1864 - hugtiknir ummælarar og nakrar atfinningar

Í kvøld varð fyrstu partur av stóru donsku sjónvarpsrøðini 1864 sendur á DR1. Røðin, ið longu hevur elvt til nógv kjak millum bæði søgufólk og politikarar, er alment fíggjað, og útreiðslurnar fevna um tilsamans 173 mió krónur. Røðin snýr seg um slagið við Dybbøl á sinni, tá Danmark misti  Slesvig, Holsten og Lauenborg. Ole Bornedal hevur skrivað og leikstjórnað filmin, sum er stórsligin og flottur við blátónaðu myndunum, sum eru inn í løtuni. Og fleiri ummælarar eru hugtiknir, m.a. Henrik Palle, sum í Politiken letur fyrsta partinum fimm hjørtu, tað sama ger Niels Lind Larsen í BT. Henrik Queitch er ørkymlaður um nútíðarsøguna, sum verður brúkt sum ramma í filminum, tí hann heldur hana vera ov pedagogiska. Og tað kann vera, at søgan um Claudiu, sum er langt úti og møtir einum baróni og finnur dagbókina hjá Inger, sum livdi í 19.øld, kennist eitt sindur konstruerað, men hinvegin er hetta ein inngongd, sum í sær sjálvum ger vart við tey mongu konstrueraðu løgini, sum finnast í millum okkum og søguna. Fyri ein føroying er tað í hvussu er áhugavert at síggja hvussu donsk nationalisma verður handfarin í 2014 - 150 ár eftir Dybbøl, nú Danmark er vorðið eitt land sum í heilum tekur lut í kríggjum kring heimin. Tí fari eg at hyggja eftir næsta parti av 1864 og tí gleði eg meg til Deadline í kvøld klokkan 21.30, sum snýr seg um nýggju røðina. Leikstjórin Ole Bornedal er fyrsti gestur í sjónvarpsstovuni og síðan verður tosað við Rasmus Glenthøj, søgufrøðing, Onnu Libak, journalist og Piu Kjærsgaard politikara.

Melda tín film til Filmskvøldið 2014

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldið hóskvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.


Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2014.

 

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

 

Freistin at melda filmin til Filmkvøldið 2014 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi:

 

{1)   Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.

{2)   Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m. Handilsligir filmar, ella filmar av øðrum slagi, sum innihalda handilsligar tilsipingar, verða ikki góðtiknir í kappingini um Geytan.

3)   Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.

4) Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2013.

5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen.

 Geytavirðislønina á 25.000 krónur letur Norðurlandahúsið saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur verður latin av Tórshavnar Kommunu, og her er tað møtti áskoðarin, ið sleppur av velja sín yndisfilm. 

Tómligt konsept - fullgott prát

Eg helt, at konseptið í nýggju samrøðusendingini Sjá ljóðaði eitt sindur tómligt; ein sending, ið heilt einfalt er miðsavnað kring menniskju. Søgan verður funnin í persónunum, sum taka lut í sendingini. – Geisp, hugsaði eg við mær sjálvari, hava tey funnið uppá eina snakkisending aftrat. Men eg havi nú hugt eftir sendingini, og sjálvt um eg bleiv bilsin av teirri heldur óvæntaðu blandingini millum mentanarligu vinklingina í valinum av luttakarum og so prátið, sum fyri tær báðar kvinnurnar hevði sálarfrøðilig perspektiv, meðan samrøðan við mannin ikki var eins persónlig. Sendingin stendur seg væl, ikki minst orsakað av, at fyriskiparin Heini í Skorini er ein intelligentur samrøðufelagi, og at hann hevur funnið nøkur áhugaverd fólk at tosa við. Í fyrstu sendingini eru gestirnir Pól Hansen, Jensina Olsen og Eva Maria Brynhildardóttir. Samrøðurnar eru rættiliga intensar, talan er um nærmyndir av einstaklingum og tað riggar væl, men tað kennist løgið og eitt sindur nyttuleyst, at fólkini verða sitandi í studionum, tá tey eru liðug at práta, og kanska fæst ikki so nógv burtur úr felagsskapinum. Allíkavæl haldi eg hesa fyrstu Sjá-sendingina vera so mikið áhugaverda, at eg heilt vist fari at síggja ta næstu. 

Sjá verður send í Kringvarpi Føroya klokkan 20.00 í kvøld. 

http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/10/12/sja

Ein føroyskur Sarastro

Rúni Brattaferg sum Gremin Fúrsti. Foto: Carola Hoelting

Tá Opera Leipzig í kvøld framførir Gandafloytuna hjá Mozart, verður tað við einum føroyskum Sarastro. Rúni Brattaberg hevur áhugaverda, fleirtýdda leiklutin sum tempulharrin, ið er stýrandi og sum kanska umboðar eitt slag av upplýstum einaveldi. Leikluturin er týdningarmikil, øll søgugongdin tekur støði í hansara gerðum, hann verður í fyrstani kanska fataður sum tyran, tí hann tekur Paminu burtur frá hennara umhvørvi. Men í ævintýrkenda operauniversinum er hann ikki nakað bølmenni, hann er staddur á teirri ljósu síðuni og hevur fleiri vakrar, mildar ariir í operuni, m.a. hesa, sum Kurt Moll framførir. Framførslan í kvøld er hin fyrsta hjá Rúna Brattaberg í leiklutinum í Leipzig, men hann hevur sungið Sarastro áður í Nationaltheater Mannheim og í Opera Lausanne

 

http://www.youtube.com/watch?v=Ffs4KdxkoBM

 

In diesen heil¹gen Hallen 

In diesen heil'gen Hallen             Within these hallowed halls

Kennt man die Rache nicht.            One knows not  revenge.

Und ist ein Mensch gefallen,          And should a person have fallen,

Führt Liebe ihn zur Pflicht.          Love will guide him to duty.

Dann wandelt er an Freundes Hand      Then wanders he on the hand of a friend

Vergnügt und froh ins bess're Land.   Cheerful and happy into a better land.

 

In diesen heil'gen Mauern,            Within these hallowed walls,

Wo Mensch den Menschen liebt,         Where  human loves the human,

Kann kein Verräter lauern,            No traitor can lurk,

Weil man dem Feind vergibt.           Because one forgives the enemy.

Wen solche Lehren nicht erfreun,      Whomever these lessons do not please,

Verdient nicht ein Mensch zu sein.    Deserves not to be a human being.

Listakjak um Richard Prince

Ein framsýning hjá kenda listamanninum Richard Prince hevur fingið listaumhvørvið í New York upp at flákra í ósemju um hvørt hugskotið við framsýningini er genialt ella ússaligt.

Tað snýr seg um instagram myndir hjá ymiskum fólkum, sum listamaðurin hevur latið prentað á lørift og hongt upp í Gagosian, Klaus Biesenbach, sum er leiðandi kurator í MoMA heldur, at myndirnar eru onkursvegna imponerandi, men ivast í hvussu haldgott hetta er sum list. Ummælarin Jerry Saltz heldur, at myndirnar umboða eitt slag av internethatri. Lesið ummælið her:

http://www.vulture.com/2014/09/richard-prince-instagram-pervert-troll-genius.html

Bjørn Nørgaard sýnir fram í Beijing

Danski listamaðurin Bjørn Nørgaard er í løtuni í Kina, í Beijing, har hann skal hava eina stóra retrospektiva framsýning við heitinum “Re-modeling the world”, ið eisini var heitið á framsýningini, sum hann hevði á Statens Museum for Kunst. Tað er danska mentamálaráðið, sum skipar fyri framsýningini í samstarvi við SMK, listamannin og donsku ambassaduna í Beijing. Danski mentamálaráðharrin, Marianne Jelved sigur um framsýningina: “- Udstillingen med Bjørn Nørgaard i Beijing fortæller en vigtig historie om dansk-kinesisk kultursamarbejde. Nørgaard var en af de første danske kunstnere, der begyndte at arbejde i Kina. Det er mere end 10 år siden nu. I mellemtiden er han blevet gæsteprofessor på CAFA i Beijing, hvor hans værker nu præsenteres i en stort anlagt udstilling, som jeg ser meget frem til at åbne 24. oktober. Udstillingen er samtidig en del af den danske kultursatsning i Kina, der i de næste 10 måneder vil bane vej for nye samarbejdsrelationer mellem danske og kinesiske kunstnere og kulturinstitutioner - samt give et stort kinesisk publikum mulighed for at udforske dansk kunst og kultur på egen hånd.” Framsýningin letur upp 24.oktober. og letur aftur 28.november. Tá listamaðurin kemur heim aftur, verður hann við á framsýningini “Grafisk Sambond”, sum Steinprent skipar fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið, Vejle Kunstmuseum og Kastrupgaard, sum eg fari at greiða frá seinni.

BJØRN NØRGAARD Re-modelling the World – again again again  
CAFAM, Central Academy of Fine Art Museum, Beijing

24. oktober-28. november 2014

Mentanarkafé í útvarpinum í dag

Hósdagin 9. oktober kl. 17.00-18.00

Mentanarkafé úr Norðurlandahúsinum, har Kringvarpið sendir beinleiðis útvarp. Lagt verður upp til eina tíma við aktuellum og hugvekjandi tosi, tónum og tonkum. Gestir eru Margretha Næs, sum júst hevur fingið M.A. Jacobsen virðisløn og Christina Elisabeth Mørkøre, sum hevur sungið í nógvum sangleikum uttanlands, og hon fer at framføra ein sang eisini. Grønlendski bólkurin Small Time Giants framførir og kjakast verður um mentanarmiðling

Mentanarsosialurin kemur fríggjadagin

Fríggjadagin 10.oktober er Mentan aftur í Sosialinum. Hesa ferð við eini fantastiskari flottari plakat eftir Una Árting, eini inspirerandi grein eftir Silju Strøm um listaheimin í Skotlandi. Les tríggjar áhugaverdar samrøður við ávikavíst Jóanes Nielsen, Annfinn Heinesen og Jóhan Martin Christiansen. Í Mentan er eisini ein spennandi grein um evropeiskar ímyndir og sjálvsmynd okkara. Meinhard Jensen hugleiðir um Hermann Jacobsen og Kyndavalsin. Harumframt eru bókaummæli og ein greining av, hvussu E-bókin fer at ávirka bókabransjuna. Sjálvandi er barnamentanarsíðan aftur í blaðnum. Og hesu ferð bjóða vit eisini lesaranum til listakviss, so vit kunnu bergtaka okkara næstu við vitan um list.

Mentanarkvabbabbilsir á veg móti ævinleikanum

 

Í bókapráti í útvarpinum í morgun viðmældi ein bókavørður ymsar bøkur á Býarbókasavninum, sum hon eftir øllum at døma ikki hevði lisið meginpartin av. Eg ivist ikki í, at hesin bókavørðurin lesur nógv, hon nevndi okkurt av tí síðst í sendingini, sum hon hevði lisið, men allíkavæl fekk hesin bókatátturin, har tíndaskriv verða siterað og googlaðar upplýsingar av hvat onnur halda um ymiskar bøkur verða nevndir, meg at hugsa um hetta ikki er okkurt serligt fyri mentanarmiðling í okkara tíð, at mentanarmiðlingin í rættiliga stóran mun er merkt av grunnskygni og vantandi innliti, sum í síðsta enda man koma av vantandi virðing av mentanartilfari í samfelagnum. Mentanarmiðlingin í Føroyum er annars vaksandi í løtuni, helst orsakað av einum ætlandi vaksandi fólksligum áhuga. Fríggjadagin kemur Sosialurin til dømis við sínum mentanarblaði og sama fríggjadag er Dimmalætting aftur á gøtuni við tveimum síðum, sum hvørja viku verða settar av til mentan. Hetta er í sær sjálvum ein uppraðfesting av mentanartilfari, ið tykist positiv. Eftirhondini er ikki býur, bygd ella lokaløki heldur, sum ikki hava mentanardagar á skránni, har skipað verður fyri framsýningum, útferðum, føroyskum dansi, fólkafundum, fyrilestrum, kvøldsetu, gaman og álvara, filmsýningum, brøgdum, matsølu, tivoli og tombola, andaligum fundum og guðstænastum, barnatiltøkum, poppkonsertum og øllum møguligum øðrum, sum rúmast undir tí sera breiða mentanarhugtakinum. Í útvarpinum er mentanarsendingin In mente ella mentanarcafé eina ferð um vikuna og harumframt  diska tey eisini upp í sjónvarpinum við mentanarsendingini Grind 3.hvørja viku. Nú kunnu vit tískil ikki longur finnast at vantandi mentanaráhuga nøgdarliga sæð í føroyskum miðlum. Spurningurin er so bara hvussu tað stendur til við dygdini og dýpdini í teimum ymisku mentanartiltøkunum og í mentanarmiðling og fatan.

 

Vit hava meira frítíð í dag enn nakrantíð og tey flestu, sum eg kenni, hava ikki tíð til alt møguligt, sum tey kundu havt hug til. – “Nei, mann kann ikki alt” siga vit og nikka yvir á hvørja aðra í Keypsamtøkuni, áðrenn vit skunda okkum til hús at tendra fyri Facebook og Huffington Post og Ekstrabladet og BT ella portalinum og øllum teimum týdningarmiklu tíðindunum um elskulig djór og fólk, sum hava verið ordiliga fitt og hetjulig beint áðrenn tey doyðu ella um spennandi hendingar, sum “will make our skin crawl”. Alt hetta tilfarið hevur tað til felags, at tað tekur ómetaliga stutta tíð at sodna, upp til 10 sekund, men tíggju ferðir tíggju gevur hundrað og soleiðis rennur tíðin sum streymur í á. Ekstrabladet liggur á deyðastrá sum pappírsblað, men um vit telja internetklikk, er blaðið ein sannur mastodontur í kongaríkinum. Sum eg segði við næmingarnar í gjár: Sjálvt EG lesi idiotiskar greinar í Ekstrabladet.dk (men eg posti teir væl at merkja ongantíð á FB, tað geri eg heldur við greinar í Information, The Guardian, Artforum og tílíkt).

 

Eg eri ikki tann, sum máli fanan á veggin orsakað av mentanarbroytingum. Eg lærdi meg sjálv at lesa í einum donskum Anders And blaði í hálvfjersunum. Eg hugsi, at tað gongur bara væl við lesingini, og at støðan við móðirmálinum er nógv batnað síðani. Og so leingi sum vit tosa saman, eri eg ikki ørkymlað fyri málinum hjá soninum, sjálvt um hann dugir bæði danskt og enskt sjey ára gamal og eg eri heldur ikki ørkymlað í mun til telduspølini, sum hann spælir og sum hann lærir nógv av (sjálvt um eg sjálvandi haldi tað vera upplagt at lagt føroyska talu á nøkur av teimum best dámdu spælunum í ein vissan fart – hey, kundi hetta ikki verið uppløgd mentanaríløga hjá teimum nýslignu makrel- og alimilliarderunum, nåh ikki?).

 

Nei, tað sum ørkymlar meg mest er vit vaksnu og okkara vantandi áhuga fyri intellektuellari áherðslu og hugdýping. Vit googla í staðin fyri at uppliva, vit facebooka í staðin fyri at samskifta, vit smápráta í staðin fyri at ummæla, vit mentanarsnikksnakka í staðin fyri at viðgera, mentan er undirhald, vit rósa í staðin fyri at kritisera, vit royna at skáka okkum undan bókmentaligum torleika og vit tora væl at viðganga, at vit ikki fata list - tað er ikki so farligt og vit vitna um vánaligar matvanar. Okkara børn og ungu kopiera okkum í øllum sum vit gera, eisini tað andaliga dølsknið verður skrásett av unga ættarliðnum, sum sæð burtur frá nøkrum einstøkum originalum outsidarum, raðfestir kropp og tað materiella nokkso ovarlaga. Tíðin her á foldum tykist kanska meira dýrabær enn nakrantíð hjá okkum priviligeraðu, sum royna at leingja um livitíðina við at konservera okkum likamið sum frægast við heilsugóðum kosti, grønmeti og proteinum. Royking og feitt er fyri tey undirpriviligeraðu og tey skítbýttu, meðan vit skilabetru, sum ikki ætla okkum nakra æðrakálking i úrtíð, renna okkum ein frískligan túr í heilum. ja, ævinleikin er nakað væl minni populerur í dag enn hann var á døgum Kingo, tá hann í 17.øld yrkti sálmin Keed af verden, kier ad himmelen, ið staðfesti, at alt okkara stríð á foldum er grundað í fáfongd. Jarðarlívið kunnu vit ikki líta á, heldur Kingo, tá hann skrivar: Hvad er mine Aar, / Som smugende svinder og snigende gaar? / Hvad er min Bekymring? mit Tankefuld Sind? / Min Sorrig? min Glæde? mit Hovedis Spind? / Hvad er mit Arbeyde? min Møye? min Sved? / Forfængelighed, / Forfængelighed. Sjálvt um nógvir føroyingar eru trúgvandi, tykist álitið á ævinleikans paradís ikki forða teimum í einari ávísari materiellari akkumulering her á foldum, vit økja um okkara ogn og venja okkara kropp næstan sum vit ætla at hava bæði ogn og kropp við okkum inn í deyðsríkið. Eg haldi, at vit í størri mun eiga at venja okkara sinn og miðsavna okkum um tað mentala og um felagsskap við øðrum menniskjum. Í okkara tíð eri eg vís í, at tørvurin á mentalum førleikum er stórur. Tað er líka við, at tørvur kenst á at toga Nietzsche gamla fram aftur og hansara útsøgn um, at heimurin er djúpari enn dagurin hugsaði, tí tað er hann, og listin er ríkari, men bert um vit virða hana og gera okkum stóran ómak, tá vit viðgera hana. 

Matisse á MoMA

Tað hevði kanska ikki verið so galin heystferiuætlan, at farið ein svipp á MoMA... Ein framsýning við pappírsklippum hjá franska listamanninum Henri Matisse letur upp 12.oktober í Museum of Modern Art í New York. Framsýningin "Henri Matisse: The Cut-Outs" (Oct. 12, 2014-Feb. 8, 2015) er gjørd við støði í eini roynd at konservera høvuðsverkið Svimjihylurin frá 1952 og í summar var hon at síggja í Tate í London, har heili 560.000 vitjandi sóu hana.

Bókakafé á Býarbókasavninum við Lisbeth Nebelong

Fyrsta bókakaféin í heyst verður mánakvøldið 6. oktober kl. 19.30

Rithøvundurin Lisbeth Nebelong fer at tosa við Helenu Dam á Neystabø um skaldskap sín.

Lisbeth Nebelong hevur skrivað væl umtóktu Føroyatrilogiina, sum byrjaði við Når engle spiller Mozart (2003) og helt fram í Færøblues (2008). Í ár kom seinasta bókin í røðini: Møde i mol.

Mánakvøldið fer Lisbeth Nebelong at lesa upp úr Møde i mol og svara spurningum frá áhoyrarunum.

DRESS - Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti - upplating

Í gjár læt upp framsýningin DRESS í Steinprenti. Her eru nakrar myndir frá upplatingini.

FOTO: Steinprent, John Dalsgarð og Kinna Poulsen. 

DSC_0008.jpg

Arnold Vegghamar í Galerie Focus

Fríggjadagin 10. oktober kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Arnold Vegghamar upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Á framsýningini í Galerie Focus eru 33 málningar, teir flestu eru málaðir í 2013 og 2014. Málningarnir eru at síggja á www.galeriefocus.com

Í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjaldsom styrki, listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri.

Arnold Vegghamar málar náttúruna har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar - tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Heimsmyndin sær annarleiðis út enn vit sansa - listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu heimsmynd bygd á vilja og skapanarmegi.

Munur á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málningarnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.

 

Fernisering og konsert í Vektarbúðini

Fernisering við Jón Sonna Jensen og konsert við Benjamin Petersen

í Vektarbúðini í Vestmanna sunnudagin 5. oktober 2014, kl. 16.00

Norðstreymoyar Heimavirkisfelag skipar fyri fyrstu listaframsýningini í søgu felagsins. Tá felagið varð stovnað í summar, var eitt av endamálunum at stuðla undir mentanarlig tiltøk í gamla handlinum hjá Niels hjá John. Felagið vil byrja við ungum listaspírum úr Norðstreymoy, og heiðurin sum fyrsta listarfólk at sýna fram fær Jón Sonni Jensen. Somuleiðis fáa vestmenningar loksins høvi at hoyra Benjamin Petersen í heimbygdini.

Jón Sonni Jensen hevur lisið BA Fine Art á Norwich University College of the Arts í Onglandi.

Jón Sonni viðger menniskjakroppin sum evni. Hansara avmyndan av mannakroppinum tekur støði í altjóða læknavísind og mikrolívfrøði. Í hesum sambandi leggur hann serligan dent á ymisk ástøði og framgongdir innan læknavísindaligari tøkni. Tøkni, sum alsamt tykist at broyta, hvussu menniskjan verður ímyndað og hvussu vitanin um samleika hennara broytist í heilum.

Jón Sonni arbeiðir í høvuðsheitum við skulptur, tekningum og talgildari list.

Umframt myndlist sína tekst Jón Sonni eisini við at myndprýða barnabøkur, plátuhúsar, grafiskari- og innandura sniðgeving.

Benjamin Petersen er yrkistónleikari. Bæði sum sangari og gittarleikari í egnum bólki og sum tónleikari hjá eitt nú Hanusi G. Johansen, Teiti og Eivør hevur Benjamin víst seg sum eitt heilt serligt talent.

Benjamin er eisini tónleikaframleiðari og hevur framleitt tónleik fyri eitt nú Petur Pólson, Guðrun og Bartal, Gipsy Train, The Absent Silver King og Ave.

Sum yrkistónleikari ferðast Benjamin nógv uttanlands, og serliga í Týsklandi hevur tónleikurin hjá honum vunnið fram.

Benjamin Petersen dugir ómetaliga væl at syngja á ein hátt sum tykist púra ómakaleysur og lættur, samstundis sum hann ber fram eina ørgrynnu av kenslunuansum.

 Jón Sonni hevur myndprýtt plátuhúsan hjá bólkinum AVE, ið Benjamin Petersen er partur av. Rustikt vakri, einfaldi og feminint maskulini plátuhúsin rakar fullkomiliga huglagið í tónleikinum. Húsin er matt gráur við einum ávikavist bláum og grønum rundum, dekorativum blómumynstri, ið snarar seg kring nøvnini á teimum báðum AVE monnunum.

 

Tað er ein stórur heiður at hava fingið í lag hesa fernisering og konsert í lag í Vestmanna.

Listarverkini verða sýnd fram til og við leygardegnum 25. oktober 2014. Opið er samstundis sum Norðstreymoyar Heimavirki hevur opið: mik. – frí. kl. 15 – 17, og ley. kl. 11 – 15.

 

 

 

Til lukku, Kim og hini

Í dag vórðu mentanarvirðislønir Tórshavnar Býráðs handaðar í Müllers Pakkhúsi. Helena Dam á Neystabø bað vælkomin og hugleiddi um ómissandi týdningin av bókmentum og síðani sang Tórshavnar Kamarkór tvær kompositiónir hjá ávikavíst Kára Bæk/Janus Djurhuus og Leif Hansen/Bjørgfinni Nielsen. Kim Simonsen fekk M.A.Jacobsens heiðurslønina fyri fagrar bókmentir fyri bókina Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesu megin hetta áratúsund. Vár Í Ólavstovu, sum er limur í dómsnevndini, grundgav fyri valinum og lýsti bókina sum eina listarliga heild og síðani handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri Kim Simonsen heiðurslønina á 35.000 krónur. Kim Simonsen helt røðu, sum endaði við, at hann las upp úr einum komandi savni. Erling Isholm grundgav fyri hví Óli Olsen fekk M.A.Jacobsens heiðurslønina fyri sína bók um bátasmíð; Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð. Hann takkaði m.a. Mentanargrunninum og helt kanska eitt sindur spoyskliga fyri, at veitingin frá Mentanargrunninum rakk til hálvan rættlestur. Virðislønina fyri mentanaravrik fekk Margreta Næs fyri at seta gongd á ljóðbókaframleiðslu í Føroyum. Margreta Næs takkaði fyri, at virðislønarnevndin dugdi at síggja virði í ljóðbókum. Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs varð latin Elini á Rógvu fyri hennara stóra arbeiði innan barnamentan, sum m.a. telur sangleikin við sangum hjá Hans Andriasi Djurhuus, Sangur í mjørka. Hon fekk 35.000 krónur og helt eina røðu, sum nam við málið og sum í støðum tóktist eitt sindur beisk, tá hon tosaði um hvussu lítið arbeiðið við barnamentan verður virt. Hon sipaði m.a. til eitt kjak, sum skal hava verið í sambandi við, at hon fekk eitt ára starvsløn frá Mentanargrunninum. At enda framførdi Tórshavnar Kamarkór Alduna í útseting hjá Sunleif Rasmussen.