Rannva Kunoy solo í New York

rannva.jpg

25.oktober letur føroyska listakvinnan Rannva Kunoy upp serframsýning í gallarínum hjá Nathalie Karg í New York. Í tíðindaskrivinum á Artforum verður m.a. sagt, at Nathalie Karg Gallery fegnast um at presentera fyrstu serframsýningina hjá Rannva Kunoy í New York. Um nýggju myndirnar, sum vit nýliga hava sæð dømi um á framsýningum í Steinprenti stendur, at tær "ræna okkara væntanir til sjálva áskoðanarprosessina. Hetta kemst av serligu málingini, Rannva brúkar, sum hevur við sær, at málningurin skiftir lit alt eftir hvar áskoðarin er staddur frá gyltum kopari til ljósagrønt. Umframt litskiftið er dentur lagdur á at gera málaða flatan óítøkiligan bæði við málihátti og bygnaði. Myndirnar hava eitt serligt fotografiskt árin, sum geva okkum ábendingar um myndevni frá okkara veruligu verð og sum bjóða okkum innar í myndaheimin at gera okkum okkara egnu meiningar. Yvirflatin er bæði flótandi og fastur, lesið víðari her:

https://www.artforum.com/uploads/guide.004/id14015/press_release.pdf

2.Rannva Kunoy-Frank Dodd.jpg

Tóroddur 60

t5.jpg

Í gjár læt framsýningin Tóroddur & Co upp í Steinprenti. Nógv fólk vóru til upplatingina, ið var karmur um fleiri útgávur; eina vinylplátu, Síða eitt og Side to, sum Kim Kristensen og Tóroddur Poulsen hava innspælt við yrkingaupplestri á føroyskum og donskum. Nýggja yrkingasavnið Ferðamaður í egnum heimi kom út og bókin Úr myrkrinum, sum undirritaða skrivaði, varð somuleiðis løgd fram. Samstundis var hetta 60 ára føðingardagsframsýningin hjá Tóroddi og nógv nýttu tískil høvið at ynskja honum til lukku.

t7.jpg

Ein yrking og eitt myndlistaverk á føroyskum við týðing eftir Randi Ward

Sjálvt um eg havi skrivað eina til lukku-grein - hon kann lesast i komandi Varðanum í november - so vil eg nýta høvið og plássið her á Listaportalinum at ynskja hesum einastandandi listamanninum til lukku við hjartans tøkk fyri øll hansara verk. Eg fegnist um, at tað í gjár eydnaðist at ogna mær eina av mínum absoluttu yndisyrkingum sum myndlistaverk. Tað er ein av hesum fantastisku mumificeraðu bókunum við yrkingini Super 8. Hon stóð upprunaliga í framúrskarandi yrkingasavninum Útsýni og er ein av hesum yrkingunum, sum fær teg at hóma alla tína egnu tilveru frá vøggu í grøv sum í einum ørandi prismublunki.

Tað er als ikki lætt at skriva um sovorðnar listaupplivingar. Tað er næstan sum at dálka okkurt perfekt við onkrum óperfektum. Men tað er so allíkavæl tað, eg havi gjørt síðu upp og síðu niður í einari heilari og stórari bók um Tórodd og hansara verk og um móttøkuna av hesum verki. Við tey, sum troyttast av mínum evindaliga eldhuga fyri tí Tóroddska universinum, má eg bara siga, at hann endar ikki her, heldur tvørturímóti. Henda nýggja framsýningin hjá Tóroddi Poulsen er enn eitt dømi um hansara originalitet, nýhugsan og dygd, sum eg havi fingið størri virðing fyri nú meðan eg havi sitið og skrivað bókina.

Í øllum hansara verki frá fyrstu yrkingabókini til ta spildurnýggjasta bókaobjektið er ein heilt serligur og sterkur samanhangur. Sama slag av samanhangi, sum eg síggi í teimum tveimum málningunum hjá Ingálvi av Reyni í móttøkuni hjá Tryggingini á Kongabrúnni. Tann eini er ein figurativ gomul mynd av Tinganesi frá 1947, sum er merktur av teirri komplementeru litskipanini hjá Axel Jørgensen. Hin er tann garvilla, abstrakta náttúruapoteosan, Gjøgnum tíð og rúmdir, sum Ingálvur málaði í 2002. Meira enn hálvtrýss ár eru millum hesar báðar málningarnar og eg haldi, at tað áhugaverda ikki so nógv er eyðsýndi munurin millum myndirnar sum líkheitin eitt nú í bygnaði og koloristiskt. Tí her er týðiligur samanhangur millum myndirnar. Eg hyggi at gomlu myndini og síggi í henni ikki eina ófrælsa útinnan av eini stívari skipan, nei eg síggi stórbæra og rørandi list í túsund undantøkum frá hesi skipan, sum Ingálvur málar á løriftið heilt av sær sjálvum. Ingálvur er samanhangurin. Á sama hátt er samanhangurin millum Botnfall og nýggju objektini hjá Tóroddi púra ivaleysur bæði evnisliga og í mátanum, henda listin er hugsað og fleiri staðni er samanhangurin ítøkiligur, tá verk sipa til onnur verk hjá Tóroddi. Samanhangurin er bygdur av gróti, asfalti, máli, súkklum, spannum, iva og eitt lítið sindur av Guði. Samanhangurin ER Tóroddur. Hann leingi livi.

t1.jpg
t2.jpg

Gunnvør Balle, varðaborgarstjóri setti framsýningina við eini góðari røðu, sum eg seti her niðast

Og Magnus hongdi bannara upp

Og Magnus hongdi bannara upp

t4.jpg
Og ein fjeppari úr Klaksvík fekk øll síni yrkingarsøvn signerað - herligt

Og ein fjeppari úr Klaksvík fekk øll síni yrkingarsøvn signerað - herligt

Røðan hjá Gunnvør Balle

»Hvønn lit skal eg velja, hugsaði hann, og valdi ongan«

At liva í iva og at nýta ivan sum drívmegi sigur kanska meira um okkara samtíð enn nakað annað. At leita og kanska finna okkurt. At spyrja og kanska fáa svar. At spyrja sama spurning og stundum fáa eitt svar og stundum annað svar.

Og júst henda sannroynd, at ivaloysi er ein farin tíð, og at vit tora ikki at vera púra greið og avgjørd, tað er nærum beinasti tvørskurðurin av samtíðini, vit kunnu gera. Og inni í sjálvum maskinrúminum í hesi okkara samtíð, síggi eg Tórodd. Síggi hann seta orð saman og flyta pensilin frá einari striku móti aðrari. Situr og penslast, sum tú sjálvur tekur til.

Síðani tú á fyrsta sinni steig fram í almenningin við egnari útgávu í 1984, hevur tú latið út hondum verk, sum hava verið í andsøgn við stóru fjøldina. Tú hevur hildið teg hinumegin karmin, sum sigur, at hetta er vakurt, og hetta er tað rætta at gera. Ikki tí at tú ikki heldur hetta ella hitt og ikki hevur áskoðanir. Men seti eg ein spurning, er svarið ikki eintýtt.

Hevur tú mentanarligan áhuga og listarligt innlit, er tað sissandi at vita sær, at vit hava øðrvísi hugsandi fólk okkara millum. At tað eru listafólk, sum ikki lata sær lynda. At vit hava listafólk, sum eru tað út í odd og egg, og sum hava ein íbornan hug at skapa. Henda ósløkkjandi tráanin eftir at bróta vanahugsan, tráanin eftir at síggja heimin úr nýggjum sjónarhornum og tráanin eftir at hugsa tað enn óhugsaða, festa tað á blað og bera tað fram.

--- --- ---

Handilsligt samskifti hevur til endamáls at ganga ynskjunum hjá móttakaranum á møti. Endamálið hjá listini er júst tað øvugta - at gera móttakaran vónbrotnan. At broyta mynstur og harvið skeikla vanligan hugsanarhátt og ikki geva fólki tað, tey vænta.

Ivin og hetta at vera í andstøðu við tað rótfesta, ja, hesi hugtøk umskarast. Tí tá ið tú við vissu veitst, hvat er rætt og rangt, og tá ið tú heldur teg til tað trygga - tá er ivin ikki í iva. Tá eru mynstrini vovin frammanundan. Og tá eru hugsanirnar longu evnaðar til.

At ivast er at bjóða møguleikum innum. Ivin letur upp ístaðin fyri at lata aftur. Ivin hugsar um umheimin heldur enn seg sjálvan, og hann byggir á samhuga heldur enn andstygd.

Ivin er ikki sjálvboðin arbeiðsmegi, sum bjóðar seg fram, tá ið tú spyrt eftir honum. Tú skalt arbeiða fyri at røkka ivanum – í hvussu so er spyrt tú enska heimspekingin Bertrand Russell, sum einastaðni sigur: »Trupulleikin í heiminum er, at tápulingarnir vita altíð best, meðan tey klóku eru ivandi«.

--- --- ---

Umframt at skumpa til tað siðbundna og at rúmka ræsurnar fyri ivanum, er ein fjálg skemtan í nógvum verkum.

»Kom til hús við mínum gula innkeypsposa. Ikki fyrr enn eg hyggi í speglið, eri eg greiður yvir, hví fólk hugdu so undarliga at mær í býnum. Annar kjálkin er grønur, og eitt oyra er reytt«.

Sum Kinna Poulsen sigur so rámandi í heiðursgrein til listamannin: “Tóroddur Poulsen yrkir sum ein myndlistamaður og málar sum ein yrkjari, myndirnar eru fullar av orðum«.

Umframt øll orðini í myndunum verður gerandisdagurin eisini latin í skaldslig klæði:

»Og eg havi fingið bøtt um tann innasta jaksilin høgrumegin. Hann hevði gjørt eitt sár í kjálkan. Tannlæknin mælir til krúnu. So kann eg vera kongur í egnum munni. Bestu tannbrótarar mínir eru karamellur, skipskeks og turr grind”.

--- --- ---

At tú eisini hevur veitt øðrum stuðul og vegleiðing, sóu vit í farnu viku, tá ið Sissal Kampmann fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Í takkarrøðu sínari bar hon tær serliga tøkk fyri at eggja henni til at taka lopið frá yrkjara í egnari stovu til eisini at lata øðrum fáa lut í yrkingarnar. Sum Sissal segði, at Tóroddur segði: »Hetta er gott, gev tað út. Gevur tú tað ikki út, so geri eg tað«.

Sissal var í iva. Var savnið nóg gott at geva út ella ikki? So hóast ivin er trúgvasti fylgisveinurin, vart tú ikki í iva, og tað haldi eg, at vit í dag eru fleiri, sum takka tí øvugta av ivanum fyri.

Fari at enda at ynskja tær til lukku við degnum og somuleiðis til lukku við bókaútgávuni.

Gunvør Balle
forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs

(Endurgevingarnar í røðuni eru úr yrkingini “Kjallaramálningadagar”, sum er prentað í Vencili nr. 12/2012)

Tóroddur & Co

IMG_0104.jpeg


Titlen på Tóroddur Poulsens 60 års fødselsdags-udstilling, Tóroddur og Co. minder om navnet på en mindre virksomhed. Sådan set forestiller udstillingen en slags drømmeboghandel, som kunstneren også har skildret i en række litografier. Hvis vi kan tage facadeskiltenes slogans for pålydende (OPIÐ Í ÆVIR ALLAR), er der tale om en boghandel, som er åben i al evighed, ligesom den forhandler alle bøger undtagen krimibøger. Her er man mere interesseret i poesi eller i bøger på alle sprog og intet sprog (ALSKYNS BØKUR Á ØLLUM OG ONGUM MÁLI). 

Digteren, billedkunsteren, performeren og musikeren, Tóroddur Poulsen, der modtog den store færøske kulturpris i 2013 er i en kategori ganske for sig selv. Han er født og opvokset i Tórshavn på Færøerne, men har boet i København i over tyve år. Han var først kendt som digter og siden som grafisk billedkunstner. Men han har også skrevet romaner og han har udgivet musik, ligesom han arbejder med maleri og installationer, og det samlede værk vokser stadigt. Til åbningen af den aktuelle udstilling præsenteres således en ny digtsamling, en færøsk-dansk vinyludgivelse, som Poulsen har lavet sammen med Kim Kristensen, samt en stor færøsk-engelsk monografi af Kinna Poulsen, der omhandler hans værk.

Hvadenten vi læser hans digte eller oplever hans udstillinger, har Tóroddur Poulsen sin helt egen særegne stemme. Hans mangeårige samarbejde med Færøernes Grafiske Værksted, Steinprent har haft stor betydning for alle parter og ikke mindst for færøsk billedkunst, der med Tóroddur Poulsens grafiske værker har fået et tiltrængt frisk pust. Det er derfor oplagt, at fødselsdagsudstillingen foregår i Steinprents galleri.

Ud over litografier, udstiller Tóroddur Poulsen 42 objekter eller mumificerede bøger, der nu helt bogstaveligt skal læses på en ny måde. Poulsen skabte det første bog-objekt til udstillingen Unikum med unikabøger, der afholdtes i poesiboghandlen Afsnit P i København i 1997. Af Poulsens bidrag til udstillingen kom man i tanker om de berømte stentavler fra det gamle testamente. Det var en bog, svøbt i brun pakketape med påskriften: “De ti bud burde være ét: Du må ikke tælle” skrevet på henholdsvis færøsk og dansk med sort cykellak og med en rød silketråd hængende ned gennem midten. De nye objekter er ganske varierede i udtrykket, men har dog en del til fælles med prototypen fra 1997 i og med, at de består af bøger, der er svøbt i tape og siden er bemalede. Flere af dem er tilmed forsynet med ord, sætninger og digte. 

Velkommen til fernisering i Steinprent, Skálatrøð 16, Tórshavn lørdag d.14.oktober fra klokken 15-17. Kunstneren vil være til stede.

Við Tóroddi í egnum heimi

a73bf2f1b8bfddec5cb0190893623986497b8e13_w1152_h0_fS.jpg

Sjálvt um dreymakendu inngangsorðini um náttarbørnini, sum lofta við eygnasteinum, benda á kendar surrealistiskar leiðir, er eisini okkurt nýtt í seinasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi, sum Sprotin gevur út.

Henda heim hava vit havt innlit í síðani yrkjarin og listamaðurin gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1984, og stjørnurnar í byrjanini av nýggju bókini, sum er tann 39. í røðini, minna um hesa fyrstu bókina, Botnfall. Poetiski og listarligi heimurin hjá Tóroddi Poulsen er bæði sjáldsama samanhangandi og fjølbroyttur og í nýggja savninum tekur hann enn eitt stig móti teirri fullkomnu abstraktiónini, samstundis sum hann er heilt niðri á jørðini, tá hann á gløggskygdan hátt viðmerkir nútíðarsamfelagið.

Fyrsta yrkingin er eitt fagnaðarkvæði til grótbrotini, sum byrjar við, at yrkjaraegið minnist aftur á tíðina, tá hann arbeiddi við at spreingja og bora í grótbrotinum á Boðanesi. Fleiri av yrkingunum eru gløggar eygleiðingar av ymiskum løgnum, sum er púra vanligt í okkara tið, t.d. Líkskoðan, ið snýr seg um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótepsiligum morðum í krimifilmum. Ein onnur yrking er ein heldur speisk viðmerking til okkara ólavsøkuvanar og onkra aðrastaðni merkjast frustratiónirnar um allar tær óseldu bøkurnar, ið hópa seg upp kring yrkjaraegið.

Tvey sløg av tekstum eru í yrkingasavninum - munurin er frámerktur við ávikavist einari og tveimum stjørnum - ið er sett saman av konsentreraðum yrkingum við fáum orðum á hvørjari reglu og av smáum prosabrotum við gerandisligum og einføldum hugleiðingum um tilveruna, um trúgv og longsulin eftir posti og kærleika. Í báðum pørtum hómast ein filosofisk játtan til antimaterialismu og endamálsloysi; vit kunnu einki taka við okkum, tá vit doyggja. Lívið er eittmál í sær sjálvum, og tessvegna er tað óneyðugt at brúka tilveruna til at leggja ætlanir. Samstundis verður funnist at øllum okkara virknisfremjandi tiltøkum, sum javnan verða uppdaterað, so at alt verður skjótari at gera: “Følnaða leyvið verður ikki sópað saman longur. Tað verður sogið. Alt skal vera so lætt og skundmikið at tað nóg illa sleppur at sveima. At njóta løtuna áðrenn hon verður ævinligt støv...” (s.14)

Undirheitið á bókini er Loyniljóð, fleiri av yrkingunum tykjast onkursvegna afturlatnar kring seg sjálvar, tær upploysast ella flyta seg undan fatanini til ótítøkiligar skuggar, skýggjaflókar og mjørka. Grótbrotið og grótið lívir, og tað sama er galdandi fyri heystlitta leyvið, sum eisini kann brúkast til erotiskar dreymar. Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen er fult av góðum yrkingum og í yrkingini á síðu 84 er yrkjaraegið á veg til himmals í einum báti, sum er drigin upp á turt: “eg fari víðari/ taki einki við mær/ seti meg í ein bát/ sum hevur ligið/ á havsins botni/ og sum nú/ er drigin upp á turt/ so eg kann sita í honum/ og halda leiðina fram/ inn í himmalin”.

Á marknaðinum 13.10.2017

Úr myrkrinum - nýggj bók um Tórodd Poulsen

Tóroddurperma.jpg

"Úr myrkrinum" eitur nýggj bók um listamannin Tórodd Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað. Heitið sipar til eina tráan hjá listamanninum at koma upp í ljósið, men bókin er eisini ein lýsing av einum avantgardulistamanni og hansara samtíð. 

Kinna Poulsen hevur fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og bókin er eisini grundað á alt tað, hon hevur skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997-2017. Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verkhava verið móttikin.

Síðan Tóroddur í 1984 gav út yrkingasavnið Botnfall, eru næstan fjøruti útgávur komnar frá honum umframt prent á Steinprenti og annað mangt. Í 2013 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins.

Leygardagin 14.oktober letur hansara 60 ára føðingardagsframsýning Tóroddur & Co upp í Steinprenti frá 15-17.

Føroyskur grafikkur í Stockholm

22089405_2217990991560494_8468976817077762561_n.jpg

Leygardagin 7.oktober læt framsyning upp hjá Steinprent í Stockholm.  Tey bæði í Steinprenti, Fríða Matras Brekku og Jan Andersson eru farin til Svøríkis at sýna fram eitt úrval av tí nógva, sum er framleitt í Steinprenti seinastu árini. Tad er Samfundet Sverige Färöerna V/Nanna Stefania Hermansson og Brandur Enni sum hava skipað fyri.

Fotomyndirnar eru frá Jan og Fríðu, sum greiða frá, at myndirnar av húsinum og maskinum eru frá Litografiska Museum, ið er livandi museum við virknum listafólki. Myndirnar frá framsýningini eru frá Moriska rummet, Grafiska Sällskabet. Ferniseringin var væl vitjað; eini 150 gestir høvdu leitað sær á gátt í hølunum hjá Grafiska

 

22292327_1647942075236550_1675241664_o.jpg
22323540_1647942045236553_1496162_o.jpg
22343525_1647942065236551_1562985636_o.jpg
22323071_1647942005236557_2053884873_n.jpg
22343921_1648097815220976_2024349517_o.jpg

 

 

Sissal Kampmann fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsen

Foto:Marita Dalsgaard

Foto:Marita Dalsgaard

Í dag vórðu M.A.Jacobsens bókmenta- og mentanarvirðislønir latnar. Hátíðarhaldið var beinleiðis útvarpað og byrjaði við, at kórið Tarira framførdi My mistress eyes are nothing like the sun, sonnettina hjá Shakespeare, sum Pauli í Sandagerði hevur tulkað til eitt frálíkt kórverk. Síðan sang kórið O vos omnes hjá katalanska tónaskaldinum, Paolo Casale. Sangurin ljómaði væl, sjálvt um ljóðgóðskan í útvarpinum var heilt sjáldsama vánalig. Gunnvør Balle, varaborgarstjóri beyð vælkomin og greiddi frá týdninginum at lesa fyri børnum, hon nýtti høvið at heita á tey vaksnu at lesa fyri børnum. Hon takkaði eisini høvundunum fyri teirra týdningarmikla arbeiði. Malan Marnersdóttir kunngjørdi síðani vinnaran innan kategoriina fagrar bókmentir; Sissal Kampmann fekk virðislønina fyri bókina Sunnudagsland.

simme.jpg

Simme Jacobsen fekk virðisløn fyri mentanaravrik og Havnar Sjónleikarfelag fekk ta einu barnamentanarheiðurslønina; Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam fingu hina barnamentanarvirðislønina fyri barnasjónleikir, sum tey hava sett upp. Hjartaliga til lukku, øll somul. 

Heyst í Havn

h8.jpg

Nú er heystið aftur her, henda eiggiliga árstíðin, sum hvørt tað einasta ár gongur runt og álar bløðini av greinunum. Mær dámar væl bløð í øllum litum, men heystið er allíkavæl mín yndisárstíð. Eg elski at sita inni, tá regnið oysir niður uttanfyri.

Úti er fýs og snýs og glopraregn, inni er turt og kaffi og mann sleppur undan at hava ringa samvitsku yvir at sita inni og lesa í góðveðrinum. Er heystið ikki tann mest erliga og ordiliga árstíðin? Rátt veður við vindi og regn – soleiðis er tað ordiliga veðrið í Havn og tað eigur at vera so. Alt hatta har við sól og hvítvíni í havanum og heitum pottum – metroseksuelt møsn, sum als ikki var til áðrenn klimabroytingarnar.

Aja, men so er tað jú eisini tað, at heyst rímar uppá fest við framsýningum og framførslum, tónleiki, bókum, leikum og filmum og so er tað kjøtið.

h14.jpg

 Chant d'Automne

Bientôt nous plongerons dans les froides ténèbres ;
Adieu, vive clarté de nos étés trop courts !
J'entends déjà tomber avec des chocs funèbres
Le bois retentissant sur le pavé des cours.
Tout l'hiver va rentrer dans mon être : colère,
Haine, frissons, horreur, labeur dur et forcé,
Et, comme le soleil dans son enfer polaire,
Mon coeur ne sera plus qu'un bloc rouge et glacé.
J'écoute en frémissant chaque bûche qui tombe
L'échafaud qu'on bâtit n'a pas d'écho plus sourd.
Mon esprit est pareil à la tour qui succombe
Sous les coups du bélier infatigable et lourd.
II me semble, bercé par ce choc monotone,
Qu'on cloue en grande hâte un cercueil quelque part.
Pour qui ? - C'était hier l'été; voici l'automne !
Ce bruit mystérieux sonne comme un départ.

(Charles Baudelaire)

h10.jpg

October

Bending above the spicy woods which blaze,
Arch skies so blue they flash, and hold the sun
Immeasurably far; the waters run
Too slow, so freighted are the river-ways
With gold of elms and birches from the maze
Of forests. Chestnuts, clicking one by one,
Escape from satin burs; her fringes done,
The gentian spreads them out in sunny days,
And, like late revelers at dawn, the chance
Of one sweet, mad, last hour, all things assail,
And conquering, flush and spin; while, to enhance
The spell, by sunset door, wrapped in a veil
Of red and purple mists, the summer, pale,
Steals back alone for one more song and dance.

(Helen Hunt Jackson)

 

h13.jpg

Efterår

I den store røde himmel

suges lydene op

og vi bliver lytteposter

filtre seismografer

Myggene danser lodret i luften

 grenene rører sig ikke

I Europa er det efterår

med lyd af river og visne blade

Vi flyver gennem en evigt

uforandret tid.

(Uffe Haarder)

h6.jpg

 

Vindurin 

hevur ongan

boðskap 

tí trívist eg

so væl

í illveðri

(Tóroddur Poulsen)

 

h11.jpg

Í túninum

beint undir trappuni

har øll verðin var samlað,

stóð eg við einum gulum bili

í vinstru hond

og stardi upp í loft.

 

Flogtankar

settu klørnar í

smálambið, sum rann

um beinini

á mær, og hugurin

aldaði í morgunlotinum.

 

Hetta var árið, tá ið

B71 fylti tvey ár,

eitt- og tveyoyrað varð avskaffað,

ringt varð við fyrstu fartelefonini.

Og eg fór at gráta,

tí pápin skuldi avstað

aftur.

(Oddfríður Rasmussen)

 

h3.jpg

CLOTHESLINE


Thank you,
gentle breeze,
for reaching out
to me through his
indifferent
sleeves.

(Randi Ward)

 

h4.jpg
h5.jpg
h9.jpg
h2.jpg
h12.jpg
h1.jpg

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 2017

bøkuremma.jpg

 

Hósdagin 5. oktober 2017 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tvær verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir og ein fyri mentanaravrik, umframt tvær Barnamentanarheiðurslønir.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens

Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2017 og fýra ár fram eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er vanliga býarbókavørðurin.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Tráin P. Nónklett og Bjørg Dam, vald av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnir við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Øll eru vælkomin

Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 5. oktober, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Listafólkalønin kemur

rm.jpg

 

Tað blíðkar sum kunnugt fyri hugaðum fólki. Nú stendur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, at listafólkalønin er á veg. Tað er gott, serliga at atlit verða tikin í mun til listarliga dygd, tí pengar eru ikki alt, tá tað snýr seg um listaíløgur. Slíkar skulu umsetast við neyvum fakligum innliti og eftirliti og tað sær út sum, at landsstýriskvinnan hevur júst hetta í huga. Tað verður áhugavert at fylgja við hvat fer at henda í hesum týdningarmikla partinum av eini líðandi professionalisering av føroyska listaumhvørvinum.

 

Tíðindaskriv: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur økt játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión kr. í fíggjarlógaruppskotinum. Økta játtanin er ætlað til at seta í verk eina lønarskipan, so listafólk fáa tryggari livikor og arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið. Talan er um slóðbrótandi skipan, har Føroyar taka eitt stórt mentanarpolitisk stig rætta vegin, tí við listafólkalønini viðurkennir politiski myndugleikin loksins av álvara týdningin, sum listaligt arbeiði hevur fyri føroysku mentanina. Rigmor Dam sigur, at skipanin fer at bøta um korini hjá listafólkum, sum arbeiða burturav við list á føroyska listapallinum.

- Tað skal ikki undirmetast, hvussu langa tíð tað til dømis tekur at skriva eina dygdargóða bók, at framleiða ein film ella at komponera eitt musikkstykki. Dygd og tíð hanga aloftast saman. Við hesari raðfestingini virðismeta vit tað stóra arbeiði, okkara listafólk gera, og vit viðurkenna tørvin á eini tryggari inntøku fyri at kunna hugsavna seg um listina, sum so ríkliga kemur okkum øllum til góðar, sigur landsstýriskvinnan.

Skipanin við listafólkaløn fer at virka undir verandi Mentanargrunni, sum annars heldur fram óbroyttur. Munurin á listafólkalønum og starvslønunum er tó, at listafólkalønir verða lætnar eftir tilmæli frá eini setanarnevnd, ið er mannað við fakfólki. Harvið verða dygd og fakligheit avgerandi. Harumframt verður listafólkalønin altíð latin í trý ár. Tó er møguligt at leingja játtanina upp til tvær ferðir trý ár afturat – so hon tilsamans kann veitast sama listafólki upp í níggju ár.

Ætlanin er, at um trý ár, tá skipanin er fult útbygd, kunnu níggju listafólk vera í skipanini. Tey, ið fáa listafólkaløn kunnu ikki vera í øðrum føstum starvi samstundis, men kunnu tó hava inntøkur frá sínum listaliga arbeiði umframt, so talan er í roynd og veru um eina minstulønarskipan. Listafólkalønin svarar – eins og starvslønin – til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

Fyri at skipanin við listafólkaløn kann koma í gildi, krevst ein broyting í kunngerðini um Mentanargrunnin. Hendan broyting verður send til hoyringar í næstum, og tískil kann vera, at onkrar broytingar koma fyri. 

- Men greiða málið hjá samgonguni er, at játtanin til Mentanargrunnin skal koma upp á tilsamans 10 milliónir krónur. Við hækkaðu játtanini á nýggju fíggjarlógini er hon komin upp á tilsamans 8,9 milliónir krónur, so nú er ikki langt á mál, staðfestir Rigmor Dam.

 

Tóroddur & Co

stór mynd.jpg

Leygardagin 14.oktober letur Tóroddur Poulsen upp sína 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Fjøllistamaðurin, sum í 2013 varð heiðraður við stóru mentanarvirðislønini, var fyrst kendur sum yrkjari og síðani sum grafiskur listamaður. Men hann hevur eisini givið fløgur út, gjørt installatiónir, skrivað skaldsøgur og bloggar, málað olju- og vatnlitamálningar, og stóra verkið vaksur javnt og samt. Bara í oktober í ár gevur hann eitt yrkingasavn og eina plátu út, umframt, at Sprotin gevur út stóra bók um hansara verk. 

Framsýningin eitur Tóroddur & Co eftir einum av nýggju steinprentunum, har vit síggja framsíðuna av einum bókahandli, ið eftir øllum at døma er opin í allar ævir - men ynskir tú tær eina krimibók, er hetta ikki rætti bókahandilin.

Eitt hugtakandi og merkiligt prent, sum Tóroddur Poulsen gjørdi í fjør eitur Hevd. Á prentinum sæst eitt rundleitt, reytt skap við fýra útúrgerðum, sum stinga út í hvørjari av teimum fýra síðunum á skapinum. Reyða skapið vendir aftur í øðrum myndum. Tað gevur beinanvegin varhugan av onkrum figurativum, og minnir um ein kavbát ella eina skjaldbøku, men skapið letur seg ikki lesa út í æsir, tí tað er nonfigurativt. Beint niðri undir reyða skapinum er ein lítil ugla og undir henni ein uppseting av spannum og prikkum, sum minnir um okkurt slag av myndagátu, ið tó tykist mangla tann samanhang og eintýðuga svarið, sum er sjálvur kjarnin í slíkum myndagátum. Her verður greidliga ikki hildið nógv um hetta, at halda nakað í hevd ella at grunda sítt virksemi á gamla siðvenju ella á mátan mann segði ella gjørdi fyrr. Sambært myndini gevur hesin vani als onga meining. Betur er at hugsa nýtt og tað ger Tóroddur Poulsen. Umframt steinprentini verða eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt. 
Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina og at heilsa uppá listamannin í Steinprenti leygardagin 14.oktober frá klokkan 15-17.

hevd.jpg

----------

Tóroddur & Co

Lørdag d.14.oktober åbner Tóroddur Poulsens 60 års fødselsdagsudstilling i Færøernes grafiske værksted, Steinprent i Tórshavn. Kunstneren, som i 2013 modtog den store færøske kulturpris, var først kendt som digter og siden som grafisk billedkunstner. Men han har også skrevet romaner, ligesom han har udgivet musik. Han har arbejdet med maleri og installationer, og det samlede værk vokser stadigt. I oktober i år udgiver han en digtsamling og en plade (sammen med Kim Kristensen) ud over, at en stor monografi bliver publiceret, der omhandler hans værk.

Udstillingen har titlen Tóroddur & Co efter et af hans nye litografier, der forestiller forsiden af en boghandel, der ser ud til at være åben i al evighed – men hvis du ønsker dig en krimi, er dette næppe det rigtige sted. Ud over litografier, udstiller Tóroddur Poulsen 42 objekter eller mumificerede bøger, der nu helt bogstaveligt skal læses på en ny måde. Alle er hjerteligt velkomne til fernisering og til at hilse på kunstneren i Steinprent lørdag d.14.oktober fra klokken 15-17.

Sakaris Stórá: Tað var alt stríðið vert!

Brot úr mynd hjá Ingun í Skrivarastovu

Brot úr mynd hjá Ingun í Skrivarastovu

Hópin av føroyingum hava sæð fyrsta føroyska spælifilmin í nógv ár, Dreymar við havið og enn ber til at síggja filmin í Havnar Bio. Listaportalurin hevur spurt leikstjóran, Sakaris Stórá hvussu tað kennist nú verkið aftaná alt tað nógva arbeiðið nú er úti millum fólk, har tað verður fagnað og diskuterað? 

Sakaris Stórá (SS): Tað følist heilt ótrúliga gott. Tað virkar sum filmurin er sera væl móttikin. Nógvar harðar avgerðir vórðu tiknar bæði í skrivingini, upptøkunum og klippingini, og eg pressaði bæði upptøkulið og leikarar næstan ómenniskjaliga hart, men nú kann eg hvíla væl í kensluni av at fólk ordiliga hava tikið filmin til sín. - tað er ein sovorðin “tað var alt stríðið vert” kensla. Eg dugi ikki ordiliga at seta orð á tað.

Eg fylgi ikki við í kjakinum um filmin, hvørki í miðlunum ella sosialu miðlunum, og kenni bara til tað sum framleiðararnir senda mær brot úr. Men eg eri ordiliga glaður fyri at fólk kjakast um filmin. Eg haldi, at filmur eigur at vera diskuteraður. Tað sum gleðir meg mest tó, eru øll tey fólkini sum venda sær til mín, við sínum egnu tulkingum av søguni, og siga at filmurin hevur givið teimum nakað. Tað haldi eg vera ótrúliga stuttligt. 

 

dreymar_vid_havid_1.jpg

Móttøkan

KP: Ert tú bilsin um nakra av reaktiónunum, tú hevur fingið?

SS: Eg eri eitt sindur bilsin yvur hvussu væl nógv kenna seg aftur í leiklutunum í filminum. Og eisini yvur hvussu nógvar ymiskar tulkingar av filminum, sum eg havi hoyrt um, sjálvt um eg ikki havi verið so nógv úti millum fólk sjálvur. Dreymar við havið er ein filmur, sum letur nógv av støðutakanini upp til áskoðarin. Og eg eri glaður fyri at tað riggar og at fólk tora at gera sínar egnu tulkingar og niðurstøður. Soleiðis eru mínir egnu yndisfilmar. Men um eg skal nevna nakað konkret, so eri eg bilsin yvur hvussu nógv fólk kenna seg aftur í “bindiklubba-scenuni” - hon var øgiliga stuttlig at gera. Og sum heild haldi eg at nógv av orkuni, sum merktist undir upptøkunum endurspeglast í sjálvum filminum. Tað eri eg nokk so bilsin um.

 

Ljóðið

KP: Onkur heldur, at ljóðið er eitt sindur ótýðiligt, hví er tað so?

SS: Eg trúgvi at hetta stavar frá fyrstu sýningini. Ljóðið á filminum er ordiliga gott. Eg eri serliga væl nøgdur við, hvussu filmurin brúkar ta føroysku tøgnina og ikki dettur í nakra tekniska kliché. Hetta er ein lutfallsliga stillur filmur, sum er gjørdur til tær bestu ljóðumstøðurnar. Har eru gamaní nakrar fáar replikkir sum kanska ikki eru so týðiliga sagdar, men tað er eitt val eg tók, tí eg elskaði kenslurnar og stemningin í teimum løtunum og tók tær fram um aðrar týðiligar upptøkur av somu replikkum. Kanska hevur tað eisini okkurt at gera við at nógv í Føroyum (inkl. eg sjálvur) ikki eru so von við at hyggja eftir filmi uttan undirtekstir. 

 

Myndamál

KP: Er tað rætt, at filmurin hevur fleiri løg, t.d. eitt realistiskt og eitt symbolskt, ið verður úttrykkt gjøgnum myndir og orð ella yvirtulki eg?

SS: Eg haldi at Marjun Syderbø Kjelnæs hevur dugað ekstremt væl at lýsa persónarnar. Tí teir hava allir eina sterka bakgrundsøgu, og tað liggja so nógv kenslulig løg í teimum. Karakterirnir vóru veruliga gull at arbeiða við, tí teir allir hava fleiri dimensiónir. Eisini teir karakterirnir, sum bara eru heilt stutta tíð á løriftinum. Tað menniskjaliga finnst í teimum øllum og tað menniskjaliga er ongantíð eindimensionelt. 

Á myndasíðuni hava vit roynt at hildið eina javnvág og ikki detta útí at brúka ov greidligan ella yvirtýðuligan symbolik, men samstundis er hann til staðar í næstan øllum scenunum, sjálvt um symbolikkurin er nokk so subtilur. Vit miðaðu eftir at skapa eina realismu og ein autentisitet í mátanum filmurin er pallsettur og upptikin. Men har liggur nógv aftanfyri hvørja scenu. Mær dámar ikki filmar, har symbolikkurin er ov týðiligur og forseraður. Tað minnir meg um, tá fólk oysa ov nógv Knorr á matin. Eg elski filmar, sum tað ber til at njóta, uttan at mann yvirhøvur leggur merki til myndamálið, men sum so knappliga geva eina aðra og djúpari fatan, tá vit varnast tann symbolikkin sum liggur fjaldur.

 

Framtíðarætlanir

KP: Hvør er ætlanin nú?

SS: At slappa av. 

KP: Eru konkretar ætlanir um at fáa filmin út um landoddarnar?

SS: Ja, Dreymar við havið er við í høvuðskappingini á Reykjavik International Film Festival, sum nokk er størsti festivalurin í okkara grannalagi. Men filmurin er somuleiðis umbiðin á øðrum festivalum. So eg gleði meg til at kunna fara út um landoddarnar við filminum, uttan at eg havi lov at siga nakað konkret um tað (enn). Tað er ofta á filmfestivalum at eg finni mín íblástur, bæði frá filmum og fólkum handan filmarnar. Men tað besta við festivalum er at síggja og merkja hvussu aðrar mentanir taka ímóti føroyskum filmi. Galla, cocktail og pynt sigur mær ikki tað stóra, men at møta fólkum sum veruliga elska film, er eitt tað besta eg veit.

KP: Hevur tú nakað hugskot til næsta filmin?

SS: Eg havi ymisk hugskot og evni, sum eg gjarna vil arbeiða víðari við, men eg havi við vilja ikki heft meg við nakað einstakt hugskot enn. Tá man fyrst hevur valt at satsa uppá eitt hugskot, so satsar man ofta 3-4 ár uppá tað. So eg vil onkusvegna njóta frælsi í at ikki hava bundið meg til eitt hugskot, - í øllum førum eina tíð aftrat. 

Dreymar við havið, var jú eitt samarbeiði millum meg og Marjuna Syderbø Kjelnæs, hon meistrar skrivingina, og eg haldi meg hava funnið útav at mær dámar nógv betri at arbeiða uppá søgur saman við rithøvundum, enn at arbeiða sjálvur við tí. Men eg sakni ordiliga nógv at vera úti í feltinum og leikstjórna, so tað kann gott henda at eg fari í holtur við okkurt lítið projekt í vetur ella vár. Tað verður ikki nakað stórt, men tað verður kanska partur av nøkrum størri...

Gløgg og djørv lýsing av menniskjansligari ómegd vantar bókmentaliga dygd

0K5A1553.jpg

Eg helt áskoðararnar vera í so svinnar eftir loknan leik á Tjóðpallinum í gjárkvøldið. Vit klappaðu, gamaní, men lógvabrestirnir ljómaðu ikki serliga leingi um hugsað verður um stóra avrikið hjá leikarunum, ið eru á palli øll tey fimm korterini, sum leikurin Ómegd varar.

 

Feel bad leikur

Eg hugsi, at fleiri frágreiðingar eru uppá tálmaðu móttøkuna og tann eina er einfalt, at undirritaða er von við fagnaðin, sum er á frumframførslum og hetta var altso ein av teimum seinastu framførslunum av Ómegd, ið eg sá. Sjálvandi ávirkast áskoðararnir eisini av huglagnum; Ómegd er ikki nakar feel good leikur – heldur beint tvørturímóti. Eg haldi somuleiðis, at útsetta støðan hjá áskoðarunum, sum næstan sjálvir eru staddir á pallinum man vera við til at spekja og forskrekkja okkum.

 

Eitt týdningarmikið evni

Evnið, sum Kristina Sundar Hansen setur á breddan er harðskapur í parløgum. Leikurin er bygdur á bókina Um bara hann sló meg. Fimm frásagnir úr Kvinnuhúsinum, sum Súsanna Skaale gav út í 2013, umframt eina frásøgn frá einum manni, ið byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin. Allar søgurnar eru altso veruligar og longu her ber til at staðfesta, at leikurin lýsir eitt evni av alstórum samfelagsligum týdningi. Spurningurin er so hvørt leikurin megnar at endurloysa evnið sum listaverk. Her er svarið meira ivasamt.

 

Einføld og gagnlig scenografi

Byrjanin er ótrúliga flott bæði koreografiskt og scenografiskt - tað minnir um eina stórbæra listarliga installatión ella um ein listafilm, sum tú kanst uppliva á stórum listaframsýningum. Tað merkist, at scenografurin, Hansina Iversen, er myndlistafólk (kanska skuldi hon farið í holtur við installatiónslistina). Áskoðararnir sita á tveimum langsíðum og leikurin gongur fyri seg á gólvinum, sum er hvítt eins og eitt framhald av hvíta klæðinum, ið hongur á skák niður í rúmið og sum verður brúkt eins og filmslørift til smáu filmsbrotini, ið so hvørt útdýpa og viðmerkja hendingarnar í leikinum. Teir seks hvítu krakkarnir verða brúktir rættiliga kreativt í leikinum. Sum eitt audiovisuelt scenografiskt element mynda krakkarnir bæði ítøkiliga og symbolskt tað elalítla rúmið, sum menniskjuni í leikinum eru trongd uppí. Í dramatiskum løtum í leikinum verða krakkarnir somuleiðis brúktir næstan sum slagverk at larma við og stuðlaundir frásagnunum.

Tað følist næstan sum um vit eru áskoðarar til ein tennisdyst; høvdini á áskoðarunum snara stundum til høgru, stundum til vinstru. Leikurin tykist sum heild sjáldsama horisontalur, bygdur upp sum monologar uttan byrja og enda, ið fyri tað mesta verða framførdir uttan nakra innihaldsliga interaktión millum frásagnirnar. Hetta styrkir um endaloysiskensluna av óundansleppandi endurtøkum, sum merkja allar samlívslýsingarnar.

 

Menniskju á kantinum

Frásagnirnar um hvussu hesi menniskjuni verða tikin av ræði eru ræðuligar. Tey verða bukað, neyðtikin og spilt út. Tey skamma seg og verða noydd at isolera seg í einsemi, sum aftur ger alt verri. Royndu sjónleikararnir, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard og Hans Tórgarð eru hesa ferð vanlig menniskju; niðurundirkomin og stødd heilt út á kantinum í tilveruni, tí tey verða útsett fyri sálarligum, kynslum, figgjarligum, likamligum og/ella materiellum harðskapi. Eg haldi, at tey spæla sannførandi sum altíð – í fyrstani nokk so neutralt, seinni accelererar leikurin og verður meira ekspressivur og dynamiskur við einum sindri av interaktión millum leikararnar, sum hyggja uppá hvønn annan, men uttan at teirra frásagnir verða knýttar saman. Søgurnar eru parallellar, tær bylgjast fram og aftur á vígvøllinum uttan at møtast.

 

Konur kunnu eisini vera óhugnaligar

Kristina Sundar Hansen hevur sjálv leikstjórnað leikin. Uppsetingin tykist frísklig og modernað og sum heild væl hugsað til samanhangin. Einfeldin og nakinleikin er gjøgnumgangandi í øllum lutum, eisini i tónleikinum hjá Kim Hansen, ið er hugfarsligur og stuðlar huglagnum, sum í løtum er ljóst, t.d. tá greitt verður frá forelskilsi og ljósagrønari vón, men sum tað mesta av tíðini er dapurt við melankolskt klingandi cellotónunum (Andreas Tykjær Restorff) í bláa, syrgiliga ljósinum hjá Turpin Napoleon Djurhuus og ófrættakendu ljóðmyndini hja Jón McBirnie.

Øll gera sítt dugnaliga íkast til, at leikurin skal vera góður. Trupulleikin er bara, at leikurin ikki ordiliga rørir meg har sum eg haldi, at hann ætlar at røra meg. Eg fegnist um at orð verða sett á eitt tabuevni og ikki minst, at javnstøða er í lýsingini; at Kristina Sundar Hansen fær sligið fast, at bæði kyn kunnu vera ávikavist offur og bølmenni og at altso eisini kvinnur kunnu vera óreinar, enntá við síni børn. Staðfestingin av, at orsøkin er menniskjanslig ómegd og ikki óndskapur, er gløggskygd. Men onkursvegna upplivi eg leikin sum ópersónligan og óempatiskan og eg haldi, at tað kemst av upprunatekstinum, sum er autentiskur, men vantar bókmentaliga, listarliga dygd. Hervið verður sjálvt fundamentið í leikinum ikki nóg gott.

 

Ein serstøk rødd í føroyskum sjónleiki

Hetta er bara tann næsti leikurin, sum Kristina Sundar Hansen hevur skrivað og leikstjórnað. Men hon hevur nógv ár av royndum innan leiklistina sum sjónleikari. Tá eg sá tann fyrra leikin hjá henni, Sár á sál í 2013, var eg satt at siga púra málleys av dirvinum í teirri um somu tíð kenslubornu, mystisktpoetisku og fullkomiliga sakligu frásøgnini. Sjálvt um Kristina S.Hansen er lutfalsliga nýggjur leikritahøvundi, er hennara leiklistaverk longu av slíkum serligum slag, at vit geva tí gætur og gleða okkum til næsta verk frá hennara hond.

 

Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard,  Hans Tórgarð
Leikrit: Kristina Sundar Hansen
Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen
Pallmynd og búnar: Hansina Iversen
Tónleikur: Kim Hansen
Ljóðmynd: Jón McBirnie
Ljósdesign: Turpin Napoleon Djurhuus
Dramaturgur: Barbara Hentze í Stórustovu

PAULA - Filmsfelagið sýnir spennandi film um listarligan vegara

Paula_Modersohn-Becker_006.jpg

Mikukvøldið 4.oktober sýnir Filmsfelagið virðislønta týska filmin PAULA i Havnar Bio. Paula Modersohn-Becker var gávurík listakvinna, sum doyði á ungum árum.

Danski filmsútleigarin FilmBazar sigur soleiðis um filmin:
"Málarin Paula Modersohn-Becker (1876-1907) livdi alt sitt stutta, men intensa listakvinnulív í skugganum av manninum, Otto Modersohn, men í listasøguni hevur hon við tíðini fingið rætta plássið sum radikalur endurnýggjari av teirri týsku modernismuni. Ein stór framsýning við hennara verkum var í 2015 í Louisiana. Hon er somuleiðis kend fyri sítt tætta vinarlag við yrkjaran Rainer Maria Rilke, hvørs ‘Requiem für eine Freundin’ er skrivað til hana.

Filmurin er bæði eitt hugfarsligt og litríkt listakvinnuportrett og ein lýsing av strævnu korunum hjá kvinnum, bæði ríkum og fátøkum umleið 1900. Í filminum spæla gávuríkir sjónleikarar; Carla Juri, ið spælir Paula og Albrecht Schuch sum maðurin Otto Modersohn."

Kinna Poulsen fer at innleiða sýningina.

Olaf Johannessen skarar framúr sum Hynkel

2017_09_13_N©rrebro_Teater_Diktatoren_Gennemspilning_0165-copy.jpg

21.september var leikurin Diktatoren við Olafi Johannessen sum høvuðsleikara frumsýndur á Nørrebro Teatret. Føroyski sjónleikarin spælir her saman við dugnaligum og kendum leikarum: Peter Gantzler, Søren Pilmark, Jimmy Jørgensen, Jesper Hyldegaard, Nicolai Dahl Hamilton, Asbjørn Krogh Nissen, Peter Zandersen og Julie Agnete Vang.

Leikurin, sum er bygdur á kenda filmin hjá Chaplin frá 1940 um einaræðisharran Hynkel, ið er meinlíkur einum fátøkum jødiskum hárskera, er sera væl móttikin; ummælarar rósa leikinum og lata honum nógvar stjørnur – millum fimm og seks, harav Olaf sjálvur fær nógvar.

olaf.jpg

Í BT skrivar ummælarin Morten Buckhøj undir yvirskriftini: "Mere aktuel end nogensinde: Chaplins 'Diktatoren' genfødes mesterligt på Nørrebro", at Olaf Johannessen er eminentur: “Historien er i dag præcis lige så aktuel, som dengang den blev skabt. Retorikken i Hynkels taler til folket er ikke så anderledes end retorikken man hører fra magtmennesker som Assad, Putin og Trump. Nogle sætninger er nærmest ordret, hvad der også kommer ud af munden på politikere fra Dansk Folkeparti og Nye Borgerlige i dag. Skift ’jøderne’ ud med ’muslimerne’ og Hynkels store tale til folket kunne være et afskrift fra Thulesen Dahl på et DF landsmøde. Det er mere skræmmende, end man sådan lige går og tænker i hverdagen...”

olaf2.jpg

Í Politiken gevur Monna Dithmer leikinum fimm hjørtu, ummælarin skrivar um ta toføru uppgávuna at seta gamla filmin hjá Charlie Chaplin upp sum sjónleik í dag: "Hvor svær en opgave, teaterkoncert-mester Nikolaj Cederholm og hans hold har fået løst med frodig inspiration og balstyrig fysisk præcision, blev tydeligt ved premieren, hvor starten midt i voldsom krigstummel og broget slapstick tværtom virkede leddeløs og unden retning. Så man kunnu frygte, at det vile blive en tung omgang med filmens let kluntede dialog (det var Chaplins første talefilm) og slingrende historie... Men alt falder i hak, så snart Olaf Johannessen træder i fokus i sin totalt fascinerende dobbeltrolle som diktator og barber...” (Politiken 23 september 2017).

 

Diktatoren. Nørrebro Teater.

Handrit: Charlie Chaplin.

Leikstjórnað.: Nikolaj Cederholm.

Tónleikur: Olivier Antunes. Scenografi: Kim Witzel. Kost.: Line Bech. Koreografi: Anja Gaardbo. Slapstick: Kasper Ravnhøj.

https://www.bt.dk/kendte/mere-aktuel-end-nogensinde-chaplins-diktatoren-genfoedes-mesterligt-paa-noerrebro

http://www.nbt.dk/forestillinger/diktatoren/

http://politiken.dk/kultur/scene/art6126878/Nikolaj-Cederholms-Diktatoren-er-hylende-sjov

 

 

Leygardagstankar millum Listamál, ummæli og Also

9fd99febce66c3f490d61fb4044cfad3.jpg

Í ár eru tjúgu ár síðani, eg á fyrsta sinni skrivaði eitt ummæli. Tað ummælið var av einum yrkinga- og tónleikatiltaki í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn. Mann kann siga, at byrjanin tískil var fjøllistarlig og sjálvt um eg ikki havi arbeitt við hesum framíhjá, so hevur hetta vundið uppá seg – ikki minst tíðina, eg arbeiddi fast fyrst á Listablogginum og síðani á Dimmalætting – tá skuldi eg finna uppá okkurt at skriva um hønn dag og hvørja viku og tað er nakað annað enn at skriva bara, tá mann onkursvegna hevur okkurt at skriva um. Tá tað er ein bók, framsýning, sjónleikur, filmur ella eitthvørt annað, sum hevur imponerað ella irriterað so tilpass, at eg má skriva um tað.

 

At skriva við ringari samvitsku

Tá eg hugsi meg um, havi eg nokk altíð skrivað. Longu tá eg var fimm skrivaði eg smáar seðlar til foreldrini um at eg var farin hetta og hitt, og omman á Eiði mundi mangan fáa postkort og brøv frá mær. Men skrivaríið hevur jú fyri tað mesta verið nakað, eg havi tikist við við síðuna av skúla og arbeiði. Og sjálvandi havi eg droymt og fantaserað um at skriva fulla tíð ella at verið fulltíðar mentanarmiðlari/ummælari/ kulturjournalistur, men hey, har vóru minst trý fulltíðarstørv aja, og spurningurin er um eg yvirhøvur hevði dugað at skrivað og miðlað uttan ta ævigu ringu samvitskuna um alt tað, sum eg átti at gjørt heldur enn at skriva og lesa og gera mítt roks (og nú spyr prestur í Also um eg haldi mítt hús "Also heldur tú títt hús??" – Åh jesus, - nei kanska ikki so væl sum eg skuldi, og her siti eg framvegis bara her og skrivi).

 

Anna V.Ellingsgaard

Men misskil meg ikki. Eg elski øll mentanarlig innsløg, sum eru og forvitin taki eg fegin ímóti øllum sendingum, greinum osfr. sum á ymiskan jaligan hátt miðla list. Men hvussu er og ikki, so haldi eg, at okkum tørvar ein ordiligan kulturjournalistikk av tí slagnum, sum Anna V.Ellingsgaard sála stóð fyri. Altso ein klókan mentanarjournalistikk, sum viðger evni á mentanar- og listaøkinum seriøst og nuanserað, ein journalistikk, sum undrar seg, spyr og spyr uppaftur og sum ikki fýrir fyri at ganga listamaktini nær við hvøssum eygleiðingum og erligum ummælum.

 

Kritiska relieffið

Bert tá kritiska undirlagið er í ordan, gevur tað meining við fagnandi ummælum. Allur fagnaður verður munarleysur og uttan týdning, um ikki hann settur í relieff av kritiskum atliti. Eg tori at pástanda, at tað, sum er óerligt, er týdningarleyst og vit vita tað øll. Tá vit hoyra ein ummælara í útvarpinum ella aðra staðni, sum sigur "áhugavert og spennandi" upp í saman, men ikki torir at siga tað, sum hon ella hann erliga hugsa, er tað eins og oyruni ella eyguni á lurtarunum ella lesaranum dovna og sovna. Tá er frægari at hoyra ein erligan ummælara, sum sigur ella skrivar tað, hon ella hann meinar, eisini sjálvt um próvgrundirnar kunnu tykjast nóg so stupidar. 

 

Kritiska atlitið

Eg haldi eisini, at áhugin millum fólk sum heild økist fleiri metrar, tá vinkulin er kritiskur eisini tá talan ikki beinleiðis er um ummæli. Í skrivandi stund er Also í útvarpinum og fýra spurningar á skránni, okkurt við einari kirkjuklokku og so okkurt eg ikki fekk við, tí tað, sum kendist áhugavert vóru teir seinnu spurningarnar, sum helst eru settir seinast sum gularøtur hjá lurtarunum, ið vaknar úr øllum leygardagsdølskni av problematisku spurningunum, sum snýr seg um vantandi samanhald í einum samanløgdum stovni ella um tey gudiligu kunnu drekka –“Wuhu ballada” – vit vakna øll, tá kritiska atlitið vaknar.

 

Mín egna bók

Herfyri var bókin Listamál givin út. Hon er í grundini ikki nógv øðrvísi enn ársheftini, Listin, sum eg og Inger Smærup Sørensen góvu út á Forlagnum í Støplum (John Dalsgarð) frá 2010 til 2013. Tó, Listamál er ein stór bók, sum Sprotin hevur givið út og bókin er sett saman av ummælum, viðtalum og ymiskum greinum um list og mentan. Tilfarið er skrivað seinastu árini og úrvalið er grundað á – ikki eina listarliga kvalitetskanon, ið summi tykjast halda. Eg havi ikki valt greinar út eftir hvørji listafólk eru best; als ikki, fleiri av mínum yndislistafólkum eru ikki grett í bókini – nei, úrvalið er heilt einfalt grundað á eina meting av greinunum sjálvum, altso hvørjar eg sjálv meti vera mest áhugaverdar at lesa í einari bók.

 

Tá ummælarin verður ummælt

Tað er jú ikki hissini avbjóðing, at flyta eina grein úr avísini og yvir í eina bók. Grundin til, at fleiri av mínum greinum klára tað, ella tað haldi og vóni eg, hevur við evnið at gera, at lýsta listin og listafólkini eru so mikið áhugaverd sum tey eru. Grundarlagið undir eini bók sum Listamál er heilt einfalt tann einastandandi góða gongdin hjá listini í Føroyum við ometaliga góðari dygd og einum breiðum, stuðlandi listaáhuga millum fólk flest. Jógvan Isaksen ummælti Listamál í Dimmalætting í síðstu viku. Eg datt av tilvild fram á ummælið í blaðnum og var so tikin av bóli, at eg klamsaði blaðið saman aftur. Eg eri púrasta við uppá kritisk ummæli, eisini um mítt egna avrik, men eg má altso fyrireika meg eitt sindur fyrst. Svølgja nakrar ferð. Kóka kaffi og so spakuliga opna avísina á famøsu síðuni og lesa yvirskriftina um ikki annað. Og júst yvirskriftin er í hesum føri so positiv, at eg hitnaði heilt út í kjálkarnar og niður í tærnar: “Ein óræddur ummælari við síni heilt egnu rødd – Listamál eftir Kinnu Poulsen er eitt vakurt og bersøgið úrval av tekstum um list og mentan”. Og eg gleðist, ti tað er so herligt at fáa rós, ikki minst, tá ummælarin í roynd og veru tykist hava lisið tilfarið gjølliga ígjøgnum.

 

anders2.jpg

Hin súra kritikararøddin

Samstundis sum eg fegnist og eri takksom fyri ummælið, hoyri eg hina súru kritikararøddina fyri mær. Hon situr sum ónda síðan hjá Dunnaldi onkra staðni aftan fyri oyrað og illneitast. Nú spyr hon um henda røddin í roynd og veru er nóg órødd og nóg neyv, ikki minst. Eg biði hana tiga og lata meg fáa frið at njóta hesa góðu løtu við rósi, men hon dugir illa tann kunstin at tiga og nú fer hon at tosa um bókina um Tórodd Poulsen, sum kemur í oktober, hon heldur, at tá verður hon neyvan so jalig og herlig; móttøkan altso, og tá er enn meira upp á spæl hjá henni, ið skrivað hevur. Har er jú øll møgulig ballada á skránni, bæði helvitisferðin, listastríðið og krossfesting á Vaglinum. Nei, eg fari bara at rudda og nú kemur spurningurin í Also um vantandi trivnað á samanlagda arbeiðsplássinum og tað vísir seg sum um, at prestur hevur verið á hasum leiðsluskeiðnum, sum er so populert fyri tíðina. 

Dreymar við havið kappast á altjóða filmsstevnu í Reykjavík

dreymar_vid_havid_1.jpg

Spælifilmurin eftir Sakarisi Stórá “Dreymar við havið” er boðin við í høvuðskappingina New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 filmum úr øllum heiminum. Filmstevnan verður 28 sept til 8okt.

Tað var í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk sítt fyrsta herðaklapp, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm Passasjeren.

Dreymar við havið er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir samleika. Hetta er fyrsti spælifilmurin eftir Sakaris Stórá, ið áður hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.

Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir hava høvuðsleiklutirnar í filminum, Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikritið, og filmurin er framleiddur av føroyska Fish&Film saman við danska Adomeit film.

Filmurin hevur fingið sera góð ummælið herheima, og er væl vitjaður í biografinum. Filmurin gongur í Havnar Bio, og eisini ber at bíleggja sersýningar fyrra- og seinnapartar.

Her er nýggjasti trailarin https://www.youtube.com/watch?v=kvPX7FvNzEE&feature=youtu.be

Tarira vann 3 ferðir gull

tarira.jpg

Við í flogfarinum frá Barcelona í dag var føroyska kórið, Tarira, sum kemur heim frá altjóða kórkapping í Lloret de Mar. Tarira tók lut í trimum kappingum og vann gull í øllum kappingunum.

Sum skilst á kórlimum var tað serliga teirra sangur á katalanskum, sum varð avhildin og ein upptøka á mobiltelefon avdúkar hvat tað er, sum hevur imponerað og rørt altjóða dómararnar á kórfestivalinum ”7th International Choir Festival and Competition, Canço Mediterrània”. Tí bæði klangur og huglag stendur heilt ómetaliga sterkt í hesi upptøkuni.

Tarira varð sett á stovn fyri fimtan árum síðani. Sunleif Rasmussen var kórleiðari tey fyrstu nógvu árini, Kári Bæk var leiðari eitt tíðarskeið og nú er Jóhannes Andreasen kórleiðari hjá kórinum, sum telur markantar sangarar við drúgvum og góðum royndum innan kórtónleikin. Eru teir nevndir, eru teir kendir í kórhøpi: Sopran: Berghild Poulsen, Joanna Johansen, Eyðbjørg Hansen, Urd Johannesen, Kristin Bæk, og Arina Bischoff. Alt: Elsba Samuelsen, Gunnvør Poulsen, Magna Jógvansdóttir og Píl Reinert. Tenor: Peter Niclasen, Hans Debess, Hanus Iversen, Óli Heri Joensen og David Christiansen. Bass: Andrias Petersen, Høgni Debess, Janus Poulsen, Mikael Johan Heinesen og Suni Danielsen. Teimum øllum verður ynskt hjartaliga til lukku.

tari.jpg