Gløgg og djørv lýsing av menniskjansligari ómegd vantar bókmentaliga dygd
/Eg helt áskoðararnar vera í so svinnar eftir loknan leik á Tjóðpallinum í gjárkvøldið. Vit klappaðu, gamaní, men lógvabrestirnir ljómaðu ikki serliga leingi um hugsað verður um stóra avrikið hjá leikarunum, ið eru á palli øll tey fimm korterini, sum leikurin Ómegd varar.
Feel bad leikur
Eg hugsi, at fleiri frágreiðingar eru uppá tálmaðu móttøkuna og tann eina er einfalt, at undirritaða er von við fagnaðin, sum er á frumframførslum og hetta var altso ein av teimum seinastu framførslunum av Ómegd, ið eg sá. Sjálvandi ávirkast áskoðararnir eisini av huglagnum; Ómegd er ikki nakar feel good leikur – heldur beint tvørturímóti. Eg haldi somuleiðis, at útsetta støðan hjá áskoðarunum, sum næstan sjálvir eru staddir á pallinum man vera við til at spekja og forskrekkja okkum.
Eitt týdningarmikið evni
Evnið, sum Kristina Sundar Hansen setur á breddan er harðskapur í parløgum. Leikurin er bygdur á bókina Um bara hann sló meg. Fimm frásagnir úr Kvinnuhúsinum, sum Súsanna Skaale gav út í 2013, umframt eina frásøgn frá einum manni, ið byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin. Allar søgurnar eru altso veruligar og longu her ber til at staðfesta, at leikurin lýsir eitt evni av alstórum samfelagsligum týdningi. Spurningurin er so hvørt leikurin megnar at endurloysa evnið sum listaverk. Her er svarið meira ivasamt.
Einføld og gagnlig scenografi
Byrjanin er ótrúliga flott bæði koreografiskt og scenografiskt - tað minnir um eina stórbæra listarliga installatión ella um ein listafilm, sum tú kanst uppliva á stórum listaframsýningum. Tað merkist, at scenografurin, Hansina Iversen, er myndlistafólk (kanska skuldi hon farið í holtur við installatiónslistina). Áskoðararnir sita á tveimum langsíðum og leikurin gongur fyri seg á gólvinum, sum er hvítt eins og eitt framhald av hvíta klæðinum, ið hongur á skák niður í rúmið og sum verður brúkt eins og filmslørift til smáu filmsbrotini, ið so hvørt útdýpa og viðmerkja hendingarnar í leikinum. Teir seks hvítu krakkarnir verða brúktir rættiliga kreativt í leikinum. Sum eitt audiovisuelt scenografiskt element mynda krakkarnir bæði ítøkiliga og symbolskt tað elalítla rúmið, sum menniskjuni í leikinum eru trongd uppí. Í dramatiskum løtum í leikinum verða krakkarnir somuleiðis brúktir næstan sum slagverk at larma við og stuðlaundir frásagnunum.
Tað følist næstan sum um vit eru áskoðarar til ein tennisdyst; høvdini á áskoðarunum snara stundum til høgru, stundum til vinstru. Leikurin tykist sum heild sjáldsama horisontalur, bygdur upp sum monologar uttan byrja og enda, ið fyri tað mesta verða framførdir uttan nakra innihaldsliga interaktión millum frásagnirnar. Hetta styrkir um endaloysiskensluna av óundansleppandi endurtøkum, sum merkja allar samlívslýsingarnar.
Menniskju á kantinum
Frásagnirnar um hvussu hesi menniskjuni verða tikin av ræði eru ræðuligar. Tey verða bukað, neyðtikin og spilt út. Tey skamma seg og verða noydd at isolera seg í einsemi, sum aftur ger alt verri. Royndu sjónleikararnir, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard og Hans Tórgarð eru hesa ferð vanlig menniskju; niðurundirkomin og stødd heilt út á kantinum í tilveruni, tí tey verða útsett fyri sálarligum, kynslum, figgjarligum, likamligum og/ella materiellum harðskapi. Eg haldi, at tey spæla sannførandi sum altíð – í fyrstani nokk so neutralt, seinni accelererar leikurin og verður meira ekspressivur og dynamiskur við einum sindri av interaktión millum leikararnar, sum hyggja uppá hvønn annan, men uttan at teirra frásagnir verða knýttar saman. Søgurnar eru parallellar, tær bylgjast fram og aftur á vígvøllinum uttan at møtast.