HANSINA 60

Nú listakvinnan Hansina Iversen fyllir 60 ár, stendur hon sum ein av okkara fremstu og mest týdningarmiklu slóðbrótarum, sum nonfigurativa málningalistin eigur í Føroyum. Í meira enn tríati ár hevur hon framsýnt síni verk og tikið lut á framsýningum bæði úti og heima. Ein av hesum framsýningum var í París. Tað var í myrkastu krúnukrímstíð, at føroysk list hekk og glógvaði í einari listahøll í sjálvum ljósbýnum, í impressionismunar høvuðsstaði, har vit dittaðu okkum at framsýna. Men við málningum hjá Ingálvi av Reyni, Zachariasi Heinesen, Rannvá Kunoy og Hansinu Iversen í skjáttuni – ja, tá er sjálvsálitið av tí allarbesta. Til hesa fronsku ferniseringina komu óvanliga nógv fólk. Hetta var ein av fyrstu framsýningunum eftir corona-stongsulin, og meg minnist framsýningargestirnar nakað sum bleikar, klænar vampýrar, ið gingu runt í framsýningini blundandi upp móti bjarta ljósinum í listaverkunum á vegginum.

Men tey vóru blíð í París. Sera blíð – bæði listaáskoðarar og ummælarar – tann eini; Pierre Gelin-Monastier viðmælti framsýningina sum ta týdningarmestu í París ta vikuna, men tað var serliga Hansinu, hann festi seg við. Hennara myndir bar hann saman við “la sagesse, la grâce ou la jarre de la veuve de Zarepta” – við vísdómin, náðina ella krukkuna hjá einkjuni í Zarepta, altso eitt ljós, sum uttan íhald floymir út yvir okkum uttan nakrantíð at verða uppi. Minnist, tá eg á mínum skúlafranska fekk stavað meg ígjøgnum hetta findarblíða ummælið og vildi greiða Hansinu frá øllum rósinum - hvussu óluksáliga illa við hon var. – Hansina orkar ikki fyri tílíkari lovtalu. Hon er ein nokk so jarðbundin persónur og hvør veit um ikki tað loysir seg at hyggja at hennara list við báðum eygum heilt niðri á jørðini.

Tí sjálvt um hon enn sum áður málar undurvakrar málningar við rundleittum formum í fleiri løgum við silvitni um allan myndaflatan og ljósi, sum blaðar í teimum heystligu litunum. So er alt so sera ítøkiligt. Flatin er eitt grunderað lørift. Ljósið skyggir í teirri glógvandi málingini, men skínur eisini úr hvítu grundini, sum hómast í millumrúmum og aftan fyri litirnar. Hansina er ein sonevndur málaramálari, ið skarar framúr tøkniliga og handverkliga, men hon er eisini grafisk listakvinna hvørs drúgva samstarv við Steinprent hevur kastað av sær yvir hundrað grafisk verk; fleiri teirra teljast millum høvuðsverk í samlaðu framleiðsluni í Steinprenti.

Hansina hevur ment ein serstakan grafiskan stíl, sum hevur ávirkað myndamálið í hennara málningum við støðugt meira samansettum bygnaði, har lag verður lagt oman á lag, júst sum við litografiskari tøkni, har hvør litur verður prentaður sær. Tey mongu prentini, sum Hansina Iversen hevur skapt í Steinprenti, fevna bæði um tað einfalda og tað maksimala, men eisini her ávirkar ítøkiliga tilfarið úrslitið í vøkrum, tunnum laveringum, sum listakvinnan skapar við penslinum eftir at hava dripið hann í tuntflótandi tussj. Stórar prentverkætlanir við nógvum umførum og litløgum hava bjóðað listakvinnuni av og hava brýnt hennara greiningarevni, og hetta sæst aftur í málningunum.  

Hansina Iversen er saman við Rannvá Kunoy slóðbrótari innan ta ikki-ímyndandi málningalistina i Føroyum. Listasøguliga verður henda listin knýtt at einum skifti, sum hendi í heimslistini eftir annan veraldarbardaga, har listaligi miðdepilin ikki longur æt París, men New York. Hansina hevur sjálv greitt frá í fleiri viðtalum hvussu ein námsferð til New York hevði grundleggjandi týdning fyri seg, tá hon á fyrsta sinni upplivdi risastóru málningarnar hjá Mark Rothko, Barnett Newman, Helen Frankenthaler og øðrum color field málarum. Hesin stílurin verður nevndur abstrakt ekspressionisma og tað tykist sjálvsagt at bólka listina hjá Hansinu sum okkurt slag av avlegara til hetta listaslagið. Men verkini hjá Hansinu eru kortini ógvuliga øðrvísi í mun til verkini hjá amerikonsku starvsfeløgunum og eg haldi, at munurin er bara vaksin í hesari øldini. Í hennara myndum snýr tað seg ikki per se um metafysiskt endaloysi, poppkendan slættleika ella tilvildarligt tachistiskt slettarí – hennara verk eru meira fjølbroytt, djúp og stýrd. Sjálvt um kompositiónirnar eru ógvuliga samansettar, tykjast tær merkiliga klárar og ótilvildarligar, sum um staðsetingin av øllum strokum, sporum av spreymáling og málaðum skapum er nágreiniliga stýrd, eins og løgini eru gjølliga samskipað í ein samanhang. Hesin samanhangur gerst alsamt sterkari og hómast bæði inni í einstøkum verkum og verkanna millum. Samstundis tykjast hesar myndir ómetaliga nærverandi sum tær folda seg út her og nú við tilfarsligum støði fyrst og fremst í teirri kimiligu og seint tornandi oljumálingini, ið onkrastaðni trínur blonk fram úr heildini meðan aðrir kámir flatar taka seg aftur í einari organiskt bylgjandi heild.

Framman fyri einum málningi hjá Hansinu má áskoðarin gera sær ómak og geva sær góðar stundir at hyggja og at hyggja aftur. Makaleysa kolorisman og flykrandi ljósmegin kann saman við orkuni í strokunum minna um Monet og aðrar impressionistiskar meistarar, men kanska er tíðin komin at sleppa samanberingunum nú Hansina rundar tey seksti. Henni tørvar als onga samanbering, men hennara verk tola at verða borin saman við tað allarbesta. Hennara verk kunnu í løtuni síggjast á framsýningini Impromptu í Gamla Seglhúsi í Klaksvík og fríggjadagin 11.sept letur føðingardagsframsýningin SEXAGINTA upp í Steinprenti við denti á grafisku verkini. Hjartaliga til lukku góða Hansina.

 

Kinna Poulsen