Jóannis Kristiansen 100 ár

27788330_1211632715639713_3452628146663246054_o.jpg

Í dag, mánadagin 12. februar 2018, eru tað 100 ár síðani, at listamálarin Jóannis Kristiansen varð føddur.

Í hesum sambandi hevur systirsonurin, Petur Martin Petersen í Fuglafirði, opið hús á Bøvegi 16 millum kl. 13.00 - 20.00, har áhugaði kunnu koma inn á gólvið at síggja nakrar av málningunum hjá leirvíksmálaranum og fáa eitt prát. Petur Martin og Jóannis vóru tætt knýttir, og prátaðu teir ofta saman um list, umframt at teir í felag avgreiddu nógv av praktisku viðurskiftunum, sum eisini eru partur av lívinum hjá einum listafólki. Vinarlagið vardi líka til deyða Jóannisar 3. mars í 1988. Leirvíkingar fara eisini at hátíðarhalda dagin við eini afturlítandi framsýning í Báta- og listasavninum, sum eftir ætlan letur upp týsdagin 13. februar. Sí t.d. facebook síðuna hjá savninum.

leirv.jpg

Jóannis Kristiansen var eins og fleiri onnur føroysk listafólk næmingur hjá Axel Jørgensen professara á Kunstakademinum i Keypmannahavn, ið fekk so ómetaliga stóra ávirkan á eitt heilt ættarlið av listafólkum.

Jóannis Kristiansen var fyrst útlærdur málarasveinur. Hann fekk síðani undirvísing í tekni- og máliskúlanum hjá Niels W.Rasmussen og var árini 1944 til 1948 næmingur hjá Axel Jørgensen. Ein annar næmingur hjá Jørgensen var Ingálvur av Reyni, hann sigur í filminum Svartur sannleiki, at Jørgensen var ein so mikið góður lærari, at tað var ringt hjá næmingum at koma sær víðari frá  hansara næstan dogmatisku mótsetningslitlæru.

Samanborið við málningarnar hjá Ingálvi av Reyni, er Jóannis Kristiansen nógv hóligari og meira trúgvur mótvegis myndevninum. Sostatt hava myndirnar hjá Leirvíksmálaranum eitthvørt siðbundið yvir sær við denti á tað føroyska, á landslagið, bátin og bygdina, men hinvegin er Jóannis Kristiansen rættiliga stíltryggur og sín heilt egni hvat litum viðvíkur. Og sjálvt um konstrastlitir síggjast í fleiri av málningunum, so víkir hann undan skipanini við at halda uppá sítt egna slag av ljósmálaríi - tað kann vera gylt, men ofta er tað blátt sum vit síggja tað á hugfarsliga bát í bátamyndini í erva. Í nøkrum persónslýsingum frá umleið 1970 er tað eins og tekur ljósið púrasta yvir og tá verða myndirnar meira abstraktar. Málningar hjá Jóannisi Kristiansen eru í ogn hjá fleiri søvnum, t.d. Listasavni Føroya og Betri Trygging. 

 

 

Barbara í Gongini gjørdi vinnaraklæðini

barb.jpg

Vonbrotið var stórt hjá bæði børnum og vaksnum um landið alt í gjárkvøldið, tá tær triggjar væl syngjandi Carlsen systrarnar ikki komu so mikið sum í finaluna í danska grand prixnum. Tær sungu væl og sangurin ljóðaði sum ein grandprix-sangur, mann hevði hoyrt áður, og tað plagdi at vera eitt pluss í eurovision-høpi. Men gakk, tá avtornaði, vann Jonas Flodager Rasmussen heiðurin at luttaka í altjóða GP-kappingin við sanginum Higher Ground, ið snýr seg um víkingin Magnus Erlandsson. Tveir sviar, Niclas Arn og Karl Eurén skrivaðu sangin.

Vinnarin er úr Viborg, hann er útbúgvin á Aarhus Universitet í tónleikafrøði og dramaturgi, og hann heldur sjálvur í grein í Politiken, at orsøkin til, at hann vann, er at tónleikurin og tann visuella síðan vóru serstakliga væl samantvinnað. Viðvíkjandi tí visuella, mundi fleiri bera kenslu á klæðini, sum Rasmussen og hinir vóru í á pallinum. Tað var púra eyðsæð, at hesi sermerktu, dramatisku døkku klæði hava føroyskar røtur, og at tey eru sniðgivin av Barbaru í Gongini, sum fyri kortum fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum. 

 

Ánný fær Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum

anný1.jpg

Unga listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttur fær Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum. Gávugóðsið verður latið á føðingardegnum hjá Thorvaldi av Steinum 8.februar. Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Anný hevur sýnt listarligt hegni á fleiri framsýningum, ikki minst við serframsýningini, hon hevði í oktober, sum er umrødd her á Listaportalinum. Hjartaliga til lukku við Gávugóðsinum, Anný. 

http://www.listaportal.com/tidindi/2017/10/21/fari-framsning-hj-ann?rq=ann

 

anny.jpg

Hans Pauli Olsen ger standmynd av Christian IV

Fotomynd: TV2 Lorry

Fotomynd: TV2 Lorry

Í Degi og viku bórust tíðindi í kvøld um, at stór standmynd hjá Hans Paula Olsen av Christian IV kongi loksins verður uppsett í danska høvuðstaðnum.  Liðin eru heili 8 ár síðani privat fíggjaða verkætlanin varð góðtikin í kommununi. Síðani hevur ein bólkur arbeitt fyri at fíggja verkætlanina, sum kjak hevur verið um, m.a. hvørt standmyndin er nóg modernað til okkara tíð men nú verður hon altso framd í verki.

Hans Pauli Olsen hevur gjørt eitt model av standmyndini, her síggja vit Christian IV, sum verður avmyndaður í bronsu saman við sínum kendastu bygningsverkum. Kongurin stendur oman á einum øvugtum Rundatorni, sum er høgt í granitt. Á hvørjari síðu á Rundatorn eru tornini frá Rosenborg og Børsen. Standmyndin verður 6 metrar høg og skal standa mitt í Keypmannahavn á plássinum við Børsen og Christiansborg.

 

 

Við báli, dómi og fanansskapi

svartmalm.jpg

Tað er ikki við mýkindum, men við báli, dómi og fanansskapi, teir geva sína fyrstu útgávu út, Svartmálm, við stórbærum, sorgblíðum tónalandsløgum og eini glepsandi deyðsmessurødd, sum hvæsir og goysir svartasta dapurleika burtur úr sær.

Konseptið er so myrkt, at eg fyrst hugsi, at tað er stílsliga karikerað, tí so myrkt er tað ongastaðni. Eg fari skeiv, sjálvandi, tí myrkur hevur sama listarliga relevans sum ljós, og tað er sama slag av bølamyrkri, ið hómast í deyðamálningunum frá 30´unum hjá Mikines, í sorgtungu kompositiónunum hjá Hamferð, ekspressivu yrkingunum hjá Øssuri Johannesen og í nógvari aðrari myrkurs-pest-og-patos-dyrkandi list.

Útgávan er ognað Rasmusi Rasmussen, sum onkursvegna hoyrist aftur á útgávuni t.d. í fyrsta sanginum, Deytt ljós og í teimum mongu stórgrátandi gittarljóðunum á útgávuni, sum eisini heilsar Øssuri Johannesen bæði tekstliga og tónleikaliga. - Nei, tað er ikki við mýkindum og verkætlanin tykist ikki tilvildarlig heldur, her hómast ein greiður ansur fyri dygd á permuni á húsanum (Elinborg Lützen), á tekst- (Øssur Johannesen) og klædnavalinum (Barbara í Gongini), eins og talan er um ein bólk, ið tykist vera tónleikaliga á tryggari leið; sjálvt um dómadagsmálmur ikki er teirra vanliga heimabeiti, eru hetta royndir tónleikarar.

Hetta er øgiligt, her er myrkari enn innan fyri bæði eygna- og kistulok uttan hómingina av humor, kærleika ella øðrum tílíkum eksistentiellum glottum. Eg havi sitið í skýmingini í stovuni og lurtað við ekkafullum oyrum alt meðan hárini í nakkanum spakuliga reisast av óhugna og beint nú hyggur sonurin inn í hálvmyrkrið við líka stórum eygum sum eg havi oyru, hann spyr hvat hatta er fyri nakað, eg lurti eftir...

Fyrsta útgávan hjá bólkinum, sum eisini eitur Svartmálm, kemur út hjá Tutl í Februar 2018. Á útgávuni verða seks skeringar: “Deytt ljós”, “Vík frá mær”, Reiðmenn” og “Svartideyði”, ið er ein svita í trimum pørtum. Orðini til “Svartideyði” byggja á yrkingasavnið “Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini” (2014) hjá yrkjaranum, listamanninum og tónleikaranum Øssuri Johannesen.

Plátan er framleidd av Svartmálm og Theodor Kapnas, upptikin av Theodor Kapnas í Studio Bloch og mastrað av George Nerantzis. Listin á plátuhúsanum er eftir Elinborg Lützen (1919-1995) og Uni Árting hevur sniðgivið og sett upp. Tá Svartmálm framførir live, eru teir ílatnir skikkjur, sum Barbara í Gongini hevur sniðgivið.

svartm.jpg

Steinprent Art Herning

IMG_5546.JPG

Júst farna vikuskiftið hevur Steinprent luttikið á listamessu í Herning, sum í ár fokuseraði uppá grafikk. Av somu orsøk fekk m.a. Steinprent størri uppmerksemi; viðtal var við Jan Andersson og við listafólkini Julie Sass og Svend-Allan Sørensen bæði á kunsten.nu og á art Herning - tey hava bæði tvey framleitt rættiliga nógv prent á verkstaðnum í Havn. Tey bæði á verkstaðnum, Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku lata væl at, áhugin hevur verið størri og tey fegnast ikki minst um, at Statens Kunstfond keypti eina røð av smáum, fínum prentum hjá Julie Sass. 

Steinprent var med på Art Herning, som i år havde særlig fokus på det grafiske medie. Af samme årsag var der lidt ekstra opmærksomhed om grafikken, og der var interview med Jan Andersson og med de to kunstnere, Julie Sass og Svend-Allan Sørensen både i kunsten.nu og på selve messen - de to kunstnere har skabt en del tryk på værkstedet i Tórshavn. Værkstedsfolkene, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku er glade og tilfredse efter en travl kunstmesse, hvor de ikke mindst kan glæde sig over at Statens Kunstfond købte en række små, fine tryk af Julie Sass. 

Foto: Steinprent

Foto: Steinprent

Johanne Andersson og Julie Sass

Johanne Andersson og Julie Sass

Viðtal við Jan Andersson

Viðtal við Jan Andersson

Julie Sass

Julie Sass

Svend-Allan Sørensen

Svend-Allan Sørensen

Teitur í Elbenphilharmonien

elbenfilharmonien2.jpg

Í gjárkvøldið framførdi Teitur eina konsert í stórfingna konserthúsinum Elbenphilharmonien í Hamburg saman við Nico Muhly og orkestrinum Nordic Pulse. Konsertin var framførd fyri fullum sali – tað var útselt. Confessions, felagsútgávan frá 2016 hjá Teiti Lassen og amerikanska sangskrivaranum, Nico Muhly var á skránni, men harumframt spældu Teitur og Nico Muhly nøkur løg einsamallir, m.a. “Havnin er ein lítil bygd” fyri fýrahent klaver. Sambært Teiti var tað ein sonn uppliving at framføra inni í vakra og serstakliga væl ljóðandi salinum, sum Teitur heldur vera ein tann besta, hann hevur framført í.  

Ein útgáva er ávegis hjá Teiti – hon eitur I want to be kind og er upptikin í New York í fjør saman við Thomas Bartlett framleiðara, ið eisini er tónleikari og sum m.a. hevur samstarvað við Nico Muhly og Anthony and the Johnsons. Nakrar konsertir eru komnar á skránna og sum tað sæst her eru fleiri teirra longu útseldar.

teit.jpg
Elbenfilharmonien.jpg
teitur.jpg

Portraits of the loved ones - vernissage

o.jpg

Í gjár læt málningaframsýningin Portraits of the loved ones hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti. Her eru myndir frá upplatingini. 

Listakvinnan segði nøkur orð um framsýningina http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/01/26/hansina-snir-fram-steinprenti

Listakvinnan segði nøkur orð um framsýningina

http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/01/26/hansina-snir-fram-steinprenti

Ein dynamiskur snurritoppur av eini kompositión

Ein dynamiskur snurritoppur av eini kompositión

Áskoðarar práta og hyggja

Áskoðarar práta og hyggja

Onkur mynd strálar so nógv, at tað kenst hiti at henni

Onkur mynd strálar so nógv, at tað kenst hiti at henni

Tey lurta eftir listakvinnuni

Tey lurta eftir listakvinnuni

Vit práta

Vit práta

Listakvinnan hevur hongt hesa yrkingina hjá Tóroddi Poulsen á ein stólpa sum eina speiska tilsiping til  tann kommersiella partin av listaframsýningum

Listakvinnan hevur hongt hesa yrkingina hjá Tóroddi Poulsen á ein stólpa sum eina speiska tilsiping til  tann kommersiella partin av listaframsýningum

Gyðja og Hans Pauli við einari fittari ommuabbadóttir

Gyðja og Hans Pauli við einari fittari ommuabbadóttir

Ein røð av málningum

Ein røð av málningum

Í Steinprenti møtast listafólk - Zacharias Heinesen og Kim Kristensen

Í Steinprenti møtast listafólk - Zacharias Heinesen og Kim Kristensen

Serstakur silvurmálningur, sum minnir meg um David Bowie

Serstakur silvurmálningur, sum minnir meg um David Bowie

Vit prátaðu nógv

Vit prátaðu nógv

Tvær framsýningar - tvær listakvinnur

sigrunhansina.jpg

Sigrun Gunnarsdóttir og Hansina Iversen lata báðar upp hvør sína framsýning í dag, fríggjadagin 26.januar. Framsýningin hjá Hansinu letur upp í Steinprenti klokkan 15 og tann hjá Sigrun letur upp í Listasavninum klokkan 16. Sum myndirnar omanfyri indikera, er ein ávísur munur millum tær báðar listakvinnurnar av Eiði og úr Havn, sum arbeiða við heilt hvør sínum stíli. Myndirnar hjá Sigrun eru figurativar, naivar og symbolskar við surreellum staklutum, meðan Hansina enn sum áður arbeiðir nonfigurativt við skapum, hvørs litir og relatiónir støðugt umskiftast á bylgjandi myndaflatanum. Men hóast munir eru á hesum báðum, er eisini eyðsýndur líkskapur m.a. í teirri sannroynd, at báðar listakvinnurnar hava ment ein stíl, ið er sera egin og eyðkendur. Báðar eru somuleiðis akademiútbúnar, Sigrun Gunnarsdóttir á Kunst-akademinum í Keypmannahavn í 1980 og Hansina Iversen á Kunstakademinum í Helsinki í 1997.

25446290_714308335434550_2436139950156871681_n.jpg
27330072_10215726645982152_272795713_o.jpg

SOLI DEO GLORIA á Tjóðpallinum

27164886_1585069441575381_2545263574593591750_o.jpg

17.februar verður frumframførsla á Tjóðpallinum, tá verður SOLI DEO GLORIA framførdur. 12 SØGUR UM at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja KÆRLEIKA

SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.

Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996. 

Peter Asmussen skrivar beinrakið og uttan stórvegis undirtekst og hann letur leiklutirnar siga tingini bart út. Í grundgevingini fyri at lata Peter Asmussen Reumert prísin fyri SOLI DEO GLORIA segði dómsnevndin m.a:

“Í SOLI DEO GLORIA vísir Peter Asmussen ein einastandandi málsligan og dramaturgiskan neyvleika, sum setir hann í heimsflokk saman við Strindberg, Bergman og Norén. Við eini beinhart skamtaðari frásøgn lýsir Asmussen stuttar leikmyndir, sum í spenninum millum søgulig tíðarskeið og geografisk støð upploysir frásøgurúmið til eitt ongamannaland - eitt dreymaspæl.”

Væl komin til SOLI DEO GLORA - seinasta meistaraverkið hjá Peter Asmussen.

LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal
PALLMYND & LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus
LEIKRIT: Peter Asmussen
TÓNLEIKUR: Sakaris
LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð
TÝÐING: Hans Tórgarð

Steinprent í Art Herning

jan og fríða.jpg

Í vikuskiftinum tekur Steinprent lut á stóru Art Herning listamessuni. Listheimasíðan kunsten.nu tekur somuleiðis lut og fokuserar á tað tey kalla fyri endurføðingina av prentlistini. Ritstjórin Matthias Hvass Borello fer at gera samrøður við listafólkini og við Steinprent. Á heimasíðuni liggja nú samrøður við Svend-Allan Sørensen, Julie Sass og Jan Andersson. Sí her:

https://kunsten.nu/journal/maa-gerne-ligne-snittet-min-barndoms-ladeport/ 

https://kunsten.nu/journal/trykkets-genkomst/

https://kunsten.nu/journal/sten-fornyet-pres/

Afturvend skap mynda nýggj sambond

27157632_10155624880425892_138259852_n.jpg

HANSINA IVERSEN - NÝGGIR MÁLNINGAR

Fríggjadagin 26.januar klokkan 15-17 letur Hansina Iversen upp málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini verða nýggjar myndir framsýndar við felagsheitinum “Portrait of the loved ones”. Heitið ber brá av figurativum portrettmyndum, men er í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði.

Heitið á málningunum kom, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður. Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, og sum málarin skýrir at vera síni elskaðu/ Portrait of the loved ones. Men sjálvt um okkurt kent hómast í organisku formatiónunum, er nakað púra frískt og nýtt í samansetingunum av hesum skapum. Kompositiónirnar tykjast um somu tíð meira einfaldar og meira kompleksar enn tær hava verið við ávikavist gjøgnumskygdum og óglærum skapum, sum umskarast og bylgja fram og aftur í huga áskoðarans eins og eitt slag av afturlatnum mystiskum súmbolum, samstundis sum málaðu skapini kennast sansaliga sjálvsøgd. Summi teirra sýnast dynamisk við ferð á málingastrokunum, onnur standa sveimandi still á myndaflatanum. Bæði dýpd og flata verða herd orsakað av litavalinum, tá grunnir, flatir pastellitir møta djúpum, reinum litum.

Tað sama er galdandi fyri hesar myndirnar sum fyri allar aðrar abstraktar myndir, at tær spæla við okkara fatan. Av sær sjálvum roynir heilin javnt og samt at finna fram ímyndandi liðir í litflatunum. Men tað er merkiliga torført í hesum føri, tí skapini í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen onkursvegna flyta seg undan øllum afturkenningum, allýsingum og greiningum. Hetta kemst m.a. av mótsetningunum millum ta trídimensjonalu, rúmligu grundina í myndini og tey púra fløtu skapini, sum liggja og darra omaná eins og partar av klippmyndum í eini heild, ið skiftir skap alt eftir hvar áskoðarin fokuserar.

Øll eru hjartans vælkomin!

27153186_10155624882770892_556511489_n.jpg

Performance og list í Svendborg - Jóhan Martin Christiansen

27152776_10156103373109339_832968797_n.jpg

Fotomyndir: David Stjernholm

Leygardagin læt framsýningin Vibrant Matter upp í SAK í Svendborg, har ymisk listafólk hava skapað verk, sum samskifta við standmyndir hjá Kai Nielsen. Millum tey framsýnandi var Jóhan Martin Christiansen, sum umframt standmyndir eisini hevði eina performance á føroyskum. Her eru myndir frá framsýningini, standmyndin hjá Kai Nielsen, sum Jóhan Martin Christiansen tók støði í, umframt teksturin, sum hann framførdi leygardagin. 

27152733_10156103372519339_1223018908_n.jpg

 

Her, við hetta borðið.

Set teg niður.

Gestur mín.

Eg skal vísa tær.

Tá hetta borðið verður til.

Vígt av kettunnar andlitum.

Tankar millum okkum.

Vit.

Boðberarnir.

Bera mynstur á okkum frá gomlum dna.

Sama mynstur sum skinnið hjá avkominum.

Yvirlivilsisætlan.

Gávan sum krígsboð.

Speglingar.

Súreplasaft.

Andlitsmorl.

Tankar sum spiónir í verkinum.

 

Hyggi eftir mær sjálvum í speglinum á baðirúminum.

Eri vorðin eitt sindur rundur.

Rivan millum beinini.

Tankar í okkum frá eini aðru ferð.

Tíð.

Her við speglið.

Tær verður gjørd ein gríma.

So skal tú síggja tína andlitsmynd.

Vit stíga inn í annan heim.

Hagar.

Vit falla.

Heldur enn at grava meg niður onkrastaðnis.

Hvat man fara at koma.

Sum verður mær tillutað

Soleiðis skal eg gera.

Gips.

Ein hattur.

Lukturin frá kertiljósi.

Við lukti altso.

 

Vit eru úr sama frumvølli.

Vísir seg hvørja ferð punktini krossast.

Eg hati tað.

Avdúking.

Mín kroppur.

Stoyping.

Formur.

Standmynd.

Kai Nielsen.

Ývið jarn.

Rustur.

Úld bløð úr viðarlundini.

Reyvarholið sum upphavsstaður.

Og mjúkir formar.

Endurtøka.

Gras.

Vit standa í Enghaveparken.

Støð skjótast.

Hundalív.

Fullkomiliga í ørviti.

Ývnu bløðini úr viðarlundini taki eg við suðureftir.

Tey skulu gerðast partur av standmyndini.

Javnfjart.

Typiskt eg.

Face Off.

Andlit sum gjaldoyra.

Hon, Venus, vil slikka mannin handan oyrað.

Líðingin.

Siðahald.

Ein gongubrúgv.

Landsløg verða til.

Lið um lið.

Ein madrassa úr svørtum skúmi og sveitta.

Dreymaløg.

 

Undir er ein gipsflati á hjólum.

Undir.

Lat falla, sum ikki kann standa.

Vakurleiki og fall.

Tey hinumegin staðfesta.

Stempla.

 

Lat tað koma sum kemur.

Eitt kervi av tankum av skuggum av sjónum av pínu og gleði.

Ein sorgarleikur um eina ósjónliga villiniborg sum sveimar omanfyri og dýnir ravløðing niður í heysin av og á.

Ger eitt lítið skarð.

Trýstið lættir og regnið kemur.

Alt blotnar.

Klæðið myndar mynstur við umhvarvinum av landslagnum.

Hetta er myndin av nýggja landslagnum.

Fjálturkendur.

Eftir regnið.

Niður.

Omandottin og fall.

Grasið er flaknað.

Gras og leyv er stappað saman móti jørðini.

 

Sum skrivað stendur, skal hetta lesast.

Eg leggji meg flatan.

Nei, á síðuna við arminum upp undir høvdið.

Afterð.

Venus er fallin.

Kai er Kai er Kai.

Eg læsi hurðina upp.

Kaikiosk.

Og taki hattin av.

Súreplini eru til sølu.

Heilsa í náttarmyrkrinum.

 

Venus.

Tú og eg.

Skuggar.

Ein eftirmynd.

Av dreymum.

Skuggar.

Tú og eg.

Í dreymunum.

Skuggar til sølu.

Andlit til andlit hyggja tey eftir hvørjum øðrum.

Andlit grógva inn í hvørt annað.

Skifta um pláss.

Venus hevur avgjørt at beina fyri andliti hansara.

Andlitsvevnaður.

Andlit vovin í landslagið.

Eitt landslag uttan skuggar.

Klæðið lá á landslagnum.

Vit hava kropið eftir markinum.

Hálað myrkrið við okkum.

Spor gloymd í tí vit ikki sóu.

Vit hava latið spor liggja eftir okkum.

Spor koma fram í endurskinum.

Skuggastoypingar.

Og svørt sól.

Beint eftir er stríðið millum eygað og myndevnið avgreitt.

Alt er sum tað plagar.

 

Undirgrundin dregur alt lív aftur til sín.

Eftir standa leggir við brúnum bløðum.

Krúllað sum snerktur leykur.

Sólin hongur lágt á kvøldbláa baksýninum.

Ein blóma við svørtum høvdnum svarar aftur.

Relieffini.

Vektin á verkunum móti míni.

Sentimetur fyri sentimetur.

Allar staðir og ongastaðni.

Innií og uttaná.

Flóttar og samráðingarfólk samstundis.

Á flatuni.

Yvir flatuni fann tíðin eitt stað.

Eg royni at spáa um eina framtíð.

Evni móti evni.

Eg eti av súreplinum.

Fólk hyggja.

Vit síggjast.

Eitt land til sølu.

27044848_10156103371484339_429092604_n.jpg
27140135_10156103372279339_914866190_o.jpg
Kai Nielsen: Venus við súreplum. Fotomynd: Wiki

Kai Nielsen: Venus við súreplum. Fotomynd: Wiki

Soli Deo Gloria

Fotomynd: Tjóðpallur Føroya

Fotomynd: Tjóðpallur Føroya

Á Tjóðpallinum venja tey í løtuni leikin Soli Deo Gloria hjá Peter Asmussen, sum verður frumframførdur 17.februar. Danski leikstjórin, Christoffer Berdal, sum eisini leikstjórnaði Stovugenturnar hjá Jean Genet, er komin til Føroya og at døma eftir myndini, sum Tjóðpallurin hevur lagt á sína FB-síðu, hevur Berdal góð fólk at arbeiða við.

Her verður nógv meira um hetta sama seinni, tá vit hava fingið meira kunning um leikin, men eftir øllum at døma er talan um ein serstakan leik. Tey donsku ummælini av uppsetingini á Betty Nansen í fjør eru eitt sindur ymisk, men tey flestu vóru positiv, m.a. Anne Middelbo Christensen, hvørs ummæli í Information byrjar soleiðis:  Peter Asmussen har gjort det igen: Skrevet et stykke dramatik, der er så skarpt og menneskeklogt og kynisk, at man næsten ikke kan rumme det. Her er ikke en replik for meget eller for lidt. Her er alt, som det skal være...”

Mentanarvirðisløn landsins 2017

1200px-Miðvágur,_Faroe_Islands_(2).JPG

Mikukvøldið 24. januar 2018 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa árligu virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2017.

Virðislønirnar fyri 2017 eru tríggjar í tali:

  • Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

  • Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

  • Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki undir 30 ár, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.

Í ár verður tað á almennari samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 24. januar 2018, og øll eru vælkomin.

Tey, ið áður hava fingið virðislønir, eru hesi:

Mentanarvirðisløn Landsins

1998: Regin Dahl

1999: Jens Pauli Heinesen

2000: Ingálvur av Reyni

2001: Eyðun Johannessen

2002: Gunnar Hoydal

2003: Hanus Kamban

2004: - eingin virðisløn latin

2005: Tita Vinther

2006: Zacharias Heinesen

2007: - eingin virðisløn latin

2008: Ebba Hentze

2009: Kári P.

2010: Sunleif Rasmussen

2011: Jóanes Nielsen

2012: Tóroddur Poulsen

2013: Tróndur Patursson

2014: Torbjørn Olsen

2015: Annika Hoydal

2016: Rúni Brattaberg

 

Heiðursgáva Landsins

2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag

2002: Axel Torgarð

2003: Ólavur Hátún

2004: - eingin heiðursgáva latin

2005: Emil Juul Thomsen

2006: Jógvan Isaksen

2007: - eingin heiðursgáva latin

2008: Martin Tórgarð

2009: Laura Joensen

2010: Jonhard Mikkelsen

2011: Kristian Blak

2012: Marianne Clausen

2013: Árni Dahl

2014: Tey av Kamarinum

2015: Palli Gregoriussen

2016: Steinprent

 

Aðrar virðislønir

Málrøktarvirðisløn Landsins

2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen

 

Serstøk virðisløn

2006: Jón Hilmar Magnússon

2001: Ebba Hentze

 

Virðisløn til ungt listafólk

2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður

2012: Silja Strøm, myndlistakvinna

2013: Trygvi Danielsen, yrkjari

2014: Mattias Kapnas, tónleikari

2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður

2016: Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari

 

 

Vibrant Matter – list í samskifti við Kai Nielsen

26757037_1440337016085389_4687392758248020421_o.jpg

Leygardagin 20.januar klokkan tvey letur framsýningin Vibrant Matter upp í Svendborg í SAK, har teirra savn av standmyndum hjá kenda danska myndahøggaranum Kai Nielsen (1882-1924) verður sett í dialog við nútíðarlist. Millum tey framsýnandi, sum sambært kunsten.nu eru týðandi listafólk, er føroyski listamaðurin, Jóhan Martin Christiansen.

Kai Nielsen (DK), Jesper Just (DK), Kate Cooper (UK),  Rolf Nowotny (DK), Sandra Mujinga (NO), Emil Westerman Hertz (DK), Lea Porsager (DK), Lea Guldditte Hestelund (DK), Nanna Abell (DK), Christine Overvad Hansen (DK), Astrid Svangren (NO), Uffe Isolotto, Jóhan Martin Christiansen (DK/ FO), Andreas Rasmussen (DK), Jacob Kirkegaard (DK), Nina Nowak (D) og Moa Alskog (SE).

https://kunsten.nu/artguide/calendar/vibrant-matter-i-dialog-med-kai-nielsen/

skulptur409123.JPG
Jóhan Martin Christiansen er í holtur við at seta sítt verk uppFOTO av Facebooksíðuni hjá SAK

Jóhan Martin Christiansen er í holtur við at seta sítt verk upp

FOTO av Facebooksíðuni hjá SAK

Silja Strøm TAÐ STERKA Í TÍ STILLA

IMG_4727 (1).jpeg

Tá Mentanargrunnur Landsins í fjør boðaði frá sínum listarligu íløgum og raðfestingum, skiltist, at listakvinnan, Silja Strøm úr Vestmanna hevði fingið 1 ára starvsløn. Hon arbeiðir fram ímóti eini serframsýning í Listasavni Føroya, sum vit kunnu gleða okkum til.

Men millum tær mongu myndirnar á Myndaódnini 2017 í Steinprenti, eru nøkur steinprent, sum Silja Strøm gjørdi har á verkstaðnum í oktober í fjør. Hetta eru leikandi lættar myndir, figurativar við abstraktum myndaliðum, ið eru greitt disponeraðir við ljómandi klárum grundlitum og bylgjandi linjum. Eg haldi sjálv, at henda røðin av steinprentum er óvanliga væl eydnað og havi tessvegna spurt listakvinnuna, Silju Strøm, um hvørjir tankar eru aftanfyri

kp og silja.jpg

Silja Strøm greiðir frá, at hon - áðrenn hon fór undir uppgávuna at gera fýra nýggj steinprent, ið skuldu vera jólagávur hjá eini føroyskari fyritøku, hugsaði nógv um ymiskar mátar at lýsa hvussu vit menniskju hava tað, hvat vit ynskja okkum, og hvat okkum dámar. Listin hjá Silju snýr seg altíð á ein ella annan hátt um menniskju, okkara lutir og okkara umhvørvi, og listakvinnan heldur tað vera áhugavert at finna eitt hóskandi sjónarmið at arbeiða við í hesum samanhanginum.

IMG_4730 (1).jpeg

Silja greiðir soleiðis frá: “Eg havi skapað fýra stillar løtur úr gerandisdegnum. Fólk ið hvíla, fólk ið arbeiða, fólk ið dansa, fólk ið skeldast, fólk ið stríðast, fólk ið klemmast. Lutvíst meira málandi í støðum og bert lýst í litríkum strikum og mynstrum, eru ting, tíð og stað heldur tilsipingar av fjarstøðuni millum hesi tingini, teirra eigarar og teirra umhvørvi. Gerandisdagurin kann framkallast við sera einkultum myndum: kaffigrugg í koppinum, tá tú ert liðug at drekka kaffi, strikur av nutella í smørinum, tað sum køliskápið luktar av, teposar í vaskinum, tá posin við matvørum frá FK er so tungur, at plastikkið grevur seg niður í hondina á veg heim, ljóðbitin tá tíðindini byrja í Útvarpi Føroya. Tílikar myndir kunnu framkalla sterkar kenslur, hóast (og kanska akkurát tí) tær eru so vanligar.”

Listakvinnan sigur, at hennara verk í fleiri ár hava snúð seg um søgur, hennara arbeiðshættir um endurtøkur og mynstur, og hvussu hesi varpa ljós á frávikini, tað løgna, tað stuttliga, og tað sum er spennandi: “Til dømis havi eg goymt allar mínar innkeypslistar í 3 ár, og samlað teir í eini mappu við teirri hugsan, at eg einaferð fari at brúka teir til eina verkætlan, men tað er vorðin ein umráðandi áminning, eg nú eri glað fyri at eiga, um tað stilla virksemið sum fer fram samstundis sum spennandi listaverkætlanir og uppgávur, ið er tað eg annars brúki meginpartin av míni orku til, verða loystar. -  Tó er hetta ikki nøkur nostalgisk ella melodramatisk myndarøð, ið t.d. lýsir tað romantiska í tí, vit uppliva dagliga. Í myndunum er eitt tilvitað samanspæl millum anakronistiskar hendingar, tilvildarligt pynt, og listarligar og gerandis grundspurningar. Vit síggja til dømis eitt ófrættakent akslatræ, ið upploysist til flákrandi, dekorativar strikur, og ein buksuleysan mann, ið frá mynd nr 2 í røðini og til ta síðstu og 4. myndina ikki finnur sínar buksir. Sigast kann í hesum sambandi, at listaverk eru úrslit av rutinu. Eitt listafólk hevur eins og øll onnur eitt arbeiðslív við ætlanum og vónum, ið eru knýttar at hissini staklutum í gerandisdegnum. Eitt listaverk er onkursvegna ein yvirgongd millum blonku tilgjørdu flatuna ið er klár at mála á, og staðið har listafólkið arbeiðir og býr. Smálutirnir vit uppliva dagliga, byggja í stigum grundarlagið fyri teir heilt stóru spurningarnar, vit annars fást við, politiskt, filosofiskt, listarligt og sosialt”.

Hesar myndirnar, sum Silja Strøm greiðir so áhugavert frá, eru sum áður nevnt enn framsýndar í Steinprenti, so far og hygg.

IMG_4725 (1).jpeg

 

 

 

Stutt men góð mentanarsending

lyst.jpg

Í kvøld verður nýggja mentanarsendingin í sjónvarpinum send á fyrsta sinni. Hon eitur LYST og varar í sekstan minuttir - so hon er ikki drúgv, men tað ger minni um hon bert er konsentrerað, forvitin, kritisk við fakligari dýpd og tað haldi eg, at LYST er. Týdningarmestur er títtleikin, og LYST kemur HVØRT fríggjadag eftir Dag & Viku akkurát sum ordiligt. Tað er frálíkt og fyri neyðini.

Henda fyrsta sendingin hevur 3 evni á skránni; kitsch/list í almenna rúminum, ein hollendskur fagottleikari (við óvanliga góðum máloyra), sum spælir í Føroya Symfoniorkestri og vakra nýggja býráðshúsið í Gøtu. Kim Simonsen greiðir frá teirri truplu bileggingarlistini og frá hugtakinum kitsch, hann heldur ikki, at ein og hvør skal sleppa at seta upp standmyndir í stíl við Nykin. Sambært Jóhan Martini Christiansen mælir LISA til, at mann brúkar okkurt slag av fakligari ráðgeving í sambandi við uppseting av listaverkum í almenna rúminum. Hetta er alt skilagott og áhugavert at hoyra um og so er tað eitt serstakliga gott hugskot at fara út úr húsinum at gera mentanarsending. Kanska fara tey onkuntíð út at vitja listafólk, atelier og arbeiðsrúm kunnu vera ómetaliga spennandi.

Finnur Koba riggar væl sum sjáldsama óroksutur og miðvísur vertur, men hóast hann partvíst tekur leiklutin á seg at forsvara Nykin, so haldi eg, at sendingin hevði verið (enn) betri um hon vardi eitt sindur longri, um fleiri listasløg vóru umboðað og um t.d. okkurt umboð fyri tey, ið dámar og hava avgjørt at seta Nykin upp, eisini slapp framat. List er jú eitt samfelagsmál júst sum onnur samfelagsmál, og tí skal listin viðgerast á sama hátt bæði lystiliga og kritiskt frá øllum síðum.

Alt hevur sína tíð og beint nú er tíðin ikki til atfinningar, men til frøi um, at list loksins verður tikin í álvara í sjónvarpinum. Eg gleði meg til komandi fríggjakvøld.

http://kvf.fo/sending/lyst?sid=76430

Ein svartur kassi aftrat í høvuðstaðnum

politistation-thorshavn_ny_janaur-2018.jpg

Svartir kassar er nakað, vit sambinda við vanlukkur. Tað verður leitað eftir svørtum kassum, tí í teimum býr svarið um orsakirnar til vanlukkurnar. Men ikki allir svartir kassar hava sama upplýsandi og sissandi árin.

Nógv kjak hevur verið hesar seinastu dagarnar um nýggju løgreglustøðina í Havn, sum mynd var av í miðlunum nú ein dagin. Hetta vísti seg at vera ein skeiv mynd, men sjálvt um myndin nú er rættað, tykist enn ónøgd valda um bygningin. Lat okkum fyrst hyggja at ónøgdini og síðani at bygninginum.

Eitt fongsul?

Fleiri halda bastanta, afturlætna bygningin minna um eitt fongsul – til tað er at siga, at tað hevði ikki verið so galið, um talan í roynd og veru var um eitt fongsul. Vit eru millum heimsins ríkastu lond, men enn í 2018 senda vit okkara kriminellu av landinum júst sum vit fyrr i tíðini sendu tey, sum manglaðu eitt bein ella á annan hátt bóru brek, til Danmarkar. Tað var blóðskeivt tá í tíðini og í dag er tað púra óskiljandi.

Illvilji móti danskarum

Eitt annað undrunarvert í hesum sambandi er stóri illviljin móti danskarum, sum m.a. sæst á viðmerkingunum á netinum til ta nýggju politistøðina. Fólk ilskast um politistøðina, sum verður hildin at vera óføroysk og eitt danskt monstur, kolonialur arkitekturur, og ein skrivar: “Danir hata jú føroyingar, so at ein danskur arkitektur kemur við einari slíkari tekning, undrar meg slettis ikki”. - Tað er í og fyri seg áhugavert, at so nógv fólk halda seg halda danskan arkitektur vera ljótari enn føroyskan arkitektur - teir allarflestu av føroysku arkitektunum eru hóast alt útbúnir á danska akademinum, men hugburðurin tykist serliga løgin, tá hugsað verður um, at hetta svarta húsið estetiskt rakar beint á ein serstakan stíl, sum hevur breitt seg sum ein grá- og svartmálað stovnspest um høvuðsstaðin. 

Opinleiki

Í ætlanum hjá donsku løgregluni fyri hvussu stovnurin skal rekast er opinleiki eitt lyklaorð. Løgreglan skal virka fyri tryggleika, trygd, friði og ordan í samfelagnum. Í stuttum skal løgreglan tryggja, at landsins lógvir verða fylgdar og at tey, sum bróta tær, verða rættarsøkt. Men harumframt er løgreglan ein modernaður servicefyritøka, sum skal vegleiða, virka kriminalpreventivt, útskriva pass og onnur skjøl osfr. “Politiet er derfor også en moderne servicevirksomhed, der forsøger at være åben, imødekommende og i dialog med borgerne. En sådan åbenhed er nemlig afgørende for, at borgerne kan bevare den tillid til politiet, som er nødvendig for, at politiet kan udføre sit arbejde...”.

Samanborið við aðrar bygningar, t.d. tann bygningin, har løgreglan húsast í løtuni Yviri við strond, er hesin nýggi bygningurin á Húsabrúgv ikki skelkandi ljótur sum so. Men ein relevantur spurningur er hvørt nýggi bygningurin harmonerar við visiónunum hjá løgregluni – signalerar bygningurin blíðskap, beinasemi og opinleika? Tað haldi eg ikki.

 

FAKTA

Bestiller

Rigspolitiet

Kunde

Færøernes Politi

Rådgiver

Arkitektfirmaet Kent Pedersen

Ingeniør

Ingeniørfirmaet LBF og PB Consult

Budget

110 mio. kr.

Areal

3126 m2

I brug

2019

BIG: Politistøð í New York

BIG: Politistøð í New York

Í Hobro eru tey fegin um nýggju politistøðina. Myndin her omanfyri er frá inngongdini til støðina í Hobro. Myndin ovast er frá R.C.Effersøesgøtu, haðani bygningurin sær afturlatin út. Møguliga er støðan ein onnur, um vit síggja bygningin hinumegin.