Fráfaringarhald fyri Jenny Petersen
/Fríggjadagin 28.mars var fráfaringarhald fyri Jenny Petersen, sum fór frá eftir tjúgu ár á Tjóðpalli Føroya. Birna Heinesen helt røðu, sum við loyvi verður endurgivin her:
Góða Jenny
Tá eg varð biðin um at siga nøkur orð í dag, ivaðist eg ikki eina løtu.
Til tykkum, sum ikki kenna meg, so sat eg í Leiklistaráðnum árini 2017-2023.
Sjálvandi vildi eg siga nøkur orð.
Saman við tær hava vit seinastu 20 árini millum annað verið í limbo, í kirsuberjagarðinum, á náttarherberginum, í geyma, í læknastríði og inni á Gentukamarinum.
Heilt úr Grikkalandi til Klaksvíkar og aftur, hava vit ferðast á pallinum.
Vit hava sæð trøll, børn, vaksin, gomul, heksir, soldátar, svøk, sjúk, ill, glað, heimføðislig, undarlig, ósømilig fólk á pallinum og hava flent, bíðað, undrast og grátið í myrkrinum í salinum, stundum hava vit vent ein veg og stundum annan.
Her, í tí sum William Heinesen kallaði heimsins nalvi, liggur heimsins minsti Tjóðpallur, við heimsins minstu játtan og tað skal stórt dirvi, skyn og innlit til at røkja starvið sum stjóri her.
Og í teimum myrku og døpru løtunum er eisni neyðugt við humor.
Og tað hevur tú, Jenny.
Tú hevur góðan humor.
Tú ert sterk.
Og tú ert, ikki minst, dugnalig.
Ein av orsøkunum til at eg segði ja til at siga nøkur orð í dag er, at eg sat í Leiklistaráðnum fyri fimm árum síðani.
Áðrenn orrustur og boykott.
Eg havi verið við til at seta teg í hesa støðuna sum bleiv, og havi eisini havt ábyrgd av henni.
At sita í Leiklistaráðnum er løgið.
Tú ert setanarmyndugleiki hjá stjóranum á Tjóðpallinum, tú ert stýri fyri Tjóðpallin, og tú játtar pengar til fríyrkisbólkar.
Ein vavgreytur, spyrt tú fólk í londunum kring okkum.
Og mitt í hesum vavgreyti, sum er lógin fyri Tjóðpall Føroya, ein greytur, sum veruliga treingir til at vera rørdur av nýggjum; altso, vit hava brúk fyru eini nýggjari lóg og nýggjum kørmum. Mitt í øllum hesum hevur tú staðið.
Mitt í eyganum á melduródnini.
Og eg haldi veruliga at hendan lýsingin - eygað á melduródnini, hóskar væl til støðuna, sum hevur verið síðani vit settu teg sum stjóra í 2020.
Sagt verður, at tað er stilt inni í miðjuni av ódnini, og tað hevur tað onkursvegna eisini verið, tá vit hava verið saman við tær.
Hóast ógvusligt ódnarveður og persónlig
álop, so ert tú altíð væl plantað við báðum beinum á jørðini.
Og av og á hava vit eisini havt tað stuttligt, tí tú hevur ein humor, sum smittar og sært ofta eisini tað jaliga og viðhvørt eisini stuttliga í tí trupla.
Tilvildin vildi tað soleiðis, at árið eftir at tú vart sett, fylti tú 60 ár. Tú segði einki um føðingardag, men segði nøkrum fólkum frá, at tú hevði okkurt etandi á Tjóðpallinum á middegi.
Bæði eg og Barbara í Stórustovu komu ein túr, tí vit vóru í barnsburðarfarloyvi og okkara dreingir, sum vóru 7 og 9 mánaðir lógu á gólvinum og spældu, og vit sótu og eygleiddu vindeygað hjá Mariu Poulsen, har jólapyntið varð sett fram – í septembur!
Brádliga kom ein maður inn á Tjóðpallin og fór at knúsa alt sundur.
Rólig sum tú altíð ert, fórt tú út til hann og tryggjaði, at hann ikki kom inn til okkum og smáu børnini.
Hann breyt eitt rivjabein hjá tær, men tú fekk vart okkum.
Maðurin varð handtikin og dømdur.
Hetta var ein tilvildarlig hending, sum einki hevði við Tjóðpallin, boykottið, teg ella okkum at gera, fingu vit at vita, men onkursvegna gjørdist hetta ein mynd av støðuni sum var tá.
Sløgini fekk tú. Eins og tú fekk orðini omanyvir teg í fjølmiðlum og aðrastaðni.
Hendan hendingin gjørdist á ein hátt ein kroppslig mynd av tí sum longu hevði verið skrivligt og munnligt í fjølmiðlunum í rúma tíð.
Hóast alla hesa mótgongd, sum hevur verið, so hevur tú staðið sum ein klettur.
Eg haldi at orðini til gaman og álvara, lýsa kanska leiklistina í síni heild, men eisini hesa støðuna.
Vit vóru skelkaðar og bangnar, men vit flentu eisini at støðuni dagin eftir - jólakúlurnar, sum spakuliga, við sera seigum rørslum, vórðu hongdar upp í handilsvindeyganum hinumegin vegin mitt í regninum í september, og maðurin sum so stóð og knústi alt sundur - tað kundi verið ein vøkur filmsbrot úr einum Lars von Trier filmi, við klassiskum tónleiki sum bakgrundsljóð.
Tá vit sóu støðuna á hendan hátt, fekst tú ikki flent av brotnað rivjabeinunum - gaman og álvara, alt í senn.
Við báðum beinum plantaðum á undirlagið, sum tú hevur staðið á, hevur tú treystliga arbeitt teg ígjøgnum hesi árini.
Leikir vórðu settir upp; leikstjórar, leikarar, pallsniðgevar, seymifólk, rithøvundar, ljósfólk, ljóðfólk, dramaturgar - øll hesi hava gingið inn og út av leiklistapallinum, hóast nøkur ikki vildu vera við.
Góða Jenny.
Eg eri spent uppá hvat tú nú fert at gera.
Eftir hetta megnar tú hvat sum helst, og tey sum fáa teg, eru heppin.
Tey fáa eina sterka, vísa, fitta og ikki minst festliga damu sum starvsfelaga.
Takk fyri árini, leikirnar og løturnar!