Ein listamaður, sum dugdi at tekna

Jeg kunne tegne! Hetta ásannar danski listamaðurin, Palle Nielsen (1920-2000) og heldur fram: “Jeg kunne tegne fanden et øre af” í hesum fína portrettfilminum hjá Jytte Rex, sum er viðfestur niðast. Og rætt hevur hann, Palle Nielsen, grafikarin yvir allar grafikarar. Myndarøðin Orfeus og Eurydike hongur á Læraraskúlanum, og hevur verið framsýnd í Steinprent. Mytologiskt klingandi heitið kann tykjast ørkymlandi, tí hesar myndirnar eru greidliga modernaðar og sosialar bæði í stíli og innihaldi, tær ganga m.a. fyri seg í einum  modernaðum stórbýarrúmi. Á einari mynd sæst eitt monumentalt bygningsverk í miðjuni av einum størri rundum bygningi, sum vit hóma í bakgrundini. Frá hesum bygningi síggja vit einstaklingar ganga fram á sama hátt sum tey í blinda liðnum hjá Matras, hvør sína leið úr myndarúminum, út móti áskoðaranum: "Eingi hóma miðið, fram bert ganga...". Klassiskir bygningar hava ofta eitthvørt avklárað, stórbært ella beinleiðis guddomiligt brá, men soleiðis er ikki við hesum bygingi, tó at hann í grundini er borin upi av súlum eins og rómverskir og grikskir tempulbygningar. Orsakað av perspektivinum, sum er sera lágt, fær bygningurin eitt næstan hóttandi úttrykk sum hann hevjar seg mót himni, eins og káplarnir, sum ganga út frá bygninginum, sýnast strekkja seg út móti áskoðaranum sum eiturkoppanót. Palle Nielsen sker ein heim í linoleum, sum við sínum strikum, prikkum og mynstrum er dekorativur og vakur, samstundis sum hann tykist marrukendur, paranoidur og dystopiskur. Hann sýnist eisini deprimerandi aktuellur bæði lokalt og globalt. Nógva staðni í heiminum er kríggj og ótrygg viðurskifti, eins og bæði einsemi og sosialur ójavni eru áleikandi trupulleikar í dagsins samfelag.

https://youtu.be/DQdSsjU17fM