Alda fekk fimm stjørnuvirðislønir
/Stuttfilmurin Alda, sum Franklin Henriksen leikstjórnaði vann í vár fimm virðislønir á Illinifest Student Film Festival, sum gongur fyri seg á universitetinum í Illinois. Hetta er ein stillur filmur uttan nakað prát, men við hópin av ljóðum úr føroysku náttúruni, sum sigur søguna um Aldu og mannin, ið sjóletist. Filmurin sýnist rættiliga gamaldags við dentinum, ið verður lagdur á landslagsmyndir og fólk í morreyðari ull, men hann megnar uppá sjey minuttir at siga eina sorgarsøgu, sum nógvir føroyingar hava upplivað mest fyrr, men eisini í dag, og sum Mikines lýsti í myndum í 1930´unum. Og júst myndamálið hjá Mikines tykist sentralt í filminum og í summum førum eru beinleiðis tilsipingar, t.d. er myndin omanfyri ein filmparafrasa yvir málningin Aftur av jarðarferð. Í løtuni kann filmurin síggjast á heimasíðuni ekko og har kann eisini atkvøðast fyri filminum.
Farið á framsýning hjá Anný!
/Hon kann bert viðmælast, henda serliga herliga framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum er í Ostahúsinum (niðri undir) aftan fyri Reinsaríið í morgin aftrat. Serstaka heitið á framsýningini: Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly soul er ein av teimum mongu vísdómsperlunum hjá Harris Trinsky í sjónvarpsrøðini Freaks and Geeks; sami vísi karakterur hevur eisini orðað ein annan sannleika: Laughter is the ultimate aphrodisiac. Get a woman laughing, and you've got a woman loving. Hvussu er og ikki - henda framsýningin er láturmild, fjálg og feminin á sín heilt egna sniðfunduga hátt.
Vit hava upplivað ungu listakvinnuna úr Søldafirði áður m.a. á Ólavsøkuframsýningini. Hon ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg er sjálv pallsetingin av verkunum sera inspirerandi.
Júst innkomin í tað edeliga hølið, sum plagdi at anga av træi niðriundir og terpentini uppiá, verði eg tikin av fótum av alla handa assosiatiónum til køksgardinur í Skálabúðini, klippmyndir hjá Williami Heinesen, installatiónir hjá Louise Bourgeois, tekstilverk hjá Titu Vinther og Jóhan Martini Christiansen og mynstur hjá Matisse og Jean Arp. Men fyrst og fremst komi eg í tankar um Anný Djurhuus Øssursdóttr sjálva, ið tó at hon er ung, tykist vera ein listarlig original. Hetta er hennara fyrsta serframsýning í Føroyum - vónandi tann fyrsta í eini røð av framsýningum, tí hetta er nakað út yvir tað vanliga.
Kvirran í verkinum
/Leygardagin 4.november klokkan 15 letur ein spennandi framsýning við abstraktari list upp á Sophienholm, har gestirnir fara at síggja tað ósædda; framsýningin eitur SEEING THE UNSEEN. Millum tey framsýnandi er Hansina Iversen, sum hevur arbeitt við málningum til framsýningina nú eina tíð. Tað er Lyngby Kunstforening, sum skipar fyri vetrarframsýningini við verkum hjá Anne-Marie Wegener, Carsten Crone Caroc, Christina Augustesen, Flemming Hoff, Hansina Iversen, Kresten Havgaard, Kristine Djurhuus, Lotte Maja Bjerre, Signe Heinesen og Trine Bork.
Sum útgangsstøði brúka listafólkini eitt sitat úr einum teksti hjá Susan Sontag um stíl frá 1966: “Í upplivingini av teirri størstu listini, er mann altíð tilvitað um nakað ávíst við listini, sum ikki kann sigast, tilvitað um mótsetningin millum úttrykkið og nærveruna hjá tí ósigiliga. Stíluppfinningar eru eisini eitt slag av forðingarskrá. Teir mest potentu partarnir av einum listaverki eru ofta kvirran í verkinum”.
Og júst kvirran er av stórum listarligum týdningi fyri Hansinu Iversen. Tá undirritaða fyri mongum árum síðani gjørdi eina samrøðu við listakvinnuna til blaðið Braga, minnist eg til hetta við kvirruni. Eg spurdi hvørjar hennara vónir vóru til móttøkuna av verkunum, altso hvat hon vónaði, at áskoðarin fór at uppliva. Hon slotaði eitt sindur, men var nokk so avgjørd, næstan fanansaktig, tá hon svaraði. – Einki. Hon legði skundisliga aftrat, at hon vónaði, at fólk kundu geva sær stundir til at stara og standa still eina løtu framman fyri myndirnar. Eg minnist, at útsøgnin ávirkaði ella inspireraði meg, og at eg fór at hugsa um hvussu føroysk list ljóðar og rørir seg. Nógv føroysk list helt nokk so nógvan gang hesa tíðina, sjóðaði av brimi og ódn og stórum armbevegilsum, og sjálvt um Hansina jú primert hugsaði um móttakaran, so vóru hetta herliga øðrvísi og synestetiskir tankar um at sambinda myndlistina við rørslur og ljóð.
Síðani man eg sjálv hava broytt meg og tað hava myndirnar hjá Hansinu Iversen so sanniliga eisini. Tær eru vorðnar alsamt meira samansettar í dag, og eg veit ikki um tær eru púra ljódligar. Hesir seinastu málningarnir, sum Hansina er í ferð við at mála til Sophienholm-framsýningina, tykjast í hvussu er alt annað enn stillir. Teir eru løgnir og ótilpassaðir, næstan illsintir í teirra flytan seg undan royndum áskoðarans at skipa teir og leggja teir í hóskandi kassar. Koloristiskt flyta teir seg somuleiðis undan allari lekkurheit. Sum barokkir, sniðfundigir snurritoppar av ómetaligari orku í óavgjørdum lutfalli við nøkur skap, sum bæði sýnast spontan, flótandi og stýrd, er tað næstan sum um, at myndirnar eru um at skrykkja seg sjálvar av vegginum, har tær hanga. Allir máningarnir vóru ikki lidnir, tá eg hugdi inn á atelierið hjá Hansinu Iversen á Skipasmiðjuni MEST – allíkavæl var upplivingin stór. Danskir listaáskoðarar hava nógv at síggja fram til.
Lilian Munk Rösing skrivar tekstin í kataloginum, sum harumframt inniheldur myndir og smá tekstbrot um listafólkini. Hansina Iversen hevur sjálv valt at brúka eitt brot úr samrøðu millum Julie Sass og Hansinu, sum varð prentað í kataloginum Dissonant Thought:
Det undslipper mig hver gang, hvad det var, der fik mig til at male det billede. Hvordan blev det sådan som det blev? Og alligevel, så er det ikke helt tilfældigt, at maleriet blev lige sådan, som det blev. Der er nogle farver der ligger der. De er nøje udvalgt, gennem tid. Der er nogle lærreder, som er bestilt, lige i den størrelse jeg ville have dem; men uden, at jeg vidste hvad der skulle på de lærreder. Sådan vil jeg helst have det. Det er bedst ikke at vide for meget på forhånd. For så bliver det ikke spændende at arbejde med. Uvisheden er god. Der skal være overraskelser og farverne kan sættes sammen på uendelige måder, alt efter hvilken form de får. De første strøg er lette og de bliver påført uden bekymringer. Næste lag går også meget let. De første underliggende strøg giver gode muligheder for det andet lag. Det tredie lag kan gå let; men det begynder at blive kompliseret der. Tankerne sætter ind og faren for at lave fejl er til stede. Og der bliver lavet fejl. Nogle af dem blev ganske gode efter nærmere overvejelser og de åbnede op for noget nyt.
“I de opstillinger vi blev præsenteret for på Akademiet i Finland, ville jeg ændre på kompositionen, også farverne. Jeg ville tilføje noget, snarere end at gengive. Det interesserede mig ikke rigtigt. Citronerne var ligesom lidt for gule. Jeg lod dem fylde og gjorde dem til centrum på en måde, der var lidt for meget, måske.
Hansina Iversen og jeg taler om akademitiden, der på en måde siger en del om den form for balance, der også senere har præget hendes arbejde med maleriet. Vi er enige om, at utilpassede elementer er dem, vi gerne vil invitere indenfor. De er simpelthen nødvendige.”
Julie Sass, uddrag af tekst i kataloget til udstillingen Dissonant Thought i Nordatlantens Brygge 2016.
https://kunsten.nu/artguide/calendar/seeing-the-unseen/
Foto: Jóhan Martin Christiansen
Zacharias og Tóroddur sýna fram í Asnæs
/Leygardagin 28 oktober frá klokkan 14-17 verður framsýning við føroyskari list í Huset í Asnæs. Her er brot úr tíðindaskrivinum:
HUSET i Asnæs præsenterer fra d. 28. oktober til d. 26. november 2017 en udstilling med de to færøske kunstnere Zacharias Heinesen og Tóroddur Poulsen, udvalgte værker af HUSETs kunstnere samt udstillingen ”Fortid” af Torben Heron og Chan-Kab Park i X-RUMMET.
Zacharias Heinesen
Det er med stor fornøjelse, at HUSET i Asnæs endnu engang kan præsentere en udstilling af den færøske kunstner Zacharias Heinesen, som har gæstet HUSET flere gange i løbet af de seneste år. I sin udstilling i HUSET viser Heinesen et flot udvalg af akvareller og oliemalerier både med landskabsmotiver og abstrakte kompositioner. Som en central skikkelse inden for den færøske billedkunst har Zacharias Heinesen sat dybe spor i den færøske kunsthistorie ved at male sig ind i den stærke færøske tradition for landskabsmaleri gennem kompositioner med kantede fjelde og huse i klare farver. Men i modsætning til den ældre klassiske billedtradition, arbejder Zacharias Heinesen bevidst efter at opløse motivet i enkeltdele, hvorefter de uafhængige former og flader kommer til at fremstå i en ny helhed - en ny virkelighed. Med sin velkendte kubistiske og koloristiske stil opbryder og fabulerer Zacharias Heinesen således over de klassiske færøske "standart motiver" af landskaber, bygdernes huse og havets skibe, som han gang på gang formår at fremstille i et nyt lys for beskueren.
Tóroddur Poulsen
Sammen med Zacharias Heinesen viser HUSET en udstilling med den færøske multikunstner Tóroddur Poulsen. Tóroddur Poulsen var først kendt som digter og siden som billedkunstner. Han har også skrevet romaner, og han har udgivet musik, og det samlede værk vokser stadigt. Den visuelle del af hans værker er flerfacetteret og omfatter bl.a. installation, tegning, maleri og grafik.
Han er født og opvokset i Tórshavn på Færøerne, men har boet i Danmark i mere end tyve år. Hvad enten man læser hans digte eller oplever hans udstillinger, har Tóroddur Poulsen sin helt egen særegne stemme. Poesien er allestedsnærværende i hans værk. Det gælder såvel for hans billedkunstneriske virksomhed som for de lyriske aktiviteter. Han har en let og på én gang humoristisk, rå og anarkistisk tilgang til billedkunsten, hvor billedelementer og håndskrevne ord og sætninger flyder sammen i et poetisk univers.
Rannva Kunoy solo í New York
/25.oktober letur føroyska listakvinnan Rannva Kunoy upp serframsýning í gallarínum hjá Nathalie Karg í New York. Í tíðindaskrivinum á Artforum verður m.a. sagt, at Nathalie Karg Gallery fegnast um at presentera fyrstu serframsýningina hjá Rannva Kunoy í New York. Um nýggju myndirnar, sum vit nýliga hava sæð dømi um á framsýningum í Steinprenti stendur, at tær "ræna okkara væntanir til sjálva áskoðanarprosessina. Hetta kemst av serligu málingini, Rannva brúkar, sum hevur við sær, at málningurin skiftir lit alt eftir hvar áskoðarin er staddur frá gyltum kopari til ljósagrønt. Umframt litskiftið er dentur lagdur á at gera málaða flatan óítøkiligan bæði við málihátti og bygnaði. Myndirnar hava eitt serligt fotografiskt árin, sum geva okkum ábendingar um myndevni frá okkara veruligu verð og sum bjóða okkum innar í myndaheimin at gera okkum okkara egnu meiningar. Yvirflatin er bæði flótandi og fastur, lesið víðari her:
https://www.artforum.com/uploads/guide.004/id14015/press_release.pdf
Tóroddur 60
/Í gjár læt framsýningin Tóroddur & Co upp í Steinprenti. Nógv fólk vóru til upplatingina, ið var karmur um fleiri útgávur; eina vinylplátu, Síða eitt og Side to, sum Kim Kristensen og Tóroddur Poulsen hava innspælt við yrkingaupplestri á føroyskum og donskum. Nýggja yrkingasavnið Ferðamaður í egnum heimi kom út og bókin Úr myrkrinum, sum undirritaða skrivaði, varð somuleiðis løgd fram. Samstundis var hetta 60 ára føðingardagsframsýningin hjá Tóroddi og nógv nýttu tískil høvið at ynskja honum til lukku.
Ein yrking og eitt myndlistaverk á føroyskum við týðing eftir Randi Ward
Sjálvt um eg havi skrivað eina til lukku-grein - hon kann lesast i komandi Varðanum í november - so vil eg nýta høvið og plássið her á Listaportalinum at ynskja hesum einastandandi listamanninum til lukku við hjartans tøkk fyri øll hansara verk. Eg fegnist um, at tað í gjár eydnaðist at ogna mær eina av mínum absoluttu yndisyrkingum sum myndlistaverk. Tað er ein av hesum fantastisku mumificeraðu bókunum við yrkingini Super 8. Hon stóð upprunaliga í framúrskarandi yrkingasavninum Útsýni og er ein av hesum yrkingunum, sum fær teg at hóma alla tína egnu tilveru frá vøggu í grøv sum í einum ørandi prismublunki.
Tað er als ikki lætt at skriva um sovorðnar listaupplivingar. Tað er næstan sum at dálka okkurt perfekt við onkrum óperfektum. Men tað er so allíkavæl tað, eg havi gjørt síðu upp og síðu niður í einari heilari og stórari bók um Tórodd og hansara verk og um móttøkuna av hesum verki. Við tey, sum troyttast av mínum evindaliga eldhuga fyri tí Tóroddska universinum, má eg bara siga, at hann endar ikki her, heldur tvørturímóti. Henda nýggja framsýningin hjá Tóroddi Poulsen er enn eitt dømi um hansara originalitet, nýhugsan og dygd, sum eg havi fingið størri virðing fyri nú meðan eg havi sitið og skrivað bókina.
Í øllum hansara verki frá fyrstu yrkingabókini til ta spildurnýggjasta bókaobjektið er ein heilt serligur og sterkur samanhangur. Sama slag av samanhangi, sum eg síggi í teimum tveimum málningunum hjá Ingálvi av Reyni í móttøkuni hjá Tryggingini á Kongabrúnni. Tann eini er ein figurativ gomul mynd av Tinganesi frá 1947, sum er merktur av teirri komplementeru litskipanini hjá Axel Jørgensen. Hin er tann garvilla, abstrakta náttúruapoteosan, Gjøgnum tíð og rúmdir, sum Ingálvur málaði í 2002. Meira enn hálvtrýss ár eru millum hesar báðar málningarnar og eg haldi, at tað áhugaverda ikki so nógv er eyðsýndi munurin millum myndirnar sum líkheitin eitt nú í bygnaði og koloristiskt. Tí her er týðiligur samanhangur millum myndirnar. Eg hyggi at gomlu myndini og síggi í henni ikki eina ófrælsa útinnan av eini stívari skipan, nei eg síggi stórbæra og rørandi list í túsund undantøkum frá hesi skipan, sum Ingálvur málar á løriftið heilt av sær sjálvum. Ingálvur er samanhangurin. Á sama hátt er samanhangurin millum Botnfall og nýggju objektini hjá Tóroddi púra ivaleysur bæði evnisliga og í mátanum, henda listin er hugsað og fleiri staðni er samanhangurin ítøkiligur, tá verk sipa til onnur verk hjá Tóroddi. Samanhangurin er bygdur av gróti, asfalti, máli, súkklum, spannum, iva og eitt lítið sindur av Guði. Samanhangurin ER Tóroddur. Hann leingi livi.
Gunnvør Balle, varðaborgarstjóri setti framsýningina við eini góðari røðu, sum eg seti her niðast
Og Magnus hongdi bannara upp
Og ein fjeppari úr Klaksvík fekk øll síni yrkingarsøvn signerað - herligt
Røðan hjá Gunnvør Balle
»Hvønn lit skal eg velja, hugsaði hann, og valdi ongan«
At liva í iva og at nýta ivan sum drívmegi sigur kanska meira um okkara samtíð enn nakað annað. At leita og kanska finna okkurt. At spyrja og kanska fáa svar. At spyrja sama spurning og stundum fáa eitt svar og stundum annað svar.
Og júst henda sannroynd, at ivaloysi er ein farin tíð, og at vit tora ikki at vera púra greið og avgjørd, tað er nærum beinasti tvørskurðurin av samtíðini, vit kunnu gera. Og inni í sjálvum maskinrúminum í hesi okkara samtíð, síggi eg Tórodd. Síggi hann seta orð saman og flyta pensilin frá einari striku móti aðrari. Situr og penslast, sum tú sjálvur tekur til.
Síðani tú á fyrsta sinni steig fram í almenningin við egnari útgávu í 1984, hevur tú latið út hondum verk, sum hava verið í andsøgn við stóru fjøldina. Tú hevur hildið teg hinumegin karmin, sum sigur, at hetta er vakurt, og hetta er tað rætta at gera. Ikki tí at tú ikki heldur hetta ella hitt og ikki hevur áskoðanir. Men seti eg ein spurning, er svarið ikki eintýtt.
Hevur tú mentanarligan áhuga og listarligt innlit, er tað sissandi at vita sær, at vit hava øðrvísi hugsandi fólk okkara millum. At tað eru listafólk, sum ikki lata sær lynda. At vit hava listafólk, sum eru tað út í odd og egg, og sum hava ein íbornan hug at skapa. Henda ósløkkjandi tráanin eftir at bróta vanahugsan, tráanin eftir at síggja heimin úr nýggjum sjónarhornum og tráanin eftir at hugsa tað enn óhugsaða, festa tað á blað og bera tað fram.
--- --- ---
Handilsligt samskifti hevur til endamáls at ganga ynskjunum hjá móttakaranum á møti. Endamálið hjá listini er júst tað øvugta - at gera móttakaran vónbrotnan. At broyta mynstur og harvið skeikla vanligan hugsanarhátt og ikki geva fólki tað, tey vænta.
Ivin og hetta at vera í andstøðu við tað rótfesta, ja, hesi hugtøk umskarast. Tí tá ið tú við vissu veitst, hvat er rætt og rangt, og tá ið tú heldur teg til tað trygga - tá er ivin ikki í iva. Tá eru mynstrini vovin frammanundan. Og tá eru hugsanirnar longu evnaðar til.
At ivast er at bjóða møguleikum innum. Ivin letur upp ístaðin fyri at lata aftur. Ivin hugsar um umheimin heldur enn seg sjálvan, og hann byggir á samhuga heldur enn andstygd.
Ivin er ikki sjálvboðin arbeiðsmegi, sum bjóðar seg fram, tá ið tú spyrt eftir honum. Tú skalt arbeiða fyri at røkka ivanum – í hvussu so er spyrt tú enska heimspekingin Bertrand Russell, sum einastaðni sigur: »Trupulleikin í heiminum er, at tápulingarnir vita altíð best, meðan tey klóku eru ivandi«.
--- --- ---
Umframt at skumpa til tað siðbundna og at rúmka ræsurnar fyri ivanum, er ein fjálg skemtan í nógvum verkum.
»Kom til hús við mínum gula innkeypsposa. Ikki fyrr enn eg hyggi í speglið, eri eg greiður yvir, hví fólk hugdu so undarliga at mær í býnum. Annar kjálkin er grønur, og eitt oyra er reytt«.
Sum Kinna Poulsen sigur so rámandi í heiðursgrein til listamannin: “Tóroddur Poulsen yrkir sum ein myndlistamaður og málar sum ein yrkjari, myndirnar eru fullar av orðum«.
Umframt øll orðini í myndunum verður gerandisdagurin eisini latin í skaldslig klæði:
»Og eg havi fingið bøtt um tann innasta jaksilin høgrumegin. Hann hevði gjørt eitt sár í kjálkan. Tannlæknin mælir til krúnu. So kann eg vera kongur í egnum munni. Bestu tannbrótarar mínir eru karamellur, skipskeks og turr grind”.
--- --- ---
At tú eisini hevur veitt øðrum stuðul og vegleiðing, sóu vit í farnu viku, tá ið Sissal Kampmann fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Í takkarrøðu sínari bar hon tær serliga tøkk fyri at eggja henni til at taka lopið frá yrkjara í egnari stovu til eisini at lata øðrum fáa lut í yrkingarnar. Sum Sissal segði, at Tóroddur segði: »Hetta er gott, gev tað út. Gevur tú tað ikki út, so geri eg tað«.
Sissal var í iva. Var savnið nóg gott at geva út ella ikki? So hóast ivin er trúgvasti fylgisveinurin, vart tú ikki í iva, og tað haldi eg, at vit í dag eru fleiri, sum takka tí øvugta av ivanum fyri.
Fari at enda at ynskja tær til lukku við degnum og somuleiðis til lukku við bókaútgávuni.
Gunvør Balle
forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs
(Endurgevingarnar í røðuni eru úr yrkingini “Kjallaramálningadagar”, sum er prentað í Vencili nr. 12/2012)
Tóroddur & Co
/
Titlen på Tóroddur Poulsens 60 års fødselsdags-udstilling, Tóroddur og Co. minder om navnet på en mindre virksomhed. Sådan set forestiller udstillingen en slags drømmeboghandel, som kunstneren også har skildret i en række litografier. Hvis vi kan tage facadeskiltenes slogans for pålydende (OPIÐ Í ÆVIR ALLAR), er der tale om en boghandel, som er åben i al evighed, ligesom den forhandler alle bøger undtagen krimibøger. Her er man mere interesseret i poesi eller i bøger på alle sprog og intet sprog (ALSKYNS BØKUR Á ØLLUM OG ONGUM MÁLI).
Digteren, billedkunsteren, performeren og musikeren, Tóroddur Poulsen, der modtog den store færøske kulturpris i 2013 er i en kategori ganske for sig selv. Han er født og opvokset i Tórshavn på Færøerne, men har boet i København i over tyve år. Han var først kendt som digter og siden som grafisk billedkunstner. Men han har også skrevet romaner og han har udgivet musik, ligesom han arbejder med maleri og installationer, og det samlede værk vokser stadigt. Til åbningen af den aktuelle udstilling præsenteres således en ny digtsamling, en færøsk-dansk vinyludgivelse, som Poulsen har lavet sammen med Kim Kristensen, samt en stor færøsk-engelsk monografi af Kinna Poulsen, der omhandler hans værk.
Hvadenten vi læser hans digte eller oplever hans udstillinger, har Tóroddur Poulsen sin helt egen særegne stemme. Hans mangeårige samarbejde med Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent har haft stor betydning for alle parter og ikke mindst for færøsk billedkunst, der med Tóroddur Poulsens grafiske værker har fået et tiltrængt frisk pust. Det er derfor oplagt, at fødselsdagsudstillingen foregår i Steinprents galleri.
Ud over litografier, udstiller Tóroddur Poulsen 42 objekter eller mumificerede bøger, der nu helt bogstaveligt skal læses på en ny måde. Poulsen skabte det første bog-objekt til udstillingen Unikum med unikabøger, der afholdtes i poesiboghandlen Afsnit P i København i 1997. Af Poulsens bidrag til udstillingen kom man i tanker om de berømte stentavler fra det gamle testamente. Det var en bog, svøbt i brun pakketape med påskriften: “De ti bud burde være ét: Du må ikke tælle” skrevet på henholdsvis færøsk og dansk med sort cykellak og med en rød silketråd hængende ned gennem midten. De nye objekter er ganske varierede i udtrykket, men har dog en del til fælles med prototypen fra 1997 i og med, at de består af bøger, der er svøbt i tape og siden er bemalede. Flere af dem er tilmed forsynet med ord, sætninger og digte.
Velkommen til fernisering i Steinprent, Skálatrøð 16, Tórshavn lørdag d.14.oktober fra klokken 15-17. Kunstneren vil være til stede.
Við Tóroddi í egnum heimi
/Sjálvt um dreymakendu inngangsorðini um náttarbørnini, sum lofta við eygnasteinum, benda á kendar surrealistiskar leiðir, er eisini okkurt nýtt í seinasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi, sum Sprotin gevur út.
Henda heim hava vit havt innlit í síðani yrkjarin og listamaðurin gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1984, og stjørnurnar í byrjanini av nýggju bókini, sum er tann 39. í røðini, minna um hesa fyrstu bókina, Botnfall. Poetiski og listarligi heimurin hjá Tóroddi Poulsen er bæði sjáldsama samanhangandi og fjølbroyttur og í nýggja savninum tekur hann enn eitt stig móti teirri fullkomnu abstraktiónini, samstundis sum hann er heilt niðri á jørðini, tá hann á gløggskygdan hátt viðmerkir nútíðarsamfelagið.
Fyrsta yrkingin er eitt fagnaðarkvæði til grótbrotini, sum byrjar við, at yrkjaraegið minnist aftur á tíðina, tá hann arbeiddi við at spreingja og bora í grótbrotinum á Boðanesi. Fleiri av yrkingunum eru gløggar eygleiðingar av ymiskum løgnum, sum er púra vanligt í okkara tið, t.d. Líkskoðan, ið snýr seg um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótepsiligum morðum í krimifilmum. Ein onnur yrking er ein heldur speisk viðmerking til okkara ólavsøkuvanar og onkra aðrastaðni merkjast frustratiónirnar um allar tær óseldu bøkurnar, ið hópa seg upp kring yrkjaraegið.
Tvey sløg av tekstum eru í yrkingasavninum - munurin er frámerktur við ávikavist einari og tveimum stjørnum - ið er sett saman av konsentreraðum yrkingum við fáum orðum á hvørjari reglu og av smáum prosabrotum við gerandisligum og einføldum hugleiðingum um tilveruna, um trúgv og longsulin eftir posti og kærleika. Í báðum pørtum hómast ein filosofisk játtan til antimaterialismu og endamálsloysi; vit kunnu einki taka við okkum, tá vit doyggja. Lívið er eittmál í sær sjálvum, og tessvegna er tað óneyðugt at brúka tilveruna til at leggja ætlanir. Samstundis verður funnist at øllum okkara virknisfremjandi tiltøkum, sum javnan verða uppdaterað, so at alt verður skjótari at gera: “Følnaða leyvið verður ikki sópað saman longur. Tað verður sogið. Alt skal vera so lætt og skundmikið at tað nóg illa sleppur at sveima. At njóta løtuna áðrenn hon verður ævinligt støv...” (s.14)
Undirheitið á bókini er Loyniljóð, fleiri av yrkingunum tykjast onkursvegna afturlatnar kring seg sjálvar, tær upploysast ella flyta seg undan fatanini til ótítøkiligar skuggar, skýggjaflókar og mjørka. Grótbrotið og grótið lívir, og tað sama er galdandi fyri heystlitta leyvið, sum eisini kann brúkast til erotiskar dreymar. Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen er fult av góðum yrkingum og í yrkingini á síðu 84 er yrkjaraegið á veg til himmals í einum báti, sum er drigin upp á turt: “eg fari víðari/ taki einki við mær/ seti meg í ein bát/ sum hevur ligið/ á havsins botni/ og sum nú/ er drigin upp á turt/ so eg kann sita í honum/ og halda leiðina fram/ inn í himmalin”.
Á marknaðinum 13.10.2017
Randi Ward miðlar føroyska poesi
/Javnt og samt ger Randi Ward eitt veldugt arbeiði við at miðla føroyskar yrkingar á enskum. Her er ein spennandi grein, sum hon hevur skrivað:
http://plumepoetry.com/2017/09/featured-selection-contemporary-faroese-poetry-a-selction/
Úr myrkrinum - nýggj bók um Tórodd Poulsen
/"Úr myrkrinum" eitur nýggj bók um listamannin Tórodd Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað. Heitið sipar til eina tráan hjá listamanninum at koma upp í ljósið, men bókin er eisini ein lýsing av einum avantgardulistamanni og hansara samtíð.
Kinna Poulsen hevur fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og bókin er eisini grundað á alt tað, hon hevur skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997-2017. Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verkhava verið móttikin.
Síðan Tóroddur í 1984 gav út yrkingasavnið Botnfall, eru næstan fjøruti útgávur komnar frá honum umframt prent á Steinprenti og annað mangt. Í 2013 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins.
Leygardagin 14.oktober letur hansara 60 ára føðingardagsframsýning Tóroddur & Co upp í Steinprenti frá 15-17.
Føroyskur grafikkur í Stockholm
/Leygardagin 7.oktober læt framsyning upp hjá Steinprent í Stockholm. Tey bæði í Steinprenti, Fríða Matras Brekku og Jan Andersson eru farin til Svøríkis at sýna fram eitt úrval av tí nógva, sum er framleitt í Steinprenti seinastu árini. Tad er Samfundet Sverige Färöerna V/Nanna Stefania Hermansson og Brandur Enni sum hava skipað fyri.
Fotomyndirnar eru frá Jan og Fríðu, sum greiða frá, at myndirnar av húsinum og maskinum eru frá Litografiska Museum, ið er livandi museum við virknum listafólki. Myndirnar frá framsýningini eru frá Moriska rummet, Grafiska Sällskabet. Ferniseringin var væl vitjað; eini 150 gestir høvdu leitað sær á gátt í hølunum hjá Grafiska
Sissal Kampmann fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsen
/Foto:Marita Dalsgaard
Í dag vórðu M.A.Jacobsens bókmenta- og mentanarvirðislønir latnar. Hátíðarhaldið var beinleiðis útvarpað og byrjaði við, at kórið Tarira framførdi My mistress eyes are nothing like the sun, sonnettina hjá Shakespeare, sum Pauli í Sandagerði hevur tulkað til eitt frálíkt kórverk. Síðan sang kórið O vos omnes hjá katalanska tónaskaldinum, Paolo Casale. Sangurin ljómaði væl, sjálvt um ljóðgóðskan í útvarpinum var heilt sjáldsama vánalig. Gunnvør Balle, varaborgarstjóri beyð vælkomin og greiddi frá týdninginum at lesa fyri børnum, hon nýtti høvið at heita á tey vaksnu at lesa fyri børnum. Hon takkaði eisini høvundunum fyri teirra týdningarmikla arbeiði. Malan Marnersdóttir kunngjørdi síðani vinnaran innan kategoriina fagrar bókmentir; Sissal Kampmann fekk virðislønina fyri bókina Sunnudagsland.
Simme Jacobsen fekk virðisløn fyri mentanaravrik og Havnar Sjónleikarfelag fekk ta einu barnamentanarheiðurslønina; Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam fingu hina barnamentanarvirðislønina fyri barnasjónleikir, sum tey hava sett upp. Hjartaliga til lukku, øll somul.
Heyst í Havn
/Nú er heystið aftur her, henda eiggiliga árstíðin, sum hvørt tað einasta ár gongur runt og álar bløðini av greinunum. Mær dámar væl bløð í øllum litum, men heystið er allíkavæl mín yndisárstíð. Eg elski at sita inni, tá regnið oysir niður uttanfyri.
Úti er fýs og snýs og glopraregn, inni er turt og kaffi og mann sleppur undan at hava ringa samvitsku yvir at sita inni og lesa í góðveðrinum. Er heystið ikki tann mest erliga og ordiliga árstíðin? Rátt veður við vindi og regn – soleiðis er tað ordiliga veðrið í Havn og tað eigur at vera so. Alt hatta har við sól og hvítvíni í havanum og heitum pottum – metroseksuelt møsn, sum als ikki var til áðrenn klimabroytingarnar.
Aja, men so er tað jú eisini tað, at heyst rímar uppá fest við framsýningum og framførslum, tónleiki, bókum, leikum og filmum og so er tað kjøtið.
Chant d'Automne
Bientôt nous plongerons dans les froides ténèbres ;
Adieu, vive clarté de nos étés trop courts !
J'entends déjà tomber avec des chocs funèbres
Le bois retentissant sur le pavé des cours.
Tout l'hiver va rentrer dans mon être : colère,
Haine, frissons, horreur, labeur dur et forcé,
Et, comme le soleil dans son enfer polaire,
Mon coeur ne sera plus qu'un bloc rouge et glacé.
J'écoute en frémissant chaque bûche qui tombe
L'échafaud qu'on bâtit n'a pas d'écho plus sourd.
Mon esprit est pareil à la tour qui succombe
Sous les coups du bélier infatigable et lourd.
II me semble, bercé par ce choc monotone,
Qu'on cloue en grande hâte un cercueil quelque part.
Pour qui ? - C'était hier l'été; voici l'automne !
Ce bruit mystérieux sonne comme un départ.
(Charles Baudelaire)
October
Bending above the spicy woods which blaze,
Arch skies so blue they flash, and hold the sun
Immeasurably far; the waters run
Too slow, so freighted are the river-ways
With gold of elms and birches from the maze
Of forests. Chestnuts, clicking one by one,
Escape from satin burs; her fringes done,
The gentian spreads them out in sunny days,
And, like late revelers at dawn, the chance
Of one sweet, mad, last hour, all things assail,
And conquering, flush and spin; while, to enhance
The spell, by sunset door, wrapped in a veil
Of red and purple mists, the summer, pale,
Steals back alone for one more song and dance.
(Helen Hunt Jackson)
Efterår
I den store røde himmel
suges lydene op
og vi bliver lytteposter
filtre seismografer
Myggene danser lodret i luften
grenene rører sig ikke
I Europa er det efterår
med lyd af river og visne blade
Vi flyver gennem en evigt
uforandret tid.
(Uffe Haarder)
Vindurin
hevur ongan
boðskap
tí trívist eg
so væl
í illveðri
(Tóroddur Poulsen)
Í túninum
beint undir trappuni
har øll verðin var samlað,
stóð eg við einum gulum bili
í vinstru hond
og stardi upp í loft.
Flogtankar
settu klørnar í
smálambið, sum rann
um beinini
á mær, og hugurin
aldaði í morgunlotinum.
Hetta var árið, tá ið
B71 fylti tvey ár,
eitt- og tveyoyrað varð avskaffað,
ringt varð við fyrstu fartelefonini.
Og eg fór at gráta,
tí pápin skuldi avstað
aftur.
(Oddfríður Rasmussen)
CLOTHESLINE
Thank you,
gentle breeze,
for reaching out
to me through his
indifferent
sleeves.
(Randi Ward)
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 2017
/
Hósdagin 5. oktober 2017 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tvær verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir og ein fyri mentanaravrik, umframt tvær Barnamentanarheiðurslønir.
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens
Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.
Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2017 og fýra ár fram eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er vanliga býarbókavørðurin.
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Tráin P. Nónklett og Bjørg Dam, vald av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnir við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.
Øll eru vælkomin
Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 5. oktober, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Listafólkalønin kemur
/Tað blíðkar sum kunnugt fyri hugaðum fólki. Nú stendur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, at listafólkalønin er á veg. Tað er gott, serliga at atlit verða tikin í mun til listarliga dygd, tí pengar eru ikki alt, tá tað snýr seg um listaíløgur. Slíkar skulu umsetast við neyvum fakligum innliti og eftirliti og tað sær út sum, at landsstýriskvinnan hevur júst hetta í huga. Tað verður áhugavert at fylgja við hvat fer at henda í hesum týdningarmikla partinum av eini líðandi professionalisering av føroyska listaumhvørvinum.
Tíðindaskriv: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur økt játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión kr. í fíggjarlógaruppskotinum. Økta játtanin er ætlað til at seta í verk eina lønarskipan, so listafólk fáa tryggari livikor og arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið. Talan er um slóðbrótandi skipan, har Føroyar taka eitt stórt mentanarpolitisk stig rætta vegin, tí við listafólkalønini viðurkennir politiski myndugleikin loksins av álvara týdningin, sum listaligt arbeiði hevur fyri føroysku mentanina. Rigmor Dam sigur, at skipanin fer at bøta um korini hjá listafólkum, sum arbeiða burturav við list á føroyska listapallinum.
- Tað skal ikki undirmetast, hvussu langa tíð tað til dømis tekur at skriva eina dygdargóða bók, at framleiða ein film ella at komponera eitt musikkstykki. Dygd og tíð hanga aloftast saman. Við hesari raðfestingini virðismeta vit tað stóra arbeiði, okkara listafólk gera, og vit viðurkenna tørvin á eini tryggari inntøku fyri at kunna hugsavna seg um listina, sum so ríkliga kemur okkum øllum til góðar, sigur landsstýriskvinnan.
Skipanin við listafólkaløn fer at virka undir verandi Mentanargrunni, sum annars heldur fram óbroyttur. Munurin á listafólkalønum og starvslønunum er tó, at listafólkalønir verða lætnar eftir tilmæli frá eini setanarnevnd, ið er mannað við fakfólki. Harvið verða dygd og fakligheit avgerandi. Harumframt verður listafólkalønin altíð latin í trý ár. Tó er møguligt at leingja játtanina upp til tvær ferðir trý ár afturat – so hon tilsamans kann veitast sama listafólki upp í níggju ár.
Ætlanin er, at um trý ár, tá skipanin er fult útbygd, kunnu níggju listafólk vera í skipanini. Tey, ið fáa listafólkaløn kunnu ikki vera í øðrum føstum starvi samstundis, men kunnu tó hava inntøkur frá sínum listaliga arbeiði umframt, so talan er í roynd og veru um eina minstulønarskipan. Listafólkalønin svarar – eins og starvslønin – til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Fyri at skipanin við listafólkaløn kann koma í gildi, krevst ein broyting í kunngerðini um Mentanargrunnin. Hendan broyting verður send til hoyringar í næstum, og tískil kann vera, at onkrar broytingar koma fyri.
- Men greiða málið hjá samgonguni er, at játtanin til Mentanargrunnin skal koma upp á tilsamans 10 milliónir krónur. Við hækkaðu játtanini á nýggju fíggjarlógini er hon komin upp á tilsamans 8,9 milliónir krónur, so nú er ikki langt á mál, staðfestir Rigmor Dam.
Tóroddur & Co
/Leygardagin 14.oktober letur Tóroddur Poulsen upp sína 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Fjøllistamaðurin, sum í 2013 varð heiðraður við stóru mentanarvirðislønini, var fyrst kendur sum yrkjari og síðani sum grafiskur listamaður. Men hann hevur eisini givið fløgur út, gjørt installatiónir, skrivað skaldsøgur og bloggar, málað olju- og vatnlitamálningar, og stóra verkið vaksur javnt og samt. Bara í oktober í ár gevur hann eitt yrkingasavn og eina plátu út, umframt, at Sprotin gevur út stóra bók um hansara verk.
Framsýningin eitur Tóroddur & Co eftir einum av nýggju steinprentunum, har vit síggja framsíðuna av einum bókahandli, ið eftir øllum at døma er opin í allar ævir - men ynskir tú tær eina krimibók, er hetta ikki rætti bókahandilin.
Eitt hugtakandi og merkiligt prent, sum Tóroddur Poulsen gjørdi í fjør eitur Hevd. Á prentinum sæst eitt rundleitt, reytt skap við fýra útúrgerðum, sum stinga út í hvørjari av teimum fýra síðunum á skapinum. Reyða skapið vendir aftur í øðrum myndum. Tað gevur beinanvegin varhugan av onkrum figurativum, og minnir um ein kavbát ella eina skjaldbøku, men skapið letur seg ikki lesa út í æsir, tí tað er nonfigurativt. Beint niðri undir reyða skapinum er ein lítil ugla og undir henni ein uppseting av spannum og prikkum, sum minnir um okkurt slag av myndagátu, ið tó tykist mangla tann samanhang og eintýðuga svarið, sum er sjálvur kjarnin í slíkum myndagátum. Her verður greidliga ikki hildið nógv um hetta, at halda nakað í hevd ella at grunda sítt virksemi á gamla siðvenju ella á mátan mann segði ella gjørdi fyrr. Sambært myndini gevur hesin vani als onga meining. Betur er at hugsa nýtt og tað ger Tóroddur Poulsen. Umframt steinprentini verða eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt.
Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina og at heilsa uppá listamannin í Steinprenti leygardagin 14.oktober frá klokkan 15-17.
----------
Tóroddur & Co
Lørdag d.14.oktober åbner Tóroddur Poulsens 60 års fødselsdagsudstilling i Færøernes grafiske værksted, Steinprent i Tórshavn. Kunstneren, som i 2013 modtog den store færøske kulturpris, var først kendt som digter og siden som grafisk billedkunstner. Men han har også skrevet romaner, ligesom han har udgivet musik. Han har arbejdet med maleri og installationer, og det samlede værk vokser stadigt. I oktober i år udgiver han en digtsamling og en plade (sammen med Kim Kristensen) ud over, at en stor monografi bliver publiceret, der omhandler hans værk.
Udstillingen har titlen Tóroddur & Co efter et af hans nye litografier, der forestiller forsiden af en boghandel, der ser ud til at være åben i al evighed – men hvis du ønsker dig en krimi, er dette næppe det rigtige sted. Ud over litografier, udstiller Tóroddur Poulsen 42 objekter eller mumificerede bøger, der nu helt bogstaveligt skal læses på en ny måde. Alle er hjerteligt velkomne til fernisering og til at hilse på kunstneren i Steinprent lørdag d.14.oktober fra klokken 15-17.
Sakaris Stórá: Tað var alt stríðið vert!
/Brot úr mynd hjá Ingun í Skrivarastovu
Hópin av føroyingum hava sæð fyrsta føroyska spælifilmin í nógv ár, Dreymar við havið og enn ber til at síggja filmin í Havnar Bio. Listaportalurin hevur spurt leikstjóran, Sakaris Stórá hvussu tað kennist nú verkið aftaná alt tað nógva arbeiðið nú er úti millum fólk, har tað verður fagnað og diskuterað?
Sakaris Stórá (SS): Tað følist heilt ótrúliga gott. Tað virkar sum filmurin er sera væl móttikin. Nógvar harðar avgerðir vórðu tiknar bæði í skrivingini, upptøkunum og klippingini, og eg pressaði bæði upptøkulið og leikarar næstan ómenniskjaliga hart, men nú kann eg hvíla væl í kensluni av at fólk ordiliga hava tikið filmin til sín. - tað er ein sovorðin “tað var alt stríðið vert” kensla. Eg dugi ikki ordiliga at seta orð á tað.
Eg fylgi ikki við í kjakinum um filmin, hvørki í miðlunum ella sosialu miðlunum, og kenni bara til tað sum framleiðararnir senda mær brot úr. Men eg eri ordiliga glaður fyri at fólk kjakast um filmin. Eg haldi, at filmur eigur at vera diskuteraður. Tað sum gleðir meg mest tó, eru øll tey fólkini sum venda sær til mín, við sínum egnu tulkingum av søguni, og siga at filmurin hevur givið teimum nakað. Tað haldi eg vera ótrúliga stuttligt.
Móttøkan
KP: Ert tú bilsin um nakra av reaktiónunum, tú hevur fingið?
SS: Eg eri eitt sindur bilsin yvur hvussu væl nógv kenna seg aftur í leiklutunum í filminum. Og eisini yvur hvussu nógvar ymiskar tulkingar av filminum, sum eg havi hoyrt um, sjálvt um eg ikki havi verið so nógv úti millum fólk sjálvur. Dreymar við havið er ein filmur, sum letur nógv av støðutakanini upp til áskoðarin. Og eg eri glaður fyri at tað riggar og at fólk tora at gera sínar egnu tulkingar og niðurstøður. Soleiðis eru mínir egnu yndisfilmar. Men um eg skal nevna nakað konkret, so eri eg bilsin yvur hvussu nógv fólk kenna seg aftur í “bindiklubba-scenuni” - hon var øgiliga stuttlig at gera. Og sum heild haldi eg at nógv av orkuni, sum merktist undir upptøkunum endurspeglast í sjálvum filminum. Tað eri eg nokk so bilsin um.
Ljóðið
KP: Onkur heldur, at ljóðið er eitt sindur ótýðiligt, hví er tað so?
SS: Eg trúgvi at hetta stavar frá fyrstu sýningini. Ljóðið á filminum er ordiliga gott. Eg eri serliga væl nøgdur við, hvussu filmurin brúkar ta føroysku tøgnina og ikki dettur í nakra tekniska kliché. Hetta er ein lutfallsliga stillur filmur, sum er gjørdur til tær bestu ljóðumstøðurnar. Har eru gamaní nakrar fáar replikkir sum kanska ikki eru so týðiliga sagdar, men tað er eitt val eg tók, tí eg elskaði kenslurnar og stemningin í teimum løtunum og tók tær fram um aðrar týðiligar upptøkur av somu replikkum. Kanska hevur tað eisini okkurt at gera við at nógv í Føroyum (inkl. eg sjálvur) ikki eru so von við at hyggja eftir filmi uttan undirtekstir.
Myndamál
KP: Er tað rætt, at filmurin hevur fleiri løg, t.d. eitt realistiskt og eitt symbolskt, ið verður úttrykkt gjøgnum myndir og orð ella yvirtulki eg?
SS: Eg haldi at Marjun Syderbø Kjelnæs hevur dugað ekstremt væl at lýsa persónarnar. Tí teir hava allir eina sterka bakgrundsøgu, og tað liggja so nógv kenslulig løg í teimum. Karakterirnir vóru veruliga gull at arbeiða við, tí teir allir hava fleiri dimensiónir. Eisini teir karakterirnir, sum bara eru heilt stutta tíð á løriftinum. Tað menniskjaliga finnst í teimum øllum og tað menniskjaliga er ongantíð eindimensionelt.
Á myndasíðuni hava vit roynt at hildið eina javnvág og ikki detta útí at brúka ov greidligan ella yvirtýðuligan symbolik, men samstundis er hann til staðar í næstan øllum scenunum, sjálvt um symbolikkurin er nokk so subtilur. Vit miðaðu eftir at skapa eina realismu og ein autentisitet í mátanum filmurin er pallsettur og upptikin. Men har liggur nógv aftanfyri hvørja scenu. Mær dámar ikki filmar, har symbolikkurin er ov týðiligur og forseraður. Tað minnir meg um, tá fólk oysa ov nógv Knorr á matin. Eg elski filmar, sum tað ber til at njóta, uttan at mann yvirhøvur leggur merki til myndamálið, men sum so knappliga geva eina aðra og djúpari fatan, tá vit varnast tann symbolikkin sum liggur fjaldur.
Framtíðarætlanir
KP: Hvør er ætlanin nú?
SS: At slappa av.
KP: Eru konkretar ætlanir um at fáa filmin út um landoddarnar?
SS: Ja, Dreymar við havið er við í høvuðskappingini á Reykjavik International Film Festival, sum nokk er størsti festivalurin í okkara grannalagi. Men filmurin er somuleiðis umbiðin á øðrum festivalum. So eg gleði meg til at kunna fara út um landoddarnar við filminum, uttan at eg havi lov at siga nakað konkret um tað (enn). Tað er ofta á filmfestivalum at eg finni mín íblástur, bæði frá filmum og fólkum handan filmarnar. Men tað besta við festivalum er at síggja og merkja hvussu aðrar mentanir taka ímóti føroyskum filmi. Galla, cocktail og pynt sigur mær ikki tað stóra, men at møta fólkum sum veruliga elska film, er eitt tað besta eg veit.
KP: Hevur tú nakað hugskot til næsta filmin?
SS: Eg havi ymisk hugskot og evni, sum eg gjarna vil arbeiða víðari við, men eg havi við vilja ikki heft meg við nakað einstakt hugskot enn. Tá man fyrst hevur valt at satsa uppá eitt hugskot, so satsar man ofta 3-4 ár uppá tað. So eg vil onkusvegna njóta frælsi í at ikki hava bundið meg til eitt hugskot, - í øllum førum eina tíð aftrat.
Dreymar við havið, var jú eitt samarbeiði millum meg og Marjuna Syderbø Kjelnæs, hon meistrar skrivingina, og eg haldi meg hava funnið útav at mær dámar nógv betri at arbeiða uppá søgur saman við rithøvundum, enn at arbeiða sjálvur við tí. Men eg sakni ordiliga nógv at vera úti í feltinum og leikstjórna, so tað kann gott henda at eg fari í holtur við okkurt lítið projekt í vetur ella vár. Tað verður ikki nakað stórt, men tað verður kanska partur av nøkrum størri...
Gløgg og djørv lýsing av menniskjansligari ómegd vantar bókmentaliga dygd
/Eg helt áskoðararnar vera í so svinnar eftir loknan leik á Tjóðpallinum í gjárkvøldið. Vit klappaðu, gamaní, men lógvabrestirnir ljómaðu ikki serliga leingi um hugsað verður um stóra avrikið hjá leikarunum, ið eru á palli øll tey fimm korterini, sum leikurin Ómegd varar.
Feel bad leikur
Eg hugsi, at fleiri frágreiðingar eru uppá tálmaðu móttøkuna og tann eina er einfalt, at undirritaða er von við fagnaðin, sum er á frumframførslum og hetta var altso ein av teimum seinastu framførslunum av Ómegd, ið eg sá. Sjálvandi ávirkast áskoðararnir eisini av huglagnum; Ómegd er ikki nakar feel good leikur – heldur beint tvørturímóti. Eg haldi somuleiðis, at útsetta støðan hjá áskoðarunum, sum næstan sjálvir eru staddir á pallinum man vera við til at spekja og forskrekkja okkum.
Eitt týdningarmikið evni
Evnið, sum Kristina Sundar Hansen setur á breddan er harðskapur í parløgum. Leikurin er bygdur á bókina Um bara hann sló meg. Fimm frásagnir úr Kvinnuhúsinum, sum Súsanna Skaale gav út í 2013, umframt eina frásøgn frá einum manni, ið byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin. Allar søgurnar eru altso veruligar og longu her ber til at staðfesta, at leikurin lýsir eitt evni av alstórum samfelagsligum týdningi. Spurningurin er so hvørt leikurin megnar at endurloysa evnið sum listaverk. Her er svarið meira ivasamt.
Einføld og gagnlig scenografi
Byrjanin er ótrúliga flott bæði koreografiskt og scenografiskt - tað minnir um eina stórbæra listarliga installatión ella um ein listafilm, sum tú kanst uppliva á stórum listaframsýningum. Tað merkist, at scenografurin, Hansina Iversen, er myndlistafólk (kanska skuldi hon farið í holtur við installatiónslistina). Áskoðararnir sita á tveimum langsíðum og leikurin gongur fyri seg á gólvinum, sum er hvítt eins og eitt framhald av hvíta klæðinum, ið hongur á skák niður í rúmið og sum verður brúkt eins og filmslørift til smáu filmsbrotini, ið so hvørt útdýpa og viðmerkja hendingarnar í leikinum. Teir seks hvítu krakkarnir verða brúktir rættiliga kreativt í leikinum. Sum eitt audiovisuelt scenografiskt element mynda krakkarnir bæði ítøkiliga og symbolskt tað elalítla rúmið, sum menniskjuni í leikinum eru trongd uppí. Í dramatiskum løtum í leikinum verða krakkarnir somuleiðis brúktir næstan sum slagverk at larma við og stuðlaundir frásagnunum.
Tað følist næstan sum um vit eru áskoðarar til ein tennisdyst; høvdini á áskoðarunum snara stundum til høgru, stundum til vinstru. Leikurin tykist sum heild sjáldsama horisontalur, bygdur upp sum monologar uttan byrja og enda, ið fyri tað mesta verða framførdir uttan nakra innihaldsliga interaktión millum frásagnirnar. Hetta styrkir um endaloysiskensluna av óundansleppandi endurtøkum, sum merkja allar samlívslýsingarnar.
Menniskju á kantinum
Frásagnirnar um hvussu hesi menniskjuni verða tikin av ræði eru ræðuligar. Tey verða bukað, neyðtikin og spilt út. Tey skamma seg og verða noydd at isolera seg í einsemi, sum aftur ger alt verri. Royndu sjónleikararnir, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard og Hans Tórgarð eru hesa ferð vanlig menniskju; niðurundirkomin og stødd heilt út á kantinum í tilveruni, tí tey verða útsett fyri sálarligum, kynslum, figgjarligum, likamligum og/ella materiellum harðskapi. Eg haldi, at tey spæla sannførandi sum altíð – í fyrstani nokk so neutralt, seinni accelererar leikurin og verður meira ekspressivur og dynamiskur við einum sindri av interaktión millum leikararnar, sum hyggja uppá hvønn annan, men uttan at teirra frásagnir verða knýttar saman. Søgurnar eru parallellar, tær bylgjast fram og aftur á vígvøllinum uttan at møtast.