Ein serstøk listaframsýning verður longsta dag í Atlantic Airways Aviation Academy. Rannva Kunoy, ein føroysk listakvinna (f. 1975), búsitandi í London, hevur í nógv ár ment ein serstakan teknikk, har hon nýtir ljósreflekterandi pigment á lørifti. Hennara málningar eru eitt dynamiskt samspæl millum sjón, ljós og varan.
Kunoy hevur sýnt fram í USA, Spania, Korea og London. Nú eru liðin 15 ár síðani hennara síðsta einkarframsýning í Føroyum. Til høvi hevur hon sett í verk eitt serstakt samstarv við Atlantic Airways Aviation Academy, við flogvøllin. Hennara verk verða sýnd fram í simulatorhøllini og umskapa rúmið til eina innlivandi uppliving, har list, tøkni og maskina møtast.
Hendan einastandandi framsýningin verður hildin leygardagin 21. juni frá kl. 15 til 18. Tað er dagurin, tá mest sólarljós kemur inn á okkara hálvkúlu av jørðini. Tað er eitt heilt konsept við longsta degi saman við verkunum, sum í sær sjálvum eru ljós.
Ókeypis atgongd – øll eru vælkomin!
Ein framsýning við málningum hjá Kunoy verða eisini at síggja í Steinprent í Havn frá mánadegnum 23. juni til 23. juli.