Føroyska Listafelagið í Danmark skipar fyri fotoframsýning í samstarvi við MFS.
Ert tú føroyskur útiseti í Danmark, so hevur tú møguleika at luttaka í fotomyndaframsýning í Føroyahúsinum við fernisering 11.mars 2023.
Tak upp 1-3 fotomyndir av tínum gerandisdegi í Danmark. Tað kann vera okkurt vakurt, trivielt, grátt og keðiligt, áhugavert - Listafelagið ynskir at vísa ein fjølbroyttan mosaikk av gerandisdegnum.
Skriva nøkur orð um hvat myndin lýsir og send myndina til listafelagid@outlook.dk
Myndastøddin skal vera uml. 3000 x 4000 pixel og tá tú sendur teldupostin, so vel ”Faktisk størrelse”.
Tá tú hevur sent myndirnar, setur Listafelagið seg í samband við teg.
Freistin at senda inn fotomyndir er týsdagin 21.februar 2023.