Kórfestivalurin rular!

-Navnið spillur ongan! Tað hugsaði eg við mær sjálvum í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har eg sat saman við 180 kórsangarum úr øllum landinum og sang og hugnaði mær. Vit plagdu at kalla tað Kórstevnu, tað plagdi at vara minst tveir dagar, nú er heitið meira modernað - men tiltakið er eisini væl meira effektivt, tað tekur ein dag. Vit hittust um morgunin og skiltust aftur um morgunin (í øllum førum tey grovu av okkum, sum vóru all the way í teirri frálíku veitlsuni).

Kórfestivalurin 2016 var heilt ómetaliga væl eydnaður. Kórsambandið eigur rós uppiborið fyri eitt frálíkt og væl skipað tiltak. Øll kórfólk, sum ikki vóru við hava forsømt seg, tað er einki at ivast í og tað sigi eg ikki bara tí, at kórið, sum eg sang við í, Tarira, vann eina av heiðurslønunum. Hinvegin meti eg heilt vist, at kappingarelementið er komið fyri at vera og tað er gott, tí tað vísir seg at tað fær kórini til at oppa seg. Tað hevði við sær, at sjálvt um konsertin var sera drúgv - tað má so vera, tá ellivu kór øll framføra 2-3 kórverk, so var konsertin eftir mínum tykki sera áhugaverd og varierað. Tað var hugaligt at uppliva sangentusiasmuna í teimum ymisku kórunum. Eg havi hug at nevna øll kórini, tí eg haldi veruliga, at øll høvdu okkurt serligt at bjóða uppá. Havnarkórið við Leif Hansen á odda framførdu eitt av teimum stóru kórverkunum, tað praktfulla Wie liegt die Stadt, sum Rudolf Mauersberger skrivaði eftir, at heimbýur hansara, Dresden varð lagdur í oyði og 25.000 fólk lótu lív, tá býurin varð bumbaður í februar 1945. Havnarkórið framførdi verkið musikalskt við hóskandi og rørandi patos. Tórshavnar Manskór við Bjarna Restorff og Kára Bæk legði seg á meira skemtiliga bógvin við eini væl upplagdari og væl eydnaðari framførslu av Vit eru føroyingar hjá Kára Bæk og Regini Dahl. Vestmanna Sangkór við Benjamin Gaasedal sum kórleiðara var heldur minni í vavi enn tað plagar, eg haldi, at har var okkurt krím, sum herjaði, men tey komu væl frá serliga fitta sanginum um Christopher Robin (tað er hann frá Winnie-the-Pooh), sum biðjur eina bøn, ið Fraser-Simson/ A.Carter/ A.A.Milne. Eg varð órógvað beint tá og hoyrdi tískil ikki byrjanina hjá kórinum Eystanljóð við Leif Hansen sum kórleiðara, men tey sungu vakurt tann romantiska So skimrande hjá Evert Taube. Sámal Matras Kristiansen leiðir Vágakórið, sum framførdi eitt deiliga varierað úrval av sangum, m.a. Hallelujah hjá Leonard Cohen og Válandi heim hjá Magnus á Stongum. Kristiliga Sangkórið við Hanusi Joensen framførdi ein vakran føðilandssang hjá Knúti Olsen og endaði við eini sermerktari tulking av Í himnabúð hjá Grieg við einum sera mælskum solosangara, tað var sjónleikarin, Jákup Dahl Wardum, honum tørvaði ikki nakra mikrofon, tað er vist. Í Tarira nýttu vit og kórleiðarin Jóhannes Andreasen høvið til at fagna Shakespeare, sum doyði 23.apríl fyri 400 árum síðan (í dag!!) við tveimum sera ymiskum verkum hjá Jaako Mäntijärvi, sum hann hevur skrivað til tekst hjá Shakespeare. Aurora Borealis við Ólavur Jøkladal framførdi m.a. ein væl klingandi íslendskan kórklassikara Ég að øllum. Tórshavnar Kamarkór og Benharður Wilkinson hava havt úr at gera síðstu tíðina og hava fingið uppibornan heiður fyrst á FMA og nú á Kórfestivalinum. Tey framførdu tvey sera ymisk verk, sum vístu, at tey eru í góðari venjing nú tey skulu til kórkapping í Cork, teimum verður ynskt til lukku og góða eydnu hiðani. Glymur hevði eina ordiliga herliga framførslu og eg haldi, at teirra rúmliga skrá við verkunum Halleluja, der Herr ist Verrückt! hjá Adolf Wölfli og Per Nørgård og Happy hjá Pharrel Williams/Carsten/Gerlitz var nógv tann mest originala á konsertini. Í veitsluni í gjárkvøldið varð nógv tosað um Gøtu Kirkju Ungdómskór, sum undir leiðslu av Símuni Hammer var eitt frískligt lot á konsertini fult av dýrabærum ungdómi, sum sang væl og sum var væl fyrireikaður, eisini til felagssangpartin á kórfestivalinum.

Tað vóru vit ikki øll og hetta er helst einasta punktið, sum kann betrast til næsta ár. Vit mugu duga nótarnar betri, tá vit hittast kórfestivaldagin. Bílagda verkið hjá Tróndi Bogason var næstan pedagogiskt í sínum uppbygningi – í øllum førum í mun til okkurt annað kórverk hjá sama komponisti. Eg havi onkur óluksáliga stuttlig minni um eitt nú frumframførsluna av kórverkinum ÐQ - tað var á eini norðatlantiskari kórstevnu niðri einaferð. Ein uppá allar mátar fantastisk uppliving. Eg minnist, at eg stóð mitt millum fleiri grønlendskar kvinnur, sum hvørja ferð eg brølaði “VINDURIN FERÐAST Í NÓTTINI” (fortissimo skuldi tað vera smb nótunum), gløddu forskrektar uppá meg. Eg minnist framførsluna sum ein baldrutan túr á havinum, har verkið reið á óstøðugari aldu. Tá tað so einaferð rendi seg í eina ordans afturundirgerð, mátti tónaskaldið kvika sær upp á pallin at bjarga restunum av kórverkinum við klaverinum. Hetta nýggja verkið hjá Tróndi er nógv lættari at læra enn ÐQ, men allíkavæl var tað nóg so feskt hjá felagskórinum, sum tessvegna ikki tók alt verkið við í sínari framførslu. Kanska kundi mann næsta ár hitst t.d. frá 19 til 22 fríggjakvøldið áðrenn kórfestival-leygardagin, so at nýggja verkið fær tíð at festa seg í huganum á kórsangarunum. Norðurlandahúsið er perfektur karmur um kórfestivalin og tað sigi eg ikki bara, tí eg búgvi í Havn. Norðurlandahúsið er ikki eitt Havnarhús, tað er fyri alt landið og fyri hini norðurlondini við. Eg vóni, at kórtiltakið aftur kann halda til í Føroya fjálgasta og vakrasta húsi, men ivist í um vit øll fara at rúmast har næsta ár. Eitt so væl eydnað tiltak sum tað í ár fer ivaleyst at økja um áhugan fyri at koma við. Felagssangskráin var sum heild góð, sjálvt um tað at syngja í einum so stórum kóri følist eitt sindur sum at svimja í klæðum, so var tað einki minni enn praktfult at sleppa at syngja hugtakandi verkið, sum Hugi Guðmundsson skrivaði til Mpiri í fjør til yrking hjá Tóroddi Poulsen Tá myrkrið køvir. Harumframt sungu vit Eitt dýpi av dýrari tíð hjá Elini Heinesen og Jens Paula Heinesen við fagrari útseting hjá Tóru Vestergaard, sum kórfólkini ordiliga tóku til sín. Tóra innstuderaði og stjórnaði stóra kórinum og tað gjørdi hon ótrúliga væl. Longu upphitingin bar brá av dugnaskapi. Hon fekk dynamikk inn alt fyri eitt, longu í upphitingini gjørdust vit varug við ta stóru megina, sum eitt tílíkt risakór eigur í sær. Tóra Vestergaard er so dugnalig, neyv og positiv, at hon man vera ein fongur av einum kórleiðara fyri eitthvørt kór. Eg haldi, at tað hevði verið gott og uppá sítt pláss, um hon fekk heiðurin av at stjórna Ólavsøkukórið í ár. At bíleggja eitt nýtt verk til felagskórið er sera ambitiøst av Kórsambandinum og eg má siga, at eg eri takksom fyri hesar høgt flúgvandi ambitiónir, tí verkið Tokið, sum Tróndur Bogason hevur gjørt til yrking hjá Øssuri Johannesen veitti mær alstóran íblástur. Nú dagin eftir gangi eg og syngi partar av verkinum fyri meg sjálva. Tað var so vakurt og syrgiligt og rakti so væl huglagið í einføldu og djúpu yrkingini. Yndisliga melodilinjan, ið staðfestir, at “Soleiðis fer deyðin einaferð av stað við mær” verður endurtikin messandi upp í saman, meðan deyðans dapra tok dundrar avstað í náttarmyrkrinum. Túsund takk, Tróndur Bogason og øll hini tónaskøldini, sum gera okkum tónleik at syngja. Takk Kórsambandið fyri góða initiativið og frálíka fyriskipan, takk kæru kórleiðarar fyri tykkara áræði og áhuga og takk allir mínir kæru medsangarar. Vit síggjast á Tinganesi – í ár verði eg øgilig, tí nú syngi eg jú í Føroya Stuttligasta Kóri og tað forpliktar!

 

TOKIÐ

 

MEÐAN EG HOYRI

TOKIÐ KOYRA FRAMVIÐ

Í NÁTTARMYRKRINUM

 

OG SÍGGI LIVANDI LJÓSIÐ

EG HAVI TENDRAÐ

HUGSI EG

 

SOLEIÐIS FER DEYÐIN

EINAFERÐ AVSTAÐ VIÐ

MÆR EINSAMALLUR

SUM Í EINUM TOKI

 

OG LIVANDI LJÓSIÐ

SUM EG HAVI TENDRAÐ

Í KVØLD JA TAÐ

SLÓKNAR EINAFERÐ

Í NÁTT EINS OG EG

(Øssur Johannesen: s.10 í Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini).

Tóra Vestergaard dirigerar og Leif Hansen spælir klaver

Tarira

Tarira

Kamarkórið vann

Jóan Pauli Joensen, dómari, handaði einum fegnum Jóhannes Andreasen heiðursbræv. Hinir dómararnir vóru Ria Tórgarð og Zacharias Sørensen.

Vestmanna sangkór

Tórshavnar Manskór

Glymur

Gøtu Kirkju Ungdómskór

13012898_232610983762660_2222472383734097215_n.jpg

Heiðursbræv til Tariru

 

 

Kamarkórið kappingarklárt

“Í samband við at várið er komið, og tí Tórshavnar Kamarkór í næstum fer til Írlands at luttaka á Cork international Choral Festival, verður sungið dúgliga í hesum døgum”. Kamarkórið hevði várkonsertir farna vikuskifti. Ummælarin var á konsertini í Havn 17. apríl

Leif Hansen


Síðsta heyst kundi Tórshavnar Kamarkór hátíðarhalda 30 ára stovningardagin. Kamarkórið hevur øll árini verið eitt av teimum betru kórinum í landinum. Kórið hevur somuleiðis frá byrjan verið mannað við góðum sangarum og útskiftingin hevur seinastu nógvu árini verið lítil. Flestar av kvinnurøddunum hava sungið í kórinum í meira enn 10 ár. Við einum so dugnaligum kórleiðara sum Bernhardi Wilkinson er eisini sjálvsagt, at kórið hevur ment seg seinastu árini.

Konsert í Læraraskúlahøllini
Talan var um várkonsert, men ivaleyst er, at kórið fyrst og fremst hevði komandi kórkappingina í Cork fyri eyga. Hetta sást aftur í konsertskránni. Hjá tí vanda konsertgangarnum var lítið og einki nýtt á skránni, sum eisini líktist nógv henni, sum kórið framførdi á jubilæumskonsertini í heyst. Hetta er sjálvsagt skilligt. Umráðandi er, at kórið í Írlandi kann framføra sannførandi og ikki minst, sum onkur segði fyri mær, at krav er um at tey skula syngja uttanat í Cork. Tað gjørdi tey eisini á konsertini sunnudagin, og tað ger, at sangarnir kunna savna seg meira um sangin og ikki minst betur kunna fylgja kórleiðarnum. Hetta er heilt víst nakað, sum onnur kór kundi tikið til sín.
Kórið kom væl frá stórt sæð allari konsertini. Men serliga tykjast tey at trívast sera væl í teimum føroysku sangunum. Serliga væl komu tey frá framførslunum av “Aldan” hjá Waagstein og Nyholm Debess í útseting hjá Sunleifi Rasmussen og “Flóvin Bænadiktsson” hjá Atla Petersen.  
Hesin seinni er skrivaður til kórið, og tó, at vit føroyingar kennast við hetta slagið av kórútsetingum, so trúgvi eg, at hann kann fatast sum eitt forkunnugt innslag í kappingini í Cork.
Eg giti, at konsertskráin er neyvt tann, sum brúkast skal á komandi uttanlandsferðini. Hetta kann vera grundin til eina heldur løgna samanseting av tónleiki. Eingin samanhangur er eyðvitað í fyrst at syngja “Hegrin” hjá Kára Bæk og J.H.O. Djurhuus fyri síðani at leita aftur til 16. øld eftir undurvakra “Magnum Mysterium” hjá Victoria. Ein av orsøkunum til at Hegrin var meira sannførandi framførdur enn Magnum er, at slík lop í stílartum ofta eru trupul at gera. Tónleikurin er stutt sagt so ymiskur, og ilt kann vera sum sangari at umstilla seg so skjótt til eitt heilt annað klangunivers.
Komm, Jesu, Komm hjá J.S. Bach var eisini á skránni, og mundi hesin frálíki satsur fyri dupultkór og strúkararar verða hugsaður tí føroyska konsertgangarnum. Hjá kórinum var hetta tað mest avbjóðandi verkið á konsertini, men saman um tikið komu tey væl frá framførsluni. Í støðum vóru tey kanska nóg so ótrygg, men vit fingu eisini gongdir við sonnum vakurleika. Kórið skuldi kanska umhugsað at havt hann á skrá, tá tey einaferð vitja aftur í einari av teimum stóru kirkjunum í Eysturoynni. Tó at Læraraskúlahøllin er væl hóskandi til kórsang, so hevði Bach riggað betur í einari kirkju.

Hvar er elitan í dag?
Í Føroyum hava vit einki professionelt kór. Øll kórini í landinum er mannað við fólki við sera ymiskari tónleikaligari bakgrund. Men í einum føroyskum samanhangi hava tað síðsti 50 árini altíð verið kór, sum í dygd og málsetningi hava gingið undan. Frá miðskeiðis í sekstiárunum til miðskeiðis í áttatiárunum vóru tað í høvuðsheitum tvey kór, sum myndaðu tann føroyska kórsangin, nevniliga kórini í Havn: Havnarkórið (upprunaliga Útvarpskórið) og Kristiliga sangkórið. Verður sæð burtur frá sangunum hjá Vagn Holmboe, sum Havnarkórið javnan hevði á skrá, varð føroyskur kórtónleikur einamest myndaður av sangum hjá Waagstein og Højgaard.  Miðskeiðis í áttatiárunum vóru so Tórshavnar kamarkór og Cantus Borealis sett á stovn við tí greiða málsetningi at hækka støðið á føroyskum kórsangi. Tórshavnar Manskór varð sett á stovn í 1987 og setti eftir stuttari tíð heilt nýggjan standard fyri manskór í Føroyum. Gentukórið hja Paula í Sandagerði varð stovnað fyrst í 80’inum, men fyrst í 90’inum bleiv tað betur kent sum Cantabile. Sama tíðarskeið hevði Fuglafjarðar Gentukór sína stóru tíð undir leiðslu av Frits Johannesen. Sangarar úr m.a. Cantus Borealis byrjaðu í 1992 kórið Nóatón, sum var eitt tað mest ambitiøsa kórprojekt í Føroyum nakrantíð. Í 1998 varð Mpiri stovnað í Keypmannahavn, og fimm ár seinni í 2003 savnar tann tá heimflutti Sunleif Rasmussen fólk saman í kórið Tarira.
Einki er at ivast í, at Tórshavnar Kamarkór í dag helst er hitt besta í landinum.
Men kórið hevur tó nakað eftir á mál fyri at kunna taka upp tónleikasøguligu føraraleiklutin í føroyskum kórtónleiki. Hyggja vit eftir fløguútgávum á økinum seinastu árini so má sigast, at útgávan hjá Tarira í 2007 og tann hjá Mpiri í 2015 vóru væl meira ambitiøsar enn tann, sum Kamarkórið lat úr hondum í fjør.
Sangskráin hjá Kamarkórinum brýtur ikki nógv frá henni hjá øðrum kórum. Munurin er, at Kamarkórið syngur tað heldur betur enn hini. Men nógvur frálíkur føroyskur kórtónleikur hevur seinastu árini ligið ósungin – av teirri einfaldu orsøk, at einki kór hattar sær undir hann. Øll kór hava avmarkingar og ein av uppgávunum hjá kórleiðarnum er at kenna hesar avmarkingar og leggja skránna hareftir. Kamarkórið er ikki eitt elitukór, men hevur seinni árini saman við kórleiðarnum útlagt føroyskan og útlendskan kórtónleik á ein lærdan, professionellan og ikki minst musikalskan hátt. Og tað er kærkomið.
Spennandi verður at frætta frá komandi Írlandstúrinum – góða eydnu.

Norðurlandahúsið bjóðar øllum at taka lut á Summarframsýningini næsta ár

Norðurlandahúsið bjóðar yrkisfotografum, áhugafotografum og øllum sum tíma at taka myndir at verða við í framsýningini ”Eitt ár í Føroyum.”

Tað ýður í myndum og hvør einasta sigur sína søgu.

Hvat hevði hent, um vit savnaðu eina ørgrynnu av myndum – tiknar í Føroyum í eitt ár – og lótu tær siga, hvør sína søgu og eina stóra samlaða søgu?

Tað fer Norðurlandahúsið at gera á summarframsýningini 2017. Men felagsarbeiðið fer í gongd longu flaggdagin. Framsýningin skal eita ”Eitt ár í Føroyum” og við verða myndir tiknar millum flaggdagarnar 2016 og 2017.

Vit bjóða øllum at verða við, sum hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu við myndum. Hvat hendir í Føroyum í eitt ár? Hvat gera vit? Hvat frøast vit um, hvørjum stúra vit fyri? Natúra og mentan, børn og djór, gerandisdagur og høgtíðsdagur, politikkur og átrúnaður, býlív, bygdalív og sjómanslív, veður og vindur, familjulív og arbeiðslív. Og alt tað, sum vit ikki kunnu seta orð á. Hvør einasta mynd er vælkomin.

Ein metingarnevnd velur millum alla innkomnu myndirnar, hvørjar skulu við á framsýningina, sum vit ætla skal vera størsta fotoframsýning í søguni – í Føroyum. Aftaná verða myndirnar útgivnar í bók, sum ein myndabók um okkara samtíðarsøgu.

Myndirnar skulu verða Norðurlandahúsinum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2017 kl. 12.00. Hvør mynd skal verða í minsta lagi 4 MB. Heitið á myndini skal vera navnið á fotografinum, umframt stað og dagfesting, tá myndin er tikin. Hvør fotografur kann í mesta lagi senda 10 myndir inn – og tær skulu sendast til: foto@nlh.fo

 

Orðsins mynd og ljóðsins taktir

Toni Larsen framsýnir í Steinprenti

Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 15.apríl klokkan 17 er øðrvísi, frísk og egin. Listakvinnan Toni Larsen verður ofta allýst sum málari og grafikari. Hon er eisini keramikari, og óansæð um hon málar, sker í linoleum, teknar á litografiskar steinar, fotograferar, evnar leir ella annað tilfar til standmyndir, er hon helst fyrst og fremst yrkjari - tað er bara tilfarið, sum varierar.

Hennara keramisku standmyndir eru organiskar, abstraktar, men tykjast onkursvegna gróðrarmiklar og náttúrutilsipandi. Listarliga tilgongdin hjá Toni Larsen er poetisk, um somu tíð spontan, skjót, filosofisk og sein við tilvitaðari nýtslu av automatskrift  ella automattekning, har hon roynir at skriva ella tekna uttan at hugsa seg um og í staðin letur kenslurnar ráða so frítt sum til ber í einum fríum tankafloymi. Onkuntíð er úrslitið ein yrkt mynd, aðrar tíðir kemur ein yrkt keramikkstandmynd ella ein yrking burturúr og nú verður høvið at síggja eitt úrval av hennara verkum í Steinprenti. Hetta er fjórðu ferð, Toni Larsen arbeiðir á grafiska verkstaðnum á Skálatrøð, men fyrstu ferð, hon hevur serframsýning her á landi. 

Í eini áhugaverdari samrøðu við Lisbeth Bonde í Weekendavisen greiðir Toni Larsen á poetiskan hátt frá stóra týdninginum, sum orð hava fyri hana, tónleikurin hevur somuleiðis nógv at týða: “Eg havi undrast á hvussu stóran týdning tað einstaka orðið hevur. Orðið er frítt, eg sveimi í tí, tá eg arbeiði við tí. Skaldsøgunum hjá Margurite Duras. Havið. Innihaldið hjá orðinum. Navnið. Monk, Thelonius Monk. Vil eg skriva hansara navn, er tað ikki nóg mikið at skriva Monk, stavirnir geva ikki nóg góða lýsing av honum. Eg má eisini gera tekinið fyri Monk, soleiðis sum hann spælir klaver. So livi eg meg inn í hansara tónleik og skrivi hansara fornavn soleiðis sum eg kundi ímyndað mær, at eg hevði spælt klaver, um eg var Monk. Her kemur ornamentikkurin inn. Ornamentikkurin er mín skráskrift spegilsvend í linoleumsprentinum, sjálvandi - og so kemur liturin aftrat… Eg geri ein ornamentik, sum onkursvegna eisini sjónligger navnið/orðið. Skriftin er orðsins mynd og ljóðsins taktir...”

Tað er eyðkent fyri prentmyndirnar hjá Toni Larsen, hóast tær ikki gera nógvan háva av sær, at tær í grundini taka henni langa tíð at gera. Hesar eftir øllum at døma einfaldu strikumyndirnar við orðum og dekorativum rusli mynda eina serstaka heild, ið ofta er úrslitið av drúgvari umhugsan. Listarliga universið hjá Toni Larsen er bæði abstrakt og figurativt, og í grundini er hon rættiliga abstrakt, tá hon er mest figurativ og øvugt. Í yrkingunum er útgangsstøðið ofta ítøkiliga sansanin av onkrum ávísum, sum setur gongd á assosiatiónsferð. Tá eg hyggi at hennara fínu keramisku standmyndum, hugsi eg, at tær kanska allarbest verða lýstar av hennara egnu yrkingareglum:

Denne morgen - Sår dug på  hendes tåspidser -

Så hun knæler blandt aksene i sin have

piller ved lysperlerne

berører med tungen

fisker med læberne

fugten fra bladene

Blanke vers - vågner af hvidhed

 Toni Larsen i Steinprent

 Udstillingen, der åbner i Steinprent lørdag d. 16.apríl klokkan 15 er anderledes, frisk og på en eller anden måde sin helt egen ligesom kunstneren bag, Toni Larsen, der ofte præsenters som maler og grafiker. Hun er nu også keramiker blandt andet, men uanset om hun maler, skærer i linoleum, tegner på litografiske sten, fotograferer, former lerfigurer eller andet til skulpturer, er hun primært poet – det er bare det anvendte materiale, der varierer.

Hendes keramiske skulpturer er organiske, abstrakte, men forekommer alligevel at tilhøre naturen - i deres form, farve og righoldige glasur en generøs eller ligefrem yppig frugtbarhed. Toni Larsens tilgang er poetisk, den er både spontan, hurtig, filosofisk og langsom med en bevidst brug af automatskrift eller automattegning, hvor hun forsøger at skrive eller tegne uhindret i en fri bevidsthedsstrøm. Til tider er resultatet et digtet billede, andre gange kommer der en digtet keramisk figur ud af det og nu har vi lejlighed til at se et udvalg af disse værker i Steinprent. Det er fjerde gang, Toni Larsen arbejder på det grafiske værksted i Tórshavn, men det er hendes første separatudstilling på Færøerne. Hun var med i fællesudstillingen Billedord – Ordbilled, som Steinprent arrangerede på Nordatlantens Brygge i 2014.

I en interessant samtale med Lisbeth Bonde i Weekendavisen beskriver Toni Larsen den store betydning, som ord har for hende. Af hendes poetiske beskrivelse fornemmer vi, at musikken ligeledes spiller en stor rolle:

“Jeg har været dybt forundret over, hvor betydningsfuldt det enkelte ord er. Ordet er frit jeg svæver i det når jeg arbejder med det. Margurite Duras romaner. Havet. Ordets indhold. Navnet. Monk, Thelonius Monk. Hvis jeg vil skrive hans navn, er det ikke nok at skrive Monk, bogstaverne i al deres enkelhed giver ikke et tilstrækkeligt indtryk af ham. Jeg må også lave tegnet for Monk, sådan som han spiller på klaveret. Så lever jeg mig ind i hans musik og skriver hans fornavn, sådan som jeg kunne forestille mig, at jeg ville spille klaver, hvis jeg var Monk. Her kommer ornamentikken ind. Ornamentikken er min skråskrift, spejlvendt i linoleumstrykket naturligvis - og så kommer farven til. Det kunne ikke være anderledes end den røde farve. Jeg laver en ornamentik, der på en eller anden måde også visualiserer navnet/ordet. Skriften er ordets billede og er lydens takter”. 

På trods af det umiddelbart enkelte udtryk i Toni Larsens tryk, tager de lang tid at lave. De er resultatet af grundig tankevirksomhed, disse tilsyneladende enkle stregtegninger med kombinationer af ord og nedkradsede mønstre. Toni Larsens kunstneriske univers er både abstrakt og figurativt, måske er hun i virkeligheden ret abstrakt, når hun er mest figurativ og omvendt. I hendes digte er udgangspunktet ofte en fysisk sansning af noget bestemt, der sætter gang i assosiationerne. Da jeg ser på hendes fine keramiske skulpturer, tænker jeg, at de måske allerbedste beskrives af hendes egne poetiske vers:

Denne morgen - Sår dug på  hendes tåspidser -

Så hun knæler blandt aksene i sin have

piller ved lysperlerne

berører med tungen

fisker med læberne

fugten fra bladene

Blanke vers - vågner af hvidhed

 

 

 

Mentanargrunnurin styrkjast

Longu í samgonguskjalinum lovaði samgongan at raðfesta bæði mentan og list í samgonguskeiðinum. Nýggjur tjóðpallur, mentanargrunnurin og søvnini skulu raðfestast, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú karmarnar eru lagdir fram.

Um trý ár skal Mentanargrunnur landsins verða komin upp um 10 milliónir krónur á fíggjarlógini, so fleiri listafólk kunnu fáa arbeiðsnáðir í ávíst áramál. Hetta er málið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, tí hon metir tað vera ov langt ímillum, at listafólk fáa arbeiðsnáðir í longri tíð.

Nú karmarnir fyri komandi ár verða viðgjørdir, sigur Rigmor Dam, at samgongan ætlar at umskipa grunnin, so leik og lærd skulu ikki søkja úr somu pulju, og sum heild at økja talið av áramálssettum starvslønum. Málið er tí at hækka játtanina úr teimum verandi 6,7 mió. kr. og upp í 10 mió. kr. komandi trý árini, ella við áleið einari millión árliga.

Mentamálaráðið er so smátt farið undir at fyrireika broytingar í skipanini kring grunnin, eitt nú í samstarvi við felagið hjá listafólkum, LISA.

Søvnini eiga tørn
Játtanin til Søvn Landsins hevur staðið í stað í mong ár, eisini hóast uppgávurnar eru vorðnar væl fleiri. Hetta er harmiligt, tí fortreytin fyri, at samanleggingin av teimum fýra stovnunum til Søvn landsins fyri fimm árum síðan skuldi eydnast var ein hægri játtan, dagført lógarverk og betri hølisumstøður.

-Tíverri mugu vit ásanna, at almennu Føroyar hava als ikki livað upp til tað, sum tá varð lovað, og hetta ávirkar sjálvandi stovnarnar og starvsfólkini, sigur landsstýriskvinnan. Hon harmast almikið um vána standin hjá søvnunum, og ætlar sær at raðfesta søvnini komandi árini, bæði játtanarliga og við at leggja størri orku í økið sum heild.

Tjóðpallur í eygsjón
Á løgusíðuni hevur Mentamálaráðið eina stóra verkætlan í umbúnað á mentanarøkinum. Landsstýrið hevur sett 60 mió. kr. av til tjóðleikhús á Skálatrøð. Fyrireikingarnar til tjóðleikhús eru longu í gongd, og miðað verður eftir at seta spakan í í 2018, sigur landsstýriskvinnan. Møguliga verða aðrir aktørar eisini partur av verkætlanini.

-So hetta er ein serstakliga spennandi verkætlan, sum veruliga kann geva føroyska listaumhvørvinum betri umstøður, tí júst leiklistin er eyðkend av, at í henni rúmast allar aðrar listagreinir, líka frá tónleiki til skaldskap, sniðgeving og pallsmíð.

 

Tann vón um vár og summar og eydnuríka list

Sólin skínur, tað er várleygardagur, sóljugult í stovuni og ljósið trilvar seg inn í hvønn krók. Kanska skuldi eg fari eftir dustsúgvara og vaskispann - nei eg siti bara her so pinnastill við mínari ótálmaðu ljósgleði og undrist enn einaferð um áhaldnið hjá várinum. Eg elski vár og eg elski hetta landið sjálvt um himmalin gránar og tað byrjar at sirma beint í skrivandi stund nú eg siti og eri sólfegin.

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen

Um tað regnar ella sólin skínur, er leygardagur upplagdur framsýningardagur. Til dømis ber til at fara á framsýning. Í Listasavninum er bæði sól og ælaveður í fleiri av málningunum hjá Zachariasi Heinesen. Tað er gott fyri høvdið at standa eina løtu og hyggja at eini slíkari mynd og síggja litgleðina og framúrskarandi ansin fyri kompositión hjá málaranum. Í Steinprenti er eisini altíð okkurt at síggja, framsýningin við standmyndum hjá Erik Heide er áhugaverd við sínum stillu tilverumyndum. Í næstum letur upp framsýning við verkum hjá Toni Larsen í Steinprenti og tað verður ikki minni áhugavert, hon er yrkjari og myndlistafólk og arbeiðir við bæði grafikki og leiri. 15.apríl letur Várframsýningin upp og 23.mai verða verk hjá Anker Mortensen á skránni í Listasavninum, so har er ovmikið at gleða seg til.

Anker Mortensen

Anker Mortensen

Listafólk eru fantastisk, tá tað snýr seg um at stuðla góðum tiltøkum. Ímyndið tykkum um vit lærarar, sakførarar, handverkarar, rørleggjarar, reiðarar osfr. lótu av okkara góðu løn í sama mun. Nåh men klokkan 14 í dag ber til at stuðla Fountainehúsinum, sum fyllir tvey ár í dag. Tá verður ein forkunnug uppboðsøla av list niðri í Perluni.  (Perlan liggur beint við síðunar av Reinsarínum). Heili 55 listalutir eru innkomnir - steinprent, træprent, oljumálningar, standmyndir, glaslist o.a hjá:  Bárður Jákupsson, Astrid Maria MacDonald, Martin Joensen, Astrid Andreassen, Brandur Patursson, Guðrið Poulsen, Amariel Norðoy, Elin Josefina Smith, Zacharias Heinesen, Oggi Lamhauge, Sigrun Gunnarsdóttir, Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen. Her eru mong góð verk, m.a: 

Øll eru vælkomin at koma at hyggja eftir listaverkunum frá kl 12 og úteftir. 

Bárður Jákupsson

Brandur Patursson

Guðrið Poulsen

Hanni Bjartalíð

Hansina Iversen

Fríða Matras Brekku

Marius Olsen

Marius Olsen

Tróndur Patursson

Tróndur Patursson

Philippe Carré

Philippe Carré

Tóroddur Poulsen

Nýggj leiðsla í Listafólkasambandinum

Guðrið Poulsen nýggj forkvinna í LISA

Guðrið Poulsen nýggj forkvinna í LISA

Á aðalfundi hjá Listafólkasamband Føroya, 27. feb. 2016 stóð Bárður Dam í Baianstovu, arkitektafelag Føroya, fyri vali. Hann ynskti ikki at stilla uppaftur. Í hansara stað varð valdur Jóhan Martin Christiansen úr Føroysk Myndlistafólk.

Guðrið Poulsen, Føroysk Myndlistafólk, stóð somuleiðis fyri valið. Hon stillaði upp aftur og varð afturvald.

Sum tiltakslimir varð Jóhannes Andreasen, Einleikarafelag Føroya, valdur fyri Jóhan Martin Christiansen. Bárður Dam í Baianstovu varð valdur fyri Guðrið Poulsen.

Kristian Blak, Felagið Føroysk Tónaskøld, er framhaldandi tiltakslimur fyri Maritu S. Dalsgaard, Leikarafelag Føroya.
Á fundi 19. mars 2016 skipaði starvsnevndin hjá LISA seg soleiðis:

Guðrið Poulsem, forfólk
Marita S. Dalsgaard, næstforfólk
Jóhan Martin Christiansen, nevndarlimur

Loftbrúgvin heldur á - stuðul til listafólk innan ALLAR listagreinar

 

Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu, ið tryggjar, at Loftbrúgvin til listafólk, sum í 2015 varð skipað sum royndarverkætlan, heldur fram næstu trý árini.

Loftbrúgvin er ferðastuðulsskipan til listafólk innan allar listagreinar.

Samstarvspartarnir hava nú tikið samanum royndarárið. Semja er um, at skjóta málsviðgerðin er fyrimunur fyri allar partar, serliga umsøkjararnar. Umsóknarfreist er altíð síðsta dag í mánaðinum, og stuðulsnevndin viðgerð umsóknirnar beinanvegin.

Staðfestast kann, at flestu játtaðu ferðir eru innan tónleik, men eisini myndlist og bókmentir eru væl umboðað. Í alt 362 ferðir eru latnar hetta fyrsta árið.

Stuðulsskipanin hevur ein samlaðan fíggjarkarm uppá kr. 1 mió. um árið at býta út sum ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Loftbrúgvin hevur sum endamál at geva føroyskum listafólkum møguleika at breiða út føroyska mentan og list úti í heimi, har Føroyar eisini verða lýstar sum livandi, eyðkent og spennandi samfelag og mentanarstað.

Virðisløn

Í sambandi við, at avtalan varð undirskrivað, varð avgjørt at lata eina virðisløn, “Ársins Loftbrúgv 2015”. Hetta er virðisløn fyri umsókn frá 2015, ið mett verður fylgir serliga væl endamálinum við Loftbrúnni. Ætlandi verður henda virðisløn latin á hvørjum ári.

Ársins Loftbrúgv 2015 fekk bólkurin Hamferð í sambandi við ferð teirra í fjørsummar til Týsklands, Sveis og Fraklands.

Í grundgevingini verður m.a. víst á forkunnugu ferðaskránna hjá bólki við lutfalsliga ungum tónleikarum, ið longu eru komnir langt innan tónlistayrkið, og tónlistaliga profilin á høgum stigi, ið bæði gevur fatan av livandi føroyskari mentan og skapandi føroyska tónlistaumhvørvinum.

Virðislønin er sjálvandi flogferðaseðlar til eina nýggja konsertferð, sum Hamferð nú kann fyrireika seg til.

Umsóknir

Ætlar tú at søkja um ferðastuðul gjøgnum Loftbrúnna til listafólk, so er at fara inn á heimasíðuna www.loftbrugv.fo, har umsóknarskjal v.m. er at finna.

 Mynd: Fróði Vestergaard

 

Væleydnað FMA standmynd

fma.jpg

Í gjár var FMA í Norðurlandahúsinum, har 21 tónleikavirðislønir vórðu handaðar. Eg haldi sjálv, at tað eydnaðist fyrireikarunum at gera tað, tey ætlaðu: eitt breitt og fevnandi tiltak við føroyskum tónleiki og føroyskum tónleikararum í miðdeplinum. Sunleif Rasmussen, sum er í fyrireikingarbólkinum í FMA hevði tað á orðið, at Kringvarpið, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið eiga tøkk uppiborna fyri at skipa fyri einum so stórfingnum tiltaki sum hesum. Í øðrum londum verður tílíkt fyriskipað av tónleikavinnuni. Eg var sjálv ein av dómarunum í sonevnda opna bókinum, tað er ein deiliga rúmligur bólkur haldi eg, FMA gerst ríkari av eisini at rúma klassiskum tónleiki, jazzi og yvirhøvur øllum tí, sum ikki er mainstream. Tónleikur er fjølbroyttur og støðið í Føroyum er høgt, tað hoyrdu vit á framførslunum í Norðurlandahúsinum. Øll eiga rós uppiborið, men framførslan hjá Anniku Hoydal saman við Kim Hansen var heilt serlig og gandakend og tann spontani heiðurin, sum hon útloysti frá áhoyrarunum var ektaður og inniligur, tá allur salurin reisti seg fyri at heiðra tónaskaldinum, sangarinduni og slóðbrótaranum Anniku Hoydal.

Hetta er ikki nakað ummæli, øll framførandi dugdu síni ting, men onkuntíð vart tú sum áskoðari í salinum tikin av bóli, eg kann ikki lata vera við at nevna bluesararnar úr Suðuroy við einum serstakliga væl uppløgdum Kristiani Holbæk á odda. Teir vóru praktfullir og tað vóru Hamradun eisini uppá ein annan máta og Danny and Devitos  og Punjab og Jógvan Joensen dugir okkurt serligt live og hvat var hatta fyri eitt herligt lítið kvinnukór hann hevði funnið sær? Eitt deilitt innslag, eg hevði ynskt hoyrt tær eitt sindur betur. Kamarkórið sang betur enn tað hevur sungið nakrantíð áður, tey eru av sonnum í toppformi at fara til kórkapping.

Nåh men hetta er sum sagt ikki eitt ummæli, eg hugsaði bara at koma við einari viðmerking til tað visuella. Tí ikki kann sigast, at pallurin var overdressed. Var tað ikki fyri glitrandi kjólanum hjá teirri undurvøkru og dugnaligu Barbaru Holm, sum í gjárkvøldið var stylað eitt sindur dramatiskt á la Morticia Addams í The Addams Family, kundi mann hildið, at mann var endað í onkrari undergroundkonsert í Ungdómshúsinum sála á Jagtvej 69 og í grundini vóru nógv av bæði luttakarum og áhoyrarum eisini eitt sindur autonom, døpur og døkk í klædnastíli, aja eg skal bara tiga, tí eg var sjálv í svørtum. Eg sat nokk so langt afturi í salinum, á N 27 og tað eri eg glað fyri, tí har var ljóðið gott, men pallprýðið hjá Brandi Patursson, sum var ein glasskulpturur sást ikki haðani og tað var spell.

Brandur Patursson hevur gjørt tær 21 standmyndirnar, sum vórðu handaðar og tað hevur hann gjørt væl. At finna uppá og evna eina tílíka standmynd, ið skal nýtast til sigursmerki, er ikki lættasta avbjóðing. Grammy virðislønin er ein standmynd, sum avmyndar eina gamla grammofon, einki ringt um tað, nógvar heiðursstandmyndir eru ljótari enn Grammystandmyndin. Men eg haldi, at FMAstandmyndin er øðrvísi elegant. Brandur Patursson hevur tikið støði í stabbamyndini á einum equalizerskýggja, tað er einfalt og musikkrelevant og helst eitt sindur meira abstrakt og áhugavert verk at hava standandi enn eina avmynding av einari lítlari grammofon. FMA standmyndin hevur eitt hóskandi norðurlendskt brá bæði í einføldu tilevningini og tilfarsliga í gjøgnumskygda glasinum, sum er átøkt glerpípum ella kavaklæddum tindum. Eg billi mær inn, at teir 21 vinnararnir eru glaðir fyri at tey nú kunna seta ta vøkru FMA standmyndina á eina hill ella ein ljósfylltan vindeygakarm við hús – heima hjá Eivør og Tróndi er tann eina hillin neyvan nóg mikið til allar tær væl uppibornu FMA standmyndirnar, hjartaliga til lukku, tit øll. 

Annika Hoydal við FMA virðislønini

Annika Hoydal við FMA virðislønini

Beyonce við eini rúgvu av Grammy

Beyonce við eini rúgvu av Grammy

Tracy Emin gjørdi Brit Award standmyndina í fjør

Tracy Emin gjørdi Brit Award standmyndina í fjør

grammy.jpg
Brit Award sum ymisk listafólk hava skrýtt

Brit Award sum ymisk listafólk hava skrýtt

Studio Bloch var eisini eitt slag av FMA vinnara - níggju út av trettan tilnevndum útgávum vóru úr Studio Bloch. 

Studio Bloch var eisini eitt slag av FMA vinnara - níggju út av trettan tilnevndum útgávum vóru úr Studio Bloch. 



Ein listamaður, sum dugdi at tekna

Jeg kunne tegne! Hetta ásannar danski listamaðurin, Palle Nielsen (1920-2000) og heldur fram: “Jeg kunne tegne fanden et øre af” í hesum fína portrettfilminum hjá Jytte Rex, sum er viðfestur niðast. Og rætt hevur hann, Palle Nielsen, grafikarin yvir allar grafikarar. Myndarøðin Orfeus og Eurydike hongur á Læraraskúlanum, og hevur verið framsýnd í Steinprent. Mytologiskt klingandi heitið kann tykjast ørkymlandi, tí hesar myndirnar eru greidliga modernaðar og sosialar bæði í stíli og innihaldi, tær ganga m.a. fyri seg í einum  modernaðum stórbýarrúmi. Á einari mynd sæst eitt monumentalt bygningsverk í miðjuni av einum størri rundum bygningi, sum vit hóma í bakgrundini. Frá hesum bygningi síggja vit einstaklingar ganga fram á sama hátt sum tey í blinda liðnum hjá Matras, hvør sína leið úr myndarúminum, út móti áskoðaranum: "Eingi hóma miðið, fram bert ganga...". Klassiskir bygningar hava ofta eitthvørt avklárað, stórbært ella beinleiðis guddomiligt brá, men soleiðis er ikki við hesum bygingi, tó at hann í grundini er borin upi av súlum eins og rómverskir og grikskir tempulbygningar. Orsakað av perspektivinum, sum er sera lágt, fær bygningurin eitt næstan hóttandi úttrykk sum hann hevjar seg mót himni, eins og káplarnir, sum ganga út frá bygninginum, sýnast strekkja seg út móti áskoðaranum sum eiturkoppanót. Palle Nielsen sker ein heim í linoleum, sum við sínum strikum, prikkum og mynstrum er dekorativur og vakur, samstundis sum hann tykist marrukendur, paranoidur og dystopiskur. Hann sýnist eisini deprimerandi aktuellur bæði lokalt og globalt. Nógva staðni í heiminum er kríggj og ótrygg viðurskifti, eins og bæði einsemi og sosialur ójavni eru áleikandi trupulleikar í dagsins samfelag.

https://youtu.be/DQdSsjU17fM

Sunnudagsland

Aftur hesa ferð hevur bróður yrkjarans, Ludvík á Brekku gjørt permumyndina, sum hesa ferð er ein serstakliga væl eydnað lýsing av kortspælarunum í eini framúr yrking í savninum.

Savnið byrjar við lýsingini av eini oyðilagdari, gráari morgunstund. Við vakra sanginum hjá Martini Joensen um morgun og nýføddan grát á innara plátuspælaranum fáa vit varhugan av eini spiltari idyl. Hesar fyrstu yrkingarnar eru eitt lítið sindur keðiligar. Við onkrum herliga ørkymlandi undantaki av skelvandi ótta, kunnu tær lesast sum eitt slag av føroyskari veðurlagsrealismu, men beint sum hesin lesarin er um at blíva svøk av keðiliga veðurlagnum og teirri feittfornuftigu og mandlugnagandi ruddingini, hómi eg, at øll keðiligheitin og tað seina tempoið í byrjanini á bókini er tilvitað. Á síðu 12 hevur yrkjaraegið eina sjálvspeiska samrøðu við seg sjálvt um poesi og gerandisneurosur: “Í øllum hesum gráa, ráa/ staðfesti eg/ at eg eri troytt í rygginum av at sita./ At stólarnir eru úr svørtum kunstleðri./ At yrkingarnar gerast meir og meir/ tómar frágreiðingar um gerandisdagin,/ heldur enn/ fuglar yvir ongum/ við breyði í nevinum./ At eg eri vorðin ein kvinna/ ið kannar veðurlíkindini fleiri ferðir um dagin...” (s.12).

Serstaka heitið á nýggja yrkingasavninum hjá Sissal Kampmann er Sunnudagsland. Heitið sipar til eina friðarliga ella beinleiðis svøvnliga bygd í Føroyum og til drepandi keðiligar sunnudagar, men fyribrigdið sipar eisini til eina ávísa støðu av einsemi, meiningsloysi og eksistentiellum einkisleika, sum er undirstøðið í nýggju bókini hjá Sissal Kampmann. Yrkingarnar snúgva seg um keðiliga stillstøðu, um endurminningar av lívi, sum ikki er meira, um einsemi og longsul og kensluna av at kenna seg fremmandan og uttanfyri og landslagið hevur ein nokk so stóran og týdningarmiklan leiklut í hesum savninum. Kanska ber til at knýta nýggju bókina at einum nýggjum ráki í føroyskari list, har listafólk sum Jóhan Martin Christiansen og Kim Simonsen endurnýggja landslagið í myndlist og yrkingum. Landslagið verður brúkt ikki sum vakurt myndevni ella huglagsligt myndamál, men sum ítøkiligur karmur um liviumstøður og miðil til sansan av umheiminum. Regnið er ordiliga vátt og kuldin merkist í hesum yrkingunum. Hetta rákið hongur saman við eini altjóða náttúruveking og øktum áhuga fyri náttúru og fyri umhvørvisvernd.

Sunnudagsland hevur eitt slag av ítøkiligari hendingagongd við einum yrkjaraegi, sum kemur aftur til gomlu heimbygdina, hagar egið plagar at ferðast í frítíðum, fyri at búleikast í eina tíð. Tíðin og veðrið verða neyvt skrásett gjøgnum savnið, sum fevnir um eitt hálvt ár, tað byrjar seint um summarið um morgunin og endar um kvøldið eftir nýggjár, tá yrkjaraegið fer avstað av landinum aftur. Uttan at hava givið mær tíð til ta heilt stóru bókmentadetektivisku rannsóknina, haldi eg meg síggja eina rúgvu av bókmentaligum tilsipinum til Rystet spejl hjá Søren Ulrik Thomsen, til botanikarayrkjaran J.P.Jacobsen og hansara stuttu programmyrking frá 1888  “Lys over landet / Det er det vi vil”; eg haldi eisini, at konseptið Desembermorgun hjá Kim Simonsen er eitt slag av inspiratiónskeldu, Kim er fyrrverandi forleggjari hjá Sissal Kampmann og eg hugsi, at hann fær eina kerliga heilsan á síðu 10, har yrkjaraegið sigur seg dáma yrkingar um fliður og havdjór og kjallaramenniskju - eg veit ikki um síðstnevndi kann vera Tóroddur Poulsen ella um talan bert er um góða gamla Dostovjeski. Men hetta er ikki nakað lyklayrkingasavn og eg eri sum áður nevnt ikki nakar bókmentadekektiv.

Nýggja bókin hjá Sissal Kampmann kann við sínum 94 síðum tykjast drúgv, serliga við endurtøkunum av øllum tí keðiliga, sum gongur fyri seg, men sum heild haldi eg, at hetta fimta yrkingasavnið hjá Sissal Kampmann er eitt serstakliga gott og búgvið yrkingasavn, sum er væl ritstjórnað og komponerað við góðum ansi fyri javnvágina millum ítøkiliga veruleikan og tann surrealistiska, poetiska veruleikan. Júst har er Sissal Kampmann ómetaliga sterk - tær ekspressivu lýsingarnar av tómum bygningum í heimbygdini eru óluksáliga góðar Allarbest er yrkjarin, tá hon megnar at transformera vanligar gerandishendingar til poetiskar myndir fyri tilveruligar sannroyndir, ið m.a. snúgva seg um vónleysan kærleikslongsul.   

 

Í hesum veruleikanum steiki eg lambshjørtu.

Her í mínum nýggja heimi,

í mínum nýggja hami,

skeri eg tey sundur í smáar bitar.

Taki burtur sveitar og sinur,

men feittið lati eg sita.

Síggi tey kreppa seg saman

í glóðheitu oljuni.

Síggi seinastu brotakøstini,

áðrenn lívið fjarar úr teimum,

blanda seg við leyki, salti, pipari

og eini kámari strálu frá sólini,

nærum fjald handan skýggj

yvir demninginum.

 

Kettan etur av skálini.

Larmandi.

Hon hevur blá eygu.

Maðurin liggur og blundar

Stillisliga.

Hann hevur blá eygu.

 

Uttanífrá hyggja fjøllini inn í køkin

 

Eg røri í pannuni.

Skrúvi niður fyri hitanum

Ongum dámar brend hjørtu.

 

(s.24 í Sunnudagsland)

 

 

Tað skal ein óvanliga stór nøgd

av kærleika til

fyri at endurvinna trúnna á

menniskjað og á sunnudagslandstilveruna,

hugsi eg,

meðan eg beri planturnar út

á terazzogólvið í baðiverilsinum,

tendri brúsuna,

og skoli turra, gráa dustið

av grønu bløðunum.

 

Vatndroparnir leggja seg

sum skyggjandi feskvatnsperlur

á bløð,

vekja longsulin heim í lond

sunnan fyri Ekvator,

haðani sólin nú hevur byrjað sína ferð

ímóti okkum.

 

Ein veikur sólargeisli brýtur inn gjøgnum

vindeygað, ið gýsur,

tá hann er norðan.

Endurspeglast í blonku dropunum,

syndraðu speglunum,

til hon aftur má víkja fyri skýggjunum.

 

Uttanfyri hokna blaðleysu, brúnu trøini

undir einum grovum helglingsæli,

ið brádliga dukar inn á vindeygað í stovuni.

 

Smáu kúlurnar snara rundan um seg sjálvar

í eystur og vestur uttan ættarskil,

áðrenn tær fella,

og fyri eina stutta stund eru teppið

undir okkum.

 

Grønu planturnar á gólvinum

kasta droparnar og heimlongsulin av sær,

áðrenn tær aftur stilla

seg lið við lið í vindeygakarmin

at hyggja at brøðrum og systrum,

sum liva uttanfyri

í nú kavaklædda,

deyðakvirra Sunnudagslandi.

 

(s.57 í Sunnudagsland)

 

Kvinnurøddir

Hjørdis Haack

Hjørdis Haack

Í dag, altjóða kvinnudagin hugsi eg um okkara listakvinnur, sum fjølga um føroysku listina. Vegarar sum Ruth Smith og Elinborg Lützen, sum fóru ein heilt annan veg enn tann, samfelagið væntaðu av teimum, men eisini tær núlivandi geva sítt áhugaverda íkast til føroyska list. Hyggið bara her:

Guðrið Poulsen

 

Alt er nýtt í nátt,

hugsaði eg og varnaðist,

at kaffið í koppinum var kalt.

 

Alt er einfaldar endurtøkur.

 

Einfaldir dreymar

hjá ótroyttiligum sálum,

sum leitaðu

mllum húsini,

millum menniskjuni,

og hjá tí vit kenna.

 

Endurtøkur. (Vakni)

Endurtøkur,

eins og ljóðið frá havinum,

tá tað nátt og dag

brýtur móti klettunum.

 

Eins og flóð og fjøra, virði, siðir,

kvinnur, menn,

árstíðir, orð.

Klingrur.

Einfaldar klingrur.

So sára einklar og líkatil.

 

Alt er so nær í nátt, kendi eg á húðini,

sum prikaði og brendi bláhvít,

tá kalda náttarluftin kom inn gjøgnum

tey altíð opnu vindeyguni.

 

NÆR.

 

Tók um meg.

Tók alt,

sum stóð uttanfyri

við inn.

Innarligt. Innarliga. Innanfyri.

Innast. Innast inni. Inni. Inn at.

Inn um.

Inn.

 

Droparnir dryppa úr krananum.

Kaffið í koppinum er kalt.

 

Eg reisi meg.

Telji eitt fet, tvey fet, trý fet

í reyðum skóm.

Stoyti kaffið í vaskið.

Geri nýtt.

 

(s.55-56 í Endurtøkur hjá Sissal Kampmann)

 

Elin J.Smith

Elin J.Smith

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

 

tú orkar ikki at halda stev við knøttin

umferðirnar eru uttan vit og skil

so heldur sveima runt sum eitt liðaleyst dýr

spæla pikk við stjørnurnar

lata køldu kvíslarnar nema teg

stinga teg so tú bløðir

uttan at varnast sviðan

 

skýggini vagga tær

ringja seg um teg

fast og inniliga

tú letur teg drukna í teimum

krógvar teg fyri flennandi myrkrinum

tí lokkandi ókenda

freistandi ótrygga

 

grammliga sleikja tey blóðið av kroppinum

hálsi og bringu

búki og kyni

øllum tí sum tú eisini ert

sum ímyndar teg

 

síðani letur tú teg blaka

út í ævinleikans ódeyðiligu ringrás

 

tú vilt ikki hyggja teg aftur um bak

álíkavæl sært tú hvussu alt tað blúgva

skelvandi hvíta

og reina og skæra

hevur fingið ein farra

av blóðugari njóting

sum ein nýliga brostin

moydómshinna

(RINGRÁS s.62 og 63 í MESSA FYRI EINUM FILMI hjá Katrini Ottarsdóttir)

Annika Gregoriussen

Annika Gregoriussen

 

Í skýmingini

 

Angi av mold

í náttkendum vindi

sovandi gras

við áarløk

-        var alt ið hendi.

Enn rodnaði rósan

um fjallatind,

tú niðan fjaldi tess fót.

 

Nú tagnar alt lív,

tað líður móti nátt,

og frið skal eiga hvørt kykt.

 

Enn glógvar eitt hyljareyga

eitt bil,

so blundar tað við.

 

Náttin er tøgn.

Hon dvølir í veldi

og ber sín longsul í loynd.

 

(s.30 í Lýtt eftir Guðrið Helmsdal)

 

Barbara í Gongini

Barbara í Gongini

Hansina Iversen

Silja Strøm

Silja Strøm

Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy

 

Vaknaði,

 

sum so ofta fyrr

á miðjari nátt.

 

Mánin stóð rundur

 

høgruvert vindeygað.

Sendi mánagøtu

inn á alt tað hvíta.

Lá miðskeiðis í henni,

eins og hina náttina,

eg koyrdi út úr heimsins minsta stórbýi,

ið segði mær løgnast søgurnar.

 

Rótatjóvurin situr á mánanum.

Hendurnar bakbundnar

um einasta træið

á ósløttu, turru fløtuni.

Eyguni stara út í fjarstøðuna,

sum skilir hann frá samanhaldinum.

Út í myrkrið,

blettað við smáum stjørnubørnum

eisini til gongu.

Mettað av skilnaði.

 

Skilnaðurin,

hann var altíð hin harðasti.

Eins kaldu og keturnar

úm føturnar á honum.

 

Hoyr tær glinta, tá hann flytir teir.

Eins og klokkur tær ringja,

tá tær skava grótið.

Stál nertur grót.

Bíða eftir at verða loystar...

 

 

s.68 í 4D eftir Sissal Kampmann

 

Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal

Anna Kathrina Højgaard

Anna Kathrina Højgaard

Hjørdis Haack fingið gávufæ úr donskum grunni

Fríggjadagin 4.mars var hátíðarhald í Kunsthal Charlottenborg í Keypmannahavn, tá fingu 4 listakvinnur Anne Marie Telmanyi legatið på Kunsthal Charlottenborg. Anne Marie Telmanyi legatið er uppkallað eftir stovnaranum, málaranum Anne Marie Telmanyi, og verður latið listakvinnum yvir 40, hvørs avrik eru framúrskarandi góð. Tey fýra legatini uppá 100.000 krónur hvør vóru latin Milena Bonifacini, Martha Kramær, Helle Frøsig og Hjørdis Haack. Síðstnevndu listakvinnu kenna vit, hon er føroysk og hevur framsýnt saman við Heystframsýningarbólkinum.

Í grundgevingini fyri at fáa Anne Marie Telmanyi legatið stendur: “Hjördis Haack favner det store format. Det store format og en stærk farvekolorit bidrager til en monumental oplevelse, som insisterer på vores opmærksomhed. Hjördis Haack udforsker, hvordan gentagelse, det forenklede udtryk og formens spejling skaber rum til nye metaforer. Metaforer, der hensætter os til nye foranderlige miljøer og landskaber. Hjördis inddrager den almene hverdagsgenstand som et redskab, når vi skal transformeres til ydre kroge af vores opfattelse af kultur og landskaber. Hjördis sætter blomsten ind som motiv, pågående og stærk. Vi som beskuere kommer så tæt på naturen, at duften fra blomsten kildrer vores lugtesans – er den virkelig eller ej? En overvældende oplevelse, på den gode måde. Hjördis Haack udforsker den verden vi befinder os i gennem hverdagens spejlinger – og hun stiller os et scenarie i skue: HVILKEN verden er omkring os? Gennem spejlinger i hendes motiver, stiller hun spørgsmålet: Hvilken tid og hvilke tanker omgiver os. Hjørdis Haack insisterer på vores opmærksomhed i relation til samfund, liv og vores valg af værdier.



Djóragerðir hjá Claus Carstensen

Fríggjadagin 11.mars letur nýggja serframsýningin hjá Claus Carstensen upp í Galleri Tom Christoffersen í Keypmannahavn í Skindergade 5 beint við Rundatorn.  Framsýningin eitur Dyregørelse og tekur støði í myndum av bannaðum hestabardagum á Filipinsku Oyggjunum. Í tíðindaskrivi stendur:

I malerierne er hestehoveder det gennemgående motiv, hvor de indtegnes og nærmest indflettes i en ekspressiv sort og grøn abstraktion. Hestens kraftfulde udtryk mimer værkets egen. Overfor maleriernes snørklede sprog står papirarbejdernes rene opblæste hestebilleder, kun subtilt defacede og klokkeklare i deres fremtræden. Ikke midt imellem, men alligevel som en slags balancerende vægt, afsluttes udstillingen af en serie modifikationer, hvor der er arbejdet videre på allerede færdige tryk og tegninger med hestemotiver.
 
Udstillingens malerier, defaced posters og modifikationer handler samlet set om begrebet Dyregørelser:
 
’Dyregørelse’ er en tosidet, antropologisk størrelse, hvor begge sider har noget med hinanden at gøre, og som handler om gradueringer afbegreber som kultur, bevidsthedsopståen, selvbevidsthed og det særligt menneskelige. Der findes en aforisme, der siger: At leve er at tabe terræn. Det skal forstås på den måde, at forskellen mellem mennesket og dyret er, at mennesket er bevidst om, at det ikke lever i et åbent, endeløst terræn, men ser sig selv tabe terræn – modsat dyret, der ser et åbent, uafgrænset, tidløst landskab, hvor der ikke er et ’før’ eller et ’efter’ og derfor heller ingen dødsbevidsthed.
 
Dyregørelse eksisterer i en en agressiv, aktiv form og så en passiv form. Den passive del, “dyreblivelsen”, udgøres af en enorm længsel efter evigt liv uden dødsbevidsthed – evighedskulten er menneskets ældste sygdom. Den aktive del, “dyregørelsen”, handler om at gøre “de andre” til dyr med en bevidsthed om, at man står højere i hierakiet end dem man fornedrer.
 
Dyret er således både attråværdigt, men samtidig forkastet, og dette komplekse forhold belyses i Claus Carstensens værker. Vi stilles overfor billeder der kræver noget, trænger ind, og som i yderste konsekvens minder os om det uundgåelige - eller omvendt måske nærmere minder os om det åbenlyse, at vi skal huske at leve livet.
 


Claus Carstensen er citeret fra interviews i kataloget ”Whats Left (Is Republican Paint) – Nine Sisters” fra ARoS og på Kopenhagen.dk.
 


Dyregørelser Claus Carstensen
 

Opening: Friday 11.3. 2016 5-8pm
Duration: 12.3 – 9.4 2016

 The works in Claus Carstensen’s new solo show at Galleri Tom Christoffersen are specifically based on horse fights in the Philippines. Horse heads are the recurring motifs drawn and merged into an expressive black and green abstraction. The powerful expression of the horse mimes the one of the work. Opposite the tortious language of the paintings are the pure bloated horse pictures in the paper works just subtly defaced and clear-cut in their appearance. Not in-between, but nonetheless as a kind of balancing weight, the exhibition is finished by a series of modifications through further work on already completed prints and drawings with horse motifs.
 
The paintings, defaced posters and modifications in the exhibition is about the concept Dyregørelser (Animalisation):
 
”Dyregørelser is a two-sided anthropological size, the two sides being interrelated, and it is about modulations of concepts such as culture, emergence of consciousness and the particular humanly. An aphorism tells: To live is to loose terrain. It is to be understood by the difference between the human and the animal, namely that the human is conscious about that he or she  does not live in an open, endless terrain, but sees oneself losing terrain – contrary to the animal seeing an open, unbounded, timeless landscape, neither containing a ‘before’ nor an ‘after’, thus neither being conscious of death.
 
Dyregørelser exists both in an aggressive active form and in a passive form. The passive part, the “animal-becoming”, is composed by an enormous yearning for eternal life without conscience of the death – the cult of eternity is the oldest sickness of the human. The active part, “animalisations”, is about turning “the others” into animals aware of being positioned higher in the hierarchy than those being debased by the animalisation.”
 
Thus the animal is at once desirable and rejected, and Claus Carstensen highlights this complex relationship in his works. We are confronted with pictures demanding something, penetrating, and as the extreme reminding us about the inevitable - or contrarily they might remind us more of the obvious, to remember to live life.
 
Claus Carstensen is quoted from interviews in the catalogue ”Whats Left (Is Republican Paint) – Nine Sisters” from ARoS and from Kopenhagen.dk.
 

Claus Carstensen (b. 1957 DK) studied at The Royal Danish Academy of Fine Arts in Copenhagen 1977-1983, where he later taught as a professor from 1993-2002. He is represented in several great collections, a.o.: The National Gallery of Denmark, ARoS Aarhus Art Museum, Arken Museum of Modern Art, Lichtenstein Museum of Fine Arts and Universalmuseum Joanneum / Neue Galerie Graz. Recent exhibitions: 2015: What’s Left (Is Republican Paint) – Nine Sisters, ARoS Aarhus Art Museum 2013: På Papiret, Øregaard Museum, Gentofte, Pavilion of The Naked, Himmerland Art Museum, Aars and Morsø Kunstforening, Nykøbing Mors, Klaksvikaffærer, Nordatlantens Brygge, Copenhagen. He curated the exhibition Café Dolly - Francis Picabia, Julian Schnabel and J. F. Willumsen in collaboration with Christian Vind at J.F. Willumsens Museum, 2013. Recent publications: Blindhentede Dage – Digte 1975-2015, MS Publications, The Faroe Islands, 2015. TERR, Antipyrine Publications, 2015. Lille dæmonologi / Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie. Essays af Søren Ulrik Thomsen og heliografiske arbejder af Claus Carstensen, Steinprent Publications, 2013.
 

 

Claus Carstensen: Untitled, 2015, posca, pencil and ink on paper, 30 x 18 cm  
 

 


Standmyndir við sjóvarmálan

 

Erik Heide framsýnir í Steinprent

Steinprent verður henda komandi mánaðin karmur um eina forkunnuga skulpturframsýning. Tað er danski listamaðurin, Erik Heide sum sýnir fram sínar standmyndir úr bronsu, steini, træi og stoypijarni, ið myndevnisliga taka støði í menniskjum og teirra umhvørvi - tað hevur í hesum sambandi týdning, at Erik Heide er føddur á oynni Mors, har hann enn búleikast.

Oyggjasamleikin hómast onkursvegna í listaverkunum, tað er tí hugsandi, at føroyskir áskoðarar fara at kenna seg aftur í teimum. Í Danmark er Erik Heide ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Nøkur ár er eyðvitað liðin síðani tá, tí Erik Heide hevði sama lærara sum á sinni Ingálvur á Reyni á málaraskúlanum á Kunstakademinum, nevniliga Kræsten Iversen, professara. Erik Heide skifti frá málarí til grafikk hjá Holger J.Jensen professara, men hann endaði tó við at gerast myndahøggari burturav. Sum myndahøggari er hann sjálvlærdur og egin, hansara einfalda og organiska myndamál hóskar sera væl saman við grova tilfarinum, sum hann oftast brúkar, antin tað er høgt í granitti ella evnað til í leiri og síðani stoypt til jarn ella bronsustandmyndir.

Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við álvarsligum eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum, men standmyndirnar kunnu eisini vera stuttligar, lættar og hugfarsligar standmyndir við eyga fyri hvussu lívsins stórbæra undur kann geva seg til kennar av gerandisligu upplivingini av vindinum í hárinum hjá barninum, sum spælir við bátar við sjóvarmálan.

 

 

Ved vandkanten

Erik Heide i Steinprent

Den kommende måned danner Steinprent rammen omkring en spændende skulpturudstilling, som vi glæder os til. Det er Erik Heide, som udstiller sine fine bronze-, sten- og støbejernsskulpturer, der motivisk tager udgangspunkt i mennesket og dets omgivelser – det er i denne forbindelse ikke uden betydning, at Erik Heide er født og opvokset på øen Mors, hvor han stadig er bosiddende. For værkerne synes præget af en særlig øboer-identitet, som bevirker, at de næppe ikke vil forekomme helt fremmede for færøske udstillingsbesøgende. I Danmark er Erik Heide ikke mindst kendt for sine mange kirkeudsmykninger, han var kun 22 år, da han udførte den første. At det er mere end et par år siden ved vi, for Erik Heide havde i sin tid samme lærer som den kendte færøske maler, Ingálvur av Reyni på Kunstakademiets malerskole. Det var prof.Kræsten Iversen og senere skiftede Erik Heide til grafikken ved prof. Holger J.Jensen, det er måske symptomatisk for den noget egensindige og dermed også meget originale kunstner, at han besluttede sig for at blive billedhugger.

Som billedhugger er Erik Heide altså selvlærd, hans enkle, organiske billedsprog passer godt sammen med det materiale, som han bruger. Erik Heide er interesseret i keltisk kunst og hans egne værker er præget af samme enkelhed og inderlig religiøsitet, som man kan fornemme i romanske kirker. Erik Heides værker er en slags moderne fortolkninger af alvorstunge eksistentielle emner, de handler om liv og død i menneskelivet, mens slægter følger slægters gang. Men der er også plads til humor og abstraktion i skulpturer med øje for hvordan livets storslåede under kan manifestere sig i det små eksempelvis af den hverdagsagtige oplevelse af vinden i håret, mens barnet leger med både i vandkanten.

 

 

Babettes Gæstebud vístur í Hoyvíkar Kirkju

Kirkjubio mánakvøldið!

Hesa føstuna verður aftur farið undir tiltakið Kirkjubio í Hoyvíkar kirkju, har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum verða vístir. 
Talan verður tvey filmskvøld: Mánakvøldini 7. mars og 14. mars. 
Mánakvøldið 7. mars kl. 19.30 verður filmurin “Babbettes Gæstebud” vístur. Undan filminum heldur Bergtórur H. Bjarkhamar, prestur, fyrilestur um filmin.

Gabriel Axel leikstjórnaði filminum í 1987, og vann hann ein Oscar árið eftir sum besti útlendski filmur, og í kjalarvørrinum av hesum fekk filmurin eisini fleiri aðrar filmsvirðislønir. Filmurin er bygdur á stuttsøgu eftir Karen Blixen. Babette kemur eina óveðursnátt í 1871 úr París til ta jútsku vesturstrondina. Hon hevur mist alt, ið hon átti, men sleppur at búgva hjá tveimum prestadøtrum, ið eru uppaldar við strongum moralskum og átrúnaðarligum reglum. 
Brádliga vinnur Babette nógvan pening í eydnuspæli. Men heldur enn at brúka peningin sjálv, fer hon í holt at fyrireika ein stóran veitsludøgurða fyri bygdarfólkinum. Spurningurin er tó, um hetta er í samsvari við ta tulking, ið bygdarfólkið hevur átrúnaðinum, ið leggur dent á, at tey ikki eiga at oyðsla við nøkrum. Filmurin, ið eisini er ikki sørt skemtiligur, verður mettur at vera ein variantur av frásøgnini um altarborðið og um Kristus, ið einki átti, men gav seg sjálvan.

KVINNUDAGUR

Altjóða kvinnudagur er týsdagin 8.mars og verður hildin ymsastaðni kring landið. Kvinnufelagið skipar fyri almennum tiltaki í kaféini í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 18.30. Luttakarar eru Marna Jacobsen, nýggja forkvinnan í Demokratia, sum fer at halda røðu, og Hanna Jensen, tingkvinna, sum fer at syngja sangir hjá Edith Piaf. Ókeypis atgongd.      

Skráin fyri tiltakið er hendan:

Tina K Jakobsen, forkvinna í kvinnufelagnum, bjóða vælkomin

8. mars røða við Marnu Jacobsen "Góða Jóhanna"

Hanna Jensen syngur Edith Piaf.

Í Vestmanna skipa tey aftur fyri 8.mars haldi í ár í Miðhøll, tær eru nakað óskikkiligar í Vestmanna, tí har er 18 ára aldursmark. Tiltakið byrjar klokkan 20 og skráin sær soleiðis út:

Røðari: Sissal Kampmann

sangur og tónleikur: Jasmin og Vinjar

undirhald: Sóley & Katrin

vertir: Augusta og Gyðja

Hjartaliga vælkomin

*aldursmark 18 ár. Madam Blå tekur ímóti ítøkiligum stuðli   

-----------------

Í Fuglafirði verður eisini skipað fyri einum rættiliga ambitiøsum tiltaki sum er fyriskipað í samstarvi millum Fuglafjarðar Kommunu, Mentanarhúsið og Ribarhús. Ein av fyriskiparunum, Brynhild Næs Petersen skrivar soleiðis um tiltakið: 

Í sambandi við at tað í ár eru 100 ár síðani kvinnur í Føroyum fingu valrætt, nýta vit altjóða kvinnudagin høvi til at hyggja at støðuni hjá kvinnum í Føroyum. Fáa tær loyvi til at virka fult í ymsu kvinnuleiklutunum í dagsins samfelagi? Her varpa vit serliga ljós á støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum.

- In commemoration of the centennial of women’s right to vote in the Faroe Islands, we have chosen the International Women’s Day to look at the current situation for women in the Faroes. Are they able to participate actively in all the different roles women may take on today? We focus specifically on the situation for non-native women here. It will be possible to get a summary in English throughout the evening

 

Fyribils skrá:

- Preliminary programme:

 Kl. 19.30

Vælkomugóðbitar og mentanarleiðarin í Fuglafjarðar Kommunu, Rønn Eliasen, bjóðar vælkomin.

- Refreshments and welcome by Rønn Eliasen, Secretary of Cultural Affairs for Fuglafjørður municipality

Kl. 19.40

Eyð Matras sjónleikari – at møta tí ókenda

- Actor Eyð Matras: Meeting the unknown

Kl. 19.50

Runa Preeti Høgnesen, Ph.d. granskari innan tvørtjóðað hjúnarbond og kyn – framløga um viðurkenning

- Runa Preeti Høgnesen, Ph.D. in intercultural marriages and gender, a presentation on recognition

Kl. 20.20

Fióltónar við Moniku Stauss Joensen og Lív Hansen

- Monika Stauss Joensen og Lív Hansen, violin music

 

Kl. 20.25

Prime Højgaard úr Runavík/Filipsoyggjunum hugleiðir

- Musings by Prime Højgaard from Runavík, originally from the Philippines

 

 Kl. 20.35

Siri Tórgarð: Hvat kunnu tú og eg gera? Um inklusión í gerandisdegnum

Siri Tórgarð: What can we do as individuals / everyday inclusion

 

 Kl. 20.45

Orðið er frítt

- Open debate

 

Kl. 20.55

Fióltónar við Moniku Stauss og Lív Hansen

- Monika Stauss Joensen og Lív Hansen, violin music

 Kl. 21.00

Sambinding - eitt nýtt integratiónsátak í Runavík og Havn har tilflytarar og “innfødd” í Føroyum hittast. Sambinding er skipað í samstarvi millum Reyða Kross, stigtakarnar aftanfyri ”Hvussu kunnu vit hjálpa?” og Bókasavnið við Løkin og Býarbókasavnið í Havn. Umboð fyri Reyða Kross kemur at greiða frá, hvat Sambinding er.

- Intertwining - a new integration campaign in Runavík and Tórshavn for both newcomers and natives of the Faroes to get together. Intertwining is a collaborative effort between the libraries in Runavík and Tórshavn, Faroese Red Cross and “Hvussu kunnu vit hjálpa”. A representative from Faroese Red Cross will talk about the intertwining events

 Kl. 21.15

Marjun Lómaklett prestur hugleiður

- Musings by pastor Marjun Lómaklett

 Kl. 21.30

Kaffidussur, kaka og prát uppi á Ribarslofti. Øll eru vælkomin at verða verandi

- Refreshments and chats upstairs at Ribarhús. Everybody is welcome to stay on

 Ókeypis atgongd fyri bæði menn og kvinnur

- The event is free and open to men and women

Myndaframsýning - ”Grind í karry – mentanarligt ríkidømi”

Í sambandi við tiltakið verður myndaframsýningin ”Grind í karry – mentanarligt ríkidømi” at síggja í Gallerí Ribarhúsi. Ein áhugaverd framsýning um ymiskar tjóðskapir í Føroyum. Annie Heinesen og Pernille Heinesen skipaðu fyri framsýningini sum var víst fram á Mentanarnáttini 2015 í Havn. Amy & Edna hava tikið myndirnar. Framsýningin ”Grind í karry – mentanarligt ríkidømi” letur upp sunnudagin 6. mars kl. 15, tá Pernille og Annie greiða frá hugskotinum við myndaframsýningini. Kaffidussur verður at fáa. Framsýningin er annars eisini opin mánadag - mikudag, samtíðis sum Piddasahandil er opin, tvs frá kl. 15 - 17.30 og endar sostatt 9. mars, so henda forkunnuga framsýning er bert frammi í stutta tíð.

 

Whale Meat Curry - photo exhibition

Also at Gallery Ribarhus: The photo exhibition 'Grind í karry' (or ‘Whale Meat Curry’) is an exploration of the cultural diversity of the Faroe Islands. Annie Heinesen and Pernille Heinesen organized the exhibition which was first exhibited at the Torshavn Culture Night 2015 with Amy & Edna as photographers. It is finally open to the public again, this time at Gallery Ribarhus in Fuglafjordur. The exhibition will open Sunday 6 March at 3pm, where Pernille and Annie explain the idea behind the exhibition. The exhibition is also open from Monday 7 March until Wednesday 9 March from 3pm - 7.30pm, and of course at the International Women’s Day event in Gallery Ribarhus

 -----------------   .

Í Sirkus hevur Damudomi verið alla síðstu viku og í kvøld verður samrøða 07. marsDD16 Samrøðustova: “Kvinnur, Skomm & Málbrúk”. Minnist tú Monicu Lewinsky? Hvussu hennara privatlív gjørdist alheimstíðindi? Hevur tú kanska tosað um hana, eina líknandi støðu ella upplivað, at onnur hava tosað um teg?

Sum partur av Damudomi í Sirkus verður samrøðustova um ‘Kvinnur, skomm og málbrúk’ mánakvøldið 7. mars kl 20.
Dømini uppá, hvussu kvinnur (og aðrir samfelagsbólkar) verða útskammaðar og tagdar vekk, eru endaleys. Við samrøðustovuni verður ljós varpað á hesar trupulleikar, og hvørjar loysnir møguliga eru. Kvøldið bjóðar uppá framløgur við tveimum kvinnum, sum í lesnaði sínum hava arbeitt við krossøkinum millum kyn og mál, meðan áskoðararnir verða bjóðaðir at luttaka við teirra egnu hugsanum og royndum. Grundarlagið er einfalt: at óansæð hugburð, er tað umráðandi at tosa við hvønn annan um tingini.

-------------

Kvinnudagur á Sandoynni
Kross í kalendaran, Sandoyar kvinnur! Áttanda mars verður kvinnukvøld í Samljóð! Á skránni er millum annað ein ljósmóðir, sum fortelur um tað, kroppurin er førur fyri undir eini føðing, ein maður, sum fortelur um søguna hjá føroyskari binding, munnbitar við altjóða dámi, og so hava nakrar frískar kvinnur játtað at vera make-over-modellir! Sjálvandi er eisini skemt og sangur á skránni.
Atgongumerki á 100 kr verða at fáa í Á-handlinum í Skopun og á Effo á Sandi frá fríggjadegnum 4. mars. Avmarkað atgongd!

-------------

Týskvøldið klokkan 20, sum skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri 8. mars-haldi í bygdarskúlanum í Miðvági. Á skránni verður fyrilestur um kvinnur undir krígnum, har hugt verður at leiklutinum hjá kvinnum undir 2. heimsbardaga, bæði í Føroyum og í útheiminum. Á skránni verður felagssangur, prát og ein góður drekkamunnur. Eisini kemur sjálvur countrykongurin, Hallur Joensen & Co, at syngja. - Lagt er upp til eitt gott og hugnaligt kvøld. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Kvinnubólkinum í Vágum.

Hiðani av Listaportalinum ynski eg okkum øllum ein góðan og meiningsfullan kvinnudag. 

 

Carl Jóhan Jensen tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Innstillingarnar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru almannakunngjørdar, og tað er skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik, ið er føroyska uppskotið til virðislønina. Skaldsøgan snýr seg um íslendska skaldið og ævintýraran Benedikt Einarsson, sum tá bókin byrjar, er umborð á ferðaskipinum M/S Lyra á veg úr Bergen til Føroya. Hann situr í einum sólstóli á afturdekkinum, tá hann verður fyribeindur, og er sostatt í ferð við at doyggja, meðan hann sær tilveru sína fyri sær sum í dreymi. Lesarin fær innlit í tankarnar hjá doyggjandi skaldinum og frættir um ógvusligar upplivingar, hann hevur verið fyri í einum lívi, sum er merkt av rembingunum í Europa millum nítjandu og tjúgundu øld.

Á sama hátt sum í siðmenningarskaldsøgum verður dentur lagdur á ættarslag og uppruna, og fyrsti partur av skaldsøguni er ein lýsing av foreldrunum hjá Einari Benediktson og teirra samlívi. Bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild. Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari, og heitið á skaldsøguni stavar eisini frá eini yrking hjá Emily Dickinson.

Skaldsøgan Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik kom út á Sprotanum í 2014. Anna Mattsson hevur í sambandi við tilnevningina týtt bókina til svenskt.                       Hini londini hava nominerað:

 

Danmark

"Legacy" af Klaus Høeck

Digtsamling, Gyldendal, 2015

"Ming" af Bjørn Rasmussen

Digtsamling, Gyldendal, 2015

Det samiske sprogområde

"savkkuhan sávrri sániid" (Utrættelige ord) af Sara Margrethe Oskal

Digtsamling, Iđut AS, 2012

Finland

"Graniittimies" af Sirpa Kähkönen

Roman, Otava, 2014

"Maskrosgudens barn" af Sabine Forsblom

Roman, Schildts & Söderströms, 2015

Færøerne

"Eg síggi teg betur í myrkri – Forspæl til ein gleðileik" (Jag ser dig bedre i mørket - Indledning til et glædesspil) af Carl Jóhan Jensen

Roman, Sprotin, 2014

Grønland

"Zombiet Nunaat " (Zombieland) af Sørine Steenholdt

Novellesamling, Milik, 2015

Island

"Ástin ein taugahrúga: enginn dans við Ufsaklett" (Kærligheden – et nervevrag. Ingen dans ved Fiskeklippen) af Elísabet Kristín Jökulsdóttir

Digtsamling, Viti menn, 2014

"Þrír sneru aftur" (Tre mand vendte tilbage) af Guðbergur Bergsson

Roman, JPV, 2014

Norge

"De urolige" af Linn Ullmann

Roman, Forlaget Oktober, 2015

"Historie om et ekteskap" af Geir Gulliksen

Roman, Aschehoug, 2015

Sverige

"Sånger och formler" af Katarina Frostenson

Digtsamling, Wahlström & Widstrand, 2015

"I varje ögonblick är vi fortfarande vid liv" af Tom Malmquist

Roman, Natur och Kultur, 2015

Åland

"Mirakelvattnet" af Carina Karlsson

Roman, Schildts & Söderströms, 2015

Vinnarin fær 350.000 kr 1. november í DR Koncerthúsinum í Keypmannahavn