Tað var framsýningin Impromptu hjá Hansinu Iversen í Gamla Seglhúsi í Klaksvík, sum leygardagin fekk meg at taka leið 400 norðeftir – Impromptu merkir okkurt her og nú improviserað og skjótt - tað kann mann ikki siga um busstúrin. Tað er øgiligt, sum mann forkelast skjótt og venist við stórar flottar tunnlar og skjótleikan í ferðingini. Túrurin til Klaksvíkar, ið tók effinett ta tíð sum upplýst var í ferðaætlanini; hálvan annan tíma í fagrasta veðri við góðum útsýni allan vegin – føldist kortini sum ein sonn jorsalsferð. Men fram komu vit og tá vit høvdu rundað tann monumentala ídnaðarhúkin var gott at skoða góða list í Gamla Seglhúsi.
Tey bæði, ið reka Seglhúsið, Jastrid og Símun Gullaksen eiga rós uppiborið fyri sínar væl fyriskipaðu framsýningar av dygdarlist og ferniseringar, har listin verður væl presenterað við røðum, tónleiki og onkrum góðum til góman – hesa ferð hoyrdu vit Guðrið Hansdóttir framføra nakrar av sínum fínu poetisku sangum. Til matna fingu vit sjáldsama gott skerpikjøt uppá Hagabreyð frá lokala bakarínum, Amarant. Ein týskur ferðamaður, ið var vilstur inn á gólvið slapp at royna kjøtið, snerkti eitt sindur, men forvitnaðist síðan um hvaðani úr Føroyum vínið stavaði – noy hatta er Riesling fekk hann at vita og soleiðis er tað í Gamla Seglhúsi. Her rennur grótføroysk mentan við turrum kjøti av útoyggj saman við sofistikeraðari háeuropiskari vínmentan. Samansetingin av Riesling og skerpikjøti ljóðar eitt sindur serstøk, men smakkaði heilt ómetaliga væl.
Hilmar Høgenni helt upplatingarrøðuna og staðfesti millum annað, at tað als ikki er lætt at fáa málarí at síggja so lætt út sum Hansina Iversen megnar og hetta sæst eitt nú týðiliga á Impromptu. Á hesi framsýning hanga nýggjar koloristiskar kompositiónir, so lýsandi orkumiklar og leikandi lættar, at tú alt fyri eitt verður í góðum lag av teimum. Verkini eru væl hongd upp við góðari samanhangandi rútmu og við atliti til hølið og teir ymisku veggirnar.
Tað er langt síðani eg var í Klaksvík og har er nokk so nógv hent eitt nú arkitektoniskt á Biskupstorgi, har m.a. Hotel KG fer at geva kensluna av einum fjálgum býarmiðdepli á hesum áður heldur ófýsiliga staði. Bygt verður enn og plantað rundan um hotellið og tá tað er liðugt fer at rigga enn betur. Har var lív í Klaksvík leygardagin við hópin av fólki á Café Fríðu og í handlunum har á leið. Vit vitjaðu matstovuna í erva í Hotel KG, har vit nutu eina útmerkaða servering av cesarsalati / nýpilkaðum rækjum við breyði og leskiligum hvítvíni afturvið. KG er ein vakur bygningur serliga innan, har hann er merktur av fjálgum náttúrutilfari við vøkrum viði. Tað besta við bygninginum er kortini staðsetingin heilt niðri við sjóvarmálan. Tað er so sjáldsama vakurt, at tú mást klípa teg í armin at vita um tú ert fallin í dreymaland. Men so er okkurt, ið órógvar eygað og her kemur eitt lítið hjartasuff. Beint við Gamla Seglhús eru tveir turkislittir veggjarmálningar komnir, sum rigga illa og sýnast ómetaliga invasivir har millum gomul hús við sjóvarmálan. Myndprýðingar í almenna rúminum mugu gerast við atliti til umhvørvið rundanum har hugsað verður um bæði náttúru, søgu og bygningarnar sum heild. Innihaldsliga hava tey møguliga hugsað um umhvørvið, tí myndevnini eru ávikavist av hvali og kópi, men fagurfrøðiliga stinga hesar myndir seg fullkomiliga burtur úr heildini við einum at kalla disney-kendum estetikki og tað er spell. Henda myndprýðing er partur av einari størri verkætlan, sum fevnir um fleiri býir og bygdir í Føroyum og onkrastaðni riggar tað væl, t.d. flotta prýðingin uttan fyri Tinghúsið í Havn og í miðbýnum har á leið, har ymsar umbyggingar ganga fyri seg og plátur eru settar upp. Grafitti er ein subversiv sjangra og tílík grafittikend myndprýðing riggar best tílík fyribils støð, har eitt nú ung fólk verða eggjað til at úttrykkja seg í almenna rúminum, tað er altíð gott at geva spírum tílík herðaklapp, men skulu vit hava varandi list í almenna rúminum er best at venda sær til listafólkini.
Kinna Poulsen