Nú bókasesongin er í hæddini trokast útgávurnar og royna at koma sær framat at verða lisnar. Tað er ikki bara sum at siga tað so nógv sum vit hava at gera við sjeyogtjúgu serium á netflix og so er tað øll skrollingin á facebook eisini - tað ornar ikki seg sjálvt, men tekur nógva tíð. Fyri mítt egna viðkomandi er lesingin soltin í løtuni ikki bara av tí, at eg skrolli, men eisini eri í ferð við at leggja mínar egnu komandi útgávur til rættis. - Talandi tómleiki, sum er ein bók um verkið hjá Bárði Oskarsson kemur til jóla og komandi ár kemur Í eygnahædd - Um samtíðarlist í Føroyum í 21.øld - harumframt er okkurt annað á skránni, meira um tað seinni. Samtíðarlistabókin er ein lutfalsliga stór bók, sum tekur tíð, eg havi tískil ikki tíð at ummæla tað stóra.
Eg fái tó illa latið vera at koma við einum hurrá fyri nýggju bókini hjá Tóroddi Poulsen serliga tá eg (enn ikki) havi borið eyga við onnur fagnaðarróp í sambandi við hesa hálvtrýssinstjúgundu bókina frá hansara hond, sum verður givin út júst 40 ár eftir, at tann fyrsta kom út - also bók nummar 50 og ár nummar 40 - krevur tað ikki okkurt slag av rumalareiggj? Er tað ikki forkunnugt? Hvat sigur sms-skipanin til tað? Kann hornorkestrið ikki spæla ein illsintan Havnamarsj? Kann Ólavsøkukórið ikki syngja ein Tóroddskan sang um hjúnini, sum høvdu hongt seg á Tinghúsvøllinum og kunnu Bókadagar lesa allar hansara umleið fimmtúsund yrkingar upp ella bara tær nýggju? - Stóð tú eitur yrkingin, sum yrkjarin sjálvur metir vera sína fyrstu góðu yrking, men hann hevur skrivað frá barnsbeini av. Í viðtali við Randi Ward, sum herfyri við Heiðursgávu Landsins fekk uppibornan heiður fyri sínar týðingar av føroyskum yrkingum, greiðir Tóroddur frá, at hann tíðum skulkaði í skúlanum aftan á døgverða og fór á bókasavnið ella oman á kaiina, og onkuntíð, tá ið veðrið var til tað, fór hann niðan á Kirkjubøreyn: “Steinlandslagið á Kirkjubøreyni hugtók meg. Eg plagdi at skriva smáar yrkingar á pappírspetti, sum eg legði undir steinarnar. Tá eg kom aftur, hugdi eg altíð undir steinarnar, men mínar yrkingar vóru horvnar. Eg helt, at huldufólk høvdu tikið tær, so eg skrivaði nýggjar og legði tær har uppi eisini. Eg vóni ikki, at hesar yrkingar vóru útgivnar í hulduverðini, tí tær vóru vánaligar og rímaðar.” (s.57 Randi Ward: Our spring 2013 feature Tóroddur Poulsen í The Bitter Oleander 2013).
Bókapermurnar eru ein søga fyri seg og vísa myndlistaligan ans. Tað var Tove Askham, ið gjørdi permuna á teirri lítlu debutbókini, Botnfall (1984), ið varð útgivin út á egnum forlagi.Í hesum lítla heftinum hómast nógv av tí, ið koma skuldi í stórverkinum, sum hesin listamaður hevur lagt eftir seg. Uppreisturin móti smáborgaralyndinum og allari nostalgi og vanahugsan er eins eyðsæddur, og hann er støðugur; tað er dyrkanin av negatiónini, av tí svarta og av mótsetningunum eisini og av tilfarinum, vindinum og grótinum. Tónarnir geva eisini ljóð frá sær millum reglurnar, og tað visuella er har sum svartar stjørnur í blindum eygum ella lýsandi likkur og túsund fallskíggjahermenn, sum spakuliga dala niður av himni kring yrkjaraegið. Hann stendur ísafrystur eins og ein standmynd á Vaglinum eitt kalt leygarkvøld yvir av standmyndini av Effersøe. Frá byrjan skrivar Tóroddur Poulsen sum ein myndlista- og installatiónslistamaður og hetta er framvegis galdandi í 2024 – hygg bara at yrkingini Kirkja (s.42 í LANDSLAGIÐ VIL IKKI EIGA TEG). Sjálvt um hann er skemtingarsamur og speiskur er hansara yrkingaheimur til tíðir merktur av sorgblídni. Lívið er ikki sjálvsagt og tilveran má livast upp á tross av tí feittuta skugganum, sum støðugt lúrir. Yrkingarnar kunnu tykjast torførar, men eru eisini mangan einfaldar, tí yrkjarin dyrkar tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir sum eingin annar føroyskur yrkjari at orða tað óvæntaða í einføldum, óuppgjørdum orðingum, so at tú sum lesari í heilum gerst bilsin yvir alt tað spildurnýggja, sum brádliga myndast í huganum og sum ofta hongur saman á ein serligan hátt. Meðan tú lesur Tórodd fært tú í heilum varhugan av samanhangi og ringrás bæði í tilverufatanini, har barndómurin er frammanfyri og dregur teg fram móti endanum, sum kanska er ein byrjan: “eg veit hvat/ eg skal skriva/ tá eg verði stórur:// tá eg var lítil” . Ringrásin er grundstrukturur í verkinum hjá Tóroddi, har orðini eru partar av eini yrking, sum er partur av eini bók, sum er partar av einum lívsverki, sum nú telur hálvtrýss bøkur. Tað melur fyri mær bara við tankan um allar hesar bøkur, sum heldur ikki passa á hillina hjá mær meira. Tað er líkamikið - eg má flyta um uppá tingini, tí hetta verkið er einastandandi uppá allar mátar og sjáldsama samanhangandi og til alla eydnu eins samfelags-(Føroya!!!)kritiskt sum vant og tað hava vit tørv á í einum samfelag við so dýrum sethúsum sum okkara.
dýr sethús og íbúðarbygningar
sum bara tey ríku hava ráð at búgva í
fara spakuliga skríðandi niðan á reynið
sum ikki fer at síggjast meir
í hesum sonevnda paradísi
kanska tað síðsta á foldum
her har í hópatali av sjómonnum búðu
og gingu burtur
so vit enn hoyra havið gráta
aðrir duttu oman í bjørgunum
onnur doyðu í ferðsluni
í okkara tokuta paradísi...”
(s.73 í LANDSLAGIÐ VIL IKKI EIGA TEG)
Kinna Poulsen