Fríggjadagin 21.mars læt framsýningin PROD. hjá Jón Sonna Jensen upp í Víngarðinum. Har var rómur og nógv fólk og eg helt eina røðu, sum sæst herundir. Tey, sum ikki náddu til vernissage eru vælkomin at síggja framsýningina í dag leygardag 22.mars, tá halda vit eykaopið frá klokkan 16-17. Vælkomin.
Røða:
Eg skal vegna Víngarðin bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til upplating av framsýningini PROD. við nýggjum listaverkum hjá Jón Sonna Jensen. Eg eri kurator í Víngarðinum og hetta er 29. framsýningin hjá okkum og sum altíð byrjar framsýningin við nøkrum orðum og eg byrji við hugtakinum myndlist. Tað orðið er sett saman av tveimum navnorðum “mynd” og “list” – tað er á íslendskum tað sama, á donskum er tað “billed” og “kunst” og á týskum “bildende kunst”, bílætakunstur. Ingálvur av Reyni tosaði javnan um bíløt, William Heinesen skrivaði um og ummælti kunst, men seinnu árini hava vit sagt list og myndlist. Fyribrigdið mynd er eitt slag av sjónligari umboðan av einum objekti á einum staði, har tað ikki er ítøkiliga til staðar. Sum tit hoyra, er tað sera avbjóðandi at greiða frá hvat myndandi listin gongur út uppá orsakað av frástøðuni millum tann avmyndaða lutin og lutin í stjálvum sær. Tá er tað í grundini lættari at lýsa samtíðarlist sum hesa hjá Jón Sonna - sjálvt um vit ofta halda tað øvugta.
Samanumtikið er samtíðarlistin her sum um allan heim merkt av pluralismu – listafólk fáast ofta við fleiri evni, tøkni, stílsløg og tilfar. Tað verður eisini alt meira vanligt, at listafólk flyta seg yvir um sítt egna listaslag. At tey yrkja, gera konseptlist, videolist, performance og installatiónir, samstundis sum mann eisini er listamálari ella grafikari. Tilfarið, sum verður brúkt til framleiðslu av list er vorðið meira fjølbroytt, umframt lørift og oljumáling síggja vit alt møguligt annað t.d. sum her, byggitilfari sum skúm, gips, men eisini satengstoff. Hetta er tilfar, sum verður brúkt til ymiskt annað enn list í verkum, sum á ein hátt eru tað tey eru – what you see is what you get, men tað krevur ein ávísan opinleika – ikki minst yvir fyri teimum hugasambondum, sum tilfarið gevur okkum frá fabrikk til glam. Tilfarið vísir til nakað aktivt – eisini ítøkiliga – til okkurt, ið var flótandi og bleytt, men sum síðani er stadnað og vorðið fast, hart og blankt við einum materialiteti, sum kemur av tilfarinum í formunum, tey vóru stoypt í. Verkini eru sera taktil, tú fatar tey við at føla tey mentalt og merkja møtið millum tað bløðruta, lætta skúmtilfarið, tað tunga slætta gipsið og vakurt seymaða satengtoyrelieffið. Hetta at myndlistin verður lýst út frá hvussu hon følist heldur enn hvussu hon sær út, er partur av nýmaterialismuni, ið er knýtt at eini sannkenning av, at jørðin og lívið á henni er hótt orsakað av eitt nú veðurlagsbroytingum. Í og við, at hóttanin ikki kemur uttanfrá, men frá okkum sjálvum halda summi, at mannaættin er fíggindin og sostatt fara vit at seta spurningar við allar okkara egnu hierarkisku skipanir. Innan listina elva krøv um burðardygd somuleiðis til tilfarsligt fjølbroytni og endurnýtslu. Tann mest víðgongda avleiðingin av hesum er at vraka ítøkiligt tilfar fult og heilt og í staðin bera antimaterialistiska list fram sum okkurt slag av framførslu, ljóði ella performance. Spurningurin er um ikki listin er í ferð við at broyta seg beint nú júst sum heimsfatanin í løtuni er rættiliga miðsavnað um avgerðir og viðmerkingar til alt í millum himmal og jørð, sum í ólukkumát streyma úr hvítu húsunum – hvør veit um ikki tann politiska listin fær eina renesansu?
Aftur til hesa framsýningina hjá Jón Sonna, sum er ein víðari menning av listaligum hugskotum í Mechanical Poses, sum listamaðurin hevði her í Víngarðinum fyri trimum árum síðani. Hetta er eitt slag av stoyptum og samansettum relieffum, ið um somu tíð eru sera ítøkilig og grundleggjandi abstrakt. Verkini eru tað, tey eru; skap við avrundaðum formum, við sporum av fingrum, sum handfara, trýsta og forma verkini, sum í støðum hava negativ holrúm í flatuni. Kroppurin og tað sansaliga hevur stóran týdning í listini hjá Jón Sonna Jensen og hetta lyndi heldur fram í nýggju verkum við einum enn bleytari og meira sensuellum framburði eisini tilfarsliga, tí listamaðurin hevur lagt toy aftrat sínari palett, t.e. sonevnt “liquid satin”. Hetta er eitt serliga mjúkt og skyggjandi tilfar, sum leggur seg kimiliga oman yvir partar av verkunum, ið tykjast ílatin ella kanska heldur úrlatin. Framsýningarheitið PROD. kann vera ein stytting fyri produkt ella produktión og gevur harvið ábendingar um hópframleiðslu og kommersialismu og tað er eisini eftir somu strategi, at verkini hava seriel nummur heldur enn heiti. Á enskum kann sagnorðið prod merkja at prika og skumpa. Tað er í sjálvum sær eitt løtt orð við nógvum assosiatiónsmøguleikum, sum í hesum føri eisini sipar til ítøkiligu mannagongdirnar hjá Jón Sonna Jensen, sum prikar og skumpar meðan hann skapar síni verk.
Jón Sonni Jensen PROD. 21.3.25 – 25.5.25 í Víngarðinum.
Opið er í Víngarðinum fríggjadag og leygardag frá klokkan 17-24. Í dag leygardagin 22.mars er harumframt opið frá klokkan 16-17. Artist talk við Jón Sonna Jensen og Randi Samsonsen verður í Víngarðinum 27.apríl klokkan 15-16.
Kinna Poulsen