Mikukvøldið 4.oktober sýnir Filmsfelagið virðislønta týska filmin PAULA i Havnar Bio. Paula Modersohn-Becker var gávurík listakvinna, sum doyði á ungum árum.
Danski filmsútleigarin FilmBazar sigur soleiðis um filmin:
"Málarin Paula Modersohn-Becker (1876-1907) livdi alt sitt stutta, men intensa listakvinnulív í skugganum av manninum, Otto Modersohn, men í listasøguni hevur hon við tíðini fingið rætta plássið sum radikalur endurnýggjari av teirri týsku modernismuni. Ein stór framsýning við hennara verkum var í 2015 í Louisiana. Hon er somuleiðis kend fyri sítt tætta vinarlag við yrkjaran Rainer Maria Rilke, hvørs ‘Requiem für eine Freundin’ er skrivað til hana.
Filmurin er bæði eitt hugfarsligt og litríkt listakvinnuportrett og ein lýsing av strævnu korunum hjá kvinnum, bæði ríkum og fátøkum umleið 1900. Í filminum spæla gávuríkir sjónleikarar; Carla Juri, ið spælir Paula og Albrecht Schuch sum maðurin Otto Modersohn."
Kinna Poulsen fer at innleiða sýningina.