Fremmand Allastaðni
/Heimafturkomin frá einari av heimsins týdningarmestu listamessum, biennaluni í Venesia, slær tað meg hvussu nógv hon í ár snýr seg um skuld og at rinda aftur skuld. Spurningurin er hvørt tey órættaðu eru fús at taka ímóti umberingini og um tey yvirhøvur til staðar har í fagra Venesia, býnum, sum dandar á aldum í sjónum, ið hómast allastaðni eins og ein blágrøn glitrandi grund upp móti teimum lýsandi appilsingulu aperolspritzgløsunum.
Fyrigevingin er sum kunnugt ein rættiliga grundleggjandi partur av kristnari mentan og meðan vit fyrigeva, vóna vit at verða fyrigivin og um vit viðganga, at vit hava syndað, kunnu vit fáa fyrigevingargávuna. Har er eitt sovorði trygt og tiltalandi býtislutfall í hesum, sum tryggjar, at báðir partar fáa nakað burturúr. Men um iðranargongdin í sjálvum sær gerst partur av eini strategi, er tá nakað vunnið?
Tað er Europa, sum umber sína aldargomlu priviligeraðu støðu í heiminum. Uppgávan er latin Adriano Pedrosa úr Brasil, ið er stjóri í Museo de Arte de São Paulo. Hann er fyrsti latínamerikanski kurator á Venesiabiennaluni, sum í ár hevur tað heldur provokerandi, men eisini fleirtýdda heitið Stranieri Ovunque; Fremmand Allastaðni. Á teimum báðum stóru kurateraðu framsýningunum á biennaluni hevur Pedrosa á ymsan hátt valt at leggja dent á listafólk, ið ikki áður hava framsýnt á Venesiabiennaluni – av teimum eru yvir 300 ikki til meira. Øll hesi fremmandu listafólkini, sum nú á fyrsta sinni hava heiðurin at sýna fram á Venesiabiennaluni, eru tískil ikki greið yvir sítt listaliga frambrot við tað, at tey eru deyð. Tað er spell og eitt sindur margháttligt – tú sært hópin av modernistiskum og abstraktum verkum hjá listafólkum, sum tú heldur teg kenna; tað kundi verið Pablo Picasso, Kasimir Malevich, Berthe Morisot, Paul Klee, Edouard Manet, Amedeo Modligiani, Wassily Kandinsky ella Hilma af Klint. Men verkskeltini halda hinvegin uppá, at avvarðandi listafólk eita Nena Saguil, Judith Lauand, Mahmoud Saïd, Nour Jaouda, Kazuya Sakai, Gazbia Sirry, Gladys Mgudlandlu, Dumile Feni osfr. Tað er so løgið at uppdaga, at øll hesi verkini eru skapt av lutfalsliga ókendum listafólkum úr øllum heimsins herðashornum í Afrika, Asia, Miðeystri og Latínamerika í aðru helvt av 20.øld og altso lutfalsliga seint í tíðini. Av framsýningartekstum skilst, at tað í onkrum øki hevur verið ein einstøk bók við verkum hjá t.d. Picasso, ið hevur inspirerað lokal listafólk, sum hava brúkt bókina at mála eftir. Hetta sama er ikki ókent í Føroyum. Og tað er yvirhøvur gott fyri sjálvsálitið at kunna staðfesta, at onnur fólkasløg eru líka sein sum føroyingar, ið uttan at blinka málaðu impressionistiskt og kubistiskt fram í 21.øld
Tað er tankin, sum telur verður sagt og mann kann kanska siga, at tankin at draga fram hesi ókendu listafólkini fram úr gloymskunnar havi, er grundleggjandi sympatiskur. Viljin og evnini til at breiðka tað vanliga sjónarmiðið, so at tað rúmar minnilutum, er heilt vist eisini imponerandi og sjálvandi eru listaligar dygdir at finna her og har. Men hjá einum føroyingi, sum er búsitandi eitt nokk so fitt petti uttan fyri heimsins miðveldi bæði farandi og komandi, eru hesar framsýningarnar eitt listaligt vónbrot. Tað er sum um at vera í einum risastórum endurnýtsluhandli, har tú gongur og válar í týdningarleysari hermilist og tað var nú ikki akkurát tað, eg hevði væntað av Venesiabiennaluni.
Og meðan lítil ivi er um áleikandi tørvin á eini seriøsari iðranargongd og umbering fyri hvítan, maskulinan, náðileysan, mergsúgvandi, sjauvinistiskan, heteronormativan, koloniharraalvaldandi og centralistiskan dominans, er spurningurin ikki bara um listabiennalan er rætta tíð og stað, men eisini um tað yvirhøvur hjálpir uppá heimsins ójavna at framsýna vánaliga list. Venesiabiennalan er sum konstruktión bygt á eitt blómandi mentanarligt Europa frá renesansu og fram í 20.øld. Eg skal ikki siga tað fyri vist, men at síggja til var meginparturin av okkum áskoðarum á Venesiabiennaluni europearar úr somu priviligeraðu kreativu stætt sum eg sjálv. Og samstundis sum vit rætta aðru hondina fram at taka í móti teimum undirpriviligeraðu, hava vit eitt stórt reytt steðgiskelti í hinari. Í somu viku, sum eg vitjaði Venesiabiennaluna, sigldi eitt skip, fult av flóttum aftur og fram millum Italia og Albania orsakað av eini roynd hjá Italia at parkera ein part av sínum mongu flóttafólkunum. Hetta er ein risastórur heimsfevnandi trupulleiki, sum vit heldur skuldi samstarvað um enn at lata tilvildarliga landafrøðiliga staðseting avgera ábyrgdina.
Hugskotið at hava eina altjóða listastevnu í einum býi sum liggur á pelum í sjónum er eins ópraktist og tað er dárandi. Har verður knossað og borið gjøgnum trappur yvir brúgvar og tað er sera ómagiligt á at skoða. Aftaná slættligheitirnar á kurateraðu framsýningunum var tað eitt satt vælsignilsi at vitja sjarmerandi Peggy Guggenheimsavnið, tí har finst bara góð list. Fyri tað allarmesta er talan um list hjá listamonnum gamaní, tí soleiðis var gamla mynstrið, men við einum praktfullum undantaki av einum málningi hjá Leonora Carrington.
Okkara listamaraton førdi okkum eisini til Pinault Collection í Palazzo Grassi, har heimskendi listamálarin, Julie Mehretu sýnir fram saman við vinfólkum. Tað eru málningar, sum etiopiska listakvinnan, ið er búsitandi í New York hevur málað í hesari øldini. Málningarnir eru risastórir, teir elstu við eyðkendu samansettu ljósu myndaflatunum við gjøgnumskygdum løgum av yðjandi neyvum býartekningum, ekspressivum landsløgum og leysum og tó sniðføstum málningastrokum. Hetta eru verk, ið taka tíð at skoða – tað er eitt sindur sum við málningunum hjá Rannvá Kunoy og Hansinu Iversen, ið kykna í áhugaverdum sambondum millum tey ymsu løgini í kompositiónini.
Pinault Collection fevnir eisini um Punta della Dogana, gamla tollbygningin í Venesia, har Pierre Huyghe hevur eina hugvekjandi framsýning, sum hann nevnir Liminal. Listamaðurin er serliga kendur fyri verk, sum granska í muninum millum humant og nonhumant. Huyghe hevur gjørt eitt tað óhugnaligasta videoverkið, eg havi sæð. Tað er Human Mask (2014), ið gongur fyri seg í einari tómari matstovu í Fukushima, japanska býnum, har størsta kjarnorkuvanlukka síðan Tjernobyl hendi í 2011. Í einari tómari matstovu fylgja vit einari apu í gentuklæðum og einari gentumasku. Tað er als ikki lætt at greiða frá hví verkið er so óhugnaligt - jú huglagið í tóma býnum er sjálvsagt óunniligt, men eg haldi, at Human Mask fær okkum at ivast í menniskjaleika í sjálvum sær. Kann menniskjaleikin bara vera menniskjaligur og hevur handan apan tað ókey? Slíkir tankar koma sníkjandi í myrkrinum meðan apan við hárutum beinum og álvarsligum, døkkum eygum sjølkar runt í køkinum á matstovuni. Myndamálið hjá Pierre Huyghe er bæði futuristiskt og vintage og minnir um Chris Cunningham og Stanley Kubrick (A Space Oddyssey). Tað snýr seg um vitlíki, sum mann illa fær vent sær fyri í løtuni, men perspektivið hjá Pierre Huyghe er ikki bara tað vanliga óttafulla deyðan-í-durunum-dyrkandi sjónarmiðið – tað er meira lívsjáttandi við trúgv uppá menniskjað og tess mentan og uppá lívsmegina og lívið sum heild soleiðis sum tað hevur tikið skap á foldum í milliónir av árum, sum vit síggja í vøkstri og kyknum í harpiks.
Hetta er trýssinstjúgundu ferð listabiennalan verður hildin í Venesia, býnum, ið verður nevndur Adriahavsins drottning. La Biennale di Venezia er ein mentanarstevna, sum annaðhvørt ár skiftir fokus millum myndlist og byggilist. Biennalan er myndað av fleiri framsýningum, sum eru staddar ymsastaðni í Venesia. Høvuðsframsýningin er í Central Pavilion í Giardini og Arsenale og harumframt eru hópin av framsýningum, sum ymiskar tjóðir hava skipað fyri í paviliongum og palassum kring allan býin. Tann dagin, vit komu til Venesia skvatlaði sjógvurin upp um kaikantin og eg helt tað vera flóð, men høga vatnstøðan vísir seg at vera status quo í býnum, sum hevur hópin av rampum standandi klárar til fólk at ganga á, tá tað fløðir. Húsini í Venesia eru bygd á pelar, sum spakuliga sjunka og rotna og orsakað av veðurlagsbroytingum søkkur býurin skjótari enn áður hildið. Men tað fer vónandi at ganga; býurin er á varðveitingarlistanum hjá Unesco og í Italia brúka tey nógvar pengar til umvæling av sínum mongu søguligu støðum og monumentum.
Brot úr fotomynd hjá Ugo carmeni