KVINNUDAGUR
/Altjóða kvinnudagur er týsdagin 8.mars og verður hildin ymsastaðni kring landið. Kvinnufelagið skipar fyri almennum tiltaki í kaféini í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 18.30. Luttakarar eru Marna Jacobsen, nýggja forkvinnan í Demokratia, sum fer at halda røðu, og Hanna Jensen, tingkvinna, sum fer at syngja sangir hjá Edith Piaf. Ókeypis atgongd.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
Tina K Jakobsen, forkvinna í kvinnufelagnum, bjóða vælkomin
8. mars røða við Marnu Jacobsen "Góða Jóhanna"
Hanna Jensen syngur Edith Piaf.
Í Vestmanna skipa tey aftur fyri 8.mars haldi í ár í Miðhøll, tær eru nakað óskikkiligar í Vestmanna, tí har er 18 ára aldursmark. Tiltakið byrjar klokkan 20 og skráin sær soleiðis út:
Røðari: Sissal Kampmann
sangur og tónleikur: Jasmin og Vinjar
undirhald: Sóley & Katrin
vertir: Augusta og Gyðja
Hjartaliga vælkomin
*aldursmark 18 ár. Madam Blå tekur ímóti ítøkiligum stuðli
-----------------
Í Fuglafirði verður eisini skipað fyri einum rættiliga ambitiøsum tiltaki sum er fyriskipað í samstarvi millum Fuglafjarðar Kommunu, Mentanarhúsið og Ribarhús. Ein av fyriskiparunum, Brynhild Næs Petersen skrivar soleiðis um tiltakið:
Í sambandi við at tað í ár eru 100 ár síðani kvinnur í Føroyum fingu valrætt, nýta vit altjóða kvinnudagin høvi til at hyggja at støðuni hjá kvinnum í Føroyum. Fáa tær loyvi til at virka fult í ymsu kvinnuleiklutunum í dagsins samfelagi? Her varpa vit serliga ljós á støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum.
- In commemoration of the centennial of women’s right to vote in the Faroe Islands, we have chosen the International Women’s Day to look at the current situation for women in the Faroes. Are they able to participate actively in all the different roles women may take on today? We focus specifically on the situation for non-native women here. It will be possible to get a summary in English throughout the evening
Fyribils skrá:
- Preliminary programme:
Kl. 19.30
Vælkomugóðbitar og mentanarleiðarin í Fuglafjarðar Kommunu, Rønn Eliasen, bjóðar vælkomin.
- Refreshments and welcome by Rønn Eliasen, Secretary of Cultural Affairs for Fuglafjørður municipality
Kl. 19.40
Eyð Matras sjónleikari – at møta tí ókenda
- Actor Eyð Matras: Meeting the unknown
Kl. 19.50
Runa Preeti Høgnesen, Ph.d. granskari innan tvørtjóðað hjúnarbond og kyn – framløga um viðurkenning
- Runa Preeti Høgnesen, Ph.D. in intercultural marriages and gender, a presentation on recognition
Kl. 20.20
Fióltónar við Moniku Stauss Joensen og Lív Hansen
- Monika Stauss Joensen og Lív Hansen, violin music
Kl. 20.25
Prime Højgaard úr Runavík/Filipsoyggjunum hugleiðir
- Musings by Prime Højgaard from Runavík, originally from the Philippines
Kl. 20.35
Siri Tórgarð: Hvat kunnu tú og eg gera? Um inklusión í gerandisdegnum
Siri Tórgarð: What can we do as individuals / everyday inclusion
Kl. 20.45
Orðið er frítt
- Open debate
Kl. 20.55
Fióltónar við Moniku Stauss og Lív Hansen
- Monika Stauss Joensen og Lív Hansen, violin music
Kl. 21.00
Sambinding - eitt nýtt integratiónsátak í Runavík og Havn har tilflytarar og “innfødd” í Føroyum hittast. Sambinding er skipað í samstarvi millum Reyða Kross, stigtakarnar aftanfyri ”Hvussu kunnu vit hjálpa?” og Bókasavnið við Løkin og Býarbókasavnið í Havn. Umboð fyri Reyða Kross kemur at greiða frá, hvat Sambinding er.
- Intertwining - a new integration campaign in Runavík and Tórshavn for both newcomers and natives of the Faroes to get together. Intertwining is a collaborative effort between the libraries in Runavík and Tórshavn, Faroese Red Cross and “Hvussu kunnu vit hjálpa”. A representative from Faroese Red Cross will talk about the intertwining events
Kl. 21.15
Marjun Lómaklett prestur hugleiður
- Musings by pastor Marjun Lómaklett
Kl. 21.30
Kaffidussur, kaka og prát uppi á Ribarslofti. Øll eru vælkomin at verða verandi
- Refreshments and chats upstairs at Ribarhús. Everybody is welcome to stay on
Ókeypis atgongd fyri bæði menn og kvinnur
- The event is free and open to men and women
Myndaframsýning - ”Grind í karry – mentanarligt ríkidømi”
Í sambandi við tiltakið verður myndaframsýningin ”Grind í karry – mentanarligt ríkidømi” at síggja í Gallerí Ribarhúsi. Ein áhugaverd framsýning um ymiskar tjóðskapir í Føroyum. Annie Heinesen og Pernille Heinesen skipaðu fyri framsýningini sum var víst fram á Mentanarnáttini 2015 í Havn. Amy & Edna hava tikið myndirnar. Framsýningin ”Grind í karry – mentanarligt ríkidømi” letur upp sunnudagin 6. mars kl. 15, tá Pernille og Annie greiða frá hugskotinum við myndaframsýningini. Kaffidussur verður at fáa. Framsýningin er annars eisini opin mánadag - mikudag, samtíðis sum Piddasahandil er opin, tvs frá kl. 15 - 17.30 og endar sostatt 9. mars, so henda forkunnuga framsýning er bert frammi í stutta tíð.
Whale Meat Curry - photo exhibition
Also at Gallery Ribarhus: The photo exhibition 'Grind í karry' (or ‘Whale Meat Curry’) is an exploration of the cultural diversity of the Faroe Islands. Annie Heinesen and Pernille Heinesen organized the exhibition which was first exhibited at the Torshavn Culture Night 2015 with Amy & Edna as photographers. It is finally open to the public again, this time at Gallery Ribarhus in Fuglafjordur. The exhibition will open Sunday 6 March at 3pm, where Pernille and Annie explain the idea behind the exhibition. The exhibition is also open from Monday 7 March until Wednesday 9 March from 3pm - 7.30pm, and of course at the International Women’s Day event in Gallery Ribarhus
----------------- .
Í Sirkus hevur Damudomi verið alla síðstu viku og í kvøld verður samrøða 07. mars: DD16 Samrøðustova: “Kvinnur, Skomm & Málbrúk”. Minnist tú Monicu Lewinsky? Hvussu hennara privatlív gjørdist alheimstíðindi? Hevur tú kanska tosað um hana, eina líknandi støðu ella upplivað, at onnur hava tosað um teg?
Sum partur av Damudomi í Sirkus verður samrøðustova um ‘Kvinnur, skomm og málbrúk’ mánakvøldið 7. mars kl 20.
Dømini uppá, hvussu kvinnur (og aðrir samfelagsbólkar) verða útskammaðar og tagdar vekk, eru endaleys. Við samrøðustovuni verður ljós varpað á hesar trupulleikar, og hvørjar loysnir møguliga eru. Kvøldið bjóðar uppá framløgur við tveimum kvinnum, sum í lesnaði sínum hava arbeitt við krossøkinum millum kyn og mál, meðan áskoðararnir verða bjóðaðir at luttaka við teirra egnu hugsanum og royndum. Grundarlagið er einfalt: at óansæð hugburð, er tað umráðandi at tosa við hvønn annan um tingini.
-------------
Kvinnudagur á Sandoynni
Kross í kalendaran, Sandoyar kvinnur! Áttanda mars verður kvinnukvøld í Samljóð! Á skránni er millum annað ein ljósmóðir, sum fortelur um tað, kroppurin er førur fyri undir eini føðing, ein maður, sum fortelur um søguna hjá føroyskari binding, munnbitar við altjóða dámi, og so hava nakrar frískar kvinnur játtað at vera make-over-modellir! Sjálvandi er eisini skemt og sangur á skránni.
Atgongumerki á 100 kr verða at fáa í Á-handlinum í Skopun og á Effo á Sandi frá fríggjadegnum 4. mars. Avmarkað atgongd!
-------------
Týskvøldið klokkan 20, sum skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri 8. mars-haldi í bygdarskúlanum í Miðvági. Á skránni verður fyrilestur um kvinnur undir krígnum, har hugt verður at leiklutinum hjá kvinnum undir 2. heimsbardaga, bæði í Føroyum og í útheiminum. Á skránni verður felagssangur, prát og ein góður drekkamunnur. Eisini kemur sjálvur countrykongurin, Hallur Joensen & Co, at syngja. - Lagt er upp til eitt gott og hugnaligt kvøld. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Kvinnubólkinum í Vágum.
Hiðani av Listaportalinum ynski eg okkum øllum ein góðan og meiningsfullan kvinnudag.