Jón Sonni Jensen: PROD.

Fríggjadagin 21.mars klokkan 16.00 letur upp framsýning í Víngarðinum við spildurnýggjum verkum eftir Jón Sonna Jensen. Framsýningin eitur PROD. Talan er um eina víðari menning av listaligum hugskotum, sum merktu vælumtóktu framsýningina Mechanical Poses, sum listamaðurin hevði fyri trimum árum síðani í Víngarðinum við verkum og samansetingum úr óvanligum tilfari. Hetta er eitt slag av stoyptum og samansettum relieffum, ið um somu tíð eru sera ítøkilig og grundleggjandi abstrakt. Verkini eru tað, tey eru; skap við avrundaðum formum, við sporum av fingrum, sum handfara, trýsta og forma verkini, sum í støðum hava negativ holrúm í flatuni.

Kroppurin og tað sansaliga hevur stóran týdning í listini hjá Jón Sonna Jensen og hetta lyndi heldur fram í nýggju verkum við einum enn bleytari og meira sensuellum framburði eisini tilfarsliga, tí listamaðurin hevur lagt toy aftrat sínari palett, t.e. sonevnt “liquid satin”. Hetta er eitt serliga mjúkt og skyggjandi tilfar, sum leggur seg kimiliga oman yvir partar av verkunum, ið tykjast ílatin ella kanska heldur úrlatin.

Framsýningarheitið PROD. gevur ábendingar um hópframleiðslu og kommersialismu og tað er eisini eftir somu strategi, verkini hava numerisk heiti. Á enskum er orðið prod eitt sagnorð, ið merkir at prika og skumpa. Tað er í sjálvum sær eitt løtt orð við nógvum assosiatiónsmøguleikum, sum í hesum føri eisini sipar til ítøkiligu mannagongdirnar hjá Jón Sonna Jensen, ið prikar og skumpar meðan hann skapar síni verk.

Hjartaliga vælkomin til vernissage fríggjadagin 16-18.