Tey eru partur av nýmaterialistiska nýbrotinum í føroyskari samtíðarlist, Randi Samsonsen og Jón Sonni Jensen, og í dag sunnudagin 27.apríl klokkan 15 hitti eg tey á máli í Víngarðinum klokkan 15.
Framsýningin, sum í løtuni hongur í Víngarðinum eitur PROD. Talan er um eina víðari menning av listaligum hugskotum, sum merktu vælumtóktu framsýningina hjá Jón Sonna Jensen, Mechanical Poses, sum listamaðurin hevði fyri trimum árum síðani í Víngarðinum. Talan er um eitt slag av stoyptum og samansettum relieffum, ið um somu tíð eru sera ítøkilig og grundleggjandi abstrakt. Verkini eru tað, tey eru; skap við avrundaðum formum, við sporum av fingrum, sum handfara, trýsta og forma verkini, sum í støðum hava negativ holrúm í flatuni. Kroppurin og tað sansaliga hevur stóran týdning í listini hjá Jón Sonna Jensen og hetta lyndi heldur fram í nýggju verkum við einum enn bleytari og meira sensuellum framburði eisini tilfarsliga, tí listamaðurin hevur lagt toy aftrat sínari palett, t.e. sonevnt “liquid satin”. Hetta er eitt serliga mjúkt og skyggjandi tilfar, sum leggur seg kimiliga oman yvir partar av verkunum, ið tykjast ílatin ella kanska heldur úrlatin?
Randi Samsonsen hevur havt fleiri framsýningar í Víngarðinum einsamøll og saman við øðrum. Seinasta serframsýning hennara læt upp í november 2024 við heitinum Time is holding us anywhere. Randi arbeiðir við tóvirki ella tekstillist. Hennara seymaðu og hekklaðu standmyndir og relieff eru so formliga øðrvísi, at tey koma óvart á, so at vit hava hug at brosa, Hyggja vit eina løtu aftrat, varnast vit eisini vakurleikan í kenslubornu skapunum og fjølbroyttu yvirflatunum, ið skyggja og aðrastaðni eru óblankir, summastaðni lodnir. Á ein hátt kann mann siga, at øll list snýr seg um tíð. Ta tíð, sum verkið tók at gera, ta tíð, sum verkið tekur at skoða, men sjálvandi um ta samtíð, sum er tíðin hjá verkinum. Meginparturin av verkunum eru hekklað, ið er eitt slag av hondarbeiði, sum tekur tíð og ikki kann framleiðast á maskinu. Ójøvnu, buglutu verkini eru sundurbýtt og fragmenterað . Tey eru staðsett við frástøðu frá hvørjum øðrum og tykjast leitandi sum satelittar í rúmdini – til reiðar at knýta samband. Randi Samsonsen greiðir frá, at hesi tekstilverk eru ein roynd av mynda sambond og samanhang í eini tíð, merkt av upploysing og nýggjum markloysi.
Vælkomin til artist talk í Víngarðinum 27.apríl klokkan 15. Tiltakið er ókeypis.
Kinna Poulsen