-Tú stendur her. Sólarklára staðfestingin stendur at lesa á einum skelti við síðuna av einari tekning av einum rundingi. Og sjálvt um orðingin er átøk onkrari pragmatiskari leiðbeining á einum vegkorti, fært tú skjótt ein varhuga av einum meira kompleksum, listaligum samanhangi beint har tú stendur, tá tað í klombrum verður lagt aftrat “Tú ert komin til ummálið á sirklinum; nærri miðpunktinum kemur tú ikki”. Eg eri ovfarin, har eg standi í Møstings Hus, sum er eitt framsýningarstað á Frederiksberg í Keypmannahavn við skiftandi framsýningum mest við samtíðarlist – eitt nú skipaðu Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen fyri framsýningini Speaking in Tongues har í 2020.
Christian Vind er danskur listamaður, kurator og rithøvundur, hvørs ferðabøkur, eg dyrki og hvørs verk, eg havi lagt til merkis á felagsframsýningum gjøgnum fleiri ár. Hetta er fyrsta serframsýning hjá honum, eg havi sæð, men hann hevur framsýnt eitt nú hjá Tom Christoffersen. Framsýningarheitið Somnambulus hevur við svøvngongu at gera og sipar sambært framsýningarfaldaranum til eina ávísa svenska kvinnu í 18.øld, ið javnan vitjaði á slottinum Christiansborg, ið brendi í 1794. Somnambulus æt henda kvinnan, ið hevði serligar gávur at fáa samband í lag millum henda heim og hinumegin. Í dvalastandi samskifti hon við tey deyðu eins og hun dugdi at spáa í hieroglyffum. Sum skilst á áheitan listamansins í faldaranum, skulu vit royna at uppliva framsýningina við sama markleysa opinleika og kreativa ansi fyri tí duldarfulla sum á sinni Somnambulus.
Møstings Hus var upprunaliga summarhús hjá geheimestatsministara Johan Sigismund Møsting – vøkru klassisistisku húsini úr 18.øld, ið eru flutt og varðveitt, eru framúr hóskandi karmur til júst eina framsýning sum Somnambulus - so full av tilsipingum til søgu, listasøgu og fornsøgu sum hon er við verkum, ið kortini kennast samtíðarlig, poetisk og stuttlig við surrealistiskum brá – eitt nú stillføri dustsamlarin í skapi av eini glasplátu, sum er monterað á eina maghogniplátu. Eitt merkiliga snotiligt verk, ið ber brá av at vera eitt aldrandi møbilstykki, hvørs funktión er henda øtiliga passiva; at savna støv.
Allastaðni á framsýningini kykna týdningar ímillum ítøkiligu lutirnar og skriftina á vegginum í heitum og frágreiðingum á verkskeltum. Verkini hava fyri tað mesta ein heldur friðarligan og intiman dám – tey eru lutfalsliga smá, so at tú mást nærkast teimum fyri at síggja og lesa. Sæð burtur frá nøkrum antropomorfum standmyndum á framsýningini eru fleiri verk readymade lutir ella minna um readymade, men í veruleikanum er tað mesta í lutfalsliga stóran mun listaliga viðgjørt og hugsað. Ein rektanguler blýggjpláta er merkiliga vøkur við sínum um somu tíð turrisliga og skaldsligu heiti: Strålehygiejnisk felt – blýggj hevur sum kunnugt stóra evnistyngd, ið kann verja móti t.d. røntgenstrálum. Framsýningin er kollasjukend í summum átøk einum raritetskabinetti ella savni av funnum lutum, sum verða lagdir fram á ensyklopediskan hátt. Einastaðni eru tólv petti av myntum settir inn í eina rammu, men tú varnast skjótt, at hetta eru myntir úr okkara tíð, ein púra vanlig donsk fimmkróna osfr. Sambært tekstinum er talan um ein “Møntskat” og eitt “Pseudoarkæologisk fund” av fragmenteraðum myntum, sum møguliga er listaliga viðgjørdir. Á henda hátt flytir Christian Vind lutir úr bæði gerandisdegi og vísindum og umbroytir teir til eitt slag av konseptlist í montrum og rammum.
Nógvir av teimum framsýndu lutunum tykjast onkursvegna merktir av tíðarinnar tonn ella eru teir bara brotnir. Á einum silkiprenti sæst avmyndað ein brotin krukka við honk. Skaldsligi verkteksturin er fullur av tilsipingum og ikki færri enn trimum gátuførum spurningum, sum leiða til úrskurðin um, at bara eitt er vist og tað er, at krukkan ber í sær eitt óloysandi loyndarmál og at myndlistin hóskar serliga væl til tað gátuføra og órannsakandi. Somnambulus eitur eitt tílíkt loyndarfull verk, sum longu áðrenn tú hevur skilt ella eyðmerkt lutirnar, tað er myndað av, rýkur av gomlum kistum úr kamfertræ og øðrum ævintýrum úr fjarskotnum londum. Áðrenn eg gevi mær far um hvat hetta fyribrigdið, Somnambulus merkir hugsi eg, at hatta heilt vist er ein ordans Somnambulus - bulmikil - globus og barokk. Tað er ein krystallkúla, sum liggur í einum brotnum glasi í einum uppseting, ið er sett inn eins og relieff í eina rammu og í verkfrágreiðingini, sum tykist skrivað við skálkabrosi, verða lutirnir dagfestir onkrastaðni millum for- og nútíð.
Einastaðni hongur eitt vakurt avlangt verk, ið ber brá av at vera týdningarmikið og líkist einum mikið tignarligum kongsstavi av onkrum slag inntil tú varnast, at hann er settur saman av møtrikkum í skiftandi stødd og skapi. Á skeltinum stendur, at listamaðurin hevur funnið tilfarið ymsastaðni á gøtuni frá 1.januar í 23 og eitt ár fram. Verkheitið sipar til norrøna fyribrigdið, prímstafr; eitt slag av kalendarastavi, sum var brúktur at halda skil á tíðini. Hetta er eitt merkiliga rørandi verk, sum við sínum vakurleika, eyðmjúka tilfari og arkeologiska hjálparloysi gerst ein ímynd av sjálvari tilveruni, sum óansæð hvussu nógvar álmanakkar og aðrar talskipanir vit finna uppá, er stokkut, skroypilig og avmarkað. Tó at Somnambulus á so mangan hátt við kørmum og lutum sipar til fortíð, er talan um eina viðkomandi samtíðarlistaframsýning, sum við sínum (europeiska) mentanarsøguliga innliti og listaliga gløggskygni er í tiltrongdari andstøðu til søgu- og samvitskuleys rák í okkara tíð. Eg kundi ynskt mær at sæð og lisið hesa generøsu framsýningina fleiri ferðir, men hon endar skjótt; 14.desember!
Kinna Poulsen