Hvussu plasera vit Føroyar í søguliga kjakinum um kolonialismu, og hvussu skilja vit ávirkanina av kolonialiteti í einum nútíðarhøpi? Tann 3. mars skipa fólk frá granskingarverkætlanini ‘The Art of Nordic Colonialism’ fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um kolonialitet og list í einum tvørmentanarligum samanhangi. Á ráðstevnuni luttaka myndlistafólk, filmsfólk, rithøvundar, kuratorar og granskarar, ið fara at leggja fram um teirra arbeiði og at luttaka í samrøðum um evni sum listaligt virksemi, at arbeiða við landslagi, film sum miðil og listaframsýningar.
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á átrokandi evni, ið knýta seg at teimum samanvovnu relatiónunum í norðurlendskari kolonialismu og teirra áhaldanadi ávirkan á samfeløg og millumtjóðasambond í dag.
Stigtakararnir hava valt at nýta Føroyar sum útganspunkt fyri at skapa rúm fyri nýggjum sambondum og samrøðum, um hvussu kolonialitetur ger seg galdandi frá ymiskum føroyskum, grønlendskum og øðrum norðurlendskum sjónarhornum.
Luttakarar: Nivi Christensen, Kalpana Vijayavarathan, Bart Pushaw, Malan Marnersdóttir, Nina Cramer, Kim Simonsen, Aka Hansen, Laila Mote, Beinir Bergsson, Vár Eydnudóttir, Anna Vestergaard Jørgensen, Kinna Poulsen, Isabelle Gapp og Jóhan Martin Christiansen.
Tiltakið fer fram á enskum - tað er ókeypis, men tilmelding skal til, sí her:
https://www.nlh.fo/?event=9497/kolonialitetur-og-list-i-einum-tvoermentanarligum-samanhangi
Øll áhugað eru vælkomin!
Ráðstevnan er stuðlað av Carlsbergfondet, Novo Nordisk Fonden, Ny Carlsberg Fondet og Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Ein av luttakarunum Kalpana Vijayavarathan hevur givið út yrkingasavnið Whisper of Butterfly Wings. Tað var útselt eftir fáum døgum, og er komið í nýggjum upplagi. Yrkingarnar í savninum eru um, hvussu tað er at koma til Føroya úr einum øðrum heimsparti og uppliva føroyska samfelagið. Í fleiri yrkingum skiftir Kalpana millum enskt og føroyskt eins og einstøk orð á donskum koma fyri. Útgávan er eitt nýtt slag av dømi um føroyskan skaldskap, sum ikki er skrivaður á føroyskum. Yrkingarnar í savninum eru um list (sonevndar ekfrasur), um samleika og um trúgv. Hendan yrkingin er um at verða sett í bás, at verða markað, og m.a. tí er tað umráðandi at gera vart við, at Kalpana Vijayavarathan ikki bara yrkir um, hvussu tað er at vera flutt til Føroya úr India, hon er ikki bara umboð fyri ein bólk ella sjónarmið í samfelagnum, men ein av heimsins mongu yrkjarum við fleiri mentanum í sær. Hon setur orð á upplivingar í føroyska samfelagnum, sum ikki hava verið orðaðar fyrr. Myndina á plakatini til ráðstevnuna, sum sæst ovast, hevur Laila Mote gjørt.
Defiant Identity Freed
06.12.2018
Stone by stone
Step by step
Glance bye glance
You crush me into a tight space.
Your brush burns as you paint me into a small corner.
“Foreigner, útlendingur far heim” burn into the
hollows of my heart.
Wife, mother, Faroese daughter in Tórshavn rebuts
my mind.
I erase the paint steadily and surely.
From the corner you forced me into
I rise phoenix-like Indian Faroese and claim my place
for my family and myself.
I’m home, and home I will be “líkamikið hvat”
In this rock in the North Atlantic!
Paint me in many corners as you will
And every time I will recreate the image that you build
Prometheusly will I break the chains you impose
to enslave me.
I am more than my race, colour, creed – I am ME!
*Yrkingin var “Vikuyrking” í Dimmalætting, sum Bergur D.Hansen og Kinna Poulsen skipaðu fyri