Í fjør var føroysk filmsøga skrivað, tá Føroyar vunnu norðurlendska filmsheiðurin við framúr filminum hjá Sakarisi Stórá, Seinasta Paradís á Jørð. Í ár kann tað henda aftur við heimildarfilminum, BIRITA hjá Búa Dam, ið snýr seg um mammu hansara, Biritu Mohr, sum sjúk av Alzheimers fer á pall í einari uppseting av Lear Kongi í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins er ein týdningarmikil virðisløn, sum verður latin árliga fyri ein framúrskarandi norðurlendskan film. Virðislønin varð latin á fyrsta sinni í 2005, og upphæddin er 300.000 krónur. Endamálið er at vekja áhuga fyri filmslistini í norðurlondum. Millum vinnararnar kunnu nevnast t.d. Lars von Trier, Dagur Kári, Aki Kaurismäki, Thomas Vinterberg, Selma Vilhunen og Pernilla August. Teir allarflestu vinnarafilmarnir eru fiktiónsfilmar við fiktivum søgum, men summir filmar bróta frá, t.d. danski filmurin Flýggjan (Flugt), ið vann virðislønina í 2021. Tað er ein animeraður dokumentarfilmur, sum Jonas Poher Rasmussen leikstjórnaði, ið sigur ta sonnu, dramatisku søguna um barndómsvinin Amin, tá hesin sum einsamallur smádrongur flýggjaði úr Afghanistan til Danmarkar.
Búi Dam er saman við framleiðarunum, Jón Hammer, Mark Steele og Duritu Sumberg í uppskoti at fáa Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins og hann er sera fegin um tilnevningina. Tað skilst á tíðindaskrivi frá Nordisk Råds Filmpris – “Tað er ein stórur heiður at verða tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Fyri føroyingar kemur tað óvæntað, at okkara søgur verða sæddar og hoyrdar í Norðurlondum. Føroyar hava jú leingi verið í periferiini av norðurlendska samanhanginum. Men nú vit seinastu mongu árini hava flutt okkum tann vegin til at “declare independence”, sum íslendska systur okkara Björk mælti okkum til í 2008, hevur tað týdning, at vit skapa eitt greiðari pláss fyri okkara egnu rødd, okkara máli og mentan í norðurlendska felagsskapinum. Tí kennist henda tilnevning bæði gleðilig og týdningarmikil fyri okkum, sigur Búi Dam
BIRITA er ein ógvuliga serstakur heimildarfilmur. Her á Listaportalinum endaði ummælið av filminum soleiðis: “...Sjálvt um BIRITA er ein heimildarfilmur, eru søgugongd, tónleikur, myndir og bygnaður knýtt saman og lagt til rættis sum í einum samanhangandi filmslistaverki, sum tekur sær tíð at leggja seg fram fyri áskoðaranum. Tá luttakaranir í leikinum um Lear Kong í byrjanini trína inn í salin í Sjónleikarhúsinum og verða presenteraðir fyri okkum við prentaðum nøvnum, fáa vit varhugan av, at hetta er byrjanin uppá eitt veldugt drama, sum er enn størri og meira sárt enn King Lear og sum kanska bara leikstjórin skilir til fulnar. Hann hevur alt at missa og hevur sett sjálvan høvuðsstólin í veð. Listaligu dygdirnar í filminum gera, at vit fata bæði dirvið og tað skroypiliga í verkætlanini, tí tað siga tær intimu nærmyndirnar og dynamisku skiftini millum klárar og óklárar myndir og ljós í myrki okkum eins og framúrskarandi tónleikurin hjá Bill Frisell alla tíðina stuðlar huglagnum, antin tað er eymt og nakið ella tað er ógvusligt og dramatiskt. Inn í millum flyta vit okkum út úr teimum smáu hølunum og síggja út yvir Havnina og út yvir føroysk fjøll í stillmyndum, ið verða brúktar sum okkurt slag av visuellum pausum millum aktirnar í filminum. Hesar myndir, men eisini mátin filmurin verður presenteraður ber brá av, at avsendarin ætlar at miðla filmin uttanlanda. Hetta fer væntandi at ganga væl, tí BIRITA hevur altjóða flog!”
Vit ynskja BIRITU góða eydnu í harðari kapping við hini filmsverkini, sum eru tilnevnd í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki. Tey eru:
•Byrjanir (Begyndelser)
Jeanette Nordahl
Rasmus Birch, Jeanette Nordahl
Eva Jakobsen, Katrin Pors, Mikkel Jersin
• Eitt ljós sum ongantíð sløknar (Jossain on valo joka ei sammu)
Lauri-Matti Parppei
Ilona Tolmunen
• Kærleikin sum er eftir (Ástin sem eftir er)
Hlynur Pálmason
Anton Máni Svansson, Katrin Pors
• Kensluvirði (Affeksjonsverdi)
Joachim Trier
Eskil Vogt, Joachim Trier
Maria Ekerhovd, Andrea Berentsen Ottmar
• Kevlarasál (Kevlarsjäl)
Maria Eriksson-Hecht
Pelle Rådström
Ronny Fritsche, Lizette Jonjic
Kinna Poulsen