Takk fyri Sement 2025

Fríggjadagin var eg við vinfólkum á barr í Havn og meðan tann so sera fryntiligi barrvørðurin lat ísakalt fatøl fossa niður í rúmligu gløsini, so at tað var ein fragd og ein frøi, legði eg til merkis tekstin á hansara blusu. Har stóð Rage Against the Machine. Eg segði honum, at tann bólkin upplivdi eg á Roskilde Festival einaferð í fyrru øld. – Eyguni í honum. Áh sum hann hevði viljað verið har onkrastaðni undir liðini á mær, har eg stóð allarfremst framman fyri appilsingula pallin so upp í loft hoppandi og skroppandi, at føtur mínir valla nurtu við grasvøllin. Tað kundi hann eisini, høvdu vit ikki tað fyribrigdið, sum kallast tíð. Barrvørðurin var ikki føddur tá í 1994, verri enn so og Nirvana kom hann heldur ongantíð at uppliva, suffaði hann mótfallin, tí Kurt Cobain ikki er til meira. Eg uggaði hann og segði, at eg, tá eg var í hansara aldri dyrkaði The Beatles, sum fóru frá hvørjum øðrum, tá eg var eitt ár og Lennon var hartil skotin, tá eg var tólv. Men kortini havi eg fingið sera nógv burtur úr teirra tónleiki og júst tað sama hevði hesin ungi maðurin eftir øllum at døma. Tað er jú soleiðis við góðum tónleiki, at hann megnar at standa ímóti tíðini.

Eg kom at hugsa aftur um barrvørðin, tá eg sat og hugdi at Sementfinaluni, sum var sent beinleiðis í sjónvarpinum leygarkvøldið. Tí pínadoyðs passión og tónleikagleði í bæði rapp, rock og grunge og øllum møguligum øðrum sjangrum millum tey ungu – bæði tey framførandi og áhoyrarnar. Ein frálík sending frá KVF – takk fyri at geva teimum ungu henda pall og mær hesar upplivingarnar. Bæði eldri sum yngri vertir dugdu væl at práta, huglagið var lætt og gott og eg var væl undirhildin. Pláss er altíð fyri betring - í sjónvarpssendingini kundi tempoið kanska farið eitt vet upp, um bólkarnir ikki høvdu heilt so nógva tíð í part. Helvtin hevði verið nóg mikið. Hinvegin er spurningurin um ikki opni og óhátíðarligi formurin er júst tann rætti, ið klæðir ungdóminum. Á ein hátt vóru vit øll vinnarar, allir teir djarvu finaluluttakararnir og vit áhoyrarar. Anna Iachino og Arnold Ludvig fingu eisini uppibornan heiður fyri í tíggju ár at hava staðið fyri Open Mic á Reinsarínum, ið hevur verið ein týdningarmikil pallur hjá ungum tónleikarum at taka síni allarfyrstu stig innan tónleikin. Dómararnir valdu tann væl syngjandi Hans Andrias sum vinnara av Sement 2025 fyri hansara altjóða stíl. Tunghoyrt fingu aðruvirðislønina og heiðurin at spæla á G! og á SPOT meðan bólkurin Ronja fekk triðjuvirðislønina. Sjálv var eg fullkomiliga tikin á bóli av hesum praktfulla og hugfarsliga neohippie-kollektivinum, Ronja og teirra djúpt kreativu og listaliga originalu framførslu. Men gjøgnumførdu rapprokkararnir Ókendir í gjøgnumført kiksaðum Sidney Lee bandana (?!!!) vóru eisini framúr fyri ikki at tala um Tunghoyrt, ið mundu bróta ígjøgnum ljóðmúrin hjá teimum allarflestu við rocknroll-patos-og-fuck og so hugsaði eg aftur um barrvørðin og um fyrstu ferð eg hoyrdi Smells like Teen Spirit og Nirvana og føturnir hjá okkum øllum mest sum av sær sjálvum funnu yvir á dansigólvið, har vit tuskaðu runt sum í ørviti. Tað er nevniliga eisini tað, sum góður tónleikur kann; hann fær okkum at minnast og koma í tankar um alt møguligt stuttligt frá eini tíð áðrenn mann stadnaði í sínum formi, eini tíð, tá konturlinjurnar sótu eitt sindur leysari. Takk fyri Sement 2025, sum gav okkum eitt deilitt innlit í føroyska ungdómsmentan, ið er full av lívi, av skapanargleði og villskapi.

Kinna Poulsen