Hvøll Ullarljóð

Tey, sum tosa við ull í munninum verða vanliga ikki hildin at vera tey mest áhugaverdu at lurta eftir. Máliskan verður tíðum nýtt um ógreiða ella ódjarva talu, men sjálvt um nýggja yrkingasavnið eftir Jóanes Nielsen er rættiliga ullint og harvið ikki larmar so nógv, er dirvið framvegis tað sama til at siga tingini bart út sum vit hava upplivað tað áður í útgávum frá sjálvsútnevnda køstaprofetinum yviri við Strond.

Yrkingasavnið Ullarljóð kom annars merkiliga stillisliga at kalla ljóðleyst og fullkomiliga fyriuttan hornorkestur og annan fagnað út á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum. Tað var mestsum av tilvild, at eg varnaðist Jóanes Nielsen mitt í øllum bókasølurokanum í forhøllini í Norðurlandahúsinum, har edeligi yrkjarin mest sum ógáaður sat við einum lítlum bunka av bókum, ið vóru so smáar og smalar, at tær máttu vera yrkingasøvn – tað roknaði eg meg fram til alt meðan eg hevði ilt við at trúgva mínum egnu eygum –  hevði ikki hoyrt eitt kis um nakað nýtt savn frá Jóanesi Nielsen og er hann ikki tað nærmasta, vit koma uppá eitt núlivandi tjóðarskald? Eg kvikaði mær yvir og keypti mær savnið, sum eg fekk signerað við ullarkvøðu.

Jóanes Nielsen er ein av okkara mest lisnu og vælumtóktu høvundum og ein av teimum heilt fáu, sum hevur megnað at skriva yrkingasøvn, ið verða útseld. Fleiri orsøkir eru til hetta m.a. ein skriviháttur, sum kann vera óvanliga beinleiðis og bersøgin - eisini um ymiskt, vit vanliga ikki hava tikið uppá tungu, samstundis sum hann dugir at finna uppá orðingar, ið umframt at hava holdsligt jørðildi og poetiskt flog, fáa okkurt fram, sum ikki er sagt áður.

Í 2014 kom ein samlað útgáva av teimum tá níggju yrkingasøvnunum og við hesi føru bók í hendi er lætt at síggja hví yrkjarin er so væl dámdur. Summar av yrkingunum eru sum góðar skaldsøgur, har tú í reglunum hómar eina heila tilveru. Eitt er, at tað, hann skrivar situr væl, men tað tykist eisini altíð relevant og áhugavert at lesa óansæð um evnið er arbeiðarastrev, lívið sum fiskimaður, stættarsamfelagið, kærleiki og upp í lógvan av halleluja, tjóðskaparkensla, gerandisdagar, at liva og at skriva, Guð og Rolling Stones ella at taka mánalýsi í álvara. Hesar yrkingar lata seg eisini væl endurlesa í 2026 - eisini tær politisku, samfelagskritisku. Umframt yrkingar fevnir samlaða verkið hjá Jóanesi Nielsen um stuttsøgur, skaldsøgur, sjónleikir, greinasøvn – hann tekur javnan kjansin sum røðari og er sostatt ikki á nakran hátt listafólkið í fílabeinstorninum langt uppi yvir veruleikanum. Hann hevur bæði beinini plantaði á jørðini í samfelagnum, hann er partur av sum ein typiskur Havnamaður; hálvur Sumbingur og heilur sosialist.

Sambært yvirlitinum í nýggju bókini er Ullarljóð 27. útgávan hjá Jóanes Nielsen. Í hesi bók eru 80 síður við nítjan yrkingum, ið snúgva seg um at vera menniskja á jørðini nú og fyrr. Og samstundis sum samtíðin illitt av aggressiónum og grammleika trýstir seg fram millum reglurnar, kenna vit aftur yrkjaraegið, sum er farið at eldast og líta aftureftir. Eftir fyrsta gjøgnumlestur kemur mær til hugs, at nú er Jóanes Nielsen eisini farin autofiktiva leið. Tí yrkjaraegið minnir á so mangan hátt um skaldið, ið eftir øllum at døma miðsavnar seg um síni skyldfólk, tær vónir og vónbrot, sum koma fyri í samfelagsliga grundbygnaðinum, sum familjan er og hevur verið og tað nógva, sum ikki rúmast í gomlum ímyndum um hvat ein familja er og skal vera. Her er óynsktur graviditetur og harðskapur í parlagi, duldur samkyndleiki og eitt av somu orsøk ólukkuligt hjúnarlag, men vit lesa eisini um eitt eydnuríkt samkynt hjúnarlag millum systrina og eina norska kvinnu.

At byrja við lesi eg savnið sum var tað sjálvsævisøguligt og hugsi um hvørt hetta man vera fyrstu ferð í føroyskum bókmentum, at ein yrkjari “outar” pápa sín við at avdúka, at hann var samkyndur. Seinni varnist eg allar teir mongu upplýsingarnar í bókini, sum ikki samsvara við veruleikan, eitt nú heitið á fyrsta yrkingasavninum hjá yrkjaranum, sum í veruleikanum var Trettandi mánaðin, men sum sambært Ullarljóðum er Náttarinnar síðugøtur. Navnið á dóttrini er heldur ikki rætt og so er spurningurin um avdúkingin av faðirliga skápsbøssanum heldur ikki er eftirfarandi ella um allar tær kreativu uppfinningarnar og frávikini frá veruleikanum bara skulu minna lesaran á poetiska sannleikavirðið, sum jú altíð hevur størri týdning enn tað, sum tilvildarligar gølusøgur leggja upp til. Søgan um mammuna og hennara óútpakkaðu bindimaskinu gevur okkum í øllum førum eitt sera autentiskt portrett av eini megnarkvinnu, sum livdi eina óforloysta tilveru saman við einum samkyndum manni. Eisini í hesum sambandi er hetta at stoppa hosur av týdningi. Fyrstu ferð yrkjaraegið fer til skips fær hann sum siður er stoppinál og garn við frá mammuni og fær tá løgnu ráðini frá pápanum um ikki at stoppa hosur meðan bygdamenn síggja. Hann skilir ikki samanhangin fyrr enn nógv seinni, tá hann hoyrir frá mostrini, at pápin “plagdi at stoppa hosur fyri menn tey árini hann sigldi/ at lønin hann kravdi/ var at blíva fleygaður afturi í skorsteinsrúminum”.

Sjálvsævisøguligt ella ei, so ivast vit ikki eina løtu í sannleikavirðinum í lýsingini av einum sjómanni, sum onkra løtu umborð á skipi útlivir sín samkynda samleika, ið verður hildin niðri, meðan hann er heima hjá konu og børnum. Hetta sama falska ektaskápið hevur verið og er framvegis til stóra sorg hjá so mongum, ið royna at broyta seg sjálvi fyri at passa inn í ein homofobiskan heim. Eitt eksistentielt ódnartak, sum er dømt til at miseydnast í øllum førum við hús – tey, sum tú býrt saman við, kenna teg. Tað besta við hesari frásøgnini er kortini nuansurnar og kærleikin, sum framvegis er har til bæði foreldrini. Tað er soleiðis tilveran er, tað er soleiðis menniskjað er. Veikt og fult av kærleika og vøkrum lýtum. Vit eru menniskju, ikki maskinur. Einastaðni kemur yrkjaraegið til ta niðurstøðu, at:

 

“Vit eru av tí ættarliði

ið tignarlækkaðu hjartað til eina pumpu

rationalistar tøldir av vísindunum

mistu burtur spurningameingi

og gjørdu pillaraglasið til svarið uppá andans trega.

Vit gloymdu púrasta at hjartað er sjálvlekjandi

at okkara innara apotek byrjar at framleiða heilivág

júst tá sálarsmeitin súrgar kropsvæturnar.

Lívsseiggið krøkir seg í nervarnar

ferjar evolutiónstreytað byggitilfar inn í hjartakømrini

elasmáar skuffur og lúkur ríkja á særdum hongslum

angi úr sálarinnar blómuteigum

verður rikin inn í blóðæðraskipanina

millum rivjabeinsrimar kveikjast ljós

hjartað

rúmdarinnar eiggiligasta trumma

dukar tindrandi stjørnur fram í vónrík eygu.”

 

Lesið yrkingina í síni heild í bókini Ullarljóð s.66-74

Kinna Poulsen