar

Geisa omaná.

 

Á, Dávið, tín dári,

Við hörpu í hond –

Tak Saul við á disco,

So hvörvur hvör ond,

Bæði góð og vánd.

Har kemur ikki minsta

Hugans flog

Í námind ella nánd.

 

Og lat meg nú enda við eini yrking, sum helst er ein tann fyndugasta og vakrasta, sum nakrantíð er yrkt um mál, um skaldskap og um lívið sjálvt,  men tað er yrkingin Orðini úr Eftirtorvi.

 

 Orðini

Fagurt er tað, tá ið tit koma

Eins og fornsögufuglar

Flákrandi

Uttan av myrkursins hövum

Og setast

Á herðar og hendur

Við boðum

Um vánir endurlívsins:

Grönt leyv í nevi –

Og grönar nálir.

45558452_722703284729505_9064827214658273280_n.jpg

 

 

Regin Dahl 100 ár - tiltak á Landsbókasavninum

frimerk.jpg

Sunnudagin 4.november klokkan 15-16.30 verður tiltak í samband við, at hundrað ár eru liðin síðan Regin Dahl var føddur.

Lea Kampmann spælir eitt lag eftir Regin Dahl

Annika Smith landsbókavørður bjóðar vælkomin, 

Hanus Kamban hugleiðir um Regin Dahl

Kim Simonsen sigur frá um frímerkið av Regini Dahl

Kaffi og køkur

Framsýningin um Regin Dahl letur upp og Posta leggur frímerkið fram og signerar fyrstadagsbjálvar.

Knút Háberg Eysturstein um komandi bók um Regin Dahl við heitinum Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin

Halgir Winther Poulsen um eitt savn av yrkingum eftir Regin Dahl

Heðin Klein lesur yrkingar eftir Regin Dahl

Lea Kampmann tulkar eitt lag eftir Regin Dahl


Tiltakið er stuðlað av Mentanargrunni Landsins og Tórshavnar Kommunu.

Nýtt frá Tóroddi Poulsen

P1020854.jpeg

Tostatræsmálningin málaði Tóroddur Poulsen

Á blogginum hjá Tóroddi Poulsen ella hjá Bloggoddi, sum hann kallast í blogghøpi, koma javnan nýggjar yrkingar og nýggjar myndir. Til dømis hendan kerliga yrkingin um støv. Fylgið við her: http://bloggoddur.blogspot.com/

STØV



klichéin sigur
at vit verða
til støv
men eg vil ikki
verða ein kliché
so eg vil
heldur verða
til ein kust
ella ein
støvsúgvara
ella bara
ein lítlan
støvklút
í hondini
á frúnni
í húsinum

Nevember

a2450599936_10.jpg

Fríggjadagin 2. november 2018 gevur plátufelagið Kervið út fyrstu útgávuna hjá Hús “Nevember“. 

Hús er verkætlan hjá Rólant Lenvig av Reyni, ið er best kendur sum guitaristur í rokkorkestrinum Makrel. Tónleikurin hjá Hús verður í tíðindaskrivi lýstur sum ein samanrenning av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sofia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har meginparturin av 'Nevember' varð skrivaður. 

Eg havi googlað orðið Nevember og Google sigur, at “Nevember may be misspelled”, tó tað rokni eg ikki við. Heldur kann talan vera um eitt samansett orð ella ein hybrid millum heitið á núverandi mánaðinum og okkurt annað? Nevember kann t.d. sipa til noktandi orðið Never og letur hetta upp fyri nógvum tulkingarmøguleikum - kanska snýr atmosferiski tónleikurin seg um ein óveruligan november onkrastaðni í hugans neverland? Í øllum førum tykist noktandi orðingin hóska væl saman við tónleikinum, sum í stóran mun myndast av brakandi óljóðum og øðrum negatiónum. Sjálv heildin er somuleiðis í stóran mun myndað av ljóðum, sum verða skrúvað niður/mjútað. Kirstin Helgadóttir gjørdi tað fína, minimalistiska/grafiska videolagið, ið sæst her:

Emma í eygsjón

emma.jpg

Loksins eru boðini komin um, at Emma er í eygsjón.

Emma er kelinavn hjá bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens, sum í dag verður umrødd í fleirtali, tí fleiri virðislønir verða latnar á hvørjum ári. Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verða virðislønirnar handaðar á føðingardegi M.A.Jacobsens og tað er eitt sindur síðani; 17. september. Men vit gleða okkum til virðislønirnar verða handaðar í næstum..

“Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum. Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein”. (Kelda: wikipedia)

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 8. november kl. 17. Øll eru vælkomin og handanin plagar at verða send beinleiðis í útvarpinum.

 

Bárður Oskarsson vann

Fotomynd: Jan Andersson

Fotomynd: Jan Andersson

Bárður Oskarsson fekk í kvøld ta stóru Norðurlandavirðislønina í barna- og ungdómsbókmentum á 350.000 krónur, sum kendi rithøvundurin, Gunilla Bergström handaði Niels Jákupi Thomsen vegna Bárð Oskarsson. Grundgevingin hjá Dómsnevndini ljóðar soleiðis:

I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed, hvor vi hele tiden bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk, som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunstnerisk niveau og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om, hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detaljer og nuancer formår Bárður Oskarsson med sin billedbog Træið at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og får derfor dette års pris

Bárður Oskarsson er føddur í Tórshavn í 1972 og hevur búð í Keypmannahavn í 22 ár. Hann hevur serliga tikist við at tekna. Var blaðungur tá ið hann byrjaði at tekna í Barnablaðnum. Fyrsta bókin, hann myndprýddi, var tann hjá abbanum Oskari Hermannsson Undir tussafjøllum.

Síðan 2004 hevur Bárður givið bøkur út, sum hann bæði hevur myndprýtt og skrivað sjálvur. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru týddar til fleiri mál. Tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, Svøríki, Frankaríki, Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria og Slovenia.

 

Útgávur:

2004 Ein hundur, ein ketta og ein mús

2007 Pól, hin kuli giraffurin

2007 Beinið

2011 Flata kaninin

2012 Stríðið um tað góða grasið

2016 Wilbert

2017 Træið


Stuðul og heiður

2005 Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

2006 "White Raven" (Special Mention) í Deutscher Jugendbibliotek fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús

        Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins

2007 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs

2013 White Raven (Special mention) í Deutsche Jugendbibliothek fyri Stríðið um tað góða grasið

          LUCHS-prísurin fyri Fløtu kaninina frá Radio Bremen og Die Zeit

2014 Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókaprísin hjá Útnorðurráðnum

         Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókaprísin fyri Fløtu kaninina

2016 Í uppskoti til Ibby Pan-priset fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús

         Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin fyri Stríðið um tað góða grasið

         White Raven frámerkið fyri Wilbert

2017 MGIP Book Award fyri Træið

         Gylta Peran, Slovenia fyri Fløtu kaninina

         Silver Award frá ICMA - International Creative Award For Books fyri Træið
2018 Í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaprísin

         White Raven frámerki fyri Træið
         Barna- og ungdómsbókaprís Útnorðurráðsins fyri Træið

Norðurlandavirðislønin í Barna- og ungdómsbókum

KELDA: bfl.fo

43951189_363833250853096_5861603969230438400_n.jpg

 

Hvør vinnur?

Oslo%20Opera680046.jpeg

Í morgin verða virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum handaðar. Virðislønarhandanin verður í operuni í Oslo og gallashowið verður sent í almenna kringvarpinum í øllum norðurlondum. SVF hevur handanina á skrá í annaðkvøld klokkan 19-20.40, men tað ber eisini til at síggja handanina beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá kvf. Virðislønirnar eru uppá 350.000 krónur.

Til bókmentavirðislønina er føroyska uppskotið yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen. Hetta er sættu ferð, at Jóanes er innstillaður til virðisløn Norðurlandaráðsins. Í grundgevingini stendur millum annað: Tú sansar eina serliga frásøgugleði í yrkingunum, ið næstan minna um smáar samandrignar skaldsøgur við stórum søgum og lívsáskoðanum frá eini farnari tíð, tó at persónarnir tykjast sjáldsama til staðar her og nú.

Til Barna- og ungdómsvirðislønina er Bárður Oskarsson tilnevndur fyri myndabókina "Træið" frá 2017. Hetta er triðju ferð, at Bárður er tilnevndur til Barna- og ungdómsvirðislønina.

Í grundgevingini stendur millum annað: Myndabøkurnar hjá Bárði Oskarssyni eru einfaldar og naivistiskar, men samstundis sniðfundigar. Hann letur síni djór, ið øll hava menniskjansligar eginleikar og kenslur, brótast við etiskar avbjóðingar og tilveruspurningar – uttan tó at koma við einføldum svarum. Rakel Helmsdal er hartil eisini tilnevnd til barna- og ungómsvirðisløn, men tað sermerkta er, at hon er tilnevnd úr Íslandi fyri bókina "Skrímsli í vanda" frá 2017, sum hon hevur gjørt saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttir og svenska Kalle Güettler. Í grundgevingini stendur millum annað: søgan vekir væl kendar kenslur hjá bæði børnum og vaksnum, men hon hevur so mong løg, at lesarin upplivir og skilir søguna út frá egnum royndum og búnaskapi. Myndir og tekstur ganga upp í eina hægri eind.

Til tónleikavirðislønina er tónleikabólkurin Hamferð er tilnevndur fyri útgávuna Támsins likam. Í grundgevingini verður sagt, at orkestrið nær hugtakandi tónlistaligar og tekniskar hæddir, sum tala til ein nógv breiðari skara enn tey, ið vanliga lurta eftir sonevndum doom-tónleiki. Hartil hevur útgávan, ið hevur seks skeringar, men tó skal fatast sum ein heild, fingið sera góð altjóða ummæli.

Til umhvørvisvirðislønina er felagið Green IQ úr Hvalvík tilnevnt fyri serligu skipana, ið kann skilja olju frá vatni umborð á skipi. Skipanin, nevnd Green Arc, tekur oljuna úr lensivatninum uttan at nýta kemikaliu ella filtur.

Í grundgevingini fyri tilnevningini stendur millum annað, at henda skipanin minkar bæði um útreiðslurnar og um freistingina at lata oljudálkað vatn á sjógv. Skipanin kann til dømis eisini nýtast til oljudálking í havnum, har eitt einstakt fólk við hesi skipanini kann steðga eini størri oljudálking. Green IQ eru eitt gott dømi um, at smá norðurlendsk feløg kunnu koma við góðum loysnum til ein av stóru náttúrutrupulleikunum í heiminum.

Sofía Nolsøe stóran høvuðsleiklut í leikinum Dancer in the Dark

Foto: Stine Rasmussen

Foto: Stine Rasmussen

Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen spælir høvuðsleiklutin sum Selma í sjónleikinum, sum gjørdur er við støði í kenda filminum hjá Lars von Trier, Dancer in the Dark, og sum verður framførdur á Aarhus Teater Scala.

Jyllandsposten hevur í hesum sambandi stóra grein um Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum kann lesast her:

https://jyllands-posten.dk/aarhus/ECE10953213/hun-saetter-baade-lyd-og-poesi-paa-det-at-vaere-blind?fbclid=IwAR2-c4VUSo_CVoUdyAKc86XBOyYxsl3yZmJU588UUxV0L_JlYLU8YbB_-bU

DANCER IN THE DARK

Aarhus teater Scala. Dancer in the Dark. Premiere tirsdag 30. oktober. Kan ses til 8. december.Musikforestillingen er baseret på Lars von Triers film af samme navn. Medvirkende: Sofia Nolsøe, Christian Hetland, Nanna Bøtcher, Anders Baggesen, Luise Skov, Holger Østergaard, Lise Lauenblad, Christoffer Hvidberg Rønje, Marie Koldkjær Højlund (musiker) og Steffen Lundtoft Jensen (trommeslager). Desuden Aarhus Teaters kor

https://www.aarhusteater.dk/forestillinger/forestillinger/saeson-1819/dancer-in-the-dark/

Lyst og kritiskur mentanarjournalistikkur.

Foto: Lars Skaaning

Foto: Lars Skaaning

Nú er nýggjur Kringvarpsstjóri loksins settur, og er valið, eftir mínum tykki, sera heppið. Eitt av tí, ið nýggi KVF-stjórin segði, er at kritiski journalistikkurin skal útbyggjast. Og her skal sigast, at eg eri ein teirra, ið taki heilt og fult undir við borandi journalistikki. Men tað grundleggjandi við slíkum er at eitt mál SKAL lýsast frá fleiri síðum. Og her hevur haltað alvorliga í tveimum innsløgum í mentannarsendingini Lyst. 


Eitt var í síðstu viku um KODA-grunnin Føroyar, ið letur pening til tónleikatiltøk í Føroyum. Tað er nevndin í Felagnum Føroysk Tónaskøld, ið býtur peningin út. Hin var eitt innslag fríggjakvøldið um nýggju Listafólkalønirnar hjá Mentannargrunninum. Tað var týðiligt at verturin, í báðum førum, royndi at varpa ljós á gegnistrupulleikar í einum lítlum samfelag sum Føroyum. Og tað er heilt í ordan. Men tað skein eisini ígjøgnum, at í fyrra førinum, varð roynt at insinuera, at nevndarlimirnir í Felagnum Føroysk Tónaskøld FFT, og serliga formaðurin Kristian Blak, sótu og deildi peningin til tiløk hjá hvørjum øðrum. Kristian Blak dugdi tó væl at greiða frá mannagongdunum hesum viðvíkjandi. At nevndarlimir viðgjørdu als ikki sínar egnum umsøknir. Nevndararbeiði í FFT er ólønt, og tað er sera ringt at fáa fólk í nevndina um mann ikki kann søkja pening úr KODA-grunninum. 
Sagt varð í innslagnum at Kristian Blak hevði fingið nógvan stuðul til festivalin Summartónar. Summartónar er stovnað av FFT í 1992, fyri at føroysk tónaskøld skuldu fáa ein pall at virka á. Fyrst var bert "klassiski" tónleikurin umboðaður, men tá ið Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues festivalur steðgaði, komu hesar sjangrur eisini við í Summartónar, ið framvegis er festivalurin hjá FFT. Tvs ein vinnarastøða hjá teimum skapandi tónlistafólkunum í Føroyum, ið verða spæld og fáa meira royalty fyri sínar konsertir, ið førir við sær at føroyski KODA-grunnurin eisini fær fleiri pengar. Men Kristian Blak fær ikki meira pening enn onnur, ið fáa tónleikin spældan á Summartónum, men hann er og hevur verið drívmegin handan Summartónar og mong, mong onnur feløg.


Í hinari sendingini royndi verturin at fáa forkvinnuna í Mentannargrunninum MG, at definera hugtakið yrkislistafólk. Her kláraði forkvinnan eisini væl at svara fyri seg. 
Skal upplýsa at undirritaði var í faknevndini í tónleiki, og vóru vit, umboðini í faknevndini, á fundi við forkvinnuna í Mentannargrunninum fyri m.a. at fáa innlit í almennu gegnisleiðreglurnar. Men eftir stendur at lýsingin av hesum báðum málum er sera einsíðug. Serliga innslagið um KODA-grunnin. Her kundi verturin komið inn á leiðreglur um gegnisspurningin. Spurt KODA um tey hava leiðreglur hvussu hesin peningur skal býtast sambært gegnisspurninginum, og um KODA-grunnurin í Føroyum fylgir hesum leiðreglum. Men so var ikki, tíverri.


Verturin í Lyst plagar at nevna um hann hevur ein gegnistrupulleika í samband við evnini hann viðgerð. Men í førinum við KODA-grunn Føroyar gloymdi hann at nevna at orkestrið hjá honum hevur fingið 3000 kr í 2008 og 3000 kr í 2012. Vónandi verður Lyst ein framtíðar mentanarsending við sama verti, men vónandi fer sendingin at lýsa síni kritisku evnir meira breitt enn nevndu innsløgini bera brá av.

Sunleif Rasmussen

ARKITEKTURISMA - Arkitekturardagurin 2018

20181024 Arkitekturardagar_rz.jpg

TÍÐINDASKRIV: Ferðavinnan hevur stóran týdning innan vinnumenning, men setir eisini nýggjar avbjóðingar, bæði tá tað snýr seg um umstøður til tey ferðandi og fyri umhvørvið, sum tey koma til. Tað er tí av týdningi at taka hesi viðurskifti upp í einum breiðari høpi.

Tí er evnið fyri Arkitekturardagin í ár Arkitekturisma.

Arkitekturdagurin 2018 verður skipaður saman við Fólkafundinum, sum verður  í Tórsgøtu (Reinsaríið, Perlan, Ostahúsið og Perlutorgið) í Havn fríggjadagin 26. og leygardagin 27. oktober.

Hetta verður skipað sum framsýningar og fyrilestrar. Eisini verður opið hús á eini teknistovu, sum hevur gjørt ymsar verkætlanir innan ferðavinnuna.

Í Tórsgøtu fara teknistovur at sýna fram projektir til innivist fyri ferðafólk.

Elin Maria Nolsøe Joensen fer at greiða frá um Neysting. Elin Maria hevur arbeitt við einum hátti at nýta gomlu neystini til nýtt virksemi, ítøkiliga til innivist til ferðafólk, á ein nýggjan og spennandi hátt. Hesin fyrilestur verður í Reinsarínum í Tórsgøtu leygardagin kl. 17.

Kristján Örn Kjartansson arkitektur úr Íslandi fer at greiða frá um Norðurlendska Slóðin (Nordiske Veje, Norræna Leiðin ella The Nordic Ways), m.a. um eitt inspiratiónsatlas at nýta í sambandi við at uppstiga ferðavinnukervið í Íslandi. Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni fer at greiða frá um náttúrumargfeldi og ferðavinnu. Hesar fyrilestrar verða í Reinsarínum í Tórsgøtu leygardagin kl. 17.30.

SNA, Selmar Nielsen Arkitektar hava opið hús á teknistovuni hjá teimum, Landavegur 9, Tórshavn (gamli Málingahandilin), fríggjadagin og leygardagin kl. 15-18. Her verða sýnd fram projektir innan ferðavinnu: summarhús, hotel, íbúðarhús, flogvøll og aðrar verkætlanir. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa.

Arkitektafelagið vónar við hesum at fáa nýggj íkast til kjakið um ferðavinnu í Føroyum.

Eitt sindur um Kristján Örn Kjartansson arkitekt og virki hansara:

Kristján Örn Kjartansson er viðstovnari og partnari í arkitektavirkinum KRADS, sum hevur støðir í Reykjavík, Århus og Keypmannahavn.

Verkætlanin Norðurlendskar Slóðir (Nordiske Veje, Norræna Leiðin ella The Nordic Ways) er eitt samstarv millum teknistovurnar KRADS (ÍS/DK) Reiulf Ramstad Arkitektar (NO), Boris Brorman (DK) og COASTARC, Rasmus Hjorsthøj (DK). Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er at fáa til vega eitt meira robust, burðardygt og upplivilsisríkt infrakervi í Íslandi. Norðurlendskar Slóðir er hugsað sum eina idéstafett fyri eitt felags norðurlendsk framtak, ið við støði í einum staðsettum, felagsligum og alment atkomiligum arkitekturi roynir at loysa ein ítøkiligan samfelagsligan spurning.

Øssur Johannesen: framsýning og dupultfløga

44237911_297219984338453_551675904787480576_n.jpg

Øssur Johannesen hevur í hesum døgum listaframsýning á Psykiatrisk Center Amager, og samstundis er útkomin bóklingur við teimum 38 verkunum á framsýningini og ein dupultfløga, Inner Self, har Øssur Johannesen spælir saman við Karsten Vogel og Hans Karl Hansen. Eitt innslag er í Nón um hetta (byrjar 54.38) - her eru nakrar av myndunum, sum talan er um. http://kvf.fo/non?sid=86527

44294127_567751113648055_30879088281387008_n.jpg
44375370_478199579331446_2335296773943197696_n.jpg
44246230_2272188286343570_2224218530142748672_n.jpg
44324854_540174336409249_5287560184003035136_n.jpg
44319812_658900417844512_4916944544043368448_n.jpg




Tónleikaligt innlit

3 NYP20170406CopenhagenSelectsU7A7591sm.jpg

Philolog er heitið á eini podcast hjá tónleikarunum í danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil, har tey tosa um tónleikin, sum er á skránni. Hugskotið er gott og tekur støði í tí serliga tónlistarliga innliti, sum tónleikararnir í einum orkestri hava og teim upplivingum, tey hava við tónleikinum. Her tosa Signe Haugland og Jákup Lützen um Carl Nielsen symfoni no 4 Det uudslukkelige, um Mendelssohn / Meeresstille und glückliche Fahrt og Brahms / Violinkoncert

https://copenhagenphil.dk//podcast

Do you?

Svend-Allan Sørensen

Svend-Allan Sørensen

Í Steinprenti er ein nýggj framsýning hongd upp við grafiskari list og málningum hjá føroyskum og norðurlendskum listafólkum. Tey eru: Tróndur Patursson, Tóroddur Poulsen, Svend-Allan Sørensen, Erik Heide, Marius Olsen, Fríða Matras Brekku, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Anna Seppälä, Poul Janus Ipsen og Peter Carlsen.

Tróndur Patursson og Tóroddur Poulsen

Tróndur Patursson og Tóroddur Poulsen

Hesi fingu Listafólkaløn

Í ár verða 3 listafólkalønir latnar, og avgerð er tikin um at lata Brandi Patursson, myndlist, Búa E. Dam, leiklist, og Katrini Ottarsdóttir, bókmentir, listafólkalønina fyri 2018. Endamálið við Listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig ella faklig dygdareyðkenni.

40 umsóknir komu inn, og 5 faknevndir vóru settar at gera tilmæli til nevndina. Hesi vóru umboðini í faknevndunum:

Bókmentir: Ann Ellefsen og Bergur Djurhuus Hansen. Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen. Tónleikur: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen. Leiklist: Kristina Sundar Hansen og Páll Danielsen. Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen.

Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins hevur avgjørt at fylgja tilmælunum frá trimum faknevndum. Her eru brot úr grundgevingum frá nevndunum til tey trý listafólkini:

Brandur Patursson innan myndlist Brandur Patursson arbeiðir við skulpturum úr glasi og metalli, installatiónum, ljós- og videolist. Listin hjá honum eru slóðbrótandi, ikki bert í Føroyum men eisini í altjóða høpi. Seinastu árini hevur Brandur Patursson víst, at hann hevur skapandi megi á høgum stigi. Hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Samstarvið við kend glaslistafólk úti í heimi boðar frá spennandi møguleikum og úrslitum, bæði fyri Brand sum listamann og fyri føroyska listaheimin.

Búi E. Dam innan leiklist. Verkætlaninar hjá Búa Egason Dam eru fjølbroyttar og ymiskar, men allar eru ítøkiligar og grundaðar á dygdargóða leiklist, sum er viðkomandi fyri føroyska áskoðaran eins væl og leikararnar. Hetta megnar hann, tí verkætlaninar, sum Búi hevur gjørt farnu árini, og tær nýggju, sum hann í onkrum førum longu er farin í holt við, loysir hann bæði við at arbeiða einsamallur, tó mest saman við øðrum. Alla tíðina er dygdargóða leiklistin fyri eyga, og lýkur Búi Egason Dam tí krøvini um, at verkætlaninar røkka væl og virðiliga til øll 3 komandi árini. Bæði føroyska áskoðaranum og føroyska sjónleikinum at frama.

Katrin Ottarsdóttir innan bókmentir. Umsøkjarin hevur drúgvar royndir sum yrkislistafólk, og hevur verið undangongufólk í føroyskari filmslist. Seinastu uml. 15 árini hevur hon lagt úr hondini fleiri verk, sum hava vakt ans og gjørt mun í føroyska samfelagnum. Hennara yrkingasøvn og stuttsøgusøvnini Aftanáðrenn og 43 bagatellir hava verið nógv lisin og eru skrivaði á einum løttum og fangandi føroyskum máli. Ivaleyst ber eisini til at siga, at bæði yrkingar og stuttsøgur hava viðgjørt viðurskifti millum m.a. børn og foreldur á ein bersøgnan og originalan hátt, sum hevur kenst frískligur í føroyska bókmentaumhvørvinum

London Symphony Orchestra framførir føroyskt tónleikaævintýr

Veida_vind_skolatonleikar.jpg

Komandi ár verður eitt føroyskt tónleikaævintýr á skránni hjá víðagitna symfoniorkestrinum, London Symphony Orchestra.

Talan er um Veiða vind við teksti eftir Rakel Helmsdal, tónleiki eftir Kára Bæk og við tekningum hjá Janusi á Húsagarði, sum Føroya Symfoniorkestur framførdi í 2011, og sum síðani tá er framført í Íslandi. Sambært Kára Bæk er tað hollendski fagottleikarin Joost Bostijk úr London Symphony Orchestra, sum hevur skotið verkið upp fyri tónleikanevnd LSO´s. Joost Bosdijk hevur føroyskan unnusta, hann hevur samstarvað við Føroya Symfoniorkestur og hevur eisini havt tónleikaframførslur í Føroyum saman við tónleikafelagum úr London.

London Symphony Orchestra framførir tónleikaævintýrið Veiða vind á einari familjukonsert 27.januar 2019 og tveimum skúlakonsertum 4.mars 2019.