MYNDAÓDNIN 2025

Karamellujól - Tóroddur Poulsen

Fríggjadagin 12.desember klokkan 16-18 letur árliga Myndaódnin upp í Steinprenti við ársins gávuprentum frá áhugafelagnum Steinbrá, sum Randi Samsonsen hevur gjørt. Randi hevur havt úr at gera í brátt farna ári bæði úti og heima. Hennara verk hava verið partur av ikki minni enn tveimum listaframsýningum í New York og í summar fekk hennara verkætlan á Trapholt “Things Matter” virðisløn frá danska ummælarafelagnum AICA. Umframt Steinbráprentini verður ein smakkroynd av grafiskum verkum, sum eru komin burturúr í ár m.a. tvey spildurnýggj steinprent hjá Tróndi Patursson. Eisini verða framsýnd nýggj verk hjá m.a. Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy umframt grafisk verk hjá Peter Carlsen, Bjarne Werner Sørensen, Peter Callesen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Julie Sass, Claus Carstensen, Tóroddi Poulsen, Bárði Jákupsson o.ø. at síggja. Hetta er 15. ferð, at Myndaódnin verður fyriskipað í Steinprenti. Afturvið listini verður gott gløgg, Hjartaliga vælkomin í Steinprent fríggjadagin 12.desember klokkan 16-18.