Gott nýggjár

Dagarnir millum jól og nýggjár býðst høvið at skoða aftur á tað farna og at hugsa um tað komandi. Hetta brátt farna var eitt ár við stórum mótsetningum – við ósemjum um stórt og smátt, men eisini við gleði, fagnaði, stórum listaligum upplivingum og virðislønum í hópatali. Tann størsta sensatiónin hendi, tá Vónbjørt Vang vann okkum Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bók sína Svørt Orkidé – 39 ár eru liðin síðan Føroyar seinast vunnu hesa virðisløn. Sensatiónin var dupult, tí vit vunnu eisini Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð. Harumframt fekk nýggja matstovan hjá Pól Andriasi Ziska tvær michelinstjørnur í einum og Teitur fekk mentanarvirðisløn frá danska Wilhelm Hansen grunninum. Maria Winther Olsen vann við filminum Vælkomin heim virðisløn fyri besta heimildarfilmin í Ekko Shortlist Awards 2025. Randi Samsonsen fekk Aica virðisløn fyri verkætlan sína á Trapholt Things Matter og eg ivist ikki í, at fleiri mentanarvirðislønir eru latnar føroyingum - tað er heilt ótrúliga flott. Til lukku øll somul.

Við 2025 eru vit komin ein fjórðing inn í 21.øld, sum vit tessvegna skuldu kent nokk so væl og havt álit á, men henda øldin er ikki so at fáast við og er hetta seinasta árið farin at skikka sær heilt illa, nú gamlir vinir eru farnir at tíggja sær sum autokratisk og nýkolonialistisk bølmenni, meðan aldargamla stríðið í bíbliulandinum, sum einaferð var líka langt burturi sum tað var óskiljandi, elvir til djúpa ósemju millum føroyingar. Tað var ikki gamalt, men yvirhøvur sæst eitt lyndi til polarisering, politiskt og økonomiskt, millum ættarlið, millum landafrøðilig øki, ideologiskt og sum altíð, tá eitt valskeið nærkast sínum enda ynskja mong, at andstøðan fer á brúnna. Føroyskur mentalitetur verður javnan samanborin við stevið í føroyska dansinum, har farið verður tvey stig fram og eitt aftur og hetta íbygda himprið – so strævið tað til tíðir kann tykjast – tálmar okkum í øllum lutum – møguliga eisini í mistøkum. Ein politisk høgrasnúning kann á so mangan hátt sýnast opportun í løtuni í tráð við altjóða rák og kanska verður alt betur, tá fólkaflokkurin aftur ræður fyri borgum ella tað tykjast mong halda – eisini javnaðar- og tjóðveldisveljarar, ið hetta árið hava verið serliga íðin at finnast at sínum egnu politikarum fyri vantandi politiska og sosiala slagkraft. Sambært eini veljarakanning fyri jól hava fleiri í hyggju at lata eini komandi høgrasamgongu sína atkvøðu. Tey hugsa eftir øllum at døma sína atkvøðu sum eitt slag av kritiskum kapitali, ið kann brúkast at revsa egnan flokk við og hava møguliga ikki varnast, at valskipanin er nógv meira einføld, tí atkvøður tú ikki fyri flokkinum, sum stendur fyri tínum hugsjónum, ja so atkvøður tú ímóti egnari sannføring.

Leiklist á fíggjárlógina

Ein sjáldsom útlutan hendi beint fyri jól, tá tríggir fríyrkisleiklistabólkar fingu tilsamans hálvaaðru millión krónur. Talan er um Leikhús Skift, Tvazz og Teatur Grugg, ið hervið eru á fíggjarlógini. Tó, at avgerðin á ein hátt er søgulig er hetta ikki fyrsta dømi um beinleiðis listastuðul t.d. á tónleikaøkinum, har ein bólkur sum Aldubáran fær fasta upphædd. Øll eru ikki samd um hvørt hetta er røtt mannagongd, eitt nú tóktist Rønn Eliasen, forkvinna í Leiklistaráðnum ónøgd í samrøðu við útvarpið, men øll tykjast kortini fegin um, at samlaða játtanin til leiklistaøkið hervið er økt við 700.000 krónum. Armslongdarreglan hevur eysýndan týdning, men møguliga kann hetta slagið av útlutan – um hon verður framd við fakligum atliti og við denti á yrkislist – gerast eitt áhugavert ískoyti til okkara listastuðulskipan, sum kann ríka yrkisleiklistaøkið. Eingin kann ivast í, at nevndu leiklistabólkar umframt Det Ferösche Compagnie hava staðið fyri nøkrum av teimum mest spennandi føroysku leiklistaverkætlanunum í hesari øldini. Hesar framførslur hava havt sera stóran týdning – eisini at leikirnir ofta ferðast kring landið - tað eiga vit at gera í størri mun við hinum listasløgunum eisini.

 

Dansur og listprýðing

Modernaður dansur hevði eitt gott ár innan føroysku listina ikki minst orsakað av Norðurlandahúsinum, sum hevur lagt alstóran dent á hetta listaslagið. Búi Rouch og RIVA hava staðið fyri fleiri áhugaverdum dansi- og koreografiverkætlanum. Hinir báðir dansararnir í RIVA fingu gávugóðs: Í ár varð gávugóðs Torvalds av Steinum latið samtíðardansarunum, Vár Bech Árting og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum longu hava víst framúrskarandi listalig evni og framtakshug. Blaðungar fóru tær at dansa og vísa áhuga fyri samtíðardansi sum listagrein. Síðani 2021 hevur RIVA, dansibólkurin við teimum báðum á odda, staðið fyri seks verkætlanum.

Stjórnarráðini og stovnar undir landinum fáa nú fráboðan frá Almanna- og mentamálaráðnum um, at rundskriv um listprýðing av byggiverkætlanum hjá landinum verður sett í gildi. Endamálið við rundskrivinum er at skipa listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum, so at listprýðing og byggilist verða hugsað sum ein heild, og at ein partur av byggikostnaðinum verður settur av til list frá byrjan av verkætlanini. Fleiri stórar listprýðingar eru í gongd m.a. á fróðskaparsetrinum, har ein kapping er í gongd, sum vit fara at hoyra meira um í næstum. Fleiri listprýðingar vóru framdar í ár, t.d. listprýddi Silja Strøm nýggju svimjihøllina í Havn og móttøkuna hjá umsitingini í Vestmanna kommunu.   

 

Opera í Klaksvík

Í januar var ein serlig pallframførsla í Varpinum í Klaksvík, tá operan hjá Sunleif Rasmussen um Regin smið var framførd við Rúna Brattaberg sum høvuðsleikara, ið sang saman við Aldubáruni við Rannvá Niclassen og Sigurði Andersen sum dansarum. Móttøkan av verkinum var positiv. Rachel Einarsson skrivar á klassiskbureau.com m.a: “Vit fáa eina fantastiska byrjan við Rúna Brattaberg. Stillisliga fer hann inn á tann svarta pallin. Hann tekur tað stóra svørðið úr amboltinum, lyftir tað upp. Heldur tí í útstrektum ørmum oman fyri høvdið. Alt er stilli. Og myrkt. Øll í salinum bíða. Og so sveiggjar hann svørðinum tungt og næstan róliga niður á ambolið framman fyri sær. Og slagið móti amboðinum ger eitt risa afturljóðandi ekkó í høllini. Eitt ekkó, sum við eyka ljóðstyrking og effektum boðar frá álvarstunga huglagnum á gandakendan hátt..”.

 

Nýggjur stjóri í Tjóðpallinum

Í apríl byrjaði nýggi stjórin í Tjóðpalli Føroya; 38 ára gamli norðmaðurin Harald Thompson Rosenstrøm, ið er útbúgvin sjónleikari á Moscow Art Theatre School. Síðan hann byrjaði er aktivitetsstøðið hækkað á Tjóðpallinum og tá tey herfyri settu upp leikin Øskufía var stjórin sjálvur við á palli. Í ummæli her á Listaportalinum stóð m.a: Estetiskt tykist leikurin samheilur við sínum myrka, harðføra innihaldi og einum avgjørdum vilja til at fyrihalda seg til veruleikan heldur enn til óalítandi gand og hugflog. Pallurin sýnist størri enn vit hava upplivað hann áður, hann er svartur við hvítum strikum á - scenografiin er sostatt supereinføld og Dogville-kend um nakar minnist tann filmin - sum ein teknað skitsa. Hetta sama er galdandi fyri búnarnar, sum fyri tað mesta eru einfaldir og teknaðir við hvítum á svart klæði – hetta riggar til leiklistaligu støðuna, har mann spælir og letur sum um. Tað er ikki frítt, at Freud kemur áskoðaranum til hugs og tann góða gamla móðurbindingin vísir seg eisini at vera ein áleikandi trupulleiki. Myrkrið í ævintýrum er jú ofta orsakað av einari menning, sum er uppsteðgað, tí hon er vorðin órógvað. Bæði Fía og kongasonurin eru steðgað upp í teirra búning. Hon er fratør, tí hon heldur seg hava svikið mammu sína við ikki at minnast hana allatíðina, meðan hann ikki vil tosa við nakran, tí hann bíðar eftir at mamman skal ringja – tað er ikki fyrr enn tey bæði viðurkenna, at mammurnar eru deyðar og farnar, at tey koma víðari. Øskufía er tískil ein leikur sum við skemti og dýpd varpar ljós á sambandið millum børn og foreldur – huglagið er til tíðir eitt sindur álvarsligt og vaksið, men eisini stuttligt og fjákut til stóra fragd hjá børnum stórum sum smáum.

 

Leiklist

Hetta árið, serliga heystið var á tremur av leiklist; m.a. var leiklistafestivalurin VERK – Nordic Stage Days í oktober, tá einrøðuleikurin Upphav eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S.Dalsgaard var framførdur í Norðurlandahúsinum. Harumframt vóru leikirnir Prima Facie, Dreymaleikur og Gerandislív í triðja ríkinum framførdir, allir leikirnir eru ummæltir her á Listaportalinum. Um Upphav stóð millum annað: Teir, sum gingu burtur vóru menn - tey, sum kendu sviðan vóru kvinnur og børn. Leikurin leggur dent á kvinnuliga sjónarhornið, tað ófatiliga stríðið hjá einkjum, sum skuldu lívbjarga sínum húski í heimum, har pápin manglar sum inntøkukelda - sum menniskja. Hetta evnið er viðkomandi – eg havi sjálv átt eina ommu, sum skuldi skaffa mettuna til sjey fólk í húsi og hvørs tilvera var treytað av greipum uttan avsendara á trappuni og aðrari hjálp frá bygdafólkinum. Tó, at børnini mangan vóru slept út úr húsinum til skips og í hús at tæna so skjótt sum tey vóru konfirmerað, var tað eitt satt baks hjá konunum, áðrenn sosialar veitingar so sum einkjupensjón var til. Sakn og sorg hava listafólk sum Sámal Joensen-Mikines og Janus Djurhuus viðgjørt við lýsingum av marmorbleikum kvinnum og børnum. Minni er gjørt burtur úr ítøkiliga matstríðnum í kjalarvørrinum av deyðum og druknaðum monnum. Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju.

 

Prima Facie

Prima Facie er á so mangan hátt ein eyðkend DFC framførsla semjast eg og sonurin um á veg heim frá leikinum. Ja, men hvat er tað í grundini spyr hann. Kanska svarið verður eitt sindur breitt viðgangi eg í og við, at leikskráin hjá DFC fevnir um bæði gamalt og nýtt, um Shakespeare og um samtíðarleiklist. Somuleiðis er manningin fjølbroytt við nógvum skiftandi luttakarum og einari nokk so fastari listaligari kjarnu. Men samanumtikið er DFC eksperimentalteatur, ið um somu tíð tykist víðgongt og viðkomandi og listaliga progressivt. Senografiskt taka leikirnir støði í skiftandi innihaldi, men eru eisini staðspesifikkir við skiftandi hølisumstøðum alt eftir um leikurin gongur fyri seg í einum sjónleikarhúsi, einum skúla ella einum lítlum glashúsi í miðbýnum í Havn. Estetiskt eru leikirnir ofta merktir av einum hugtakandi blandi millum tað ógvuliga analoga, næstan barnsliga spælandi og so onkrum, ið er meira tøkniliga framkomið. Í fleiri leikum hava talvur verið brúktar í onkrum slagi av framløgu eins og ljóð- og filmsupptøkur ofta viðka um leiklistarúmið uttan, at tað yvirdoyvir sjálvan sjónleikin. Sjónleikurin er altíð í fokus og tað merkir í hesum føri, at Kristina Sørensen Ougaard hevur okkara fulla uppmerksemi í gott og væl hundrað minuttir. Hetta ber hon við imponerandi yvirskoti, intensum tempo og so mikið stórum trúvirði, at tíðin flýgur. Eg trúgvi heilt einfalt uppá hennara ímyndan av Tessu Ensler.

 

Dreymaleikur

Teatur Grugg setti upp Dreymaleik eftir August Strindberg í týðing hjá Hanusi Kamban. Ein leikur, sum í skapi tóktist óregluligur eins og ein ørkymlandi dreymur, ið bjóðar galdandi reglum av og støðugt myndar nýggjar samanhangir. Men undranin miðsavnar seg serliga um menniskjuni og okkara stríð við at liva upp til allar møguligar og ómøguligar skipanir, sum vit sjálvi seta á stovn og sum knýta okkum føst í ævig mynstur av meiningsleysum endurtøkum. Sjálvt um okkurt er absurd og annað heilt abstrakt, kennir áskoðarin seg lættliga aftur bæði í leitanini eftir meining og frágreiðingum, sum kunnu geva tilveruni eitt endamál, men vit kenna eisini typurnar aftur, bæði frísk og sjúk, droymarar og dekanar.

 

Gerandisdagar í triðja ríkinum

Sjálvt um okkurt er stuttligt, er ikki nógv at flenna eftir hjá teimum neyðars menniskjunum í triðja ríkinum í leikinum, sum verður leiktur í løtuni á Tjóðpalli Føroya. Eftir leiklok er stilt sum í grøvini inntil onkur tekur seg saman at takka fyri veldugu upplivingina við lógvabrestum. Vit taka undir og klappa við lít, men myrkrið eltir meg kortini út í garderobuna, har ljóðið av einum jakkatræi, sum dettur á gólv, fær meg at hvøkka við. Eg eri ikki einsamøll um hesa kenslu, sum eg hómi í andlitunum á mínum medáskoðarum; fjálturin í leikinum er farin inn undir húðina á okkum inn í sjálva nervaskipanina, har hann hevur funnið ein móttakara, ið kennir aftur brá í óhugnaliga mynstrinum, sum leikurin vísir okkum.

 

Leiklist og filmur

Eina av ársins stóru leiklista- og filmsupplivingum fekk eg í Havnar Bio, tá eg var til nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð, sum eg m.a. ummælti soleiðis: Kári er bæði ov ábyrgdarfullur og ov sjálvstøðugur til at fylgja rákinum í okkara tíð við andstyggiliga kravinum um æviga optimering og at vera besta útgáva av sær sjálvum. Kári stríðir og strevast og eina løtu hugsar áskoðarin kanska sum gentan, honum dámar, at hann er “ov góður til hatta”, men spakuliga broytist hesin varhugi. Tað er mamma gentuna, leikt við fjálgari nærveru av Anniku Johannessen, ið staðfestir ta sannroynd, sum spakuliga birtist fyri okkum, at orsøkin til, at Kári heldur so fast í heimbygdini sum hann ger, hevur við kærleikan til ta deyðu mammuna at gera. Bygdin minnir hann um hana og Kári minnir eisini bygdina um mammuna, tá hann gongur við konfirmatiónskortum. Ein rørandi ringrás av kærleika. Í hesum filmi er kærleikin størstur. Ikki tann romantiski kærleikin við sínum egomaniska forelskilsi, men meira kærleiki sum fyribrigdi og lívstreyt. Tað er kærleikin millum systkin, kærleikin til heimbygdina og kærleikin frá mammuni, sum seyrar ígjøgnum øll løgini í filminum. Tá kvinnurnar leypa á bláman, er tað sum eitt satt undur av vakurleika, av hita og kærleika, sum vit uppliva gjøgnum eyguni á systrini, so at vit sansa hennara miss og missa ondina av samkenslu.

 

Føroysk myndlist uttanlanda

Føroysk myndlist skaraði framúr uttanlands. Í London vóru og eru málningar hjá Rannvá Kunoy framvegis at síggja á framsýningini The Long Now, sum Philippa Adams kurateraði í Saatchi Gallery – bæði framsýningin og verkini hjá Rannvá Kunoy hava verið mikið róst í bretskum fjølmiðlum.

Í Scandinavia House í New York luttók Randi Samsonsen á ikki minni enn tveimum framsýningum. Eisini Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt um seg uttanlands m.a. við framsýning í Bergen og einari sjáldsama vakrari framsýning í Galleri Alice Volker í Keypmannahavn við heitinum Grace. Framsýningin var sett saman av ljósareyðum, ljósagrønum og hvítum gipsrelieffum. Uppheingingin gagnnýtti avlanga formatið á vakra, ljósa framsýningarrúminum í eini greiðari heild, sum var disponerað í eini langari horisontalari røð. Grace er eitt rættiliga stórt hugtak, ið sambært orðabókini kann fevna um ymisk sløg av tign, bøn og hásinni. Í áhugaverda framsýningartekstinum staðfesti listamaðurin, at henda framsýningin var um takksemi fyri fyri lívsins náði og ein góðan pápa, sum tók listaáhugan hjá soninum í nóg stórum álvara til at finna honum eitt atelier longu tá hann var trettan og sum altíð hevur stuðlað hann treytaleyst: “Eg veit ikki hvussu eg kann geva honum nakað aftur av øllum hesum, men hetta er mítt portrett av honum. Mín máti at siga takk..”. Jóhan Martin Christiansen hevði annars eitt sjáldsama virkið ár og eigur m.a. eitt kapitul í áhugaverdu bókini Imellem mænd (Frydenlund Academic), har hann lýsir føroyska list úr einum heldur sjáldsomum kvirum sjónarhorni. Harumframt vóru fimm av hansara verkum keypt og tikin við í savnið hjá Statens Museum for Kunst, sum annars ikki hevur gjørt nakað burtur úr føroyskari samtíðarlist í hundrað ár (og ja tað er umleið líka lítið sum Listasavnið hevur gjørt burtur úr danskari samtíðarlist, sum í ár tó sást á savninum, tá Julie Sass framsýndi og las upp í forhøllini).

Á somu ferð í Keypmannahavn eydnaðist mær at uppliva framsýningar hjá tveimum týdningarmiklum føroyskum listakvinnum úr hvør sínum ættarliði. Tann yngra, Alda Mohr Eyðunardóttir framsýndi sítt endaverk á framsýningini Afgang á Charlottenborg og tað var nemandi at hoyra móðurmáli her í danska listamiðdeplinum. Verkið Dráttir var sett upp í einum myrkum horni, har tað foldaði seg út á báðum síðum av einari plexiglasplátu sum eitt ljóð- og filmsverk við svarthvítum myndum av eini fullmánanátt í einum fjallalandslagi, sum eg orsakað av føroyska ljóðsporinum síggi sum eitt føroyskt landslag, men tað tók eina løtu at skilja hvat gekk fyri seg - verkið var soleiðis uppsett, at tann áskoðarin, ið ikki skilti føroyskt, má trína innum verkið fyri at síggja “baksíðuna” á plexiglasplátuni, har føroyska talan er týdd til enskt. Eg upplivdi, meðan eg stóð í verkinum og lurtaði og hugdi, hvussu vitjandi gingu framvið verkinum, tá tey uppdagaðu ta málsligu forðingina. Samstundis sum hetta verkið tóktist tilfarsliga skroypiligt, merkt av trilvandi opinleika, empati og kanska rundum holum av sorg og tómleika, var tað onkursvegna monumentalt hugsað og tað sama er galdandi fyri sjálvt teir minstu málningarnar hjá Hansinu Iversen, sum við síni framsýning í Galleri Lars Borella í Charlottenlund, The Transient legði dent á tað stokkuta, óstøðuga – á tað, sum er, men longu er í umbroyting. Málningarnir hava eitt at kalla impressionistiskt brá við skelvandi ljósbrigdum. Ljósið speglast í bjørtu litunum, men lýsir eisini í hvítu bakgrundini, sum glitrar út í rúmið eins og tað gløðir aftanfyri litirnar so intenst, at vit næstan snerkja upp móti ljóshavinum. At hesi verk hava eina ítøkiliga fysiska ávirkan á áskoðaran, kemst ikki bert av litunum, teirri hugtakandi kolorismuni, men er eisini tengt at mátanum málningarnir eru gjørdir. Tað, sum vit síggja á málningaflatanum, eru tekningar og spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan verkini verða skapt – verkini eru vøkur, men vit mugu ansa eftir ikki at minka um hesi verk við bert at síggja teirra vakurleika. Hetta eru nonfigurativ samtíðarlistaverk, ið eins og svampar hava sogið tíðina í seg. Sum ein franskur ummælari einaferð viðmerkti, so er ljósið í hesum verkum so øgiligt, at tú verður noyddur at hugsa um myrkrið.

Á somu ferð í Keypmannahavn upplivdi eg framsýningar hjá tveimum týdningarmiklum føroyskum listakvinnum úr hvør sínum ættarliði. Alda Mohr Eyðunardóttir vísti sítt endaverk á Afgang á Charlottenborg. Tað var serstakt og rørandi fyri meg at hoyra føroyskt mál mitt í danska listamiðdeplinum. Verkið Dráttir var sett upp í einum myrkum horni sum eitt ljóð- og filmsverk við svarthvítum myndum av einum fjallalandslagi í fullmánaljósi. Verkið kravdi, at áskoðarin fór inn í tað, tí føroyska talan var týdd til enskt á baksíðuni av plexiglasplátuni. Eg merkti, hvussu nógv vitjandi fóru víðari, tá tey stóðu andlit til hesa málsligu forðing. Samstundis sum verkið tóktist opið, trilvandi og merkt av sorg og tómleika, tóktist tað eisini monumentalt. Á serframsýningini The Transient hjá Hansinu Iversen í Galleri Lars Borella var dentur lagdur á tað óstøðuga og umskiftiliga. Málningarnir hava eitt næstan impressionistiskt brá, har ljósið skelvir í litunum og glitrar í tí hvítu bakgrundini, sum tykist lýsa aftanfyri málningarnar. Verkini hava eina sterka fysiska ávirkan á áskoðaran, ikki bert orsakað av litunum, men eisini av teimum rørslum og sporunum, sum síggjast í málningunum. Hetta eru nonfigurativ samtíðarlistaverk, ið hava sogið tíðina í seg – og sum við sínum øgiliga ljósi tvinga okkum at hugsa um myrkrið rundanum.

 

Myndlist í Føroyum

Ein serstøk listaframsýning var longsta dag í Atlantic Airways Aviation Academy á flogvøllinum hjá Rannvá Kunoy, sum í gjøgnum nógv ár hevur ment ein serstakan teknikk, har hon nýtir ljósreflekterandi pigment á lørifti. Verkini vóru síðani framsýnd í Steinprenti. Harumframt vóru áhugaverdar framsýningar hjá Jens Dam Ziska, Zachariasi Heinesen, Torbirni Olsen, Mariusi Olsen, Tóroddi Poulsen, Jón Sonna Jensen, Rannvá Holm Mortensen, Bárði Jákupsson, Barbaru í Gongini og hjá Maibritt Marjunardóttir & Fríðu Berg. Annars var føroyska myndlistaárið 2025 misjavnt. Sjálvt um myndlistavirksemið var nógv og eg kann koma í tankar um fleiri góð verk og framsýningar, var ikki nógv, sum ordiliga flutti meg ella tók meg á bóli. Nógvar framsýningar høvdu at síggja til eittans endamál og tað var at selja so nógv sum møguligt meðan tað listaliga tóktist meira diffust. Og tó at listasøla er av stórum týdningi í føroyskari listasøgu, tykist hon í løtuni merkt av tilvild og einum ávísum Klondyke-stemningi, har fólk selja og keypa hvat sum helst uttan innlit, royndir ella útbúgving innan list. Grundirnar eru ivaleyst fleiri og myndlistin hevur ikki sum bókmentir og tónleikur nakra útbúgving at dúva uppá her á landi eins og myndlistin vantar almenna umboðan á sama hátt sum Farlit og FMX gera fyri bókmentir og tónleik. Kommersialisman tyngir listaliga støðið, men við ávísum undantøkum sjálvandi.

Okkurt nýtt

Eitt tað mest vælgerandi undantakið var í húsunum hjá Janusi Kamban, har Vár Bænadikta Samuelsen hevði sína fyrstu serframsýning. Framsýningin, sum bara vardi ta løtuna, tá ferniseringin gekk fyri seg, var sett saman av tekningum, skulpturi og installatión, hevði sterkan samanhangandi dám bæði konseptuelt, men eisini ítøkiliga við bjartlittum spreingileidningum, ið skaptu samband millum verkini. Framsýnt var eisini eitt ritverk eftir Onnu Maluni Jógvansdóttir, sum í stíli og litum víkir frá náttúrulitta universinum hjá Vár B.Samuelsen, men sum kortini umskarast í eyðsýnda áhuganum fyri náttúru, blómum, fyri várhagasóljum. Eg kenni ikki listakvinnuna, men minnist tó eitt av hennara verkum, eina gula standmynd, sum var framsýnd í Hoydølum og seinni eisini í Listasavninum. Við framsýningarheitinum Móttakari leggur listakvinnan dent á ein tann týdningarmesta komponentin í eini listauppliving, sum samstundis er tað ókenda x´ið í líkningini og tað eru vit, móttakarar og okkara assosiatiónir. Vár B.Samuelsen líkist ikki burtur frá sínum ættarliði, hesum ungu fólkunum, ið eru so ómetaliga væl fyri og væl lærd, at mann ræðist fyri, at teirra list gerst ov hugsað, ov kalkulerað, ov lærd, men á framsýningini Móttakara var til alla eydnu eisini pláss til tað poetiska og villa við ansi fyri bæði tí skroypiliga í tilveruni, men eisini við virðing og atliti fyri framsýningarstaðnum og teirri gomlu føroysku listakempuni, sum einaferð búleikaðist har og sum testamenteraði hús sítt til listafólkini. Við støði í, at framsýningarhølið er eitt atelier og altso eitt rannsóknarhøli skipar Vár B.Samuelsen sína framsýning sum eina vísindaliga royndarstovu og kanning av nøkrum organiskum formum, ið bæði minna um flora og um sovorðnar seðlar sum sálarfrøðingar í filmum vísa sínum patientum at vita hvat tey ganga og spekulera uppá. Tilfarið kring verkini er viður og tykist eisini hugsað til timburveggirnar á atelierinum hjá Janusi Kamban. Standmyndin í framsýningini er sett saman av onkrum jarni, sum minnir um eina gamla antennu, men jarnstengurnar eru settar oman á nakrar plátur, sum vísa seg at vera okkurt slag av væl brúktum arbeiðspodium/trolley við hjólum – eru hetta kanska arbeiðsundirløg hjá Janusi sjálvum? Tað veit mann ikki, men júst hendan standmyndin er merkiliga vøkur á sama hátt sum tann áðurnevnda gula standmyndin – tað er ikki á hvørjum degi vit kunnu siga, at føroysk list hevur fingið ein munagóðan kontemporeran skulptør.

 

Bókaárið

Bókmentirnar høvdu stóran viðgang í brátt farna ári við tað, at Vónbjørt Vang vann norðurlendsku bókmentavirðislønina og tá Bárður Oskarsson fekk Mentanarvirðisløn Landsins, men eisini orsakað av nýggja føroyska bókmentafestivalinum, ið var hildin í døgunum frá 26.februar til 1.mars. Tað er Forlagið Eksil, sum skipar fyri festivalinum, sum verður aftur í 2026 frá 25.-28.februar (kross í kalendaran!). Tað hevur sum heild verið eitt gott ár hjá teimum í Eksil, ið higartil hevur selt 1600 eintøk av Svørt Orkidé. Bókin er týdd til íslendskt, enskt, estiskt, danskt og norskt og fleiri eru á veg. Forleggjarin Kim Simonsen upplivdi eisini sjálvur stóran viðburð sum yrkjari, hann fekk umrøðu m.a. í Asymptote og kom út á fleiri málum. Hetta fara vit at hoyra meira um komandi ár, fyribils mugu vit fegnast um Orkidéina, sum nú ferðast kring heimin.

 

Svørt orkidé

Svørt orkidé er triðja yrkingasavnið hjá Vónbjørt Vang. Hóast hennara samlaða verk sostatt ikki er serliga umfatandi, hevur hon í mong ár verið virkin partur av mentanar- og bókmentaumhvørvinum í Føroyum í skiftandi leiklutum sum bókavørður, bókmentaligur miðlari, og ein sentralur partur av bókmentaumhvørvinum kring forlagið Eksil. Svørt orkidé er ein lítil hvít bók, eitt estetiskt bókaverk, ið er sett saman av lyriskum og essayistiskum tekstum, bókmentaligum sitatum, dagbókarfrágreiðingum og endurminningum við kollasjum inn í millum. Hóast nógvar bókmentaligar tilvísingar og sitatir í bókini, so er Svørt orkidé ein rættiliga ófløkt og beinleiðis frásøgn um tann ófrið og máttloysi, sum eitt foreldur kann uppliva, um barnið hevur tað trupult.

Ein av siteraðu tekstunum er tann ódeyðiliga søgan, Historien om en moder eftir H.C.Andersen um eina mammu, sum eltir og yvirhálar deyðan, sum hevur tikið barn hennara. Søgan er ein symbolsk lýsing av endaligu avbjóðingini hjá einari mammu at viðurkenna og góðtaka barnadeyða. Og á sama hátt snýr Svørt orkidé seg tematiskt um sorg og umsorgan hjá mammuni fyri einum soni, sum undir uppvøkstrinum kemur í trupulleikar. Men ólíkt barninum í søguni hjá H.C. Andersen er sonurin á lívi í Svørt orkidé og hvussu syrgir mann eitt livandi barn? Vit fáa ikki at vita hvat er galið við soninum, men tað er okkurt við rúsevnum, løgregluni, sjálvmedisinering og psykiatrisku skipanini, og vit skilja, at hann hevur álvarsligar trupulleikar. Vísandi til ferðina hjá Dante inn í undirheimin, fer mamman avstað eftir honum inn í undirheimin. Og sjálvt um hon er væl fyrireikað og skilagott ílatin við heitum jakka og gongustivlum og við fleiri bókum í ryggsekkinum, eydnast tað henni ikki at finna sonin. Sæð burtur frá teirri svørtu orkidéini, sum er gjøgnumgangandi myndburður er málið í bókini annars rættiliga ítøkiligt. Óttin er so mikið stórur og lammandi, at hann bert kann lýsast í leysum notum, sum ikki mugu vera ov nágreiniligar, tí: “Eg ræðist míni orð/ tey vita nógv meir/ enn eg sjálv/ veit”. Millum tað diffusa málið og óttafulla veruleikan eru kroppur og mold eitt slag av álítandi konstantum, sum kunnu dyrkast og haldast. Likamið hjá mammuni var einaferð heimið hjá soninum. At styrkja og venja kroppin gevur ein fyribils ugga fyri stóra missin. Likamið er byrjanin, moldin er endin. Úr mold ert tú komin og til mold skalt tú aftur verða.

Hóast nógvar bókmentaligar tilvísingar og sitatir í bókini, so er Sort Orkidé ein rættiliga ófløkt og beinleiðis frásøgn um máttloysi, sum eitt foreldur kann uppliva, um barnið hevur tað trupult. Tað er ein støða, sum rættiliga nógv foreldur uppliva. Lýsingin av, hvussu mamman liggur í andvekri og kekkar fartelefonina í vón um lívstekin frá soninum, er rørandi. Í viðtali í Degi og viku greiddi Vónbjørt Vang frá, at hetta als ikki var nøkur løtt bók at skriva og at hon upprunaliga byrjaði sum ein BA-ritgerð, sum Vónbjørt Vang skrivaði sum part av útbúgvingini í Ritlist á Føroyamálsdeildini. Undir tvørligu skrivingini av tekstinum fór hon undir at gera myndakollasjur eins og eitt slag av kreativari umlopsgerð. Vónbjørt legði í viðtalinum eyðmjúkliga dent á, at hon ikki er myndlistafólk, men tað er kortini ein sera góð avgerð at taka kollasjurnar við í bókina, bæði tí tær eru góðar, men mest tí tær bera fram nógv av tí ósagda, sum bókin snýr seg um, ørkymlandi kenslublandið millum inniligan kærleika og lammandi ótta. Tað er í sjálvum skoytinum, har ymisk listasløg umskarast, at bókin við sínum fragmenteraða lyndi ítøkiliga lýsir ómøguleikan í verkætlanini at leita eftir einum, sum ikki ynskir at verða funnin.

 

langt

áðrenn fjøllini vóru til

hevði eg longu skrivað um tey

langt

áðrenn tú vart eitt lítið knýti

innan í mær

hevði eg langt síðani skrivað

um teg

 

(s.23 Svørt orkidé)

 

Nakrar bøkur

Sambært ritograk.fo komu yvir 166 føroyskar bøkur út í 2025, tað er ikki smávegis og eg havi ikki lisið meira enn ein brotpart, men onkra havi eg lisið væl. Sláttrir eitur bók nummar 51 eftir Tórodd Poulsen og tað er eitt yrkingasavn. Inngangsorðini klinga vakurt og kent við sínum myrkri, ljósi og tokulúðri og eisini fyrsta staðfestingin, at allir vegir seta ferð á minnini “serliga teir/ eg ikki áður/ havi gingið á”. Vit kenna eisini aftur røddina á einum yrkjaraegi, sum heldur fast í orðunum og hevur stikni til konsensuss og at halda tað sama sum øll hini. Tað er áhugavert hvussu samanhangandi yrkingarnaheimurin hjá Tóroddi Poulsen er frá byrjan og fram til hetta nýggjasta savnið. Tú fert inn í savnið sum í eini nýggj hús hjá fólkum, sum tú kennir og eru tær kær. Gleðist yvir, at tey hava tikið ta gomlu lampuna við í nýggja býlið, ið sum tað plagdi, angar av mjørka og támi. Yrkingarnar skapa hópin av myndum, meðan yrkjaraegið lovar stjørnunum inn til ein drekkamunn og letur seg í ta køldu náttina. Yrkingahátturin er sostatt framvegis merktur av modernismu við brádligum subjektskiftum, løgnum samansetingum av logiskt óforeiniligum heildum og samansetingum av ítøkiligum og óítøkiligum, sum í støðum hava surrealistiskt brá, tá jólini turka vegin við gávupappíri ella tá yrkjaraegið ikki meira tímir at liggja uppi í song, men heldur tekur dreymin við sær í býin. Fleiri yrkingar eru visuelt sterkar – tú sært tær fyri tær áðrenn tú hevur gjørt tær far um hvat orðini merkja. Hetta er eitt nú galdandi fyri eina yrking við tvinnum skorsteinum og roykinum frá teimum, sum flættast – hon myndast fyri lesaranum sum ein abstrakt tekning við beinum og bylgjandi strikum. Á síðu 49 skiftir stílurin yvir í ein meira veruleikakenda frásøgn, ið er borin fram sum ein langyrking ella kanska heldur ein yrkingasuita og í øllum førum yrkingar við einum samanhangandi evni undir heitinum SLÁTTRIR. Og her er tað, at áðurnevndi vatmálningur møguliga kemur fyri, tá yrkjaraegið brádliga svímar eftir at hava gjørt ein vatnmálning lidnan. Hetta er byrjanin uppá eina ræðunátt, sum endar, tá yrkjaraegið fær ein pacemakara ísettan; ein kvikil, sum hann sjálvur greiðir yvirlæknanum á Gentofte sjúkrahúsi frá, at tað eitur á føroyskum og jú, her tykist yrkjaraegið rættiliga líkt skaldinum og menniskjanum Tóroddi, sum small um í fjør – í yrkingasavninum stendur, at hendingin var dagin eftir persónssøkjaraálopini mótvegis Hizbollah í Libanon og Syria 17.september í 2024. Hinvegin, so er tað ikki vist, at alt tað skrivaða er rætt, satt og skjalfest. Tað er ikki terapi, skilst, tí tað er list, sum hinvegin kann vera sannari enn kaldgløggasta heimildarfrásøgn. Og her slær Sláttrir lesaran beint frammaná - í øllum førum lesaran um miðjan aldur, sum er forferdiliga glað fyri at vera til og at njóta alt tað góða á foldum og sum ikki ger tað stóra við at íðka hetta ymiska, men harafturímóti lesur allar greinar á netinum hvørt nikk og pikk um hendan unga, sporty DR-vertin, hvørs hjarta brádliga helt uppat við at sláa. Men aðrir sláttrir eru enn av hjartanum, bæði toru- og trummuláttur og eitt heilt annað slag av slátturi er tá slótturin kemur fyri, altso tá mann slær gras, og í tónleiki hava vit til dømis hørpuslátt og so eru vit aftur í listini og júst sum í Blóðroyndum (2000) verða hospitalsupplivingarnar til list og yrkingar, ið til tíðir tykjast ósentimentalt skrásetandi og næstan eitt sindur stuttligar í allari elendigheitini “havi ikki fingið tikið/ súgvirørið úr snillinum enn/ og pissiposin er fullur...”. Nei, eingin skrivar sum Tóroddur. Eg havi lisið síðu 61 fleiri ferðir og eri ikki liðug at lesa hesa rørandi lýsingina av miserablu støðuni, tá yrkjaraegið liggur á køksgólvinum og hevur ligið har í tímansvís og rópt um hjálp til fánýtis - meira deyður enn livandi og megnar ikki at fáa fatur á telefonini. Tað er ræðuligt, men so koma hugflogið og minnini (og seinni eisini grannin) honum til hjálpar, elendigheitin verður umskapað til list: “sigli á barndómsins havi/ gólvinum við mínum stóra/ flota av pappírsbátum/ sum mynstrini í linoliuminum/ stýra so teir bæði/ skáksigla og dugga og/ krússa og skifta kós og/ sigla aftur á beint..”.

Dómadagsmanifest

Í november kom nýggja stórverkið hjá Trygva Danielsen, ein sera serstøk bók við heitinum hey :) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ ANNO DOMINI MMXXV ET IN FUTURUM. Bókin er skrivað sum eitt kjattsamskifti millum ein ungan mann á Argjum og ein javngamlan vin, men samskiftið er í stóran mun einvegis. Vinmaðurin svarar lítið, og so líðandi flýtur munurin millum tann, ið skrivar, og tann, ið verður skrivað til, saman, soleiðis at lesarin ivast í, hvør er maður og hvør er skuggi: “eg var hálvur í tínum skugga”.

Teksturin hermir grafiskt og stílsliga eftir kjattboðum, við gráum skuggum, prikkum sum vísa, at onkur er í ferð við at skriva, og einum brotnum, skiftandi máli merkt av skundi, talimáli, stavivillum og sinnalagsbroytingum. Tann skrivandi er stundum fullur, stundum desperatur, og roynir í øllum førum at fáa samband við vinmannin. Í tekstinum eru eisini youtube-leinki, sangbrot og eitt gamalt ballvideo við Trygva Danielsen sjálvum. Tað, sum fyrr kundi sýnast pínligt, er nú partur av eini listaligari heild, har markið millum lív, tekst og verk er ógreitt. Teksturin klingar heldur dapurt – tað er ikki óvæntað í einum dómadagsmanifesti um okkara tíð. Alt gongur av skriðuni, alt doyr alla tíðina og so og so nógv doyggja um sekundið. Hugburðurin er kolasvartur hjá eg-persóninum, ið hartil tykist sera einsamallur, har hann býr í einari kjallaraíbúð á Argjum. Hansara samskifti við onnur menniskju tykist avmarkað – hann møtir onkrum tilvildarligum rasistiskum kunda á einum pitsaria og sín egna útleigara kennir hann ikki á annan hátt enn, at hann hoyrir onkuntíð hoyrir hann gráta uppiá. Tað er so ússaligt og syndarligt tað heila.

Gjøgnum frásøgnina hjá hesum samtíðarliga kjallaramenniskjanum birtist fyri okkum ímyndin um tveir vinmenn, sum vaksa upp í Havn í byrjanini av 21.øld. Onkrastaðni í hugarenslinum rennur eitt flogfar á háhús og vit skilja, at vit nú eru við yvirgangsálopið í New York 11.september í 2001. Vit hoyra um happing, rasismu, drekkarí og eitt ójavnt vinarlag, har tann eini skrivandi er meira áhugaður enn hin og eisini hevur verið meira áhugaður í bæði vinarlagi og møguliga eisini meira enn tað, meðan passivi móttakarin eftir øllum at døma hevur verið meira svinnur og eisini hevur førkað seg úr sugguni, hevur fingið damu, er hildin uppat at drekka osfr. Nokk so leingi tykist tað sum um, at hesin síðstnevndi er ein fittari, klókari og betri persónur enn kjallaramenniskjað. Teir eru mótsetningar sum Frodo og Voldemort ella Luke Skywalker og Darth Vader, men hava kortini verið sera góðir vinir sum í fellowship of the ring og vit hoyra ymiskar søgur um allar møguligar støður og typur og ungdómslív á festivalum við rúsi og rokilsi. Í fyrstani er tað “túið”, sum stamar, men seinni er tað egpersónurin, sum hevur ilt at fáa orð av munni júst sum veruleikans rithøvundur Trygvi Danielsen, ið einaferð skrivaði eina grein í Dimmalætting um at koma út úr skápinum sum stamari. Sálarfrøðiliga verður serligur dentur lagdur á Jung og hansara tankar um menniskjans skuggasíðu, ið ikki má hyljast ella skotrast burtur, tí at skuggin tá blæsir seg upp og gerst ov stórur. Tá vinnur tann ónda síðan – tá freistast Boromir og tað er hartil, vit eru komin, skilja vit, umgyrd sum vit eru av skotgrøvum: “tí vinstravongurin er smildraður í túsund ymiskar/ peikifingar// sum peika á alt sum skilir okkum sundur// meðan høgrademagogar samla fólkið//..”. Mitt í orðastreyminum í bókini eru fleiri tílíkar oasur, smáar perlur av gløggskygdum orðingum, sum raka samtíðina á høvdið, hugleiða um polariseringina og vaknaða fascismuspøkilsið :“tað byrjaði við covid, ha?/ vit mistu álitið/ býttu okkum sundur/ teknaðu strikur/ í sannleikan/ sum bleiv so fløktur/ at tað sum fyrr ljóðaði sum okkara hassjaravinir/ í kjallaranum hjá mammuni/ kom nú úr foreldrunum við døgverðaborðið..”.

Trygvi Danielsen hevur skrivað eina sjáldsama, stóra og tíðarbæra generatiónsskaldsøgu um vinarlag, um uppvøkstur og um skuggar í okkara tíð - eina dapra dreingjabók úr 21.øld. Tá H.C. Andersen á sinni í 1847 skrivaði um Skuggan, lá sjónarhornið og samhugin hjá lærda manninum, sum skrivaði um tað góða, tað sanna og tað vakra – alt til onga nyttu, tí tíðin var sjálvsøkin og býtt. Tað er hon enn í 2025 og framvegis er tað tey óndu, sum vinna. Men í staðin fyri at siga søguna við tryggari frástøðu frá øllum tí býtta, ótilpassaða, ússaliga og flóvisliga, verður rithøvundurin eitt við síni skuggasíðu, sum hann endurgevur solidariskt og við eymleika, so at vit føla við skugganum.

Bók

Í november kom nýggja yrkingasavnið hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, Bók, sum er ein praktfullur lítil gimsteinur av eini bók, har einki er líkamikið. Tað merkir lesarin, sum av tí sama má gera sær eyka ómak at lesa. Sum skilst hevur Lasse Thorning Jæger staðið fyri umbróting og permu og tað hevur hann gjørt væl. Tá tú fært BÓK upp í hendurnar, følir tú alt fyri eitt, at her er listalig kós og samanhangur við tilviti um pappír, lit, format, permugrafikk, skrifttypur og margur. Tað er áhugavert hvussu sterkar yrkingarnar sýnast visuelt t.d. yrkingin LÆR/ VØRR, har teir ymisku likamlslutirnir nærkast hvørjum øðrum visuelt sum antin liggjandi ella standandi súlur. Upplivandi vitskan er sansandi og vitborin – við støði í likamligum upplivingum verða ymsar uppdagingar gjørdar. Millum reglurnar hómast eitt menniskjaligt víðopið eygnabrá, sum staðfestir og undrast um alt frá likamslutum til nátturu, mentanarlig og listalig fyribrigdi. Tó at vit fáa eina sterka kenslu av eini persónsmensku, sum greiðir frá upplivingum, verður frásøgnin ikki privat men universal. Tað er m.a. orsakað av suverena kondenseraða skriviháttinum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger Málið í yrkingunum er ikki bara frágreiðandi og endurgevandi eins og setningarnir ikki eru vanliga samansettir, men skapa nýggjar samanhangir. Tað loysir seg als ikki at búgva seg út til symbolveiðu sum so, har tú finnur og týðir myndamál. Mann kann kanska heldur lesa yrkingarnar spakuliga, njóta orðini og hóma teirra støðugt sprettandi týdningar.

Tíð er komin at runda av henda brokkmanslestur av eini listaumrøðu fyri árið 2025 og takka lesarunum fyri í ár. Eg nýti samstundis høvið at takka fyri tann persónliga heiður mær var fyri, tá bók mín Í Eygnahædd – Um samtíðarlist í Føroyum í 21.øld fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir og tá eg fekk Heiðursgávu Landsins. Takk og gott nýggjár.

Kinna Poulsen