Føroysk sjónleikakvinna fagnað í Danmark

dancerinthedark.jpg

Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen verður mikið róst fyri leiklutin sum Selma í leikinum Dancer in the Dark, ið verður framførdur á Aarhus Teater, og sum er bygdur á kenda filmin hjá Lars von Trier. Eg havi spurt Sofíu hvussu gongst, hon svarar, at tað gongur gott, og at Dancer in the Dark er ein sera spennandi leikur at vera partur av.

Í síni lýsing av síni leikuppliving leggur Sofía serligan dent á ljóðið í leikinum: “Serliga er tað eitt fantastisk ljóðunivers sum eg ongantíð havi upplivað á palli áður, og sum teatralskt styrkir søguna hjá Selmu nógv. Alt verður spælt live frá pallinum. Rekvisitir kunna siga ljóð og spæla rútmir og kontaktmikrofonir eru undir borð og gólv og ymsa staðni, sum kunna styrkja ljóðini og enntá gera tey til akkordir (t.d. um man bankar í borðið), soleiðis at hoyrnin hjá Selmu verður styrkt, meðan hon spakuliga gert meira og meira blind. Tey bæði, ið hava gjørt tónleikin og ljóðmyndina - Marie Højlund og Morten Riis (The Overheard) - hava verið heilt serlig at arbeitt saman við”.

Víðari greiðir Sofía Nolsøe Mikkelsen frá, at hon enn ikki hevur lisið øll ummælini av Dancer in the Dark, men at hon hevur sæð brot úr onkrum rósandi ummæli: “Tað er sjálvandi ótrúliga deiligt, at tað verður væl móttikið, tá tað verður lagt so nógv arbeiði í. Tað er ein avbjóðandi leiklutur og eitt avbjóðandi verk. Bæði dramatiskt, men eisini musikalskt, koreografiskt og viðvíkjandi ljóði”.

Uppá spurningin um hvar komandi uppgávur hjá Sofíu fara at vera, svarar sjónleikarin, at hon væntar og vónar, at hon framhaldandi fer at arbeiða í Danmark, men vónandi eisini í Føroyum skjótt: “Tað hevði eg tímað heilt ótrúliga væl!”

Nøkur ummæli:

http://gregersdh.dk/dancer-in-the-dark-aarhus-teater-30-10-2018/

http://ungtteaterblod.dk/anmeldelse-dancer-in-the-dark-aarhus-teater/

http://scenekanten.com/anmeldelse-dancer-in-the-dark/

https://aarhusupdate.dk/anmeldelser/anmeldelse-teaterudgaven-af-dancer-in-the-dark-bankede-til-det-store-foelelsesapparat/