Kvinnurøddir
/Hjørdis Haack
Í dag, altjóða kvinnudagin hugsi eg um okkara listakvinnur, sum fjølga um føroysku listina. Vegarar sum Ruth Smith og Elinborg Lützen, sum fóru ein heilt annan veg enn tann, samfelagið væntaðu av teimum, men eisini tær núlivandi geva sítt áhugaverda íkast til føroyska list. Hyggið bara her:
Guðrið Poulsen
Alt er nýtt í nátt,
hugsaði eg og varnaðist,
at kaffið í koppinum var kalt.
Alt er einfaldar endurtøkur.
Einfaldir dreymar
hjá ótroyttiligum sálum,
sum leitaðu
mllum húsini,
millum menniskjuni,
og hjá tí vit kenna.
Endurtøkur. (Vakni)
Endurtøkur,
eins og ljóðið frá havinum,
tá tað nátt og dag
brýtur móti klettunum.
Eins og flóð og fjøra, virði, siðir,
kvinnur, menn,
árstíðir, orð.
Klingrur.
Einfaldar klingrur.
So sára einklar og líkatil.
Alt er so nær í nátt, kendi eg á húðini,
sum prikaði og brendi bláhvít,
tá kalda náttarluftin kom inn gjøgnum
tey altíð opnu vindeyguni.
NÆR.
Tók um meg.
Tók alt,
sum stóð uttanfyri
við inn.
Innarligt. Innarliga. Innanfyri.
Innast. Innast inni. Inni. Inn at.
Inn um.
Inn.
Droparnir dryppa úr krananum.
Kaffið í koppinum er kalt.
Eg reisi meg.
Telji eitt fet, tvey fet, trý fet
í reyðum skóm.
Stoyti kaffið í vaskið.
Geri nýtt.
(s.55-56 í Endurtøkur hjá Sissal Kampmann)
Elin J.Smith
Randi Samsonsen
tú orkar ikki at halda stev við knøttin
umferðirnar eru uttan vit og skil
so heldur sveima runt sum eitt liðaleyst dýr
spæla pikk við stjørnurnar
lata køldu kvíslarnar nema teg
stinga teg so tú bløðir
uttan at varnast sviðan
skýggini vagga tær
ringja seg um teg
fast og inniliga
tú letur teg drukna í teimum
krógvar teg fyri flennandi myrkrinum
tí lokkandi ókenda
freistandi ótrygga
grammliga sleikja tey blóðið av kroppinum
hálsi og bringu
búki og kyni
øllum tí sum tú eisini ert
sum ímyndar teg
síðani letur tú teg blaka
út í ævinleikans ódeyðiligu ringrás
tú vilt ikki hyggja teg aftur um bak
álíkavæl sært tú hvussu alt tað blúgva
skelvandi hvíta
og reina og skæra
hevur fingið ein farra
av blóðugari njóting
sum ein nýliga brostin
moydómshinna
(RINGRÁS s.62 og 63 í MESSA FYRI EINUM FILMI hjá Katrini Ottarsdóttir)
Annika Gregoriussen
Í skýmingini
Angi av mold
í náttkendum vindi
sovandi gras
við áarløk
- var alt ið hendi.
Enn rodnaði rósan
um fjallatind,
tú niðan fjaldi tess fót.
Nú tagnar alt lív,
tað líður móti nátt,
og frið skal eiga hvørt kykt.
Enn glógvar eitt hyljareyga
eitt bil,
so blundar tað við.
Náttin er tøgn.
Hon dvølir í veldi
og ber sín longsul í loynd.
(s.30 í Lýtt eftir Guðrið Helmsdal)
Barbara í Gongini
Hansina Iversen
Silja Strøm
Rannvá Kunoy
Vaknaði,
sum so ofta fyrr
á miðjari nátt.
Mánin stóð rundur
høgruvert vindeygað.
Sendi mánagøtu
inn á alt tað hvíta.
Lá miðskeiðis í henni,
eins og hina náttina,
eg koyrdi út úr heimsins minsta stórbýi,
ið segði mær løgnast søgurnar.
Rótatjóvurin situr á mánanum.
Hendurnar bakbundnar
um einasta træið
á ósløttu, turru fløtuni.
Eyguni stara út í fjarstøðuna,
sum skilir hann frá samanhaldinum.
Út í myrkrið,
blettað við smáum stjørnubørnum
eisini til gongu.
Mettað av skilnaði.
Skilnaðurin,
hann var altíð hin harðasti.
Eins kaldu og keturnar
úm føturnar á honum.
Hoyr tær glinta, tá hann flytir teir.
Eins og klokkur tær ringja,
tá tær skava grótið.
Stál nertur grót.
Bíða eftir at verða loystar...
s.68 í 4D eftir Sissal Kampmann
Rakel Helmsdal
Anna Kathrina Højgaard