Gávuprent og Myndaódn í Steinprenti

Steinbrá, ið er stuðulsfelag hjá Steinprenti, hevur kunngjørt hvør hevur skapt ársins gávuprent – tað er Randi Samsonsen. Randi hevur havt úr at gera í brátt farna ári bæði úti og heima. Hennara verk hava verið partar av ikki minni enn tveimum listaframsýningum í New York og í summar fekk hennara verkætlan á Trapholt; "Things Matter" virðisløn frá danska ummælarafelagnum AICA. Hon hevði í byrjanini av árinum framsýning í Víngarðinum og Mentanarnáttina framsýndi hon Uppiá í Steinprenti saman við Hanna Bjartalíð. Randi Samsonsen er tekstillistakvinna og partur av einum nýmaterialistiskum nýbroti í føroyskari myndlist. Modernaða bráið sæst aftur á gávuprentunum, sum eru fýra í tali og lítil ivi er um, at tað aftur í ár verður ein avbjóðing at velja ímillum avbrigdini, sum eru kvadratisk við fýra ymiskum høvuðslitum - tvey eru ljós, hini bæði eru døkkari. Sjálvt um talan er um steinprent, er tekstillist partur av grafisku prosessini og hetta er møguliga ein orsøk til, at tú sansar tey at vera mjúk. Gávuprentini kunnu heintast í Steinprenti frá mikudegnum 10.des og so leingi prent eru eftur. Sum altíð eru nýggir limir vælkomnir í Steinbrá. Til ber at tekna seg sum lim hjá kassameistaranum, sum umsitur limalistan. Teldupostadressan er hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com Grafikkfelagið Steinbrá hevur konto í Norðoya Sparikassa 9865-1042496. Tá ársgjaldið er goldið, er kvittanin títt persónliga limaprógv. Vit viðmæla limunum at stovna fasta flyting. Tað er lættast fyri allar partar. Limagjaldið er 500 krónur um árið fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri stovnar, feløg og fyritøkur.

Myndaódnin við gløggi verður fríggjadagin 12.desember frá 16-18 – tá verða Steinbráprentini framsýnd. Aðalfundur í Steinbrá verður í Steinprenti fríggjadagin 23.januar 2026 klokkan 16.